
5 minute read
Føroyskir granskarar fáa dyggan stuðul frá NordForsk
Føroyar vóru í 2025 fyri fyrstu ferð við í tveimum útboðum hjá NordForsk sum sjálvstøðugur limur við egnari fígging. Luttøkan eydnaðist sera væl. Tilsamans fýra verkætlanir við føroyskari luttøku fingu stuðul frá útboðunum, ið var fleiri ferðir hægri enn føroyski parturin av fíggingini.
BURÐARDYGG MENNING AV ARKTIS
Føroyskir granskarar fingu stuðul til luttøku í tveimum verkætlanum um burðardygga menning av Arktis. Játtanin til føroyska partin var góðar 4 mió. kr.
Føroyar lótu 900.000 kr. í fígg ing til útboðið. Samlaða játtanin frá NordForsk til føroyskar granskarar var sostatt meira enn fýra ferðir tað, sum Føroyar høvdu latið.
Útboðið um burðardygga menning av Arktis var størsta útboðið, ið NordForsk nakrantíð hevur havt. Umframt Norðanlondini vóru eisini Kanada og USA við í útboðnum.
Tilsamans vórðu góðar 210 mió. kr. játtaðar til níggju verkætlanir um evnir sum hav, vatn, lívfrøðiligt margfeldi, yvirferðslu av ferðafólki og mineralir.
Tilsamans 186 granskarar frá 66 universitetum og stovnum í 10 londum luttaka í verkætlanunum, ið fingu stuðul. Fýra teirra eru úr Føroyum.
BURÐARDYGG FISKIVEIÐA ÚR SUNNUM HAVI
Føroyskir granskarar fingu stuðul til luttøku í tveimum verkætlanum um burðardygga fiskiveiðu.
Føroyar lótu eisini 900.000 kr. í fígging til hetta útboðið. Samlaða játtanin frá NordForsk til føroyskar granskarar var 2 millión kr.
Tilsamans vórðu 25 milliónir kr. játtaðar til 4 verkætlanir.
AVLEIÐINGAR AV VEÐURLAGSBROYTINGUM FYRI SAMFELØG Í ARKTIS
Granskarar á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum hava fingið 1,4 mió. kr. í stuðli frá NordForsk til eina granskingarverkætlan um at menna vitan um avleiðingar av veðurlagsbroytingum fyri samfeløg í Arktis.
Aðrir luttakarar í verkætlanini eru granskarar úr Kanada, Danmark, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og USA. Verkætlanarleiðari er Rico Kongsager, professari á Keypmannahavnar Universiteti.
Árin av veðurlagsbroytingum eru størri í Arktis enn nakra aðrastaðni í heiminum. Tey fevna millum annað um burturmáan av lendi, tiðnandi frostjørð, skógareld og minkandi havís. Hesi árin hava álvarsligar avleiðingar ikki bert búskaparliga, men eisini mentanarliga og heilsuliga fyri samfeløgini í Arktis.
Árin, ið ikki eru búskaparlig, eru lítið umrødd og granskað, hóast tey kunnu hava sera stórt neiligt árin á vælferðina hjá núverandi og komandi ættarliðum.
NordForsk hevur játtað tilsamans 15,7 mill. kr. til tvørfakligu granskingarverkætlanina, ið skal fáa til vega vitan um hesi árin. Verkætlanin hevur fingið heitið LostToClimate.
Ragnheiður Bogadóttir, ph.d., granskari á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, skal standa á odda fyri føroyska partinum av granskingarverkætlanini.
EITRANDI ALGUR
Granskarar á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og á Havstovuni hava fingið 2,8 mió. kr. í stuðli frá NordForsk til at gera kanningar av eitrandi algum í sjónum kring Føroyar.
Kanningarnar eru partur av verkætlanini PHATE, sum Danmark, Kanada, Grønland, Ísland og Noreg eisini eru við í. Verkætlanarleiðari fyri PHATE er Sofia Ribeiro, professari á GEUS – jarðfrøðiliga kanningarstovninum fyri Danmark og Grønland.
