Eletron

Page 1

1. útgáva · 2010

Samanrunnið Samskifti

Samskifti – Tíðum, tætt og títt Lønarskipan

Føroysk lønarskipan gevur fyrimunir Hýsing

Ein lætti at sleppa frá kt-rakstrinum 1


Góði lesari Beint nú heldur tú fyrstu útgávu av blaðnum Elektronin í hondini. Eitt blað, sum ætla­nin er at geva út við jøvnum millumbili til føroyskar vinnukundar og stovnar. Fyri nógvar føroyingar er Elektron ein fyritøka, ið einamest hevur við bankavirksemi at gera. Soleiðis var tað einaferð - og tænastur til peningastovnar eru framhaldandi ein týdningar­ mikil partur av okkara virksemi. Men umframt okkara upprunaligu virkisøki, so eru nýggir kundar og nýggjar tænastur komnar afturat seinastu árini. Við støði í teimum royndum, sum Elektron hevur uppbygt síðstu mongu árini, bjóðar Elektron seg í dag fram sum ein framkomin KT fyritøka innan menning av skipanum til bæði tað almenna og til vinnulívið – umframt veiting av rakstrar- og skipanartæn­as­ tum. Tær framkomnu hostingloysnirnar, sum Elektron í dag bjóðar fram, hava vakt ans og áhuga hjá almennum stovnum og vinnuvirkjum. Aðrar tænastur, sum til dømis samanrunnið samskifti, gerast alsamt meira viðkomandi fyri okkara kundar. Tí er tað umráðandi fyri okkum at gera vart við, at okkara tænastur og veitingar innan brúk­ ara­vinarligt KT skara framúr á føroyska marknaðinum. Hetta er eisini orsøkin til, at vit hava valt at greiða frá um okkara tænastur í nýggja blaðnum. Vónandi gevur henda fyrsta útgávan av Elektronin íblástur til vinnurekandi og stovnar, sum hava tørv á dygdargóðum, tryggum og brúkaravinarligum loysnum til at lætta um dagliga raksturin.

Um Elektron: P/F Elektron veitir KT-tænastur innan: Skipanarveiting: Menning og rakstur av KT skipanum Hýsing: Hýsing av servarum, skipanum og dáta hjá virkjum og stovnum Samanrunnið Samskifti: Framkomin telefoni og samskiftistænasta Net: Veiting og umsiting av nettænastum hjá virkjum og stovnum Rokningadepilin: Send og móttak talgildar rokningar beinleiðis millum bókhaldsskipanir Print og Pakking: Dygdarprint og pakking av brøvum, prenttilfari o. ø. til kappingarførar prísir Ráðgeving: Ráðgeving innan KT strategi og útvegan av KT skipanum Trygd: Ráðgeving, eftirlit og grannskoðan innan KT – trygd Lønarskipan: Framkomin, serføroysk lønarskipan Á Elektron arbeiða 93 fólk og umsetningurin var 90 mió. krónur í 2009. Les meira á www.elektron.fo

Elektronin 1/2010 · Útgevari: Elektron, Staravegur 9, FO - 100 Tórshavn

Tesktur: Edmund Jacobsen, Pressecentrum, Esbjerg og Dánjal Samuelsen.

Ábyrgd: Dánjal Samuelsen, Elektron · Myndir: Finnur Justinussen, Fotostudio Uppseting: Vasti · Prent: Estra · Útgávudagur: 23. februar 2010.

2


SAMANRUNNIÐ SAMSKIFTI: – tíðum, tætt og títt

Nýggj samskiftistøkni ger tað møguligt at seta kundar og

starvsfólk í ljósmála, men eigur tøknin at hava útgangsstøði

í teimum bleytu virðunum, ljóðar tað frá donskum tele­stjóra,

sum stendur á odda fyri risastórari verkætlan um Saman­ runnið Samskifti innan donsku umsitingina

3


»Samanrunnið Samskifti er ikki ein vøra, men eitt hugtak. Tað snýr seg um at savna eina røð av samskiftismøguleikum í eina innovativa og fleksibla brúkarafløtu« Bo Skadkær

