Míni leikapetti

Page 1

EyĂ°un Johannessen

MĂ­ni leikapetti


Okkara hús Sjónleikarhúsið varð av bretum handað felagnum aftur í 1945. Nevnd varð vald. Í hana komu at sita H. A. Djurhuus, formaður, Rikard Long, William Heinesen, Jákup Olsen og Ewald Arge. „Vit hava fingið okkara hús aftur!“ munnu mong hava hugsað. Felagið hevði havt eitt avlæst rúm í húsunum hesi fimm árini. Tað høvdu bretar brotið upp og tømt. Størsti missurin vóru allar gerðabøkur felagsins frá tí, at Havnar Sjónleikarfelag varð stovnað í 1918. Vinningurin var, at gestirnir lótu tveir projektørar og seks ljósregulatorar vera eftir. Fyrsta nútímans tøkni felagsins. Henda útgerð varð nýtt heilt fram til miðskeiðis í sjeytiárunum. Nýggjar tíðir. Páfuglurin hjá skraddaranum og geitin hjá Arna G vóru burtur. Í staðin hevði Arne yvirtikið baðstovuna hjá bretum vestan fyri norðurendan á Sjónleikarhúsinum. So nú var Arne almennur baðimeistari, og havnarfólk kundu fara í heitt, nýmótans bað, áðrenn tey fóru í Sjónleikarhúsið. Heima hjá okkum fóru vit systkin framvegis í bað í stóru vaskibaljuni við heitum vatni úr vaskigrýtuketlinum í kjallaranum hvørt leygarkvøld, og aftaná fingu vit nýbakað franskbreyð úr kolkomfýrinum uppi í køkinum. Kavasletuna, Troppaskipið, lótu bretar okkum dreingjum í Rabarbukvarterinum. Við henni hildu vit fram at skreiða í Sjúrðargøtubrekkunum vetrarkvøld nøkur ár enn. Heilt uppi frá Heygsbreyt oman til Sjónleikarhúsið, yvir um Tróndargøtu, Niels Finsensgøtu og brúnna um Havnará til garðin hjá Skraddaranum. Lítil og eingin bilferðsla var aftan á nátturðatíð. Sjónleikarhúsið gjørdist aftur til okkara hús – TIL GAMAN OG ÁLVARA, sum tað av fyrstan tíð varð ætlað. Við somu stavum og mynd av Rasmusi Effersøe, sum enn prýða pallopið í erva. Reyða húsið

31


Hvørt sunnukvøld ljóðaði Goggudansur úr húsinum. Hann hoyrdist um alt grannalagið. Um veturin, tá navigatørarnir fóru aftur á skúlabonk á Navigatørskúlanum, var føroyskur dansur hvørt mánakvøld fram til føstu. Nýggi apotekarin, Dávur Magnussen, skipaði fyri barnadansi, áðrenn tey vaksnu fóru upp á gólv. Dansiskeið í modernaðum dansi vóru fyri børn og ungdóm. Hesi skeið endaðu á hvørjum ári við eini Maskeradu, har heiðursløn varð latin til tann, hvørs búni skaraði mest framúr. Eg var ein fittur „tyrolaradrongur“, men Ottar hjá Guggu, sum var stórur og prúður á vøkstri, vann virðislønina, sum ein stásilig „dragqueen“. So við og við kom lív í húsið, og pengar komu í kassan. Havnarfólk fóru aftur til sjónleik í sínum egna Sjónleikarhúsi. Formaðurin, Hans Andreas Djurhuus, og konan, Petra, stóðu við hurðina inn til salin og tóku ímóti og ynsktu vælkomin. Fyrsti sjónleikurin, sum felagið setti á pall, var íslendski klassikarin: Galdra Loftur eftir Jóhann Sigurðjónsson. Nýggja leiklistakósin, sum varð løgd í 1938 við Fjallaeivindi (frá 1911) eftir sama høvund, var at seta sær hægri listarlig mál. Hon helt fram. Týðarin var eisini á hesum sinni Petra Djurhuus. Longu í 1948 varð farið undir stórverkið Í sugguni eftir Maxim Gorki. Ein klassikari úr Russlandi frá 1902, sum var kendur og leiktur um allan vesturheimin. Týðingin varð gjørd eftir teirri donsku På bunden av Georg L. Samuelsen, eisini nevndur Crayon, nýggjur nevndarlimur í felagnum og blaðstjóri á Dimmalætting. Crayon gjørdist ein av fremstu týðarunum og leikarunum upp gjøgnum fimmti- og sekstiárini. Í 1951 var løtan komin at presentera Henrik Ibsen fyri føroyingum við ongum minni enn meistaraverkinum Villdunnan frá 1885. Týðarar vóru Crayon og Thomas Nygaard, studentaskúlarektari. Crayon ella GLS, sum hann eisini varð nevndur, ella Georg stutt og greitt, leikti gamli Ekdal. Villdunnuni á baki kom nútíðarleikurin An Inspector Calls / Óboðin gestur eftir bretska samtíðarhøvundan J. B. Priestley. Crayon týddi og leikti sjálvur við. Hesar fýra eftirstríðsára leikirnar sá og minnist eg allar, eftir tí førleika eitt óbúgvið, viðkvæmt dreingjasinni megnar at taka ímóti. Leikirnir vaktu stóran ans. Tað at fara til sjónleik var nakað serligt. Eg minnist tað sum nakað, eg av eintingum fór til, og ikki sum nakað, foreldrini potaðu niður í meg. Sangurin hjá neyðardýrunum í klivunum á náttarherberginum Í sugguni ljóðaði:

