2020 Europa League- B36-FCI Veladia Tallinn

Page 1

FIRST QUALIFYING ROUND

B36 TÓRSHAVN FCI LEVADIA VS

TÓRSVØLLUR STADIUM

TÓRSHAVN 27 AUGUST 2020 19:00


#VITERUB36 #WEAREB36

BOYZ IN

WHITE

STARVSNEVND

FÓTBÓLTSFELAGIÐ B36 FC Tórshavn

Gundadalur, Postboks 1136, FO-110 Tórshavn, Føroyar tel. +298 31 19 36, fax +298 31 80 36 b36@b36.fo, www.b36.fo Kontonummar (Limagjald og stuðul): 9181 495.136.2 í Betri Banka

Magni V. Mouritsen, formaður, tel. 214453 Jákup Mørk, næstformaður, tel. 261973 Bogi Petursson Nielsen, kassameistari Símun Grønadal, nevndarlimur, tel. 222258 Jákup Lamhauge, nevndarlimur, tel. 215582 Steinbjørn Hardlei, nevndarlimur, tel. 512166 Anja Weyhe, nevndarlimur, tel. 280381 Ronnie Thomassen, umboð fyri ungdómsd., tel. 234380 Heini Hellisdal Poulsen, dagligur samskipari, tel. 213624 LEIKSKRÁ

Samskipan, snið og uppseting: Droym / Pætur Eyðunsson Jensen, tel. 216636 Myndir: BjarnaMyndir / Bjarni Enghamar


ODDAGREIN

GLEÐA OKKUM AT SÍGGJA TYKKUM AFTUR TÍVERRI NOYÐAST VIT Í ÁR AT SPÆLA OKKARA EUROPISKU DYSTIR UTTAN ÁSKOÐARAR Enntá er talan bert um tann eina dystin í hvørjum umfari, tí tíðartrýstið, sum covid-19 elvdi til, ger tað ógjørligt hjá lið­ unum at spæla bæði heima og úti, sam­ stund­is sum heimliga kappingin og lands­ liðs­uppgávur eisini skulu røktast. Fyrsta umfarið vóru okkara menn so­ leiðis langt av landi skotnir – bert góðar 14 kilometrar frá Afrika! Men hóast hitin var øgiligur, so eydnaðist kortini at halda høvdinum kalt, og hesa ferð lag­ aði lutakastið seg soleiðis, at tað eru vit, ið eiga heimavøll. Heimavøllurin plagar van­ liga at vera okkum ein stórur fyri­ munur, og tað verður hann vónandi eis­ini hesaferð. Men partvíst er ymiskt, hvussu londini lata upp – og har við loyva áskoð­ arum – og partvíst heldur UEFA, at tað er at gera fyrimunin, ið longu er við heima­ vøll­inum, ov stóran, um áskoðarar eisini sleppa við. Tað harmast vit avgjørt um, tí sjálvandi vildu vit helst havt ein stóran hvítan hóp at stuðla okkum til stóru uppgávuna, sum bíðar. Men vit kunnu fegnast um, at tað eisini hesa ferð hevur eydnast okkum at gera avtalu við føroyska Televarpið og svenska Spring Media, soleiðis at tað ber til at senda dystin ókeypis út til hvørt sjón­varps­tól í landinum. Hinvegin merkja ser­ støku reglurnar, sum eru smíðaðar B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

MYND: ÓLAVUR FREDERIKSEN / FAROEPHOTO.COM

í hes­um corona-tíðum, at vit bert hava ræðið á rættindunum her á landi, og tí ber ikki til hjá útisetum at stroyma livandi mynd­ ir frá dystinum. Hinvegin plaga bæði FM1 og Kringvarpið at vera røsk at siga frá, og tær frásagnirnar plaga ikki at vera keðiligar at lurta eftir. Vit vóna, at tit eru nógv, sum sita við skíggjan og fylgja við, og við hesi netútgávu av leikskránni kunnu vit vónandi vera við til at skapa rætta stemningin. Tí hóast vit ikki hoyra tykkum, so vita bæði spælarar og venjarar fullvæl, hvønn stuðul teir hava frá tykkum. Og vit fegnast um, at tá vit aftur spæla í heimligu kappingini, sleppa vit eisini at síggja tykkum øll! Góðan dyst 3


TAKK

FYRI Í ÁR

summarcup.fo

4

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


B36 DYSTARSKRร EUROPA LEAGUE 2020 leikskrรก 2014

5 15


amtíðina tú a fortíðina

Grannskoðan /// Ráðgeving Ráðgeving /// Bókhald Bókhald /// Roknskapur Roknskapur Grannskoðan Grannskoðan /// Ráðgeving Ráðgeving /// Bókhald Bókhald /// Roknskapur Roknskapur Grannskoðan

