Skifti

Lívssøgur úr føroysku náttúruni

Skifti - Lívssøgur úr føroysku náttúruni, Ellindur Egilstrøð
Síggja av nýggjum, Hans Jacob Kollslíð
Minnið skal grógva í lendinum, Birgir Kruse
Hvørji eru vit føroyingar? Hvat sermerkir okkum? Og havt siga onnur onkum verða? Rógvi Egilstoft, Borgarstjóri í Eiðis kommunu
Skráin fyri tiltakið
Skifte – erindringer fra naturoplevelser på Færøerne, Lukas Pedersen
The Shift - memories from nature experiences on the Faroe Islands, Kate Smith
Síða 4
Síða 7
Síða 15
Síða 23 Síða 24 Síða 25 Síða 26
Erindringer fra naturoplevelser på Færøerne
Ein performance art Installatión í Kolshøll á Eiði 17. til 20. november 2022.
Úr Sosialinum. Myndirnar í Sosialinum eiga Jan Egil Kristiansen og Erik W. Bachmand.
A Performance Art Installation in Kolshøll in Eiði, Faroe Islands 17th to 20th November 2022.
Listafólk nýta ofta náttúruna, á einhvønn hátt, í teirra listarliga arbeiði. Ofta er náttúran nýtt í metaforum, ella myndamáli, ið kunnu tulkast á ymiskan hátt. Bæði í myndlist, sálmum og sangum hevur hetta veriðvanligt, og ofta eru hesirmetaforareitthvørt
djúpari filosofiskt. Møguliga geva hesir metaforar fleiri spurningar enn svar og nakað at reflektera yvir. Tað er ikki eintýðugt, hvat hesir metaforar merkja, men teir eru upp til okkara egnu upplivilsi og tulking. Við hesum tiltakinum vilja vit at arbeiða við hugtøkunum: skifti, lívssøgur, føroysku náttúruni, og hvussu hesi ávirka okkara lív. Vit geva møguleika fyri at steðga á eina løtu, undrast, verða spyrjandi og reflektera yvir tað upplivilsið, ið vit fáa.
Eitt skifti hevur verið nýtt í mongum ymiskum mentanum í øldir sum ein metaforur ella mynd uppá nakað djúpari, ið vit kunnu reflektera um. Tað kunnu vera skifti, ið vit onga ávirkan hava á, og skifti, ið vit sjálvi kunnu hava ávirkan á. Í føroysku náttúruni eru skiftini mong og títt. Tað er ikki ókent, at í Føroyum kunnu vit hava allar fýra árstíðinar sama dag. Tá vit koyra inn í ein av tunnlunum, kann veðrið verða nakað heilt annað, enn tá vit koma út aftur í hinum endanum, ella vit koma um eitt skarð.
Tað er ein vakur summardagur, og tey vaksnu hava eina fríløtu. Stundir eru at fara ein túr í hagan, sum vit so mangan fóru. Skjótt var at finna ein áarløk, sum vit børnini kunnu spæla í. Hetta vóru serligar løtur og ein heilt serligur heimur at traðka inn í. Áin tutlar sítt vakra lag og hennara tutl broytist, alt eftir hvat er í ánni, ella um vit leggja steinar og bøkkar fyri, ið gera hylin størri. Náttúran angar av haga, og við eitt er eitt bál kynt, so ein ketil kann setast útá. Roykurin frá eldinum blandar seg við angan frá náttúruni og er nakað sermerkt. Ein heilt nýggjur angi. Ketililin gevur eitt serligt ljóð frá sær, ið boðar frá, at nú kókar. Brádliga angar av kaffi og tað er tekin um, at eitthvørt gott verður at fáa. Alt smakkaði øðrvísini úti í haganum. Ljóðmyndin í náttúruni er kveikjandi. Á ein hátt er kvirt, men hendan kvirran gevur ljóðunum frá fugli, seyði, neytum og fólki serligt rúm.
Vit vóru berføtt, og tað var hugtakandi at merkja, hvussu ymiskt lendið var at traðka á. Grasið, lyngurin, sandurin, móran, mógvurin og vatnið í ánni, alt kendist sera ymiskt at stíga á og nema við. Serligt upplivilsi var at ganga í mógvi, og mógvurin seyg okkara smáu føtur til sín. Mógvurin var so bleytur og órørdur, og eitt serligt ljóð kom úr, tá vit drógu føtur okkara upp úr aftur.
Vit løgdu okkum á vøllin og hugdu upp í himmalin. Høgt uppi yvir okkum sveimaði ein vakur ravnur. ”krunk-krunk” segði hann, og tað hoyrdist valla, so langt uppi var hann.
Sagt verður, at føroyingar hava 40 orð fyri mjørka. Um tað er so ella ikki, hevur ikki avgerandi týdning, men H₂O, ella vatn, broytist nógv. Stundum er tað regn, síðani mjørki, ella møguliga kavi, og sløgini av kava eru mong. Møguliga tað, ið einaferð var kavi, frystir til ís og síðani aftur tiðnar til vatn og gerst ein áarløkur ella nakað heilt annað. Soleiðis er tað eisini í málningunum, sangunum og listini sum heild. Eitt regnæl kann broytast, bæði til eitt kavaæl, mjørka, ella nakað heilt annað, alt eftir hvat ljós kemur á ella upplivilsið hjá upplivaranum júst tá.
Bert sum ein svartur prikkur. So kom hann nærri, og nú sást týðiliga, at hann ikki bert var svartur, men sólstrálurnar gjørdu at litirnir skiftu úr svørtum, myrkabláum og yvir í grønt, alt eftir hvussu sólstrálurnar raktu. Hetta var vøkur sjón, og vit hugleiddu um henda vakra fuglin, ið nokk var ógvuliga vitugur, og vit høvdu hoyrt, at hann bleiv elligamal og hevði eina langa lívserfaring og lívssøgu, ið vit eiga at hava viðring fyri.
