Sanghefti

Altíð ræddist eg taran í sjónum
Rekandi vøkstur um klettar og brot,
Síðani, saman við ótta og vónum, Hevur tú rikið mítt hjarta á flot.
Tak í meg, tak um mín iva, Nem við meg, nert ikki við, Sissa meg, tá eg vil liva, øs meg, tá eg biði um frið.
Nú ert tú aldan, og eg eri tarin,
Dregur meg at tær og rekur meg frá, Eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin, Veit at eg missi teg, tá tú ert hjá.
Tak í meg….
Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja,
Fløðandi, fjarandi ert tú í mær, Lyftur meg upp nú og letur meg liggja, Myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær.
Tak í meg….
Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi,
Visti meg stíga á ótryggan veg, Líknandi leið, men við rekandi gleði, Gangi eg nú: Nú ræðist eg teg.
Tak í meg
Eg siti so eina við bálið í kvøld, og hugsi um teg mín elskaða.
Nú sólin fer niður, og náttin gerst køld, og stjørnurnar glitra himni á.
Eg reið mær avstað til Texas bý, yvir prærians fløtur, fjøll og líð.
Eg reið mær henda langa veg, tí eg skuldi hitta teg, mín hestur, mín saðil og eg.
Og nú vit aftur sita saman her, við longsli eg taki teg í favn, aftaná hesa longu vandamiklu ferð, eg teski títt elskaða navn.
Eg reið mær avstað
Eg vil halda fast um teg, eg vil kína tær eymt.
Eg man ongantíð skilja, tað sum mær er hent.
Eg má framvegis undrast á kærleikans mátt.
Eftir 1001 nátt.
Eg vil taka hvønn dag, sum hann kemur og fer.
Tí tú letur meg vita, hvat hvør dagur ber.
Og eg elski og hevji teg líka so hátt.
Eftir 1001 nátt.
Hvat um tað, um tíð fór til spillis.
Hvat um tað, um tað tók sína tíð.
Tá vit fingu at síggja, at einki er lánt.
Eftir 1001 nátt.
Og eg elski og hevji teg líka so hátt.
Eftir 1001 nátt.
Hvat um tað, um tíð fór til spillis.
Hvat um tað, um tað tók sína tíð.
Tá vit fingu at síggja, at einki er lánt.
Eftir 1001 nátt.
Eins og áarstreymur rennur
vallar hugurin hjá mær, og í barmi mínum brennur longsil út um bygdagarð.
Eg vil skoða villar víddir, eg vil njóta sól og vind !
Fagurt hagin nú er skrýddur, lætt fer lot um fjallatind.
Felagar, tit pjøkan takið, kom í hagan burt við mær, vendið bygdini so bakið –móti okkum sólin lær.
Hoyrið fuglaljóð í haga, síggið seyðafylgi mong, dýr og menniskju seg gleða; trív tí í ein vallara song!
Tá ið eftir dagsins hita, kaldligt lot um víddir fer, snípan letur okkum vita, at tað hvíldarstund nú er, og tá fara vit í tjaldið og vit sova sælan blund, inntil náttin missir valdið á tí snimmu morgunstund
Fagra blóma, tú sum prýðir
Fjallatindar, berg og skørð,
Bø og ong og grønar líðir, Hvat er fagrari á jørð?
Eina blómu tó eg kenni,
Fagrast hon av øllum er,
Sjálvt ei rósan líkist henni:
Tað er hon, eg valdi mær.
Blómur spretta móti vári, Følna, tá ið heystið er.
Mín hon blóma man alt árið,
Um so kalt og kavi er.
Einaferð hon bert kann blóma,
Følnar hon, eg følni við.
Fylgja skal eg blómu míni
Til tann síðsta hvíldarfrið.
Skútur brátt stevna av firði út, ta norðhavssild at fanga.
Skiparin rópar um stýrhúsrút: »Hey! Latið springið ganga!«
Koyrið so á motorin, snotulig skútan er vorðin.
Setir so kós í ein landnyrðing, loggið bert snurrar ein sólarring.
Skiparin sjógvin gradar, brúkar sekstant og radar.
»Gerið nú greitt bæði trossar og gørn, tí nú setast skal!«
Setan var góð, væl teir fingu í á fimtan favna dýpi.