Skalt túmeta meta Skalt tú Skalt meta Skalt tú tú meta um framtíðina um framtíðina um um framtíðina framtíðina mást tú mást mást mást tú tú tú kenna fortíðina kenna kenna fortíðina fortíðina kenna fortíðina Grannskoðan////Ráðgeving Ráðgeving///Bókhald Bókhald///Roknskapur Roknskapur Grannskoðan

hvar er tað stuttligt? Klæmintsstova

floksmenn

O RR .. FF O

white tigers

WW WW W..JJAANNUUAARR..FFOO W

WW WW W..JJAAN NUUAARR..FFOO W

WW WW W..JJAAN NUU AA RR .. FF O O W

kramm.fo ...vit leggja leggja dent á fyrsta floks vørur! ...vit

Nú kunnu tit eisini taka sofuna við tykkum á ferð Smyril Line hevur endurstovnað flutningsdeildina og samlað alt virksemið hjá Norrönu undir einum. Les meira á cargo.fo

MIÐLON MIÐLON

66 6

B36 leikskrá B36 2014 B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020 B36leikskrá leikskrá 2015


TEL

20 59 59

Hvítvørur Køkar Baðirúmsmøblar Súkklur Skápsloysnir Brúsukabinur Vesikummur

Vitja okkum á Smiðjugerði 6

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

7


Góð sambond síðan 1919

faroeship.fo

8

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


Heildarloysnir frá ArtiCon BANKNORDIK

Articon P/f · á Hjalla 20 · 188 Hoyvík · Tel. 350 700 · www.articon.fo

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

9


»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

»GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4 YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 311260 · FAX 311261 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS LAWFIRM@LAWFIRM.FO · WWW.LAWFIRM.FO JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR

.FO

ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4 YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS LAWFIRM@LAWFIRM.FO JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN · MIMI STEINTÓRSDÓTTIR

Va n

V li it in gt mger na á a n l a alt og ra ut arb ta eið n i

T he L e ad in g Ship pin g A ge n cy in the 10Faro e s 10

9

23 1 1 .3

l

te

– kring alt landið

www.faroeagency.fo

10 10

B36 2014 B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020 B36leikskrá LEIKSKRÁ 2016


B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

11


TEL

20 59 59

»GOTT ERER ATATHAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM« »GOTT ER AT HAVA GÓÐAN Í RÁÐUM«

Hvítvørur Køkar Baðirúmsmøblar Súkklur Skápsloysnir

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 FO-110 TÓRSHAVN · FAROE ISLANDS LAWFIRM@LAWFIRM.FO · WWW.LAWFIRM.FO

Brúsukabinur

JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS

JÓGVAN E. 4 ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD YVIRI VIÐ STROND · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 GUNN ELLEFSEN · · JULIANNA FO-110 TÓRSHAVN FAROE KLETT ISLANDS LAWFIRM@LAWFIRM.FO · WWW.LAWFIRM.FO

YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 JÓGVANFO-110 PÁLL TÓRSHAVN LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS · FAROE ISLANDS YVIRI VIÐ STROND 4 · TEL 203040 · FAX 203041 · P.O. BOX 359 JÓGVAN E.FO-110 ELLEFSEN · ANNA DAM ·ISLANDS INGI HØJGAARD LAWFIRM@LAWFIRM.FO WWW.LAWFIRM.FO TÓRSHAVN ··FAROE GUNN ELLEFSEN · JULIANNA KLETT LAWFIRM@LAWFIRM.FO · WWW.LAWFIRM.FO JÓGVAN PÁLL LASSEN · PETUR EVEN DJURHUUS JÓGVAN E. PÁLL ELLEFSEN · ANNA DAMEVEN · INGI HØJGAARD JÓGVAN LASSEN · PETUR DJURHUUS ELLEFSEN · JULIANNA KLETT JÓGVAN GUNN E. ELLEFSEN · ANNA DAM · INGI HØJGAARD GUNN ELLEFSEN · JULIANNA KLETT

Vitja okkum á Smiðjugerði 6

B36 leikskrá 2014 12

Vesikummur ...hevur altíð ein buss

Ring 210165 9 B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


GESTIRNIR

ESTISKT STÓRFELAG SAMAN VIÐ FLORA TALINN HEVUR FCI LEVADIA TALLINN DOMINERAÐ ESTLENDSKAN FÓTBÓLT Í HESI ØLDINI Flora er ta eldra av hesum feløgunum, og fram til beint undan aldarskiftinum var ikki so nógv, ið bendi á, at teir skuldu hava stórvegis kapping frá nøkrum liði. Í 1998 gjørdist Levadia Group tó nýggj­ ur høvuðsstuðul hjá Mardu, sum tá spældi í næst bestu deildini. Felagið fekk nýtt navn, og við kapitalsterka høvuðs­ stuðlinum í rygginum flutti nýggja felagið alt fyri eitt upp í bestu deildina. Tey bæði fyrstu árini vann felagið bæði meistaraheiti og steypakapping, og síð­ani B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

hevur Levadia verið støðugur partur av oddinum í Estlandi. Bert tí einu ferðina – í 2011 – hevur liðið ikki vunnið heiðurs­ merki, og hóast seinasta gullmerkið í so­ nevndu Meistriliiga var afturi í 2014, so hevur liðið vunnið steypakappingina síð­ ani tá. Hesi 21 árini, sum felagið hevur verið í bestu deildini, hava teir vunnið lands­ kapp­ ingina heilar níggju ferðir, og sama tal av gullmerkjum eru vunnin í steypa­kappingini. ... framhald á næstu síðu 13


