Hoydalar | Ein depil í hesi verð

Page 1

Hoydalar í framtíðini - ein depil í hesi verð

ZETA a r c h i t e c t s Hoydalar í framtíðini

Síða | 1


August 2017

Síða | 2

Hoydalar í framtíðini


Uppskotið Hoydalar í framtíðini kann býtast í tveir partar. Annar parturin fevnir um eina heildarlætlan fyri økið kring Hoydalar, og leggur upp til - við virðing fyri tí verandi- at virða og víðari menna fantastiska náttúrutilfeingið, ið er kring Hoydalar og Boðanes. Ætlanin vísir á, hvussu vit kunnu kveikja lív í- og samskipa økið við ymiskum smærri funktiónum í náttúruni. Hesin parturin er ein víðari menning av Frílendisætlanini fyri Boðanes – Hoydalar, ið Umhvørvisstovan hevur latið gera. Hin parturin fevnir um eina ætlan fyri bygningarnar í økinum umframt økið framman fyri bygningarnar (Sanatorie-trøðin). Í tilgongdini at tilrættisleggja Hoydalar í framtíðini er áherðsla løgt á at skapa skilagóðar samansetingar av funktiónum í bygningum eins væl og ímillum bygningarnar í Hoydølum. Hetta fyri at skapa samanhang og vælvirkandi samvirkan millum bygningarnar. Í seinna partinum er áherðsla løgd á at skapa lív í bygningarnar við nýggjum fjølbroyttum funktiónum og at gera Hoydalar og bygningarnar har, atkomuligar fyri ein breiðan og fjølbroyttan málbólk.

Verkætlanin tekur støði í, at Studentaskúlabygningurin verður skipaður við íbúðum, rørslubarnagarði, fimleikahøll og aulu. Bústaðir hava áhuga í at fíggja íbúðarpartin, og verða við til at skapa grundarlagið fyri, at heildarætlanin kann gjøgnumførast. Møguleiki er eisni fyri at barnagarðurin verður tikin úr verkætlanini og fleiri íbúðir verða gjørdar í staðin, her undir eisini lestraríbúðir. Tað hevur við sær, at Bústaðir eru við til at fíggja ein størri part av umbyggingini av Studentaskúlabygninginum.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 3


Síða | 4

Hoydalar í framtíðini


Innihaldsyvirlit | Hoydalar í framtíðini

7 9 11 13

Heildarætlan fyri Hoydalar Við virðing fyri náttúruni skapa vit framtíðina Fortíð, samtíð & framtíð Hongslið millum haga og fjøru Kveikja lív í- og samskipa økið um Hoydalar

15 17 19

Hoydalsgarðar Dyrka títt egna grønmeti í leigugarði í Hoydølum Konsept Støðumynd & tvørskurður

29 31 35 37 41

Sanatorie Ból & biti og matstova við rávørum úr Hoydalsgørðum Søguligar myndir Støðumynd og skurðir Studentaskúlabygningurin Íbúðir, rørslubarnagarður, felagshøli, fimleikahøll Konsept Miðbygningur, aula og fimleikahøll Støðumynd og skurðir Umskapan av verandi skúlabygningi