Gørnini fimti teir settu út, við tunnum verður knípið.
Avhøvda flestu og gelda, arðir teir salta og skelda.
Kokkurin gamli tó glaður er: »Komið nú allir og skaffið her, borðiskin havi eg djúpan, kom fá tykkum sildasúpan, hon stimbrar og hitar hvønn einasta kropp, sum nú kropin er!«
Sigla so innaftur leygarkvøld, teir glaðir munnu sjunga.
Harmonikan áður so deyð sum sild man út í dansin runga.
Ruski og polski har snurra, norðmenn og sviar, sum murra.
Har er bert ruðul og eingin kós, stúgvandi fult eins og sild í dós.
Har eru sildaknassar umframt teir sildabassar, sum gørn teirra seta og fanga sær sprund nú eitt leygarkvøld.
Eitt sunnukvøld í plantasjuni, har sita tvey lið um lið.
Ein genta og ein drongur, nei, nú orki eg ikki longur.
Eg aftan fyri tey lá eitt sunnukvøld í plantasjuni.
Tey tosa um stjørnur og mána sita eina løtu og gána, men so loypa tey upp við ein hvøkk
– tað var nakað, sum gjørdi tey kløkk.
Hetta aftan fyri tey lá
eitt sunnukvøld í plantasjuni.
O góða, o góða, kom og set teg her hjá mær!
O góða, o góða, kom nú, meðan slett eingin sær. Her er so góður friður, so tú kanst seta teg niður, :,: her er so gott og so hugnaligt, tí tú ert mær so fitt so fitt:,:
Eg fjaldur undir greinunum lá
fyri tey meg ei skuldu sjá, men so kom eg til at bróta eina grein, so tað runt um plantasjuna hvein.
Tað var hetta sum gjørdi tey kløkk eitt sunnukvøld í plantasjuni.
Í góðum veðri hann dyrgdi
heilt uppi við Eystfalssker; og heima sat mamman og syrgdi, so boysin tann pilturin er.
Men seinni hann fór út at trola
og legði so langt út á hav, har stórir sjógvar teir skola og snýsa so mangt omanav.
Í Skotlandi seldu teir fiskin, har fekk hann ein góðan vin, hon stóð har og flenti við diskin har suðri í Aberdeen.
Tá átti hann peningar nógvar, og hartil var lyndið lætt, og henni keypti hann skógvar og hartil ein reyðan hatt.
Men brátt mundi gentan hann narra, tað tók honum dygt og tætt.
Á havinum ryturnar karra
og flúgva úr ætt í ætt.
Tá var tað hann skifti hýru at slíta tey trongu bond og sigldi við Óla á Mýru heilt suður í onnur lond.
So var tað ein dagin, teir lógu
við brúnna í Singapore, eina føroyska skútu teir sóu, og skiparin kom umborð.
Tá stóð hann og longdist og syrgdi, so lítil var vorðin verð.
Hann mintist til drongin, sum dyrgdi har uppi við Eystfalssker.
Har frammi teir gjørdu eitt gildi, og har fór mangt glasið í sor; men tá ið teir heim aftur hildu, var drongurin við umborð.
Teir bógvaðu gjøgnum monsunin, og ofta var ódnin hørð;
men altíð so áttu teir munin og komu á Skálafjørð.
So róði hann sær til Havnar, og mamman fekk silkistakk.
Ja, so gera slíkir stavnar, sum sigla og liggja bakk.
Hann húsini bræddi og girdi, so vøkur tann lonin er. –Í góðum veðrið hann dyrgdi har uppi við Eystfalssker.
9. Tað er leygarkvøld
Tað er leygarkvøld í kvøld
harmonikan spælir til dans komið øll, sum eru køld, komið og fáið tykkum kjans.
Tak um miðjuna á henni sum tú valdi tær
Kom og syngi og flenni kom og dansa við mær.
Hoyr so kátir tónar út gjøgnum vindeygað sær smoyggja nú.
Hvussu kanst tú kenna sút?
Kom og trín í dansin, tú.
Tak um miðjuna….
Og tá myrkrið fjalir fold tak tá gentuna í hondina.
Tá so døggin legst á mold leiðast tit til strondina.
