
8 minute read
Støddfrøði skal knýtast at veruligum upplivingum
Føroyskir skúlanæmingar eru langt aftanfyri javnaldrar sínar í grannalondunum í støddfrøði. Royndir verða nú gjørdar á fleiri skúlum við einum nýggjum frálæruhátti, ið skal gera næmingar førar fyri at nýta støddfrøði í gerandisdegnum
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Lærarar og embætisfólk, ið vara av fólkaskúlanum, fingu ein skelk, tá úrslitini av PISA kanningini í 2022 vórðu kunngjørd. Kanningin vísti, at meiri enn triði hvør næmingur ikki hevur støddfrøðiligu førleikarnar, sum skulu til fyri at virka fult og heilt í nútíðarsamfelagnum. Føroyskir næmingar í 9. flokki eru munandi verri fyri í støddfrøði enn javnaldrar í grannalondunum, og teir eru eisini verri fyri, enn føroyskir næmingar vóru fimm ár frammanundan.
Ein teirra, sum var við til at greina PISA úrslitini, var Ingi Heinesen Højsted, ið er granskari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og hevur ph.d. í støddfrøðifrálæru. Eftir PISA kanningina í 2022 hevur hann arbeitt við eini granskingarverkætlan, ið skal bøta um støddfrøðiligu førleikarnar hjá næmingum í hádeild fólkaskúlans.
– Støddfrøði er ein abstrakt lærugrein, sum nýtir hugtøk, sum í prinsippinum einki samband hava við veruleikan. Støddfrøðingar arbeiða við konstruktiónum, ið geva meining í einum støddfrøðiligum heimi, men annars ikki nýtast at hava við veruleikan at gera. Tann partin av støddfrøði hava fólk ofta sera trupult við at skilja, og tað er ein orsøkin til, at nógvir næmingar hava trupult við at læra støddfrøði.
– Men støddfrøði kann eisini brúkast nógv meira praktiskt. Fyri at læra støddfrøði kann tað hjálpa at taka støði í praktiskum støðum og upplivingum frá veruleikanum. Á tann hátt ber til at lata dyrnar upp til tann abstrakta heimin, har vit verða noydd at góðtaka abstraktar reglur og hugtøk, serliga tá vit koma í miðnám og longur upp, sigur Ingi Heinesen Højsted.
GJØRDI SUM LÆRARIN SEGÐI
Tá Ingi gekk í fólkaskúla fyri 30 árum síðani, lærdu børnini støddfrøðiligar reglur uttanat, sum tey skuldu venja, til tær sótu. Tað var trupult hjá nógvum næmingum, tí tey skiltu ikki, hvat tey gjørdu. Men hjá Inga riggaði tað væl.
– Eg tímdi væl støddfrøði. Eg var ein av teimum, sum væl megnaði at læra reglur uttanat og bara gera tað, sum lærarin segði, uttan at hava tørv á, at tað skuldi setast í ein samanhang. Eg kundi væl liva í ikki at skilja alla søguna aftanfyri, hví frymilin var, sum hann var.
– Støddfrøðiundirvísingin gekk í stóran mun út uppá at geva børnunum eina uppskrift, sum ikki gav meining fyri tey, og so biðja tey blíva við at trena tað. Tað var trupult hjá nógvum, og tá tey ikki fingu ta grundleggjandi støddfrøðina væl við, so bleiv tað truplari og truplari at fylgja við, og at enda koblaðu tey av, sigur hann.
STØÐI Í VERULIGA LÍVINUM
Í Danmark og hinum Norðanlondunum eru tey fyri langari tíð síðani farin frá siðbundna undirvísingarháttinum í støddfrøði. Í staðin leggja tey dent á, at børnini skulu skilja, hvat tey gera. Men frálæran í støddfrøði í føroyska fólkaskúlanum er lítið broytt.