43 45

Nýggja hús Almennur kreativur verkstaður Støðumynd og skurðir

47

Fíggjarviðurskifti Yvirskipa kostnaðarmeting

21 23 25

Hoydalar í framtíðini

Síða | 5


Síða | 6

Hoydalar í framtíðini


Heildarætlan fyri Hoydalar | Við virðing fyri náttúruni skapa vit framtíðina

Lagt verður upp til at dagføra og um- og útbyggja studentaskúlabygningin til íbúðir til ymiskan tørv og kostnað. Men bygningurin verður meir enn bara ein íbúðarbygningur. Verandi fimleikahøll og aula eru varðveittar og skulu í framtíðini vera partur av virkseminum í øllum bygningunum í Hoydølum. Umframt íbúðir skal bygningurin hýsa rørslu-barnagarði, fimleikahøll og tiltakshøli til veitslur, dans og framsýningar (verandi aula). Sanatoriebygningurin skal varðveitast og dagførast í samljóði við upprunaliga sniðið og við hóskandi tilfari. Bygningurin skal í framtíðini nýtast til matstovu á niðastu hædd og gistingarhús á ovaru hæddunum, har m.a. verður møguligt at keypa sær mat, har rávørur sum t.d. grønmeti og kryddurtir eru dyrkaðar í Hoydalsgørðum í Hoydølum. Hoydalsgarðar er navnið á nýggjum leigugørðum á Sanatorietrøðini sunnanfyri Sanatoriebygningin. Lagt verður upp til, at økið í framtíðini verður tøkt til smærri leigugarðar (til fólk at leiga.) Í økinum vera eisini smá vakstrarhús, ið fólk kunnu leiga. Hugsanin er so, at fólk búsitandi í Hoydølum, børn í barnagarðinum, matstovan og fólk í býnum kunnu dyrka síni egnu epli, radisur, røtur ella annað í Hoydalsgørðum. Verandi tónleikabygningur skal í framtíðini gerast til almennan, kreativan verkstað fyri skapandi arbeiði. Her verður møguligt hjá ungum sum gomlum at koma á ein verkstað, har útgerð og umstøður eru at gera ymiskt skapandi arbeiði undir skipaðum viðurskiftum.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 7


Nýggjar gøtur fram við Hoydalsá

Síða | 8

Hoydalar í framtíðini


Heildarætlan fyri Hoydalar | Fortíð, samtíð & framtíð

Eldri mynd ið vísir útsýni yvir Hoydalar í farnu øld

Útsýni yvir Hoydalar í dag

Útsýni yvir Hoydalar í framtíðini

Hoydalar í framtíðini

Síða | 9


Nýggjur gongu- og súkklutunnil undir Hvítanesvegin.

Síða | 10

Hoydalar í framtíðini


Heildarætlan fyri Hoydalar | Sambindingin millum haga og fjøru

Villingarfossur

Hoydalar

Frílendisøki

Yvri við strond

Skansin

Hoydalar í framtíðini

Síða | 11


Síða | 12

Hoydalar í framtíðini


Heildarætlan fyri Hoydalar | Kveikja lív í- og samskipa økið um Hoydalar

Uppihaldsstað undir trøðum

Útsýnisstað

Matstova

Áarklatring

Øki at sleta

Stavgongd

Landart (Lendislist)

Alment tak

Beinkir

Bálstaður

Navna- & kunningarskelti á trø og plantur.