Í 1996 yrkti Óli Egilstrøð hendan sangin, ið vit kunnu reflektera yvir; Á finskum: Kesäpäivä Kangasalla. Úr svenskum til danskt Zacharias Topelius. Kangasalasang: ”Jag gungar i høgsta grenen”. Eftir P.J. Hannikainen. Á føroyskum Óli Egilstrøð.
Eg sat har á hægsta tindi av brattastu ups eg fleyg, tá sá eg landið alfagurt sum nýføtt úr havinum steig. Og morgunroðan tað kysti, so yndisligt var tað at sjá. Tær blánandi oyggjar, tær fjaru, tær lógu í silvitnisbrá.
Sum havdýpið blá tíni eygu, sum kelduvatnið so rein, og bylgjunar við tínar strendur so eymliga kíndu hvønn stein. Og hundraðtals drangar reystir, teir randa tín fjálga barm. Tær døggvátu, græsgrønu líðir, alt fevndi tú við tín arm.
Eg bert ein smáfuglur eri, mítt veingjaspenn er so stutt; Men var eg á arnarveingjum, tá fleyg eg í loftið upp.
Tá fleyg og fleyg eg so víða heilt upp til Guds himnasól og setti meg har at hvíla og syngja um summar og sól.
Tú heilagi himnanna Harri vælsignaður hoyr mína bøn, tak hond um alt skaparverkið, læt grønkast hvønn teig á jørð og lær okkum so at semjast og kynda
ein kærleiksbrand. Og Harri lær meg at elska og lær meg at elska mítt land.
- Óli Egilstrøð 1996.
eygleiddu tað. Tað er okkara upplivilsi og okkara leikur, ið er tað avgerandi.
Soleiðis er tað eisini í málningunum, installatiónini og listini. Málningarnir, tónleikurin, sangurin og installatiónin eru á ein hátt eitt framhald av hesum upplivingum, og meira ein reflektión enn nøkur staðfesting.
Hans Jacob Kollslíð. Mynd: Magnus Magnussen.
Orsøkin til, at eg eri her, er at Ellindur Egilstrøð hevur valt at givið málningunum, sum hann sýnir fram á hesari framsýningini, heiti úr tekstum, sum eg havi skrivað til løg hjá tónleikabólkinum Marius Ziska. Og eg má viðganga, at eg kenni meg ikki sørt stoltan og kanska eisini eitt sindur smikraðan av, at Ellindur hevur valt at gera tað. Tað er nevnliga soleiðis, at vit báðir, Hans Marius Ziska og eg, vóru nokkso nógv í iva um, hvørt tann fyrsti føroyski sangurin, sum vit skrivaðu saman, ikkivar ovløgin at geva út. Frá 2005 saman, ikki
Hóskvøldið 17. november varð tiltakið “SkiftiLívssøgur úr føroysku náttúruni” sett í Kolshøll á Eiði. Leygarkvøldið eftir var konsert við Marius, har Hans Jacob Kollslíð eigur tekstirnar, sum kunnu lesast niðanfyri. Men Hans Jacob hevur eisini íbirt meir enn tað.
var ov løgin at geva út. Frá 2005 høvdu vit skrivað enskar sangir saman, men í 2013 kom Hans Marius so við tí hugskotinum, at vit kanska áttu at roynt okkum á føroyskum. Hann sendi mær eitt lag, og eg setti meg at skriva orð. Minnist tað væl, tí løtan er vorðin ein av hasum heilt serligu løtunum, ið hava fest seg í minnið hjá mær. Eg minnist hvørjum rúmi eg var í, eg minnist at húsfólkið var farið í song, og so minnist eg kvirruna, sum eg sat í, sigur Hans Jacob.
So kom nærveran floymandi Uttan at siga mær frá Bara so Var hon aftur her Nemur hjarta mítt vís og góð Tykist sum um hon er mín Men eg veit
At hon býr í tær Tá hon fer Er hon her Men eg dugi ei
At liva í løtuni sum er ein treyt Skal eg vera har Og so teskar hin hugsandi mær, at hon er Ikki til Ikki til Uttan tíð
Uttan stað Ikki sovna nú Sterkar kenslur, hold og blóð Tankar og vilji til
At verða í Hesum heiminum Tá hon fer Er hon her Men eg dugi ei
At liva í løtuni sum er ein treyt Skal eg vera har Og so teskar hin hugsandi mær, at hon er Ikki til Uttan tíð Uttan stað Ikki sovna nú
Spurningurin, sum vit settu okkum sjálvum var, ber tað til at skriva ein poppsang við einum sovorðnum teksti? Og hvat snýr hesin teksturin seg í roynd og veru um? Nærvera? Hvat er tað fyri nakað? Tað løgna við tí er, at eg veit ikki sjálvur hvar hesin teksturin kom frá? Eg minnist meg sita og skriva hann...út í eitt...og tá ið hann var liðugur, ja so var hann liðugur. Har var ikki tørvur á at fara afturumaftur at rætta og umskriva, sum tað ofta er. Mítt besta boð er, at teksturin er ein “fallan uppá pláss” og síðani ein eksternalisering, av nøkrum kenslum og tonkum, ið høvdu upptikið meg í eina tíð, dagarnar frammanundan at teksturin varð skrivaður. Skrivingin krevur, eins og málingin ger, at okkurt innara, í størri ella minni mun, verður ítøkiliggjørt, so tað kann materialiserast niður á skrivaða blaði ella upp á lørifti.