Tað er lættari enn nakrantíð at samskifta. Vit maila, tjatta og tosa nær og hvar vit hava hug. Arbeiðsdagurin er kollveltur, tí eru vit ikki á skriv­­stovuni, so eru vit tó til staðar umvegis fartelefonina ella á internetinum. Men hóast nýggja tøknin og hentu amboðini í stóran mun verða nýtt innan vinnulívið, so er tað ofta fløkjasligt at halda skil á: Komu seinastu tøl­ ini frá søludeildini á fartelefonina, við telduposti ella umvegis Messenger? Ella kanska sms? Boðini streyma inn á øll hesi tólini, og skjótt er at missa tamar­hald. – Seinastu nógvu árini hevur fokus verið á KT, KT og aftur KT. Men tøknilig amboð eru einans loysnir. Tað, ið hevur týdning, eru tey bleytu 4

virðini. Brúkarin skal í ljósmála, ljóðar tað fra Bo Skadkær, ið er telestjóri hjá Statens Telecenter, ið er ein deild undir Økonomistyrelsen. Ein risastór verkætlan Bo Skadkær veit um nakar, hvat ið hann tosar um. Statens Telecenter hevur dagligu ábyrgdina av, at umleið 12.500 brúkarar í donsku umsitingini hava atgongd til allar neyðugar televeitingar. Og uppgávan hjá Statens Telecenter fer skjótt at vaksa í stóran mun. Beint nú hevur Bo Skadkær ábyrgdina av einari verkætlan, sum strembar eftir at veita ein felags platform - Statens Kommunikations Platform (SKP) - til allar 355 deildirnar í danska statinum. Henda verkætlan er størsta KT-


»KT skal stuðla fyritøkuni og ikki umvent. Tað er ikki KT, sum hevur týdning, men tey bleytu virðini« Bo Skadkær fartelefon og starvsfólkayvirlit. Við Samanrunnum Samskifti verða øll hesi sløg av tøkni bundin saman í eina heild. Líkamikið um brúkarin arbeiðir heima, er á fartelefonini ella á skrivstovuni, so ber til at brúka allar funktiónir. Av tí at Samanrunnið Samskifti er eitt hugtak, so er tað eisini ymiskt, hvussu tað verður nýtt. Hjá Økonomistyrelsen var tað neyðugt at fáa greiðu á, hvørja samskiftisstrategi tey ymisku ráðini í donsku umsitingini høvdu, og síðani vóru krøvini til eina savnaða, felags loysn fest á pappír, so loysnin kundi bjóðast út.

átakið hjá Økonomistyrelsen nakrantíð, og fer at hava stórar broytingar við sær fyri umleið 40.000 brúkarar. Felagsnevnarin í allari verkætlanini er hugtakið Unified Communications - á føroyskum Samanrunnið Samskifti. – Samanrunnið Samskifti er ikki ein vøra, men eitt hugtak. Tað snýr seg um at savna eina røð av samskiftismøguleikum í eina innovativa og fleksibla brúkarafløtu. Amboðini hava verið tøk í nógv ár, men ikki í einari savnaðari loysn, sigur Bo Skadkær. Eitt nýtt hugtak Men hvat er Samanrunnið Samskifti í heila tikið? Talan er um eina samanrenning millum tøknir, sum áður hava staðið einsamallar. Hesar tøknir kenna tey flestu frammanundan, nevn­iliga teldupost, tjatt, videotelefoni, kalendari, fastnet- og

Als ikki nøkur løtt uppgáva – Talan er um eitt tað mest umfatandi útboðið innan donsku umsitingina nakrantíð, sigur Bo Skadkær. Hann greiðir frá, at dentur hevur verið lagdur á at snikka saman eina skipan, har ið ráð og stovnar kundu taka í nýtslu ymiska tøkni, alt eftir tørvi. Sostatt fáa allir brúkarar ikki atgongd til eina rúgvu av møguleikum, um tørvurin ikki er til staðar. – Danska umsitingin er sera ymisk. Ráð og stovnar eru als ikki á sama støði, tá ið tað snýr seg um samskifti. Har eru stovnar, sum uttan iva fara at nýta allar møguleikar innan Samanrunnið Samskifti, meðan onnur at byrja við bert fara at nýta nakrar fáar. Men amboðini eru har, og kunnu takast í nýtslu eftir tørvi, sigur Bo Skadkær. Samanrenning av tøkni Arbeiðið við at fáa greiðu á, hvussu brúkarar innan umsitingina arbeiða, hevur verið umfatandi. Bo Skadkær peikar á, at hóast teir umleið 40.000 brúkararnir røkja sítt arbeiði á sera ymiskan hátt, so varpaði greiningararbeiði ljós á tríggjar høvuðsbólkar: – Vit hava brúkarar á ferð, brúkarar á skrivstovuni og brúkarar heima. SKP syrgir fyri, at líkamikið hvar ið brúkar5


