Ein framsøkin høvuðsstaður

Page 1

ein framsøkin høvuðsstaður



góði borgari í tórshavnar kommunu Í Framsókn hava vit fyrireikað okkum væl til býráðsvalið, tí tað hevur so stóran týdning fyri okkum øll. Hesaferð meira enn nakrantíð áður. Fólkatalið í kommununi minkar fyri fyrstu ferð í søguni. Vit mugu venda hesi gongdini og aftur fáa fólk at trívast og at trúgva uppá, at tað ber til at liva og virka her. Vit mugu varðveita okkara ungu, okkara skapandi og okkara virkisfúsu í kommununi. Winston Churchill segði einaferð, at “.....viðhvørt er tað ikki nóg mikið, at vit gera okkara besta. Viðhvørt mugu vit gera tað, sum krevst!” Hesaferð mugu vit gera tað, sum krevst, og tað er annað og meira, enn tað vit eru von at gera. Framsókn er eitt nýtt átak í føroyskum politikki, sum sam­ pakkar við eitt tíðarhóskandi samfelag. Flokkurin hevur sín upp­runa í einum framsøknum fólki og hevur sín gróðrarbotn í miðstaðarøkinum. Partapolitikkur er ikki okkara fremsta mál. Vit vilja tvørtur um floksmørk og tvørtur um skilnaðin millum lands- og kommunupolitikk flyta høvuðsstaðin og alt samfelagið, so tað gerst tíðarhóskandi, eisini í eygunum á okkara ungu. Hetta krevur greið politisk mál, sum framsøkin og fakliga væl grundað starvsfólk og leiðarar í kommununi kunnu brúka til at tryggja, at høvuðsstaðurin verður stýrdur eftir hollum heildarloysnum.

støðupolitikk okkara eru seks kvinnur og seks menn á lista­num. 24 fólk eru stillarar hjá flokkinum, 12 kvinnur og 12 menn. Vit í Framsókn vilja flyta høvuðsstaðin, so hann: • gerst ein framsøkin høvuðsstaður hjá øllum føroyingum • gerst savningardepil fyri hægri lestur, vitan, fróðskap og gransking • tryggjar øllum borgarum rúmd, fjølbroytni og tolsemi • eggjar til vinnuliga menning og framburð • er eyðkendur av sunnum dynamikki millum alment og privat virksemi Eitt framsøkið fólk velur eitt framsøkið býráð. Gott val! Vinarliga,

poul michelsen Undir bókstavinum F bjóðar Framsókn 12 fólk fram sum valevni til býráðsvalið 13. november. Í samsvari við javn­

formaður í Framsókn og fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn


12 framsøkin valevni Framsókn bjóðar seg fram til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Vit bjóða eitt væl samansett toymi, við breidd og dýpd, ið vil, at høvuðsstaðurin skal halda fast um og styrkja um støðuna sum drívmegin í landinum. Hóast vit eru ein spildurnýggjur flokkur, hava vit djúpar røtur í høvuðsstaðarøkinum og hollar førleikar til at taka lut í politiska arbeiðinum.


harriet o. av gørðum skrivstovukvinna, Kaldbak

poul clementsen vinnurekandi, Tórshavn

karlot hergeirsson skipsførari, Argir

ríkin n. djurhuus miðnámsskúlanæmingur, Tórshavn

kristina ejdesgaard leiðandi farmakonomur, Tórshavn

rúni sundberg patursson søluleiðari, Tórshavn

ólavur í búrstovu miðnámsskúlanæmingur, Tórshavn

ruth vang ljósmóður, Tórshavn

ólavur olsen musikkskúlalærari, Kollafjørður

sunneva h. eysturstein vinnurekandi, Tórshavn

óluva waagstein skrivstovukvinna, Tórshavn

súsanna køtlum vinnurekandi, Tórshavn


tórshavn sum høvuðsstaður vit skulu hava skil á miðbýin Fleiri hugskot hava verið um, hvussu miðbýurin í høvuðsstaðnum skal verða skipaður. Kortini sæst eingin ítøkilig ætlan aftur í teirri tilvildini, sum ræður millum skoytubreytir, parísarhjól, tjøld og hoppiborgir. Sumt av tí, sum tey seinnu árini er bygt og gjørt í kommununi, er avgjørt jaligt. Fyrr var illa. Men menningin hevur verið tilvildarlig, og hon hevur tí ikki givið nakra heild. Hendan tilvildin má ikki sleppa at ráða.

Framtíðarmynd av Vágsbotni úr ”Havnin innan fyri Stóragarð”

Tórshavnar kommuna hevur sum høvuðsstaður nógvar avbjóðingar. Komandi árini skulu vit møta hesum av­ bjóðingum við eini fakliga vælgrundaðari ætlan, sum vit skulu skipa býin eftir. Í eini skipaðari ætlan skulu vit seta ferðsluna, parkeringina, handilslívið, vinnuna og – ikki at gloyma – bústaðirnar á breddan.

Tað ber sjálvandi ikki til at gera alt í senn og tí mugu vit raðfesta okkara mál. Tað er ikki gjørt higartil. Vit hava sett 20 milliónir krónur av til endamálið, so vit kunnu fara undir at gera okkum eina tíðar­hóskandi og deiliga Havn. Tað hastar at fara í gongd, tí fleiri velja longu føroyska høvuðsstaðin frá.

Býráðið skal av álvara traðka í karakter og taka tær neyðugu avgerðirnar. Í hesum sambandi er hópurin av málum, sum eiga at røkka tvørtur um partapolitiska vígvøllin, og sum vit tí kunnu fremja heilt skjótt. Vit skulu hava visjónir fyri høvuðsstaðin. Men vit skulu eisini vísa, at vit hava eginleikarnar, evnini og dirvið at arbeiða eftir teimum.

6

framsókn Tórshavn sum høvuðsstaður


vit skulu hava fólk aftur í býin Miðbýurin er steindeyður eftir arbeiðs­ tíð. Hetta er millum ár og dag jabbað so nógv upp í saman, at tað ikki rínir við longur. Sjálvt Niels Finsensgøta er fólkatóm. Eitt sløg av lívi er í Dr. Jakobsensgøtu. Øll vita hetta, men eingin ger nakað við tað. Í Framsókn hava vit eitt ítøkiligt boð upp á, hvussu vit fáa fólk aftur í miðbýin: Tað gera vit við at loyva fólki at búgva her. Punktum.

Byggiverkætlan í Tórsgøtu. H. Restorff

Vit eiga at umbyggja fleiri av teimum stóru bygningunum, sum í dag hýsa m.a. kommunalari fyrisiting, so teir kunnu hýsa íbúðum. Í býnum eru eisini fleiri privatar ognir, sum við tillaging av byggisamtykum og hóskandi umbygging kundu hýst nýmótans íbúðum. Vit kunnu saktans flyta kommunala fyrisiting, so fast­ búgvandi fólk kunnu vera í tí, sum nú er skrivstovur, teldu­ rúm og goymslurúm – eisini eftir arbeiðstíð. Vit eru sannførd um, at vit kunnu fáa bæði lív og eina nýggja tilveru aftur í miðbýin, um vit bara loyva fólki framat.

Tórshavn sum høvuðsstaður framsókn

7


tórshavn sum mentanarbýur eingin høvuðsstaður uttan ein tjóðpall Vit mugu gera okkum púra greitt, at skulu Føroyar fáa ein Tjóðpall, so mugu vit havnarfólk taka um endan og bera so í bandi, at hann verður bygdur.

Framsókn fer tí at arbeiða fyri, at einar 40 milliónir krónur verða settar av til Tjóðpallin á kommunalu íløguætlanini. Vit fara síðani at virka fyri, at kommunan fer at samráðast við landsmyndugleikarnar um at byggja Tjóðpallin, so at hann gerst ein felags íløga. Skuldi hetta av einihvørjari orsøk ikki eydnast, má Tórshavnar kommuna einsamøll taka ábyrgdina av at fáa hetta neyðuga mentanarhúsið bygt.

Í “Tíðarinnar bakspegli” um árið 1978 hoyrdu vit herfyri so fræg fólk sum Kjartan Mohr, Knút Wang, Finnboga Ísakson o.o. umrøða eitt løgtingsuppskot um sjónleikarhús. 34 ár seinni sita vit enn og tosa um júst hetta sama. Tað finnast góðar kreftir í løgtinginum, sum vilja eini tílíkari ætlan væl. Tær eru bara ikki nóg nógvar, og tað verða tær heldur ikki tey nógvu komandi árini. Í Framsókn eru vit sannførd um, at tað einasta rætta er, at Tórshavnar kommuna sjálv setur pengar av til at byggja ein tjóðpall – eitt leikhús, sum umframt at vera karmur um leiklistina eisini kann hýsa øðrum virksemi, sýningum og tiltøkum innan mentanarlívið í kommununi. Tjóðpallur Føroya stendur best á Skálatrøð, júst so sum nakrir av landsins bestu arkitektum hava skotið upp. Tað styrkir okkum sum borgarar í einum høvuðsstaði, at vit sjálvi taka okkum saman um Tjóðpallin. Ikki vegna tvørrandi viljan í løgtinginum, men tí vit sjálvi vilja og orka, sum tann lítli, men framsøkni metropolurin, vit eru.

8

framsókn Tórshavn sum mentanarbýur

Framtíðarmynd av Skálatrøð úr ”Havnin innan fyri Stóragarð”


høvuðsstaðurin skal hava menningar- og granskingardepil Fróðskapur og vitan eru sjálvsagdar drívmegir í einum framkomnum høvuðs­staði við virðing fyri sær sjálvum. Í Framsókn hava vit eina visjón um at savna vitan – vinnu, fyrisiting, fróðskap og gransking – í gomlu fiskavirkisbygningunum á Vestaru Bryggju. Vit eiga at hava eitt mið­savnað vitanarvirksemi fyri at skapa tað neyðuga dynamiska umhvørvið. Harnæst hevur tað stóran týdning, at vinnuvend gransking fær røttu karmarnar og virkar í sama umhvørvi sum vinnan sjálv. Á tann hátt kann granskingin lættari taka støði í tí vitanartørvi, sum vinnan hevur fyri at menna seg.

virkseminum hjá Havstovuni, Granskingarráðnum og øðrum. Tað er ikki trupult at ímynda sær, hvat tað kann skapa av samvirkni, at landsins gløggastu høvd gerandis kunnu hittast undir somu lon. Tórshavnar kommuna skal taka stig til at stovna ein menningardepil saman við vinnulívinum, Fróðskapar­ setri Føroya, Granskingarráðnum, Havstovuni, sjúkrahús­ verkinum og øðrum. Depilin skal við støði í náttúrugivnu møguleikum okkara skapa og troyta nýggjar, slóðbrótandi vinnugreinar til alheimsmarknaðin. Vit hava sett 40 milliónir krónur av til endamálið.

Á Vestaru Bryggju kunnu eisini bæði privat og alment virka saman á ein meira effektivan hátt enn í dag. Fyritøkur innan sjóvinnu- og skipatøkni, útgerðafeløg, manningarfeløg og frálandavirki kunnu búgva undir liðini á menningardeplum, kommunalari fyrisiting, maritimum myndugleikum og øðrum viðkomandi landsstovnum. Her kunnu eisini sjóvinnuútbúgvingar húsast saman við gransking hjá eitt nú Fróðskaparsetri Føroya og

Vestara Bryggja úr ”Havnin innan fyri Stóragarð”

Tórshavn sum mentanarbýur framsókn

9


tórshavn sum lestrarbýur skúladepilin í marknagili skal byggjast nú Í 40 ár hava Tekniski Skúli og Føroya Studentaskúli bíðað eftir nøktandi hølis­ umstøðum í høvuðsstaðnum. Einki er hent, tí hetta málið hevur havt millum lítla og onga politiska undirtøku í løgtinginum. Eftir løgtingsvalið í 2008 viðurkendu landsmyndugleikarnir kortini, at nú mátti okkurt gerast. Løgtingið samtykti at seta 395 milliónir krónur av til at byggja ein skúla í Marknagili, sum skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla í Havn. Marknagilsdepilin skuldi standa liðugur í 2014, men síðani er ætlanin skotin út ikki minni enn tvær ferðir. Nú er eisini stað­fest, at depilin verður nógv dýrari enn mett, og ivi er sáddur um, hvørt myndugleikarnir hava valt røttu byggiloysnina ella ikki. Í løtuni sita landsins myndugleikar og leita eftir fleiri tíggutals milliónum í sparingum í verkætlanini. At tað skal bera til at spara so nógv uttan at krypla ætlanina, er lítið sannlíkt. Tað er líka ósannlíkt, at løgtingið fer at játta Marknagilsdeplinum tað, sum restar í. Marknagilsdepilin, sum hevur so stóran týdning fyri

10

framsókn Tórshavn sum lestrarbýur

Marknagilsdepilin. BIG arkitektar

útbúgving og lestur í høvuðsstaðnum, er tí í stórum vanda fyri at steðga upp. Hetta má ikki henda, og tí eigur Tórshavnar kommuna at fara inn í verkætlanina og átaka sær byggibúningar- og byrjunarkostnaðin. Einar 40 milliónir krónur kunnu gera stóran mun. Í samráðingunum við mentamálaráðið, eigur kommunan at tryggja sær, at kommunala íløgan verður gjørd av føroyskum felag og føroyskari arbeiðsmegi. Fyri Tórshavnar kommunu er hetta ein hin besta íløgan, ið hugsast kann. Marknagilsdepilin kann gera sítt til, at færri ungfólk flyta av landinum, ella at tey flyta seinni og tískil eru burturi í styttri tíð.


ítøkilig loysn á tí ótíðarhóskandi bústaðarmynstrinum Føroyski bústaðarmarknaðurin er sera einstáttaður og ótíðarhóskandi. Flest øll sethús og íbúðir er eigarabústaðir, fíggjaðir við vanligum realkreditt- og bankalánum og við rentufrádrátti frá landskassanum.

nýggju lógini. Eisini er ætlanin at privat fígging eisini skal kunna gera íløgur í slíkar byggiætlanir. Leikluturin hjá kommununi er fyrst og fremst at tryggja, at eitt fjølbroytt og nútíðarhóskandi útboð er av íbúðum. Kommunan skal eisini útvega byggibúgvið grundøki til serliga lagaligar treytir soleiðis, at kostnaðurin verður rímiligur. Framsókn hevur í síni íløguætlan sett 13 milliónir krónur av til endamálið.

Tað eru ikki øll, sum hava áhuga í at eiga sína egna búðstað, men heldur vilja leiga ella búgva í búfelagsskapi. Í kommununi eru nógv økir, sum kunnu nýtast til fjøltáttaða bústaðarbygging. Framsókn vil, at Tórshavnar Kommuna skal gera nýtslu av hesum økjum og fara undir at fyrireika og bjóða út bústaðir, sum hóskar seg til tann eftirspurning, ið er millum borgarar í kommununi. Framsókn hevur tí gjørt eitt ítøkiligt uppskot, at kommunan skal standa fyri einari íbúðarbyggiætlan í Marknagili. Ætlanin er, at byggja 84 íbúðir í støddunum 40 m2, 73 m2, 94 m2 og 123 m2. Prísurin er ætlaður at liggja millum 13 – 14.000 kr. m2. Íbúðirnar skulu byggjast sum lestraríbúðir til ung og lesandi, leiguíbúðir, lutaíbúðir og vanligar ognaríbúðir. Ein nýggj lóg um Húsalánsgrunnin er ávegis og sum skilst, verður møguligt at fíggja partar av eini slíkari ætlan við

Íbúðarverkætlan í marknagili. Magnus Hansen ark.

Tórshavn sum lestrarbýur framsókn

11


ætlaðar íløgur alment og privat – hond í hond Vit eru noydd at gera nakað munagott fyri at loysa tann ovurhonds stóra trupul­leikan vit hava innan eldrarøktina. Sann­­líkt er, at samfelagið framyvir ikki verður ført fyri at loysa hesa avbjóðing við verandi loysnum. Vit eru noydd til at hugsa ótraditionelt og leita eftir alternativ­um loysnum, sum í dygd eru á hædd við tann tørv, ið tann einstaki hevur. Hesar loysnir finnast í londunum kring okkum, har m.a. ein blanding av almennum og privatum áhugamálum hava tikið avbjóðingina til sín. Tørvurin á røktarheimsplássum er alstórur og tí má sum skjótast farast undir at byggja eitt nýtt røktarheim á somu stødd sum Boðanesheimið. Framsókn hevur leingi víst á, at ein alternativ bústaðarbygging eigur at verða gjørd til fólk – sum við nakað av hjálp klára seg sjálvi – tað veri seg ung sum eldri. Ein slík ætlan kann sambyggjast inn í ein búfelagsskap við á leið 50 – 60 íbúðum, við hóskandi lutfalli av privat fíggjaðum eldraíbúðum. Til hvørja byggieind eru knýttar kjarnutænastur, sum skulu tryggja, at búfólkið fær ta neyðugu hjálp og tænastur –

12

framsókn Ætlaðar íløgur

ergo­terapi, fysioterapi, persónliga røkt osfr. alt í mun til støddina á byggiætlanini. Framsókn vil, at ein slík ætlan verður roynd og at kommunan tryggjar at ætlanin fær grundøkið við lagaligum treytum. Ein slík ætlan tryggjar fjølbroytni í útboðnum, gongur tørvinum hjá tí einstaka á møti umframt at lætta um trýstið á allari eldrarøktini. Vit hava sett 20 milliónir krónur av til endamálið.

vit skulu loysa málið um ringvegin alt fyri eitt Í 1986 varð yvirskipað lendis- og býar­ ætlan gjørd fyri høvuðsstaðarøkið. Hon varð almannakunngjørd í bóklinginum “Havnin í framtíðini”. Henda ætlan hevur sum heild verið fylgd síðani tá. Í henni er m.a. ein ringvegaætlan, sum knýtir nýggjar og komandi býlingar í verandi veganet. Endamálið var og er at skipa ferðsluna kring býin og at lækka tað stóra ferðslutrýstið inni í miðbýnum. Seinastu árini hevur ætlanin at gera ringvegin kring høvuðs­ staðin kortini mestsum ligið still. Stríð hevur verið millum


Landsverk og Tórshavnar kommunu um tær ymsu íbindingarnar í tann nýggjara ytra ringvegin. Eftir at hava kannað málið eru vit í Framsókn komin eftir, at hesar ósemjur als ikki standa mát við teir trupulleikar, ið vantandi pettið av hesum ringvegnum hvønn dag skapar fyri ferðsluna í høvuðsstaðnum. Vit fara tí alt fyri eitt at virka fyri, at ringvegurin frá brúnni við Sundsvegin og yvir til Oyggjarvegin verður gjørdur liðugur eftir ætlanini hjá Landsverki. Í 1987 bant landsstýrið seg í eini avtalu við Tórshavnar kommunu at gera vegin. Kommunan skal gjalda fyri íbindingarnar. Vit hava sett 6 milliónir krónur av til endamálið.

nú skal brúgvin um sandá gerast Goymd og gloymd millum grótrúgvur­ nar vestan fyri kirkjugarðin í Vika hevur leingi ligið ein ætlan um at gera eina nýggja brúgv, sum skal binda Argir saman við innara ringvegin í Havn. Í Framsókn undrast vit á, at henda týdningarmikla íløgan hevur fingið so vánaliga raðfesting í býráðnum. Herfyri boðaði býráðið endiliga frá, at brúgvin skal gerast næsta ár, og at pengar verða settir av til endamálið. Hesum taka vit undir við, og vit vilja seta komandi býráði ta treyt, at lyftið verður hildið. Eitt vælvirkandi vegakervi er ein av grundleggjandi fortreytunum undir einum framkomnum høvuðsstaði. Eftir nýggju brúnni um Sandá kann ferðslan fara ótarnað kring býin og líka út á Hamarin á Argjum.

Uttari ringvegur. Landsverk

Ætlaðar íløgur framsókn

13


ætlaðar íløgur tórsvøllur skal upp á altjóða stig Tað rennur saman millum áhugamálini og ætlaninar hjá Grunninum Tórsvølli, Tórshavnar Býráð, Fótbóltssambandi Føroya og UEFA/FIFA. Tórsvøllur verður nú tjóðarleikvøllur føroyinga og góðkendur til at hýsa altjóða fótbóltskappingum við støði í krøvum frá UEFA og FIFA. At Tórsvøllur nú hevur fingið graslíki, og at tað er góðkent sum undirlag til alheims fótbóltskappingar, ger at umstøðurnar hjá fótbóltsfeløgunum í kommununi og hjá FSF at brúka vøllin gerast munandi betri. At ljósmastrar eru settar upp, ger eisini, at vøllurin at kalla altíð kann verða brúktur. Sum upprunaliga ætlað er nú bygd fimleikarhøll við norðara enda á Tórsvølli. Um stutta tíð verða fyribils áskoðaraplássini við suðurendan tikin niður. Ístaðin verður bygdur ein bygningur, sum skal bøta um hølisviðurskiftini hjá fyrisitingini í FSF og um virksemið hjá Tórsvølli. Samstundis verða eisini fyrstu áskoðaraplássini undir taki gjørd. Íløgan verður fyri ein part fíggjað av FSF og UEFA. Tórshavnar Býráð hevur játtað 35 milliónir krónur til útbyggingar á Tórsvølli tey næstu árini. Hesum tekur Framsókn fult undir við. Næsta stigið er at fáa tak yvir øll áskoðara­plássini og

14

framsókn Ætlaðar íløgur

Tórsvøllur. MAP arkitektar

samstundis nýggjar inn- og útgongdir. Stendur tað til Joseph Blatter, forseta í FIFA, kann hendan íløgan verða gjørd fyrri, enn vit higartil hava ímyndað okkum. Tá hetta hendir, er Tórsvøllur um at gerast tað altjóða fótbóltsstadion, sum høvuðsstaðurin og Føroyar hava tørv á.

heitir pottar í svimjihøllina Onkuntíð kann eitt politiskt mál hava stóran jaligan týdning fyri nógv fólk, hóast tað í fyrstu atløgu kann tykjast eitt sindur lítið í politiskum høpi.


Svimjihøllin í Gundadali er sera høgt í metum millum borgararnar í kommununi og man helst vera tað mest vitjaða tænastustaðið í høvuðsstaðnum. Fólk eru góð við svimjihøllina og koma mangan við góðum hugskotum um, hvussu hon kann verða broytt, so upplivilsini har gerast enn betri. Eitt av hesum hugskotum er at gera eitt umhvørvi við heitum pottum við høllina. Í einum lítlum útbygningi á suðursíðuni ber væl til gera tveir hitapottar – ein við 40 og ein við 42 hitastigum - umframt ein pott við køldum vatni. Ein meting sigur, at alt hetta kunnu vit gera fyri umleið 6 milliónir krónur. Hesum taka vit í Framsókn undir við, og vit hava tí sett pening av til hesa íløguna í okkara fíggjarætlanaruppskoti.

ítróttargreinum, sum kunnu fáa bestu umstøður á Glyvursnesi, kunnu vit her nevna m.a. fjallaskúkkling, triathlon, kaving, bogaskjóting og kajakkrógving. Tað økir eisini munandi um ferðavinnutilboðini, um vit gera Glyvursnes til ein ítrótta- og frítíðardepil nærhendis høvuðsstaðnum. Depilin kann eisini geva Havnini tað góðskuog tænastustig, sum skal til, fyri at útlendingar skulu velja hana sum rætta staðið at halda ráðstevnur, skeið otl. Glyvursnes kann styrkja hugtakið “The green Capital in the blue Ocean”. Í Framsókn ásanna vit tørvin á at játta pening til hesa menningar­ ætlanina, og vit hava tí í okkara fíggjarætlanaruppskoti sett 25 milliónir krónur av til endamálið.

glyvursnes sum ítróttardepil Ætlanin er sum kunnugt at gera altjóða golf­­breyt á Glyvursnesi. Arbeiðið er liður í til­gongdini at lúka treytirnar fyri at oyggjaleikir verða í Føroyum í 2019 ella 2021. Samstundis, sum at golf endiliga fær góðar umstøður, síggja fleiri føroysk ítróttafólk, fyrrverandi oyggjaleikarar og Ítrótta­­ samband Føroya møguleikan fyri, at Glyvursnes kann gerast ein týðandi og vælhóskandi partur av kørmunum um fleiri ítróttir, á Oyggjaleikunum eins væl og sum heild. Av øðrum

Ætlaðar íløgur framsókn

15


ætlanirnar skulu eisini gjaldast Í Framsókn hava vit kannað fíggjar­støðuna og mett um búskaparútlitini hjá Tórshavnar kommunu og burtur úr hesum gjørt okkara egna uppskot um fíggjarætlan og íløguætlan fyri tey næstu fýra árini. Vit hava mett, at fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2013 kann hava 115 milliónir krónur í avlopi. Tá hava vit roknað við einum vøkstri í skattainntøkunum upp á 1 prosent. Vit hava eisini roknað við, at barnafrádrátturin/kekkurin kostar 28 milliónir krónur ella 11.000 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár. Í fíggjarætlanini hava vit inntøkuført 10 milliónir krónur, sum kommunan kann spara í rakstri við at útveita vørukeyp og tænastur til privatar veitarar. Í íløguætlanini fyri 2013-2016 ætla vit í Framsókn, at kommunan skal gera íløgur fyri tilsamans 540 milliónir krónur. Í meðal gevur hetta 135 milliónir krónur í íløgum árliga. Tær skulu fíggjast við 115 milliónum krónum í rakstraravlopi og 20 milliónum krónum í lántøku. Framsókn vil hava Havnina at gerast ein tíðarhóskandi høvuðsstaður – tvs. ein lítil metropolur, sum hevur ein møguleika at kappast við metropolarnar í grannalondunum um tey ungu, tey skapandi og tey virkisfúsu. Framsókn hevur tí í raðfesting síni valt at gera stórar íløgur í vitanargrundað og vinnuskapandi átøk. Vit vilja hava

16

framsókn Ætlanirnar skulu eisini gjaldast

høvuðsstaðin at gerast ein lestrar- og granskingarbýur, og vit bjóða til ótraditionellar fíggingarhættir fyri at koma úr naggatódnini og nærri at hesum máli. Við 540 milliónum krónum í skilagóðum íløgum kunnu vit komandi fýra árini av álvara venda teirri skeivu gongd, sum vit tíverri eru vitni til í dag – eitt nú hendan áður ókenda veruleikan, at fólkatalið í kommununi minkar. Nakrar av hesum milliónunum hava vit markað til ávísar íløgur, meðan ein partur sum vera man stendur ómarkaður til aðrar íløgur, sum vit kunnu semjast við okkara komandi kommunalu samstarvsflokkar um, at tørvur er á.


íløguætlan hjá tórshavnar kommunu 2013 - 2016

mill.

Miðbýarætlanin

20

Skúli

40

Gransking og hægri lesnaður

40

Tjóðpallur Føroya

40

Lestraríbúðir

13

Eldraíbúðir

20

Røktarheim/ellisheim

50

Ítróttardepil á Glyvursnesi

25

Fótbóltsvøllur í Hoyvík

15

Svimjihøllin í Gundadali (heitir pottar)

6

Liðugtgerð av ringvegnum frá Sundabrúnni til Oyggjarvegin

6

Dagstovnur í Kollafirði

15

Ellisíbúðir/heim í Nólsoy

15

Aðrar markaðar íløgur: Brúgv um Sandá, Tórsvøllur og Musikkskúli

105

Aðrar íløgur

130

Samlaðar íløgur

540

Ætlanirnar skulu eisini gjaldast framsókn

17


framsókn er ein liberalur tjóðskaparflokkur Persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi eru grundleggjandi virði, ið skulu fáa føroyska samfelagið aftur á beint. Frælsið hjá fólki og landi gevur sjálvsálit, fremur virkishug og stimbrar skapanarevni. Tí er frælsi tað, sum Framsókn setir ovast í øllum sínum politiska virksemi. Persónligt frælsi Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.

• Vit arbeiða fyri einum samfelag við frílyndi • Vit vilja hava eitt samfelag, har tú aftur fært ábyrgd fyri tær sjálvum. • Framsókn vil tryggja kjarnutænasturnar í vælferðarsamfelagnum. • Vit vilja hava færri reglur, ásetingar og avmarkingar

Vinnuligt frælsi Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg. Tjóðskaparligt frælsi Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

18

framsókn Virðisgrundarlag

• Vit vilja gera Føroyar sjálvbjargnar.



vitja heimasíðu okkara á www.framsokn.fo

festi

Á heimasíðuni kanst tú millum annað fáa meira kunning um politikk og valevni okkara, umframt møguleika at lesa valgreinir teirra.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.