Tá ið meldurin í eitt bil steðgar á Og tú sært at Allur heimurin er ein pallur hjá tær Og hjá hinum Ja, so er alt so broytt Vit eru bara menniskju, sum eru Saman her Og tú kanst vera tú Í hesari steinrunnu gomlu verð, Sum nú er
Hvussu var og ikki. Stutt aftaná, at sangurin var skrivaður, tók bólkurin Marius Ziska sangin upp í einum urtagarði í Randers. Teir vóru á konsertferð í Danmark. Búðu hjá einari mostur hjá Hans Mariusi í Randers, og nýttu ein seinnapart til at gera ein live upptøku av sanginum Nærveran. Teir uploadaðu upptøkuna á YouTube, og alt fyri eitt var hann sera væl móttikin av fólki. Føroyingar tóku sangin til sín, og tá vistu vit, at vit høvdu fatur á onkrum, og fingu soleiðis størri sjálvsálit til at halda áfram at skriva á føroyskum. Tann næsti føroyski sangurin, ið vit skrivaðu, hevur henda tekstin:
Klettarnir klovna tá brátt Álvar og trøll trína í dyr Og vit eru í heilt øðrum stað Hóast alt er tað sama sum var Alt er møguligt, tá tú trýrt at tú kanst Í tær sjálvum Flyta øll tey fjøll, ið tær forða í dag Innan í tær Og alt er púra nýtt Vit eru bara menniskju, sum eru Saman her Og alt ber so væl til Í hesari steinrunnu gomlu verð, Sum nú er Klettarnir klovna tá brátt Álvar og trøll trína í dyr Einglarnir vísa seg tá At ganga ímillum okkum her Tey fornisku tysja tá fram Drekka sær sólargeislaskál Tey koma úr himli og hel Tey koma úr tær og so úr mær Og vit eru í heilt øðrum stað Hóast alt er tað sama sum var Og eg vakni og síggi av tær Eina vónríka sjón djúpt í mær
Hesin teksturin var umskrivaður fleiri ferðir, og sat ikki líka skjótt sum Nærveran. Rokni við, at tey flestu, sum fáast við at skriva, mála ella annað skapandi virksemi, hava gjørt sær tær royndirnar, at onkuntíð koma tingini skjótt, og tú nær nóg illa at fylgja við íblástrinum. Og aðrar tíðir hendir næstan onki. Men hóast hesir báðir tekstirnir ikki eru skrivaðir á júst sama hátt, við tað, at annar er skrivaður skjótt og hin er skrivaður seint, so hava teir tó tað til felags, at teir báðir koma inn á nakað, sum eg fari at loyva mær at rópa fyri náttúru – tann fyrri teksturin, Nærveran, ger eina roynd uppá at lýsa okkurt, sum eg meti er ein partur av okkara innaru náttúru, ímeðan tann seinni, Villingarsjónin, er fullur av myndum, ið vit kunnu siga eru úr teirri uttaru náttúruni, bæði teirri ítøkiligu og hinari ímyndaðu.
Men hetta er torført at siga nakað um, tí í roynd og veru veit eg ógvuliga sjáldan akkurát hvat tað er, sum eg royni at seta orð á. Haldi heldur ikki at tað er rætt av mær her í kvøld at gera eina roynd uppá at greina og tulka mínar egnu tekstir, tí so kundi onkur kanska fingið ta fatanina, at nú vita vit við vissu hvat hesin ella hasin sangurin hjá Marius Ziska er um. Idéin við fleiri av hesum tekstunum er ikki so nógv at siga nakað við vissu um okkurt avmarkað ítøkiligt evni, men heldur at peika móti onkrum, sum kennist púra veruligt, men ikki letur seg so væl fanga í málinum, soleiðis sum vit vanliga nýta tað.
Tá ið ein nýggj útgáva, ella eitt nýtt staklag hjá Marius Ziska, kemur út, spyr plátufelagið meg vanliga hvat útgávan ella sangurin snúgva seg um? Hetta hendi eisini fyri nøkrum døgum síðani í sambandi við, at nýggja staklagið Ímeðan vit bíða kemur út um nakrar mánaðir. Haldi, at eg fari bara at fortelja tykkum hvat eg svaraði plátufelagnum, tí hetta er støðan, ið eg standi í í mun til fleiri av tekstunum, sum eg havi skrivað til Marius Ziska. Eg svaraði plátufelagnum nakað soleiðis:
Onkuntíð havi eg hoyrt listamálarar siga, at teir í roynd og veru kanska bara hava málað ein málning i lívinum, og at teir enn royna at fáa hann góðan. Eg kann saktans relatera til tað. Kanska havi eg – burtursæð frá nøkrum heilt fáum tekstum sum t.d. Vald og Flóttin, ið eru av einum meira politiskum slagi - bara skrivað ein tekst í lívinum. Ímeðan vit bíða byrjar við at siga "Eg visti ongantíð júst hvat tað var eg kendi", og er enn ein roynd hjá mær at seta orð á hatta, sum eg eisini havi roynt at seta orð á í t.d. Nærveruni og Silvurlín. Tað er bara so sera torført at seta orð á hesi tingini, tí mest sannlíkt verður tú misskiltur. Kensluna, ella totalupplivilsi, ið eg royni at seta orð á, vil eg allýsa sum verandi onki minni enn andaliga, men, tá ið eg sigi tað, so melda í minsta lagi tveir trupulleikar seg alt fyri eitt – tann fyrsti er, at orðið "andaligt" gevur allar møguligar assosiasjónir, ið hetta, ið eg royni at lýsa, ikki er, og tann næsti er, at upplivilsi letur seg ikki fanga í orðum og ongi hugtøk rúma tí til fulnar. Upplivilsi er eisini av einum so løgnum karakteri, at hóast tú ert fullvísur í, at tú hvílir í tí, tá ið tú hvílir í tí, so kanst tú fara at ivast í um tað yvirhøvur er til, tá ið tú ikki ert har. Men av tí, at eg havi kent tað, og havi upplivað...ofta...at alt glógvar í einum øðrvísi ljósið, tá ið eg eri har, so má eg ganga út frá at tað er har, men at tað eri eg, sum ikki altíð megni at vera har.
Veit ikki um tey á plátufelagnum gjørdust nógv klókari um hvat sangurin Ímeðan vit bíða snýr seg um, men kanska teksturin Reyn, sum eg havi skrivað við íblástri úr sendingini Svartur sannleiki, sum Kringvarpið gjørdu um listamálaran Ingolv av Reyni, kann seta nøkur orð á hvørjari støðu eg ofta kenni meg at vera í, tá ið royni at fara inn í henda undarliga innara substansin.