GESTIRNIR

... framhald

Tað hoyrir við til søguna, at afturi í 2005 spældi ein bert 16 ára gamal Kaimar Saag sínar fyrstu minuttir í bestu deildini við just Levadia. Hann ferðaðist nakað ímillum besta liðið og eykaliðið hjá felag­ num, men íalt gjørdist tað til 18 dystir og fýra mál fyri felagið, áðrenn leiðin gekk til Dan­markar og síðani Svøríki. Kaimar var tó aftur í felagnum í 2015, har hann hesa­ ferð spældi 28 dystir og skeyt fimm mál, áðrenn hann umvegis Noreg brádliga var at finna hjá okkum. Seinastu fimm árini er Levadia á hvørjum ári endað á silvurplássinum, meðan Flora, Infonet og Nomme Kalju, sum vit jú eisini kenna, hava vunnið gull. Í løtuni er liðið á fjórða plássi í lands­kapp­ ingini. Og so kunnu vit nevna, at hetta er onnur ferðin, at Levadia er í Føroyum. Í 2016 spældu teir tvær uppgerðir móti HB. Dysturin í Tallinn endaði við 1-1 javnleiki, meðan gestirnir vunnu 2-0 í Gundadali. Síðani tá hava teir ikki vunnið á útivølli í europiskari uppgerð, og vónandi stendur tað við eftir dystin á Tórsvølli. 14

B36 DYSTARSKRÁ 2019


B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

15


NÝGGI RAV4

Hann má roynast Keyp ein Toyota – og fá 3 ára servicepakka

Ongar útreiðslur til viðlíkahald í 3 ár Støkk inn á gólvið í Havn ella Klaksvík og hoyr nærri

Tórshavn Vegurin Langi 41 Hoyvík, tel. 353040

16

Klaksvík Klingrugarður 3 tel. 473040

www.reyniservice.fo

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


fyrsta floks flak beinleiðis úr havinum

leikskrá 2014 B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

5 17


Selt - annars ókeypis

betri heim betri tænasta Kom og fá eitt prát við okkum

Tel 348 900, heim@betri.fo

18

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


fo

r

Rin oyapre nt g3 1 4 .fo 55 5

SKELTI PRENT PAPPIR

Sjálvandi Føroyaprent LANDSINS STØRSTA PRENTSMIÐJA

Hoyvíksvegur 59 l 110 Tórshavn l Tel. 314555 l info@foroyaprent.fo B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

19


ADIDAS PREDATOR MUTATOR 20.1 FG

ADIDAS COPA 20.1 FG

Thomas Dam Intersport Bøgøta 1, Klaksvík 455320

Thomas Dam Intersport Jónas Broncksgøta 21, Tórshavn 355300

Thomas Dam Intersport Glyvravegur 38, Glyvrar 447399

Niels Finsensgøta 5, 100, Tórshavn, 355310 @theathletesfoottorshavn

20

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


HEVUR HJARTAÐ Í BÁÐUM LEGUM HJÁ OKKUM MINNAST VIT FRAMVEGIS VÆL OG VIRÐILIGA ÁRIÐ, SUM ESTLENDSKI KAIMAR SAAG HEVÐI HER HJÁ B36. IKKI MINST VAR HANN PARTUR AV MINNILIGU STEYPAFINALUNI TAÐ ÁRIÐ Kaimar er í dag heima í Estlandi, har hann spælir við barndómsfelagnum, Viljandi Tulevik, sum er á fimta plássi í fremstu deild­ ini. Fyrstu árini sum yrkisspælari spældi hann tó við just Levadia Tallinn, og enn standa hesi árini sera sterk í minn­ inum hjá honum. – Eg minnist sera væl hesa tíðina. Eg var bara 16 ára gamal, og frá at spæla í Viljandi, sum er ein lítil býur, spældi eg B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

brád­liga við einum av størstu feløgunum og búi í høvuðsstaðnum uttan foreldrini rund­an um meg. – Levadia var fremsta felagið í landinum hesa tíðina, so eg var ikki fastur maður á besta liðnum. Men teir sýndu mær stórt álit, og minnist eg hetta sum ein góða og spenn­andi tíð, sigur fryntligi og hart ar­ beið­andi áleyparin. ... framhald á næstu síðu 21


