Ingi Sørensen
”Føroyar eru eitt satt kavaraparadís, sum ikki stendur aftan fyri nakað annað land í verðini.” Soleiðis sigur Ingi Sørensen avgjørdur, meðan hann vísir fram tær mongu myndirnar, hann hevur tikið á føroyska havbotninum. ”Fólk tosa um suðurlond og vakra havbotnin har. Føroyar eru akkurát líka vakrar. Tað er ikki lætt at seta orð á kensluna, tá ið greiðast skal frá sólini, berginum, fuglinum, sjónum, fiskinum, taraskóginum og litspælinum á botni. Tað má upplivast,” sigur hann. Seinastu sjey árini hevur Ingi Sørensen í frítíðini kavað kring 38
ATLANTIC REVIEW 02/2009
Føroyar, og forvitin sum hann er, fær hann bara ikki latið vera. Av tí, at so fá vita um sjáldsomu verðina á føroyska havbotninum, hevur hann við myndum sett sær fyri at vísa fólki, hvussu vakrar Føroyar eru undir vatnskorpuni. ”Eg royni við mínum myndum at vísa fólki eina verð, tey ikki kenna, og sum liggur og bíðar eftir at verða rannsakað. Hendan verðin er so stór, at tað verður leingi, áðrenn kavarar hava rannsakað bara helvtina av henni,” sigur hann. Listarliga eygað Mergjaðir taraskógir og steyrrættir veggir, ið hvørva í bládýpið, og ein ørgrynna av ymiskum gjáum og
holum gera føroyska dýpið sera lokkandi at kava í, heldur hann. Nógvastaðni er sjógvurin krystallklárur, og sólstrálurnar kasta skuggar á botnin. Reyðsprøkur, skrubbur, kalvaspraggur og havtaskur liggja pinnastillar í sandinum, meðan tær eygleiða kavaran, sum stillisliga glíður gjøgnum sjógvin sum ein sveimandi fuglur á himmalhválvinum. Men kavarin, ið vitjar, er ikki bara ein svimjari. Hann hevur eitt fagurfrøðiligt eyga fyri tí, sum sæst á botninum, og upp við sær hevur hann litríkar og friðsælar myndir, ið tú kanst njóta leingi.