Hiddenfjord: Í samljóði við náttúruna

Page 1


Frágreiðing um burðardygd 2021

Innihaldsyvirlit

Hví eina frágreiðing

um burðardygd?

Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í samljóði við náttúruna.

Burðardygd hevur altíð verið okkara fremsta raðfesting, síðani vit byrjaðu at ala laks fyrst í áttatiárunum. Vøkstur kemur í aðru røð.

Okkara virksemi skal vera skipað soleiðis, at vit tryggja varandi aling á okkara alifirðum og gera okkara til at tryggja varandi aling í Føroyum.

Tað er eisini okkara ábyrgd at gera alt, vit eru ment, at tryggja, at okkara virksemi ikki elvir til óneyðuga dálking ella útlát. Hvørki her í Føroyum ella úti í heimi.

Endamálið við hesi frágreiðing er at vísa á, hvørja ávirkan okkara virksemi hevur, og hvat vit í Hiddenfjord ítøkiliga gera og ætla at gera fyri at minka um okkara ávirkan á umhvørvið.

Hetta vilja vit gera á ein hátt, sum er greiður, erligur og er bindandi fyri okkum. Við frágreiðingini vilja vit eisini vísa á, hvat vit meta, myndugleikarnir kunnu gera fyri at tryggja, at vit fáa so burðardygga alivinnu í Føroyum sum gjørligt.

Okkara eftirkomarar skulu hava somu góðu treytir at liva í og saman við náttúruni, sum vit hava í dag. Álit og opinleiki eru hornasteinar hjá okkum. Vit meina, at umhvørvismenning er treytað av opinleika, og at vinnan viðurkennir sínar avbjóðingar, so tær kunnu loysast. Tí halda vit okkum hava ábyrgd at vísa á, hvørja ávirkan vit hava á umhvørvið.

Stutt um Hiddenfjord

Hiddenfjord er ein alifyritøka, sum er hundrað prosent føroysk.

Brøðurnir Atli og Regin Gregersen eiga og reka fyritøkuna.

Hiddenfjord varð stovnað undir navninum PF Fiskavirkið í 1929 í Syðrugøtu og framleiddi klippfisk. PF Fiskavirkið varð rikið av Jóan Paula Gregersen, abba núverandi eigarar (í faðirætt) og stovnað saman við bygdarfólkinum við tí endamáli at skapa arbeiðspláss og livigrundarlag í bygdini.

Hiddenfjord hevur eisini røtur aftur til virksemið hjá S. P. Petersen í Fuglafirði, ið var langabbi núverandi eigarar (í móðurætt), ið varð sett á stovn í 1887. S. P. Petersen var ein framsøkin fyritøka, ið legði dent á at framleiða dygdarvørur við vinningi fyri eyga.

Báðar hesar hugsjónir mynda Hiddenfjord í dag. Samstundis sum endamálið er at reka framsøkið vinnulív, stremba vit eftir at byggja land og vera við til at skapa gott livigrundarlag í Føroyum við at menna føroyska alivinnu. Sum familjufyritøka hava vit frælsi at virka hugsjónarliga og eftir egnari sannføring.

Hiddenfjord byrjaði aling av laksi á Skálafjørðinum í 1984. Í dag hevur Hiddenfjord stórt virksemi í Føroyum. Smolt verða ald á smoltstøðini á Fútakletti og laksurin settur út á Sørvágsfjørð, á Miðvág, í Vestmanna og á Hestfjørð. Allur laksurin verður kruvdur og góðskaður á góðskingarvirkinum í Sørvági og seldur um allan heim.

Slóðbrótandi fyritøka

Hiddenfjord er ein sera nýskapandi fyritøka, sum hevur gingið undan við nógvum slóðbrótandi átøkum gjøgnum árini. Í

Hiddenfjord er stutt frá starvsfólki til leiðslu. Ábyrgd verður býtt út, og starvsfólk verða hoyrd, tá ið avgerðir verða tiknar. Tí verða hugskot skjótt loftað, og tað er stutt frá tanka til gerð.

Hjá Hiddenfjord arbeiða 210 starvsfólk. Øll okkara starvsfólk eru á ymsan hátt við til at menna okkara virksemi. Tað hevur alstóran týdning at tryggja bæði ábyrgdarkenslu og nýhugsan hjá starvsfólkum og í felagnum sum heild, av tí at okkara starvsfólk hava sera stóran týdning í allari okkara menning og framgongd.

Hvat

merkir

burðardygd fyri okkum?

Fyri okkum merkir burðardygd, at vit skulu virka í samljóði við náttúruna. Vit vilja tryggja eina varandi aling og hava fyrilit fyri umhvørvinum.

Varandi aling

Vit byrjaðu okkara alivirksemi í 1982. Alingin var skipað soleiðis, at tað vóru fleiri alarar á hvørjum alifjørði. Tað vóru eisini fleiri árgangir av laksi á hvørjum alifjørði samstundis. Hetta gjørdi, at stórir lúsa- og sjúkutrupulleikar við tíðini stungu seg upp og breiddu seg millum árgangir og alifyritøkur á hvørjum fjørði, og fellið var stórt og versnandi. Tí var greitt, at skipanin ikki var burðardygg og mátti broytast, um alingini skuldi vera lív lagað.

Í 1998 tók Hiddenfjord stig til eina tilgongd, sum í 2003 eftir tógvið stríð hevði við sær eina nýggja rakstrarkunngerð fyri føroysku alivinnuna. Serliga týdningarmiklir partar av 2003-nýskipanini vóru tríggjar meginreglur:

1. Ein alari á hvørjum fjørði

2. Bert ein árgangur á hvørjum alifjørði í senn

3. Økishvíld millum hvørt aliumfar

Fellið

Prosent av innsettum tali, uppsett eftir árinum, ringurin er tikin.

Kelda: Kontali Analyse AS og Sp/f Avrik

2003-nýskipanin er meginorsøkin til, at føroyska alivinnan í dag eigur stóran part í livigrundarlagnum í Føroyum. Føroyska alivinnan menti seg eftir 2003 til at vera heimsins besta, og hesar strongu reglur eru síðani nýttar sum íblástur til burðardygga alivinnu um allan heimin. Síðan nýskipanina er alingin í Føroyum vaksin nógv.

2003-nýskipanin minkaði serliga um sjúkur, sum ferðast stutt uttan vert, og hetta gjørdi, at trupulleikin við sjúkum mestsum hvarv. 2003-nýskipanin var tó ikki fullgóð móti lús, sum ferðast víða uttan vert, men viðgerðir við virknum evnum, hildu lúsatrupulleikunum niðri.

