Fyndin

Page 1


JULI · 2. ÚTGÁVA · 64 KR

MÍTT SUMMAR

kendir føroyingar fortelja hvat tey fara at gera í summar 4

JOHNNY Í GRÓTINUM

Eg ætli mær at arbeiða til eg verði 100

INGEBORG VINTHER um

Blaðið til tey eldru

Hvat rørist

Hevur tú eitt prei?

Skriva til info@fyndin.fo

TANNHEILSAN HJÁ ELDRI FØROYINGUM Í

Fjórði hvør føroyingar millum 80 og 84 ár hevur ongar tenn. Í staðin fyri hava tey protesu. Tað er úrslitið av granskingarverkætlan, sum varð almannakunngjørd í mars í ár. Birita Ellefsen, tannlækni og granskari, hevur gjørt kanningina fyri Tannlæknafelagið. Kanningin vísti eisini, at tey, ið hava fáar ella ongar tenn, ikki ganga regluliga til tannrøkt og at næstan helvtin av teimum, sum roykja, eru tannleys.

AT ELDAST Í GRØNLANDI

BETRING

Samanborið við lond rundan um okkum er tannheilsan hjá teimum eldru tó sum heild góð, og støðan er betrað munandi seinnu árini. Í dag varðveita fólk í nógv størri mun tenninar.

Í høgum aldri er reglulig fyribyrging, viðgerð og eftirlit av tonnunum sera týdningarmikil. Tað er ein av niðurstøðunum av kanningini hjá Tannlæknafelagnum.

Tað stendur illa til við heilsuni hjá eldri í Grønlandi, hóast glottar eisini eru. Umframt tað trívast tey eldru best, tá tey hava góð familjubond og/ella sosial sambond. Tað eru úrslit frá stórari verkætlan, ið nevnist Arktisk Aldring, AgeArc á enskum, sum Statens Institut for Folkesundhed hevur latið gjørt.

11% av grønlendingum arbeiða framvegis, eftir at teir eru 66 ár (tá kanningin varð gjørd, var pensiónsaldurin 66 ár; hann er seinni hækkaður upp í 67 ár, blðm.). 32% eru virknir, t.e. hava fríviljað ella lønt arbeiði. Men grønlendingar hava torført við at fáa pensiónina at strekkja til. Hinvegin eru familja og kenningar røsk at hjálpa eldri í grønlandi. Men kanningin sigur eisini, at fleiri kenna seg einsamøll – 13% av teimum, sum búgva í býnum, og 28% av teimum, sum búgva á bygd í Grønlandi.

Heilsuliga stendur tó illa til. 77% av grønlendskum eldri hava kroniska sjúku. Men livialdurin veksur tó. Eisini er rúsdrekkanýtslan í Grønlandi lutfalsliga høg, men her eru tey eldru eitt ljóspunkt: Grønlendingar í aldrinum 65-74 ár drekka minni enn teir yngru, og grønlendingar 75 ár og eldri drekka bert gott helvtina av tí, sum tey 18-54-ára gomlu.

VISTI

TÚ...

At ólønta umsorgarnar- og húsarhaldsarbeiðið, sum verður gjørt kring heimin árliga er vert 10,8 trilliónir dollarar?

Tað eru kvinnur og gentur, ið gera meira enn 75% av ólønta arbeiðinum. Og telur tú allar heimsins kvinnur við so er tað í dag nærum onnurhvør, sum ikki kann taka lønt arbeiði á seg orsaka av óløntum umsorgararbeiði.

64-ÁRA PENSJÓNS-

ALDUR MILLUM

ORSAKIR TIL SKRÆDL

– NÝVAL SKRIVAÐ ÚT ELDRI DANIR

Franski forsetin Emmanuel Macron leið, saman við flokki sínum, eitt svíðandi niðurlag í valinum til Europaparlamentið í juni. Ein av orsøkunum sigst vera, at Macron í mars 2023 undirskrivaði eina lóg, sum ger tað møguligt at hækka pensiónsaldurin í Fraklandi upp í 64 ár. Frammanundan hevur pensiónsaldurin verið 62 ár.

Høgravongurin í Fraklandi gjørdist stóri vinnarin, og Rassemblement National, flokkurin við Marine Le Pen á odda, fór avstað við yvir 30% av atkvøðunum, meðan flokkurin hjá Macron, Renaissance, bert fekk umleið 15%. Tað var væntandi, at Marine le Pen fór at vinna, siga keldurnar, men ikki at hon fór at fáa yvir dupult so nógvar atkvøður. Fylgjan var, at Macron útskrivaði nýval. Ikki forsetaval, men til parlamentið, ið er tjóðartingið í Fraklandi.

Tað hevur ikki spælt friðarliga av, at Macron hækkaði pensiónsaldurin upp í 64 ár. Mótmælisgongur hava verið í Fraklandi líka síðani, og fleiri samanbrestir hava verið í gøtunum millum løgregluna og mótmælisfólk.

VIT SOVA BETUR UM SUMMARIÐ

Orsøkin er, at um summarið fáa vit meira dagsljós og tað hevur við sær, at evnið hypokretin verður aktiverað í heilanum. Hypokretin ger okkum vakin og væl til passar um dagin, og ger eisini, at vit sova betur um náttina.

HØGA RÚSDREKKANÝTSLU

Í kanning, sum Landsfelag Pensjónista gjørdi í 2021, vóru tað 57% av teimum eldru í Føroyum (yvir 75 ár), ið als ikki drukku rúsdrekka, og bert 5% av teimum søgdu seg drekka rúsdrekka meira enn eina ferð um vikuna. Men í Danmark, sum føroyingar javnan lena seg ímóti, er rúsdrekkanýtslan millum eldri borgarar høg. Tað kann vera ein trupulleiki, tí eldri tola ikki eins væl rúsdrekka sum yngri, og fleiri av teimum eldru siga seg ynskja at minka um nýtsluna.

Danir hava sum heild høga rúsdrekkanýtslu, og tey eldru eru onki undantak. Tøl frá 2021 vísa, at 33% av donskum monnum millum 65 og 75 ár og 14% av kvinnunum í sama bólki drekka meira enn 10 eindir um vikuna. Ein „eind“ er til dømis ein snapsur, eitt glas av víni ella ein øl/cider. Tað kann vera ein trupulleiki, um persónarnir samstundis taka heilivág, sum mong eldri gera. Eisini brenna eldri ikki alkohol eins væl og yngri, ið merkir, at tey fáa eina hægri promillu av at drekka tað sama.

Kommunurnar í Danmark royna at hjálpa. Tær skipa eitt nú fyri fyrilestrum og temadøgum um rúsdrekka og eldri, sum gevur betri innlit og kann motivera fólk at broyta vanar. Eisini verða fólk útbúgvin, ið hava serliga vitan um rúsdrekka og tað at eldast, og so hava summar kommunur eisini fyribyrgjandi heimavitjanir, har starvsfólk práta við tey eldri um millum annað rúsdrekka.

SAMGONGAN FYLGIR IKKI PENSJÓNSTILMÆLUNUM

FRÁ BÚSKAPARRÁÐNUM

Búskaparráðið mælir til at hækka pensjónsaldurin so nógv, at hann í 2062 verður heili 74 ár. Løgmaður sigur, at tað fara tey ikki at gera. – Tað er rætt, at vit verða alsamt fleiri eldri fólk. Men eg haldi, at tað er trupult at spáa um fráflyting og tilflyting, tá tað byggir á søgulig tøl, tí kreppan í nítiárunum er partur av útrokningargrundarlagnum, segði Aksel V. Johannesen við in.fo. Hann mælir meira til at betra umstøðurnar fyri uppvaksandi ættarliðunum: – Fremsta málið hjá samgonguni er at tryggja, at yngra ættarliðið velur Føroyar til. Tí skulu karmarnir

10

TEY BESTU FERÐAMÁLINI

FYRI ELDRI

Reader’s Digest, sum mong framvegis munnu kenna við danska heitinum Det Bedste, gjørdi í mai í ár eitt yvirlit yvir 10 tey bestu ferðamálini fyri eldri borgarar.

Ovast á listanum stendur Istanbul í Turkalandi, sum verður sagt at vera best, tá tað kemur til virkna ferð. Síðani kemur Athen í Grikkalandi, sum er best fyri túrar við ferðaleiðara. Hvat viðvíkir gamlari byggilist og arkitekturi, verður Rom viðmælt. Og tá ið tað kemur til at fáa virði fyri pengarnar, er Bangkok í Thailandi nevnt sum eitt tað besta ferðamálið.

Um onkur vil ferðast um veturin og vitja marknaðarpláss í býnum, er Tallinn í Estlandi best egnaður, sigur Reader’s Digest. Eitt annað baltaland og tess høvuðsstaður, býurin Vilnius í Litava, er viðmældur til teirra, sum ganga høgt uppí at síggja trekkplástur og attraktiónir. Og triðja baltiska landið og høvuðsstaðurin Riga er viðmælt teimum, ið dáma at síggja framførslur. Fyri fólk til gongu verður høvuðsstaðurin í Tjekkia, Prag, nevndur.

