Fuglafjarðar kvøldskúli 2015-16

Page 1

Fuglafjarðar Kvøldskúli 2015/2016

Kristina Joensen

– Innihaldsrík, kveikjandi og skapandi frítíð fyri allar aldursbólkar


Piddasahandil / Ribarhús: www.ribarhus.com Skeið 01: Hvar: Nær:

Stokkakvøld Ribarsloft Hós. kl. 19.00 – 22.00 Byrjar 22. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – apr. 2016 Kostnaður: 400 Kr. Tilmelding: Dagmar Beder, 583583 Vit hittast í hugnaligum umhvørvi at binda og hekla tað, vit hava hug til; fáa vegleiðing og frálæru í ymsum teknikkum. Stokkakvøldið er ætlað royndum sum óroyndum. Skeið 02: Hvar: Nær:

Opið Handarbeiðshús Ribarsloft (fyriskipari Ribarhús) Kl. 10.00 – 15.00 hesar mánadagar: 28.sep., 26. okt., 30. nov., 25. jan, 29. feb. 4. apr. Tíðarskeið: Sep. 2015 – apr. 2016 Kostnaður: 25 kr. fyri hvørja ferð ella 150 kr. fyri veturin Tilmelding: Odvør á Lajkuni, 268690 Kom inn á gólvið og hugna tær við tínum handarbeiði, stokkum, heklinál v.m. síðsta mánadag í hvørjum mánaða. Á Ribarslofti eru góð klippiborð, seymimaskinur, tú hevur møguleika at fáa vegleiðing og hjálp um brúk er fyri tí. Skeið 03: Nær: Tíðarskeið: Kostnaður: Tilmelding:

Áseymaðar myndir Vikuskeið, vika 42 12. – 16. okt. 2015, Kl. 10.00 – 16.00 400 kr. Anni Haraldssen, anniharas@gmail.com, kvøldskúlin 238010 Saman við Anni Haraldsen læra vit at seyma áseymaðar myndir. Vit evna myndirnar úr toyrestum, tylli, garni og ull. Bædi náttútumyndir og andlitsmyndir. Nærri kunning um skeiðið, tilfarð o.a. fæst við at venda sær til okkara.

Skeið 04: Ítrivskvøld (Ribarsloft) Nær: Mán. kl. 19.00 – 21.30. Byrjar 19. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – jan. 2016 Kostnaður: 200 Kr. Tilmelding: Kristina Berg, 522733 Vilt tú fegin vera meira kreativ í gerandisdegnum, men manglar íblástur ella umstøður? Hevur tú hugskot og tilfar, men kemur ikki víðari? Vit hugna okkum saman við yms­ um ítrivum, so sum at seyma, tekna, hekla og perla, og fáa íblástur og hjálp frá skiftandi kreativum kvinnum og frá hvørjari aðrari. Skeið 05: Hvar: Nær:

Verkstaður fyri børn og ung Ribarsloft Mikudag, (dagurin kann broytast) kl. 15.00 – 18.00. Byrjar 31. okt. Tíðarskeið: Frá okt. 2015 – apr. 2016 Kostnaður: 100 kr fyri tilfarð o.a. Tilmelding: Odvør á Lakjuni, 268690 Verkstaður fyri yngra fólkið er ætlað børnum og ungum frá 11 – 12 árum og eldri. Á verkstaðnum kemur hugflogið í sving og ymist handaligt og kreativt verður á skránni alt árið. Verkstaðurin er eisini karmur um hugna, prát og nógvar drekkamunnar. Skeið 06: Nær:

Seymiskeið (Ribarsloft) Mikukvøld frá 18.00 - 22.00. Byrjar 21. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Fía í Skorðini, tekstilformidlari, 224246 Á skeiðnum læra vit m. a. at gera okkara egna kjólamynstur og at brúka mynstrið til at seyma eftir. Einans hugflogið setir mørkini.