Føroyar

Lúsin hóttir burðardygdina

Tíverri eru trupulleikarnir av laksalúsini ovurstórir í dag, av tí at laksalúsin er vorðin mótstøðufør móti flestu viðgerðarevnum.

Nógva handfaringin av laksinum í sambandi við lúsaviðgerð hevur havt við sær, at fleiri og fleiri kendar sjúkur aftur stinga seg upp, eins og fellið í føroysku alivinnuni hevur verið vaksandi

í fleiri ár. Nú er aftur greitt, at skipanin ikki er burðardygg, og tørvur er á grundleggjandi broytingum.

Eins og í tilgongdini til at menna eina stranga nýskipan

í 2003 ganga vit í Hiddenfjord aftur á odda fyri at herða lúsakunngerðina við tí fyri eyga, at laksaalingin aftur kann fara fram á tryggum burðardyggum grundarlagi.

Nærumhvørvið

Sum framleiðslufyritøka, ið gagnnýtir náttúruna og føroysku alifirðirnar til at ala laks, liggur ein serliga stór ábyrgd á okkum at leggja soleiðis til rættis, at okkara virksemi ikki elvir til varandi árin á nærumhvørvið.

Fjarumhvørvið

Vit í Hiddenfjord eru tilvitað um, at okkara virksemi skal hava so lítla ávirkan á fjarumhvørvið sum gjørligt. Tað er eyðsýnt, at veðurlagsbroytingar eru ein tann størsta avbjóðingin, heimurin hevur í løtuni. Tí er alneyðugt, at vit avmarka okkara CO2-útlát mest møguligt frá bæði framleiðslu og flutningi. Í 2020 tóku vit ta stóru avgerð sum fyrsta alifelag í heiminum at gevast við øllum loftvegis flutningi av laksavørum fyri at minka mest møguligt um CO2-úlátið. Í dag nýta vit bert flutning við sera lítlum CO2-útláti.

Hiddenfjord hevur áhaldandi gingið á odda at menna eina burðardygga alivinnu, og nú ganga vit eisini undan í altjóða alivinnu við at vejla ein burðardyggan flutningshátt.

Grundhugsjón

Í Hiddenfjord hava vit fýra høvðsvirði, ið vit stýra eftir í øllum okkara virksemi.

Burðardygd

• Okkara alivirksemi skal vera í samljóði við náttúruna, so at vit tryggja eina varandi aling

• Okkara virksemi skal hava so lítla ávirkan á umhvørvið sum gjørligt

Álit og opinleiki

• Vit leggja dent á at vera sonn og álítandi, og okkara virksemi skal vera gjøgnumskygt

Nýhugsan

• Vit virðismeta gransking og hava dirvi at bróta slóð við nýggjum loysnum fyri at menna okkara virksemi

Fíggjarligt varsemi

• Alivinnan hevur stóran váða, og tí skulu vit hava peningaliga styrki til tær íløgur, vit gera, og til at tola mótgongd

Mál

• Vit vilja gera okkara til, at aliøkið Føroyar verður gagnnýtt til fulnar

• Vit vilja framleiða heimsins besta laks

• Vit vilja veita okkara kundum tænastu í serflokki

• Vit vilja vera eitt gott arbeiðspláss, har øll starvsfólk kenna seg vird

skipað soleiðis, at vit tryggja varandi aling á okkara alifirðum og gera okkara til at tryggja varandi aling í Føroyum

“ Okkara virksemi skal vera

Í frágreiðingini koma vit inn á tríggjar týðandi partar:

NÆRUMHVØRVIÐ

VEÐURLAGSBROYTINGAR

ALING

Laksalús

Størsti trupulleikin hjá føroysku alivinnuni seinastu nógvu árini hevur verið laksalúsin. Tað hevur ikki eydnast føroysku alivinnuni at basa hesum vaksandi trupulleika. Eitt beinleiðis úrslit er, at fellið í vinnuni er alt ov stórt. Í Hiddenfjord eru vit stúrin um gongdina, sum vit halda vera sera álvarsliga og versnandi.

Ein ítøkiligur vandi er fyri, at alivinnan kann koma í eina kreppu, sum minnir um kreppuna, ið alivinnan fór ígjøgnum áðrenn nýskipanina í 2003. Alifeløg og myndugleikar mugu gera sítt til at venda gongdini fyri at fáa tamarhald á støðuni.

Laksalúsin leggur sera nógv avkom, og tey ferðast í sjónum víða at finna laks at seta seg á. Lýsnar kunnu lættliga fara um allar Føroyar við sjóvarfallinum. Tí er lúsin ein felags trupulleiki hjá alivinnuni. Nógv lús á einum alifjørði elvir til stórt smittutrýst á hinum firðunum í Føroyum.

Um lúsatrýstið er ov stórt, kann vera neyðugt at viðgera fyri lús. Hetta kann gerast við evnavørum (fóður- ella baðviðgerð) ella við mekaniskari viðgerð (spuling, flógvur sjógvur ella feskvatn).

Viðgerðir við evnavørum elva til mótstøðuføri, og lýsnar eru vorðnar mótstøðuførar móti flestu evnavørum. Harafturat kunnu viðgerðir við evnavørum hava neiliga ávirkan á umhvørvið.

Fellið í føroysku alivinnuni er vaksandi. Mekaniskar viðgerðir hava nógva handfaring av laksinum við sær, sum hava neiliga ávirkan á fiskaheilsuna. Hetta økir um váðan fyri stórum felli og sjúku. Seinastu árini hava fleiri laksasjúkur aftur stungið seg upp: BKD, furunkulosa, hjartaklovningur (CMS) og hjarta- og skelettvøddabruni (HSMB).*

*Heilsufrøðiliga starvsstovan: Fiskaheilsubarometrið í føroysku alivinnuni 2021

Stóra avbjóðingin við laksalúsini í føroysku alivinnuni hevur fingið okkum at gera eina rúgvu av átøkum og menning seinastu nógvu árini. Vit hava raðfest eina fyribyrgjandi lúsastrategi, har vit hava ment okkara aling, so tamarhald er á laksalúsini, og so laksurin fær frið at vaksa uttan hóttandi óvissu við sjúkuútbrotum og øktum felli.