Berlin er besta ferðamálið til teirra, ið vilja vitja ymisk søvn, og tá tað kemur til vælvirkandi almennan flutning, er Helsinki í Finnlandi besta boðið. Sum skilst er talan ikki um ein raðfestan Topp-10-lista, men eitt yvirlit yvir tíggju býir, sum hvør á sín hátt eru bestir at vitja.

um barnafamiljuna og møguleikarnir hjá teimum ungu gerast betri, sigur løgmaður við in.fo, og sigur víðari, at tað skal gerast við at styrkja barsilsskipanina munandi, og við at tryggja, at tað ber til at fáa nakað at búgva í í Føroyum fyri ein rímuligan kostnað. Og við at hava fleiri útbúgvingar enn í dag og skapa eitt veruligt lestrarumvhørvi í Føroyum, segði løgmaður.

Men at fáa tey ungu at veja Føroyar, er bara ein lítil partur av loysnini uppá avbjóðingina sum vit fáa tað vit verða fleiri eldri, sigur Búskaparráðið.

ARVUR OG ARVAAVGJALD Í FØROYUM

Sambært Taks er tað skattafrítt at arva í Føroyum, men eitt arvaavgjald skal tó rindast Skiftirættinum. Hetta gjaldið er millum 1% og 12%, alt eftir hvør arvar, og hvussu nógv arvað verður. Hjúnafelagi og børn rinda 1% í arvaavgjaldi av upphædd undir 1.000 krónur, og 3% av arvi yvir 100.000 krónur. Ímillum har eru fleiri onnur stig av upphædd og avgjaldi. Foreldur, systkin, hálvsystkin og børn hjá hesum rinda minst 4% (við upphæddir upp til 1.000 krónur) og í mesta lagi 6% (við upphæddir yvir 100.000 krónur). Ommur, abbar og eftirkomarar hjá teimum gjalda 7% við upphæddir upp til 1.000 krónur og 9% við upphæddir 100.000 krónur og hægri. Og onnur enn tey omanfyrinevndu gjalda 10% við upphæddir upp til 1.000 krónur og 12%, ið er tað mesta, við upphæddir omanfyri 100.000 krónur.

Sum dømi verður nevnt, at arvur upp á kr. 40.000, ið verður útgoldin til sambúgva (ikki hjúnafelaga), rindar 11,5% í avgjaldi. Arvur, ið verður útgoldin til feløg o.tíl. rindar fast 10% í arvaavgjaldi. Nevndu upplýsingar eru vegleiðandi, skal sigast, og eru fingnir til vega úr „Lov om arveafgift”, ið er galdandi fyri Føroyar.

Í blaðnum hesa ferð ber eitt nú til at lesa styttri og longri greinar við eitt nú samrøðum við Einar Waag, Ingeborg Vinther og Pál Weihe, øll sera virknir pensjónistar, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, um pensjónsaldur, Armgarð Arge um føroyska summarið og mangt annað. Hartil eru krossorða- og sudokuuppgávur at loysa, matuppskriftir og styttri stubbar.

Summarið er komið, og við tí koma fleiri sóltímar og betri møguleikar fyri góðskutíð saman við familju, heima sum uttanlands, men eisini meira tíð til sín sjálvs, og tað kann vera gott, men kann merkja økt einsemi. Fleiri miðlar koyra vegna summarferiu við niðursettari kraft, og hetta blaðið er ætlað at bøta um tað.

Sum skilst fevnir hendan Fyndin sostatt breitt, og vónin er, at okkurt skal vera til ein og hvønn. Ein afturvendandi tema hesa ferð er tó pensjónsaldur, og kemur hetta av, at hann er til viðgerðar í politisku skipanini eins og millum serfrøðingar júst nú. Búskaparfrøðingar mæla til at taka avgerð sum skjótast, meðan politikarar, eins og føroyingar flestir, eru misjavnir á máli. Fyndin avspeglar hetta og hevur fleiri sjónarmið við, væl vitandi, at okkara lesarar eisini hava ymiskar áskoðanir á spurningin.

Men lat okkum í summar lata ósemjurnar hvíla, løða battaríini, njóta góða veðrið og mongu summartiltøkini, føroyska summarið hevur at bjóða, njóta góðan lesnað og á tann hátt endurnýggja orkuna. Føroyska summarið er stutt, tiltøkini mong, og tað ræður um at fáa tað besta burturúr.

Góðan lesihug og gott summar! Jóhann L Ü tzen

Blaðstjóri

Innihaldsyvirlit

16 18 32 26 40 8

BLAÐSTJÓRI: JÓHANN LÜTZEN LÝSINGAR: ÁRNI WINTHER JÁKUPSSON (INFO@FYNDIN.FO) MYNDIR: JÓHANN LÜTZEN, LEIT.FO/FINNUR JUSTINUSSEN, TRÓNDUR DALSGARÐ OG PRIVATAR MYNDIR PRENT: FØROYAPRENT ÚTGEVARI: NORÐLÝSIÐ GRAFISK SNIÐGEVING: KODIO/BARBARA DAHL POULSEN HØVUNDAR: JÓHANN LÜTZEN OG HANSA HANSESN RÆTTLESTUR: SÓLFINN HANSEN REDAKTIÓN: KLAKSVÍKSVEGUR 28, 700 KLAKSVÍK TEL. 456285 HALD: TÚ KANST TEKNA HALD VIÐ AT RINGJA Á TEL. 22 19 91. MYNDIR OG GREINAR ÚR FYNDINI KUNNU IKKI NÝTAST UTTAN LOYVI. Handan blaðið

Greinar

Johnny í Grótinum

8 „Eg ætli mær at arbeiða til eg verði 100“

... um tað fer at bera til, væl at merkja, leggur hann smílandi aftrat. Soleiðis tekur nýggi formaðurin í Búskaparráðnum til, eftir at vit í eina góða løtu hava tosað um eitt tað heitasta evnið í hesum døgum: At vit gerast eldri og eldri

Ingeborg Vinther 26 Ingeborg Vinther um kríggj, høgrarák, lønarsamráðingar og eldrapolitikk

Hon er fødd nakrar fáar mánaðir, áðrenn seinni heimsbardagi endaði. Føðingardagurin er 11. mai í 1945.

Uppskrift frá Café Fríða 14 Eysturlendska perlan

Uppskriftir frá Cakewoman.dk 16 Marsipandessertir

Jóhann Lützen

32 Føroyskur samleiki og føroyskur tjóðskapur

Hvussu samleiki og tjóðskapur koma í lag er ein spurningur, sum onki einfalt svar er til. Klassisku ástøðingarnir Ernest Gellner og Benedict Anderson eru ósamdir á fleiri økjum, men eru samdir um, hvussu samleiki ikki íkemur. Hesin íkemur ikki, tá onki er at allýsa seg í mun til.

Einar Waag

18 Vitjan av floksfeløgum úr Týsklandi

Nakrir týskir floksfelagar frá bryggjaskúlanum í Týsklandi hjá Einari Waag vitjaðu hann í Klaksvík í juni. Tey vitjaðu, umframt sjálvsagt á Föroya Bjór, ymsastaðni í býnum, m.a. á Kósavirkinum, har tey sóu ymisk sløg av fiski og flakalinjum. Tey vóru sera áhugað í virkseminum har, og leiðin gekk eisini til Gásadals. Vit hittu Einar í floksveitsluni í barndómsheiminum hjá honum.

Pál, Armgarð, Súsanna og Árni 40 Mítt summar

4 kendir føroyingar fortelja, hvat tey fara at gera í summar.

@bergur.NET 50 Krossorðagáta og sudoku

JOHNNY Í GRÓTINUM „Eg

ætli mær at arbeiða til eg verði 100“

... um tað fer at bera til, væl at merkja, leggur hann smílandi aftrat.

Soleiðis tekur nýggi formaðurin í Búskaparráðnum til, eftir at vit í eina góða løtu hava tosað um eitt tað heitasta evnið í hesum døgum:

At vit gerast eldri og eldri.

FAKTABOKS

Navn

Føddur

Foreldur

Hjúnafelagi

Børn

Útbúgving

Starv

Hann er ein nógv eftirspurdur maður fyri

tíðina. Bæði í donskum og føroyskum miðlum hevur hann í seinastuni verið spurdur um alt frá verkfalli til ILA. Og í millum undirvísing í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum er hann lopin inn í skrivstovu sína fyri at tosa við meg um aldurssamansetingina í Føroyum, sum broytist soleiðis, at vit gerast lutfalsliga fleiri eldri. Tað, sum vit so pent kalla haldførisavbjóðingina .