Skeið 07: Kreativ seyming – mánadagsskeið Hvar: Ribarsloft Nær: Mánadagar: kl. 10.00 – 16.00 Tíðarskeið: 28.sep., 26. okt., 30. nov. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Odvør á Lakjuni, 268690 Skeið í kreativari seyming. Seyma verður bæði úr gomlum og nýggjum, bundnum og tøvdum, leðri og øðrum. Skeið 08: Nær:

Grýlubúnaskeið – tvey ættarlið 2 vikuskiftir: 15. – 16. jan. og 29. – 30. jan 2016 Tíðarskeið: Jan. 2016, tvey vikuskiftir Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Odvør á Lakjuni, 268690 Tvey ættarlið (vaksin saman við barni/børnum) gera grýlu­ búnar saman. Fleiri undirvísarar vera til staðar, so mangt ymiskt kann gerast, so sum tøvdir skortar, ullahár, seymaðir ella bundnir búnar. Bert hugflogið setur mørkini. Skeið 09: Hvar: Nær: Tíðarskeið:

Seyma føroyska búnan lidnan Ribarsloft 4 vikuskiftir á vári 2016 Vikuskiftið: 5. – 6. feb, 19. – 20. feb., 4. – 5. mar. og 18. – 19. mar. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Rutt Hansen, 744480 Á skeiðnum læra vit at skera til og seyma alt til føroyska búnan. Skeið 10: Hvar: Nær:

Ullaarbeiði Ribarhús (evt. Høvdahúsini) Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði kl. 10.00 – 16.00. Byrjar tó ley 24. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Lena Lástein, 594502 Arbeitt verður við ull, herundir vasking, napping, karðing, spinning og møguliga eisini liting. Skeiðið er fyri kvinnur og menn.

Fuglafjarðar Skúli Skeið 11:

Ger fotobók 2015 (Samstarv við Synergi) Nær: 3 mikukvøld kl. 20.00 – 22.00 og 1 leygardag kl. 10.00 – 14.30 Tíðarskeið: Nov. 2015. Fyrireiking: Mik. 4.nov. og mik. 11. nov. Skeið: Ley. 14. nov. Eftirviðgerð: Mik. 18. nov. Kostnaður: 550 Kr (íroknað myndabók fyri 250 kr) Tilmelding: Ása Andreassen, Synergi og Hergeir Eldevig, 507607 Fólk eru farin meira og meira frá at framkalla myndir og ístaðin liggja tær nú á teldum, har ongin rættiliga fær gleði av teimum. Á hesum skeiðnum læra vit at handfara, goyma og velja út talgildar myndir, fyri síðani at gera fotobøkur, sum síggja topp professionellar út. Skeiðið er uppbygt soleiðis, at 2 tey fyrstu kvøldini verður høvið at fyrireika seg til sjálvt skeiðið, sum Synergi stendur fyri og sum verður ein leygardag, og síðani er eitt kvøld aftan á við eftirviðgerð. Pláss er í mesta lagi fyri 15 lutt. Luttakarar skulu hava egnar teldur við. Skeið 12:

Ger fotobók 2016 (Samstarvi við Synergi) Nær: 3 mikukvøld kl. 20.00 -22.00 og 1 leygardag kl. 10.00 – 14.30 Tíðarskeið: Feb. 2016. Fyrireiking: Mik. 10.feb. og mik. 17. feb. Skeið: Ley. 20.feb. Eftirviðgerð: Mik. 24. feb. Kostnaður: 550 Kr (íroknað myndabók fyri 250 kr) Tilmelding: Ása Andreassen, Synergi og Hergeir Eldevig, 507607 Fólk eru farin meira og meira frá at framkalla myndir og ístaðin liggja tær nú á teldum, har ongin rættiliga fær gleði av teimum. Á hesum skeiðnum læra vit at handfara, goyma og velja út talgildar myndir, fyri síðani at gera fotobøkur, sum síggja topp professionellar út. Skeiðið er uppbygt soleiðis, at 2 tey fyrstu kvøldini verður høvið at fyrireika seg til sjálvt skeiðið, sum Synergi stendur fyri og sum verður ein leygardag, og síðani er eitt kvøld aftan á við eftirviðgerð. Pláss er í mesta lagi fyri 15 lutt. Luttakarar skulu hava egnar teldur við.