Bogaskjóting

Uttandura fitness

Uttandura framsýning

Gongugøtur

Barnagarður

Frítíðarfisking

Hoydalsgarðar

Fjallasúkkling

Fornminni

Kunningarskelti

P

Grilløki

Fotoskjól

Frítíðarvirksemi Vatnvirksemi Jørð Ítróttur

Frítíðar-havsvimjing

Renning

Fjallakatring

Studentaskúlin

Sanatorie

Vídd : 6084m²

Matstova : 362 m²

Barnagarður : 800m²

Gestarúm : 968 m²

Skelti fyri søgulig støð

Grønt parkeringsøki

Nýggja hús

Verkstað : 2 x 255 m²

P

Parkeringsøki

30 + 40 parkeringspláss

Alment tak : 1350 m²

Søgulig viðurskifti List Kunning

Hoydalar í framtíðini

Síða | 13


Síða | 14

Hoydalar í framtíðini


Hoydalsgarðar | Dyrka títt egna grønmeti í leigugarði í Hoydølum

Hoydalsgarðar er heiti á nýggjum leigugørðum í Hoydølum. Endamálið við prosjektinum er at geva einum breiðum málbólki í og uttan fyri Hoydalar atgongd til eitt náttúruvakurt og veðurgott stað, har fólk undir skipaðum viðurskiftum kunnu dyrka sítt egna grønmeti. Hugskotið byggir víðari á andan í Frílendisætlanini fyri Boðanes og Hoydalar, sum í stuttum leggur upp til, at økið verður varðveitt sum tað er umframt at plantað verður við vøkstri av ymsum slag. Hoydalsgarðar geva fólki møguleikan at leiga eitt stykki av jørð, við ella uttan vakstrarhús í ymiskum støddum, og dyrka tað einum lystir har. Umframt at geva fólki uttanifrá møguleikan fyri einum tilknýti til Hoydalar, eru Hoydalsgarðar hugsaðir sum eitt savningarstað fyri komandi virksemi í Hoydølum. Børn í rørslubarnagarðinum kunnu hava eitt øki, har tey dyrka grønmeti til barnagarðin. Á sama hátt kunnu fólk, ið búgva í Hoydølum hava egna eplaveltu 100m frá køkinum, eins og virksemi á verkstaðnum (Nýggja hús) kann samantvinnast við Hoydalsgarðar.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 15


Østergro í Keypmannahavn er eitt dømi, har vakstrarhús og dyrkingarøki er knýtt at eini matstovu

Síða | 16

Hoydalar í framtíðini


Hoydalsgarðar | Konsept

Sanatorietrøðin í dag

Sanatorietrøðin skipað sum leigugarðar

Sanatorietrøðin í framtíðini

Í dag verður Sanatorietrøðin sunnanfyri skúlabygningarnar í Hoydølum ikki gangnýtt til nakað ávíst endamál.

Leigugarðarnir eru skipaðir við gøtum, vakstrarhúsum og dyrkingarøkjum. Hvør leigari fær sítt egna stykki til leigu. Gøturnar verða lagdar niður á lendið, soleiðis at árin á staðið og umhvørvið verður avmarkað mest møguligt. Vakstrarhúsini eru modulbyggjarí, ið fáast í ymiskum støddum eftir tørvi. Húsini er sera einkul í sniði og konstruktión, ið kundu hóskandi verið ment til at seta upp og taka niður eftir árstíðunum. Umframt vakstrarhús verður eisini eitt lítið felagshús við te-køki til fólk ið koma í Hoydalsgarðar. Snið og tilfar á felagshúsinum verður eins og á vakstrarhúsunum.

Tá leigurgarðarnir eru virknir og dyrkingarøkini eru í brúk, vera framvegis øki, har verandi lendi verður sjónligt og órørt. Tað er umráðandi, at ein hóskandi javnvág verður funnin millum leigujørð og órørda jørð. Hetta fyri at tryggja at Sanatorietrøðin framvegis fer at varðveita tann dám hon, hevur í dag. Av tí at garðarnir eru hugsaðir sum gøtur og hús, ið verða løgd niður á lendið, kann alt prosjektið takast burtur eftir lokna livitíð uttan varandi árin á umhvørvið.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 17


Modell av Hoydølum

Síða | 18

Hoydalar í framtíðini


Hoydalsgarðar | Støðumynd & skurður

Gøtusamband

Plantubed

Amboðsbonkur

Sanatorietrøðin

Plantubed Plantubed Vakstrarhús (S)

Vakstrarhús (L) Vakstrarhús (M)

Amboðsbonkur

Verandi vøkstur varðveiddur

Gøtusamband / Sanatoriebygningur

Uppihald

Gøtusamband/ Hoydalsá

Plantubed Plantubed Felagshús

Terrassa til felagshús

Vakstrarhús (M)

