3 minute read

Føroysk hagtøl um gransking, menning og nýskapan

Eftir Rósu Heinesen

Okkum vanta hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan (GMN) í Føroyum. Hetta er ein vaksandi trupulleiki, serliga síðan altjóða samstarvið á økinum hevur tikið dik á seg. Eitt er trýstið uttanífrá, til dømis at ES krevur viðkomandi hagtøl frá limalondum og at lima londum, sum vilja luttaka í evropiskum granskingar verk ætlan um. Eitt annað – og kanska týdn ingarmeiri – er tørvurin hjá okkum sjálvum á einum nøktandi av gerðar grundarlagi, tá ið umræður GMN í Føroyum.

Advertisement

Fyri at kunna stýra miðvíst ímóti ynskiligum úrslitum, krevst álítandi próvtilfar og vitan um bæði menniskjaligt og fíggjarligt tilfeingi, ið fyritøkur og stovnar leggja í slíkt virksemi. skipað fyrr í ár, hevur til endamáls at styrkja strategisku ráðgevingina til Landsstýrið og vinnuna á samlaða málsøkinum og at seta mál, til dømis fyri luttøku í altjóða samstarvi. Fyri at kunna røkka sínum endamáli hevur Ráðið eisini tørv á hagtølum. Tí hevur Granskingarráðið saman við Hagstovu Føroya gjørt eina forkanning av, hvat krevst fyri at menna hagtøl fyri økið í Føroyum.

LÆRA AV ROYNDUM HJÁ ØÐRUM

Mælt verður til at menna hagtølini eftir altjóða leisti, soleiðis at tey verða sambærlig við altjóða hagtøl. Hetta inniber nakrar spurnakanningar eftir ávísing í altjóða hagtalshandbókum hjá ST og OECD. Spurningarnir snúgva seg um til dømis nøgd av virksemi, útreiðslur, fígging, starvsfólk, endamál, samstarv, karmar, undirstøðukervi og ikki minst úrslit v.m.

Í sambandi við forkanningina hava umboð frá Hagstovu Føroya vitjað Hagstofu Íslands og Danmarks Statistik Í Danmark hava tey ment GMN-hagtøl í næstan 30 ár og í Íslandi tátta tey í 10 ár. Teirra vitan og royndir hava veitt góða vegleiðing og skulu tryggja, at menningartilgongdin í Føroyum ikki verður darvað av somu byrjanartrupulleikum sum í Danmark og Íslandi.

VIRÐISMIKIÐ GRUNDARLAG

Hagtølini verða nýtt til at máta, hvør tað er, sum fremur GMN, hvør fíggjar virksemið og hvar tað fer fram. Mált verður hvørj um støði virksemið er á, hvat endamálið við tí er og hvat samstarv og sínámillum ávirkan er millum stovnar og geirar í hesum sambandi.

Hagtøl um útreiðslur til GMN verða til dømis nýtt sum grundarlag fyri at evna skatta- og fíggjarskipanir, ið kunnu eggja til meira GMN, og til at skilja, hvussu GMN skapar fram burð, trygd og vælferð.

Forkanningin hjá Hagstovuni er júst liðug. Treytað av, at Landsstýrið gevur grønt ljós til at halda fram, verður næsta stig at sniðgeva spurnabløð og innsavningarskipan. Síðan verður vónandi farið undir innsavningina í 2023