32

Míni leikapetti


Sólin rennur – Sólin brennir – Bølið mítt er alsamt døkt – Uttan fyri vaktir darta – Fram og aftur økt um økt. Í 1945, sjey ára gamal, fór eg í skúla. Hjá nonnunum. Einasti rabarbudrongur, sum ikki gekk hjá Bette Arge ella í Kommunuskúlanum. Nonnufressur var eg skírdur. Ikki serliga mansligt. Onkrir varðafressar gingu hjá nonnunum. Árni Gjóvará, Heðin Wardum og Zakarias Heinesen. Teir vóru cool. Tað hjálpti. Eg fekk nýggjar vinir. Tummas Arge, Richard Bugatch, Gorm á Frælsinum, Annfinn Zachariasen og Tomm Arne hjá Alfred og Arnold (Ammy) hjá Karbeck. Nýggj og eksotisk nøvn og heilt nýtt umhvørvi. Eitt nonnukleystur við skúla og katolikkakirkju. Nonnurnar høvdu kúgv og kaninir (sum tær ótu). Veltu epli og hoyggjaðu sjálvar. Tær høvdu sínar egnu prestar, „Bukkenogen“ og pastor Burla og tveir húskallar, Teodor Hønan og William úr Sumba, sum eisini var prentari, beiggi Pól F. Í mangar mátar var hetta eitt slag av teaturi, ein fremmandur heimur. Nonnurnar gingu í snjóhvítum búna við síðum skjúrti og bóru slør á høvdinum, ið fjaldi hárið. Um vit næmingar høvdu hug, kundu vit kúrrir seta okkum aftast í kirkjuni og hyggja at messuni aftan á skúlatíð. Tað var sjónleikur! Húskallarnir báðir í hvítum messuakli kveiktu kertur og roykilsiskør. Prestur í stásiligum holmynstrutum kyrtli sveiggjaði roykilsi og myrra úr angandi skálum úr messing, og nonnurnar sungu sum einglar. Havnar kirkja, go home! Fyri jól var sjónleikur við eldru næmingunum niðri í salinum, ið altíð endaði við krubbuspælinum í Betlehemsfjósi jólanátt. Har sluppu tey yngstu at vera einglar og tríggir av eldru dreingjunum at vera vísmenn úr Eysturlondum. Og her byrjaði mín sjónleikarakarriera sum Melkior. Heðin Wardum var Kaspar, og Zacharias Heinesen var Baltasar, tí hann var myrkhærdur og døkkur í húðini. Kanska eiga nonnurnar sín lut í mínum áhuga fyri, at eg vildi síggja alt tað, sum kom á pall í Sjónleikarhúsinum hesi árini. Hvat minnist eg frá hesum leikunum? Eg var 8 ára gamal, tá eg, sum áður nevnt, sá tað melodramatiska dramaið um Galdra Loft, ein kærleikssøga frá gomlum døgum í Íslandi. Jú. Knút Wang, blaðstjóri á Dagblaðnum, sum presturin Loftur, ið bardist ímóti sjálvum hinum ónda, Crayon, blaðstjóra á Dimmu, og eina vakra kvinnu, ið bardist fyri tí Reyða húsið