Vaði har eg ikki grynni Á ferð inn í hitt ókenda Eg vil finna aðrar leiðir Leiti inn í ljósið, sum er myrkur Uttan hugtøk ella orð Ferðist inn í okkurt, sum er onki Handan tankan Har ljóst er ljósari Og myrkt er myrkari Er tað
Rúm, dýpd og skuggar eru Sansi anga, ljós og ljóð Leiti eftir mær í øllum Finni meg í tí, sum ei kann sigast Bróti niður, byggi upp Bróti niður, byggi upp Loysi meg frá øllum, sum kann skipast Litir glógva Har ljóst er ljósari Og myrkt er myrkari Er tað
Ivin er allatíð her Tori eg longur Tráandi óróin ber Meg inn á gøtur Har Ljóst er ljósari Og myrkt er myrkari Reiki eg
Nú ljóðar hetta alt samalt kanska ógvuliga diffust, men samstundis sum eg kenni meg drignan at hesum óítøkiliga, sum eg eri rættuliga sannførdur um, at eg ongantíð fari at kunna seta orð á til fulnar, so eri eisini sera áhugaður í náttúruvísindunum. Ikki minst stjørnualisfrøðini, ið fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi nøkur risafet fram á leið, við tað at James Webb senda okkum myndir, ið eru djúpari og klárari enn nakað, sum mannaættin hevur sæð av rúmdini higartil..
Nú er tað, at vit fara heilt út, ella inn, í ta stóru náttúruna! Henda yrkingin er skrivað við íblástri frá einari klummu í Ideer sektiónini í Weekendavísini, 16. september 2022, ið m.a. viðgerð nakað av tí vitanini, ið vit fáa gjøgnum James Webb teleskopið:
Sjónligi alheimurin er umleið 13,7 milliardir ára gamal Okkara sólskipan er ung Bara 4,6 milliardir ára gomul Tað gingu 700 milliónir ár Áðrenn einkyknaðar verur íkomu á jørðini Og næstan 4 milliardir ár Áðrenn fleirkyknaðar verur íkomu Fyrstu menniskjasløgini íkomu fyri nøkrum milliónum árum síðani
Vit, Homo Sapiens, hava bara verið til í nøkur hundrað túsund ár Teir fyrstu 20 minuttirnar av søgu alheimsins Var tættleikin og hitin so stórur
At protónir kundu samanbræðast til nýggj atomir Men eftir 20 minuttum Hevði alheimurin longu víðkað seg so nógv
At samanbræðingin ikki kundi halda áfram Tá var alheimurin umleið 75 prosent hydrogen 25 prosent helium og eitt lítið sindur av litium og beryllium Áðrenn vit menniskju kundu íkoma máttu nýggj og tyngri atom samanbræðast Tí vit eru, umframt hydrogen, einamest oxygen, kolevni, nitrogen, fosfor og kalsium Einastu støð í alheiminum Við nóg nógvum hita og tættleika til at hetta kann henda náttúrliga Er í kjarnum í stjørnum Í teirra spreingingum Og tá ið nevtrónstjørnur bresta saman Atomini í okkara kroppum Koma sostatt frá teimum fyrstu 20 minuttunum í alheiminum Og úr sjálvum stjørnunum Tær 85 milliardirnar av nevronum í heilanum á hvørjum einstøkum av okkum Sum hvør sær eru samansettar av milliardum av atomum Eru tískil Bókstavliga tikið Alheimurin Ið kannar seg sjálvan
Um vit taka vísindini í álvara, so sigur hetta okkum, at ikki bara vit øll, og øll tann náttúran, sum vit eru ein partur av, kemur úr sama singulariteti, men allur alheimurin sum hann er. Í yvirførdum týdningi kundu vit kanska sagt, at alt, sum er til, er í familju. Um so er, so er tað kanska ikki so løgið, at vit á onkrum heilt grundleggjandi stigi kenna okkum sum part av náttúruni, hóast hon kann vera sera umskiftilig, og vit ikki altíð skilja hana til fulnar.
Alt í einum
Kann hon renna fram fyri meg Løtan Tá ið eg fyrstu ferð Umborð á Thomas Nygaard Stóð við fullum pavni av livandi toski framman fyri mær Vit rokaðust
Og tað raplaði inn gjøgnum lúkuna Eg dugdi ikki so væl enn at nýta tummil og fremstafingur sum klógv Tummilin omaná lippuna Og fremstafingur inn í eygað
So júst tann parturin opinberaðist Millum reyðu táknurnar Ið skuldi kvettast av í einari skjótari rørslu Fylgdari av einari uppaftur skjótari rørslu Ið spretti magan á fiskinum upp So innvølirnir duttu úr Taka
Kuta Spretta Taka kuta spretta Taka kuta spretta taka kuta spretta Minnist at eg hugsaði um útspílaðu eyguni og blóðið tær fyrstu 200 ferðirnar Men so hevði eg lært tað Og hugsaði Ikki meira
Nú skal eg skjótt fara at runda mín part av, men kanska er tað uppá sítt pláss líka at lesa eina yrking, ið tekur okkurt eitt sindur meira gerandisligt upp, ið tó eisini vísir menniskjuna í náttúruni. Tað er nevnliga soleiðis, at vit, sum teir holdsligu kroppar vit eru, mugu syrgja fyri, at vit fáa mat. Og matin fáa vit eisini úr náttúruni. Tvey av teimum bestu árunum í mínum lívi hevði eg, tá ið eg fyrst í 0’unum sigldi við Thomas Nygaard. Haðani henda yrkingin:
Ja, hetta er so eisini ein partur av tí at liva og virka í náttúruni. Ein partur, sum vit í Føroyum, kanska kenna serliga væl, við tað, at vit eru ein fiskivinnutjóð. Vit leita okkum ikki bara listarligan íblástur úr náttúruni. Vit filosofera ikki bara um hana. Vit gagnnýta hana eisini sum materielt tilfeingi. Men akkurát tann partin haldi eg, atvit lata liggja í kvøld.