Tak um miðjuna
Legg á varrar hennar koss strúk so blítt og eymt um purlurnar burt er alt, sum fyrr var knoss og burt allar kurlurnar.
Tak um miðjuna….
Eydnulandið tykkar er har í fjálgu skýming sera blítt
tað sum síðan hendi har er í tínum huga frítt.
Tak um miðjuna
I've been a wild rover for manys a year
And I spent all me money on whiskey and beer
But now I’m returning with gold in great store
And I never will play the wild rover no more
And it’s no, nay, never No, nay, never no more
Will I play the wild rover
No, never, no more
I went to an ale-house I used to frequent
And I told the landlady my money was spent I asked her for credit, she answered me “nay
Such a custom as yours I could have everyday.”
And it’s no, nay, never No, nay, never no more
Will I play the wild rover
No, never, no more
I then took from my pocket ten sovereigns bright
And the landlady’s eyes opened wide with delight
She says “I have whiskeys and wines of the best
And the words that you told me were only in jest.”
And it’s no, nay, never No, nay, never no more
Will I play the wild rover
No, never, no more
I’ll go home to my parents, confess what I’ve done
And I’ll ask them to pardon their prodigal son
And when they’ve caressed me as oft’ times before
I never will play the wild rover no more
And it’s no, nay, never No, nay, never no more
Will I play the wild rover
No, never, no more
And it’s no, nay, never No, nay, never no more
Will I play the wild rover
No, never, no more
Eg eiti Niklas hjá Pena, og er eri fjøruti ár, mín kona er Marin Malena, og hon fylti trýss í gjár; Tó eg elski Marin Malenu, - "helst tá hon ei er her í nánd"og næstan aldri meg veni undir hennara jarnhørðu hond.
Fyrstu ferð eg kendi, at hon ein gívur var, var brúdleypsdagin: Hon brendi rúsdrekkakortið hjá mær.
Tá skuldi eg aldri havt talað, tí klovan hon langaði mær
í skallan, so alt fór at malaá, Marin Malena hjá mær.
Eg tori ei síðan at siga annað enn: Góða hjá mær. Hvat, ið hon enn man meg biðja, so fær hon sama svar.
Biður hon meg vaska blæur ella klóra á rygginum sær, svari eg fúsur og glaður: Ja, elskaða Marin hjá mær
Um Marilyn Monroe segði:
”Niklas, eg eri so køld,” hugtungur svarað eg hevði: ”Eg tori ikki í kvøld. So høgt eg enn man seta viðgitna krovið á tær; eg noyðist tó hægri at meta Marin Malenu hjá mær”.
Nú kunnu tit kanska halda, at tað er so synd í mær, men ein er sum øllum man valda.
Hann hjálpir nokk eisini mær.
– Tí man eg aldri meg vena, um enn hon so dúgliga goyr,
mín elskaða Marin Malena, eg veit, at hon einaferð doyr.
Blátt – menn/dreingir Reytt – kvinnur/gentur
Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum, hann eigur sær bæði hestar og neyt.
So hevur hann hjallin niðri í fjørum, saltfisk og sperðil, um á hjá honum treyt.
Men Rasmus, ja Rasmus, hann følir seg so eina, hann hugsar um Rasminu, sum situr heilt aleina.
Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur.
(Øll) :/ ahhh ahhhh ahhh ahh heyhey /: (x2)
“Nú má eg mær finna eina fitta gentu, hevði eg torað at ligið framvið.
Eg fylgdi Rasminu, sjálvt um teir mangan flentu, men kanska hon ikki er heilt ómøgulig.”
Tí Rasmus, ja Rasmus, hann er gamal drongur, slaturin gongur, hann tímir ikki longur.
Hann droymir um Rasminu bæði dagar og nætur, vinirnir arga hann, so hann er ofta nokk so flatur.
(Øll) :/ ahhh ahhhh ahhh ahh heyhey /: (x2)
Og Rasmus, ja Rasmus, hann fór sær ein dagin yvir at nesi og norður um á.
At fríggja hann ætlaði, reyður og smæðin, spurdi Rasminu, á knøunum hann lá:
“Rasmina, Rasmina, mín fitta rosina, vilt tú um meg fjálga, mín lívsins kamina?”