Fuglafjarðar Skúli Skeið 13: Nær:

Leirskulpturar 20. - 21. nov. og 27. - 28. nov. 2015. Frí. Kl. 19.00 – 22.00 og ley. 10.00 – 15.00 Tíðarskeið: 2 vikuskiftir í nov. 2015 Kostnaður: 200 kr. Lærari: Guðrið Poulsen, Leirlist Tilmelding: Fuglafjarðar kvøldskúli, 238010 Arbeitt verður frítt skulpturelt við leiri. Tilfarðið kostar uml. 200 kr. Skeið 14: Nær:

Lær tína snildtelefon at kenna 6 týskvøld kl. 20.00 – 22.00. Byrjar 27. okt. Tíðarskeið: Okt – des. 2015 Kostnaður: 200 kr. Tilmelding Hergeir Eldevig, 507607 Við einum havi av møguleikum kann tað tykjast torført at koma í gongd við at gera gagn av tíni snildfon. Lær tær grundleggjandi funktiónirnar við snildfonini og síggj møguleikanar ið hon inniheldur. Skeiði verður skipað eftir tørvi brúkarans, men kann m.a. innihalda uppsetan og funktiónir, myndatøku, appir, heimabanka osfr. Skeið 15:

Hondarbeiði – brodering m.a. til føroyska búnan. Nær: Mán. kl. 19.00 – 22.20. Byrjar 19. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Rutt Hansen, 744480 Á skeiðnum frá oktober til endan av mars, kanst tú læra og fáa hjálp at brodera ymist, t.d. føroyska búnan, gardinur, dúkar, flatseyming, ensk hol, hardaner o.a.

Skeið 16:

Fyrilestrar um førleikamenning og sjálvsmenning Nær: 5 leygardagar kl. 10.00 – 13.15. Byrjar 24. okt. Tíðarskeið: 24. okt., 28. nov., 9. jan., 6. feb. og 5. mar. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Siri H. Tórgarð, business coach og ráðgevið, 582905 ella kvøldskúlin 238010 Skeið í førleika­ og sjálvsmenning, 5 leygardagar komandi vetur: Fyrilestur um coaching – Hvat er tað og hvat kann tað brúkast til? Fyrilestur um at skapa javnvág millum arbeiðslív og familjulív Fyrilestur um søgur okkara – Hvat fyri søgur fortelja vit okkum sjálvum og øðrum, um lív okkara? Fyrilestur um konflikthandfaring Fyrilestur um persónsprofilar – Hvat er tað og hvussu verður tað brúkt? Skeið 17: Nær:

Harmonikuspæl 1 og 2 Týs- og mikukvøld kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 20. og 21. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Óli Johannesen, 214162 Frálæra í harmonikuspæli fyri roynd og óroynd. Skeið 18: Klaverspæl (sangstovan) Nær: Týsdagar. Byrjar 20. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Ronny P. Jacobsen, 559996 Skeiðið er bæði fyri nýbyrjarar og víðarikomin. Endamálið er, at hvør næmingur fær spælt, tað hann hevur áhuga fyri. Tað er møguligt at spæla bæði eftir nótum og akkordum. Leypandi verður tosað um musikkteori (m.a. rytmir, tónasløg, musikktekstir o. s. fr.) Hvør næmingur spælir 20­ 30 min. um vikuna. Møguleiki má vera at venja heima.


Skeið 19: Gittarspæl Nær: Mikudagar eftir avtalu. Byrjar 21. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Bárður á Lakjuni, 222443 Hevur tú hug at fáa grundleggjandi gittarundirvísing í heyst/ vetur, ja, so er hetta skeiðið nakað fyri teg. Undirvísingin er ætlað nýbyrjarum og slíkum, ið eru komin nakað víðari. Skeið 20: Tvørfloytuspæl Nær: Mikudagar eftir avtalu. Byrjar 21. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Bárður á Lakjuni, 222443 Hevur tú hug at fáa grundleggjandi tvørfloytuundirvísing í heyst/vetur, ja, so er hetta skeiðið nakað fyri teg. Undirvís­ ingin er ætlað nýbyrjarum og slíkum, ið eru komin nakað víðari. Skeið 21: Barnakór (sangstovan) Nær: Nærri kunning um venjingartíðir í skúlanum. Tíðarskeið: Skúlaárið 2014/2015 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Marta á Lakjuni, 267190 Øll, gentur sum dreingir við áhuga fyri sangi, kunnu vera við í barnakórinum í Fuglafjarðar skúla. Skeið 22: Nær:

Lektiuhjálp: Orð- og talvenjingar Mán. týs., mik., hós. Byrjar eftir heystfrítíðina, 19. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – apr. 2016 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Ábyrgd: Fridrikka Kjeld, orðblinda- og serlærari í lesing og skriving, 770090 Tilboðið er fyri øll áhugaði – fyri allar næmingar í 1. fl. – 10. fl. og foreldur teirra. Eitt toymi av lærarum tekur sær av lektiuhjálpini.

Skeið 23: Føroyskt fyri útlendingar 1 Hvar: Stova 304 Nær: Mánakvøld kl. 19.00. Byrjar 19. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Tórhallur við Gil, 594445 Skeiðið er ætlað útlendingum, sum vilja læra føroykst. Dentur verður lagdur á at práta, lesa og skriva føroyskt. Bókin “Faroese ­ a Language Course for Beginners” verð­ ur brúkt. Luttakararnir á skeiðinum kunnu keypa bókina fyri serprís. Course 23: Faroese for people who do not speak or understand Faroese 1 Where: Fuglafjarðar skúli, Classroom 304 When: Monday, 7 pm; the course starts on October 19th Duration: October 2015 – March 2016 Cost: Free Teacher: Sign up by contacting the teacher: Tórhallur við Gil, phone no. 594445 The course is aimed at people who do not speak or und­ erstand Faroese language and who want to learn Faroese. The course focuses on conversation, reading, and written Faroese. The book, “Faroese – a language Course for Beginners” will be used. Participants who sign up for the course will be able to buy the book with a special discount. Skeið 24:

Føroyskt fyri útlendingar 2 – føroyskt í gerandisdegnum Nær: Eftir avtalu. Byrjar mánakvøldið 19. okt. kl. 19.00 saman við “føroyskt fyri útlendingar 1”, stova 304 Tíðarskeið: Okt. 2015 – feb. 2016 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Kristianna Jacobsen, 744012 Skeiðið er ætlað útlendingum, sum vilja læra føroyskt. Dentur verður lagdur á at læra um føroyska mentan og at læra at tosa málið í vanligum gerandisstøðum.


Fuglafjarðar Skúli Course 24: Faroese as a part of everyday life 2 Where: Fuglafjarðar skúli, Classroom 304 When: Will be decided later; the course starts on October 19th together with Faroese for people who do not speak or understand Faroese 1, classroom 304 Duration: October 2015 – February 2016 Cost: Free Teacher: Sign up by contacting the teacher: Kristianna Jacobsen, phone no. 744012 The course is aimed at people who do not speak or understand Faroese language and who want to learn Faroese. The course focuses on Faroese culture and the use of Faroese as a part of one’s everyday life. Skeið 25: Nær:

Motorlæra (motorlæruhølið) Fríggjadag. kl. 11.50 – 13.30. Byrjaði 28. aug. Tíðarskeið: Aug. 2015 – jun. 2016 Tilmelding: Edmund Joensen, lærari, 747203 Skeið í motorlæru. 9. fl. og eldri. Skeið 26: Nær:

Enskt Hóskvøld kl. 18.00 – 19.30. Byrjar 22. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Kristina Berg, 522733 Vit leggja dent á at tosa enskt, men lesa eisini nakrar tekstir og arbeiða við mállæru, alt eftir hvørjum støði luttakararnir eru á.

Skeið 27: Hvar: Nær:

Fínari matgerð Skúlakøkurin uppi á í ÍF-húsinum 2 leygardagar: 5. og 19.mar. 2016 kl. 10.00 – 16.00 Tíðarskeið: Mar. 2016 Kostnaður: 500 kr. (íroknað 300 kr fyri matvørur) Lærari: Leif Sørensen Tilmelding: Fuglafjarðar kvøldskúli 238010 Skeið í fínari matgerð. Havið knívar, skrellarar og fyriklæði við. Skeið 28: Undirvísing ætlað orðblindum (í samstarvi við Felagið fyri lesi- og skriviveik) Nær: Eftir avtalu Tíðarskeið: Eftir avtalu skúlaárið 2015/16 Kostnaður: Ókeypis Tilmelding: Fuglafjarðar kvøldskúli 238010 Undirvísing og vegleiðing ætlað orðblindum í øllum aldri. Verður skipað í samstarvi við tilboðini hjá felagnum fyri lesi­ og skriviveik, www.lesa.fo Skeið 29:

Dugnaskaparroynd fyri fríðtíðarsiglarar (partar av undirvísingini verða saman við skeiði nr. 30) Nær: Týs ella hós. kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 20. ella 22. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – apr. 2016 Kostnaður: 850 kr. Tilmelding: Jan M. Hjaltalin, 510717 Minna dugnaskaparskeiðið hevur til endamáls at undirvísa frítíðarsiglarum í grundleggjandi siglingarlærugreinum so sum siglingarlæru, sjóreglum, veðurlæru, stabiliteti, og hvussu siglingin verður løgd til rættis við atliti til streym­ viðurskiftir. Umframt hetta verður eisini undirvíst í van­ ligum sjómansskapi t.d. at manovrera, nýta knútar og at verja havumhvørvið. Undirvísingin fevnir um tól t.d. GPS’ara og radara, sum eisini eru partur av munnligu royndini. Eykavinningurin við at taka dugnaskaparskeiðið fyri frítíðarsiglarar er, at prógvið er altjóða, og hetta merkir, at tað kann nýtast kring allan knøttin, og at tað eisini er prógv til skjótgangandi bátar upp til 20 bruttotons. Avrit av dóps­ ella navnabrævi skal handast lærarunum fyrsta undirvísingartíman. Nakrir av tímunum verða møgu­ liga á Vinnuháskúlanum í Tórshavn.


Skeið 30: Dugnaskaparroynd í sigling (partar av undirvísingini eru saman við skeiði 29) Nær: Týs- og hóskvøld. kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 20. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – apr. 2016 Kostnaður: 1.600 kr. Tilmelding: Jan M. Hjaltalin, 510717 Skeiðið í Dugnaskaparroynd í sigling endar við próvtøku. Prógvið gevur rætt til at føra skip upp til 24 metrar long út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón og læknaváttan eru í lagi. Lærugreinirnar eru: Siglingarlæra, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæra. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS’ara og radara. Aldursmark 15 ár. Avrit av dóps­ ella navnabrævi skal handast læraranum fyrsta undirvísingartíman. Nakrir av tímunum verða møguliga á Vinnuháskúlanum í Tórshavn. Skeið 31: Lær at svimja (vaksin) Hvar: Svimjihøllin Nær: Týs. kl. 19.30 – 21.00. Byrjar 20. okt. Tíðarskeið: Heystskeið: Okt. – des. 2015 Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Henny Abrahamsen, 222172 Skeiðið er ætlað tilkomnum fólki, sum eru á byrjanarstøði í svimjing ella sum vilja læra at svimja. Skeið 32: Hvar: Nær:

Lær at svimja (vaksin) Svimjihøllin Týs. kl. 19.30 – 21.00. Byrjar 12. jan. 2016 Tíðarskeið: Várskeið: Jan. – apr. 2016 Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Henny Abrahamsen, 222172 Skeiðið er ætlað tilkomnum fólki, sum eru á byrjanarstøði í svimjing ella sum vilja læra at svimja. Skeið 33: Nær:

Tónleikur (tónleikahølið) Týsdagar kl. 11.50 – 13.30. Byrjaði 4. sep. Tíðarskeið: Sep. 2015 – jun. 2016 Tilmelding: Marta á Lakjuni, 267190 Skeið í tónleiki 8. fl. og eldri.