Levadia er framvegis eitt av stóru feløgunum í Estlandi. Hvussu vilt tú lýsa teirra spælihátt? – Teir eru sera væl fyri kropsliga, og sam­ stundis dámar teimum sera væl at hava bóltin. Yvirhøvur spæla teir sera góð­an fótbólt, og tað er trupult at peika á nakr­an veikleika. – Trupulleikin seinnu árini hevur tó verið, at teir ikki hava verið nóg støðugir í heim­ligu kappingini, og tí er ikki altíð, at teir vinna dystir, sum teir burdu vunnið. Onkra tíð verða mistøk gjørd, og tað er fyrst og fremst hetta, sum hevur kostað teim­um meistaraheitið seinastu fimm ár­ ini, sigur Kaimar. Tá vit spyrja, um tað er nakar spælari, sum vit skulu ansa serliga væl eftir, er Kaimar heldur varin. – Tað er trupult at siga, tí teir hava fleiri góðar spælarar. Men Roosnupp á veing­ inum er sera vandamikil, og kunnu teir neyð­ugu pappírini, so Gando kann ferðast til Føroya, er tað absolutt ikki nakar fyri­ munur hjá B36. 22

Hóast tað bert var tað eina kapp­ingar­ árið, sum Kaimar var her hjá okkum, so er hann ivaleysur, tá hann fær spurningin, hvussu hann minnist aftur á 2018. – Felagið og tíðin í Føroyum verður altíð ein partur av mínu hjartað. Serstakliga var tað ein fantastisk uppliving, tá vit vunnu steypa­ finaluna, og at koma víðari tvær ferðir í Europa League var eisini nakað heilt fyri seg. Og so ikki at gloyma góða lagið, sum var eftir hesar sigrarnar. Tað er nakað, sum altíð fer at standa rimmarfast í minn­inum. Áðrenn vit heilt sleptu Kaimar, spurdu vit sjálvandi eisini, hvat lið hann væntar ella vónar fer at vinna dystin á Tórsvølli hós­kvøldið. – Kanska verður svarið hjá mær eitt vón­ brot. Men fyri at siga tað, akkurát, sum tað er, so verði eg heilt víst sera fegin vegna tað liðið, sum vinnur seg víðari, eins og eg fari at kenna vónbrotið hjá tap­ ar­anum, sigur Kaimar, sum letur heilsa øll­um hvít/svørtum fjepparum.

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

23


LIMAGJALDIÐ 2020 VIT ERU SERA GLAÐ FYRI STÓRU UNDIR­T ØKUNA, SUM Á HVØRJUM ÁRI VERÐUR VÍST FYRI AT SPÆLA VIÐ B36 B36 er ímillum størstu fótbóltsfeløg í Før­ oyum, og er limagjaldið ein av grunda­ stein­unum undir felagnum B36 B36 ger nógv fyri, at hava so góðar og væl­ útbúnar venjarar sum gjørligt til allar aldur­ bólkar hjá bæði gentum og dreingjum. Tí er tað av týdningi, at limagjald verður goldið, so at felagið kann halda áfram við hesum týdningarmikla parti av menn­ ingini av leikarunum og felagnum. B36 brúkar í løtuni eina skipan, sum eitur Klubmodul, til skráseting av øllum íðk­andi hjá B36. Tá spælarar í B36 gjalda lima­gjaldið her, eru teir samstundis skrá­ settir sum limir í B36. 24

Fyri at luttaka í kappingum, sum eru skip­aðar av FSF, so er neyðugt at hava goldið limagjald Tá limagjaldið er goldið, er spælarin eis­ ini limur í tryggingarskipanini hjá ÍSF. Leinkja til limagjaldið er at finna á heima­síðu felagsins Øll eru hjartaliga vælkomin at spæla við B36. Vit ynskja at vera eitt felag fyri øll. Vinarliga B36

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


Nú kanst tú fáa títt lið á gjaldskortið Bílegg á betri.fo/fjepparakort

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

25


Faroe Law provides legal assistance to business enterprises with an emphasis on the commercial, practical and pragmatic objectives of the client. Our areas of practice include: ■ ■ ■ ■ ■

Mergers and acquisitions Company law Project development and financing Restructuring and insolvency law Building and construction law

■ ■ ■ ■ ■

Banking and financing law Oil and gas law Maritime law Tax law International contracts

Faroe Law is an independent Faroese Law Firm with associated offices in Copenhagen, Aarhus and Nuuk. We are result oriented and provide a personal tailored service to our clients.

FAROE LAW Sp/f Magnus Heinasonar gøta 10 · Postbox 158 · FO-100 Tórshavn · Faroe Islands Tel. (+298) 66 99 00 · faroelaw@faroelaw.fo · www.faroelaw.fo

26

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


Vit skapa úrslit!