Eg fari at enda við einari yrking, sum eg skrivaði eina náttina, eg sat á Skála og hugdi yvir á Gøtueiði. Minnist, at eg var eitt sindur uppøstur um okkurt, sum eg hevði rent meg í um dagin, og hevði so sett meg í tann reyða stólin í stovuni hjá okkum at hyggja út. Yrkingin haldi eg er eitt nokkso gott dømi um, at náttúran eisini kann vera lekjandi, ja, næstan terapeutisk, um tú bara letur teg upp fyri henni. Í øllum førum var eg nógv meira í javnvág, tá ið eg reisti meg upp, enn tá ið eg setti meg niður.
Náttin er ljós nú Summar er Sannkenni løtuna í mær her Siti bert kvirrur og hyggi út Fuglurin hoyrist Stákast nú Bygdi sær reiður har eg og tú Sóu bilarnir koyra hvør sín veg Alt er á ferð Í hesi verð
Ongin er orsøk at stúra nú Alt er júst tað sum tað altíð var Skýggini reka og skjótt er eisini tú
Hans Jacob Kollslíð Kolshøll 17.11.2022.
Partur av teim Farin heim Roðar í eystri Fyri sól Reisist og fari at finna ból Dagurin krýpur nú inn í heim Byrjar mín ferð Í dreymaverð
Ongin er orsøk at stúra nú Alt er júst tað sum tað altíð var Skýggini reka og skjótt er eisini tú Partur av teim Farin heim
Minniðskalgrógvaílendinum.
Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.
Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:
Lendiðskalikkifjalast,neiminniðskalgrógvaogvaksa ítísjónligalendinum.
Estetikkur er evnið í dag.
Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk.
Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi.
Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtakið estetikk, og ljóðar soleiðis í alra manna eygum, og kanska skulu vit reisa okkum sum í kirkju meðan eg lesi:
”Allar útsíður á húsum, ið eru fríar, skulu gerast úr slíkum tilfari og vera soleiðis viðgjørdar, t.d. málaðar ella pussaðar, at tær saman við teimum húsum, ið standa í nánd, geva góða heildarmynd. Eisini skulu húsini í sniði og útsjónd yvirhøvur vera soleiðis, at tey fella væl inn í lendi og grannalag.”
Soleiðis er estikkur defineraður í byggisamtyktini, sum eingin heldur, í býnum har øll hata estetikk. Helst tí, at tey ongantíð hava upplivað at funktionalitetur og estetikkur kunnu ganga hond í hond. Bara tú fert rætt fram og fyrst politiskt velur, og síðan fakliga konsulterar tey røttu fólkini við sansi fyri trivnaðar- og byggifakligheit. Og so fotograferar systkinabarnið, sum býr niðanfyri Marknagil, útsýnið av terassuni og niðan í hagan ein sólskynsmorgun í Havn, har tey nú lossa konteynarar inn í fýra hæddum. Rein spekulatiónsbygging í eini tíð við bústaðarneyð og alt ov nógvum pengum. Alt er til sølu, eisini innfluttir konteynarar at búgva í. Og tað beint við Hotel Føroyar, sum síðan 1983 hevur álagt sær sjálvum at byggja í lendið, og ikki ímóti lendinum.
Tá reagerar aftur ein journalistvinur. Okkara millum sigur hann:
”Henda spekulatiónsbyggingin tekur útsýni frá fjallakonturunum. Tað er strangliga bannað. Tað segði ein arkitektur og býarplanleggjari. Hetta er verri enn í ringastu Gong-Skaale-tíðini, tá eitt skítbýtt og eitt skítfult stýrdu býnum.”
Kundi ikki verið meira samdur í eini knappari vending á Norðhavinum, tá byggistøðan í Havn skallýsast.
Men bíða bara. Tað er sum í ævintýrinum um Hodja, eg skuldi blíva klókari, tí í Havn er tað so, at vanvirðingin fyri estitikkinum yvirhálar seg sjálva og gerst baraverri ogverri.
Ein reklamumaður postaði mynd av Vaglinum, ikki her á Eiði, men suðuri í Havn, og sigur soleiðis um estetikkin í høvuðsstaðnum beint nú:
”12 milliónir til eina falska Havnará er pínligt. Og forðar fyri, at tann veruliga Havnará kann koma fram í framtíðini. Hetta er ein verkætlan, sum gevur inntrykk av, at her er alt í fínasta lagi: Her er reint, og alt er væl vorðið. Men tað er bara yvirflatan. Undir og rundan um undir jørð er ólag í. Eitt ólag sum býráð lítið og einki hava viljað gjørt nakað við í áratíggju. Hetta er eitt klárt dømi um, at kjak manglar um útbyggingina av býnum. At tað manglar at leggja ætlanir fyri býin. Og at draga fakfólk og borgarar í ætlanirnar. Sum er, er útbyggingin av Havnini upp til nakrar fáar politikarar og hvat stingst upp á teir, nakrar arkitektar, sum tjena nøkur oyru og eina lítla býráðsumsiting. Syrgiligt”, sigur viðmerkjarin, sum er reklamumaður í Havn.
Og nýggjasta er, at í grannalagnum hjá borgmeistaranum sjálvum, fremst fyri á vakra grøna blettinum á Glaðsheyggi í Havn, har hava tey grivið og drigið reyð rør og tjúkkar káplar, sum eg helt vera til nýggja fipurtøkni hjá Føroya Tele, sum eg rindi 700 krónur fyri um mánaðin. Men nei. Hetta er eitt opið spælipláss til børn. Bøurin uppgrivin til eina fyritøku, sum selur syntetisk spælipláss úr fjarum londum at seta inn í okkara náttúru.
Og her eru vit við kjarnan í málinum. Tá hánt verður hildið um estetikk, har fólk byggja, búgva og virka, útholast demokratiið, og fólk, sum ikki bara eru veljarar, men eisini fult gyldugir skattaborgarar, kenna seg undirmett og skúgvað til viks, sum ógyldugir samfelagsborgarar, hóast alt at síggja til erfarið lógliga fram.
So loypir fyrsta estetiska skriðan. Ein ljótur bygningur. Og har hon er lopin, kemur onnur og triðja skriðja sum amen í kirkjuni.
At skúgva estetikk til viks er fyrsta trygd fyri skilaloysi í einum skipaðum felagsskapi, antan tað soerbygdellabýur,hvarsumhelstáklótuni.