Skeið 34: Nær:

Máling (myndlistahølið) Mikukvøld kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 4 .nov. Tíðarskeið: Nov. 2015 – mar. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Fuglafjarðar Kvøldskúli, 238010. Skeiðið er ætlað øllum sum hava hug at mála. Skeið 35: Modelsmíð (smíðhølið) Nær: Týskvøld kl. 19.00. Byrjar 3. nov. Tíðarskeið: Nov. 2015 – apr. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Ólavur Sjúrðarberg, 213625 Skeiðið er ætlað øllum, sum hava hug at royna seg við modelsmíði. Skeið 36: Hvar: Nær:

Callanetics - heystskeið 2015 Fimleikarhøllin Kl. 18.00 – 19.30. Byrjaði týs. 18. aug. Tíðarskeið: 10 ferðir. Týs. og hós. Endar 17. sept. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Steintóra Nesá 744720 & Áshild Kristiansen 580025 Callanetics­fimleikur kann íðkast av øllum, bæði vandum og óvandum. Við venjingunum styrkir og mennur tú kroppsburðin. Stigvíst gerst tú tilvitað um ónýttar og skeivt nýttar vøddar. Undirvíst verður í bólki, men eisini verður atlit tikið til hvønn einstakan. Skeið 37: Hvar: Nær:

Callanetics – várskeið 2016 Fimleikarhøllin Kl. 18.00 – 19.30. Byrjar í apríl, lýst verður seinni! Tíðarskeið: Apr. – mai 2016. 10 ferðir. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Steintóra Nesá, 744720 & Áshild Kristiansen, 580025 Callanetics­fimleikur kann íðkast av øllum, bæði vandum og óvandum. Við venjingunum styrkir og mennur tú kroppsburðin. Stigvíst gerst tú tilvitað um ónýttar og skeivt nýttar vøddar. Undirvíst verður í bólki, men eisini verður atlit tikið til hvønn einstakan.


Mentanarhúsið: Skeið 38: Nær:

Samrøður um tónleik (Kyrjacafein) 5 ferðir: Nov. 2015 – feb. 2015. Fyrstu ferð hóskv. 5. Nov. kl. 20.00 Tíðarskeið: Nov. 2015 – feb. 2016 Kostnaður: 50 kr hvørja ferð ella 200 kr. fyri alla røðina Lærari: Jón Tyril, tónleikafyriskipari Tilmelding: Kvøldskúlin 238010 ella við dyrnar. “Samrøður um tónleik” er ætlað øllum við áhuga fyri tónleiki og sum vilja hoyra meira um tankarnar aftanfyri tónleikin. Jón Tyril fer í eini fyrilestrar­ og samrøðurøð at práta við ymsar tónleikarar, sum onkursvegna hava sett síni spor. Vit hoyra helst okkurt lag eisini hvørt kvøldið. Skráin verður lýst seinni. Fyrsta samrøðan verður 5. nov. kl. 20.00 Skeið 39: Nær:

Drama Mánadagar kl. 15.15 – 17.00. Byrjar 19. okt. Tíðarskeið: Okt. 2014 – mar. 2015 Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Noomi Reinert (ráðgev.) og Ása Pállsdóttir Larsen, 218320 Dámar tær væl at standa á palli, so er hetta kanska akkurát nakað fyri teg. Um tú gongur í 5. ella 6. flokki, hevur tú nú møguleika at tekna teg til hetta dramaskeiðið. Skeið 40: Nær:

Dansiskeið fyri vaksin: Pardansur Týskvøld kl. 21.00 – 23.00. Byrjar 22. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – feb. 2016. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Áshild Kjærbo, 265442 Dansiskeið fyri vaksin. Á skeiðnum verður undirvíst í pardansi.

Stropin, barnagarðurin á Kambsdali (ovara inngongd): Skeið 43: Pilates 1: Á byrjanarstøði – styrkjandi venjingar til allan kroppin Nær: Mán. og mik. kl. 18.00 – 19.00. Byrjar 14. sep. Tíðarskeið: Sep. – nov. 2015. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 1: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar maga­ tarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/ máttu. Skeið 44: Pilates 2: Feittforbrenning – rørsla, ið fær pulsin upp á feittforbrenningsstøði Nær: Mán. og mik. kl. 19.00 – 20.00. Byrjar 14. sept. Tíðarskeið: Sep. – nov. 2015. 2 ferðir um vikuna í 8 vikur. Kostnaður: 200 kr Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 2: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; økir konditiónina; minkar um vektina. Skeið 45: Pilates 3: Fyri tey, ið hava roynt tað áður – styrkjandi venjingar til allan kroppin Nær: Mán. og mik. kl. 20.00 – 21.00. Byrjar 14. sep. Tíðarskeið: Sep. – nov. 2015. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 3: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar maga­ tarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/ máttu.


