Atlantic Review - Autumn 2013

Page 17

FILMSLIST DÓMADAGsMÁLMUR BókMENTIR í Føroya heitasta húsi

DÓMADAGsMÁLMUR

Hamferð (FO) og Sólstafir (IS) Hamferð vann Wacken Metal Battle í 2012, og hevur spælt á festivalum kring Evropa í 2013. Bólkurin verður fløguaktuellur í vetur. Konsertin í Norðurlandahúsinum verður fyrsti møguleiki at hoyra alla komandi fløguna hjá bólkinum spælda út í eitt. Sólstafir er tann íslendski tungmálmsbólkurin, sum hevur fingið størst altjóða viðurkenning. Pre-release concert with doom metal bands Hamferð, Fo and sólstafir, acclaimed Icelandic Metal Band.

12. oktober kl. 19.30 Kostnaður: 250 kr.

HeystKonseRt

Føroya Symfoni­ orkestur Føroya Symfoniorkestur hátíðarheldur 30 ára stovningardag sín í 2013, og ársins heystkonsert verður tí nakað serligt. Frumførsla verður av nýggja verkinum Veitslu eftir Sunleif Rasmussen, russiski pianisturin Pavel Raykerus kemur at spæla klaverkonsert nr. 1 eftir Tchaikovsky, og orkestrið fer eisini at framføra kenda verkið Enigma Variations eftir Edward Elgar. the Faroese symphony orchestra and Russian pianist Pavel Raykerus perform tschaikovsky, elgar and Rasmussen.

20. oktober kl. 16.00 Kostnaður: 180 kr.

sJÓnLeIKUR

Pia Rosenbaum Áskoðarar og ummælarar rósa leikinum. Einmansleikurin snýr seg um 10 ára gamla Oscar, sum hevur krabbamein. Hann ger sær tankar um, hvussu ein skal liva lívið og læra at verða lívslistafólk. Áskoðarin fær innlit í hansara tankar um stóru spurningarnar um lív og deyða, um trúgv og Gud. Leikurin er skrivaður av franska heimsspekinginum og dramatikaranum, Eric Emmanuel Schmitt. the monologue ”oscar og den lyserøde dame” presented by Pia Rosenbaum, DK.

26. oktober kl. 19.30 Kostnaður: 150 kr.

BÓKADAGAR

Bókadagar 2013 og barnakonsert Í fýra heilar dagar verður Norðurlandahúsið karmur um verkstovur, kjak, framsýningar, konsertir og nógv annað spennandi – alt við støði í skrivaða orðinum. Tað er Rithøvundafelag Føroya, sum í samstarvi við Norðurlandahúsið skipar fyri bókmentadøgunum, ið eru ætlaðir viðurkendum sum spírandi høvundum, tíðindafólkum og fólki øllum, ið hevur hug at skriva og lesa. Literature Days 2013. Acclaimed authors, panel discussions, workshops and displays.

21.–24. november

GeytIn

Føroyskt filmskvøld Vístir verða nýggir, føroyskir stuttfilmar. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytan á 25.000 kr., sum Norðurlandahúsið letur, og sum vinnarin fær handaðar saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvið at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr., sum Tórshavnar kommuna letur. Finnur Koba er vertur. Faroese film evening and award show.

11. desember kl. 19.00 Kostnaður: 125 kr.

Vit eru errin av norðurlandahúsinum. Grót, flag og træ í arkitektoniskum samljóði. Men norðurlandahúsið er nógv meira enn góðir karmar. Innihald og upplivingar eiga at vera í fremstu røð, og øll skulu kenna seg vælkomin. tí siga vit, at Føroya feitasta hús er eisini Føroya heitasta hús.

www.nlh.fo

Norðurlandahúsið

ATLANTIC REVIEW 3/2013 / 17


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.