TAÐ FER IKKI AT HANGA SAMAN Í LONGDINI

– Tað er sjálvsagt gleðiligt, at vit liva longri, men tað slepst ikki undan, at tað liggur ein búskaparlig avbjóðing í hesum, sigur hann og greiðir nærri frá:

– Vit fara at verða fleiri eldri í mun til yngri. Tann gongdin er longu byrjað, og um onki annað broytist eisini, so verða tað nógv færri, sum arbeiða og rinda skatt fyri hvønn pensjónist. Eisini skal havast í huga, at sum nú er, eru almennu útreiðslurnar serliga høgar fyri tey, sum eru 80 ár og eldri.

Búskaparliga fer hetta ikki at hanga saman. Í øllum førum ikki um vit skulu halda fram við

Johnny í Grótinum

7. august 1975

Karin og Magni Jacobsen, Klaksvík

Durita í Grótinum

Rebekka (2001), Miriam (2003) og Sofía (2016)

Cand.polit frá Københavns Universitet

Námslektari á Fróðskaparsetur Føroya, formaður í Búskaparráðnum og nevndini fyri Landsbanka

Føroya

tí vælferðarsamfelagi, vit hava í dag, við sama tænastustøði og sama skatti. So vit mugu tillaga okkum. Tann heilt stóri spurningurin er hvussu.

VIT ERU LONGRI OG LONGRI Í PENSJÓNSALDRI – TAÐ GONGUR IKKI

Uppgávan hjá Búskaparráðnum er fyrst og fremst at ráðgeva teimum fólkavaldu um, hvussu tey skulu leggja til rættis soleiðis, at skuldin ikki spolar frá vøkstrinum í búskapinum.

– Búskaparráðið hevur mælt politisku skipanini til nøkur átøk, sum kunnu betra um haldførið. Fyrst og fremst er tað pensjónsaldurin, sum má stillast. Tá Føroyar yvirtóku fólkapensjónsøkið síðst í 1980’unum, roknaði mann við, at fólk fóru at liva sløk 15 ár eftir, at tey náddu pensjónsaldurin. Hetta talið er bara vaksið síðani tá. Nú liva fólk í meðal 19 ár eftir, at tey eru 67, og gera vit einki, verða vit fólkapensjónistar í 22 ár um 40 ár. Lutfallið millum tíðina av og á arbeiðsmarknaðinum verður sostatt ógviliga skeiklað. Tað verða lutfalsliga færri og færri, sum rinda skatt, og tað sigur seg sjálvt, at hetta økir nógv um útreiðslurnar

0-15 ár 16-66 ár 67+ ár Tilsamans BÚFJØLD

KELDA: Hagstovan og Búskaparráðið. Viðm. 2023-2062 eru framrokningar

til fólkapensjón eisini. Tí mælir Búskaparráðið at pensjónsaldurin hækkar við einum ári fimta hvørt ár, og at hetta byrjar í 2035. Tað minkar um útreiðslurnar til fólkapensjón, og samstundis vaksa skattainntøkurnar, tí fólk arbeiða í eitt longri áramál.

TVINNIR ERU KOSTIRNIR

– Aftrat pensjónsaldrinum skulu vit eisini fáa tey ungu at støðast í Føroyum; vit skulu effektvisera eldraøkið, og so skulu vit hava eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Men tað er pensjónsaldurin, sum í størstan mun kann loysa haldførisavbjóðingina. Hann vigar mest í hesum høpi. Hann má hækka, og hann má hækka skjótari enn politiska skipanin í løtuni ætlar. Tí í verandi lóggávu hækkar hann bara eitt ár tilsamans. Eitt hálvt ár í 2025 og eitt hálvt ár í 2030 og hetta er ikki nokk.

Um ikki pensjónsaldurin hækkar, so mugu tað vera skattur og avgjøld, ið hækka. Tí hægri skattur kundi eisini verið ein loysn á tann hátt, at vit, samstundis sum vit gerast færri, sum arbeiða, í mun til hvønn pensjónist, rinda meira í skatti meðan vit arbeiða. Soleiðis

kundu vit eisini fingið inntøkur og útreiðslur at hingið saman aftur. Men sjálvur haldi eg ikki, at tað er ein loysn. Tí tað kann hava við sær, at tey ungu velja onnur lond fram um Føroyar. Og ein partur av loysnini er jú eisini, at fáa tey ungu seta búgv í Føroyum.

SAMFELAGIÐ MÁ BROYAST

VIÐ HÆKKANDI LIVIALDRINUM

Johnny í Grótinum veit sjálvandi av, at pensjónsaldurin og hini tilmælini hjá Búskaparráðnum ikki eru einastu neyðugu broytingarnar, nú vit liva longri. Samfelagið má tillaga seg, sigur hann, og tosar um smidleika – bæði til aldrandi kropparnar og til samfelagssligu skipaninar.

– Eg skilji væl, at tað hjá teimum eldru kann kennast, sum at tey ofta verða nevnd í einum neiligum høpi, nú tosað verður so nógv um avbjóðingarnar, sum fylgja við hækkandi livialdrinum. Men tað jaliga í øllum hesum er, at eldri í dag eru eitt heilt annað slag av eldri enn tey, sum fyrr náddu høgan aldur. Í dag hava tey, sum eru farin um pensjónsaldur, framvegis eina ørgrynnu at bjóða

samfelagnum. Kropsliga eru tey ofta væl fyri, og orsakað av, at tey hava livað leingi, hava tey drúgvar lívsroyndir. Og hetta er nakað sum –um tað kemur til sín rætt – vit øll kunnu njóta gott av. Tí tey eldru eru virðismikið tilfeingi. Og her mugu eitt nú kommunurnar uppá banan og tryggja nøktandi tilboð til eldri, sum fremja heilsu og trivnað hjá teimum, bæði kropsliga og sálarliga.

Og eg haldi meg eisini síggja, at vit sum samfelag spakuliga broyta okkara skipanir, so tær hóska betur til, at vit gerast eldri. Eitt ítøkiligt dømi upplivdi eg, tá eg var við til aðalfundin hjá Føroya Banka, sum var herfyri. Nú er Gullak Madsen júst blivin stórpartaeigari har, og umboðið hjá honum á fundinum hevði bert eina viðmerking. Hon var, at 70-ára aldursmarkið fyri at sita í nevndini skuldi avtakast. Umboðið fyri Landsstýrið, sum eigur 35% av bankanum, segði síðani, at hetta var nakað, sum Landsstýrið eisini tekur undir við.

Stutt eftir fór aldursmarkið í søguna og samstundis, tann 18. juni, settu partaeigararnir Marjuna Hanusardóttir í nevndina fyri bankan. Marjun er júst farin um tey 70 og hevur kolossalar royndir sum løgmansstjóri, innan leiðslu á øðrum økjum eisini, og hon kennir samfelagið út og inn.

Tað eru veruliga nýggjar tíðir, tá talan er um aldur og í hesum føri var ein regla so broytt fyri at kunna brúka hetta “nýggja tilfeingið”, um ein kann kalla tað so.

SKILIR TEY, SUM VILJA PENSJÓNERAST

– Tó má eg eisini siga, at eg havi allarstørstu virðing fyri teimum, sum nú nærkast pensjónsaldri og halda, at tey hava gjørt sítt fyri at halda hesum samfelagnum koyrandi og tí ynskja at pensjónerast. Eg havi sjálvur ein pápa, sum langt síðani kundi verið pensjóneraður: Hann er ein 77-ára gamal málara-

1985 2018 2060

Tey eldru í dag eru eitt heilt annað slag av eldri enn tey, sum fyrr náddu høgan aldur

meistari. Fyri eini tveimum árum síðani søkti hann tó Mentamálaráðið um undantaksloyvi til at taka ein lærling. Og júst nú, ímeðan vit tosa, er pápi niðri í sambandi við, at hesin ungi maðurin ger sítt sveinastykki. Hann hevur nú verið á arbeiðsmarknaðinum í nærum 63 ár, og tað er ikki óvanligt fyri tey, sum eru í hansara aldri í dag. Nógv av teimum hava, sum pápi, havt eitt arbeiði, sum er kropsliga krevjandi. So sjálvsagt skilji eg, at summi vilja steðga at arbeiða so skjótt sum gjørligt. Men vit mugu øll minnast til, at hetta snýr seg ikki bara um tey, sum eru eldri í dag ella sum náa pensjónsaldurin um nøkur fá ár. Hetta snýr seg um framtíðina og okkum øll, tí vit gerast jú øll eldri, og helst vilja vit øll varðveita okkara vælferðarsamfelag við sama – ella betri –tænastustøði, sum/enn vit hava í dag.