Plantubed

Vakstrarhús (M) Amboðsbonkur

Støðumynd

Gøtusamband

Longdarskurður

Hoydalar í framtíðini

Síða | 19


Síða | 20

Hoydalar í framtíðini


Sanatorie | Ból & biti og matstova við rávørum úr Hoydalsgørðum

Sanatorie skal í framtíðini varðveitast og umbyggjast til gistingarhús við matstovu á niðastu hædd. Frammanfyri bygningin skal gerast tún og terrassa, ið skapar møguleika fyri uppihaldi uttanfyri matstovuna. Ovaru hæddirnar í bygninginum verða umbygdar til móttøku og 20-25 gistingarrúm við baðiverisli. Gistingarrúmini vera umbygd í retro-stíl. Umframt gisting leggur uppskotið upp til, at mastova verður í niðastu hædd. Matstovan fær serligt tilknýti til nýggju leigugarðarnar, Hoydalsgarðar, á Sanatorietrøðni og at lokalu rávørurnar verða eitt sereyðkenni við matskránni hjá matstovuni í Hoydølum. Sanatoriebygningurin, ið varð bygdur í 1907, hevur serliga ríka søgu og serligt varðveitingarvirði. Hóast bygningurin í dag er í vánaligum standi verður lagt upp til, at bygningurin verður umbygdur í trá við upprunaliga sniðið og at tilfar, og dámurin á bygninginum annars, verður í stíli umboðandi tíðina bygningurin er frá.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 21


Gomul mynd av Senatorienum

Síða | 22

Hoydalar í framtíðini


Sanatorie | Søguligar myndir

Santaorie í Hoydølum varð bygt í 1907

Santaorie varð útbygt í 1931

1. feburar 1962 var seinasti dagur Sanatorie varð brúkt sum sjúkrahús

Hoydalar í framtíðini

Síða | 23


Matstova við rávørum úr Hoydalsgørðum

Síða | 24

Hoydalar í framtíðini


Sanatorie | Støðumynd og skurðir

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

1. Hædd / 2. Hædd

Matstova Matstova

Køkur

Terrassa Terrassa

0. Hædd

Hoydalar í framtíðini

Síða | 25


Gestakamar við útsýni yvir sanatrorietrøðna, gistingarhús í hoydølum

Síða | 26

Hoydalar í framtíðini


Sanatorie | Støðumynd og skurðir

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Gistingarrúm

Matstova

Tvørskurður

Gistingarrúm

Móttøka/ gistingarrúm

Matstova

Tvørskurður

Hoydalar í framtíðini

Síða | 27


Síða | 28

Hoydalar í framtíðini


Studentaskúlabygningurin | Íbúðir, rørslubarnagarður, felagshøli, fimleikahøll

Studentaskúlabygningurin skal í framtíðini hýsa íbúðum í ymiskum støddum, rørslubarnagarði, felags- og tiltakshøli og fimleikahøll. Í sniðgevingini er áherðsla løgd á at varðveita “tað góða gamla”og leggja nýtt afturat. Alt verður samlað undir einum taki, einum bygningskroppi sum í sniði og tilfari fellur væl inn í umhvørvið í Hoydølum. Verandi bygningskroppar t.e. aula, miðbygningur og fimleikahøll, skulu varðveitast, um- og útbyggjast. Miðbygninurin verður um- og útbygdur til íbúðir í ymiskum sniðum og støddum við altanum, terrassum og takterrassum. Verandi Aula og fimleikahøll eru í rímuliga góðum standi og hava ein serligan dám og nýtsluvirði, ið lagt verður upp til at gangnýta í umbygda bygninginum. Hesi stóru- og opnu rúm kunnu rúma alskyns funktiónum, ið kunnu viðvirka til eina fjøltáttaða nýtslu av bygningum og tæna einum breiðum málbólki.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 29


Íbúð 5 innan

Síða | 30

Hoydalar í framtíðini


Studentaskúlabygningurin | Konsept

Verandi skúlabygningur

Útbygging

tekja samlar bygningskroppar

Skúlabygningurin er í dag samansettur av 3 ymiskum massum, einari samkomuhøll, bygningur við skúlastovum og einari fimleikahøll.

Nýggir fermetrar, ið fylgja konstruktiónsbygnaði á verandi bygningi, verða lagdir omaná og runt um skúlabygningin.

Tekjan leggur seg á massan og trappar niður móti lendinum og spælir sostatt saman við lendinum í dalinum.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 31


Rørslurúm til barnagarð + Fimleikahøll ( kvøldfunktión )

Síða | 32

Hoydalar í framtíðini


Studentaskúlabygningurin | Konsept

4 5

3

1 2

Almen høli

Ymiskir íbúðarflokkar

Aula og fimleikahøll vera varðveitt í nyggja bygninginum. Aulan sum tiltaks-, veitslu- og útsýnishøli. Fimleikahøll sum partur av rørslubarnagarði um dagin og tøk til leigu um kvøldið.

