Valskrá

Mest sum alt sum eg setti út í kortið í hesum valskeiðnum er fram í verki, í samstarvið við alt
býráði Tað hevur gingið stak væl og eitt hav av tingum eru framd hesu 4 árini
Jú avrikslistin er langur, men kanska fyrst nú uppundir valið, síggja okur verðuliga hvat hevur verið gjørt hesum 4 árini. Hóast tað er sjón fyri tí, nógvastaðir í bygdini. Møguliga tí, okur hava reypa ov lítið í miðlunum, hesu 4 árini
Okur mugu fáa meira fokus á tey eldru og sjálvandi børn og ung Góð tiltøk sum ljósfest o a skulu halda fram og okur skulu eisini halda áfram at gera ábøtur á ítróttarøkinum og halda áfram at gera útbyggingar í Vágs skúla.
Okur skulu spæla meira við, saman við okkara fakfeløgum, ítróttarfeløgum og áhugafeløgum
Býráði skal verða meira viðkomandi fyri borgaran, soleiðis at borgarin merkir, at her er eitt býráð, sum arbeiðir fyri allar borgarar í Vági.
Okur hava eisini nøkur fólk, sum viðhvørt detta niðurímillum Tey mugu okur taka hond um Tey komandi árini vil eg í høvðusheitum styrkja um hjá okkara eldri, barnafamiljum, okkara børnum og ungum
Eg vil eisini arbeiða fyri, at vinnulívið fær enn betri umstøður við tættum samstarvið – har bæði kommunan og vinnulíð arbeiða enn meira saman
Okur mugu taka eldraspurningin í størsta alvor – eitt nú við at gera eldraíbúðir og útbygging av eldrasambýlinum Somuleiðis halda fast um okkara vælvirkandi heilsumiðstøð
Fíggjartøl
Tað hevur gingið væl fíggjarliga og okur hava nærum hvønn mánaða í 4 ár havt meir inntøkur Tað sæst so sannliga eisini á tølinum
Nýtt býrárð tók við 1 januar 2021, tá var skuldin hjá Vágs kommunu 54,7 millióni krónur og og í endanum av 2023 var skuldin minkað niður á 43,6 milliónir krónur. So her er nogv niðurgoldið
Nettoskuldin í dag, er umleið 39 milliónur ella minni, havi ikki tey seinastu tølini
Okur hava gjørt nógvar íløgur – ja alt uttan at taka lán Somuleiðis hava okur nakrar ferðir lækka skattin og hækka barnafrádráttin.
Okur skulu sjálvandi vera varin fíggjarliga, men tað søgdu vit eisini fyri 4 árum síðani og nógv er komið av skafti hóast tað
Nøkur av høvðusmálum hjá mær:
Eldraíbúðir 60 + - Barnafrádrátturin hækkast - Gjalda skuld niður -Styrkja um samstarv við vinnulívið - Framhald av broyting av byggisamtyktum og uppfylging - Minka um fólkafráflyting - Fleiri arbeiðspláss - Løðhamarætlan gerast liðugt - 3 flokstilboð frítíðarskúla - Framhaldandi útbygging av Vágs skúla - Framhaldandi úmbygging ítróttarøkinum ( VB húsið, ítróttarhøllin ) - Ljósmeistrar kring vøllin - Betra enn meira um ferðslutrygdina -Útbyggja vælværu og ventilatión til Pálshøll -Skjótari avgreiðslu av innkomnum málumMeira samstarv við fakfeløg-Útróðarmaðurin stuðlast, at avgreiða útróðarfiskinFramhaldandi góð trivnartiltøk Ljósfest o a - Framhaldandi stuðla ítróttarfeløgum og áhugafeløgum - Styrka okkara felags mentan - Tættari samstarv við almannaverki ( tá fólk detta niður ímillum m a við akutíbúðum )- Nervavegurin gerast aftur - Vegurin niðan á Eggjarnar gerast aftur -Framhald av asfalsteringum – ( til vágseiði vm) - Grønan orkupolitik á stovnum - Gera gøtur - Fleiri benkur - Betri atkomu til neystaeigarar - Brúgv um Sandin / Ósan - Nýggjar útstykkingar