33


góða. Øll hini havi eg gloymt. Um eg var einsamallur til leik ella saman við onkrum, er eisini farið. Dramaið, í Galdra Lofti, kom í hæddina framman fyri altarið í eini kirkju, minnist meg rætt. Har dundi torusláttur, snarljós bleiktraðu, stormur og reyðir logar skygdu. Sleiktu seg um kroppar og andlit og rúmið alt. Eg bæði skalv og var bergtikin um somu tíð. Veldugt og fremmant. Sama árið gekk eg á odda fyri, at vit dreingir í Rabarbukvarterinum stovnaðu okkara egna fótbóltsfelag: B48. Tað luktaði eitt sindur av B36, sum eg helt við, tí eg var komin at kenna Mortan Mørk, ið var svágur arbeiðskonuna hjá okkum, Honnu úr Gortrastovu í Nólsoy. Hann spældi á fyrsta liði í B36 saman við Alla hjá Dia í Funningsstovu. Eisini ein rabarba. Vit vóru tey einastu úr øllum grannalagnum, sum ikki vóru HBarar. Og kanska eisini tey hjá Aksel á Trónda. Og hví nevni eg so hetta? Jú, tí tað árið, vit stovnaðu B48, leiktu tey Sugguna eftir Maxim Gorki í Sjónleikarhúsinum. Hendingar, sum settu síni spor. Ein onnur var eisini mín fyrsta Danmarkarferð við Dronning Alexandrine saman við foreldrunum og Erling bróður. Har upplivdi eg páfuglateatrið í Tivoli, Pantomime Teatret, og eg sá mín fyrsta sporvogn, eina banan og ein helikoptara sveima uppi yvir mær og lenda tætt hjá, so eg slapp at nema við hann. Vit vitjaðu ta nýbygdu risastóru Grundtvig kirkjuna. Og so hevði skraddar Debes seymað okkum brøðrum bláan summarklædning við stuttum brókum. Mínar fyrstu við splittu í. So uppsnákaður var eg, tá eg sá dansandi hestar og elefantar, kópar, dvørgar og klovnar og flúgvandi luftakrobatar á manesjusandinum undir bláa tjaldhimmalinum í Cirkus Schumann í Keypmannahavn. 10 ára gamal. Stórhendingar. Í dag búgvi eg undir liðini av Grundtvig kirkjuni.

Í sugguni Emil Thomsen, seinni stjóri fyri Electrolux og okkara størsti bókaforleggjari við forlagnum Bókagarði, ið endurútgav Varðan, ið nú gjørdist fólkaogn. Hann leikti hin ráa heimspekingin og vallaran Sátin í Sugguni. Eg var tíggju ára gamal, men leikarin hugtók meg. Tað gjørdi stórt sæð allur skarin av glataðu mannalagnunum, ið her leitaðu sær skjól og hita kring múrsteinslaðaða fýrstaðin á einum náttarherbergi í Moskva um aldarskiftið 1800-1900 her á okkara leikpalli í Havn. Hin gamli Luka, sum uggaði ta tuberklasjúku gentuna. Muhamedanarin, gleðigentan og hann, ið telvaði alla tíðina. Menn og kvinnur. Droymarar og drykkjuvætti, sum leit34

