L Í V
F I M M T I
T Í Ð A R R I T, O K T O B E R 2 0 1 7
INNIHALD 12 Allur vinningurin til kundan HØGNI OLSEN 14 Hóast ógvisligar brotasjógvar seinastu árini, stevnir LÍV framá við fullum seglum FINN DANBERG 18 Ivi um fortreytirnar skapar ótryggleika um alla skipanina JAN JAKOBSEN 22 Meginreglan er, at øll í Føroyum hava rætt til jøvn og virðilig kor á ellisárum EYÐGUNN SAMUELSEN 24 Í dag hevur LÍV eina stødd, sum ger tað áhugavert hjá fólki at spara upp í felagnum HANS ANDRIAS SØLVARÁ 28 Keypið av LÍV er størsta einstaka felagsátak, føroysk fakfeløg hava staðið saman um PÆTUR NICLASEN 30 LÍV er í dag eitt sunt og gott felag, sum tænir føroyskum áhugamálum PALLI PETERSEN 32 Vit eru glað fyri at vera partur av einari føroyskari loysn og á henda hátt varðveita serfrøðina á føroyskum hondum SÚNI SELFOSS 38 Tað hevur lætt væl um hjá okkum sum fakfelag at sleppa undan dagligu umsitingini av pensjónum og tryggingum VÍGDIS JOHANNESEN 40 Ognarfelagið LÍV er umboðið hjá einstaka kundanum SELMA ELLINGSGAARD 42 Longur vit bíða, størri verður takið KÁRI PETERSEN 44 Stórur fyrimunur, at vit nú hava okkara eftirløn og lívstrygging í Føroyum ÓLUVA Í GONG
Útgevari og ábyrgd: LÍV, www.liv.fo - Framleiðari: Norna sp/f Tórshavn, oktober 2017
V æ l k o m i n Vit hava nú fimmti ár á baki. Føroyska samfelagið er nógv broytt hesi árini eins og fortreytirnar fyri okkara virksemi. Í dag krevur politiska skipanin, at øll spara upp til egna eftirløn. Kjarnuvirksemið snýr seg um tryggleika – at kenna seg trygg í gerandisdegnum og vita sær, at um okkurt ófrættakent hendir, so kunnu vit taka hond um teg. Vit eru fegin um, at ognarskapurin av LÍV er komin í eina trygga og fasta legu. Tað er kundin, ið eigur okkum, umboðar okkum og skapar framtíðina saman við okkara dugnaliga starvsfólkahópi. Kundin eigur allan ágóðan av okkara virksemi, og tað er okkara mál framhaldandi at vera fyrsta valið hjá øllum føroyingum, tá tað snýr seg um persónstryggingar og eftirløn. Vit ynskja at takka verandi kundaskara og bjóða altíð nýggjum kundum vælkomnum. Tíðarritið LÍV FIMMTI er ein lýsing av LÍV-samtakinum. Góðan lesihug.
NEVNDIR VALDAR Á AÐALFUNDINUM 20. APRÍL 2017 P/F
LÍV- HOLDING LÍV I
Høgni Olsen, nevndarformaður Hanna í Horni, næstforkvinna Súni Selfoss Kári Petersen Árni Arge
P / F T R Y G G I N G A RF E L A G I Ð LÍV II
LÍV
Høgni Olsen, nevndarformaður Hanna í Horni, næstforkvinna Súni Selfoss Kári Petersen Árni Arge
P/F LÍV LÍVS- OG P E N S J Ó N ST R Y G G I N G A RF E L A G LÍV III Finn Danberg, nevndarformaður Gunnleyg Árnafjall, næstforkvinna Kári Petersen Høgni Olsen
4
LÍV-SAMTAKIÐ P/F LÍV HOLDING
FØROYA LANDSSTÝRI
P/F FAKFELAG
OGNARFELAGIÐ LÍV
16,67%
33,33%
50%
P/F LÍV-Holding LÍV I Partapeningur felagsins kr. 500.000 100%
100%
P/F Tryggingarfelagið LÍV
P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag
LÍV II
LÍV III 100%
100%
P/F Lutaíbúðarvirksemi
50%
P/F Royndin
P/F Fastogn
Kapitalpartar í P/F Aluplast Sp/f Frakt og Sandsøla I: P/F LÍV-Holding DropLÍV Bucket ApS Globetracker International ApS LÍV II: P/F Tryggingarfelagið LÍV Eftirlønaruppsparing 2,18 mia. kr. Umsitingargjald 6% av árliga inngjaldinum + 300 kr. Renta Marknaðarrenta Opið fyri nýtekning
LÍV III: P/F LÍV, Lívs- og pensjónstryggingarfelag Eftirlønaruppsparing 2,08 mia. kr. Umsitingargjald 11% av árliga inngjaldinum Renta Landskassaveðhald við veitingartrygd Ongar nýtekningar
Tøl pr. 31.12.2016
5
OGNARFELAGIÐ
LÍV
Ognarfelagið var stovnað í 2005 og eigur í dag 50% av partapeninginum í P/F LÍV-Holding. Eigarar eru allir tryggingartakarar og øll tryggjaði í samtakinum LÍV-Holding. Skipað verður fyri umboðsráðsvali annað hvørt ár. Veljast skulu 35 umboð. Formansskapurin teknar felagið.