“Ja, elskaði Rasmus, nú kundi eg skríggjað, í tríati ár havi eg nú væntað teg at fríggja”.
(Øll) :/ ahhh ahhhh ahhh ahh heyhey /: (x2)
Alt hann átti á fold var ein koyggja, og hann kendi seg heima umborð; hann var gamal og lá til at doyggja, og hann teskaði eymt hesi orð:
“Leið meg eina ferð enn út á dekkið, lat meg ganga ta seinastu vakt, lat meg stýra tað seinasta strekkið, áðrenn skipið til kai hevur lagt.”
Hetta far var mítt heim gjøgnum lívið, og tað bar meg í suður og norð
Nú til hvíldar eg ruraður blívi, mína seinastu frívakt umborð.
“Leið meg eina ferð
Tá mín deksvakt er komin at enda, og mítt tørn til at stýra er av Kann eg ongantíð út aftur venda á tað stóra og brúsandi hav.
“Leið meg eina ferð….
Eingin vitjar grøv nr.13
Og ongantíð sært tú blómir har
Einans gras sum fjalir nummar spjaldri
Og sum missprýður ein so vakran kirkjugarð
Men eg síggji bæði blómur og liljur
Og rósur sum prýða hesa grøv
Og eg síggi eitt menniskja so vakurt
Sum ongantíð verur til støv
Tí, tí, tíííí
Vit vilja ongantíð doyggja
Vil vilja liva í alla tíð
Vit vilja liva um vit doyggja
So spyr ei hvør, hvat og hví
Spyr ei hví
Til tykkum sum hava mist ein góðan
Hann er ei farin, hann sendur við tykkara lið
Komi tit út á grøv nr.13
So gera vit eitt kór har øll syngja við
Tí, tí, tíííí
Vit vilja ongantíð doyggja
Vit vilja liva í alla tíð
Vit vilja liva um vit doyggja
So spyr ei hvør, hvat og hví
Vit vilja ongantíð doyggja
Vit vilja liva í alla tíð
Vit vilja liva um vit doyggja
So spyr eit hvør, hvat og hví
Spyr ei hví
Eitt fótbóltslið sum TB ei vit hava sæð, teir vunnu bæði HB og onnur lið so fræg, so fóru teir til Hetlands við Tjaldrinum ein dag, humørið var tað besta, ið nakar hevði sæð. Farið fram garpar, vinnið hvønn dyst, so at vit síggja, at TB er fyrst, frá málmanni og út á uttasta vong, ja, leiðarin er við, ja, leiðarin er við, ja, øll kenna liðið frá Tvøroyrar bý.
Og Niels hevur felagið stovnað, hann formaður var fyrstu ferð, og nú er tað felagið stovnað, so nú alt tað sama ger.
B36, B36, í ár gerast teir føroyameistarar, B36, B36, í ár gerast teir føroyameistarar.
Fram er altíð fremsta lið,
Fram er altíð fremsta lið.
Á leikvøllum vit rópa okkum hásar við, Fram er altíð fremsta lið.
Sunnast í Føroyum í ein útsynning búleikast sumbingar um fjørðin kring, her býr eitt mergjað fólkaslag, í ítrótti sýna okur tað.
Liðið tað eitur KÍ; KÍ tað eru vit, vit hava hvítan og bláan lit, ja, KÍ, tað eru vit.
Eiðis Bóltfelag var einaferð komið nær, ja, so nær at tað mundi doyð út, men so fingu teir pokal og við honum settu mál drívið á, drívið á, drívið á.
Her kemur GÍ stavað við G, GÍ er nakað heilt fyri seg, segði tú G av fyrstan tíð, so mást tú eisini siga Í.
Á, vit halda øll við NSÍ, á, vit halda øll við NSÍ, vit stuðla teir alt tað, vit megna, úrslit tá vit munnu fá.
Men kenna tit eitt fótbóltslið, ið altíð er á ferð, og mangur ein tá frøist við tað vakra spæl, ið er. :/ Suður norð, eyst og vest, allar flest, vita sjálvandi, at HB skorar mest, hartil flest, HB allastaðni best. /: (x2)
Tú, tú ert eitt reyvarhol, tí at tú hevur stolið damuna hjá mær.