»Talan er um eitt tað mest umfatandi útboðið innan donsku umsitingina nakrantíð« Bo Skadkær

in er staddur, so ber til at arbeiða og fáa atgongd til alt tað, ið ein vanliga fær, tá ið arbeitt verður á skriv­stovuni. Gamaní, har finnast klientar, ið eru betri til nakarar uppgávur enn aðrir. Til dømis er tað munandi lættari at lesa teldupost á telduni enn á einari borðtelefon. Men møguleikin er at lesa post á báðum klientum. Hevur tað virði fyri brúkaran, so kunnu vit veita møguleikan, sigur Bo Skadkær. – Samstundis tryggja vit, at gomul og nýggj tøkni verður tvinnað saman.

VISTI TÚ AT: Samanrunnið Samskifti frá Elektron ger tað gjørligt at styrkja samskifti við kundar. Samanrunnið Samskifti kann effektivisera mannagongdir og betra um starvsfólka trivnaðin. Samanrunnið Samskifti frá Elektron er ein platformur, ið fevnir um starvsfólkayvirlit, tjatt, fartelefon, video­ráðstevnu, teldupost, telefon og kalendara. Les meira um Samanrunnið Samskifti á www.elektron.fo

6

Tað er avgerandi, at allar tøknir, sum eru við í SKP, kunnu veita somu møguleikar. Hetta er við til at tryggja, at teir stovnar og ráð kunnu gagnnýta teirra tøkni - eisini um henda ikki er spildurnýggj, sigur Bo Skadkær víðari. Sjúkrafrávera skal niður Nakað av tí týdningarmesta í arbeiðinum við Sa­man­runnum Samskifti hjá Statens Telecenter, hevur verið at staðfest, hvar ið SKP veitir størsta virðið. Eitt dømi er sjúkrafráveran hjá starvsfólki. Ímillum 2001 og 2006 vaks sjúkrafráveran við ein­um degi pr. starvsfólk - svarandi til umleið 577 milliónir krónur. Statens Telecenter hevur sett sum mál, at SKP og Samanrunnið Samskifti skal hava við sær, at sjúkra­fráveran minkar við einum degi, so komast kann niður á sama støðið sum í 2001. – Fleiri hava havt á lofti, at tað ber ikki til at lekja sjúk menniskju við tøkni. Men ein eigur at hava í huga, at ein sera stórur partur av sjúkra­ døgu­num eru hálvir sjúkradagar. Ella kanska eru tað børnini, ið eru sjúk. Hetta merkir, at starvsfólk gott kundu arbeitt, um bara tey røttu amboð­ini vóru tøk, sigur Bo Skadkær. – Tak til dømis tær ungu mammurnar, ið starvast í mínari deild. Um tær skulu til lækna við børnu­num, so missa tær sum oftast ein heilan arbeiðsdag, har tær ikki kunnu vera á skrivstov­ uni. Saman­runnið Samskifti ger, at tað ber til hjá teim­um at arbeiða heima, og at tann heili sjúkra­ dagu­rin kann skerast niður í nakrar fáar tímar, sigur Bo Skadkær. Hansara niðurstøða er stutt og greið: – KT skal stuðla fyritøkuni og ikki umvent. Tað er ikki KT, sum hevur týdning, men tey bleytu virðini, sigur Bo Skadkær.


RÁÐSTEVNA UM SAMANRUNNIÐ SAMSKIFTI Hvat er Samanrunnið Samskifti? Hví er tørvurin íkomin fyri teimum nýggju, samanrunnu samskiftisamboðunum, og hvussu verða hesi amboð sett saman og nýtt? Hetta var í stuttum, hvat luttakararnir fingu íblást­ur um, tá ið Elektron skipaði fyri ráðstevnu um Samanrunnið Samskifti á Hotel Føroyum 5. november 2009. Fyri tí filosofiska partinum stóð Martin Breum journalistur, sum í sínari tíð var við til at stovna blaðið PRESS, og sum millum annað eisini hevur

verið studiovertur á Deadline á DR2. Bo Skadkær, telestjóri á deildini Statens Telecenter undir Økonomistyrelsen, greiddi frá um eina spennandi verkætlan, ið skal veita Samanrunnið Samskifti til umleið 40.000 brúkarar í donsku umsitingini.

