1 minute read

Tað føroyska í tónleikaútbúgving

Ph.d. verkætlan:

Knút Háberg Eysturstein, cand.mag. í tónleikafrøði, fer undir eina ph.d.-verkætlan um tað føroyska í tónleikaútbúgving.

Advertisement

Granskingarráðið hevur latið eina góða millión kr. til eina ph.d.-verkætlan, ið skal greina, hvønn leiklut føroysk siðvenja og samleiki hava í tónleikaundirvísing í Føroyum.

Endamálið við ph.d.-verkætlanini er at granska, hvønn leiklut tónleikur hevur havt fyri at skapa føroyska samleikan í listarligum og útbúgvingarligum sambandi.

Verkætlanin fer at viðgera leiklutin hjá føroyskum siðvenjufatanum og samleika í tónleiki. Dentur fer serliga at verða lagdur á, hvussu føroyskar siðvenjufatanir verða tiknar við í lestrarætlanum í tónleikaútbúgvingarligum høpi. Eisini fer verkætlanin at varpa ljós á, hvussu tónleikaundirvísing verður útint í føroysku útbúgvingarskipanini.

Knút Háberg Eysturstein, cand. mag. í tónleikafrøði, fer at standa fyri ph.d.-verkætlanini, ið hevur heitið: "Hugtakið um tað føroyska í tónleikaútbúgving - tingingar um samleika og siðvenjufatanir".

Knút Háberg Eysturstein byrjaði sum ph.d.-lesandi á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum 1. september. Partur av ph.d.-verkætlanini verður at undirvísa og standa fyri tónleikalinjuni á Námsvísindadeildini lestrarárið 2022/23.