Ja tú, tú ert eitt reyvarhol, tá vit síggjast fært tú ein frammaná frá mær!
Eg fari altíð at hata teg, óansæð hvat tú gert.
Ein óloyalur óvinur, tað havi eg í hvussu er merkt
Tú, tú vart altíð hjá mær, og eg helt, at tú bara vildi hava meg sum vin.
Men tú, tú ert eitt reyvarhol, og hjá mær sleppur tú so aldrin aftur inn.
Eg fari altíð at hata teg, óansæð hvat tú gert.
Ein óloyalur óvinur, tað havi eg í hvussu er merkt.
Eitt sum hon ikki hevur fortalt, og eg skilji væl hví!
Um tað kennist sum tú pissar glas, so skal eg nokk siga tær hví!
Eg fari altíð at hata teg, óansæð hvat tú gert.
Ein óloyalur óvinur, tað havi eg í hvussu er merkt
Eg fari altíð at hata teg, óansæð hvat tú gert.
Ein óloyalur óvinur, tað havi eg í hvussu er merkt.
Tú, tú ert eitt reyvarhol, tí at tú hevur stolið damuna hjá mær.
Drongurin kom inn í køkin ein dagin
Hugdi upp á mammuna og segði so smæðin
Góða mamma, allir mínir vinir flenna
Teir vilja ikki við meg kenna tá ið eg tosi
Tá teir siga ei, tá sigi eg oy
Og tá teir siga nei, tá sigi eg noy, tað er løgið!
Góða mamma sig mær
Hvat er galið við mær, eg vil tað vita
Men tað sum eg haldi er allarmest galið
Tað er tá eg eri í Gundadali og hyggi
Har seti eg meg í skýlið, eg rópi hart og ýli KOYR Á KÍ
Eg haldi jú við HB, eg eri havnarmaður
Men skorar KÍ tá verið eg glaður, sikken tossi
Góða mamma sig mær
Hvat er galið við mær, eg vil tað vita
Nú drongurin leingi hevði havt orðið
Setti mamman seg niður við borðið og hon segði
Pápi tín, sum heldur við HB
Hann er ikki tín rætti pápi, tað skalt tú vita
Tí í Klaksvík býr tín ektaði babba
Har eigur tú eina ommu og abba, ver tú glaður
Eg má hesi boðini bera
Og tú mást ikki keddur vera, tá ið eg sigi
Sonur pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík
At vita tað, tað er títt minsta krav
Sonnur pápi tín býr ei í Tórshavn, hann býr í Klaksvík
Og tað skalt tú bara vera stoltur av
Mitt í býnum gongur hann hvønn dag
Millum húsini í góðum lag
Um tað regnar ella sólin sær
Allatíðina hann gongur har
Onnur koyra bil og síggja hann
Tey fata ikki, at hann altíð kann
Ganga runt í hesum stóra bý
Tey skilja ikki, at hann hevur tíð
Hann er ein víðagitin býarmynd
Og altíð siga tey, at tað er synd
At hann her gongur sum ein glatað sál
Men hann gongur til hann kemur á mál
Hann fer ongantíð avstað við skund
So hann gongur neyvan nógv á fund
Eingin veit við vissu hvør hann er
Ella hvat hann her í býnum ger
Men tað frættist, at hann er stórt skald
Hann á orðum og á tankum hevur vald
Kanska skapar hann á gøtuni hvønn dag
Meðan tú í bili skundar tær avstað
Hann er ein víðagitin býarmynd
Og altíð siga tey, at tað er synd
At hann her gongur sum ein glatað sál
Men hann gongur til hann kemur á mál
Kanska skrivar hann um teg og meg
Kanska skrivar hann um sjálvan seg
Kanska undrast hann, at tú og eg
Aldrin síggjast meira á alfarveg
Kanska revsar hann ta stóru verð
Hann kundi verið tann sum munin ger
Og hvat um eftirtíðin minnist bara hann
Tí hann sannleikan og lívið fann
Hann er ein víðagitin býarmynd
Og altíð siga tey, at tað er synd
At hann her gongur sum ein glatað sál
Men hann gongur til hann kemur á mál
Ja, hann hugsar til hann kemur á mál
Ein ordans maður eri
Eg eiti Petur Keri
Ein føroyingur eg eri burturav
Við langum myrkum hári
Rayban fjalir tárið
Svartur leðurjakki er eitt krav
Mær dámar væl at mæla
Ganga runt og playboy spæla
Dugi væl at seta hárið, á dett knoss!