Projektsamfelagið setir nýggj krøv Lívið sum nýtímans menniskja er at samanlíkna við dans. At dansa plagdi at vera nakað, ið tvey gjørdu saman, og har ið fet og rørsla vóru fastløgd framman­undan, og har ið tað ráddi um at endurtaka fetini uttan íhald. Í dag er loyvt at dansa nær, hvar og hvat sum helst. Tað ræður um at gera seg lekran og at bjóða seg til. Á mangan hátt minnir dansurin nógv um rákið frá disiplinsamfelagnum til prosjektsamfelagið. Í alt størri mun arbeiða vit við verkætlanum, har ið tað, at endurtaka seg sjálvan, á ongan hátt verður mett at vera jaligt. – Nýmótans dansur sýnist at verða óskipaður, tí alt er loyvt. Men satt at siga er dansurin sera skipaður – tað ræður bara um at skilja hvat ið tað snýr seg um. Á sama hátt sum við dansinum, so mugu vit í dag taka støðu til eitt arbeiðs- og privatlív uttan neyvar reglur, tí so nógv arbeiði gongur fyri seg í verkætlanum, sigur Martin Breum, journalistur. Hann luttók á ráðstevnuni um Samanrunnið Samskifti, sum Elektron skipaði fyri 5. november, og her hugleiddi hann um, hvussu samskifti er

broytt seinastu árini. Framløgan hjá honum tók útgangsstøði í bókunum “Projektmennesket” og »Projektsamfundet«, sum danski heimsspekingurin Anders Fogh Jensen hevur latið úr hondum. – Arbeiði snýr seg ei longur um tíð – ein verk­ ætlan endar ikki, tá ið arbeiðsdagurin er liðugur. Og fyri mong menniskju ræður tað um all­ atíðina at halda seg framat fyri at fáa pláss í næstu verkætlanini. Vit siga sjáldan nei, tí ilt er at meta um, nær vit fáa høvi at luttaka í næstu verkætlanini, sigur Martin Breum. Hann peikar á, at prosjektsamfelagið hevur stór­ar fyrimunir, tá ið tað snýr seg um at stimbra skap­a­nar­­evni. Hinvegin hevur hesin nýggi bygnaðurin tann vanda við sær, at persónligi samleikin fer fyri skeytið. – Tað er sera torført at vita, nær ið arbeiðið er væleydnað, tí vit eru støðugt ávegis til næstu verk­ætlanina, sigur Martin Breum.

7


Hýsing:

EIN LÆTTI AT SLEPPA FRÁ KT-RAKSTRINUM Hjá Svend Krosstein P/F í Havn eru tey nøgd við at lata ein

uttanhýsis veitara standa fyri KT-rakstrinum. Loysnin hevur borgað fyri øktari trygd, støðugum dagføringum og færri óvæntaðum útreiðslum til KT-rakstur

8


9


Hvat veit ein VVS-fyritøka um KT-rakstur? Ikki stór­­vegis, ljóðar tað frá Harald Eirikstoft, fíggjarleiðara hjá Svend Krosstein P/F. – Jú, vit nýta KT í stóran mun í okkara dagliga arbeiði til millum annað sølu og roknskap. Vit duga okkara kramm innan kloakk, vatn og vvs – og tí er KT fyri okkum eitt sera hent amboð, men ikki okk­ara kjarnuøki. Tí hava vit avgjørt at lata onnur hýsa okkara KT-rakstri, sigur Harald Eirikstoft. KT-avbjóðingar Sum hjá so mongum øðrum fyritøkum, so hava forrit til roknskap, sølu, internet og teldupost í mong ár gjørt stóra nyttu í dagliga rakstrinum hjá Svend Krosstein P/F.