6
JÁKUP DANIELSEN
MARIA HÚSGARÐ
NEVNDIN
Í
O G N A RF E L A GN U M
LÍV
FRAM
APRÍL
TIL
2017 J Ó G VA N R AV N S FJ A L L
7
GUNNLEIVUR DALSGARÐ
PA L L I P E T E R S E N
AÐALFUNDUR 3. apríl 2017
NÝGGJA UMBOÐSRÁÐIÐ L U I TJ E N A P O L
SOFUS DEBES JOHANNESEN
ÁRNI ARGE
JENNY HALDIS KARLSDÓT TIR
JÓANNES N. DALSGAARD
BERGUN KASS
J Á K U P Ó. D A N I E L S E N
HEINE LÜTZEN
EYÐDIS ELLENDERSEN
A U G U S TA M I K K E L S E N
SELMA ELLINGSGAARD
EYDNA SANDBERG MIKKELSEN
LISA FREDERIKSBERG
BOGI MORTENSEN
ANNFINNUR GARÐALÍÐ
PÆ T U R N I C L A S E N
VÁ R Í G O N G
I N G U N VÁ G S H E Y G N I C L A S E N
A B S A LO N H A N S E N
REGIN OLSEN
FRÍMUND HANSEN
BÚGVI POULSEN
ELLA NORÐBERG HEINESEN
POUL POULSEN
NICLAS HENTZE
ÁSA POULSEN
M A R J U N J. H E N T Z E
E L I N J. R A S M U S E N
RÓI HJELM
NOOMI K. RASMUSSEN
JOHN HØJSTED
BIRGIR SONDUM
HANNA Í HORNI
E L I N N .W. TA U S E N
BJARNHEÐIN Í HOYVÍK
Formannsskapurin Selma Ellingsgaard, forkvinna · Regin Olsen, næstformaður Sofus Debes Johannesen, kassameistari · Eyðdis Ellingsgaard, tiltakslimur fyri næstformannin
9
STARVSFÓLK Á LÍV
JÓHANNA
RAGNFRÍÐ
DAN
JONNA
í Horni
Danielsen
Joensen
Clementsen
ÓLI
ANNLEYG INGA Hansen
10
Patursson
Ó L U VA
Mortensen
D. Hansen
BJØRG
EYÐ Traber
Dahl-Olsen
JÓRUN Johannesen
HANUS EMMA B.V. Johannesen
Steintún Gaard
S Ó LVÁ Hjaltalin Olsen
JAN Buchardt
S U N N E VA
ERIKA
TORDIS
Jakobsen
Egholm
Debes Eiriksfoss
SONNY Gilsstein
SHEILA
F LÓ V I N
B A R TA L
HILDIGUNN Poulsen
Kass
GUNNVØR
av Fløtum Jespersen
ANNETTE
Hattarstein
Dam Jensen
Sørensen
JAN Jakobsen
GUÐRUN M. Steinberg
G U N N VÁ TOMMY
Eysturoy
Jacobsen
11
HØGNI OLSEN Nevndarformaður í LÍV-Holding og Tryggingarfelagið LÍV Nevndarlimur í P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag
„Allur vinningurin til kundan.“
T
að hevur tikið langa tíð, og til gongdin hevur verið drúgv, men loksins eru ognarviðurskiftini avgreidd. Nú er tað kundin – og bara kundin – sum eigur Tryggingarfelagið LÍV. At vit ikki hava aðrar eigarar at taka atlit til, meti eg sum eina stóra styrki hjá felagnum. Hóast kappingin er harðnað støðugt seinastu nógvu árini, hava bæði fakfeløg, fyritøkur og einstaklingar sligið ring um LÍV, so vit nú kunnu kalla okkum størsta pensjónsfelagið í Føroyum. Vit hava í løtuni ein marknaðarpart á 65%, sum vit í fyrsta lagi ætla at varðveita – og í øðrum lagi at økja. Kundatalið og talið av tryggingum veksur støðugt, samstundis, sum váðin, sum er knýttur at felagnum, støðugt lækkar. Tað er gott fyri felagið, men tað er enn betri fyri kundan, tí hjá okkum fær kundin allan ágóðan av góðu gongdini. Tí meti eg, at LÍV ongantíð áður hevur verið so væl brynjað til framtíðar avbjóðingar. At Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag nú taka ábyrgd av felagnum, er bert ein staðfesting av hesum. Kundarnir í LÍV, sum eru fleiri enn 23.000 í tali, skulu hava góða tænastu og bestu úrtøkuna. Samstundis skulu teir kenna tryggleika. Tí um okkurt óvæntað hendir á lívsleiðini, skal kundin hava vissu fyri, at fíggjarliga grundarlagið ikki syndrast. Ein av fremstu uppgávunum hjá felag num er at varða av og nøra um peningin hjá kundanum. Tá vit gera íløgur, skulu vit hava eina
nøktandi spjaðing fyri at avmarka váðan. Tað ræður um at finna rætta lutfallið millum váðafúsu og tryggaru íløgurnar. Málið er, at langtíðaravkastið skal vera gott, tí skal tað byggjast á skynsamar íløgur og lágan umsitingarkostnað. Á heimliga marknaðinum hava vit gjørt íløgur í føroyskar fyritøkur, og vit hava eisini veitt fyritøkum og kommunum fígging. Somuleiðis hava vit eitt vakið eyga við føroyska bústaðamarknaðinum, tí eru møguleikar fyri skynsomum íløgum her, ja, so er tað eisini áhugavert hjá okkum. Í fyrstu atløgu hugsa vit tó mest um fíggingarpartin og ikki beinleiðis um at byggja. Sum nýggjur nevndarformaður kann eg staðfesta, at LÍV er eitt væl rikið og sterkt felag. Vit kunnu í stóran mun takka undanfarnum starvsnevndum, leiðslu og starvsfólkum fyri hetta. Saman við kundunum eiga tey sín stóra part í arbeiðnum at tryggja grundarlagið undir LÍV. Vit fara framhaldandi at leggja okkum eftir at hava bestu serfrøðina, og at allur ágóðin skal koma kundunum til góðar. Trúvirðið er helst tað størsta virðið, sum er. Tí miða vit eftir, at LÍV skal vera eyðmerkt av fullum gjøgnumskygni. Bara soleiðis kann kundin kenna seg tryggan og framhaldandi hava álit á okkara virksemi. Fremsta mál okkara er tí at liva upp til tað stóra álit, kundar okkara vísa okkum, sama um talan er um fakfeløg, privatkundar ella vinnufeløg.
13
Í
kjalavørrinum av seinastu fíggjarkreppu komu ógvusligir brotasjógvar skolandi inn yvir altjóða fíggjarmarknaðin. Peningastovnar og pensjónsfeløg vóru meint rakt og máttu laga virksemið til av nýggjum. Við lága rentustøðinum kom LÍV í trupulleikar av, at krøvini til tryggingar teknisku avsetingarnar øktust munandi. Til at loysa hesa álvarsligu støðu valdi Johan Dahl við ársenda 2011 at seta nevndina av nýggjum. P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag (LÍV III) verður rikið við landskassaveðhaldi. Felagið umsitur tær avtalur, sum eru teknaðar undan ár 2000. Felagið bleiv við serlóg í 2015 loyst frá lógarsettu krøvunum í sambandi við kapitalgrundarlag. Tað er framhaldandi landskassin, ið stendur sum garantur fyri skyldunum. Gjørdir eru greiðir karmar fyri virkseminum, og tað verða ikki teknaðar nýggjar tryggingar í felagnum. Mett verður, at virksemið endar í 2077, tá skuldu seinastu útgjøldini ætlandi verið avgreidd. Hjá Tryggingarfelagnum LÍV (LÍV II) er tað eginognin, sum stendur aftan fyri veitingartrygdina. Vit arbeiddu tætt saman við fakfeløgunum, og eydnaðist tað okkum at flyta ein stóran part av tryggingar avtalunum hjá LÍV frá veitingartrygd til marknaðarrentu soleiðis, at trupulleikin við kapitalkravinum varð loystur. Við marknaðarrentu fær kundin tað, sum marknaðurin gevur, og felagið skal ikki veita trygd fyri einari minsturentu. Fyri felagið merkir hetta, at kravið til kapital styrki lætnar munandi, og virksemið gerst leysari av afturvendandi sveiggjum á fíggjarmarknaðinum. Her eiga serliga fakfeløgini og dugnaligu
14
starvsfólkini á LÍV heiðurin fyri, at tað hepnaðist so væl. Uttan vælvild og hjálp frá fakfeløgunum komu vit ikki á mál. Hetta var ein trupul tíð, og til tíðir var neyðugt at seta hart móti hørðum. Tað er at fegnast um, at vit í felag fingu felagið inn aftur á trygga grund. Í 2012 kom forskattingin av eftirlønum sum snarljós frá klárum himli. Umsitingar gjaldið hjá LÍV verður roknað av inn gjaldinum, so inntøkurnar hjá felagnum lækkaðu við 40% í einum. Tvey ár seinni kom nýggja eftirlønarlógin við bundnum inngjaldi og føstum ásetingum um útgjaldsleistin. Hetta kravdi í báðum førum nógvar og kostnaðarmiklar tøkniligar um leggingar hjá LÍV. Pensjónsavtalur eru langtíðaravtalur, og er tað tí umráðandi, at pensjónsfeløgini hava støðugar karmar at virka undir. Politisk átøk og telvingar í sambandi við fíggjarlógararbeiðið einstøku árini er als ikki kyrrandi fyri okkum, sum royna at spara upp til eina nøktandi elliseftirløn. Pensjónsnýskipanin skal vera haldfør, og krevur hetta støðufesti. Trilvandi gongdin undirgrevur trúvirðið í skipanini. Tí er neyðugt, at politikarar tora at taka upp teir spurningar, sum knýta seg til fólka pensjón, pensjónsaldur, samhaldsfasta og ikki minst, hvussu hesar skipanir skulu sampakka og tillagast hvørji aðrari í framtíðini. LÍV er komið á eitt vegamót, og ger sølan av felagnum árið 2016 til nakað serligt. Vit kunnu á 50 ára føðingar degnum staðfesta, at LÍV samtakið hevur fótað sær. Tryggingarfelagið LÍV er í dag væl bjálvað at taka á seg tær uppgávur, sum liggja fyri framman.
