3 minute read

Saman standa vit sterkari

AquaVitae-verkætlanin fevnir millum annað um aliroyndir á Sørvágsfirði.

Eftir Mariu Húsgarð

Advertisement

Granskarar og vinnulívsfólk um allan heim samstarva um umsóknir, sum í hópatali verða sendar inn í Horizon Europe-skipanina í Brússel . Kappingin er hørð og tað kann tykjast lættari at geva upp, enn at blíva við at royna at vinna í kapping við stóra útheimin.

Av tí at stórur partur av Horizon Europe snýr seg um menning og nýskapan, so er vinnan ógvuliga virkin í evropeiskum verkætlanum. Luttøka í Horizon-verkætlan kann hava stóran týdning fyri ávís vinnuøki og gevur nógv annað enn fígging.

Starvsfólkini fáa nógv, tá ið tey samstarva tvørtur um landamørk og fakøkir. Tey verða partur av størri heild og tað mennir hvønn einstakan. Stovnurin ella fyritøkan virkar tá á stóra evropeiska pallinum og verður sæddur.

Nýhugsan og dirvi at royna nýtt vísur seg ofta, tá ið fleiri arbeiða saman. Umhvørvið í Føroyum er lítið, serliga tá ið vit samanbera okkum við fyritøkur og stovnar í øðrum londum. Samstarv millum stovnar og fyritøkur í Føroyum kann tí gera, at føroyski parturin í einari Horizon verkætlan verður lutfalsliga stórur og sjónligur í altjóða høpi.

ES-NEVNDARLIMUR RÓSAR FØROYUM

Tá ið nýggi sáttmálin varð undirskrivaður í Brússel tann 24. mai í ár, helt ES-nevndarlimurin Mariya Gabriel eina røðu. Sambært ES-nevndini klára Føroyar seg væl í kappingini og hava vunnið fleiri týdningarmiklar verkætlanir. Hon tók verkætlanina AquaVitae fram sum dømi. Hetta er ein stór verkætlan, sum fevnir um alt Atlantshavið. Luttakarar eru úr Afrika, Norður- og Suðuramerika og úr øllum strandalondunum í Evropa.

ES-nevndin og Mariya Gabriel róstu føroyingum, tí luttøkan í AquaVitae verkætlanini vísir væl okkara styrki. Luttøkan vísir, at vit duga at samstarva innlendis, at vit duga og vilja geva íkast til at menna bláa búskapin, og at vit hava dirvi til at taka uppgávur á okkum.

Mariya Gabriel, ES-nevndarlimur, rósti føroyingum fyri at klára seg væl í kappingini um at fáa fígging.

Mariya Gabriel, ES-nevndarlimur, rósti føroyingum fyri at klára seg væl í kappingini um at fáa fígging.

Tað serliga við AquaVitae er, at bæði stovnar og fyritøkur eru saman um at loysa uppgávuna. Her er talan um aling á sjógvi, har granskarar hjá Fiskaaling standa á odda. Men eisini Ocean Rainforest og Sjókovin eru virkin í verkætlanini, umframt at alifyritøkur eru við sum undirveitarar.

Tær flestu stóru samstarvsverkætlanirnar við føroyskari luttøku snúgva seg um havið, og tað er kanska ikki so løgið. Vit granska veðurlag, havstreym og orku úr havinum. Vit menna nýggja framleiðslu og tøkni til sjóvinnu og aling. Nú er bara at flyta tað, sum vit duga á sjógvi, yvir á onnur øki og aðrar vinnur á landi.