»Tað er ein sera góð trygd at hava sum fyritøka, tá ið KT verður hýst av øðrum, sum hava KT-rakstur og trygd sum sítt kjarnuøki« Harald Eirikstoft 10

Men við teimum stóru og eyðsýndu fyrimununum fylgja eisini avbjóðingar av einum slíkum slag, sum starvsfólkini hjá Svend Krosstein P/F ikki sjálvi høvdu stundir ella kanska neyðugu vita­nina til at taka sær av, og sum tí kunnu órógva nógv í dagliga arbeiðinum. – Í hesum døgum verða fyritøkur javnan álop­ nar umvegis internetið og tí er tað sera umráð­andi, at tryggja fyritøkuna móti telduvirus, spam og lík­nandi, sum kann gera stóran skaða fyri okkara forrætning og órógva samskiftið við kundar og veitarar. Vit hava allatíðina syrgt fyri at dagført tey trygdaramboð, sum kunnu verja fyri álop­um um­vegis internetið, og higartil eru vit í so máta sloppin væl. Vit mettu tó, at tíðin nú var komin til at endurskoða okkara KT strategi, har trygdar­ spurning­­urin vigaði tung. – Ein annar trupulleiki var streymveitingin. Vit vita øll, at her í Føroyum kann streymurin vera svikaligur - serstakliga um veturin. Og tá ið streymurin fór, so mistu vit dáta – í summum førum fyri fleiri arbeiðstímar, og tað er ikki nøkur ynskilig støða, sigur Harald Eirikstoft víðari.


»Vit duga okkara kramm innan kloakk, vatn og vvs – og tí er KT fyri okkum eitt sera hent amboð, men ikki okkara kjarnuøki. Tí hava vit avgjørt at lata onnur hýsa okkara KT-rakstri« Harald Eirikstoft

KT út av húsinum Ikki so løgið, at tosið um, hvussu innanhýsis KT í fyritøkuni skuldi skipast, var ein afturvendandi táttur millum starvsfólkini hjá Svend Krosstein P/F. Men í 2008 kom av álvara broyting í. Høvuðs­ ambætarin hjá fyritøkuni var vorðin ov lítil, og skuldi tí skiftast út. Men í staðin fyri at varðveita KT-raksturin innanhýsis, valdi fyritøkan eina heilt øðrvísi kós. Allur KT-rakstur var fluttur út av húsinum til ein uttan­­­hýsis veitara. Hetta merkir í stuttum, at alt, sum Harald Eirikstoft og hini á skrivstovuni síggja á teldu­skíggjanum, gongur fyri seg í einum trygg­um og vardum umhvørvi hjá veitaranum, har ið serkøn starvs­fólk syrgja fyri, at alt virkar sum tað skal. – Hóast tillagingar og innkoyringin tekur sína tíð, so eru vit sum heild væl nøgd við nýggju loysnina, sum koyrir støðugt og gevur okkum neyðuga trygg­­­leikan. Tað er gott at vita, at um streymurin fer, so kunna vit taka tað róligt, tí vit missa ikki dáta longur. Eg leggi onki í, um streymurin fer meðan eg eri í holt við at skriva eitt bræv, tí eg

veit, at onki verður mist. Sum heild er ein ein sera góð trygd at hava sum fyritøka, tá ið KT verður hýst av øðrum, sum hava KT-rakstur og trygd sum sítt kjarnuøki, sigur Harald Eirikstoft. Eisini arbeiðsumhvørvi á skrivstovuni hjá Svend Krosstein P/F er batnað, síðani KT-rakstur­ in var lagdur uttanhýsis. Tann viðhaldandi larmurin og hitin frá teldunum er burtur. – Tað er eisini hugaligt at koma til arbeiðis, tí ikki er neyðugt at skula nýta tíð at fáa alt upp at koyra, tá ið man tendrar um morgunin. Færri útreiðslur Væntandi fer tann loysn, sum Svend Krosstein P/F hevur valt, sum frálíður at hava við sær jaliga ávirk­­an fíggjarliga. Meðan fyritøkan enn hevði KT-rakst­­urin innanhýsis, var neyðugt at heita á KT-fyri­tøkur, tá ið okkurt skuldi gerast við ambætar­an, ella tá forrit skuldu dagførast. Harald Eirikstoft peikar á, at loysnin við innanhýsis KT-rakstri tænti fyritøkuni væl í mong ár, og var við til at rationalisera mangar arbeiðsgongdir. 11


»Nú kunna vit arbeiða enn meira miðvíst við okkara kjarnuøki, sum er vvs, meðan veitarin syrgir fyri, at okkara dáta verða goymd trygt, at øll forrit verða dagførd og at alt virkar sum tað skal« Harald Eirikstoft Men við at hýsa hjá øðrum sleppur fyritøkan und­an óvæntaðum útreiðslum til dagføring og við­ líka­­hald, tí fyritøkan skal einans gjalda ein fastan kostnað fyri tænastuna. – Tað er eingin loyna, at vit vænta at sígg­ja sparingar, tá ið tað snýr seg um útreiðslur til KT-rakstur. Vit hava mett, at sum frálíður fara vit at kunna spara millum 20 og 30 prosent, sigur Harald Eirikstoft.