Í mong ár hava vit lagt stóran dent á at seta fólk við serkønari vitan í starv. Eisini hava vit leitað eftir nýggjastu granskingini og vitan frá serfrøðini, eins og vit hava verið partur av nógvari gransking á økinum.

Hetta miðvísa fyribyrgjandi arbeiðið við framtíðini í huga hevur eydnast væl og givið okkum góð úrslit, har vit hava megnað at hildið okkum væl undir lúsamarkinum, samstundis sum at fellið hevur verið lítið og trivnaðurin góður. Fellið hjá Hiddenfjord í 2021 var 4,96% (kelda: Sp/f Avrik).

Í 2021 tók Hiddenfjord 18.100 tons av kruvdum laksi, svarandi til 19,3% av tøkuni í Føroyum. Til samanberingar høvdu vit í 2021 bert á leið 7% av samlaðu lúsini í Føroyum.

Av tí at lúsin er ein felags trupulleiki, eru vit í tí støðu, at vit stríðast við nógva lús, sum vit ikki sjálv eru atvoldin til.

Føroyar Hiddenfjord

Brot á lúsamarkið fyri føroysku alivinnuna sum heild samanborið við Hiddenfjord síðan 2018. Kelda: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Brot

Ítøkilig átøk

Av tí at laksalúsin seinastu nógvu árini hevur verið størsta avbjóðingin í alivinnuni, hevur hon eisini verið drívmegin fyri sera stórum parti av okkara mennandi átøkum. Endamálið við hesum átøkum hevur verið at fáa tamarhald á lúsastøðuni.

Niðanfyri fara vit at lýsa fleiri av okkara størstu og best eydnaðu átøkum, sum hava havt við sær færri lýs, betri vøkstur, minni tørv á viðgerðum og minni felli.

Harðbalin aling

Hiddenfjord byrjaði arbeiðið við aling á ábærum økjum longu í 1988, tá ið laksurin varð fluttur av Skálafjørðinum og út á Gøtuvík. Hetta var eitt sera stórt stig at taka tá, og hesa gongdina hevur Hiddenfjord hildið fast við líka síðani.

Á ábærum aliøkjum hava vit stóra útskifting av sjógvi, har umstøðurnar hjá lúsunum at hópa seg upp eru truplari. Men um sera nógv lús er í umferð í sjónum, rakar tað skjótast á tey ábæru aliøkini, og tí er neyðugt við strongum reglum, um føroyska alivinnan skal menna nýggj aliøki, sum liggja ábært fyri.

Hiddenfjord hevur gingið á odda við harðbalnari aling, og vit tora við vissu at siga, at vit ala á ábærastu aliøkjum í heiminum, bæði hvat ráki og aldu viðvíkur.

Stutta tíð í sjónum

Tá ið tøkan er liðug á einum aliøki, er økishvíld. Hetta ger, at lús og møguligar sjúkur hvørva, áðrenn smolt verða sett út aftur. Lúsaplágan gerst størri, longur laksurin er í sjónum.

Vit hava gjørt fleiri átøk fyri miðvíst at stytta tíðina, sum laksurin er í sjónum. Tað er fyri at minka um lívfrøðiliga váðan, serliga at minka um lúsina.

Okkara størstu og mest slóðbrótandi átøk fyri at stytta tíðina í sjónum eru: framleiðsla av stórum hágóðskusmoltum á landi og skjótur vøkstur í sjónum. Hesi og onnur átøk eru lýst niðanfyri.

Hágóðskusmolt

Grundarlagið fyri at stytta tíðina á sjónum verður lagt á okkara smoltstøð. Okkara dugnaligu starvsfólk hava miðvíst arbeitt við at menna framleiðsluna av smoltunum og góðskuna á teimum. Vit hava fylgt væl við í gransking og hava havt dirvi at gera royndir við nýggjum loysnum. Hetta sæst týðiliga aftur á trivnaðinum og vøkstrinum á sjónum.

Nógv ymisk átøk hava elvt til hesa framgongd. Eitt nú kann nevnast, at vit í Hiddenfjord áhaldandi hava leitað eftir rognum við teimum bestu arvafrøðiligu eginleikunum. Eisini snýr tað seg í sera stóran mun um at hava so góða vatngóðsku sum yvirhøvur gjørligt. Millum annað hava vit gjørt stór átøk fyri at halda hita og CO2 í vatninum lágt fyri at tryggja, at laksurin gagnnýtir sínar vakstrarmøguleikar sum best, tá ið hann kemur á sjógv.

Stór smolt

Í 2010 tók Hiddenfjord sum fyrsta alifelag í heiminum ta stóru avgerð at framleiða stór smolt. Útbyggingin av smoltstøðini á Fútakletti var ein stór og vágamikil íløga, serliga av tí at hetta var fyrsta verkæltan av sínum slagi, og vit tí ikki vistu við vissu, hvussu hetta fór at eydnast.

Avgerðin at framleiða stór smolt varð tikin fyri at minka um trupulleikarnar av lús, tí størri smoltini eru, styttri skal laksurin ganga í sjónum, og harvið verða sjálvsagt færri lýs og færri lívfrøðiligar avbjóðingar. Tað er krevjandi at framleiða stór smolt á landi, men betraða fiskavælferðin við hesum átaki er eyðsýnd.

Menningin við aling av stórum smoltum hjá Hiddenfjord hevur kveikt stóran áhuga í vinnuni, og vit hava havt alarar úr øllum heiminum á vitjan at læra av okkara royndum.

Smoltstødd

Gramm Føroyar Hiddenfjord UK Kili Noreg

Stødd á smoltum í alivinnuni. Uppsett eftir árinum, fiskurin er farin á sjógv. Síðani 2015 hevur føroyska alivinnan havt størst smolt. Síðani 2010 hevur Hiddenfjord gingið á odda í allari alivinnuni. Kelda: Kontali Analyse AS og Sp/f Avrik

Skjótur vøkstur

Tað hevur stóran týdning, at laksurin trívist væl og veksur

skjótt fyri at stytta um tíðina, laksurin er í sjónum. Hetta krevur dugnalig og nærløgd starvsfólk.

Munagóð fóðring hevur stóran týdning fyri at fáa laksin at vaksa skjótt. Fóðringin skal tryggja, at hvør einasti laksur etur seg mettan, umframt at so lítið av fóðri sum gjørligt fer til spillis.