Veðurlagsbroytingar í Arktis gera, at sjógvurin verður heitari, havísurin bráðnar og frárenslið frá ískápum og jøklum økist. Hetta hevur stór árin á vistfrøðina í sjónum. Samansetingin av djórasløgum í havinum verður øðrvísi, og lívsringrásin í øllum føðiliðum broytist.
Økti hitin í sjónum ger, at algublómingar verða fleiri og drúgvari. Flestu algusløgini eru óskaðilig, men nøkur kunnu verða upptikin í føðiketuni og gerast eitrandi ella enntá deyðilig fyri menniskju og havsúgdjór.
Endamálið við PHATE verkætlanini er at savna serfrøðingar og samfeløg úr seks londum, sum skulu arbeiða tvørfakliga við at greina hesi viðurskifti. Samlaða játtanin frá NordForsk til PHATE verkætlanina er 32,5 mill. kr.
Anni Djurhuus, ph.d., granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, skal standa fyri føroyska partinum í samstarvi við Ian Salter, ph.d., granskara á Havstovuni.
ÁVIRKAN AV STRONGD Á GÝTANDI TOSK
Granskarar á Havstovuni hava fingið stuðul frá NordForsk til at kanna, um strongd ávirkar gýtandi tosk.
Kanningarnar eru partur av verkætlanini CODSPA, ið kannar, hvussu fiskiveiða ávirkar gýtandi tosk í Noregi, Íslandi og Føroyum. Úrslitini fara væntandi at geva avgerandi vitan um, hvussu gýtingarøkir eiga at stongjast.
Føroyskir, íslendskir og norskir granskarar eru við í verkætlanini.
Petur Steingrund, Dr. Philos, granskari á Havstovuni, stendur fyri føroyska partinum.
Verkætlanarleiðari er Marco Vindas, professari á NMBU –norska lívfrøðiliga universitetinum.
BURÐARDYGG UPPISJÓVAR FISKIVEIÐA Í NORSKAHAVINUM
Granskarar á Havstovuni og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava fingið stuðul frá NordForsk til at luttaka í einum arbeiðsbólki, ið ger vistskipanarmetingar fyri Norskahavið.
Við í arbeiðsbólkinum, ið nevnist IEANOR, eru íslendskir, føroyskir og norskir granskarar. Teir skulu menna eina røð av amboðum til at kanna og skilja núverandi og framtíðar støðu í vistskipanini í Norskahavinum, ið skulu stuðla undir umsiting av burðardyggum fiskiskapi í sambandi við skiftandi veðurlag.
Við at broyta fiskivinnuumsitingina frá at viðgera eitt fiskaslag í senn til vistskipanargrundaða umsiting, ið tekur atlit til alla vistskipanina, ber til at svara spurningum sum, hvussu nógva veiðu ein fiskastovnur ber, hvussu veðurlagsbroytingar og onnur viðurskifti ávirka fiskastovnarnar, og hvussu útbreiðslan hjá sløgum sum makreli, svartkjafti og sild broytist, so hvørt sum havveðurlagið broytist.
Eydna í Homrum, ph.d., granskari á Havstovuni, skal standa fyri føroyska partinum í samstarvi við Anni Djurhuus, ph.d., granskara á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Verkætlanarleiðari er Benjamin Planque, granskari á norska Havgranskingarstovninum.

HVAT ER NORDFORSK?
NordForsk er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum stuðlar norðurlendskum samstarvi um gransking og granskingarinfrakervi.
NordForsk varð stovnað í 2005 fyri at styrkja norðurlendska gransking. NordForsk fær játtan frá Norðurlandaráðnum, sum skal nýtast til stuðul til granskingarverkætlanir og at menna samstarvið landanna millum.
Fyri at kunna fáa stuðul frá NordForsk skal ætlaða verkætlanin kunna metast at geva norðurlendskt meirvirði. Harafturat skulu tað verða luttakarar úr í minsta lagi trimum norðurlondum. Føroyar hava sjálvstøðugan limaskap í NordForsk, og granskarar úr Føroyum kunnu søkja um stuðul á jøvnum føti við onnur.