– Við hesum sparingum, og við trygdini í há­sæti, eru vit sannførd um, at vit hava valt røttu loys­ nina. Nú kunna vit arbeiða enn meira miðvíst við okkara kjarnuøki, sum er vvs, meðan veitarin syrgir fyri, at okkara dáta verða goymd trygt, at øll forrit verða dagførd og at alt virkar sum tað skal, sigur Harald Eirikstoft at enda.

Stutt um Svend Krosstein P/F Svend Krosstein P/F var stovnað í 1966, og helt fyrstu árini til yviri við Strond í Tórshavn. Í 1980 flutti fyritøkan niðan á Háls, har fyritøkan framvegis heldur til í dag. Høvuðsvirksemi hjá P/f Svend Krosstein er innan heilsølu av øllum, ið snýr seg um vatn, kloakk og vvs. Harafturat er nakað av smásølu í handlinum. Svend Krosstein P/F er marknaðarleiðandi á sínum øki í Føroyum, og føroysku kommunurnar eru trúfastir kundar hjá fyritøkuni. Harafturat er væl av sølu til fleiri føroyskar vvs-installatørar. Fyritøkan hevur altíð lagt seg eftir at hava eina góða og stóra goymslu, so altíð ber til at veita skjótt til kundar.

Visti tú at: Virkisgrundvøllurin er tilboðið frá Elektron til fyritøkur, sum ynskja at leggja dáta í framúr tryggar hendur, samstundis sum atgongd er til hesi alt samdøgrið Fyritøkur sum ikki hava røttu umstøðurnar til at hava ambætarar standandi, kunnu taka av tilboðnum frá Elektron um Co-Location Server Hosting, har ið Elektron tekur sær av at ansa eftir ambætarum í einum tryggum og professionellum umhvørvi. Dátagoymslan hjá Elektron er væl tryggjað móti øllum vanda uttanífrá, og at øll dáta verða speglað og trygdaravritað, so einki verður mist ella bronglað. Øll dáta, sum Elektron hevur í varðveitslu, verða vard á tryggan hátt móti óviðkomandi. Les meira um hýsing á www.elektron.fo

12


LØNARSKIPAN:

Føroysk lønarskipan gevur fyrimunir Tryggingarfelagið Føroyar valdi eina føroyska lønarskipan,

tá ið tann gamla skuldi skiftast út. Í dag fegnast tey á stovni-

num um at hava fingið eina skipan, ið lýkur øll krøv, og

samstundis er lættari at nýta enn tann gamla

13


»Vit eru væl nøgd við føroysku loysnina, sum vit nú brúka. Skipanin fer at lúka øll okkara krøv, tá ið hon er liðugt innkoyrd, og er lættari at arbeiða við enn tann gamla« Maria á Dul

Tryggingarfelagið Føroyar valdi eina føroyska lønar­skipan, tá ið tann gamla skuldi skiftast út. Í dag fegnast tey á stovninum um at hava fingið eina skipan, ið lýkur øll krøv, og samstundis er lætt­ari at nýta enn tann gamla Munandi tíðarsparingar, tryggur rakstur og ikki at gloyma stuttur vegur til brúkarahjálp. Tað eru bert nakrir av teimum nógvu fyrimununum, sum Tryggingarfelagið Føroyar kann vísa á, eftir at stovnurin fyrr í ár avgjørdi at fara frá einari dansk­ari lønarskipan til eina føroyska. – Vit eru væl nøgd við ta føroysku loysn, sum vit nú brúka. Skipanin fer at lúka øll okk­ ara krøv, tá ið hon er liðugt innkoyrd, og verður har­til lættari at arbeiða við enn tann gamla, sigur Maria á Dul, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hava vunnið tíð Í fleiri ár nýtti Tryggingarfelagið Føroyar eina danska lønarskipan, sum hóast sín fremmanda upp­runa, var tillagað føroysk viðurskifti, og sum á mangan hátt var ein frálík skipan. Men hjá

