19
SJÓGVUR & FÓLK — #5 THOR OFFSHORE
Support/escort skipið Thor Modi, bygt í 2015, á Besiktas skipa smiðjuni í Turkalandi; Niðast, frá vinstru— support/escort skipini Thor Frigg, Thor Freyja og Thor Magni, øll bygd á Besiktas í Turkalandi í 2015.
Thor: Vunnu pláss innan olju og gass við bakgrund í fiskivinnu At leita út í heim og finna “grønari bø” hevur søguliga í stóran mun lagt lunnar undir føroyska fiskivinnu og aðra sjóvinnu—og gevur framvegis meining sum ímynd av vinnumøguleikum, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri á Thor.
H
Búi Tyril
A NS A NDR I AS Kelduberg, stjóri og høvuðseigari í Thor sam t akinum í Hós v ík, er kendu r sum ein ágrýtin, al tjóða orienteraður vinnulívs maðu r og sum ein væl org aniseraður leiðari. At hann er fyrrverandi fiskiskipari merk ist rættiliga skjótt, um tú fært høvi til at hava eina samrøðu við hann; men tú merkir eis ini at veiðimanna instinktið er væl tamt aftan á mong ár inn an tænastuvinnu við handils skipum—í frálanda tænastu fyri oljuvinnuna, ein vinna sum er eyðkend av einari aðra ri mentan og sum virkar und ir heilt øðrum fyritreytum samanborið við fiskivinnuna. “Vit fingust við fiskarí burtur a v, f iskaðu millum annað svartkalva við gørnum,” greiddi hann frá. “Men so kom oljuleiting við Føroyar upp á tal í 1990unum, og vit skiltu at feløgini sum gjørdu seismiska r kanningar høvdu tørv á tænastuskipum. Vit høvdu eitt f iskiskip sum
vísti seg at kunna brúkast til endam áli ð, og samstarvið við seismikk skipið riggaði væl. Tað var soleiðs vit komu í gongd innan hesa vinnuna.” Tænastuveiting í sambandi við seismiskar kanningar og seinni boringar við Føroyar gjørdist soleiðis startskotið til eitt heilt nýtt tíðarskeið fyri Thor—og fyri alt tað, ein nýggjan kapitul fyri føroyskt vinnulív. Virksemið vant skjótt upp á seg, og Thor fór í alsamt størri mun undir at veita sína tænastu, ikki bert langt uttan fyri føroyskt sjóøki men eisini langt uttan fyri Norðsjógvin. Eitt tilvildarligt check av flotakortinum á heimasíðuni hjá Thor vísir at tey átta supp ort- og eskortskipini hjá fel agnum beint nú eru stødd á hesum støðum: uttan fyri ta kanadisku eysturstrondina, út fyri Vestur Afrika, vestan fyri Malaysia, norður úr Indonesia, í Norðsjónum, og í Norska Havinum. Fýra av hesum veitingar skipu m—Thor Freyja, Thor Frigg, Thor Modi, Thor
Magni—vórðu bygd í 2015 í Turkalandi, neyvt eftir spec ifikatión hjá kunda; við øðrum orðum, sera framkomin og nýmótans skip, smíðjað til endamálið tey verða brúkt til. Hini veitingarskipini í flotanum telja Thor Omega og Thor Alpha, smíðjað í Føroy um í 2008 og 2009; Thor As sister, bygdur í Kina í 2006; og Tórsvík, eitt eldri skip bygt í Danmark í 1979. HALDA TØRN Thor Omega, sum varð bygd ur á Skála, skal umbyggjast í næstum, og sáttmáli um hetta er undirskrivaður við MEST. Talan er um at gera pláss fyri nýggjum kømurum og til hoyrandi hentleikum, við at byggja og seta í eina nýggja sektión undir brúnni. “Tey fýra nýggjastu skip ini hava øll havt langtíðar sáttmála síðani tey komu í tænastu,” segði Hans Andrias Kelduberg. “Tey flestu av hin um skipunum arbeiða undir styttri sáttmálum. Tíbetur hava vit sum heild nokkso nógv at gera, sjálvt um tíðirn
THOR OFFSHORE
ar í oljuvinnuni hava ikki verið góðar hesi seinastu fimm ár ini.” Neyðugt hevur verið í oljuvinnuni, eisini hjá Thor, at trimma og spara har sum til ber. Sostatt er stavsfólka hópurin minkaður eitt sindur, soleiðis at ídag starvast tilsam ans, íroknað tey sum arbeiða á sjónum, umleið 200 fólk í samtakinum, sum fevnir um reiðaríini Thor Offshore og Thor Fisheries og skeljavirkið O. C. Joensen á Oyri. “Vit ganga høgt uppí at skapa góð arbeiðspláss,” segði stjórin. “Hetta er týdningarmikið fyri øll, ikki minst fyri okk ara fólk og fyri felagið sjálvt. Tí fyri at standa seg í altjóða kapping mást tú hava starvs fólk sum eru dugnalig, og fyri at fáa fatur á teimum og síðani at kunna varðveita tey, mást tú síggja til at tey trívast á sínum arbeiðsplássi. Hetta er vælkent og ljóðar einfalt, men er ikki tess minni um ráðandi—ein avbjóðing sum alla tíðina er har.” At duga at tillaga seg tá broytingar henda í tí vinnu liga umhvørvinum er somu leiðis av størsta týdningi, vísti hann á. Men hvat er tað sum serliga hevur gjørt at Thor hevur megnað at staðið seg so væl?
“Eg haldi tað hevur havt stóran týdning at vit hava verið rættiliga kvik í at laga okkum til broyttar umstøður. Eisini at ikki hava øll eggini í einari kurv, og verið bæði í fiskivinnuni og frálandavinn uni. Men kanska enn viktig ari er at vit hava eydnast í at skipa okkum væl, samstundis sum vit hava lagt dent á at halda fokus í gerandisdegn um, í øllum meldrinum sum hendir alla tíðina—at duga at delegera arbeiði og ábyrgd arøkir út er partur av hesum, somuleiðis røtt raðfesting av uppgávum, og týdningurin av øllum tí kann illa yvirmetast. Eitt annað sum hevur týdning tá tað kemur til leiðslu, ikki minst, er at hava ta mentalu styrkina og treystið til at ikki geva upp tá tað leikar hart á— tað vísir seg ferð eftir ferð.” Hans Andrias Kelduberg legði afturat: “Hetta við at leita longur út og finna grøn ari bø, eins og góðir fiskimenn altíð hava gjørt, er eisini nak að sum eg haldi er partur av okkara lyndi. Tað hevur verið við til at gjørt Thor Offshore til tað tað er ídag; men vón andi fer Thor Fisheries eisini at fáa størri ágóða, so ella so, av tí arbeiði vit gjørdu við at útvega Føroyum atgongd til fiskiskap eftir rossamakreli í Kyrrahavinum. Vit vóru eisini við í arbeiðinum at vísa á tað ríkidømi av makreli sum varð staðfest í føroyskum sjógvi fyri umleið 10 árum síðani.” []