ÆTLI MÆR AT ARBEIÐA, SO LEINGI EG KANN

Lutfallið millum tey, sum arbeiða og tey, sum ikki arbeiða, er eftirhondini ein aldargomul avbjóðing hjá norðurlendsku vælferðarskipanunum. Javnvág má jú vera millum inntøku frá skatti og útreiðslum til vælferðartænastur. Og gjøgnum hesi mongu árini broytast umstøður og tørvur støðugt. Í løtuni er tørvurin fleiri starvsfólk og fleiri skattgjaldarar. Og samstundis sum tørvurin broytist broytist hugburðurin kanska eisini. Tí meðan fleiri av teimum, sum nú nærkast pensjóns-

aldri, eru troytt og ynskja at pensjónerast, eru tað fleiri av teimum ungu, sum vóna at kunna arbeiða til tey eru rættiliga gomul. Formaðurin í Búskaparráðnum er ein av teimum. Fyri hann hevur arbeiðið so nógv at siga, at hann kann ikki ímynda sær at gevast: – Fyri meg er tað arbeiðið, sum gevur lívinum meining, sigur hann.

– Eg byrjaði at arbeiða sum búskaparfrøðingur í januar 2001. Tá var eg 25-ára gamal. Higartil havi eg sostatt verið á føroyska arbeiðsmarknaðinum í næstan 24 ár. Tá eg einaferð skal frá, er pensjónsaldurin helst farin upp um 70. Men tá havi eg als ikki verið líka leingi til arbeiðis sum pápi mín og fleiri við honum. Eg vænti heldur ikki at eg verði kropsliga slitin niður longu tá, eftirsum eg ikki havi eitt starv, sum er slítandi á tann hátt. Har er munur á mær og pápa. Hann hevur jú brúkt kroppin at arbeiða vð øll hesi árini. Og hetta er eisini nakað, sum er broytt við tíðini. Kropsliga er tað hjá fleiri og fleiri ikki líka krevjandi at arbeiða.

Fyri meg er arbeiðið bæði orkugevandi og meiningsfult, og eg strembi ikki eftir at sleppa av arbeiðsmarknaðinun. Eg síggi eisini nógv upp til hesi eldru fólkini, sum framvegis eru virkin hóast høgan aldur. Pál Weihe og Marjun Hanusardóttir til dømis, og so sjálvandi pápa mín eisini. So um lív og heilsa verður til staðar... so kann eg ikki ímynda mær annað, enn at eg arbeiði, til eg verði 100.

BURÐARDYGG FRAMTÍÐ

Næstan 100 ár í Barentshavinum

Kósarbrúgvin 3, Postsmoga 56, FO-710 Klaksvík, Faroe Islands, Tel +298 409900, Fax + 298 409901, www.jfk.fo, www.kosin.fo

Skálaberg 1933

Skálaberg 1956

Skálaberg 1976

Skálaberg 1989

Skálaberg 2003

Gadus 2009
Gadus 2023

Eysturlendskaperlan

Salat

TILFAR

1 pk Green Lolita salatbløð

½ granatepli

½ agurk

½ mango

½ avokado

150 g vatnmelón

½ appilsin

100 g fetaostur

ARBEIÐSHÁTTUR

Skola salatbløðini í køldum vatni og hakka. Tak kjarnirnar úr úr granateplinum. Skola agurkina væl og hakka í tern. Sker mangoina í strimlar og avokatina, vatnmelónina og hálvu appilsinina í tern. Blanda hetta væl saman.

Dressingur

TILFAR

1½ spsk olivinolja

¼ spsk salt

1 knívsodd svart pipar

½ spsk hvítvínsedikur

1½ spsk hunangur

¼ spsk Sriracha kilisós

½ leim (saft)

ARBEIÐSHÁTTUR

Rør hetta væl saman fyrst, píska ella koyr í hvirluna. Síðani skal hetta blandast saman við salatinum.

PREI

Brúka minni mongd av edik, um tú brúkar vanligan edik.

Til ber at brúka eitt annað kili, men best er um tað er ein flótandi kili.

Jákupsskeljar

TILFAR

200 g føroyskar jákupsskeljar

2 spsk smør

4 fet hvíttleykir

ARBEIÐSHÁTTUR

Koyr smør og fínthakkað hvíttleyk á pannu og hitað. Tá smørið er heitt, koyr jákupsskeljarnar á pannuna í umleið 2 min. Vend til teir eru brúkaðir á báðum síðum. Sálda smøri frá og koyr síðani stoktu jákupsskeljarnar omanyvir salati.

Pynt

TILFAR

80 g pinjukjarnir

½ leim

2 várleykir ella purleykur

ARBEIÐSHÁTTUR

Rist pinjukjarnirnar á turrari, heitari pannu við grovum salti. Sker hálvu leimina í bátar.Hakkað vár- ella purleykin, pyntað omanyvir salati og streið at enda pinjukjarnir oman-yvir.

Ískaffi

TILFAR

1 tsk av pulvurkaffi

1 spsk av putursukri (Brun farin)

2 spsk av kókandi vatni

3-4 ísterningar

2 dl mjólk

1 Anton Berg marsipanbreyð

ARBEIÐSHÁTTUR

Píska kaffipulvur, putursukur og kókandi vatn til tað verður til skúm; hetta tekur umleið 2-3 min. Koyr ísterningarnar í eitt glas og síðani mjólkina. Legg kaffiskúmið omaná. Hakka marsipanbreyðið í smá petti og legg omaná.

Dessert í glas

TILFAR

175 g keks av slagnum Lu Bastogne

200 g karamell

1,5 dl rómi

150 g av jarðberum

120 g (3) Anton Berg marsipanbreyð

ARBEIÐSHÁTTUR

Knúsa keksirnar og koyr tær í gløsini. Koyr karamell omaná keksirnar. Koyr róma omaná. Sker jarðberini og marsipani í smærri bitar og koyr í glasi.

Væl gagnist!

Einar Waag og Elisa Waag

Bryggjaratreff í Klaksvík

EINAR WAAG vitjan av floksfeløgum úr Týsklandi

Nakrir týskir floksfelagar frá bryggjaskúlanum í Týsklandi hjá Einari Waag vitjaðu hann í Klaksvík í juni. Tey vitjaðu, umframt sjálvsagt á Föroya Bjór, ymsastaðni í býnum, m.a. á Kósavirkinum, har tey sóu ymisk sløg av fiski og flakalinjum. Tey vóru sera áhugað í virkseminum har, og leiðin gekk eisini til Gásadals. Vit hittu Einar í floksveitsluni í barndómsheiminum hjá honum.

Einar og floksfelagarnir

gingu í flokki saman á bryggjaraskúla í Týsklandi, og tey hava hitst fleiri ferðir í ymiskum týskum býum

Tað eru 54 ár síðani, at Einar og floksfelagarnir gingu í flokki saman á bryggjaraskúla í Týsklandi, og tey hava hitst fleiri ferðir í ymiskum týskum býum. Síðst tey hittust, gjørdu tey av, at hesa ferðina skuldi tað vera í Føroyum, at tey hittust. Øll eru tó ikki úr

Týsklandi, og Einar Waag kom at búgva í kamari við trimum øðrum nationalitetum.

Umstøðurnar at ganga í skúla tá í 1968-1969 vóru nevniliga sera ólíkar umstøðunum í dag.

Einar og 5 aðrir floksfelagar búðu á sama kamari saman. Teir vóru 3 eysturríkarar, ein føroyingur, ein indonesari og ein bolivianari, og teirra kamar nevndist Útlendingakamarið. Einar og floksfelagin

úr Bolivia vóru 21 ár, meðan onkur av hinum var heilt uppi í 40’unum. Nakrir eru falnir frá, men ikki nógvir, og Einar metir sjálvur, at hann er tann einasti av teimum, sum framvegis er til arbeiðis.

Gomlu floksfelagarnir fingu sjálvsagt eisini rundvísing á bryggjarínum hjá Einari, í kirkjuni, á

Annika Waag tappar Whisky úr tunnuni

bóndagarðinum, og vitjað verður eisini í Gásadali, har gestirnir sleppa at síggja bygg-akurin, sum letur ingrediensir til ølina Múlafoss. Gestirnir sluppu eisini av tilvild at heilsa upp á borgarstjóran.

Seinastu 15 árini hava floksfelagarnir hitst minst 3. hvørt ár, men sum tíðin er liðin, eru teir farnir at síggjast oftari, og tey allarseinastu árini hava tey hitst hvørt ár. Onkrar góðar søgur eru eisini frá teirri tíðini:

Eina ferð vóru teir farnir í býin í einum fólkavogni, har teir vóru 8 fólk í sama bili, og tey komu av óvart til at skøva ein annan bil. Har vóru tvær ungar gentur í, og tey vórðu øll tikin inn á politistøðina. Tey munnu hava verið nakað irriterandi, tí at enda søgdu politistarnir bara „Hau ab!“, ið merkir nakað tað sama sum „Skrubba av!“ á føroyskum.

Eina aðra ferð vóru tey farin á Oktoberfest. Har lógu ein rúgva av fólki eftir einum skráningi, og tá Einar spurdi inn til, hvat tey vóru fyri fólk, fekk hann at vita „Bier Leiche“, ið merkir øl-lík. Tað vóru nevniliga øll tey avdotnu, sum lógu har. Tey vórðu heilt einfalt bara borin út og løgd har, so hvørt tey duttu av.

Einar Waag tosar (næstan) flótandi týskt. Hann hevur lært týskt á studentaskúla, men tey tosaðu so mikið tjúkka dialekt, tá hann kom á skúlan í Týsklandi, at hann ikki skilti nógv meira enn helvtina. Men tað kom so við og við.

Gestirnir steðgaðu eina tíð afturat, og teir fóru á vitjan á Bakkafrosti á Glyvrum, ein túr til Havnar, ein túr til Kirkjubøar, og so omanfyrinevnda túrin til Gásadals, áðrenn leiðin gekk av landinum aftur.

Felagsmynd uttanfyri sølubúðina hjá Föroya Bjór
Góður hýrur á bryggjarunum

Stangavegur 90, 700 Klaksvík Tlf. 455000 www.kosabudin.fo @kosabudin

KÓSABÚÐINI

Mánadag - hósdag 12:00-17:30 fríggjadag 12:00-18:00 leygardag 10:00-16:00

INGEBORG VINTHER

um kríggj, høgrarák, sáttmálasamráðingar og eldrapolitikk

Hon er fødd nakrar fáar mánaðir, áðrenn seinni heimsbardagi endaði. Føðingardagurin er 11. mai í 1945.

ORÐ JÓHANN LÜTZEN | MYNDIR LEIT.FO/FINNUR JUSTINUSSEN

Eg stúri tó ikki bara fyri krígnum, vit uppliva nú. Eg stúri eisini fyri politiska rákinum uttan í heimi, sum eg haldi kann elva til enn meira ófrið

Barnaheimið var í Vági, og hon vaks upp í eini vanligari føroyskari familju. Mamman var heimagangandi, meðan pápin arbeiddi sum smiður. Gerandisdagurin hjá Ingeborg og hinum seks systkjunum var mest spæl, hóast tey eisini skuldu hjálpa til við tí húsliga og neyta- og seyðahaldinum hjá familjuni. Barnaárini vóru góð og fræls.

Foreldrunum báðum dámdi væl at fylgja við tí sum hendi, bæði í Føroyum og uttanlands.

Tað hoyrdi til gerandisdagin at lurta eftir „norðmanninum“ í útvarpstólinum og at lesa føroysku bløðini. Prátið í heiminum var eisini merkt av hesum. Og tað hevði við sær, at Ingeborg gjørdist ein tilvitað ung kvinna, sum var áhugað í øllum samfelagsligum viðurskiftum. Eisini var hon „typan“, sum dúgliga tók lut í kjaki og ikki var bangin fyri at siga sína meining. Hesi evnini hava fylgt henni gjøgnum skjótt 80-ára langa lívið. Enn fylgir hon við, hevur sterkar meiningar um sína samtíð og í løtuni eisini hvassar atfinningar til tey, sum stýra landinum.

KRÍGGJ

– Øll kríggj eru óhugnalig og tað, at tað nú er kríggj í Europa, er onki undantak. Tað ávirkar sjálvsagt á ein serligan hátt, tá tað er so nær við. Tað slepst ikki undan, at ein fer at stúra, um kríggið kann breiða seg til onnur lond, og um kjarnorkuvápn. Tó er hetta ikki nakað, eg hugsi um dagliga, tað ber ikki til tí; so hevði eg spilt mær lívið. Men eg kann heldur ikki siga, at eg slett ikki stúri. Tí tað geri eg. Eg minnist jú tíðina aftaná seinna heimsbardaga, tá eg var smágenta. Eg minnist tey, sum høvdu mist,

og hvussu smátt tað var hjá nógvum, tí tað var trupult at koma fyri seg eftir kríggið. Tí øtist eg, tá eg hugsi um, hvussu tengd vit í Føroyum eru at ódemokratiskum londum so sum Kina og Russlandi. Vit eiga at gera alt, vit kunnu, fyri at sleppa undan at samstarva við slík lond. Eg skilji ikki, at vit framvegis gera samstarvsavtalur við hesi londini og keypa vørur frá teimum. Eg stúri tó ikki bara fyri krígnum, vit uppliva nú. Eg stúri eisini fyri politiska rákinum uttan í heimi, sum eg haldi kann elva til enn meira ófrið, sigur Ingeborg.

YTSTA HØGRA Í MENNING

– Tíbetur síggi eg tað ikki í Føroyum, hóast tað heilt víst eisini ger seg galdandi her, men í øðrum londum tykist tað, sum at víðgongd høgrarák eru við at fáa ordiligt fótafesti. Tað órógvar meg. Summir av hesum flokkunum fara so langt til høgru, at tað byrjar at minna um fascismu og nazismu. Politikkur og politiskar meiningar skulu vera fjølbroyttar og bæði til høgru og til vinstru. Men tá tað fer ov langt, óansæð hvønn veg, so kann tað verða ein vandi fyri heimsfriðin. Her haldi eg, at upplýsing skal til. Ung mugu vera betur upplýst um, hvat slíkir tankar kunnu føra til, sigur Ingeborg Vinther.

STØÐAN Á FØROYSKA

ARBEIÐSMARKNAÐINUM

Ingeborg er uppvaksin við fakfelagsarbeiði, og hetta gjørdist eisini ein stórur partur av hennara starvsleið. Hóast hon ikki longur er mitt í eldinum, og skal bera tað á sínum herðum, tá alt samfelagið steðgar upp orsakað

Eg sakni dagførdar karmar til vaksandi fjøldina av eldri fólkum, sum ikki eru, sum eldri fólk vóru fyrr

av verkfalli, so fylgir hon væl við. Og hon er ikki nøgd við tað, hon sær. – Eg skilji ikki, at sitandi landsstýri ger nakað so tápuligt sum at áseta eitt politiskt lønarlyft. Slíkt skapar split millum starvsbólkar og elvir sjálvsagt eisini til órógv á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú órógvar tað lønarsamráðingar. Og tað hava vit eisini sæð aftaná. Um landsins ráðandi ynskja at lyfta ávísar lønarbólkar, eiga tey at gera tað í w . Eg haldi, at tey, í sambandi við lønarsamráðingarnar, áttu at givið teimum lágløntu – bæði á umsorganarøkinum og verkafólkunum eisini – eitt munandi lønarlyft, út um karmin.

STØÐAN HJÁ FØROYSKU

FAMILJUNUM

– Tá tað er sagt, so skuldu tey lágløntu hava eitt ordiligt lønarlyft. Seinastu árini er alt vorðið dýrari, og tað hevur gingið harðast útyvir tey, sum tjena minst. Seinastu tíðina eru tað nógv, sum ikki hava fingið endarnar at røkka. Munurin á teimum, sum tjena mest, og teimum, sum tjena minst, veksur bara. Tað kemst millum annað av, at tá samráðast skal um løn, so eru tað prosentir, sum samráðst verður um. Tá tey, sum tjena mest, fáa 4 prosent í lønarhækkan, so fáa tey sjálvsagt nógv meira enn tey lágløntu, tá tey fáa somu prosentini. Tí haldi eg, at samráðingarnar skulu vera í krónum og ikki í prosentum. Og tað er sjón fyri søgn, at nógv hava tað ov trupult, tá bankar ikki vilja geva eini vanligari arbeiðarafamilju eitt húsalán. Hetta er ein øgiliga skeiv gongd, og vit trýsta ung av landinum við hetta lag. Tá ein vanlig arbeiðarafamilja, har bæði foreldrini arbeiða, ikki kann seta føtur undir egið borð, er okkurt púra gali við samfelagnum!

VANTANDI ELDRAPOLITIKKUR

– Tey siga, at vit verða fleiri og fleiri eldri, tí livialdurin hækkar. Hetta er ein stórur fyrimunur, tí vit geva so nógv til samfelagið. Eisini vit í pensjónsaldri. Vit eldru gera til dømis serstakliga nógv sjálvboðið arbeiði. Vit ansa barnabørnunum, tá foreldrini hava tørv á tí, og vit vitja onnur gomul, sum kanska eru einsamøll. Um tað almenna skuldi veitt alt tað, sum vit gera, so hevði tað kostað teimum nógv. Í hesum sambandi sakni eg veruliga føroyskan eldrapolitikk. Í grundini haldi eg ikki, at vit hava nakran eldrapolitikk yvirhøvur, eitt nú tá talan er um pensjónskipan og arbeiðsog bústaðarmarknaðin.

Við okkara lívsroyndum og tíðini, sum vit fáa, tá vit ikki eru á arbeiðsmarknaðinum longur, eru vit veruliga gráa gullið. Og nú arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir starvsfólkum, haldi eg, at politiska skipanin átti at komið við betri loysnum til pensjónistar, sum ynskja at arbeiða. Pensjónsskipanin átti at verið smidligari, enn hon er í dag, og tað skal loysa seg betur hjá pensjónistum at arbeiða. Aftrat hesum megnar tað almenna framvegis ikki at veita nøktandi eldrabústaðir. Bústaðir skuldu gera íbúðir til tey eldru, men tær eru alt ov dýrar. Tey eldru verða tí fangað í ov stórum húsum, sum ungar familjur kundu búð væl í.