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

27


B36-HÚSIÐ ER VÆL ÚTGJØRT TIL FLEST ØLL TILTØK Umleið 180 fólk sita væl til borðs í senn í tí stóra salinum. Køkurin er væl útgjørdur við øllum hentleikum. Leigukostnaðurin er kr. 9.000,- fyri eitt kvøld. * Eykagjald fyri reingerð er kr. 1.500,-

www.b36.fo

28

Tosa vi fyrst, tí ð B36 óneyðu so er g tosa me t at ir!

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


B36 Í EUROPA

SJEYNDA ÁRIÐ Á RAÐ SÍÐANI VIT VIÐ SIGRI Á ÍF Í SEINASTA DYSTINUM Í 2013 VUNNU OKKUM RÆTT TIL EUROPISKAN FÓT­B ÓLT, HAVA VIT VERIÐ MILLUM FØROYSKU UM­B OÐINI Á HVØRJUM ÁRI Ein støða, sum vit eru bæði fegin og errin um í felagnum. Altjóða av­bjóð­ingar vilja altíð vera við til at eggja spælarunum at leggja enn meira fyri, so­leiðis at vit sum felag kunnu halda fast í fram­burðinum, sum hevur verið. Hartil er eingin loyna, at europiskur pen­ingur kann vera eitt gott ískoyti til rakst­urin av felagnum. Ikki minst hevur felags­ hús okkara notið gott av hesum seinnu árini, tí tá raksturin hongur saman, ber eis­ini til at seta meira av til viðlíkahald og ný­ íløgur. Har skylda vit eisini eina tøkk til FSF og Tórshavnar Kommunu, sum bæði hava verið góðir viðspælarar, tá mun­andi íløgur eru gjørdar. B36 átti eisini sín lut í fyrstu smáu fetunum, sum føroyk feløg tóku úti í Europa. Vit vunnu kappingina um Løgmanssteypið í 1991, og tað gav okkum rætt til luttøku í táverandi Cup Winners cup. Ein kapping, sum fór í søguna, tá storu londini fingu rætt til fleiri pláss í kappingini fyri meistarar. Hetta árið var KÍ føroyska umboðið í meistarakappingini, meðan GÍ ikki setti seg ført fyri at átaka sær fíggjarliga váðan við luttøkuni. Lítið vistu teir tá, at UEFA rind­ aði fitta peningaupphædd aftur til lut­tak­andi liðini, umenn upphæddin ikki var tann sama, sum hon er í dag. B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

Mong óttaðust skrædl, tá vit á útivølli móti Avenir Beggen úr Luxemburg vóru aftan fyri eftir knøppum minutti! Restina av dystinum kom tó einki mál, og tí var út­gangs­støðið ikki ógjørligt, tá vit 2. sep­ tember áttu heimavøll á Svangaskarði. Heilt stuttligt gjørdist tað, tá Kári Reynheim tíðliga í dystinum legði okkum á odda, og tá gestirnir eisini misnýttu brots­spark, varð tað heilt hugaligt. Tað eydn­aðist tó ikki at halda tætt, og hóast Jens Kristian Hansen seint í dystinum hevði góða roynd móti málinum, so vóru vit ikki nóg nær 3-1 sigrinum, sum nú kravd­ist. Hinvegin var hetta fyrsta stigið, sum føroyskt felag hevur vunnið í Europa. Síðani gingu nøkur ár, men eftir at vit í 1997 tóku lut í Toto-cup, hevur B36 verið millum drúgvastu føroysku um­ boð­ ini í Europa. Og onkur heilt góð úrs­lit hava verið, umframt at nakra risa-upp­liv­ingar ... framhald á næstu síðu 29


B36 Í EUROPA ... framhald

eisini hava staðið á skránni, tá vit í tveim­ um førum hava spælt móti turk­ iskum stór­feløgum við øllum tí, sum hoyrir til ein úti­dyst í Istanbul, har 35-40 hitastig og enn heitari áskoðarar gera sítt til at køva mót­støðuliðið. Afturi í 2005 eydnaðist okkum fyri fyrstu ferð at spæla okkum víðari, tá vit í UEFA-Cup vunnu samlaðan 3-2 sigur á Íslendska ÍBV. Tað gav okkum møgu­ leikan móti danska FCM, og eftir tepurt 2-1 tap í Herning, gav Bergur Midjord gest­unum ein ordans skelk, tá vit eina løtu vóru frammanfyri í samlaðu uppgerðini. Tað endaði tó 2-2 á Tórsvølli, men tað var avgjørt nakað, sum vit kundu vera errin um, meðan tann vanliga heldur rapp­ kjaft­aði Erik tóktist heldur lotur, tá hann eftir dystirnar kundi staðfesta ein tepran samlaðan sigur.