FINN DANBERG Nevndarformaður í P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag
Hóast ógvisligar brotasjógvar seinastu árini, stevnir LÍV framá við fullum seglum. //
16
OPIÐ
ER:
Mánadag til hósdag 10.00-16.00 Fríggjadag 10.00-15.00 Kopargøta 1 · Postsmoga 206 · FO-110 Tórshavn Tlf. +298 31 11 11 · liv@liv.fo · www.liv.fo
17
„Ivi um fortreytirnar skapar ótryggleika um alla skipanina.“ JAN JAKOBSEN Stjóri á LÍV
E
ftirlønin er týðandi partur av fíggjarliga grundarlagnum í árunum eftir eitt virkið arbeiðslív. Skulu vit byggja upp eina nøktandi eftirløn, skal byrjast á ungum árum. Vit skulu byggja upp eitt støðufesti, sum liggur langt frammi í tíðini. Ein skilagóð kós krevur eitt gott kort og eitt støðugt grundarlag. Álitið á skipanina er treyta av, at tað eru greiðar fortreytir, og at hesar ikki verða broyttar í tíð og úrtíð. Tað valdar politisk semja um, at haldførið í almennu pensjónsskipanini stendur fyri stórum avbjóðingum. Verri hevur gingið at semjast um, hvat rættast er at gera. Her eru fleiri atlit at taka, sum ikki altíð hála sama veg. Avgerðirnar skulu tó takast, og er tíðin komin til, at politisku flokkarnir lyfta seg upp um partapolitisk áhugamál. Í felag má finnast fram til eina breiða politiska semju, sum kann tryggja eina greiða og varandi kós á pensjónsøkinum. Tað er alneyðugt, at ein greið støða verður tikin til, hvørjar tillagingar skulu gerast og nær. Hava vit ikki álit á skipanina, kann hetta føra til ótryggleika og manglandi undirtøku. Málið við einari eftirlønarskipan er m.a. at byrgja upp fyri fátækraváðanum á ellisárum. Skapast mugu karmar, sum eggja fólki at spara upp og stimbra hugin
18
at verða longur á arbeiðsmarknaðinum, um førleiki og umstøður eru til tað. Hetta gevur samstundis møguleika fyri at býta lívsinntøkuna javnari. Vit hava fingið eftirlønarlógina, sum í stóran mun ásetur inn- og útgjald av lógarkravdu pensjónini. Stóri knúturin er, á hvønn hátt egnar eftirlønir koma at ávirka útgjaldið frá almennum skipanum. Verður mótrokningin ikki vektað rætt, minkar hugurin at spara meira upp, enn ásett er í lógini, og persónligu eftirlønirnar vaksa ikki í tann mun, sum ynskiligt er. Somuleiðis er hetta avgerandi fyri hugin hjá fólki at støðast á arbeiðsmarknaðinum, eftir at pensjónsaldurin er náddur. Føroysku fakfeløgini hava víst stóra samfelagsábyrgd við at seta í verk og upp byggja eftirlønarskipanir seinastu mongu árini. Hesar skipanir eru við til at tryggja føroyska haldførið og eiga at vera ein hornasteinur í eini komandi pensjóns nýskipan. Seinasta fráboðanin er, at uppskotið til pensjónsnýskipan kemur niðan í tingið í hesum árinum. Vónandi fáa vit nakrar greiðar ásetingar soleiðis, at vit kunnu ráðgeva okkara kundum á ein álítandi og nøktandi hátt.
Galdandi eftirlønarlóg við gildi frá 01.01.2014 ásetur bundið eftirlønarinngjald. Ásetta inngjaldið er í dag 3% og veksur hetta fram til 2029 við einum prosenti árliga upp í 15%. Eftirlønarinngjaldið verður skattað 40%. Sostatt er útgjaldið skattafrítt.
20
ÚTGJALD VIÐ P E N S J Ó N SA L D U R Í minsta lagi 45% skulu verða útgoldin sum lívrenta, ið er ein lívlong veiting.
L
ægri enn 400.000,– í samlaðari eftir- lønarsamansparing. Hetta kann tó útgjaldast við upp til 60.000,– í einum. Restin kann verða útgoldin við upp til 2.500,– um mánaðin.
Í mesta lagi 55% kunnu verða útgoldin sum lutaeftirløn, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár.
Í
løtuni er almenni pensjónsaldurin 67 ár. Útgjaldast kann í fyrsta lagi við fólkapensjónsaldur og í seinasta lagi tann dagin, tú fært fólka pensjón.
Í mesta lagi 15% kunnu verða útgoldin sum kapitalútgjald í einum.
V
irðið í inngjaldingar tíðini er at meta sum kapitalsaman sparing við arvarætti, um tú ikki hevur valt at stovna samansparingina sum eina lívrentu við innliman. Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, uttan so at onnur skriftlig avtala er gjørd við LÍV.
21
„Meginreglan er, at øll í Føroyum hava rætt til jøvn og virðilig kor á ellisárum.“
EYÐGUNN SAMUELSEN Landsstýriskvinna í almannamálum
Í
samgonguskjalinum stendur, at „nýggj pensjónsskipan skal gerast, sum skal tryggja øllum góða pensjón og sam stundis rætta teir ójavnar og haldføris trupulleikar, sum komu í við forskattingini av pensjónum.“ Nærri útgreinað verður sagt: „Pensjóns nýskipanin skal vera búskaparliga haldfør og lutvíst samhaldsføst, og hon skal tryggja, at peningarenslið í størri mun er í føroyska samfelagnum. Harumframt skal pensjónsnýskipanin leggja upp fyri, at vit gerast fleiri eldri, og hon skal rætta avleiðingarnar av, at farið varð undir at forskatta pensjónirnar. Uppskot um pensjónsnýskipan verður lagt fyri løgtingið í seinasta lagi á heysti 2016.“
Høvuðstættir í tilgongdini til eina nýggja pensjónsskipan eru: · Betra um fíggjarstøðuna hjá teimum, sum ikki hava aðra inntøku enn fólka pensjón og samhaldsfasta at liva av · At gera samanseting av pensjón og mótrokning einfaldari · Finna eina serliga skipan til tey, sum eru slitin av tungum arbeiði · Støða skal takast til verandi pensjóns aldur · Samanhaldsfesti Tað er umráðandi fyri meg, at tað almenna tryggjar øllum eina virðiliga pensjón. Síðani átti tað at verið upp til hvønn einstakan at gera av, hvussu nógv viðkomandi ynskir at spara upp aftur at hesum. Eydnast tað at tryggja øllum eina virðiliga almenna pensjón, eiga vit eisini at eftirmeta lógarkravda inngjaldið, sum er ásett í eftirlønarlógini.
