Vísindavøkublaðið á tremur við tíðindum frá føroyskari gransking og við brellbitum til Vísindavøkuna 2013
Verður 27. september Verður í Öström 27. september og í Öström og á Granskarasetrinum iNOVA á Granskarasetrinum iNOVA
Birna Mørkøre
Vit eiga at finna skerpikjøtbakteriuna síða 4
Magni Mohr:
Rættur matur gevur betri ítróttaravrik síða 11
Annika Helgadóttir Davidsen:
Vit eiga heimsins bestu rávøru Stjørnukokkurin á Restaurant Koks, Leif Sørensen, er ikki í iva: Føroyskar rávørur eru heimsins bestu. Men vit kunnu ikki prógva tað fyri øðrum, tí ov lítið er granskað í føroyskum matvørum.
Tá maturin tekur valdið
síða 16
– Høvdu vit havt granskingarúrslit, sum vístu, hvussu dygdargóð føroyska rávøran er, so høvdu vit kunnað fingið tann prís fyri hana, sum vit vildu, sigur hann. Orð: Dagmar Joensen-Næs
Nýggi køkurin á Granskara set rinum iNova kann fáa stór an týdning fyri føroyskar matvørur. Køkurin er útgjørdur við flestøllum nýggjum tól um, ið bert køkar á teimum bestu mat stov unum hava, og møgu leik arnir at granska og gera royndir við føroyskum rávørum eru sera góðir. – Tað er stórur tørvur á at gran ska føroyskar matvørur, tí vit vita alt ov lítið um upp run an hjá okkara rávørum, og
um, hvørjir møguleikar eru í teim um, sigur Leif Sørensen, sum seinastu árini hevur arbeitt miðvíst fyri at menna og endurnýggja føroyskan mat. Hann er nú køksleiðari á Restaurant Koks á Hotel Føroyum, ið er í uppskoti til at gerast ársins matstova í danska ríkinum í ár. Eingir pengar fylgja við køk in um á Granskarasetrinum, og tað er framvegis ein forðing fyri, at gongd kann koma á matvørugranskingina, heldur Leif. – Føroyska vinnan hev ur ov lítlan
áhuga fyri tí partinum av gransking, ið snýr seg um smakk, og eingir almennir grunnar eru, ið vilja stuðla kokkum, sum hava hug at gera smærri granskingar verkætlanir fyri at royna nýggj hugskot, sigur hann. Á Vísindavøkuni fer Leif Sørensen at royna nýggja køkin á Granskarasetrinum, sum verður opið fyri almenn ing in um. Høvi verður at fáa smakk royndir úr føroyskum rávørum, sum Leif fer at gera til í nýggja umhvørvinum.
LeysT starv Í Granskingarráðnum er eitt fulltrúastarv við heitinum NCP-samskipari leyst at søkja Les meira á síðu 5
Vísindavøka er partur av European Reseachers' Night Fyriskipari og ábyrgd: Granskingarráðið, www.gransking.fo · Fíggjarligur stuðul: FP7 · Sniðgeving og umbróting: Føroyaprent · Prent: Prentmiðstøðin