Og vit endurtóku bragdið í 2006. Hesa ferð vunnu vit tryggan 3-0 útisigur móti maltes­iska Birkirkara, áðrenn vit við javn­ leiki á Tórsvølli tryggjaðu okkum upp­ gerð móti Fenerbache úr Turkalandi. Ein biti, sum sjálvsagt var ov stór uppgáva, men sum gav teimum á liðnum – og ferða­ lagnum sum heild – eina uppliving fyri lívið. Aftur í 2012 var um reppið, at vit spældu okkum víðari í meistarakappingini, men eftir tveir málleysar javnleikir móti norður­írska Linfield kiksaði tað hjá okk­ um í kappingini úr 11 metrum. Bæði í 2016 og 2017 var heilt nær við, at vit spældu okkum víðari, men í fyrr­ árið, altso 2018, bíðaði higartil størsta europiska ævintýr okkara. St. Joseph’s var eisini tá mótstøðan í fyrsta umfarinum, og eftir tvær ferðir 1-1 og longda leiktíð í hitanum á Gibraltar vóru vit hesa ferð teir kølnaru úr 11 metrum. Tað gav rætt til dyst móti Tito­ grad úr Montenegro, og hóast vit við 1-1 á heimavølli ikki vóru favorittar, so eydn­ aðist tað at vinna 2-1 á útivølli. Enn einaferð var risauppliving í Turka­ landi á skránni. Hesa ferð móti Besiktas, sum vann stórt samanlagt, men upp­liv­ ingin var av tí slagnum, sum stendur í minn­inum alt lívið. So er spurningurin, um tað fer at vignast eins væl hesaferð. Talan er um sterka mót­ støðu, men vit hava fyrimunin av heima­ vølli, og hvør sum ein vita spælararnir, at vit hava prógvað okkum fyrr. Rennið dreingir!

30

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


Nýggi FORD

PUMA

ølandi ø ø r B TILBOÐ

259.000,Vanl. prísur 336.000,-

Bakkikamera Aktivan fartpilot LED koyriljós Massagu í setrunum

B&O ljóðannlegg Parkeringspilot Hita í rattinum 18” alufelgur

Vit bjóða eisini fígging PF Wenzel Akranesgøta 5 Tórshavn tel. 354500

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

wenzel.fo 31


VUNNU Á HITANUM Í LÍTLAN TÍMA VÓRU VIT NÓGV TAÐ BETRA LIÐIÐ, MEN SEINASTA HÁLVA TÍMAN VAR HITIN UM AT GERA AV VIÐ OKKARA MENN Tað gekk. Vit vunnu 2-1 á útivølli móti St. Joseph’s, og við hesum eru vit nú til reiðar til næsta umfarið um Euro League. Undan dystinum varð mett, at vit vóru lítlir favorittar, men samstundis vistu vit, at hitin kundi gerast ein stór avbjóðing. Júst hetta var eisini orsøkin til, at ferða­ lagið fór úr Føroyum longu mána­morg­ unin. Tað bar illa til at venja, tí tað er bert tann eini vøllurin á Gibraltar, og hesin skuldi eisini nýtast til europiska uppgávu týs­dagin. Tí sluppu vit ikki á vøllin fyrr enn mikudagin, men hinvegin hjálpti tað uttan iva nógv hjá spælarunum, bara at vera í hitanum í nakrar dagar. Tá sjálvur dysturin varð blástur ígongd, sást skjótt, at vit høvdu betra takið á spæl­ inum. Hóast graslíkið var skróðturt, bar væl til at spæla bólt. Heimaliðið royndi meira við longum sendingum, og eftir bara 20 sekundum fingu vit eina ávaring, tá Rói mátti bjarga roynd frá mest sum leysum mótstøðumanni. Ávaringin varð eisini tikin til eftirtektar, og næstu longu løtuna gekk tað mesta fyri seg á mótstøðuhálvuni. Bæði Árni og Meinhard skaptu fleiri góðar støður, og tað var eisini við innleggi frá Árna, at vit løgdu okkum á odda. Árni drógv nakað út frá baklinjuni, og tá innlegg varð sent

32

tætt undir málið, skumpaði Michal bóltin sein­asta pettið. Gleðin var tó stokkut, tí bert tveir min­ uttir seinni stóð aftur á jøvnum. Eli varð heldur lætt sneiddur av, og úr eitt sindur spískum fekk vinstri vongurin hjá St. Joseph’s beint bóltin í meskarnar. Vit høvdu fleiri aðrar góðar royndir, og hóast mótstøðuliðið aftur var nær við, tá inn­legg varð sent innfyri úr vinstru, so var tað uppiborið, tá vit komu á odda. Fyrr í dystinum vóru vit ivaleysir í, at vit áttu brotsspark, tá hond var á bólt­ B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


inum, men ta ferðina tagdi dómarin. Hesa ferðina var brotið ikki eins eyðsæð, men dómarin peikaði á hvíta blettin, og so var Alex ísakaldur í nógva hitanum. Eftir steðgin byrjaðu vit væl, men sein­ asti hálvi tímin gjørdist sera drúgvur fyri okkara viðkomandi. Snøgt sagt, so var einki sum helst eftir í beinunum hjá okk­ara monnum, og vit komu eitt alsamt størri trýst. Tvær ferðir var tað heilt vanda­mikið eftir innlegg, men minuttirnir sníktu seg akkurát nóg spakuliga, soleiðis at dómarin at enda staðfesti sigurin. B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