Fyri at minka um trýstið á almennu pensjónirnar, skulu vit eggja fólki til at verða longur á arbeiðsmarknaðinum. Hetta krevur, at vit finna fram til eina skilagóða loysn, sum ger tað lønandi, tá hugsað verður um almennu pensjónina og frymilin til mótrokning. Vit gerast alt fleiri eldri, og setur hesin veruleiki trýst á haldførið í verandi penjónsskipan. Her verður millum annað hugt eftir verandi pensjónsaldri. Støða skal takast til, um hesin skal hækkast, og um so er, eftir hvørjum leisti. Samstundis skal hædd takast fyri, at tað eru bólkar – sum vegna hart arbeiði – hava tørv á eini lagaligari frágongd av arbeiðmarknaðinum. Tað má eisini tryggjast eitt ávíst sam haldsfesti soleiðis, at øll fáa eina nøktandi ellispensjón. Hóast forskattingin ikki er beinleiðis partur av arbeiðssetninginum, verður hugt eftir, hvussu vit kunnu tryggja okkum, at tað loysir seg at spara upp, eisini hjá lægru inntøkunum. Ein pensjónsbólkur við umboðum frá øllum politisku flokkunum hevur seinasta hálvt a nnað árið arbeitt við uppskoti til eina pensjónsnýskipan. Hóast tað eru deildar meiningar millum flokkarnar, verður neyðugt at koma fram til eina semju, sum hevur breiða undirtøku. Havi vónir um, at vit koma ásamt um eitt uppskot, sum kann leggjast fram í heyst. Arbeiðsmarknaðurin hevur við sínum eftirlønarskipanum longu tikið eitt ódnartak á hesum økinum. Nú er tíðin komin til, at politiska skipanin tekur samanum og tryggjar støðugar karmar fyri allar føroyingar á pensjónsøkinum.
23
„Í dag hevur LÍV eina stødd, sum ger tað áhugavert hjá fólki at spara upp í felagnum.“ H A N S A N D R I A S S Ø LVA R Á Søgufrøðingur Lektari á Fróðskaparsetri Føroya
H
yggja vit eftir almennu skipanini í gamlari tíð, bygdi hendan á, at føroyingar tóku sær av teimum fátøku og teimum, sum ikki kláraðu seg sjálv. Hetta við at bera teimum fisk og annað, sum tørvur var á. Í 1850 kom ein skipan við fátækrahjálp. Føroyar vóru býttar sundur í 8 „fattigforstanderskaber“, sum tóku sær av at umsita fátækrahjálpina. Henda skipan legði lunnar undir kommunurnar, sum síðani tóku sær av hjálpini. Fyrsta kommunan var Tórshavnar kommuna, sum kom í 1866, og næstu kommunurnar sóu dagsins ljós í 1872. Kommunurnar kravdu sjálvar skatt inn, sum m.a. fíggjaði fátækra hjálpina. Fyrsta veruligu trygdarnetið kom í 1880’unum, tá vit fingu fyrstu sjúkrakassarnar. Hesir vóru privatir, men vórðu síðani statsgóðkendir og fingu eftir hetta stuðul úr statskassanum. Vit skulu fram til 1934, áðrenn løgtingið fekk loyvi til at krevja inn skatt. Talan var ikki um stóra upphædd, og lítið fór til vælferðarendamál. Í 1957 kom fólkapensjónsskipanin í Danmark. Petur Mohr Dam, sum var løgmaður um hetta mundið, fór til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um at fáa slíka skipan í Føroyum. Hetta eydnaðist í 1959. Skipanin skuldi fíggjast soleiðis, at danir og føroyingar býttu útreiðslurnar javnt sínámillum. Eitt samt løgting tók undir við hesum. Eftir hetta komu aðrar sosialar skipanir í gildi. Heilsu verkið varð útbygt, og verulig gongd kom á bygnaðin av føroyska vælferðarsamfelagnum. Miðskeiðis í sjeytiárunum yvirtóku føroyingar um sitingina av almanna-, heilsu- og skúlamálum, men danir hildu tó fram við at gjalda sína helvt. Í 1988 fingu vit heildarveiting – kanska betur kent undir heitinum blokkstuðul. Sjálvt um heildarveitingin í útgangsstøði var oyramerkt til almanna-, heilsu- og skúla mál, var tað løgtingið, sum einsamalt avgjørdi, hvussu hesin peningur varð nýttur. Undan hesum vóru tað danir, ið gjørdu av, hvat árliga játtanin skuldi brúkast til. Í 2002 yvirtóku vit almanna- og skúlamál. Í 80’unum byrjaðu fakfeløgini av álvara at byggja upp pensjónsskipanir til sínar limir. Størsti parturin gjørdi avtalur við LÍV – tá Føroya Lívstrygging – sum í dag umsitur hesar skipanir. Nøkur fakfeløg valdu at stovna sínar egnu grunnar. Í dag er LÍV við sínum lága umsitingargjaldi kappingarført við útlendskar eftirlønarveitarar.
25
LÍV
1966 Løgtingslóg um Føroya Lívs trygging samtykt av Føroya løgtingi 1967 Føroya Lívstrygging byrjar sítt virksemi 1983 Eftirlønargrunnurin hjá 26
Í
TÍÐ
Havnar Arbeiðs mannafelag verður settur á stovn og umsitin av LÍV 1985 Starvsmanna felagið byrja sína eftirlønarskipan í samstarvi við LÍV 1992 Fíggjarkreppa
– Inngjøldini til eftir løn lækka munandi 1999 Inngjøldini byrja aftur at vaksa 2000 LÍV I verður skipað í partafelag undir navninum P/F Føroya Lívstrygging 2005 Tilgongdin at
privatisera LÍV byrjar, og Ognarfelagið LÍV verður sett á stovn 2008 Fíggjarkreppa 2009 LÍV II verður sett á stovn undir navninum P/F Tryggingarfelag LÍV 2012 Inntøku
grundarlagið hjá LÍV lækkar 40%, við at eftirlønin nú verður forskattað 2012 Umsitingar gjaldið fellur úr 11% niður í 6% 2012 LÍV III verður skipað í nýstovnað
felag, sum nevnist P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingar felag 2012 P/F Føroya Lívstrygging verður umskipað til holdingfelag, sum eigur tryggingar
feløgini P/F Tryggingarfelag LÍV og P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingar felag. Navnið á felagnum verður broytt til P/F LÍVHolding 2012 Stórur partur
av avtalunum í LÍV II verða umlagdar frá veitingartrygd til marknaðarrentu 2014 Nýggj eftir lønarlóg kemur í gildi við bundum eftirlønarinngjaldi 2016 LÍV-Holding
verður handað nýggju eigarunum 2017 Fyrsta um boðsráðsvalið eftir yvirtøkuna verður hildið í januar 2017 2017 Fyrstu aðal fundirnir hjá LÍV I, II og III verða hildnir
og nýggjar nevndir valdar
27
Keypið av LÍV er størsta einstaka felagsátak, sum føroysk fakfeløg hava staðið saman um. //
H
yggja vit eftir grannalondunum, eru tað fakfeløgini, sum eiga flestu pensjónsfeløgini. Hetta virkar sum ein skilagóð loysn, so hví ikki eisini í Føroyum? Tilgongdin hjá okkum tók sína byrjan við ársbyrjan í 2012. Tá bjóðaði LÍV fakfelags umboðum til Danmarkar at kunna seg um pensjónsmarknaðin har. Heimafturkomin hugsaði eg, hetta er ein góð loysn. Hví skulu vit lata onnur eiga og fáa ágóðan av okkara pensjónsfelag? Setti meg síðani í samband við Henry Olsen (sála), sum um hetta mundið var formaður í Føroya Handverkarafelag. Vit komu skjótt ásamt um, at hetta var ein áhugaverd og gongd leið.