Tryggingarfelagnum Føroyar vóru fleiri viðurskifti við donsku skipanini, sum ikki vóru optimal til útgjalding av lønum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. – Danska skipanin var á nógvum økjum væl tillagað til føroysk viðurskifti, men har vóru eis­ini undantøk. Ein trupulleiki var, at tað var heldur langt at fáa support – ella brúkarahjálp – úr Danmark – hóast hendan á allan hátt var í lagi. So sjálvt um vit høvdu eitt gott samstarv við danska veitaran, so ynsktu vit at fáa eina føroyska skipan, ið var gjørd til føroyska arbeiðsmarknaðin, sigur Maria á Dul. Hon greiðir frá, at tað við tí donsku skipanini var neyðugt at hava allar lønarútgjaldingar til reiðar innan tann 18. í hvørjum mánaði, so avgreiðslan kundi fara fram í seinasta lagi tann 25. Hetta hevði við sær ymiskar avbjóðingar: – Onkuntíð er neyðugt at gera broytingar í einstøkum útgjaldingum eftir tann 18., og hetta var trupult við donsku skipanini. Við føroysku skipanini kunnu vit í summum førum bíða til evstu løtu við at gera broytingar – tískil hava vit

»Tað er nakað annað at kunna samskifta á føroyskum, um onkur trupulleiki er« Maria á Dul

14


VISTI TÚ AT: Millum 8000 og 9000 føroyingar fáa løn ígjøgnum Lønarskipanina hjá Elektron. Ongin tørvur er á eyka íløgum í skipanina eftir at hon er komin í rakstur, tí skipanin er framtíðartryggjað. Allur historikkur verður savnaður á einum stað, so tað altíð ber til at fara aftur í tíðina at kanna, hvat ið hent er. Lønarskipanin er bygd á føroyskar sáttmálar við føroyskari servitan Lønarskipanin lýkur øll trygdar- og atkomukrøv. Les meira um lønarskipanina á www.elektron.fo

vunnið nógvar dagar í hvørjum mánaði, sigur Maria á Dul. Hon vísir hartil eisini á, at tað við donsku skipanini var neyðugt at bóka manuelt aftaná at útgjaldingarnar vóru gjørdar. Í føroysku skipanini eru hesir møguleikar sjálvvirkandi. Gevur fleiri møguleikar Hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er endamálið við einari lønarskipan sera einfalt: At teir stívliga 150 persónarnir á lønarlistanum fáa sína løn til tíðina og uttan feilir. Nýggja skipanin hevur sum áður nevnt havt við sær fleiri aðrar fyrimunir. – Vit skulu brúka færri tímar til lønaravgreiðslu enn áður, og hetta hevur havt við sær, at starvsfólk, ið áður var bundið til at taka sær av lønunum, kann loysa aðrar týd­ ningar­miklar uppgávur. Møguleikin fyri villum er eisini minkaður munandi nú vit sleppa undan at skula flyta tøl manuelt yvir á eitt rokniark, sigur Maria á Dul. Eisini brúkarahjálpin er tættari við nú enn áður: – Fyrrverandi veitarin gjørdi eitt gott arbeiði, men tað er nakað annað at kunna samskifta á føroyskum, um onkur

trupulleiki er. Samstundis er hjálpin sum heild skjót og greið, um tørvur er á henni, sigur Maria á Dul. Elektron hýsir skipanini Hjá Tryggingarfelagnum Føroyar var eitt umfatandi kanningar­arbeiði gjørt, áðrenn tann nýggja lønarskipaninin var kosin. Hetta var gjørt bæði við fyrispurningum hjá ymiskum veitarum, og við at spyrja hjá teimum stovnum og fyri­tøkum, ið nýttu skipanirnar. Ikki so lítil dentur var lagdur á tað, ið brúkarar søgdu um fyrimunir og vansar. – Tann skipanin, ið vit hava valt, verður hýst av veitaranum. Ikki tí at vit ikki hava møguleika fyri at hýsa sjálvi, men í hesum førinum var tað ein skilagóð loysn, at veitarin hýsti. Tað gevur trygd, viðlíkahald verður gjørt støðugt og sam­stundis nýtist okkum ikki at hugsa um dagføringar av skipanini - hesum syrgir veitarin fyri, sigur Maria á Dul. – Vit eru nøgd við at hava fingið eina føroyska loysn, sum vit vænta fer at lúka øll okkara krøv, sparir okkum tíð og sum stamstundis er løtt at brúka, sigur Maria á Dul at enda.

15



Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.