Eg sakni dagførdar karmar til vaksandi fjøldina av eldri fólkum, sum ikki eru, sum eldri fólk vóru fyrr. Serliga tá tað kemur til arbeiðsog bústaðarviðurskifti. Vit mugu kunna arbeiða, um vit vilja tað, uttan at verða revsað fíggjarliga, og vit mugu hava møguleika til ein hóskandi bústað. Hetta skal til, um samfelagið til fulnar skal gera brúk av okkum eldru, sigur Ingeborg at enda.

REYÐA KROSS VITJANARTÆNASTAN

Í hesum økjum kanst tú vera sjálvboðin vitjanarvinur ella fáa vitjan:

Eiðis kommunu ▪ Eysturkommunu ▪ Fuglafjarðar kommunu

▪ Nes kommunu ▪ Norðoyggjum ▪ Runavíkar kommunu

▪ Sandoy ▪ Suðuroy ▪ Sørvágs kommunu ▪ Tórshavn ▪ Vága kommunu ▪ Vestmanna

Ring á tel. 28 36 30 ella skriva til vitjanartaenastan@redcross.fo ella finn upplýsingar hjá virksemisleiðara í tínum øki á redcross.fo/vitjanartaenasta/

Føroyskur samleiki og føroyskur tjóðskapur

Hvussu samleiki og tjóðskapur koma í lag er ein spurningur, sum onki einfalt svar er til. Klassisku ástøðingarnir Ernest Gellner og Benedict Anderson eru ósamdir á fleiri økjum, men eru samdir um, hvussu samleiki ikki íkemur. Hesin íkemur ikki, tá onki er at allýsa seg í mun til.

Landafrøðiliga staðsetingin av Føroyum í Atlantshavinum hevur í eini tíð við sera avmarkaðari skipaferðslu havt náttúrligu avleiðingina, at oyggjarnar, eins og Ísland, í stóran mun hava ment seg óheft frá øðrum londum og á tann hátt hava fingið tjóðskaparlig sereyðkenni.

FØROYINGAR HOMOGENIR OG TÓ SO SAMANSETTIR

Sambært flestu ástøðingum vóru fyrstu íbúgvarnir í Føroyum av írskum uppruna. Írskir munkar, ið leitaðu sær norðureftir fyri at liva í friði og náðum, kanska so tíðliga sum í 7. øld ella enn fyrri. Tá Haraldur Hárfagri savnaði Noreg, flýddu mangir norskir stór-menn vestur í hav til tess at sleppa undan at verða lagdir undir skattskyldu til Harald kong. Eitt sindur skemtingarsamt ber tí til at siga, at teir fyrstu føroyingarnir vóru norðmenn, ið ikki vildu rinda skatt. Hesir norrønu landnámsmenn hava møguliga tikið írsku munkarnar av døgum og yvirtikið oyggjarnar. Eisini bendir gransking á, at hesir víkingarnir hava lagt inn

í bretsku oyggjunum og fingið sær kvinnur við haðani. Einstøk føroysk orð stava úr gæliskum ella keltiskum, sum hugsandi er, at hesar kvinnurnar hava brúkt, meðan menninir tosaðu norrønt.

Mentanarliga var ikki stórur munur á íbúgvunum í Noregi og Føroyum tær fyrstu øldirnar eftir landnámið. Málið var tað sama, nevniliga norrønt, og eftir 200-ára sjálvræði fóru Føroyar aftur til norsku krúnuna sum lið í kristnanini av oyggjunum (ella øvugt?).

Eftir hetta eru fáir upplýsningar til skjals, men tær næstu øldirnar hava føroyingar og norðmenn tosað sama mál. Fyrsta ábendingin um, at mál føroyinga byrjar at menna seg burtur frá tí norrøna, verður vanliga mett at vera frá umleið 1405, tá Húsavíkarbrøvini eru dagfest til. Tvey áratíggju frammanundan varð Noreg, og harvið Føroyar og Ísland somuleiðis, í teoriini eisini Grønland, sameint við Danmark. Áður enn hetta hava føroyingarnir neyvan mett stórvegis mun vera á sær og norðmonnum. Í føroysku kvæðunum, ið stava frá miðøldini, eru tað norsku kongarnir, ið

Føroya Løgting og Amtmansborgin at kalla lið um lið avmynda væl tvístøðuna millum føroyska samleikan og formliga danska nationalitetin, ið ger seg galdandi í Føroyum MYND: Løgtingið

verða heiðraðir. Kvæði er somuleiðis eisini um norska Ólav kong, sum stríðist ímóti danska og svenska konginum, og her er heilt greitt, at samhugin er hjá norska konginum, sum tó tapir. Føroyska ólavsøkan, sum framvegis verður hildin, er upprunaliga minnishøgtíð (vøka) um ein norskan kong, og føroyingurin

Sigmundur Brestisson, ið gjørdu Føroyar kristnar, var í tænastu hjá norska konginum.

UNDIR DANAKONG OG DANSKA TRÚBÓT

Men í 1380 gerast Føroyar partur av danska ríkinum. Kongurin situr nú í Keypmannahavn, og tað er honum, teir skulu sýna trúskap. Handilssambandið til Føroya flytur eisini við tíðini úr Bergen og til Keypmannahavnar. Sjálvsagt er tað ein anakronisma at tosa um nakra tilvitaða samleikafatan um hetta mundið, men trúskapur mótvegis kongi hevur heilt vist havt nógv at siga fyri føroyingar. Føroyingurin fekk longu tíðliga í lívinum at vita, at hann skuldi vera trúgvur mótvegis

Guði og kongi. Men beint tvørturímóti hinum londunum í Vestur- og Norðurevropa, har

Trúbótin gjørdi seg galdandi í 1530'unum, var hendan eitt málslig afturstig fyri Føroyar. Undan Trúbótini sungu føroyingar sálmar á føroyskum, tó at ritualini vóru á latíni. Men ein av avleiðingunum av Trúbótini var, at prædikast og syngjast skuldi á móðurmálinum, og trupulleikin við tí var, at prestarnir í Føroyum vóru danir (umframt hendinga norðmenn). Teirra móðursmál var danskt, og tað varð avgjørt, at eftir trúbótina skuldu prædikurnar og sálmasangurin ganga fyri seg á donskum, eisini hóast tað um tað mundið fanst eitt føroyskt mál, sum meginparturin av íbúgvunum tosaðu. Hetta varð ikki broytt fyrrenn í 1936, tá loyvt varð at tosa føroyskt í kirkjunum, og tá má sigast, at mentanarliga eindin, ið átrúnaðurin hevði verið karmur um, ikki longur var til staðar, tí fleiri frísamkomur hava fingið fótin fyri seg tá. Í miðøldini var átrúnaðurin eitt sterktbindilið, og fyri Føroyar var hetta stórt sæð tað einasta, ið menti seg í takt við menningina á evropeiska fastlandinum. Málið og mentanina høvdu føroyingar fyri seg sjálvar, meðan átrúnaðin høvdu teir til felags við alt Norðurevropa. Og

Føroya Fólkaháskúli á síni ivaleyst mest ikonisku staðseting í Føgrulíð á Borðoynni 1900-1909. Sum fyrsti stovnur, har undirvíst varð í føroyskum, gjørdist háskúlin avgerandi liður í menningini av tjóðskaparrørsluni MYND: Nám/KVF

Sigmundur Brestisson verður vanliga framsettur sum ein hetja fyri at hava boðað kristindómin í Føroyum. Men hann var eisini høvuðsmaðurin í at fáa Føroyar inn undir Noreg og harvið undirlagdar ikki-føroyskt ræði MYND: Wikimedia Commons/Arne List

Perman á Frøði 1/2006 . August G. Wang, granskari, prógvar við genkanningum, at mannligu føroysku ílegurnar í mestan mun koma úr Noregi og kvinnuligu ílegurnar úr Bretlandi/Írlandi. Sostatt eru flestu føroyingar av blandaðum norskum/írskum/bretskum uppruna

MYND: Frøði

tað er greitt, at við at hava danskt sum heilagt mál, umframt sum lógarmál, hevur hetta verið við til at givið danska málinum ein myndugleika fram um tað føroyska málið. Í 17. og 18. øld eru sera fáar keldur yvirhøvur, og alt bendir á, at føroyingarnir eru vorðnir meira og meira integreraðir í danska ríkið. Prestarnir vóru danir, undirvísingin í skúlunum fór fram á donskum, dómstólurin var føroyskur, men danskt mál varð nýtt, tí onki føroyskt skriftmál var at føra protokollirnar við. Føroyskt mál fanst bara sum talumál. J. C. Svabo mælti føroyingum seinast í 18. øld til antin at gevast við at tosa føroyskt og tosa danskt, ella at fara aftur til norrønu røturnar.

