1 minute read

Hitaskipanir til varandi orku

Ph.d. verkætlan:

Torstein Balle, verkfrøðingur, fer undir ph.d.-verkætlan um leiðreglur fyri hitapumpuskipanir.

Advertisement

Granskingarráðið hevur latið 860.000 kr. til eina ph.d.-verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, ið skal gera leiðreglur fyri, hvussu hitapumpuskipanir til føroyskar bygningar skulu síggja út og virka.

Í Føroyum brúka flestu hitaskipanir í bygningum olju til upphiting. Men flestu nýggju byggiverkætlanir ætla at brúka el-drivnar hitapumpur, ið gagnnýta umhvørvishitan úr luft, jørð og sjógvi.

Alsamt fleiri hitapumpur verða installeraðar í almennum og privatum bygningum, men tørvur er á leiðreglum, sum geva privatum installatørum møguleika at velja ta bestu uppsetanina og besta raksturin fyri skipanina.

Ph.d.-verkætlanin skal meta um møguleikar fyri eyka goymslukapasiteti og nýtslu av optimiseraðari orkuframleiðslu. Málið er at nýta burðardygga orkuframleiðslu á bestan hátt og harvið fáa ein minkaðan og forsøgnan tørv á orku í tíðum, tá lítið av burðardyggari orku verður framleidd.

Úrslitið av verkætlanini skal millum annað vera eitt tól, ið kann eyðmerkja ta optimalu støddina og stýringina av skipanini, so hon kann verða sett upp best gjørligt undir føroyskum umstøðum. Torstein Balle, verkfrøðingur, fer at standa fyri ph.d.-verkætlanini.