28
Vit vendu okkum til Johan Dahl, lands stýrismann í vinnumálum, fyri at finna fram til, um føroysku fakfeløgini eisini kundu bjóða seg fram í sambandi við søluna av LÍV. Boðini vóru, at tað vóru vit vælkomin til. Eftir hetta settu vit okkum í samband við øll fakfeløgini á føroyska arbeiðs marknaðinum. Vit skipaðu fyri fundum, har vit greiddu frá okkara sjónarmiði, og hvørjar møguleikar vit sóu í, at føroysku fakfeløgini gjørdust parteigarar í LÍV. Niðurstøðan var greið. Fakfeløgini tóku undir við, at hesin møguleikin skuldi roynast. Landið stóð sum eigari av LÍV. Leisturin var, at 50% av felagnum skuldi seljast,
PÆ T U R N I C L A S E N Formaður, S&K Felagið Nevndarformaður í P/F Fakfelag
og síðani skuldi hin helmingurin handast verandi tryggingartakarum umvegis Ognarfelagið LÍV. Fyrsta mai 2012 handaðu fakfeløgini landsstýrismanninum fyrsta tilboðið um keyp av helvtini av LÍV. Formliga yvirtøkan fór fram fyrsta september 2016. Upprunaliga vóru tað 23 fakfeløg, sum vístu áhuga at vera við í keypinum. Undir drúgvu tilgongdini fall talið niður í 17 fakfeløg, sum vóru við í keypinum yvirtøkudagin. Í dag eru vit 20 fakfeløg, sum eru við í keypinum, og eitt felag afturat er ávegis. At fakfeløgini nú eru partur av eigara skaranum tryggjar gjøgnumskygni. Vit síggja – og hava ávirkan á – hvør veruligi
rakstrarkostnaðurin er hjá LÍV. Vit kunnu nú hugsavna okkum um at skapa eitt so stórt avkast sum gjørligt og at býta út aftur til tryggingartakaran. Allir kundar skulu hava somu góðu sømdir, uttan mun til um hesir eru partur av einari fakfelagsskipan, virkiskipan ella eru stakkundar. Hurðin stendur framvegis opin, soleiðis at onnur fakfeløg kunnu gerast partur av P/F Fakfelag. Vóni, at arbeiðsmarknaðurin í Føroyum ger manngarð um LÍV, so vit fáa eitt sterkt føroyskt felag, ið hevur løntakaran fremst í huga. Yvirskotið skal fara til at fjálga og vaksa um uppsparingina hjá eftirlønar móttakaranum.
29
PA L L I P E T E R S E N Formaður í Ognarfelagnum LÍV (2013–2017)
LÍV er í dag eitt sunt og gott felag, sum tænir føroyskum áhugamálum.
//
M
ítt samband við LÍV byrjaði, tá eg starvaðist sum verkfrøðingur hjá Føroya Shell. Í 1998 tóku vit stig til at fáa eina virkispensjón til felagið. Eftir samráðingar við LÍV – tá Føroya Lívstrygging – byrjaðu vit eina skipan við 4% inngjaldi, sum vaks skjótt til 10% í 2000, og endaði á 15%. Í 2004 meldaði politiska skipanin út, at LÍV skuldi einskiljast, og helmingurin av ognunum handast kundunum. Til at umboða kundan í tilgongdini og seinni at umsita hesa ogn skuldi veljast eitt umboðsráð. Eg valdi at stilla upp fyri at fylgja við gongdini og tryggja mær, at neyðug atlit vórðu tikin til tryggingartakaran. Í byrjanini var mít fremsta mál at virka fyri, at tær virkisskipanir, sum vóru teknaðar hjá LÍV, ikki vóru fyri vanbýti í tilgongdini. Kann í dag staðfesta, at hetta arbeiði er hepnast til fulnar. Nú arbeiðið við at einskilja LÍV er komið á mál, fáa øll somu góðu tilboð og sama avkast. Hetta uttan mun til, um tú kemur inn sum virki, fakfelag ella sum einstaklingur. Hetta er helst serstøða á pensjónsøkinum og undirstrikar samhaldsfestið hjá kunda- og eigaraskara. Tilgongdin hevur verið drúgv, og til tíðir hava knútarnir verið í so stórir. Tí er tað eisini við ávísum stoltleika, at vit í dag
standa við einum sunnum og sterkum tryggingar- og pensjónsfelag. Felagið arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum, og manningin er føroysk. Førleikamenningin av hesum øki liggur sostatt í føroyskum hondum. Helst gott at hava í huga, tá hugsað verður um áhugaverd og spennandi starvstilboð at bjóða okkara lesandi ungdómi, tá tey eftir loknan lesnað fara at leita eftir einum starvi. Í sambandi við íløguvirksemi verður partur av íløgunum gjørdur Føroyum. Hesin parturin er vaksin seinastu árini og er nú á leið 7,5%. Tá íløgur verða gjørdar, er tað altíð við atliti til váðaspjaðing. Vit leggja ikki øll eggini í eina kurv. LÍV er eitt demokratiskt felag. Eftir ávísum reglum stendur tað øllum – sum hava eina trygging ella uppsparing hjá LÍV – í boði at stilla upp til umboðsráðið, sum telur 35 limir. Her er møguleiki at tryggja sær fult innlit og ávirkan á felagið. Umboðsráðið velur 2 umboð í nevndina hjá LÍV-Holding. Onnur týdningarmikil uppgáva hjá umboðsráðnum er at skipa virksemið, soleiðis at tað altíð er kundin, sum er í fokus. Mín vón er, at einstaki kundin ynskir at verða hjá LÍV, bæði tí tað lønar seg, og tí at LÍV sum felag er av stórum týdningi fyri føroyska samfelagið.
31
Vit eru glað fyri at vera partur av einari føroyskari loysn og á henda hátt varðveita serfrøðina á føroyskum hondum. //
U
mframt at hava fult innlit hava vit nú eisini ávirkan á, hvussu peningurin – sum okkara limir rinda inn til ellispensjón – verður handfarin. Við nýggja ognarskaranum er einki vinningsbýti, sum skal rindast út til uttan fyristandandi eigarar. Ágóðin verður býttur út til tryggingartakaran. Hetta samsvarar væl við sjónarmiðið um, at limir okkara fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu. Fakfeløgini eru týðandi partur av virkis grundarlagnum hjá LÍV. Limaskarin er stórur og leggur lunnar undir eitt støðufast grundarlag. Uppgávan er framhaldandi at veita eina góða og trygga uppsparing til ellisárini. Samstundis skulu limirnir hava eina góða
32
trygging, meðan teir enn eru virknir á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðast skal miðvíst við tryggingar partinum, soleiðis at vit altíð hava bestu produktini at bjóða. Fyri at økja um ágóðan er umráðandi, at umsitingarkostnaðurin verður hildin á einum lágum støði. Sum frá líður skuldi hetta eisini skapt grundarlag fyri, at tryggingarnar kunnu gerast bíligari. Nevndirnar í LÍV samtakinum eru farnar til verka, og sigast kann, at hugalagið og samstarvið er gott. Vón okkara er, at allir føroyingar – saman við okkum – standa saman um LÍV. Eitt sterkt føroyskt felag, har kundin er ognari og fær allan ágóðan.