Greiningar av PISA kanningini í 2022 vístu, at føroyskir næmingar serliga hava trupulleikar við støddfrøðiligari modellering, ið brúkar støddfrøði til at lýsa og skilja støður í veruleikanum. Eisini vísti kanningin, at føroyskir næmingar ikki hava nóg góðar førleikar at nýta talgild amboð.
– Tað gevur góða meining, at føroysku næmingarnir klára seg illa í støddfrøði í PISA kanningini, tí støddfrøðilig modellering er ikki ein partur av námsætlanini fyri føroyska fólkaskúlan, hóast grannalondini hava havt hetta í sínum námsætlanum í nógv ár. sigur Ingi Heinesen Højsted.
Nýggjar námsætlanir, har støddfrøðiligur modelleringsførleiki er við, eru tó á gáttini nú.
Ingi er nú við stuðli frá Barnaog útbúgvingarmálaráðnum farin undir eina granskingarverkætlan, ið skal menna modellering sum nýggjan undirvísingarhátt í støddfrøði í hádeildini í føroyska fólkaskúlanum. Verkætlanin fevnir serliga um at gera nýtt frálæringartilfar og at eftirútbúgva lærarar.
Í fjør varð nýggi undirvísingarhátturin royndur í 7. flokkunum í Hoyvíkar skúla, og somu næmingar halda nú fram við nýggja frálæruni í støddfrøði í 8. flokki. Harumframt verða nú eisini 7. flokkarnir í Skúlanum á Skúlatrøð og í Stranda skúla undirvístir við støði í støddfrøðiligari modellering.

Undirvísingartilfarið, ið 7. flokkarnir í Hoyvíkar skúla nýttu í fjør, er nú tillagað eftir teirra royndum, og nýtt tilfar er gjørt til 8. flokk.
Ingi hevur nú fingið fígging frá Granskingarráðnum til at seta ein ph.d. lesandi at greina úrslit av royndararbeiðnum og menna og tillaga undirvísingartilfar til frálæru í støddfrøðiligari modellering.
Ingi er sum heild væl nøgdur við úrslitið av tí fyrsta royndarárinum.
– Tað hevur verið eitt spennandi og læruríkt fyrsta ár. Serliga eftirútbúgvingin av lærarunum hevur eydnast væl. Lærararnir hava arbeitt saman í einum toymi og hava verið á skeiði í nýggja frálæruháttinum, áðrenn teir fóru undir at brúka hann. Teir hava verið væl nøgdir við skeiðini og tilfarið, men tá teir hava brúkt tað í praksis, hevur tað víst seg at verið øðiliga trupult serliga hjá teimum veiku næmingunum at arbeiða við tí.
Tilfarið og frálæringarhátturin eru vorðin tillagað eftir teimum royndum, ið eru gjørdar á Hoyvíkar skúla. Og arbeitt verður víðari við at menna tilfarið, so allir lærarar og næmingar kunnu fáa gagn av tí.
– Um granskingarverkætlanin eydnast væl, er ætlanin, at nýggi frálæruhátturin skal takast í brúk á øllum skúlum í landinum. Tað setir krøv til sundurgreining av tilfarinum, so teir veiku næmingarnir fáa nakað burturúr undirvísingini, og teir sterku sam stundis fáa hóskandi avbjóðingar, sigur Ingi.
FYRITREYT FYRI AT TAKA RÆTTAR AVGERÐIR
Ingi Heinesen Højsted ivast ikki í, at góðir støddfrøðiligir førleikar hava stóran týdning fyri øll í nútíðar samfelagnum.