Fagnaðurin var sjálvsat ovurstórur. Sigurin ber við sær, at føroyskur fót­bóltur fekk tvey stig afturat í UEFA-rokn­skap­ inum, og nú fyrireika vit okkum til heima­ dyst móti FCI Levadia. Tann dysturin verður spældur hóskvøldið.

ST. JOSEPS’S - B36 1-2 (1-2) 0-1: Michal Przybylski, 28. 1-1: Boro, 30. 1-2: Alex Mellemgaard (br.), 42.

33


Umhugsar tú jarðhita? Latið okkum finna ta røttu loysnina saman.

Timbur- & snikkaraarbeiði Vit átaka okkum alt arbeiði innan fyri bygging, umbygging og umvæling.

Ring: 31 20 00

Timbur- & snikkaraarbeiði Vit átaka okkum alt arbeiði innan fyri bygging, umbygging og umvæling.

Timbur- & snikkaraarbeiði Vit átaka okkum alt arbeiði innan fyri bygging, umbygging og umvæling.

v/Jens Kristian Hansen, Bygningssnikkari • Tel. 56 30 30 • dygdarverk@gmail.com 34 leikskrá 2014 B36

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020 29


Skraddaraseymaðar loysnir

Veitari til føroysku vinnuna Hjá Solar menna vit áhaldandi vørur og tænastur. Hetta optimerar bæði arbeiðs­ gongdina hjá viðskiftafólki okkara og okkara samskifti við viðskiftafólkið. Vit hava gjørt okkum royndir líka síðan fyritøkan varð grundað í 1919, og hava tí havt góða tíð at menna eitt framúrskarandi úrval av vørum og tænastum.

Vit læra av viðskiftafólki okkara, og í tøttum samstarvi menna vit støðugt teir førleikar, sum vit longu hava. Vit bjóða meira enn bara eina vøru, av tí at vit fara inn í eitt tætt samstarv við kundan fyri at hjálpa at optimera arbeiðsgongdina.

Ring 35 79 33 og hoyr nærri

Solar Føroyar P/F Brekkutún 2 Hoyvík tel. 35 79 33 solar@solar.fo www.solar.fo

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

35


Slóðbrótandi gólv­ vaskarin, ið savnar alt tað besta frá øðrum reingerðarháttum í eina maskinu. i-mop er snarvegurin til reinari og sunnari inniumhvørvi.

Stoffalág 44 Tórshavn tel. 322676 ahjensen.fo

36

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


- borgar fyri góðsku

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

37


Nýggj og slóðbrótandi jarðhitapumpa Thermia Calibra hevur upp í 5,8 SCOP

Les meir á Krosstein.fo

Ætlar tú at selja? Vit hava stóran eftirspurning eftir sethúsunum og íbúðum

Tað kostar einki at spyrja, ring 348 900 ella send ein teldupost á heim@betri.fo

38

Selt - annars ókeypis

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


Akranesgøta 4 Tórshavn tel. 317082 www.dpr.fo

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

39


Vestara Bryggja

ER BÁTURIN KLÁRUR? VITjIð søLUBúð oKKaRa!

HER ERU VIT

Máling (Hempel) Zinkklossar Reinsi- og vaskievni (Hempel) Penslar og tilfar Taka bátin upp ella sjóseta? Ring til MEsT á tlf 301100

MEST P/F J.C. Svabosgøta 31 P.O.BOX 65 FO-110 Tórshavn

tel:+298 301100 fax:+298 301101 info@mest.fo www.mest.fo

Tú ert íblásturin At gamla handverkið framhaldandi megnar at liva, kemst helst av, at enn eru fólk, ið vilja hava okkurt serstakt. Tað eru tíni ynski, sum vit gera til veruleika og tí er eingin uppgáva heilt eins. Talan er ikki bara um eina hurð ella eina reól, men um allar tankarnar og smálutirnar, ið búgva undir tí, ið eygað sær.