Síðani aldarskiftið hava vit brúkt myndatól á øllum aliringum, so at vit altíð kunnu fylgja við átinum hjá laksinum frá fóðringstøð á landi. Í dag nýta vit myndatól undir vatnskorpuni í aliringunum til at eyðmerkja fóðurperlur og til at stýra fóðringini við. Skipanin, ið er so at siga hundrað prosent teldustýrd, tryggjar, at laksurin fær fóður, til hann er mettur, og at sera lítið av fóðri fer til spillis. Tøknin er frá føroysku fyritøkuni FaroeSea.

Fyri at tryggja, at laksurin hevur bestu liviumstøður, hava myndugleikarnir ásett eitt mark, ið sigur, at tættleikin í aliringum ikki skal fara upp um 25 kg/m3. Vit royna tó altíð at hava tættleikan í hvørjum ringi undir 20 kg/m3, umframt at vit fylgja sera væl við iltstøðuni í ringunum, sum hevur stóran týdning fyri trivnaðin.

Ábæru aliøkini hjá Hiddenfjord, við nógvari útskifting av sjógvi, tryggja reint og gott umhvørvi hjá laksinum at vaksa í.

Øll tey nevndu átøkini síggjast aftur í vøkstrinum. Laksurin hjá Hiddenfjord hevur havt besta vøkstur í sjónum í Føroyum øll árini síðani 2007 sambært føroysku ráðgevingarfyritøkuni Sp/f Avrik, sum hevur greinað tøl fyri føroysku alivinnuna í meira enn 20 ár. Hetta saman við stórum hágóðskusmoltum ger, at tíðin, sum laksurin hjá Hiddenfjord er í sjónum, er væl styttri enn hjá øðrum alifyritøkum í Føroyum.

Tíð á sjónum

Hiddenfjord

Miðaltíð á sjónum fyri hvønn aliring. Uppsett eftir árinum ringurin er tikin. Nevndu átøkini síggjast aftur í væl styttri tíð á sjónum hjá Hiddenfjord í mun til aðrar aktørar í føroysku alivinnuni.

Kelda: Sp/f Avrik

Samanhangandi tøka

Tørvur er á at hava eina samanhangandi tøku, soleiðis at okkara kundar fáa Hiddenfjord laksavørur hvørja viku, eins og okkara starvsfólk á kryvjivirkinum hava støðugt arbeiði. Tó noyðast vit, við bert fýra aliøkjum, at draga tøkuna á hvørjum aliøki út yvir eitt longri tíðarskeið fyri at varðveita eina samanhangandi tøku. Í 2021 gjørdu vit mátingar, modelleringar og royndir við streymverju í Vestmannasundi við tí fyri eyga at útvega okkum eitt alipláss afturat. Endamálið er at temja rákið so mikið, at tað verður møguligt at ala laks í so hørðum ráki, sum annars ikki ber til.

Við fleiri aliøkjum kann tøkutíðin styttast munandi, og samanhangandi tøkan kann varðveitast. Sostatt verður tað gjørligt at stytta tíðina í sjónum.

Rognkelsi

Rognkelsi eru ein natúrligur háttur at minka um talið á lús á laksi. Rognkelsini eta lús og hjálpa okkum sera væl í stríðnum móti laksalúsini, men avbjóðingar eru við at fáa rognkelsini at trívast væl í aliringunum.

Vit vóru í 2014 fyrsta alifelag í Føroyum at nýta rognkelsi til at basa laksalúsini. Hiddenfjord hevur verið virkin partur í gransking um rognkelsi og teirra trivnað. Vit meta, at tað er okkara skylda framhaldandi at geva okkara íkast til menningina og serliga at betra um trivnaðin hjá rognkelsum. Tí brúka vit nógva orku til vælferðina hjá rognkelsum.

Vit hava lært okkum sera nógv um tørvin á rognkelsum á ávísum aliøkjum og árstíðum. Vit hava lært okkum at brúka rognkelsini so tey muna væl og hava tí fækkað rognkelsini, sum verða sett á sjógv á hvørjum ári síðan 2017. Minkingin hesi árini er 42%. Av tí at tøkan av laksi hesi árini er vaksin, er talið á rognkelsum fyri hvørt framleitt kilo av laksi minkað heili 58%.

Nýtsla av rognkelsum

Nýtsla av rognkelsum hjá Hiddenfjord síðani 2017. Kelda: Hiddenfjord

Vit skulu tó vera skjót at taka í egnan barm og viðganga, at hetta hevur ikki bara eydnast væl. Hóast rognkelsi eru munagóður máti at basa lús við, er fellið av rognkelsi framvegis alt ov stórt. At brúka rognkelsi til aling er lutfalsliga nýtt. Tað tekur tíð at kenna fiskaslagið, fáa tað at trívast og at ala rætt. Við betri liviumstøðum í ringunum, kynbótaarbeiði, vaksinumenning og strategiskari útseting kann fellið minka nógv.

Rognkelsini stríðast serliga við bakteriuelvdar sjúkur. Í Hiddenfjord hava vit gingið á odda fyri at bøta um hesar sjúkur.

Vit hava eyðmerkt fleiri bakteriur. Summar hava vit ruddað út saman við framleiðaranum av rognkelsum við at gera broytingar í framleiðsluni. Eisini hava vit staðið á odda fyri at menna koppingarevni til tvær bakteriur. Eftir hesi átøk frá Hiddenfjord hava vit ikki sæð útbrot frá hesum sjúkum aftur. Í løtuni eru fáar sjúkur, sum elva til stórt felli hjá rognkelsum. Í Hiddenfjord arbeiða vit framhaldandi við at menna koppingarevni, og vónandi fara tey at hava eins góðan virknað og undanfarnu átøk.

Í arbeiðnum við rognkelsum eru vit í Hiddenfjord umbiðin um allan heim at halda fyrilestrar og greiða frá okkara royndum og kunnleika.

Forsprákari fyri at herða lúsakunngerðina

Lús smittar millum firðir. Tí er best fyri vinnuna, um lúsamarkið er lágt, og at markið verður hildið, soleiðis at ein ring støða á einum alifirði ikki rakar aðrar alifirðir. Hetta er týðiliga staðfest í gransking bæði í Føroyum* og uttanlands. Nógv lús hevur nógva viðgerð við sær og harvið vanda fyri sjúku og felli. Tí er vinningurin fyri samlaðu alivinnuna í Føroyum størstur, um øll alifeløgini halda seg undir lúsamarkinum. Hetta er neyðugt, um alivinnan skal venda álvarsligu gongdini og tamarhald fáast á lúsastøðuni.