At danska málið var tað dominerandi málið verður av mongum roknað sum mentanarlig imperalisma, serstakliga í tjóðskaparromantiskum ljósi. Hetta má tó sigast at vera ein eftirrationalisering, í og við at har ikki finst nakað skjal um, at danskt skal tosast, og alt bendir á, at hetta heilt einfalt er gjørt av praktiskum ávum. Føroyskt hevur onki skriftmál, og okkurt skal jú skrivast niður.

Menningin av einum føroyskum tjóðskapi byrjaði á mentanarliga økinum, eins og so manga aðra staðni. Jens Christian Svabo (1766-1824) kann sigast at hava byrjað hesa menning við síni kvæðainnsavning, men hen-

dan innsavning steðgaði longu áðrenn Napoleonskríggini, fyri síðani at verða endurlívgað av danska granskaranum H. C. Lyngbye í 1820unum. Innsavningarnar vóru í høvuðsheitum av fólkalívsfrøðiligum og antikvariskum slagi; at vísa eftirtíðini, hvussu føroyskt mál einaferð hevði verið. Eins og íslendingarnir vóru føroyingar mest áhugaðir tí, at gerandisdagurin gekk sína dagligu gongd. Tjóðskaparliga samleikamyndnin ella mentanarliga tjóðargerðingin fanst bert á bókmentaliga stiginum við innsavning av tekstum. Tá presturin J. H. Schröter í 1823 gav út Matteusar Evangeliið á føroyskum, varð hetta bæði av dønum og føroyingum roknað sum halgibrot. Halgu tekstirnir kundu ómøguliga verða útgivnir á føroyskum. Heilt annarleiðis gekst, tá hann í 1832 gav Føroyingasøgu út. Hetta slagið av bókmentum var meira fólksligt, og vakti tískil onga serliga mótstøðu millum fólkið. Tað var í lagi at útgeva á føroyskum, bert ikki í almennum ella kirkjuligum høpi. Tað halga skuldi vera á donskum; tað fólksliga kundi gott vera á føroyskum. Verkið Føroyingasøga var fyrsta veruliga føroyska bókin, ið varð útgivin, og hon skuldi seinni vera byrjanin til komandi málstríðið, ið aftur skuldi vera byrjanin til tær fyrstu politisku og tjóðskaparligu rembingarnar.

MISSA NOREG ÚR

FELAGSSKAPINUM

Verður sæð burtur frá mununum í tíð, kann tjóðskaparliga sjálvsfatanin í vesturnorðurlendsku londunum síggjast á hendan hátt: Danmark, Noreg, Ísland og Føroyar vóru øll í sama politiska stati í 1813. Danmark tapti tá Noreg til Svøríkis, men norðmenn valdu við eina av fyrstu fólkaræðuligu atkvøðugreiðslunum nakrantíð tann danska krúnprinsin Christian Frederik til kong í Noregi. Hetta kann síggjast sum ein roynd at halda eina hurð opna til Danmark og harvið møguleikan við at fara aftur undir donsku trúnuna. Hetta varð tó steðgað við svenskum hernaðarvaldi. Ísland gjørdist skjótt politiskt sjálvstilvitað og byrjaði longu tíðliga at seta donsku trúnuni krøv, meðan Føroyar endaðu mitt ímillum, og enn í dag er talan um eitt stórt 50/50, har helvtin helst vil vera saman við Danmark, meðan hin helvtin helst við hava eina loysn, ið minnir um ta hjá Íslandi. Hetta kjakið botnar í politiska veruleikanum, og tað heldur áfram við at býta føroyingar í tveir javnt stórar bólkar.

KELDUR

Tað var í lagi at útgeva á føroyskum, bert ikki í almennum ella kirkjuligum
høpi. Tað halga skuldi vera á donskum; tað fólksliga kundi gott vera á føroyskum

Føroyska støðan er fyrst og fremst søguliga, og harnæst politiskt, grundað. Hóast mentanin hevur ment seg leyst frá teirri donsku í øldir, kenna mong framvegis bond tann vegin. Hetta kann hugsast at vera eitt dømi um imagined communities ella „ímyndað samfeløg“ (sum granskarin Benedict Anderson viðger), men botnar djúpri; men í botn og grund er tað politikkurin, sum er tað altavgerandi. Fyri báðar vengur er tað týdningarmiklasta at fáa sína fatan eisini at vera fatanina hjá politiska meirilutanum.

Sostatt kunnu eygleiðast tvær slóðir í føroysku samleikafatanini; tann konservativa, sum ikki sær nakra andsøgn í at hava ein danskan nationalitet/tjóðskap, eins og tað framgongur í reyða passinum, og ein føroyskan samleika, og sum tí ikki sær eina orsøk til at broyta nakað, og tann tjóðskaparliga, ið metir hesi bæði útiloka hvørt annað, í og við at samleiki og tjóðskapur í teirra verð ikki kunnu skiljast sundur. Hendan tvístøðan hevur livað í Føroyum minst 130 ár, og alt bendir á, at hon fer at liva í mong ár framyvir.

• Anderson, Benedict: Imagined Communities: Reflections on the Origin and Spread of Nationalism . Verso, 1983

• Debes, Hans Jacob: Nú er tann stundin… Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1982

• Debes, Hans Jacob: Færingernes land . Multivers 2001

• Gellner, Ernest: Nations and nationalism . Cornell University Press 1986

• Joensen, Jóan Pauli: "At finna og uppfinna tað føroyska". I: Fróðskaparriti 38-39 , Tórshavn 1988-1989, s. 28-38

• Rasmussen, Petur Martin: Den færøske sprogrejsning . Føroya Fróðskaparfelag, Hoydalar 1987

FØROYSKUR SAMLEIKI OG FØROYSKUR

betri heim? Hvat er eitt

Lívið er ein ferð, og umstøðurnar á ferðini broytast allan vegin.

Tørvirnir, ið vit seta til eitt heim, eru ikki teir somu, tá vit seta búgv fyrstu ferð og stovna familju, sum tá reiðrið er vorðið tómt.

Vit á Betri Heim eru har, óansæð hvørjar umstøðurnar eru. Vit hjálpa til við søluni frá byrjan til enda, soleiðis at tykkara ferð til eitt betri heim gerst so góð sum til ber.

Bráðsjúkutrygging

Fíggjarlig hjálp alt fyri eitt tá ið álvarsom sjúka rakar

Tá ið Alzheimers, Parkinson ella aðrar álvarsamar sjúkur raka, mást tú sleppa øllum og savna teg um viðgerðina. Tað krevur nógv at fóta sær, tá ið lívið soleiðis verður kollvelt.

Við Bráðsjúkutryggingini veita vit tær eitt munandi útgjald alt fyri eitt, tá ið ávísar álvarsamar sjúkur verða staðfestar. Soleiðis sleppur tú undan fíggjarligari stúran og kanst nýta alla orku til at hugsavna teg um tað týdningarmesta: teg og familjuna.

Tá ið tryggingin verður teknað, gert tú av, hvussu stórt úgjaldið frá Bráðsjúkutryggingini skal verða, og vit blanda okkum ikki í, um tú nýtir pengarnar til serlæknaviðgerð, hjálpartól ella um tú fert á eina kærkomna feriu.

Les meira um Bráðsjúkutryggingina og hvørjar sjúkur eru dekkaðar her:

ella ring á 348 700 og lat okkum greiða tær frá.

Válgara ella velling?

Vit liva, vit droyma og vit ynskja.

Framtíðin er her, áðrenn vit varnast tað, og tí mugu vit fyrireika hana nú.

Droymir tú um válgara ella velling sum pensjónistur?

Ynskir tú válgara, mást tú spara upp til pensjón. Annars verður tað vellingur.

Tað, sum tú gert í dag, ávirkar teg jú í morgin –og tá ið tú ert vorðin pensjónistur.

Vit ráðgeva um penjsón við støði í lívi, dreymum og ynskjum tínum.

Ring 348 700

– og fá eitt prát ella skriva til betri@pensjon.fo

Mítt summar

4 kendir føroyingar fortelja, hvat tey fara at gera í summar.

Best at vera í Føroyum um summarið (...) ein kann fara av landinum beint eftir
ársskiftið í hitan og sól, tá ið allarmyrkast og grátt er her á landi

Pál Weihe

Gamlar gøtur, barnabørn og arbeiði

Eg verði heima og til arbeiðis alt summarið.

Tað stilla summarskeiðið fari eg at skriva nakrar granskingarumsóknir og at hugsa um, hvussu vit best skipa priméru heilsutænastuna í Føroyum. Og so fari eg vónandi nøkur vikuskifti vestur í barnaheimið í Sørvági og at sigla eftir

Sørvágsvatni við fýramannafarinum, sum stendur klárt á flúgvarabedingini. Og kanska tíma nøkur av abbabørnunum at koma við suður í Oyrar at tjalda og fiska síl.

