Lektiuhjálp 2015 16

Page 1

2015-16 Lektiukafe

Fuglafjarðar Skúli og Fuglafjarðar Kvøldskúli 2015-16


Lektiukafe fyri øll

Aftan á heystfrítíðina byrjar lektiukafein í skúlanum aftur. Lektiukafein er eitt tilboð til allar næmingar í skúlanum - stórar sum smáar. Lektiukafein er ikki beinleiðis partur av skúlanum, men er eitt frítíðartilboð, har næmingar kunnu fáa hjálp og vegleiðing frá lærarum við heimaarbeiði av ymsum slag. Eitt nú við ymsum venjingum, fyrireiking av innlatingum, hjálp við ávísum uppgávum, lesivenjingum, rokniuppgávum, hjálp við føroyska og danska málinum ella okkurt heilt annað. Í stuttum kann lektiukafein eisini bara vera eitt gott stað at gera vanligu skúlatingini viðhvørt. Øll eru vælkomin. Foreldur eru eisini hjartaliga vælkomin at vitja lektiukafeina. Her kunnu tey fáa eitt prát við lærarar, hvønn annan og kanska eisini nøkur fín fiff um brøkrokning og annað áhugavert  Tilboðið er ókeypis og er til øll áhugaði.

Lektiukafein er opin: Mánadagar kl. 12.40 – 15.30 Týsdagar kl. 12.40 – 15.30 (Okt. 2015 – mei 2016) Hvar: Stova 205 Fuglafjarðar skúli, Mirmannsvegur 48 530 Fuglafjørður Læraratoymið: Fridrikka Kjeld og Høgni Hansen Samband: Fridrikka Kjeld, orðblindaog serlærari í lesing og skriving, tlf. 770090


Lektiukafe á Fuglafjarðar Bókasavni!

Sum nakað nýtt í heyst fer Bókasavnið at hava lektiukafe eina ferð um vikuna. Tað fer at vera ein miðnámsskúlanæmingur, ið fer at veita hetta tilboðið. Tilmelding er ikki neyðug, tað er bara at koma. Øll eru vælkomin. Umframt tráðleyst net, sum tú kanst knýta farteldu tína uppí, hevur Bókasavnið eisini keldutilfar til taks, eins og bókavørðurin er fúsur at hjálpa til, um tær tørvar upplýsningar av ymiskum slag.

Lektiukafein á Bókasavninum er opin: Týsdagar kl. 15-00 – 17.00 Hvar: Fuglafjarðar Bókasavn í Støð 1 530 Fuglafjørður Samband: Fuglafjarðar Bókasavn 238016 bokasavn@fuglafjordur.fo



Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.