Míni leikapetti


aðu sær skjól fyri náttina í Sugguni eftir at hava reikað og stríðst sum biddarar og tjóvar í stórbýargøtunum í Moskva. Tú kanst siga, at hetta var fjart frá „Tí deiligu Havn“. Men hesar mannalagnur vóru mær ikki heilt fremmandar. Eg hevði borið eygað við teirra líkar í havnargøtum, í skýmaskotum úti á Reyni, ímillum neystini á Kongabrúnni og tunnur og saltfiskaballur úti á keiini, á Rundingi og undir Magnus Heinasons Skansa og úti í Bakka, við pakkhúsini hjá Heinesen niðri í Vágsbotni. Hetta rennur ljóslivandi fram fyri meg nú í skrivandi løtu. Bæði tað, ið hoyrdi heimliga veruleikanum til, og tey, sum á pallinum einans lótust at vera. Sjónleikararnir! Emil, Poul Arne, Oskar, Fraser, Kristina, Jona hjá Palla á Doktaragrund, Crayon, Poul Johannes, Mourits Mohr, Knút Wang, dóttir Gøtu Anton og Pauli hjá Mariu hjá Olaf við harmonikuni, meðan øll tey glataðu sungu og murraðu: „Tíðin rennur, sólin brennir …“ Tá eg sum 11 ára gamal kom í Færøernes mellem- og realskole, fekk eg at vita, at klassalærarinnan, Bette Rasmussen, hevði leikstjórnað Sugguna. Bette segðist at hava sagt við debutantin, sum skuldi leika gleðigentuna: „Náh, so tað er tú, sum spælir horan!“ – Soleiðis setur ein røtt primadonna eina unga gentu, møguliga komandi kappingarneyta, upp á pláss. Primadonnur vóru ikki heilt ókendar á palli í Sjónleikarhúsinum. Eina ta kendastu hitti eg, tá eg kom inn á sjónleikaraskúlan á Kongliga teatrinum í Keypmannahavn 9 ár seinni. Kongliga sjónleikaran, harra Poul Reumert. Nú var hann farin væl upp um tey sjeyti. Fittur, blíður og prátingarsamur. Fortaldi mær, at hann hevði staðið á Sjónleikarhúspallinum í 30-árunum. Fyrstu ferð leikti hann saman við íslendsku konu síni, Onnu Borg, Galgemanden eftir finnlandssvian Runar Schildt. Nøkur ár seinni, í 1938, las hann upp En Idealist eftir Kaj Munk. Kanska var tað hiðani, limir úr Merkinum fingu hugskotið at fara undir at týða leikin til føroyskt. Reumert skrivar í endurminningum sínum, Masker og mennesker m.a. um hesar vitjanir: „Nede på kajen står et par og kigger op mod dækket, en nydelig blond dame og en kraftig mand med milde øjne under en bredskygget filthat. Det er hr. og fru Djurhuus. Han er byens digter og åndelige foregangsmand, lærer ved skolen. Vi vifter til hinanden. Vi er gode gamle bekendte, for hver gang jeg har passeret Thorshavn, har vi haft en aftale om optræden på teatret, og den er aldrig gået i vasken trods mange lidet gunstige forhold.“ Her sipar Reumert til, at stundum legði ferðaskipið Dronning Alexandrine at bryggju mitt á nátt. Idealisturin varð lisin upp kl. 03 fyri Reyða húsið