Herðing av lúsakunngerðini kann møguliga hava við sær minking í framleiðsluni upp á styttri tíð, men fer síðani at elva til størri og tryggari framleiðslu við færri lúsum, færri viðgerðum og minni felli.

Hiddenfjord hevur í mong ár arbeitt fyri at herða lúsakunngerðina, sum upprunaliga varð lýst í 2009 og er herd fleiri ferðir síðani (2014, 2016, 2017, 2020 og 2021).

*Kragesteen et al. 2018. Identifying salmon lice transmission characteristics between Faroese salmon farms. Aquaculture Environment Interactions. Vol. 10:49-60.

Mál fyri 2022

• Vit fara at byrja aling í lokaðum eindum á sjónum í Sørvági. Hetta eru ringar, sum hava ein dúk runt um alla nótina. Dúkurin skal tryggja, at laksalúsin ikki sleppur inn í ringin. Vatngóðskan í ringinum verður tryggjað við pumping av sjógvi og ilt-tilseting. Hetta er fyrstu ferð, at lokaðar eindir verða royndar í Føroyum.

• Vit fara at byrja aling í streymasjógvi. Okkara royndir vísa, at tann streymverjan, vit hava ment, megnar at tálma sera harða rákinum so mikið, at laksurin kann trívast. Vit fara í 2022 at royna økið Suðuri í Bug í Vestmannasundi. Hetta er ein verkætlan, sum er slóðbrótandi í altjóða alivinnu.

• Vit fara framhaldandi at arbeiða við at fáa myndugleikarnar at herða lúsakunngerðina. Lúsakunngerðin má tryggja, at lúsamarkið er nóg lágt, og at brot skulu sektast nógv strangari, enn tey verða í dag. Ein hóskandi strong lúsakunngerð er til frama fyri alla føroyska aling.

“ Alifeløg og myndugleikar mugu gera sítt til at venda gongdini fyri at fáa

tamarhald á lúsastøðuni

NÆRUMHVØRVIÐ

Botnkanningar

Aling av laksi fer fram á avmarkaðum aliøkjum inni á einum firði. Fiskur verður settur út í ringar á sjónum, har hann veksur fram til tøku. Eftir at tøkan er liðug, er økishvíld, áðrenn nýggjur fiskur verður settur út.

Í 1998 byrjaði umhvørvismyndugleikin eina yvirvøku av aliøkjum í Føroyum fyri at fylgja við, um alivirksemi hevur ávirkan á umhvørvi og vistskipanir á firðunum.

Í dag eru reglurnar soleiðis, at botnkanningar skulu gerast fyri hvønn árgang, tá ið biomassin er størstur – tað er, tá ið størsta savnaða laksanøgdin er í ringunum. Hetta tí, at tá verður mest fóðrað, og nøgdin av skarni, ið fer á botn, er størst. Biofar, sum er ein óheft kanningarstova, ger okkara botnkanningar.

Botnkanning, sum byggir á kanningarskrá, ið Umhvørvisstovan hevur góðkent, fevnir um sýni tikin undir øllum aliringum, runt á aliøkinum og fjarðasýni ymstastaðni á alifjørðinum umframt eitt samanberingarsýni úti á alifjørðinum. Sýnini verða mett sensoriskt (luktur, litur og innihald verða lýst) og máld kemiskt (nøgd av sinki, kopari og av lívrunnum tilfari verður máld).

Aliøkið fær eina sensoriska og eina evnafrøðiliga niðurstøðu á stiganum 1-4, frá ódálkað til illa dálkað. Sensoriska niðurstøðan tekur støði í miðaltali fyri allar aliringarnar. Evnafrøðiliga niðurstøðan byggir á miðaltalið av teimum trimum ringunum, sum vóru mest ávirkaðir í tí sensorisku kanningini.

Sambært vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni er ein ávís ávirkan loyvd undir ringunum, og minni ávirkan verður loyvd inni á aliøkinum. Tó má ávirkanin ikki vera støðugt vaksandi. Umhvørvisstovan góðkennir ikki ávirkan uttan fyri aliøkið.*

*Umhvorvisstovan

Umhvørvisstovan nýtir úrslitini frá botnkanningunum til góðkenning av framhaldandi virksemi á aliøkinum. Umhvørvisstovan kann krevja tillagingar, harundir niðurskurð í framleiðsluni, um ávirkanin á umhvørvið er ov stór.

Í 2021 var tøkan hjá Hiddenfjord 18.100 tons av kruvdum laksi á fýra aliøkjum. Hetta hevur sjálvsagt við sær, at nakað av alifóðri og skarni endar á botninum.

Talan er um lívrunnin tøðevni, sum í stórum mongdum kunnu dálka nærumhvørvið, men sum ikki hava neiliga ávirkan, tá ið tey verða spjadd út á størri øki rundan um Føroyar. Ábæru aliøkini við høgari aldu og hørðum ráki gera, at fóður og skarn verða førd burtur úr nærumhvørvinum og spjadd.

Av tí at vit nýta føroyskar firðir til okkara virksemi, halda vit, at føroyingar hava rætt til at vita, hvørja ávirkan okkara virksemi hevur.

Úrslitini á næstu síðunum, sum eru frá øllum botnkanningum við størsta biomassa og áðrenn útsetu síðani jan. 2020, lýsa støðuna undir øllum ringum (ringsýn) við størsta biomassa.

Miðvágur

Størst biomassi 2020

Størst biomassi 2021 Støða áðrenn útsetu

Syðra sensoriskt Syðra evnafrøði

Norðara sensoriskt Norðara evnafrøði

Støða áðrenn útsetu

Samlað niðurstøða fyri øll ringsýn við størsta biomassa og áðrenn útsetu í Miðvági síðani jan. 2020.

Kelda: Biofar

Í sambandi við botnkanningar verður aliøkið í Miðvági býtt upp

í tvey øki, tað syðra og tað norðara, ið verða kannað hvørt sær. Botnstøðan í Miðvági seinastu tvey árini hevur verið sera góð. Í 2020 sást als eingin ávirkan frá alingini við størsta biomassa. Við størsta biomassa í 2021 var farvegur av aling. Kanningin áðrenn næstu útsetu vísti tó, at økið aftur var óávirkað av alingini.