Í Yndi fitness pumpi mína muskuløsu rumpu
Undir brúsuni eg brúki Hugo Boss.
Gamal drongur eri nú
Hjá mammu havi búð
Og hon sigur fá tær lív og vív
Men lívið er ei lætt
Eg finni ongan skatt
Allar eru farnar tað er sætt
Eftir konufólki hyggji
Meðan bublugummi tyggi
Snøggar diddur hava kjans at fáa meg.
Í Dimmu eg vil lýsa
eftir kvinnu eg vil hýsa, send tú umsøkn, so eg kann velja teg!
Gamal drongur eri nú....
Eg arbeiðsleysur eri
Ja stakkals Petur Keri
Eg ofta er smidaður til hús
Tí eg vil verða stjóri
Og sita á kontóri –
við cigar í hond og vera kontórmús.
Gamal drongur eri nú
20. 15 ár
Tá eg var 14 fór okkurt í mær at kitla
Tað var sum goymdi mín kjóli ein skatt
Vildi eg vita
So kom alt tað heita villa
Um mínar fingrar
Tá eldurin sprakk
Men knappliga hoyrdi eg mammusa rødd
Alt tað sum kitlar
Tað veitst tú er ljótt
Vakti meg sólin
Og tók undir hvíta lakið
Tá fór at næla
Hvørt hár um mín kropp
Alt undir húðini loysnaði
Alt lá nakið
Morguni átti mín dúnutta sokk
Men knappliga hoyrdi….
Sá í speglinum
Út yvir mínar lagdir
Var tað sum gleðin
Meg litti uppfrá
Dandandi mýrur
Og higar úr svøvni vakti
Túgvurnar lótu seg upp
Sum eg sá
Men knappliga hoyrdi
Tók hann meg heim við sær
Hann sjálvur sum eg kenni
Hendi tað klæðini gjørdist ov trong
Knøini blotnaðu frá tí hann loysti spenni
Leiddi meg trilvandi í sína song
Men knappliga hoyrdi
Eg fylli 16
Men enn kitlar líka illa
Ljótt er
Eg veit
At tað bóltar so rút
Men tá ið innast á kviðinum fer at rilla
Beint áðrenn vitið og skil
Skolar út
Tá teski eg mamma
Hoyr svara mær skjótt
Sig hví er bara
Tað ljóta
So søtt
Hon liggur har í songini við dýnu
uppundir øs.
Eg spyrji, ”tú hvat bagir tær, tú gert meg
heilt nervøs”
Hon svarar ikki fyrr enn eg spyrji
einaferð afturat.
So smílist hon so droymandi og sigur, ”Veist tú hvat?”
Tú skuldi hitt hann
Ein sjeik so fittan
Hann er lekkrasta pettið sum finnst her á jørð.
Tað allar besta
Eri um at bresta
Um eg ikki skjótt síggi hann so verið eg
ør
Ja, eg verið púra ø ø ø ø ør
So púra ør
Hon hoppar út úr songini og dansar alt hon kann
Úr ørmunum ósjónliga er dreymurin hon fann
Hon leggur ikki merki til mín tí hon er so glað
Hon dansar og hon syngur og eg snýki
meg avstað
Tú skuldi hitt….
…Solo…
Tú skuldi hitt hann
Ein sjeik so fittan
Hann er lekkrasta pettið sum finnst her á jørð.
Tað allar besta
Eri um at bresta
Um eg ikki skjótt síggi hann so verið eg ør
Ja, eg verið púra ø ø ø ø ør
So púra ør
Ja, eg verið púra ø ø ø ø ør
So púra ør
22. Sára
Sára eitur genta mín, hon er av Selatrað.
Hon tænir nú í Tjørnuvík og er í góðum lag.
Hjá Peri uppi Suðuri, hon passar høsn og neyt og so dugir hon so sera væl at kóka mjólkagreyt, :,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:
Sára seymar blóðmørsindur - eltir garnatálg.