SÚNI SELFOSS Formaður í Starvsmannafelagnum Nevndarlimur í LÍV-Holding og Tryggingarfelagið LÍV 33
„Sum sjálvstøðugur vinnurekandi, var tað mín egna ábyrgd at hugsa um míni pensjónsviðurskifti. Umráðandi er at byrja tíðliga at spara upp soleiðis, at útgjaldingin kann gerast munagóð, uttan at inngjøldini skulu merkjast tyngjandi fyri fíggjarstøðuna.“ JÓHAN PETERSEN Skipsverkfrøðingur, Sp/f Sjótek
P/F
FAKFEL AG A R K I T E K TA F E L A G F Ø R O YA B I O A N A LY T I K A R A F E L A G I Ð ERGOTERAPEUTFELAGIÐ
F E L A G I Ð F Ø R O Y S K I R S J Ú K R A R Ø K TA R F R Ø Ð I N G A R F E L A G I Ð R A D I O G R A FA R Í F Ø R O Y U M F Ø R O YA H A N D V E R K A R A F E L A G F Ø R O YA P E D A G O G F E L A G F Ø R O YA S K I PA R A- O G N AV I G AT Ø R F E L A G F Ø R O YA V E R K F R Ø Ð I N G A F E L A G F Y S I O T E R A P E U T F E L A G F Ø R O YA H AV N A R A R B E I Ð S K V I N N U F E L A G H E I L S U H J Á L PA R A F E L A G F Ø R O YA H E I L S U R Ø K TA R A F E L A G I Ð K O S T- O G F Ø Ð S L U F E L A G F Ø R O YA L J Ó S M Ø Ð R A F E L A G F Ø R O YA M A S K I N M E I S TA R A F E L A G F Ø R O YA M U S I K K L Æ R A R A F E L A G F Ø R O YA S & K FELAGIÐ S TA R V S M A N N A F E L A G I Ð YRKISFELAGIÐ MIÐNÁM
Nevndin í P/F Fakfelag Pætur Niclasen, nevndarformaður · Óluva í Gong, stjóri · Súni F. Selfoss Niels á Reynatúgvu · Suni Simonsen · Páll Hansen · Jógvan Philbrow
35
„Tað hevur lætt væl um hjá okkum sum fakfelag at sleppa undan dagligu umsitingini av pensjónum og tryggingum.“
H
avnar Arbeiðskvinnufelag hevur umleið 700 limir. Partur av limaskaranum arbeiðir fulla tíð, meðan onnur arbeiða niðursetta tíð. Hóast navnið er arbeiðskvinnufelag, hava vit eisini menn sum limir, hesir starvast serliga innan matstovuvinnuna. Vit hava ymiskar sáttmálar og umboðað nøkur av teimum lægstløntu í landinum. Aftur at hesum kemur, at fleiri av limum okkara arbeiða niðursetta tíð, eins og fleiri eru heima í styttri og longri tíðarskeiðum grundað á barnsburð. Lívslønin er tí væl lægri enn hjá øðrum bólkum. Hetta sæst aftur í persónliga pensjónsinngaldinum og sostatt eisini í pensjónsútgjaldinum til ta tíð. Inngjaldið er tengt at lønini, so tað er av stórum týdningi fyri felagið, at eftir lønarinngjaldið verður roknað av øllum inntøkum, sum limir okkara hava. Hyggja vit eftir øðrum skipanum, er tað ein stórur trupulleiki, at tað ikki verður inngoldið pensjónsgjald, tá limir okkara fáa útgjald úr barnsburðargrunninum, ALS ella í sambandi við sjúkradagpening. Hetta eru viðurskifti, sum vit fara at berjast fyri at fáa í rættlag, soleiðis at vit kunnu styrkja um støðuna hjá okkara limum á pensjónsøkinum.
38
Inngjald til ellispensjón gjørdist partur av sáttmálanum hjá Havnar Arbeiðskvinnu felag seint í nítiárunum. Byrjað var við einum inngjaldi á 0,5%, sum síðani stigvíst er vaksið upp í 13%, íroknað gjaldið til lívstrygging. Fyri at koma upp á 15% íresta sostatt 1,5% í sáttmálanum við FMR og 2,5% í sáttmálanum við FAG. Í hesum sambandi kannaðu vit útboðið hjá øllum veitarum á føroyska marknað inum og hjá einum donskum. Úrslitið var, at vit tóku av tilboðnum frá LÍV, hetta var i 2002. Samstarvið við LÍV hevur verið gott og smidligt. Tað hevur lætt væl um hjá okkum sum fakfelag at sleppa undan dagligu umsitingini av penjónum og tryggingum. Tá P/F Fakfelag gjørdist parteigari í LÍV, vóru vit ikki partur av keypinum. Vit mettu ikki, at vit høvdu nóg gott innlit í keypið, og hvørjar skyldurnar vóru. Stutt eftir søluna stóð tað okkum aftur í boðið at gerast parteigarar og sostatt eisini partur av P/F Fakfelag. Vit fingu eina gjølliga frágreiðing um, hvørjar skyldur og hvørjir møguleikar lógu í keypinum. Við hesum innliti føldu vit okkum trygg við at gerast parteigari í LÍV. Vit síggja fram til, at onnur fakfeløg eisini gerast partur av P/F Fakfelag og vera við til at styrkja virkisgrundarlagið hjá LÍV.
VÍGDIS JOHANNESEN Forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
SELMA ELLINGSGAARD Umboðsráðslimur Forkvinna í Ognarfelagnum LÍV
„Ognarfelagið LÍV er umboðið hjá einstaka kundanum.“
T
að var ein stórur dagur, tá Ognar felagið LÍV – 1. september 2016 – saman við P/F Fakfelag og Føroya Landstýri undirskrivaði avtaluna. Nú var dagurin loksins upprunnin, tá Ognarfelagið LÍV fekk handað 50% av partapeninginum í LÍV-Holding. Eftir hetta var skipað fyri vali til umboðs ráðið hjá Ognarfelagnum. Teir 35 sessirnir eru mannaðir, og tað fall mær í lut at gerast forkvinna, tá formannskapurin skuldi veljast. Umboðsráðið er samansett við eldhugaðum kvinnum og monnum í øllum aldri. Landafrøðiliga er umboðanin eisini góð. Umboðandi einstaka tryggingartakaran er tað okkara uppgáva at fylgja við í virk seminum og koma við góðum íkasti til nevnd og leiðslu. Mín leiklutur í hesum høpi byrjaði longu í 2011 – tá Starvsmannafelagið og ti eg sum forkvinna – fekk ein virknan leiklut í keypstilgongdini. Hetta vóru krevjandi og spennandi ár, har nógv orka bleiv løgd í at loysa teir knútar, sum vóru á leiðini. Størsta avbjóðingin var landskassaveðhaldið í
sambandi við allar tryggingar teknaðar undan ár 2000. Loysnin bleiv, at hesin partur av tryggingarvirkseminum bleiv lagdur í eitt felag fyri seg. Landið borgar framvegis fyri virkseminum í hesum felag. Eg eri fegin um, at vit komu á mál, og eri eisini sannførd um, at ognararnir eru teir røttu. Fakfeløgini eru natúrligur partur av eigaraskaranum, og síggi eg tað bert sum ein fyrimun, at tað eru fakfeløgini, sum eiga felagið saman við Ognarfelagnum LÍV. Umboðandi 80–85% av uppsparingini hava fakfeløgini verið við til at byggja upp LÍV, og hava tey eisini neyvt somu aðalmál sum Ognarfelagið LÍV. Vit umboða øll tryggingartakaran og ynskja at skapa eitt gott úrslit og veita eina dygga og góða tænastu. Allir kundar skulu hava góðar sømdir, góð tryggingartilboð og munagott avkast. Vit eiga at miða eftir, at LÍV gerst pensjónsfelagið hjá øllum føroyingum, soleiðis at vit um nøkur ár tæna øllum føroyingum. Tað skal vera mítt ynski á fimmti ára degnum hjá LÍV.