40

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


Í TRYGGUM HONDUM RÓI MØRK HENTZE ER KOMIN FYRI SEG EFTIR DRÚGVAN SKAÐA OG HEVUR VART MÁLIÐ HJÁ B36 SEINASTU VIKURNAR VIÐ GÓÐUM ÚRSLITUM Fyri viku síðan var uppgávan stríggin og møti­ mikil í heitu summarluftini á Gibraltar, og Rói átti virkan lut í, at tað lukk­ aðist at vinna á útivølli ímóti St. Joseph's. Knái málverjin vardi millum annað hegnis­liga fyri miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið ein mótstøðumaður fekk ov gott pláss í brotsteiginum. – Á Gibraltar vóru umstøðurnar óvan­ ligar fyri okkum, tí tað var so heitt. Tað

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

var munandi øðrvísi enn tað, vit eru vanir við í Føroyum. – Vit knógvaðu teimum eisini á útivølli fyri tveimum árum síðan. Ta ferðina spældu vit ikki serliga væl. Vóninir vóru av somu orsøk góðar undan fráferðini. Avrikið var frægari hesaferð, og tað kend­ ist sum, at vit høvdu meira tamarhald á dyst­inum. Tað hevði í øllum førum verið eitt vón­brot, um vit ikki vunnu okkum víð­ari, sigur Rói. ...framhald á síðu 42 41


... framhald

Rói Mørk Hentze var fyrstu ferð á besta liðnum í 2017, bara 17 ára gamal. Uttanfyri vøllin er Rói vanliga stillførur, einki stórvegis veip og vøs, men sum mál­ verji hevur hann ikki stundir at taka sær av løttum. Kappingin við Símun Rógva Hansen og Mattias Lamhauge er beinhørð um plássið millum stengurnar. Seinasta árið hevur hann verið darvaður at skaða, men hann hevur seinastu mán­ aðir­nar verið fastur fúsur á vøllinum. – Persónliga hava tað verið bæði upp­ túrar og niðurtúrar hjá mær í ár, men eg haldi samanumtikið, at tað hevur verið nøkt­andi higartil. Tað verður frægari fyri hvønn dyst. Skaðin hevur darvað illa, men nú kennist tað sum, at eg aftur kann spæla við fullari megi, sigur hann. Í kvøld fara Rói og hinir at spenna seg út fyri at vinna B36 víðari í evrope­ isku kapp­ingini enn eina ferð. – Fyrireikingarnar hava verið góðar. Vit hava hugt at films­ brot­ um, so vit vita, hvussu teir spæla, og ikki minst, nær vit ser­­liga skulu vera á varð­ haldi. Vit spæla ímóti einum góðum liði, og okkara upp­­gáva verður í verju­ støðu ikki at geva teim­­ um ov nógv pláss. Vit fara í øllum før­um at gera okkurt besta, vissar ungi mál­verjin um. 42

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020


A F TA N Á DYSTIN? Matstova & Take Away Tlf.: 501030, www.haps.fo

B36 DYSTARSKRÁ EUROPA LEAGUE 2020

43


FIRST

QUALIFYING ROUND

B36 1 Rói MØRK HENTZE (m) 16 Símun Rógvi HANSEN (m) 25 Mattias LAMHAUGE (m) 2 Andrias HØGNASON ERIKSEN 3 Magnus HOLM JACOBSEN 4 Bjarni PETERSEN 5 Sonni Ragnar NATTESTAD 6 Eli FALKVARD NIELSEN 7 Árni FREDERIKSBERG 8 Stefan RADOSAVLJEVIC 9 Meinhard EGILSSON OLSEN 10 Erlendur MAGNUSSON 11 Benjamin HEINESEN 12 Alex MELLEMGAARD 13 Erling DÁVIDSSON JACOBSEN 14 Jóhann HANSSON JOENSEN 15 Hugin SAMUELSEN 17 Hannes AGNARSSON 18 Andreas THOMSEN 20 Andrass JOHANSEN 21 Brian JAKOBSEN 22 Sebastian PINGEL 24 Ragnar SAMUELSEN 28 Michal PRZYBYLSKI 30 Martin AGNARSSON Venjari:

Jákup á Borg Hjálparvenjarar: Fróði Clementsen og André Olsen Málmansvenjari: Tróndur Vatnhamar Liðleiðarar og hjálparar: Kári Johansen, Jens Kristian Hansen og Johnny Samuelsen Fysio: Beinta B. Laursen

FCI LEVADIA 35 81 2 3 6 7 10 11 14 16 17 22 25 26 28 33 38 52 59 80 99

Armands Aparins (m) Artur Kotenko (m) Marko Lipp Zurab Ochigava Rasmus Peetson Brent Lepistu Aime Marcelin Gando Biala Kouakou Fabrice Elysee Kouadio Dmitri Kruglov Markus Jürgenson Robert Kirss Trevor Elhi Maksim Podholjuzin Iurii Kolomoiets Erik Utgof Mark Oliver Roosnupp Artjom Komlov Ihor Zhurakhovskyi Karl Rudolf Õigus Anton Krutogolov Bogdan Vaštšuk

Venjari: Martin Reim

BÓLTSTUÐUL:

J&K Petersen Contractors


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.