Og taka vit silvurtráðin upp aftur frá Hodja úr Pjo bleiveg enn klókari, nú eg kom hernorður:
Ellindur fortelur mær um fyrstu gøtuna í sóknini, har arbeiðsmenninir fingu løn, fyri av einslistum at leggja tún við steinsettum rennum á báðum síðum, so tú kundi skola heilt frá kirkjuni og oman á Hamar. Lønin varð goldin í silvurpengum og tí fekk nýskapandi Eiðisgøtan navnið Silvurgøtan, sum Óli hevurmálað.
Og so varð hon løgd undir asfalt. Handverk, tún, rennur og søga. Lagt undir asfalt.
Ikki fyrr enn Ellindur fortaldi mær søguna um Silvurgøtuna, bleiv eg forvitin og fái hug at bróta asfaltið uppaftur.
Kanska ertíggjuáraskiftið millum hálvtrýssini og trýssini eitt gott estetiskt mið, at eftirkanna, um tað nú varð so, og hvørjar avleiðingarnarblivu, í minsta lagi sumeitt tankaeksperiment.
Í trýssunum komu nýggir bygningar á Eiði. Skúlin, flakavirkið, handilin hjá Øster, Loranstøðin og húsini, til starvsfólkini har, niðri á Flatabø, og eftir hondini nýggir býlingar, sum úti á Bø.
Men so slitnar í mínum eygum sambandið við estetikkin og funktionalitetin, tá vit meta eftir rovunum, sum liggja eftir niðri á havnalagnum. Vit tosa nú um grótkastið og nýggja havnalagið, byrgingina hjá SEV suðri á vatni, tá Eiðismenn søgdu seg fáa eitt enn størri vatn og ikki skiltu mótmælisfólkini suðri í Havn, seinni eina heila SEV støð, sum sær fín út, tí hon hevur ikonisku SEV litirnar hjá Jack Kampmann, og so eru tað allirbygningarnirniðri í fjøru á havnalagnum.
Falleraði fótbóltsvøllurin niðri á Møl er blivin gott og funktionelt kampingpláss, nýggjur vøllur er komin í Hólmanum við húsi, stadion og so barnagarði og Korndalsbýli í sama øki.
Skúlin er útbygdur við ítróttarhøll og gamla fimleikarhøllin er nú mentanarhøll, Kolshøll, her vit nú eru.
Uppskot er at seta vindmyllur har loranstøðin var, men plaseringin skal finnast, so hon ikki fer beint uppá tvørs avøllum lærdómi um estetikk, og noyðirokkum at fara í kríggjvið seiglívaða uppáhaldið”Not in mybackyard!”.
Tað er lætt at sita í Havn og hugleiða um hvussu idylliskt, romantiskt og estetiskt alt var fyrr, men tað eru tit, bygdafólkið, ið skulu búgva herog liva her.
Antin vit vilja tað ella ei, so fer spurningurin altíð at standa, um tað ber til at byggja funktionelt og samstundis eisini estetiskt, fagurfrøðiliga í ordan og sampakkandi við tað, sum bæði bestu og ringastu grannar kunnusetaorðáoglivavið.
Eisini á Tvøroyri, har eg ongantíð trúgvi mínum egnu eygum, tá eg hyggi eftir søguligu bygningunum, sum í fleiri ár hava verið fjaldir av fýrakantaðum kassum, ið forða fyri allari útsikt tiltos um estetikk.
Sum lóglýdnir borgarar befalla vit okkum í meistarans yvirvaldandi hond og sláa okkum til tols við, at yvirumsjónin traðkar til, um nakar byggiharri tekur sær óráð fyri. Men trúgv mær. Einasta ferð eg sá, at landsins eftirlit traðkaði til, var tá fýrkantaðu kassarnir, frystiboksirnar, skuldu byggjast á Tvøroyri og ikki aðrastaðni. Tað var ikki fyri at verja okkum, lóglýdnu borgarar, skattgjaldarar og estetisku eftirkomarar, men fyri at framskunda viðgerðina av byggimálinum, ið stendur sum landsins stórsta skomm har suðuri í annars bestvarðveitta søgustaði í landinum.
Hvussu framtíðin fer at laga seg, kunnu vit bara gita um. Men vit kunnu við tiltøkum sum hesum medvirka til at skapa almennan áhuga fyri estetikki, og hvussu byggisiður hjá hvørjum einstøkum sleppur at útvikla seg í okkara felags samfelag í okkara tíð. Sum so aftur verður støðið undir enn ókomnum tíðum.
Beint nú hevur landsins Kærustovnur steðgað einum byggiloyvi frá í fjør summar við 12 hotellíbúðum úti í samantrunkaða Bakka í Havn, sum kommunan hevði givið loyvi til at byggja langt út um mark, og soleiðis skugga fyri øllum teim smáu og søguligu húsunum aftanfyri. Ikki tí, sum er, liggur økið sum eitt hol í jørðini og er bara parkeringspláss, eitt anus mundi, sum vit síggja nógv av, tá vit koyra norður eftir, til dømis ekstremt sjónliga landslagsarrið í Haldórsvík, sum er eins grefliga sjónligt og tað í Norðragøtu. Sum eg skilji, eru betri og framkomnari tankar suðuri í Barmi viðvíkjandi tí estetiska, tað er tað, sum sæst frá vegjaðaranum í Garðsbrekkuni, tá tú koyrir framvið. Her verður ikki bumbarderað óstýriligamark-og fyrilitarleysttilallarsíður.
Fara vit aftur til Havnar, so stýrdi Gunnar Hoydal fyrr útbyggingini í høvuðsstaðnum við hepnari funktionellari hond, so tað eisini var estetiskt í ordan. Annað minnist eg ikki, og eg búgvi í tí funktionella býlingi, sum hann teknaði,Tórsbyrgi.
Nú sær tað út sum Karius og Baktus standa fyri allari bygging í allari Havnini, segði ein viðmerkjari, sum skal veraónevndur,menikkierlangtburturi.
Fólkatalið í Eiðis kommunu er nú omanfyri 800, og fólkini eruúr20ymsumlondum.