41
„Longur vit bíða, størri verður takið.“
G
óðu tíðindini eru, at miðal livialdurin hjá okkum hækkar. Vit fáa alt fleiri ár við góðari heilsu og einum virknum lívi, eftir at vit eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Samstundis sum vit fegnast um gongd ina, eiga vit at eftirmeta og tillaga tær skipanir, sum eru tengdar at longdu livitíðini. Almenna pensjónsskipanin og væl ferðartænastur sum heild eru ein natúr ligur partur av føroyska samfelagnum. Hesar tænastur verða fíggjaðar umvegis skattin, sum fólk rinda í arbeiðsførum aldri. Rindað verður við tí óskrivaðu fyritreyt, at tá vit sjálv náa pensjónsaldurin ella hava tørv á vælferðartænastum, eru tað onnur í arbeiðsførum aldri, sum fíggja hesar skipanir. Tað er í hesari sannroynd, at vit hava eina avbjóðing. Meðan talið á fólki í arbeiðsførum aldri frameftir verður nærum óbroytt, veksur talið á pensjónistum skjótt. Broytta lutfallið kemur at seta føroysku pensjónsskipanina og vælferðar tænasturnar undir stórt trýst. Kravið um inngjald gerst størri, fyri hvørt ár sum gongur, um vit ikki laga hesi viðurskifti í mun til komandi tíðir. Óbroytta talið av arbeiðsførum merkir, at skattainntøkurnar vaksa seint. Skal økta kravið um útgjald nøktast umvegis skattin, verður ikki gjørligt at fíggja hesar skipanir, uttan so at skattatrýstið økist munandi. Í ringasta føri kann hetta føra til eina økta
42
fráflyting, og so gerst avbjóðingin enn størri. Skulu vit varðveita vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag, gerst neyðugt at tálma vøksturin í pensjónsútgjøldum, soleiðis at vit kunnu fíggja aðrar vælferðar tænastur. Her verður serliga hugsað um heimarøkt, sjúkrahús og ellisheim. Í fyrstu atløgu eiga vit at hyggja eftir trimum tillagingum, sum kunnu betra um støðuna. Fólk skulu støðast longur á arbeiðs marknaðinum. Er heilsan og hugurin til tað, skal tað vera gjørligt at hava eina ávísa inntøku, uttan at almenna fólkapenjónin minkar burtur í einki. Í dag verður mót roknað við 60%, eftir at hámarkið fyri aðra inntøku er rokkið. Í fyrstu atløgu kundu vit t.d. broytt mótrokningina niður í 25%. Hægri pensjónsaldur. Hesin kundi verið hækkaður við einum hálvum ári fyri hvørji fimm ár, soleiðis hann um 10 ár er øktur upp til 68 ár. Øll í arbeiðsførum aldri skulu rinda inn til egna eftirløn. Eftirlønarlógin ásetur bundið inngjald fyri allar inntøkur, so her er arbeiðið byrjað. Kravið um inngjald er í løtuni 3%, og fram til 2029 veksur tað stigvíst upp til 15%. Nakað, sum ofta verður undirmett, tá spart verður upp til eftirløn, er longda livitíðin. Í Føroyum er miðal livialdurin seinastu 50 árini øktur við á leið 5–6 árum. Roknað verður eisini við, at hesin kemur at økjast enn meira í tíðini, sum kemur.
KÁRI PETERSEN Búskaparfrøðingur Nevndarlimur í LÍV-Holding, Trygginarfelagið LÍV & LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag
Longda livitíðin setur størri krøv til upp sparingina við pensjónsaldur, enn vit geva okkum far um. Tí kann spurnartekin helst eisini setast við, um lógarásetta prosentið er nøktandi ella eigur at eftirmetast og tillagast í mun til broyttu fortreytirnar. Styrkin í samfelagnum speglast í, hvussu dugnalig vit eru at laga okkum til tær um støður, vit liva undir. Tíðin er við at fara frá verandi fíggingarleisti av okkara vælferðar
tænastum. Vóni, at vit hava áræði og dirvi at gera tær tillagingar, sum skulu til fyri tryggja haldførið í okkara vælferðarskipan. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava longu víst stórt samfelagssinni við at byggja upp egnar eftirlønarskipanir. Nú er tað upp til politisku skipanina at taka samanum, soleiðis at allir føroyingar fáa eina nøktandi ellispensjón.
43
Ó L U VA Í G O N G Forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Stjóri í P/F Fakfelag
„Stórur fyrimunur, at vit nú hava okkara eftirløn og lívstrygging í Føroyum.“
L
ógin um forskatting av eftirlønum, sum kom í gildi fyrsta januar 2012 hevði við sær, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar mátti taka seg úr danska pensjónsgrunninum PKA – eftir 30 ára limaskap – og flutti eftirløn og tryggingar heim til Føroyar. Áðrenn vit valdu nýggjan eftirlønar veitara, høvdu vit fólk í starvi til at greina og samanbera tilboðini, sum vit fingu frá ymsu veitarunum í Føroyum. 1. juli 2013 valdu vit at gera eina nýggja eftirlønar- og tryggingaravtalu við LÍV. Tað er lætt at koma í samband við LÍV, og samskiftið sum heild gongur smidligari. Frástøðan er ikki stór, og hava vit regluligt samskiftið og fundir, har vit greina ynskir og spurningar. Í Danmark vóru vit ein lítil partur av einum stórum hópi og máttu tillaga okkara skipan í mun til danskar ásetingar og skattareglur. Í Føroyum eru vit ein serstakur bólkur. Her kunnu vit samanseta
tryggingar og eftirløn í mun til okkara tørv og ynskir. Stívliga 1.000 limir eru í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Av hesum eru umleið 750 aktivir. Allir okkara limir hava í dag sína uppsparing í LÍV. Ein stórur partur eigur tó framvegis uppspardan eftir lønarpening í PKA. Arbeitt hevur verið við at finna ein leist, soleiðis at hesin peningur á smidligan hátt kann flytast til Føroyar, um einstakir limir hava áhuga í hesum. Vit eru partur av P/F Fakfelag og soleiðis við í keypinum av LÍV. Fremsta málið er at tryggja limum okkara eina góða og smid liga pensjónsskipan, og at kostnaðurin til umsiting er so lágur sum gjørligt. Vinningsbýtið skal ikki lutast út til onnur, men góðskrivast kundunum. At fakfeløgini nú eru ognarar í LÍV, má ikki gerast ein koddi. Vit skulu tvørturímóti vera ein virkin viðspælari í eini sterkari fyritøku.
45
AT
KOMA
UPP
Á
Tað ræður um at hava fast undir fóti og varðveita sjónarringin.
46
SLÆT T
47
B A R TA L K A S S Marknaรฐarleiรฐari
Vit ynskja at møta kundanum í eygnahædd uttan mun til tíð og stað. Tí arbeiða vit áhaldandi við at betra um samskiftispallin.
//
49
LÍV grundar sítt virksemi á hesar hornasteinar, sum skulu tryggja góða tænastu og best møguligt avkast.