Sørvágur Illadálkað

Illadálkað Ódálkað

Størst biomassi 2020

Støða áðrenn útsetu

Størst biomassi 2021

Innara sensoriskt Innara evnafrøði

Ytra sensoriskt Ytra evnafrøði

Samlað niðurstøða fyri øll ringsýn við størsta biomassa og áðrenn útsetu í Søvági síðani jan. 2020.

Kelda: Biofar

Í sambandi við botnkanningar verður aliøkið í Sørvági býtt upp í tvey øki, tað innara og tað ytra, ið verða kannað hvørt sær.

Botnstøðan í Sørvági seinastu tvey árini hevur verið sera góð. Í 2020 sást farvegur av aling. Kanningin áðrenn næstu útsetu vísti tó, at støðan var betrað. Við størsta biomassa í 2021 sást farvegur av alingini.

Innara sensoriskt

Ytra evnafrøði

Innara evnafrøði

Rennan sensoriskt

Kelda: Biofar

Ytra sensoriskt

Rennan evnafrøði

Samlað niðurstøða fyri øll ringsýn við størsta biomassa og áðrenn útsetu í Vestmanna síðani jan. 2020.

Í sambandi við botnkanningar verður aliøkið í Vestmanna býtt upp í trý øki, tað innara, rennan og tað ytra, ið verða kannað hvørt sær. Botnstøðan í Vestmanna seinastu tvey árini hevur verið sera góð. Áðrenn útsetuna í 2021 sást als eingin farvegur av aling. Í kanningini við størsta biomassa í 2021 sást farvegur av alingini. Kanningin áðrenn næstu útsetu vísti tó, at støðan var betrað.

4 3 2 1

Størst biomassi 2020

Velbastaður

Størst biomassi 2021 Støða áðrenn útsetu

Sensoriskt Evnafrøði

Støða áðrenn útsetu

Samlað niðurstøða fyri øll ringsýn við størsta biomassa og áðrenn útsetu á Velbastað síðani jan. 2020.

Kelda: Biofar Vestmanna

Botnstøðan á Velbastað seinastu tvey árini hevur verið sera góð. Eingin farvegur sæst av okkara virksemi.

Úrslitini frá botnkanningunum vísa, at ávirkanin á botnin undir ringunum er sera lítil. Eisini vísa kanningarnar, at ávirkanin oftast er mestsum horvin, áðrenn fiskur verður settur út aftur.

Sostatt er talan um lítla ávirkan, sum er avmarkað til tíðina við mest av fiski, og sum við tíðini minkar aftur. Niðurstøðurnar fyri økissýnini á øllum okkara aliøkjum síðani 2020 eru óávirkaðar. Eisini eru øll fjarðasýnini og samanberingarsýni óávirkað.

Botnkanningar: Økissýni

Endalig niðurstøða fyri øll økissýn við størst biomassa hjá Hiddenfjord síðani 2020.

Kelda: Biofar

Umframt at gera botnkanningar við størsta biomassa, sum eru kravdar av Umhvørvisstovuni, gera vit eisini botnkanningar aðrar tíðir. Hetta gera vit fyri at fylgja gongdini og ansa eftir, at okkara virksemi ikki hevur ávirkan á fjørðin.

Skipanin við eftiransing er góð, og hon stimbrar okkum til at gera neyðug átøk fyri at tryggja, at vit ikki hava varandi ávirkan á nærumhvørvið. Vit eru nøgd við okkara avrik og halda okkum undir tey mørk, sum Umhvørvisstovan og vit sjálvi seta okkum.

Nýtsla av evnavørum

At nýta evnavørur hevur verið okkara seinasti útvegur í stríðnum móti laksalúsini, eftir at ein rúgva av fyribyrgjandi átøkum er roynd, so sum størri smolt, skjótari vøkstur, aling á ábærum økjum, rognkelsir osfr.

Viðhvørt, tá ið fyribyrgjandi tiltøkini móti lús ikki eru nóg mikið, er neyðugt at viðgera laksin fyri lús. Tað finnast ymsir hættir at viðgera. Vit hava roynt fleiri av hesum, men hava síðstu árini brúkt evnavørur til lúsaviðgerð, av tí at hesin háttur fer best við laksinum. Hetta verður annaðhvørt gjørt við fóðurviðgerð (sum Slice ella Releeze) ella sum baðviðgerð (t.d. Salmosan Vet). Hesi evni eru góðkend av myndugleikunum og verða bert givin eftir ávísing frá góðkendum fiskaheilsuserfrøðingum.

Óhapp við fóðurflaka

At ala á ábærastu aliøkjum í heiminum hevur sínar vandar. Í apríl 2021 sleit ein av okkara fóðurflakum og rak á land vesturi á Víkum. Vit tryggjaðu okkum, at undir 1 m3 av olju var umborð. Sostatt førdi óhappið ikki til oljudálking. Vit eru hørm um at vera til ampa og visuella dálking á Víkum. Støðan við flakanum hevur fylt nógv í 2021, og vit hava nýtt sera nógva orku at royna at fáa flakan burtur. Í summar, tá ið veðrið verður til vildar, fara vit at kanna, hvussu støðan er, og kunna myndugleikarnar. Vit fara at taka støðu til, hvat ið gerast skal, tá ið vit vita meira.

Ítøkilig átøk

Hóast alingin hjá Hiddenfjord er vaksin nógv – úr 10.000 tonsum í 2014 til 18.100 tons í 2021 – hava vit megnað at gjørt stór átøk, ið tryggja, at okkara virksemi ikki ávirkar botnin á teimum firðunum, har vit ala:

Flutt alingina

Vit hava støðugt flutt alingina longur út á økir, ið liggja meiri ábært. Aling á økjum við nógvum streymi og aldu ger, at botnurin ikki verður ávirkaður. Hiddenfjord brúkar ábærastu aliøkir í heiminum.

Givin at nýta kopar

Fyrr varð koparverja nýtt á nótunum, so at gróður ikki kom ov lætt á tær. Onkuntíð elvdi hetta til, at ov stórar nøgdir av kopari vórðu funnar undir ringunum. Vit eru givin at nýta kopar á nótunum.

Minkað fiskatalið

Vit hava minkað fiskatalið á teimum økjum, har trýstið á botnin var ov stórt. Hetta hevur havt jaliga ávirkan á botnin.

Nýta teldustýrda fóðringsskipan

Teldustýrda fóðringsskipanin við myndatóli tryggjar, at sum minst av fóðri endar á botninum

Mál fyri 2022

• Vit fara at seta fisk í lokaðar eindir í Sørvági, sum er okkara truplasti alifjørður, hvat lús viðvíkur. Hetta fer at stytta munandi um tíðina, laksurin er útsettur fyri lús, og fer væntandi at minka munandi um tørvin at viðgera fyri lús.

