Kjakið um fosturtøku hevur mangan verið hart. Og tað er tað onki at siga til, tí tað nemur við fleiri grundleggjandi viðurskifti, sum fólk flest hava nógvar – og ofta sterkar – meiningar um.
Men hvussu er føroyska lóggávan á økinum? Og hvussu verður hon praktiserað? Hvat kunnu vit siga um hugburðin í Føroyum til spurningar, ið viðvíkja fosturtøku? Og hvat hevur eyðkent kjakið í almenna rúminum?
Hesar spurningar hava vit við hesum ritið roynt at kanna og greina. Vónin er, at tað kann vera eitt dygdargott ískoyti hjá øllum – uttan mun til politiskan lit ella sannføring – nú kjakið um fosturtøku av álvara hevur tikið seg upp aftur.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi