Ein framsøkin kommuna

Page 1

ein framsøkin kommuna



góði borgari í eysturkommunu Vit, sum búgva her, eiga nakað saman. Vit eru her av onkrari grund, og vit vita hví. Vit vita eisini, hvat kann gerast betri. Her er ein sterk íverksetaramentan í týdningarmiklum vinnulívi og serstøkum felags- og mentanarlívi. Hetta er okkara samleiki, sum vit eiga at vera errin av og halda hátt í hevd. Samleiki og mentan í breiðastu merking hava stóran týdning, og tann mentan, sum her trívist og okkara mentanar­arvur eru av størstu aktivum, vit hava. Vit skulu ikki vera bangin fyri at hugsa øðrvísi, tí tað er júst tað, sum ger munin. Vit í Framsókn eru trygdin fyri einum virknum vinnu – og mentanarpolitikki. Vit ynskja at reka kommununa á ein skilagóðan hátt bæði fíggjarliga og umsitingarliga. Nógvar størri íløgur eru gjørdar, og tíðin er komin til at hyggja nærri at smærru, men ikki minni týdningarmiklu uppgávunum og økjunum, at gera arbeiði liðug, at upp­ raðfesta viðlíkahald og leggja ætlanir saman við borgarunum. Yvirskipað fara vit at virka fyri virksemi og trivnaði og altíð at hava borgaran í miðdepli í øllum avgerðum kommununnar. Betri samskifti og meiri kunning eru neyðug fyri at røkka hesum.

aldursbólkar. Eysturkommuna skal vera eyðkend av einum sunnun dynamikki millum kommunalt og privat virksemi. Vel framsøkin umboð í býráðið - gott val!

Eysturkommuna skal vera ein kommuna fyri øll, har sum borgarin hevur góðar karmar at virka - bæði privat og vinnuliga – tað er gróðrarbotnur fyri trivnaði fyri allar

Vinaliga, Hanna, Hartvig, Súni, Hørdis, Eyðun, Hansa og Hákun


vinnuvinalig kommuna Eysturkommuna eigur at vera við til at økja um vinnuvirksemi í okkara kommunu, so enn meiri fjølbroytni fer at eyðkenna bygdirnar. Kommunalt ber til at arbeiða meiri miðvíst fyri at betra um karmar og vera í góðum samskifti við vinnulívið eins og at hjálpa nýggjum vinnum á veg. Fyrst og fremst ræður um at vera til reiðar, tá ein tørvur ella eitt rák innan vinnuna ger seg galdandi og soleiðis vera proaktiv í mun til nýggjar vinnumøguleikar í økinum. • Vinnunevnd skal tryggja samskifti og samstarv við vinnulívið • Vit skulu skapa karmar til vinnulívið – ymiskar til ymiskan tørv

trivnaðarpolitikkur Eysturkommuna er eitt stað men eisini eitt samfelag av borgarum við ymiskum áhugamálum og ymiskum tørvi – men øll hava sama tørv á trivnaði fyri seg og síni. Tað hevur stóran týdning at hava ein rættan politik á ansingar­ økinum, skúlaøkinum, ein ungdómspolitik og eldrapolitik og sum
heild altíð hava borgaran og familjurnar í bygdunum í

4

framsókn Ein framsøkin kommuna

miðdeplinum. Tá tað kemur til tær kommunalu tænasturnar, skulu tær áhaldandi eftirmetast og haldast á einum røttum støði í mun til dygd og fíggjarkarm. Í Eysturkommunu og í Eysturoynni sum heild, er samferðsla eitt mál, sum við samskipan og samstarvi er partur av trivnaðinum í hesum geografiskt stóra øki við nógvum lutfalsliga stórum bygdum, har borgarar í dagligum samskifti koyra til og frá til tær ymisku tænasturnar – tað veri seg kommunalar, vinnuligar ella tær frá áhugafeløgunum. • Skilagóðan ansingarpolitik við heildarætlan og góðum kørmum fyri barnaansing og frítíðaransing • Vælvirkandi trivnaðartænastu
 • Samskipa tilboð til børn frá 3. – 7. flokk 
• Ungdómspolitik, ungdómsráð, karmar til tey ungu (13-18) • Familjuvinarligar avgerðir
 • Eldrapolitik, samskifti og samskipan av tilboðum • Bussleiðin skal eftirmetast og bøtast, møguliga í samstarvi við aðrar kommunur


skúli og útbúgving Stórar íløgur eru gjørdar í skúlaøkið og nú skulu tær verkætlanirnar berast á mál við liðugtgerð av uttanumøki – bæði í Leirvík og í Gøtu. Eisini skulu vit halda fram at viðlíkahalda og dagføra eldru skúlabygningarnar. Málið er, at skúlasøgan á staðnum kemur til sín rætt í vøkrum og vælhildnum bygningum, sum allir eftir nærri ætlan skulu nýtast til virksemi, sum hevur við skúla og skúlaungdóm at gera. • Uttanumøkini við skúlarnar skulu raðfestast høgt og setast í gerð sum skjótast • Arbeiðsrúm og skrivstovur hjá lærarum og skúlaleiðarum skulu setast á breddan.

ítróttur Umframt at viðlíkahalda ítrottarfasilitetir eiga vit at gera eina ætlan fyri ítrott, sum setur karmar til ymiskan ítrott so sum svimjing, frælsan ítrott og ymiska hallarítrott v.m.
 í stigvísa langtíðarætlan. Gott samstarv við ungdómin, eldsálir og verandi áhugafeløg eru neyðug. • Arbeiða við ætlan um karmar og øki til fjølbroyttar ítrottar møguleikum, møguliga í samstarvi við aðrar kommunur í oynni • Gera eina lidna ætlan fyri økið í Sarpugerði og projektera og gera uttanumøkið sum skjótast. • Arbeiða víðari við møguleikum til liðugtgerð av ovaru hædd í nýggja ítrottarhúsinum

Ein framsøkin kommuna framsókn

5


festival, felagsatelier, skrivstovufelagsskap, verkstøð v.m. Søvn og fornminni eru gripir, sum nógv miðvísari arbeiði skal menna og samskipa til gleði fyri fólkið her og sum liður í vaksandi ferðavinnu. • Karmar til kreativa vinnu • Karmar til útinnandi listafólk • Gagnnýta kommunalar bygningar • Viðspælari í samskipan, marknaðarføring og praktiskum loysnum • Arbeiða við fornminnum, søvnum og ferðavinnu

miðvísur mentanarpolitikkur Okkara mentan og mentanararvur eru av størstu virðum. Tí skal ein miðvísur mentanarpolitikkur tryggja, at kommununnar partur ikki liggur eftir í tí mentanarliga arbeiðinum sum heild, so Eysturkommuna framvegis verður ein serligur mentanarligur miðstaður í Føroyum. Vit hava í bygdunum sterkar siðvenjur innan sjónleik, tónleik, kórsang, málningalist, listahandverk v.m. eins og nýggjar listagreinir eisini fáa fastatøkur her. Við støði í tí, sum rørir seg millum borgararnar kann kommunan kann vera við í arbeiðinum, tá tað kemur til tónleikamiðstøð,

6

framsókn Ein framsøkin kommuna

teknisk mál Skal framburður og tilflyting vera framhaldandi, mugu tøk grundstykki vera til keyps í øllum bygdum fyri rímiligan kostnað. Kommunan eigur at skapa karmar fyri ymiskum bústaðarmøguleikum. Kommunalir byggningar eru dagliga partur av tænastuni, sum kommunan veitir men hevur møguleika at betra. Umframt viðlíkahald skal ætlan og raðfesting gerast fyri lendingar, bátahyljar, havnaøki, vatnbrunnar og brunastøð • Útstykking – fyrst í Syðrugøtu • Arbeiða víðari við lutaíbúðum í Leirvík • Gera íbúðarætlan fyri hinar bygdirnar í kommununi. • Greiðan politkk viðvíkjandi kommunalum byggningunum, so teir vera gagnnýttir borgarum og áhugafeløgum til frama.


umhvørvi Gøtur, grøn uppihaldsøki, miðpunkt í bygdunum og vanligt viðlíkahald av kommunalum ognum fremja góða umstøður og trivnað og eru samstundis týdningarmikil fyri ferðavinnu í økinum.

• Undir Gøtueiði: Arbeiða við uppskotinum um havnaøki og bátahyl og fríðka bygdina • Syðrugøta: Halda fram við at gera økið við sandin liðugt sambært býarætlan og fríðka enn meiri um í tráð við virksemið í økinum. • Norðragøta: Dagføra og fríðka um bátahylin t.d eina lítla bátabrúgv í samband við gamla býlingin og nýggju neystini. • Leirvík: skapa eitt maritimt umhvørvi við nýggja bátahylin, 
har borgarar og vinnulív kunnu skapa lív og virksemi. T.d. ein haldføran pall til ymisk tiltøk á økinum.

Ferðslumynstrið og ferðslupolitikkur eru partur av hesum. Nógv arbeiði innan fyri tekniska økið kann gera okkara kommunu nógv vakrari og betri á annan hátt. • Fleiri regluligar íløgur í umhvørvi og grøna økið og røkt av hesum • Miðpunkt í øllum bygdum • Gøtur og trivnaðarøki/uppihaldsøki og spælipláss • Ætlan fyri serligar áir í bygdunum eins og grønar kílar 
 seta pening av til arbeiðið • Halda fram við umhvørvisætlanini, dagføra kloakkir v.m. 
og gera neyðugu íløgurnar

Ein framsøkin kommuna framsókn

7


vitja heimasíðu okkara á www.framsokn.fo

festi

Á heimasíðuni kanst tú millum annað fáa meira kunning um politikk og valevni okkara, umframt møguleika at lesa valgreinir teirra.

hákun andreasen savnsteknikari, Leirvík

eyðun hansen stjóri, Norðagøta

súni eliasen maskinsmiður, Leirvík

hanna jensen studentaskúlalærari, Norðagøta

hansa m. glerfoss námsfrøðiligt hjálparfólk, Leirvík

hartvig joensen deildarleiðari, Syðrugøta

hjørdis f. gregersen góðskuleiðari, Syðrugøta


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.