• Vit fara at halda fram við at flyta okkara aling á meira ábær økir, har vit onga ávirkan hava á botnin, og fara at seta fyrstu fiskarnar út Suðuri í Bug í 2022. Nýggja aliøkið Suðuri í Bug fer væntandi eisini at lata upp fyri at uppstiga raksturin av alibrúkunum á sjónum. Við fleiri aliøkjum verður møguligt at stytta tøkuna og á tann hátt stytta um tíðina, laksurin er á sjónum, og harvið minka um tørvin á viðgerð móti lús.

• Vit fara at royna at ávirka myndugleikarnar til at herða lúsakunngerðina, so at smittutrýstið á okkara aliøkir minkar munandi.

“ Úrslitini frá okkara botnkanningum vísa, at ávirkanin á botnin undir ringunum er sera lítil

VEÐURLAGSBROYTINGAR

Tað er eyðsýnt, at veðurlagsbroytingar eru ein av teimum størstu avbjóðingunum, ið heimurin hevur í løtuni. Serfrøðingar hava í áravís rópað varskó, og nú mugu øll minka um CO2-úlátið,* áðrenn tað er ov seint. Vit í Hiddenfjord halda okkum hava eina ábyrgd at gera alt tað, sum vit kunnu, fyri at minka um okkara CO2-útlát, og vit hava bæði hugsjónarligt og peningaligt frælsi til at gera átrokandi átøk her og nú.

Tí hava vit sett okkum fyri at minka um útlátið í øllum liðum í okkara virksemi og fara at byrja við teimum átøkum, ið gera størstan mun. Eingin ivi er um, at tað er flogflutningurin, sum elvir til størsta CO2-útlátið.

Laksur er ein matvøra við lítlum CO2-útláti samanborið við aðra djóraframleiðslu. Eitt nú hevur laksur nógv minni kolevnisslóð enn t.d. svína- og neytakjøt. Men verður laksurin flogin til marknaðin, verður CO2-útlátið fleirfaldað. Tí spyrja vit: Er tað etiskt rætt at flúgva matvørur?

Fyri at kunna seta inn á røttum stað er neyðugt at kenna CO2útlátið frá øllum okkara virksemi. Tí hava vit fingið viðurkendu ráðgevingarfyritøkuna Asplan Viak AS at greina CO2-útlátið hjá Hiddenfjord. Fyri at tryggja, at einstakar hendingar ikki hava ov stóra ávirkan á úrslitið, er rættast at nýta útlátið fyri eitt trý ára tíðarskeið (Product Environmental Footprint (PEF) mannagongd). Árini 2019-2021 var CO2-útlátið frá allari framleiðslu, umframt kryvjing og pakking, 5,10 kg av CO2 ** fyri hvørt kilo av kruvdum laksi.

*Tað finnast fleiri sløg av gassum, sum hava ymsa ávirkan. Fyri at hava eitt samlað mát fyri ávirkanina av øllum hesum gassum verður henda ávirkan umroknað til CO2-ekvivalentar. CO2útlátið umboðar tí samlaða útlátið av øllum gassum.

**CO2-útlátið er grundað á økonomiskt býti (economical allocation), sum merkir, at CO2-útlátið verður býtt út á ymsu vørurnar, sum koma frá einum laksi (kruvdur laksur, flak, høvd og ryggir, avskurðir o.s.fr.) eftir søluvirði.

CO2-útlát frá flutningi

Stór nøgd av laksi verður í dag flogin til fjarmarknaðir. Til dømis úr Evropa til USA og Asia. USA og Asia eru marknaðir, ið vilja gjalda lutfalsliga høgan prís fyri laks, og eftirspurningurin er størstur á teimum feskastu vørunum. Tí loysir tað seg peningaliga at flúgva til hesar marknaðir, men prísurin er høgur fyri umhvørvið.

Útrokningar hjá Asplan Viak AS vísa, at um Hiddenfjord flytur laks til New York loftvegis, er CO2-útlátið av flutninginum 7,1 kg fyri hvørt kilo av laksi. Um laksurin hinvegin verður fluttur sjógvegis, er CO2-útlátið av flutninginum 0,35 kg fyri hvørt kilo av laksi.

Kilo av CO2 frá framleiðslu og flutningi

Flogflutningur til New York Flutningur sjóvegis til New York

Framleiðsla Flutningur

Útlát av framleiðslu við pakking hjá Hiddenfjord og útlát frá flutningi loftvegis og sjóvegis til New York úr Føroyum. Samlaða CO2-útlátið er meira enn tvífaldað á einum laksi, sum er flogin til New York, samanborið við laks, sum er sigldur.

Kelda: Asplan Viak AS

Útrokningar hjá Asplan Viak AS vísa eisini, at flogflutningur

úr Føroyum umvegis Evropa til Shanghai elvir til heili 11,6 kg av CO2 fyri hvørt kilo av laksi. Sostatt elvir sjálvur flutningurin til Shanghai til meira enn tvífalt so nógv CO2-útlát sum øll framleiðslan tilsamans.

Kilo av CO2 frá framleiðslu og flutningi

Framleiðsla Flutningur

Útlát av framleiðslu við pakking hjá Hiddenfjord og útlát frá flutningi loftvegis til Shanghai úr Føroyum.

Kelda: Asplan Viak AS

CO2-útlát frá framleiðslu

Kanningarnar hjá Asplan Viak AS av CO2-útlátinum frá okkara framleiðslu vísir, at útlát okkara er 3,88 kg av CO2 fyri hvørt kg av laksi (livandi vekt). Til samanberingar vísa tøl frá norskari kanning (2017),* at miðal útlátið frá norsku alivinnuni var 5,3 kg CO2 pr. kg (livandi vekt). Sostatt er okkara CO2-útlát 26% lægri enn miðal fyri norsku alivinnuna (2017). Hetta er áðrenn flutning til marknað. Høvuðsorsøkin til okkara lága CO2-útlát er, at vit hava minni felli enn vinnan sum heild. Hetta merkir, at øll tann orkan, ið vit nýta til okkara framleiðslu, í stóran mun verður til lidna vøru heldur enn at fara til spillis. Størsta útlátið frá okkara framleiðslu stavar frá fóðrinum. Serliga eru tað rávørurnar, ið verða nýttar til fóðurframleiðslu, ið hava lutfalsliga stórt CO2-útlát við sær. Næst eftir fóðurnýtsluni er elnýtslan. El-nýtslan kemur í størstan mun frá smoltframleiðsluni.