Skeið 46: Pilates 4: Pilates fyri menn – styrkjandi venjingar til allan kroppin Nær: Mán. og mik. kl. 21.00 – 22.00. Byrjar 14. sep. Tíðarskeið: Sep. – nov. 2015. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates fyri menn: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar maga­ tarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/máttu. Skeið 47: Pilates 1: Á byrjanarstøði – styrkjandi venjingar til allan kroppin (2016) Nær: Mán. og mik. kl. 18.00 – 19.00. Byrjar 7. jan. Tíðarskeið: Jan. – mar. 2016. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 1: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar maga­ tarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/ máttu. Skeið 48: Pilates 2: Kom í form: Konditión – rørsla við høgum tempo (2016) Nær: Mán. og mik. kl. 19.00 – 20.00. Byrjar 7. jan. Tíðarskeið: Jan. – mar. 2016. 2 ferðir um vikuna í 8 vikur. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Kom í form: Økir konditiónina munandi; minkar um vandan fyri hjarta­ karsjúkum; minkar um vandan fyri diabetes typa 2; økir sjálvsvirðið.

Skeið 49: Pilates 3: Fyri tey, ið hava roynt tað áður – styrkjandi venjingar til allan kroppin. (2016) Nær: Mán. og mik. kl. 20.00 – 21.00. Byrjar 7. jan. Tíðarskeið: Jan. – mar. 2016. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates 3: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar maga­ tarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/ máttu. Skeið 50: Pilates fyri menn – styrkjandi venjingar til allan kroppin. (2016) Nær: Mán. og mik. kl. 21.00 – 22.00. Byrjar 7. jan. Tíðarskeið: Jan. – mar. 2016. 2 ferðir um vikuna í 10 vikur. Kostnaður: 200 kr. Tilmelding: Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur, 744748 Pilates fyri menn: Økir styrki, stabilitet og mobilitet; stimbrar maga­ tarmfunktiónina; stimbrar blóðrenslið; mótvirkar strongd; økir kroppstilvitanina. Venjingin verður gjørd á undirlagi/máttu.


Onnur støð í býnum: Skeið 41: Fyrireiking til fornfrøðiliga og søguliga ferð til Orkney/Skotland Hvar: Verður lýst seinni. Nær: Fyrireiking: Hós. 18. feb. 2016 kl. 20.00 – 22.00. Ferðin, frá fríggjadegi til fríggjadags, verður eftir ætlan í apríl ella mai 2016 (í viku 17, 18 ella 19) Tilmelding: 22. okt. (seinasta freist) Kostnaður: 200 kr. (umframt ferðaútreislur mettar at verða uml. 8000 kr. pr. pers., fyri ferðaleiðara, flogferð, ferðing, gisting, leigubuss v.m.) Tilmelding: Mag. art. í fornfrøði Steffen Stummann Hansen, 283085 ella Fuglafjarðar Kvøldskúli 238010. Í samstarvi við Norrøna Felagið í Føroyum verður skipað fyri fornfrøðiligari og søguligari ferð til Skotlands og Orkney, har vit vitja áhugaverd fornminnir og minnismerkir frá forn­ søguligari og søguligari tíð, samstundis sum sjóneykan serliga verður sett á norðurlendska arvin. Túrurin er eftir ætlan ein vikutúrur, frá fríggjadegi til fríggjadags í viku 17, 18 ella 19 í 2016. Steffen Stummann Hansen er ferða­ leiðari. Vit flúgva umvegis Edinburgh og koyra í leigu­ bussi norð gjøgnum Skotland og suðuraftur til Edinburgh. Ætlaðu ferðamálini eru millum onnur.: Edinburgh, National Museums of Scotland, Scottish National Gallery, Edinburgh Castle, stórfingnu Clava Cairns við Inverness, rundvísing í Highland House of Fraser Kilt, Inverness, Dunrobin Castle, Kirkwall, Orkney Museum, St. Magnus Cathedral, Bishop’s and Earl’s Palaces, Highland Park Distillery, Maeshowe, Stenness, Scara Brae, Brough of Birsay og Broch of Gurness, um flóðin loyvir tíð; Grey Cairns of Camster, Beauley Priory, Stirling Castle. Túrurin verður bert gjørdur, um í minsta lagi 20 tilmeldingar eru, og pláss er bert fyri í mesta lagi 25 pers. Fyrispurningar um ferðaskrá o.a. eru vælkomnir. Allarseinasta freist fyri til­ melding er 22. okt. 2015. Gevið gætur, hetta er ein fyribils skrá!