– Tað eru nógv, sum fáa eitt sovorðið stikni til støddfrøði í fólkaskúlanum, at tey velja eitt lív skerd frá støddfrøði. Tey velja útbúgving frá, sum inniheldur støddfrøði, og tey megna ikki at taka støðu til nakað, sum hevur við grafar og tøl at gera, men biðja heldur onkran annan til dømis fara í bankan fyri seg. Tað ber til at klára seg við skerdum førleikum í støddfrøði og kortini finna sín veg gjøgnum lívið, men tað er betri, um vit hjálpa serliga yngra ættarliðnum at fáa hesar førleikar, tí teir eru øðiliga góðir at hava. Teir hava stórt virði í mun til arbeiðslív, men eisini um tú velur eitt arbeiðslív uttan støddfrøði, tí í tí privata lívinum eru eisini nógvar støður, har tú hevur brúk fyri støddfrøðiligum amboðum.
– At duga at brúka støddfrøðiliga modellering hevur stóran týdning fyri at kunna taka rættar avgerðir um ymisk viðurskifti í lívinum. Tað kann vera um alt frá, hvussu nógvar pengar tú skalt hava við, tá tú fert til handils, til hvussu nógv tú skalt spara upp fyri at hava ráð til at keypa eini hús ella ein bil ella til at fara at ferðast um tvey ár.
– At hava støddfrøðilig amboð er eisini ein fyritreyt fyri at kunna vera ein kritiskur samfelagsborgari, ið er førur fyri at meta um modellir, sum onnur hava gjørt. Politikarar og onnur brúka og misbrúka støddfrøði til at fáa síni áhugamál ígjøgnum við at vísa fram grafar og framskrivingar, sum byggja á støddfrøðilig modellir. Men um tú hevur arbeitt eitt sindur við støddfrøðiligari modellering, so veist tú, hvussu smáar broytingar í tølunum kunnu geva heilt onnur úrslit, sigur hann.
SKAL VÍÐKAST TIL ALT LANDIÐ
Næmingar í 9. flokki hava aftur verið til PISA kanning í vár. Tey úrslitini skulu greinast í heyst, men fara enn einki at kunna vísa um úrslit av royndarundirvísingini í støddfrøðiligari modellering.
PISA kanning verður aftur í 2029, og tá væntar Ingi, at tað fer at bera til at síggja, um verkætlanin hevur givið úrslit.
– Vit fara at kunna síggja, um teir tríggir skúlarnir, ið eru við í granskingarverkætlanini, hava tikið seg fram. Men tað verður ikki fyrrenn í 2033, tá støddfrøði verður høvuðsøki í kanningini eins og í 2022, at vit veruliga fara at kunna staðfesta, um undirvísingin í støddfrøðiligari modellering hevur bøtt um førleikarnar hjá næmingunum.
Ætlanin er kortini ikki at bíða til 2033 við at arbeiða víðari við nýggja støddfrøðiliga frálæruháttinum. Royndir skulu gerast sum partur av granskingarverkætlanini, sum skulu vísa, um næmingar, ið hava fingið nýggju undirvísingina, klára seg betur enn aðrir næmingar. Og samrøður skulu vera við lærararnar, ið hava roynt nýggja undirvísingarháttin, um hvussu tað hevur riggað.
Við støði í kanningunum, ið nú verða gjørdar, er ætlanin at víðka nýggja útbúgvingarháttin til alt landið.


UM PISAKANNINGAR
PISA er stytting av Programme for International Student Assessment. Kanningin verður gjørd triðja hvørt ár í fleiri enn 90 londum kring allan heimin. Næmingarnir, sum verða kannaðir, eru um 15 ára aldur. Endamálið við PISA kanningini er at kanna og samanbera fakligu førleikarnar hjá næmingunum at virka í veruliga lívinum, antin í útbúgvingarskipanini ella á arbeiðsmarknaðinum.
PISA kanning var í Føroyum fyri áttandu ferð á vári 2025. Allir næmingar í 9. flokki luttóku í kanningini.
PISA kanningin kannar førleikarnar í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum.
Altjóða serfrøðingabólkar menna karmarnar fyri royndina, og lærugreinaserfrøðingar í einstøku londunum kunnu gera uppskot til uppgávur.