
2 minute read
Føroyar hava lægstu íløgur í gransking og menning í Norðurlondum
Hagtøl um gransking og menning frá Hagstovu Føroya vísa, at íløgurnar í gransking og menning í mun til bruttotjóðarúrtøkuna eru lægri í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum.
Íløgurnar í gransking og menning vóru lægri í Føroyum bæði í 2022 og 2023. Í øllum hinum Norðurlondunum øktust íløgurnar í gransking og menning í 2023 í mun til 2022.
Í Svøríki vóru íløgurnar í gransking og menning 3,6 prosent av BTÚ, í Finnlandi 3,1 prosent, í Danmark 3,0 prosent, í Íslandi 2,6 prosent, í Noregi 1,9 prosent, og í Føroyum bert 1,4 prosent.
MEST GRANSKING OG MENNING Í ALING OG FISKIVEIÐU
Nógv størsti parturin av granskingini og menningini fer fram í aling, fiskiveiðu og landbúnaði. Næstmest verður granskað í verkfrøði og tøkni. Í 2023 er tað bert gransking í náttúruvísindum, ið er økt í mun til 2022.
VINNUFYRITØKUR FÍGGJA MEGINPARTIN AV GRANSKING OG MENNING
Føroyskar vinnufyritøkur fíggja 64 prosent av granskingini og menningini í Føroyum. Almennir stuðulsgrunnar og aðrar almennar keldur stuðla tilsamans 29 prosentum. Tilsamans 7 prosent av fíggingini í Føroyum stavar frá útlendskum keldum.
FLEIRI ÁRSVERK
Tað vóru tilsamans 251 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2023. Tað vóru 2,1 prosent fleiri enn í 2022. 96 ársverk vóru kvinnur, 155 vóru menn.




Kelda: Hagstova Føroya