Skeið 42: Hvar: Nær:

Møblapolstring Verkstaðurin hjá Dugna á Kambsdali Týskvøld kl. 19.00 – 22.00. Byrjar 20. okt. Tíðarskeið: Okt. 2015 – feb. 2016 Kostnaður: 400 kr. Tilmelding: Gulli Berjastein, 290290 og Ragna Matras, 292992 Skeið í at umvæla og polstra møblar. Onki goymslupláss er í hølunum, sum vit eru í, so møblarnir mugu takast heim við hvørja ferð. Skeið 51: Hvar: Nær:

Telduskeið Dagtilhaldið í Lonini Mán. og týs. kl. 15. 00 – 18.00. Byrjar 15. sep. Tíðarskeið: Sep. 2015 – mai 2016 Tilmelding: Anna Berjastein 238095, Dagtilhaldið ella Johnny Lassaberg 238011, teldulæra. Skeiðið er partur av eldratilboðnum í dagtilhaldinum í Lonini. Dagtilhaldið er annars opið mánadag, týsdag og mikudag kl. 15.00 – 18.00. Skeið 52: Hvar: Nær: Tíðarskeið: Kostnaður: Tilmelding: Skeið 53: Hvar: Nær: Tíðarskeið: Kostnaður: Tilmelding:

Fuglafjarðar Sangkór Kirkjukjallarin Mikukvøld kl. 20.00 – 22.00. Byrjaði 3. sep. Sep. 2015 – mai 2016 Ókeypis Heðin Kambsdal, 222421 Fuglafjarðar Hornorkestur Hølið hjá hornorkestrinum. Týskvøld kl. 17.30 – 19.30. Byrjaði 26. aug. Skúlaárið 2015-16 Ókeypis Rúni Hentze, 580705


Skeið 54: Hvar: Nær: Tíðarskeið: Kostnaður: Tilmelding:

Lesiringurin Bókasavnið (fyrisk. Fuglafjarðar Bókasavn) Eitt týskvøld um mánaðin kl. 20.00. 1 ferð um mánaðin Ókeypis Fuglafjarðar Bókasavn, 238016 ella bokasavn@fuglafjordur.fo Lesiringurin avtalar hvørjar bøkur, ið skulu lesast. Síðani hittast vit til eitt prát um mánaðarinnar bók aftur við einum drekkamunni. – Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá mynduleikum. – Luttøkugjaldið verður flutt á konto 9865 – 9933284 í Norðoya Sparikassa tá skeiðið er byrjað. Minst til at viðmerkja navn og skeiðnummar á flytingina og boða læraranum frá um flytingina. – Luttakararnir gjalda fyri tilfar, ið nýtt verður í undirvísingini. – Tilmelding fer í flestu førum fram beinleiðis til læraran á skeiðnum. – Vegleiðandi kostnaðurin er 400 kr. fyri skeið, ið eru longri enn 40 tímar og 200 kr. fyri skeið, ið eru styttri. – Skráin og faldari við nærri kunning um skeiðini er eisini at síggja á www.fuglafjordur.fo og á Facebook: Kvøldskúlin í Fuglafirði. Faldarin verður borin út í øll hús í kommununi. – Flaggdagin, 25. apríl 2016 verða tónleikaframførslur og framsýning av handaligum arbeiði í Gallerí Ribarhús.


Meira kunning fæst við at seta seg í samband við: Fuglafjarðar Kvøldskúla, tel 23 80 10, t­post: kvoldskuli@fuglafjordur.fo, www.facebook.com/fuglafjordurkvoldskulin

Fuglafjarðar kommuna · Ennivegur 38 · Tel 668 000 info@fuglafjordur.fo · www.fuglafjordur.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.