Hon er von og tekkilig, og so er hon so fjálg.
Hon bindur troyggjur, vøttur mær og lappar hvørja spjørr; og fyri tað eg gevi henni lítlan koss á vørr.
:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:
Vit hittust í plantasjuni, tað var eitt leygarkvøld.
O, Sára! Sára! Sára, mín, o, sum tú tá var køld.
Mánin skein á sund og fjør og gylti frystu ong; og tá ið eg so kroysti teg, tá brakaði hvør spong.
:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. .:,:
Tá aftur eg til heystar komi, Sára, Sára mín, tá skalt tú vera brúðarklødd, so vøkur og so fín.
Hjá Peri uppi Suðuri, vit gifta okkum inn; tann fyrsti lítli "sprellibassin", hann skal eita Finn!
:,: O, Sára! O, Sára!
O, Sára mín; hon er av Selatrað. :,:
In Dublin’s fair city
Where the girls are so pretty
I first set my eyes on sweet Molly Malone
As she wheeled her wheel-barrow
Through the streets broad and narrow
Crying, “Cockles and mussels, alive, alive, oh!”
“Alive, alive, oh
Alive, alive, oh”
Crying “Cockles and mussels, alive, alive, oh”
She was a fishmonger
And sure ‘twas no wonder
For so were her father and mother before
And they both wheeled their barrow
Through the streets broad and narrow
Crying, “Cockles and mussels, alive, alive, oh!”
“Alive, alive, oh
Alive, alive, oh”
Crying “Cockles and mussels, alive, alive, oh”
She died of a fever
And sure no one could save her And that was the end of sweet Molly Malone
Now her ghost wheels her barrow
Through the streets broad and narrow
Crying, “Cockles and mussels, alive, alive, oh!”
“Alive, alive, oh Alive, alive, oh”
Crying “Cockles and mussels, alive, alive, oh”
“Alive, alive, oh Alive, alive, oh”
Crying “Cockles and mussels, alive, alive, oh”
Hon kom til mín nú eitt kvøldið eg afturkomin var.
Eg spurdi og hettar hon svarar: eg sannleikan vil siga fyri tær.
Eg elski teg og bert tín vil vera men tekur tú meg ei eg veit at sorgina ei eg kann bera og í vónloysi tú meg hevur veitt.
Ja, hvat skal eg gera, hon mín nú vil vera, tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær.
Ja, nú veit eg hvat eg vil gera: eina aðra eg finna mær vil, sum trúgv ímóti mær vil verða, til deyðin okkum skilja vil.
Ja, hvat skal eg gera, hon mín nú vil vera, tá eg burtur farin var, hon ein annan valdi sær.
Ja, nú veit eg hvat eg vil gera: eina aðra eg finna mær vil, sum trúgv ímóti mær vil verða, til deyðin okkum skilja vil.
Ja, til deyðin okkum skilja. Áh, til deyðin okkum skilja vil.
Almost heaven, West Virginia, Blue Ridge Mountains, Shenandoah River.
Life is old there, older than the trees, younger than the mountains, blowing like a breeze.
Country roads, take me home
To the place I belong.
West Virginia, mounty mamma
Take me home, country roads.
All my memories gather round her, Miner's lady, stranger to blue water.
Dark and dusty, painted on the sky, Misty taste of moonshine, teardrop in my eye.
Country roads, take me home
To the place I belong.
West Virginia, mounty mamma.
Take me home, country roads.
I hear her voice in the morning hour she calls me,
The radio reminds me of my home far away.
And driving down the road I get a feeling that I should have been home yesterday, yesterday.
Country roads, take me home
To the place I belong.
West Virginia, mounty mamma
Take me home, country roads.
Country roads, take me home
To the place I belong.
West Virginia, mounty mamma.
Take me home, country roads.
Lalala heyhey, lalala heyhey
lalala heyhey, lalalaaaa
West Virginia, mounty mamma, Take me home, country roads.
Lalala heyhey, lalala heyhey
lalala heyhey, lalalaaaa
West Virginia, mounty mamma, Take me home, country roads. Take me home, country roads. Take me home, country roads.