2 minute read

Heilsan hjá føroyingum í Danmark

Ph.d. verkætlan:

Jindong Ding Petersen, granskari á Aarhus Universiteti, fer at kanna heilsuna hjá føroyingum, ið eru fluttir til Danmarkar.

Advertisement

Granskingarráðið hevur latið beint undir eina millión kr. til eina verkætlan, sum skal greina heilsuna hjá føroyingum, ið eru fluttir til Danmarkar.

Endamálið við verkætlanini er at lýsa stutt- og langtíðarárin á heilsu, lívskor og nógv onnur viðurskifti hjá føroyingum, sum eru fluttir til Danmarkar, og samanbera tað við danir og føroyingar, sum búgva í Føroyum.

Stívliga 11.000 føroyingar búgva í dag í Danmark. Tað svarar til umleið 20% av núverandi fólkatalinum í Føroyum. Eingin hevur enn kannað, hvussu flyting úr Føroyum til Danmarkar ávirkar sosialu, heilsuligu og fíggjarligu støðuna.

At granska heilsuna hjá føroyingum í Danmark kann vera við til at avdúka genetiskar og/ella umhvørvisligar faktorar, sum hava týdning fyri ávísar sjúkur. Ein tílík granskingarverkætlan kann hava týdning ikki bert fyri danir og føroyingar, men eisini onnur fólkasløg.

Granskingarverkætlanin, sum hevur heitið "Føroyskir innflytarar í Danmark – sosial og heilsulig perspektiv" er staðsett á Deplinum fyri Heilsu- og almannagransking á Fróðskaparsetrinum. Tað verður Jindong Ding Petersen, granskari á Aarhus Universiteti, ið fer at gera kanningararbeiðið undir leiðslu og vegleiðing av Mariu Skaalum Petersen, lektara í heilsuvísindum og leiðara á Deplinum fyri Heilsu- og almannagransking.

Granskingarverkætlanin um føroyskar innflytarar í Danmark fer at taka tvey ár.