35


stúgvandi fullum húsi og vardi í samfullar tríggjar tímar. Tá morgunhanin gól, og skipsfloytan ljómaði, stevndu gestirnir aftur til havs. Mær er sagt, men ikki skjalprógvað, at Sir John Gielgud og Sir Laurence Olivier og Dame Vera Lynn hava havt framførslur á sama palli fyri bretsku hermonnunum umframt eitt Don Kosakk-kór frá eini konvoy við flóttafólki úr Murmansk. Tað var ikki óvanligt, at konvoyir bunkraðu á Havnarvág á leiðini yvir um hav til New York. Eftir kríggið minnist eg væl umtókta, íslendska primadonnutenorin við Kongligu Operuna í Keypmannahavn, Stefan Islandi, leggja at bryggju í Havn og halda leiðina beint niðan í leikhúsið, har Rigmor Restorff sat til reiðar við klaverið. Stúgvandi fult hús, og so víðari heim til Íslands at halda summarfrí. Í 1977 hitti eg ein eldri harra, undir døkkum bogelinohatti, í myrkabláum kashmir frakka og stavi við silvurknøtti, á Laugarvegi, høvuðsgøtuni í Reykjavík. Tað var Stefan Islandi. Nú sum pensjóneraður kongligur kamarsangari. Eg noyddist at heilsa upp á hann. Vit endaðu á eini kaffistovu. Eg hevði jú upplivað hann í Havn, og vit høvdu báðir arbeitt saman við Rigmor. Hon hevði havt fylgispælið til Tosca og La Boheme við honum, og saman við mær Kardamummubý og Í Valbakkaskógi. Hann spurdi meg, hvørji ørindi míni vóru í heimstaði hansara. „Eg leikstjórni Skipið eftir føroyska høvundin Steinbjørn B. Jacobsen á Tjóðpalli Íslands.“ „Jau, jau. Frændur hittast!“ Og so blessaðust vit og hittust ikki aftur. Eg gloymi hann ongantíð. Hetta var so bert sum eitt lítið ískoyti um primadonnur, sum hava staðið á palli í okkara húsi. Men nú var tann stundin komin til handa, at kanska størsta og mest heimsgitna norðurlendska krukkan, Henrik Ibsen, steig fram á okkara pall í 1951. Ikki maðurin sjálvur, men leikur hansara Villdunnan. Av summum hildin at vera mest fullborna verk Ibsens. Loyvi mær at gera ein heilt stuttan samandrátt. Leikurin er í fimm pørtum. Fyrsti partur fer fram í ríkmannaheiminum hjá Werle heilsølumanni. Har verður hildin stór veitsla. Hinir fýra partarnir fara fram heima hjá Hjalmari Ekdal fotografi og konuni Ginu. Tey eiga dóttrina Hedvig, ið er veik og tætt knýtt at abbanum, gamla Ekdal, sum starvast sum bókhaldari hjá Werle. Gamli Ekdal býr úti undir væðingini í Ekdal-íbúðini. Úti á loftinum, sum tey bæði kallaðu, úti undir væðingini, hann og abbadóttirin Hedvík. Har reiðrast eisini ein villdunna, sum tey bæði bera mat og hjúkla um. Tað er teirra friðskjól, ímeðan verðin rundan um tey fer í skeljar. Hykl og lívslygnir koma fram í ljósmála. Hedvig er ikki biologiska dóttir Hjalmars, men dóttir heilsølumannin harra Werle, 36

Míni leikapetti


ið eigur vaksnan son, Gregers Werle, sum sostatt er hálvbeiggi Hedvig. Hann vil, at lygnin skal koma fram í ljósið. Lívslygnin! sum hann nevnir tað, „hon skal takast frá menniskjanum“. Gregers er ikki nakar sympatiskur persónur og sostatt ikki besti boðberi fyri hesi antiborgarligu idealismu og sannleikastremban, sum í leikinum eisini fær ræðuligar avleiðingar. Tí: Er sannleikin størri enn kærleikin? Hetta dugdi Ibsen; at seta spurningar, ið ikki vóru einfaldir at svara. Um framførslan í 1951 elvdi til kjak í Havn eins og í Noregi í 1884, dugi eg ikki at siga. Hóast tilfarið ikki mundi tróta. Væl dugdu vit eisini tá at tiga og fjala út yvir tað, ið veruliga hendi og búði undir t.d. bæði sjóvinnubankaskrædlinum og klaksvíksstríðnum árini eftir 1952. Bæði alment politiskt og privat. Men okkurt mundu fólk kenna aftur. Eg átti tveir abbar. Annar var Kristin í Geil, sáli. Hann var fotografur, (eins og Hjalmar Ekdal), málari, skald, sjónleikari og blaðstjóri. Ein bohemur, hildu summi. Men sum ein annar Gregers Werle nýtti hann blað sítt Tingakross til at avdúka hykl og órættvísi, og leikpallin til at kveikja í og vekja tankar, látur og undirhald. Hin abbin, Niels hjá Elduvíks Jóanesi, var dugnaligur heilsølumaður, ríkur, einsamallur og góður við meg. Hann megnaði at halda skil á handli og familjuveitslum, til skrædlið kom í 1954, og tá kom mangt undan kavi. Hann gav mær samlaðu verkini eftir Goethe í 1959, við persónligum viðmerkingum til abbasonin um mangt og hvat. Abbi doyði ein mánað eftir, at hann handaði mær gávuna. Onkursvegna komu Goethe og Ibsen tá fyri meg, 13 ára gamal og mong ár fram, at vera ein katalysatorur fyri hópin av tí, sum fór at fara fram í mær og í mínum nærmasta umhvørvi. Men Villdunnan var meira enn so. Framførslan gjørdist ein marknasteinur fyri Havnar Sjónleikarfelag; fyri limirnar, – um mál og mið. Okkurt nýtt var á veg! Hvørji vóru hesi fólk, sum vit hugdu at á pallinum? Tey vóru áhugaleikarar. Amatørar, sum tey nevndu seg. Í bestu árum, úr 20 upp um tey 40. Tey vóru eitt nýtt ættarlið. Tey elstu høvdu verið uppií í 30-árunum. Men meginparturin var frá teirri sjónleikaleysu tíðini í Havn undir krígnum. Í fleiri bygdum varð spælt hesi árini. Eitt nú í Vágum, á Sandi og í Skopun, Klaksvík og Losjuni í Gøtu, á Tvøroyri og í Vági. Men sum áður nevnt, lesiringar vóru í nógvum feløgum í Havn og á bygd. So kom heimsfriðurin í 1945, og politiska stríðið mentist her heima um samband og loysing. Fólkaatkvøðan í 1946 og heimastýrislógin í Reyða húsið