Havnin hevur beint nú boðið út tvey øki til bygging í minstu búseting í kommununi, úti í Hesti, har 17 fólk búgva. Kommunala kravið er nú, at í bygdini skal byggingin bera í sær íblástur frá verandi bygdadámi. Í hinum økinum er kravið at byggingin ber í sær íblástur frá neystaskapinum og sostatt eini bygging, ið er eyðkendvið sjóvarmálan í Føroyum. Sitat slutt.
So vón er fyri framman, nú høvuðsstaðarkommunan úti á teim fjarastu og minstu búeindum almannakunngerð estetisk krøv til bygging. Tað er gott, menn minnir um tær ágangandi partapolitisku royndirnar at stýra Bústøðum herfyri, har tvíhildið varð um, at tað almenna skuldi ikki elva til nakað slag av kapping, so at føroyingurin slapp at búgva, har hann vildi, og so sum ráðini vóru. Tí varð politiska kravið til Bústaðir, at fyri almennar pengar skuldi byggjast har, sum eingin vildi búgva.
Estetikkur kann fara eina skeiva leið, tá populistar heldur enn fakfólk sleppa at bestemma, hvussu og hvar vit, sum eg vil kalla heilt vanligir føroyingar, vilja sleppa at búgva.
Sum eina lítla anekdotu vil eg nevna, tá vit á mínum arbeiðsplássi gjørdu nýtt Føroyakort í samráð við kortmyndugleikan, og skuldu seta 1700 nøvn hjá Staðanavnanevndini á nýteknaða kortið.
Einu løtuna peiki eg á Eiði, og nevni niðri á Vatni.
Siga tey so, har norðuri? Spyr formaðurin í Staðanavnanevndini. Jú, sigi eg við Eyvind. Soleiðis hava tey altíð sagt. Jamen, so skriva vit tað á kortið. Tí soleiðis gera vit nøvn. Niðri á Vatni.
Men Fagralíð, tað er eitt uppfunnið navn, sum fólk eru komin við uttanífrá. Soleiðis gera vit ikki nøvn. Í dag er tað eitt fornminni yvir Háskúlan, og tí fær tað navnið Háskúlin.
Eg komi í tankar um inngangsorðini, sum eru tikin úr søguni ”Løgneren” hjá Martin A. Hansen: Tað er í lendinum at minnið hjá næmingunum skalgrógva.
Respektera vit tað, so fara øll úti um landið at minnast, at so er. Og so feratverða liviligt sjálvt suðri í Havnini.
Tá vit lýsa eitt land ella eitt fólkaslag, so verðu ofta lýst við at lýsa mentanina í landinum. Og her av eisini listina í landinum.
List og mentan gevur okkum ein identitet. Tað ger okkum tilnakað serstakt.
Men listin fær ikki altíð tað virðing, sum hon burdi havt fingið. Tá tað skal sparast í samband við ger av fíggjarætlanum, so verður tað ofta spart upp á m.a. listina. Tí hildið verður, at hetta ikki er nakað lívsneyðugt. At vit klára okkum nokk, sjálvt um vit játta eitt sindur minni tillist og mentan.
Rógvi Egilstoft, borgarstjóri í Eiðis kommunu. Mynd: Magnus Magnussen.
Undir seinna verðaltarabardara stóð nógv á hjá nógvum londum. Hetta var eisini galdandi hjá okkara grannum, Stórabretlandi. Har skal onkur verða komin við tí uppskotið, at nú tað var kríggj og tað manglaðu pengar í, at játtanina frá mentan bara kundi flytast til at fíggja kríggið. Tá skal Churchill hava sagt “Hvat skulu vit so berjast fyri?” Tí uttan nakar metan, so hevur mann ongan identitet, og so hevur mann einki at berjast fyri.
Um Churchill veruliga nakrantíð hevur sagt hetta, er heldur ivasamt. Men tað ger ikki poengið í søguni verri fyri tað.
Eg skal bera eina hjartanstøkk til Ellind, sum saman við systur síni, Onnu Sofíu hevur stáplað hetta tiltakið upp á beinini. Eg skal eisini takka tykkum, sum á ein ella annan hátt luttaka í hesum tiltakið. Tað er gleðiligt at síggja, at lokal vilja geva nakað aftur til samfelagið, har tey antin eru uppvaksin ella búleikast.
Hvør veit kanska tykkara íkast til hetta tiltak, birtir ein listarligan neista hjá onkur, sum aftur skapar okkurt, sum birtir undir ein annan neista. Og soleiðis koyrir tað víðari og víðari, til allir hesir neistar eru blivnir til stóran eld. Tað er soleiðis list verður skapt.
Við hesum
Hóskvøldið 17. november
kl 18:00 til 22:00 framsýningin er opin Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð sýna fram Kl 19:00 Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft fer at seta tiltakið Hans Jacob Kollslíð og Fróði Bjarnason framføra.
Fríggjadagin 18. november
Kl 14.00 til 20:00 framsýningin er opin
Leygardagin 19. november
Kl 12:00 til 22:00 framsýningin er opin Kl 14:00 Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð syngur og Eiðis ljómfelag fer at spæla. Birgir Kruse fer at hugleiða um estitikk á Eiði við heitinum ”Minnið skal grógva í lendinum” Kl 20:00 Konsert við Marius og bólki.
Sunnudagin 20. november 2022
Kl 14:00 til 18:00 framsýningin er opin kl 15:00 Eiðis Ljómfelag spælir
Mín vón er, at hetta tiltak kemur at eydnast væl, og at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.
fáum orðum er tiltakið Skifti – lívssøgur úr føroysku náttúruni” sett.
Á Eiði skulu vit eisini verða góð við mentanina, og seta fokus á at skapa karmar og tiltøk fyri at kveikja tann listarliga hugin, bæði hjá ungum og eldri. Mín vón er, at hesir karmar, sum vit standa í nú, koma at skapa fleiri tiltøk sum hetta.