Kundin eigur LÍV
Leyst av øðrum íleggjarum
Støddin hjá LÍV gevur fyrimunir
Málrættað virksemi
Sum nakað serligt er tað kundin, sum eigur LÍV. Vinningurin verður borin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á pensjóns uppsparingini frá fyrsta degi.
Við nýggja ognar skaranum er einki vinningsbýti, sum skal rindast út til uttanfyristandandi eigarar. Ágóðin verður býttur út til tryggingartakaran.
Stóra eftirlønar uppsparingin gevur okkum møguleika til at gera góðar avtalur á virðis brævamarknað inum. Vit standa okkum sera væl, tá vit samanbera íløgukostnaðin við kappingar neytarnar.
Miðað verður eftir at hava kappingarførar prísir og eitt munagott av kast. Vit leggja okkum eftir at laga tryggingar útboðið í mun til marknaðin og at veita eina góða tænastu. Gott samskifti við kundaskaran tryggjar, at LÍV kann bjóða avtalur, sum eru í tráð við tíðina og tørvin hjá okkara kundum.
51
Tað ræður um at finna rætta lutfallið millum váðafúsu og tryggaru íløgurnar.
//
Íløguvirksemið verður í stóran mun umsitið av íløgurøktarum uttan fyri felagið. Her er avtalað, at dentur áhaldandi skal leggjast á at halda grundleggjandi mannarættindi. Málið er, at allar íløgur virða ásetingarnar í ILO-sáttmálanum. Hesin ásetur neyvar reglur í sambandi við barnaarbeiði, tvingsilsarbeiði, mismun millum kyn v.m. Dentur verður somuleiðis lagdur á, at íløgur ikki verða gjørdar í feløg, sum
52
framleiða ella menna tyssibumbur, kjarn orkuvápn, landminur ella avgerandi lutir í hesum sambandi. Hetta er eisini galdandi fyri feløg, hvørs høvuðsvirksemi er tubbaksframleiðsla, ella at høvuðs inntøkan stavar frá hesum virksemi. Fyri at tryggja opinleika um partabræva íløgurnar verður listin við øllum parta brøvum – við farna árslok – lagdur á heimasíðu okkara www.liv.fo.
TORDIS DEBES EIRIKSFOSS Fíggjarleiðari
DROPBUCKET Íløgufelagið Royndin er íleggjari í DropBucket
Íløgurnar hjá Royndini verða í høvuðsheitum gjørdar í partabrøv hjá fyritøkum, sum byggja á frambrot og nýggja tøkni. //
54
P/F
ROYNDIN
Sum partur av langtíðaríløgunum hjá LÍV varð P/F Royndin sett á stovn í 2005. Fyri at hava ein greiðan skilnað millum virksemið hjá LÍV var Royndin stovnað sum sjálvstøðugt felag. Felagið er eitt framtaksfelag, í mestan mun ætlað at gera íløgur í føroyskt vinnuvirksemi, sum byggir á frambrot og nýggja tøkni. Endamálið er at stimbra føroyskar fyritøkur at mennast og vaksa. Íløgurnar verða gjørdar við vinningi fyri eyga. Treytin fyri at Royndin ger íløgur í vinnufeløg er, at handilshugskotið er væl úr hondum greitt, og stigtakarar sjálvir seta pening í verkætlanina.
INNLIT
Í
ÚTLIT
Álit byggir á gjøgnumskygni.
LYKLATØL SEINASTU 5 ÁRINI P/F Tryggingarfelagið LÍV LÍV II Høvuðstøl (t.DKK)
2016 2015 2014 2013 2012
Rakstrarroknskapur Tryggingargjøld
260.505 252.876 237.289 205.512 202.876
Útgoldnar veitingar
-62.159
-59.944
-58.462
-49.050
-43.558
Úrslit av íløguvirksemi
84.836
21.876
104.374
29.438
-18.016
Rakstrarkostnaðir
-18.120 -19.653 -18.979 -18.070 -23.916
av tryggingarvirksemi Úrslit av endurtrygging
75
-121
440
-2.172
-2.579
Tryggingarteknisk úrslit
5.516
4.493
2.966
6.036
2.955
Ársúrslit
6.484 4.280 3.628 6.325 1.711
Fíggjarstøða Avsetingar til tryggingar-
2.093.347
1.864.199
1.707.794
1.476.763
1.356.028
88.603
82.119
77.839
74.211
67.886
2.212.900
1.963.394
1.807.797
1.571.603
1.435.321
og íløguavtalur tilsamans Eginogn tilsamans Aktiv tilsamans
Lyklatøl
2016 2015 2014 2013 2012
Lyklatøl fyri fíggjarvirksemi Avkast áðrenn avdekning
4.2%
1,2%
6,4%
2,0%
5,2%
6,9%
7,5%
7,9%
8,7%
11,8%
825 kr.
866 kr.
943 kr.
1.084 kr.
1.514 kr.
Lyklatøl fyri kostnaðir og váða Kostnaðir í prosentum av tryggingargjøldum Kostnaðir fyri hvønn tryggjaðan
58
RENTUÁGÓÐI
7% 6% 5% 4% 3% 2% 1% 0% 2012 Við veitingartrygd
2013
2014
2015
2016
Marknaðarrenta
VEITINGAR TRYGD
MARKNAÐAR RENTA
Fyri avtalur við veitingartrygd er ásett ein minstarenta. Hetta setur krøv til kapital grundarlagið hjá felagnum, sum má gera avsetingar at bjálva við. Hjá teimum, sum løgdu um til marknaðarrentu, blivu hesar avsetingar góðskrivaðar sum ein umleggingarágóði.
Við marknaðarrentu fær kundin tað avkast, sum marknaðurin gevur. Kravið til kapitalgrundarlagið hjá felagnum lætnar munandi, og virksemið gerst leysari av afturvendandi sveiggjum á fíggjarmarknaðinum.
59
LÍV SAMTAKIÐ 1967–2016
1968 1970 1972 1974 1976 1978 1980 1982 1984 1986 1988 1990 199
1 9 9 2 : B Ú S K A PA R K R E P PA
60
M I Ó. K R . 400
350
TRYGGINGARGJØLD BRUT TO
300
250
200
150
100
ÚTGOLDNAR VEITINGAR 50
–
-50
92 1994 1996 1998 2000 2002 2004 2006 2008 2010 2012 2014 2016
2 0 1 2 : F O R S K AT T I N G
61
Ein hurð til tínar upplýsingar gevur tær lætta atgongd og samstundis fult innlit.
62
Rita inn á liv.fo Sum kundi hjá LÍV ritar tú inn við at nýta P-tal og loyniorð, sum vit hava sent tær í brævi. Tá tú ritar inn fyrstu ferð, verður tú biðin um at skráseta teldubústað og fáa tær títt egna loyniorð. Eftir hetta fært tú ein teldupost frá okkum, sum váttar nýggja loyniorðið. Teldubústaðurin verður eisini brúktur, um tú gloymir títt loyniorð.
MÍT T
LÍV
Fyri at skapa gjøgnumskygni hava vit ment ein portal, sum vísir, hvørjar avtalur tú hevur við LÍV, og hvussu hesar eru skipaðar. Innlit Tú fært millum annað innlit í pensjónsuppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina. Finnur tú ikki loyniorðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Lat okkum hjálpa tær at seta saman fíggjarliga trygdarnetið, so hongur tað ikki á tær Kundin eigur LÍV. Vinningurin verður borin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á pensjónsuppsparingini.
Kopargøta 1, Tórshavn | www.liv.fo