37


1948, har sjónleikur í paragraf 13 gjørdist „føroyskt sermál“!? Mær er sagt, nærmast av óvart! Meginparturin av teimum, sum nú komu at manna pallin í Sjónleikarhúsinum, høvdu tikið lut í teirri politisku fólkaatkvøðuorrustuni. Men tey høvdu eitt, tey stóðu saman um: Havnar Sjónleikarfelag og áhugan fyri leiklist. Onkur meira fyri leiki, onnur fyri listini, men áhugaleikurin bant tey saman. Summi teirra eru longu nevnd. Georg Samuelsen, sonur sambandshetjuna Andrass, Knút Wang, blaðstjóri á Fólkafloks-Dagblaðnum, ein kaldbaksdrongur, ið hevði staðið í krambalæru hjá Lambaa í Tórsgøtu. Emil Thomsen, heilsølumaður, Fraser Eysturoy, modelsnikkari, kommunistur og sonur Guttorm av Trøllanesi og Saru úr Noregi. Sum ung hevði Sara tænt í køkinum á Buckingham Palace í London. Guttormur stóð í timburlæru í Noregi. Tey hittust og giftust og fluttu saman til Havnar. Kristina Øster, dóttir „Hjaltin“, fráskildur langfarasiglari og ein jassur. Hann og pápi Fraser kundu diskutera Kierkegaard, so neistarnir fuku. Har vóru Meinhard Lamhauge, ættaður úr Lamba og stjóri á Landbúnaðarráðnum, Richard í Snikkarastovu, elektrikari, leikari og ljósteknikari, Jona Henriksen, eisini ættað úr Snikkarastovu í Havn, skrivstovugenta og seinni bæði býráðs- og løgtingskvinna og leiðari á KFUK. Aslaug, dóttir Gøtu-Jens. Hon giftist við bretskum hermanni og flutti til Onglands í 1950. Jenny Rein, frisørdama við egnari salong, mamma Kára og omma Jenny Petersen, tjóðpalsstjóra. (Hevði omman vitað.) Sørvingurin Poul Arne Joensen, prentari og seinni skrivstovumaður hjá heilsøluni Poul Hansen. Saman við vinmanninum Oskari Hermansen, prentara, gav hann í mong ár út væl umtókta jólablaðið Følv. Mourits Mohr av Sandi og lærari í Havn. Faðir at „Læars og Annu-Lenu“, ið var framhalds jólalestur ár um ár í Følvi. Poul Johannes Lindberg, Posa-Johannis, tí hann hevði egið posavirki, varð seinni handilsskúlalærari. Sverri Fon, landsbókavørður úr Norðdepli. Systrarnar hjá Jørgen Frantz Jacobsen, Anna Katrina og Franciska (Iska). Beiggi teirra og systkinabarnið William Heinesen kallaðu Isku „frøkun Tannheuser“, tí tenninar í yvirmunninum rukku í so langt fram. Ikki darvaði hetta sjónleikagávur hennara, tá hon t.d. leikti Gina í Villdunnuni. Og mong, mong onnur. Persónligheitir, – øll somul. Hetta harkaliðið kom eg uppí í 1952, 14 ára gamal. Ein marglittur skari, ið hvør hevði sítt at geva.

38

Míni leikapetti


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.