I Kolshøll i den færøske bygd Eiði formåede en række kunstnere for at bringe naturoplevelsernes erindringer i højsædet gennem performance- og installationskunstudstillingen Skifte. De forskellige kunstnere brugte alt fra musik og tekster til keramik og malerier til at skabe de helt perfekte rammer hen overfire dage d. 17.-20. november2022.
Fra Eiðis Kommune, der var en af sponsorerne bag arrangementet, holdt byrådsformand Rógvi Egilstoft torsdag åbningstale om kunstens og kunstarrangementernes vigtighed for samfundet i kommunen. Herfra fulgte tekstforfatter Hans Jacob Kollslíð med et foredrag om tilblivelsen af de tekster, som musikeren Marius Ziska gør brug af i sine sange – blandt andet Nærveran, der blev et hit i hele Skandinavien ogTyskland. Slutteligt indtog musikeren
Fróði Bjarnason, særligt kendt for sin deltagelse på Stella Polaris og Sement, med at spille nogle af sine sange, ikke mindst fra albummet Stationary Things, der er en kulmination på den musikalske rejse, singersongwriteren startede i 2016. Således var der om fredagen rig mulighed for at nyde installationen, den keramiske kunst og malerierne. De to sidstnævnte tilvejebragt af søskendeparret Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð, der er hhv. keramiker med scenekunst- og teaterproduktioner og billedkunstner med flere udstillinger bag sig i både Danmark og på Færøerne Lørdag startede Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, kendt fra bl.a. grupperne Akat, og Valravn samt som komponist med værker som Beinta, dagen ud med at synge ”Eg sat har á hægsta tindi”, som hendes farfar har skrevet den færøske tekst til. Eiðis Ljómfelag, det lokale hornorkester, fortsatte herefter, mens Anna
Birk (birkblog.blogspot.com).
Katrin sang endnu en sang, som hendes farfar havde skrevet tekst til – ”Eiði mín heimbygd” – hvilket gik op i en højere enhed, da tidligere leder og dirigent for netop Eiðis Ljómfelag, Hans Erland í Brekkunum, har skrevet melodien hertil. Derefter indtog Birgir Kruse scenen med sit foredrag om æstetik ”Minnið skal grógva í lendinum”. Birgir Kruse kendes fra sin blog Hans foredrag gav publikum noget at reflektere over, og det passede overraskende godt ind i Anna Katrins sang om vores natur,oghvordanvisommenneskerlevermedden–et
konstant tema gennem kunstinstallationen. Eiðis Ljómfelag afsluttede med en glimrende koncert. Om aftenen fremførte Marius Ziska med band de sange, som Hans Jacob Kollslíð har skrevet tekster til. Eiðis Ljómfelag satte søndag det sidste punktum i kunstinstallationen med en koncert.
Arrangementet var foruden Eiðis Kommune sponsoreret af det færøske kulturministerium Ummr og Smyril Line.
In Kolshøll in the Faroese village of Eiði, artists exhibited their own unique experiences of the natural world at the Skifte. The exhibition showcased a range of arts; painting, ceramics, music and poetry to encompass the infinite spectrum of emotions evoked from our experiences of mother natur. The exhibition took place overfourdays at the Skifte. (17th-20th. November2022.)
From Eiðis Municipality, one of the sponsors behind the event, council chairman, Rógvi Egilstoft delivered an opening speech about the importance of art events and how they supplement the municipality and connect us. He was fittingly followed by lyricist Hans Jacob Kollslíð, and a lecture on the genesis of the lyrics that the musician Marius Ziska uses in his songs. Finally, musician Fróði Bjarnason, particularly known for his
participation in Stella Polaris and Sement performed a selection of his works.
On Friday there was opportunity to enjoy the installations of ceramic art and paintings exhibited by siblings Anna Sofía and Ellindur Egilstrøð, Anna being a ceramicist with a background in performing arts and theatre, and Ellindur being a visual artist who has exhibited at many events through Denmark and the Foreo Islands. Both artists brought a flavour of earth connection in all of its aspects and the role nature plays in our lives. Ellindur’s paintings deliver a sense of the ever changing nature of the naturalworld and how that in turn is mirrored within our own nature. One looks at the art and sees a reflection of themselves alongside unmistakable natural beauty.
On Saturday, Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, (known from groups such as Akat and Valravn) was accompanied by Eiðis Ljómfelag, the local horn orchestra. They played alongide her, one of the songs was written by her grandfather, who had written the lyrics; "Eiði mín heimbygd" (Eiði my homeland) a fitting theme to celebrate the lands that root us to our identities and help to shape us. The former leader and conductor of Eiðis Ljómfelag, Hans Erland in Brekkunum, had composed the melody for this tune.
Birgir Kruse followed the visual and musical feast with a lecture on aesthetics; "Minnið skal grógva í lendinum”, translating; ”The memory should be rough in the loins". Birgir Kruse is known from his blog ’Birk’ (birkblog.blogspot.com). His lecture invited the
audience to reflect on their own experiences of nature, and married beautifully with the natural themes of Anna’s song abut our own nature and how it interacts with the naturalworld.
In the evening, Marius Ziska and his band performed the songs for which Hans Jacob Kollslíð had written texts. Eiðis Ljómfelag closed the art installation with a fabulous concert on Sunday.
In addition to Eiðis Municipality, the event was sponsored by the Faroese Ministry of Culture Ummr and Smyril Line.
More information about the individual artists can be found here:
Slóðir: (223) Hans Jacob Kollslíð - YouTube (223) Marius Ziska - YouTube Birk (birkblog.blogspot.com) (223) Frodi Bjarnason - YouTube Frodi Bjarnason | Tutl (tutlrecords.com) Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð | Dacapo Records (dacapo-records.dk) Om mig – Ellindur
Tekstir: Hans Jacob Kollslíð, Birgir Kruse, Ellindur Egilstrøð, Rógvi Egilstoft og Lukas Pedersen hevur skrivað danska samandráttin og Kate Smith enska samandráttin frá tiltakinum. Myndir: Magnus Magnussen, Birgir Kruse, Jan Egil Kristiansen, Erik W. Bachmand og Ellindur Egilstrøð Uppsetan: Maja Radinovic