Kilo av CO2 fyri hvørt kilo av livandi laksi

Laksur úr Noreg (2017) Hiddenfjord laksur (2019-2021)

Útlát frá framleiðslu av 1 kg av laksi (livandi vekt). Miðal fyri norsku alivinnuna (2017) og Hiddenfjord (2019-2021). Tað finnast ikki nýggjari tøl fyri norsku alivinnuna.

Kelda: SINTEF AS og Asplan Viak AS

1 kilo av kruvdum laksi eftir pakking

Framleiðslubýti: 1 kilo av kruvdum laksi eftir pakking kg av CO 2

Hiddenfjord laksur (2019-2021)

Útlát frá framleiðslu, kryvjing og pakking hjá Hiddenfjord 2019-2021.

Kelda: Asplan Viak AS

Annað Rognkelsi

Kryvjing

Bygningar & útgerð Pakking

El Olja

Fóður

Hiddenfjord laksur (2019-2021)

Útgreinað útlát frá framleiðslu, kryvjing og pakking hjá Hiddenfjord 2019-2021.

Kelda: Asplan Viak AS

Fóðurnýtsla

Aftan á flogflutning elvir fóðurnýtslan til størsta CO2-útlátið. Tí er tað eisini átrokandi at gera betringar í sambandi við sjálvt fóðrið og fóðurnýtsluna.

Vit hava tó eina lutfalsliga munagóða fóðurnýtslu, av tí at fellið er lítið. Fellið í fiskatali í 2021 var 4,94%, sum er væl minni enn miðal fyri vinnuna.

Sostatt verður størsti parturin av fóðrinum, sum vit geva fiskinum, til fiskavøru, sum verður seld. Jú størri fellið er, tess meira fer til spillis. Tí hevur fellið sera nógv at siga fyri CO2-útlát.

Lítið felli og munagóð fóðring gera, at vit í Hiddenfjord brúka lutfalsliga lítið av fóðri til at framleiða eitt kg av laksi. Í árunum 2019-2021 brúktu vit 1,09 kg av fóðri til at framleiða 1 kg av laksi (livandi vekt),* og vit liggja væl niðan fyri miðal fyri vinnuna sum heild.

*Økonomiskur fóðurfaktorur

Ítøkilig átøk

Flutningur

Vit hava síðan 2010 minkað støðugt um flogflutning av okkara vørum. Tann 10/10/2020 góvust vit, sum fyrsta alifelag í heiminum, við at flyta okkara laksavørur loftvegis. Hetta var ein stór avgerð, ið hevði stóran peningaligan váða við sær. Sum ein avleiðing selja vit í dag ikki feskan laks til asiatiska marknaðin og hava harvið skorið stóran part av marknaðarmøguleikunum hjá Hiddenfjord burtur. Vit eru eisini givin at flúgva laks til USA. Hinvegin eru vit byrjað at senda laks sjóvegis til USA. At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita somu góðu dygd hevur kravt nógva gransking og royndir. Øll okkara starvsfólk á kryvjivirkinum eiga sín stóra lut í, at hetta riggar sera væl í dag. Vit vóna, at fleiri alifyritøkur fara at ganga í okkara fótasporum og gevast við at flúgva laks.

Við at gevast við at nýta flogflutning hava vit minkað okkara CO2-útlát frá flutningi til fjarmarknaðir heili 94%.

Fóðurnýtsla

Hiddenfjord hevur 26% minni CO2-útlát fyri framleiðslu (áðrenn flutning) enn miðal fyri vinnuna.* Av tí at fóðurnýtslan elvir til størsta partin av útlátinum í framleiðsluni, er CO2útlátið í stóran mun knýtt at nøgdini av fóðri, ið verður nýtt til at framleiða eitt kilo av laksi. Tann lutfalsliga lítla fóðurnýtslan hjá Hiddenfjord er úrslit av lítlum felli og effektivari fóðring. Tí hava bæði fóðring og felli stóran týdning fyri CO2-útlát. So at siga øll átøkini við aling og laksalús, ið eru nevnd í hesi frágreiðing, eiga tískil sín lut í lítla CO2-útlátinum hjá Hiddenfjord.

*Miðal fyri norsku alivinnuna 2017. Tað finnast ikki nýggjari tøl fyri norsku alivinnuna.

Kelda: SINTEF AS og Asplan Viak AS

Mál fyri 2022

• Vit fara at minka um CO2-útlátið frá fóðurnýtslu. Eftir at hava skorið nógv tann størsta partin av okkara CO2útláti burtur við at gevast at flúgva fisk er næsta stóra takið at fáa útlátið frá okkara fóðurnýtslu niður. Vit fara í 2022 at broyta fóðursamansetingina, so at vit fáa fóður, sum hevur munandi minni CO2-útlát.

• Vit fara at arbeiða við at minka um okkara CO2-útlát frá elnýtslu, tí eftir fóður er el-nýtslan størsta keldan til CO2-útlát í okkara framleiðslu. Í 2021 hava vit sett ein vindmátara upp fyri at kanna møguleikar at útvinna vindorku. Vit fara í 2022 at seta upp sólpanel á landstøðina í Miðvági. Vit hava sett ein orkuverkfrøðing í starv, sum fer at arbeiða við framleiðslu av grønari orku og at seta onnur átøk í verk fyri at minka um CO2-útlátið.

Við at

gevast

við at

nýta

flogflutning hava vit minkað okkara CO2útlát frá flutningi til fjarmarknaðir heili 94%

Heiðurslønir í 2021

Í 2021 fingu vit eina SEAL Business Sustainability Award úr USA, sum á hvørjum ári heiðrar tey nýskapandi átøkini fyri burðardygd kring heimin, sum gera størsta munin. Viðurkenningin er fyri, at vit í 2020, sum fyrsta alifelag í heiminum, góvust við at flyta laks út í heim við flogførum. SEAL stendur fyri Sustainability, Environmental Achievement and Leadership og er ein av týdningarmestu heiðurslønunum fyri burðardygd í USA.

Átakið hjá okkum bleiv eisini viðurkent av Business Brilliance Awards, har vit fingu eina heiðursløn í bólkinum Environmental & Corporate Sustainability.

Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.