Shalom nr. 1, 2018

Page 1

Shalom BLAÐIÐ Blað nr. 1 - 25. árgangur - juni 2018 - Ísraelsmissiónin

GEVANDI AT VERA VOLON­­ TØRUR Á EBENEZERHEIMINUM Les á síðu 2

ÍSRAEL 70 ÁR Les á síðu 4

Fimm føroyskir volon­tørar í Ísrael Í mai vóru fimm føroyingar við tilknýti til Ísraelsmissiónina volontørar í Ísrael.

Karen Elkjær Abrahamsen av Nesi er volontørur fyri Ísraels­ missiónina á Ebenezerheiminum í Haifa. Hon fór til Ísraels fyrst í mars og skuldi eftir ætlan vera har í seks mánaðir. Nú verður tað helst í 12 mánaðir. Allan mai mánað hava fýra føroyingar verið volontørar í Ísrael gjøgnum Yad va Lev, sum er arbeiðið hjá danska Ordet & Israel. Ísraelsmissiónin sam­ starvar við Ordet & Israel. Tey vóru volontørar í fýra vikur. Tey komu aftur til Føroya fyrst í juni. Føroyskir volontørar í Ísrael. Frá vinstru eru: Elma Mikkelsen, Skála, Birgir Nielsen, Nes, Asbjørn Mikkelsen, Skála, Karen Elkjær Abrahamsen, Nes, og Marjan Nielsen, Nes.

Páskaferð í Ísrael og Jordan Frá 25. mars til 4. apríl 2018 vóru 21 fólk á ferð í Ísrael og Jordan, sum Ísraelsmissiónin skipaði fyri. Í Jordan varð millum annað vitjað upp á Nebo fjalli og í ótrúliga vakra søguliga býnum Petra, ið fyri nøkrum árum síðani varð valdur at vera eitt av

heimsins sjey undurverkum. So varð farið til Eilat í Suður­ ísrael. Síðani varð modellið av tjaldtemplinum vitjað. Eisini varð vitjað í Deyðahavinum, Massada, Genesaretvatninum, Tiberias, Kapernaum, Magdala og Nasaret.

Páskirnar vórðu hildnar í Jerúsalem, og har var ferðalagið við til gudstænastu við ta tómu grøvina páskadag. Á ferðini varð lisið úr Bíbliuni á teimum ymisku støðunum, har vitjað varð. Andaktir vóru morgun og kvøld.

Føroyskt bíbliu­ skeið í Ísrael í 2019 Frá umleið 27. juni til 14. juli 2019 verður aftur føroyskt bíbliu­ s keið í Ísrael. Lut­takara­­talið er av­markað Bíbliuskeiðið verður aftur hesa­ ferð hildið í danska húsinum hjá Ordet & Israel, sum liggur í Poriya, tætt við Genesaretvatnið. Sum heitið sigur, er talan um eitt bíbliuskeið. Tað vil siga, at tað verður bíbliu­ undir­vísing, umframt at vitjað verður á nøkrum av bíbilsku støðunum í Norðurísrael. Teir seinastu dagarnar er ætlanin at vera í Jerúsalem.

Ætlanin er aftur hesaferð at leiga bilar, sum vit sjálvi koyra runt við í Ísrael. Onkur busstúrur verður eisini. Tað er sera heitt í Ísrael hesa tíðina á árinum (30-45 hita­ stig), og tí mugu luttakarar tola nógvan hita. Ísraelsmissiónin skipar fyri. Ferðaleiðarar verða Petra & Jóhan Henriksen og Marna & Frants Jensen. Luttakara­ talið er avmarkað. Áhugað kunnu tekna seg hjá á tel 793002 (Frants) ella 279419 (Jóhan).


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.