Armgarð Arge

Mítt summar er rokaligt og føroyskt

Eg eri altíð heima í Føroym um summarið. Eg havi altíð hildið, at í juli má mann vera heima á oyggjunum. Allur dagurin, sum hann er, er so ljósur, litirnir bjartir og alt angar av summari. Heilt serstakt fyri okkara oyggjaland.

Vit eiga tvær døtur í Føroyum, og tvær búgva í Danmark. So mítt summar er børn og ommubørn í rúgvuvís. Tað er nógvur matur at gera, bollar at baka og nógv elskulig børn at mussa og syngja fyri. Ommubørnini eru níggju í tali og í øllum aldri, so summarið er rokaligt, og eg elski tað.

Súsanna Olsen

Best er at vera heima um summarið Í ár liggur tó fast, at eg skal við Norrönu til Danmarkar vikuna aftaná ólavsøku.

Mær dámar annars best at vera í Føroyum um summarið, har oyggjar okkara eru bergtakandi vakrar; veðrið kann vera gott, og ljóst er nærmast

alt samdøgrið. Summarið í Føroyum hevur eitt heilt serligt huglag. Næstan øll, sum annars liva í útlegd, eru heima. Meginparturin av teimum ungu, sum lesa ella starvast uttanlands, koma heim at vera saman við sínum kæru nakrar vikur, vitja familju og kenningar, arbeiða sum frítíðaravloysarar og so framvegis. Hetta er so stak hugnaligt – so síðani eg flutti heim aftur til Føroya í 2011, havi eg sjáldan ferðast um summarið… Goymi mær 1-2 vikurs feriu, so ein kann fara av landinum beint eftir ársskiftið í hitan og sól, tá ið allarmyrkast og grátt er her á landi.

Árni Gregersen

„Heim“ til Bornholm

Beint eftir ólavsøku fara eg og kona mín saman við beiggja hennara og konu hansara til Bornholm at halda summarferiu í 14 dagar. Eg eri í Bornholm tríggjar ferðir um árið, og havi búð har í 12 ár. Har dámar mær ógviliga væl.

Restina av summarferiuni veri eg heima í Føroyum. Og nógv er at gera, hóast ein ikki skal til arbeiðis. Vit hava ein stóran urtagarð í Søldarfirði, sum skal røkjast, og húsini skulu eisini hava eitt sindur av viðlíkahaldi.

Og so eru tað abbabørnini, sum eru virkin í ítrótti. Mær dámar væl at fylgja við teimum. So tað verða nakrir dystir av fótbólti og sandflogbólti, sum eg fari at hyggja at.

Tá mann sum eg starvast í miðlunum, er ikki altíð so lætt at halda frí. Og eg havi ikki altíð dugað hetta so væl. Men sum eg eldist, dugi eg betur at síggja, hvussu týdningarmikil frítíðin er.

Klaksvíkar

svimjing vælvera

Kostnaður:

Børn

Svimjing kr. 30,Klippikort, 10 túrar kr. 190,Klippikort, 20 túrar kr. 350,-

Vaksin

Svimjing kr. 50,Klippikort, 10 túrar kr. 350,Klippikort, 20 túrar kr. 650,Mánaðarkort, svimjing kr. 360,Mánaðarkort, vælvera* kr. 720,* Atgongd til svimjing íroknað

Pensjonistar

Leiga Vælveruøkið:

Týs kl. 21.00 - 23.00

Mik kl. 19.00 - 23.00

Hós kl. 21.00 - 23.00

Frí kl. 21.00 - 23.00

Ley kl. 19.00 - 23.00

Sun kl. 18.00 - 22.00

Kostnaður:

Inniøkið kr. 1.800,-

Svimjing kr. 30,Klippikort, 10 túrar kr. 230,Klippikort, 20 túrar kr. 430,-

Vælvera - 16 ára aldursmark

Fyrrapart, mán - frí kr. 70,Seinnapart, mán - frí kr. 100,Vikuskifti kr. 110,Klippikort, 10 túrar kr. 800,Klippikort, 20 túrar kr. 1.400,Atgongd til svimjing íroknað.

Vælvera - Pensjonistar

Vælvera kr. 50,Klippikort, 10 túrar kr. 400,Klippikort, 20 túrar kr. 600,Atgongd til svimjing íroknað.

Inni- og útiøkið kr. 3.600,-

Leigutíðin er 2 tímar

Svimjihøllin er opin:

Mán kl. 06.45 - 08.45

Týs kl. 06.45 - 08.45

kl. 14.00 - 20.00

Mik kl. 06.45 - 08.45

kl. 14.00 - 17.00

Hós kl. 06.45 - 08.45

kl. 14.00 - 20.00

Frí kl. 06.45 - 08.45

kl. 14.00 - 20.00

Ley kl. 09.00 - 10.00

Fyri pensjonistar

kl. 10.00 - 17.00

Sun kl. 08.00 - 10.00

kl. 14.00 - 16.00

Uttanduraøkið nú við tveimum hitapottum sauna, kaltvatnspotti, kaltvatnsspann og brúsu.

Bílegg Vælveruøkið á www.kid.fo

Stilla køliskáp og frystiboks

rætt inn og spar streym

Hitin í einum køliskápi eigur at vera umleið fimm hitastig, og kuldin í frystiboksini eigur at vera umleið 18 kuldastig. Fyri hvørt stigið tað er kaldari, veksur elnýtslan umleið 2-5%.

Tiðna mat í køliskápinum

Brúkar tú køliskápið at tiðna mat í, sparir tú streym samstundis. Kuldin frá einum kilo av frystum kjøti svarar til elnýtsluna, ið eitt vanligt køliskáp nýtir í ein tíma.

Sløkk ovnin og undir grýtuni, áðrenn maturin er liðugur

Eitt gott ráð er at brúka sokallaða fyri- og eftirhitan, uttan at tað ávirkar góðskuna á matinum.

Set matin inn, tá ið tú tendrar ovnin

Sløkk ovnin 10 minuttir, áðrenn tú tekur steikina úr ovninum.

Grýtuni nýtist ikki at standa á tendraðari plátu alla tíðina. Sløkk fimm minuttir áðrenn maturin er liðugur.

Ein grýta við ongum loki brúkar upp til tríggjar ferðir so nógva orku sum ein við loki.

Kóka við minst møguligum vatni.

Brúka røttu køkstólini

Tað er væl bíligari og effektivari at kóka vatn í elketlinum enn í grýtu ella ketli á komfýrinum. Breyð skal ristast við breyðristara heldur enn í ovninum.

Fá fleiri góð ráð um streymnýtslu á sev.fo

Nýt el við skili

Góð ráð um streym

Tekna hald av Fyndini

Ynskir tú at tegna eitt hald av Fyndini?

KROSSORÐAGÁTA

©bergur .net 2024 1 STUNI SKEIÐ 2 ANNO DOMINI 3 HJÁLJÓÐ TROKAR SLAG

4 5

LEGGUR TIL MERKIS

ÍTRÓTTAFÓLK NAVN

KENN. STAVIR (SKIP) LJÓÐ LETUR HOL

GNADDA

DOPINGAREVNI LAND Í AFRIKA SVÍMA

TRØLLIÐ HOL RÁNDÝR GRØNMETI DESIGRAMM

TVEIR FUGLAR VIRKA FEKK SÆR FRÍTT TÓNI SANGUR

51 SPANSKUR HARRI GÆTUR ÚTGJAR LONGST INNI

ARBEIÐSGENTA

PIMPING

LEGGJA SAÐIL Á

TVØRLYNDI FRANSKUR BÝUR KROPSPARTUR

TIL

LØKUR PURRA

GRIKKALAND

6 SITA UNDIR BARNI RYKK

TOSAÐ ANNARS LIVI VET FÁA SÆR

RULLA 2 EINS VALSKEIÐ IKKI

GAMALT PRÓVTAL HAVNA ÓLÁTAÐAR

Hetta er heitið á einum føroyskum kappakvæði.

Hvussu kallast ein kendur japanskur tekniháttur?

Hesin býur er hin triðstørsti í amerikanska statinum Florida.

Klædnaplagg. sum er partur av føroyska búnanum.

Statur í USA, har høvuðsstaðurin eitur Tallahassee.

FRAMDI

Hvussu kallast Skotland á gæliskum? 1 2 3 4 5 6 S U D O K U

KOYRI

Lækkaðir umsitingarkostnaðir

Tað er vorðið

enn bíligari at

megnað at lækka umsitingarkostnaðin. 1. januar 2024 fór umsitingarkostnaðurin úr 4 prosentum niður í 3 prosent.

Harafturat lækkaði fasti árligi kostnaðurin úr 180 krónum niður í 150 krónur.

liv.fo
títt

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.