Íbúð 1

Íbúð 2

Íbúð 3

Íbúð 4

Íbúð 5

46 m 14 stk.

70 m 14 stk.

95 m 5 stk.

66 m 6 stk.

129 m 7 stk.

2

2

Ein fjølbroyttur bygningur

2

Hoydalar í framtíðini

2

2

Umbygdi Studentaskúlin inniheldur nógvar ymiskar funktiónur og er ætlaður einum breiðum málbólki.

Síða | 33


Hoydalar frá innkomuvegi

Síða | 34

Hoydalar í framtíðini


Studentaskúlabygningurin | Miðbygningur, aula og fimleikahøll

Miðbygningur (skúlastovur)

Aula

Fimleikahøll

Miðbygningurin verður umbygdur til at hýsa íbúðum í ymiskum støddum og sniðum. Umbygdur verður hann í fýra hæddum við íbúðum í 5 ymiskum sniðum. Allar íbúðir hava altan, terrassu ella takterrassu.

Aulan verður tøk sum felagshøli hjá íbúgvum í bygninginum, fyri gestir í gistingarhúsinum (Sanatorie), sum framsýningarhøli fyri kreativa virksemið á verkstaðnum (Nýggja hús), ella sum dansi- ella veitsluhøli hjá fólki uttanifrá.

Fimleikahøllin verður í dagtímunum partur av nýggjum rørslubarnagarði, ið hevur náttúruna í Hoydølum og Boðanesi sum nærumhvørvi og leikpall umframt Hoydalsgarðar á Sanatorietrøðni. Barnagarðurin verður tøkur fyri íbúgvar í bygninginum eins og børn uttanifrá. Um kvøldið, tá virksemi ikki er í barnagarðinum, verður fimleikahøllin tøk til leigu, eins og hon er tað í dag.

Lagt verður upp til at miðbygningurin verður varðveittur og um- og útbygdur til íbúðir í ymiskum støddum. Hetta merkir, at partar av bygninginum verða varðveittir, fasada verður latin meira upp, og berandi konstruktión og veggir verða varðveitt. Bygningurin verður útbygdur við einari hædd omaná verandi bygningi, umframt at bygningurin verður bjálvaður uttan.

Lagt verður upp til, at aulan verður varðveitt og innlimað í umbygda bygningin. Hetta merkir, at bygningurin verður so vítt møguligt varðveittur í sniði og tilfari. Verandi húsasnið verður sjónligt í umbygda bygninginum, men kortini fyri ein part lagt inn í umbygda bygningin.

Hoydalar í framtíðini

Lagt verður upp til, at fimleikahøllin verður varðveitt og innlimað í umbygda bygningin. Hetta merkir, at fimleikahøllin verður, so vítt møguligt, varðveitt í sniði og tilfari. Tó skal rúmið latast upp móti ávikavist barnagarði (suður- og eystureftir) umframt út til spæliøkið eystanfyri.

Síða | 35


Vestursíða á studentaskúlabygningi

Síða | 36

Hoydalar í framtíðini


Studentaskúlabygningurin | Støðumynd og skurðir

Íbúð 4

Íbúð 4

Íbúð 4

Takterrassa

Takterrassa

D

D Íbúð 4

Íbúð 4

Íbúð 4

Íbúð 5

Íbúð 5

Íbúð 5

Íbúð 5

Íbúð 5

Takterrassa (privat)

Takterrassa

Takterrassa

3. Hædd

Íbúð 4

Íbúð 4

Íbúð 4

Takterrassa Íbúð 5

Íbúð 5

Íbúð 5

Íbúð 5

Íbúð 5

Takterrassa

Íbúð 5

D

D Íbúð 4

Íbúð 4

Íbúð 4

Íbúð 2

Íbúð 2

Íbúð 2

Íbúð 2

Íbúð 2

Takterrassa

Takterrassa

2. Hædd

Takterrassa Aula D

D

Íbúð 3

Íbúð 3

Íbúð 2

Íbúð 2

Íbúð 2

Íbúð 2

Takterrassa

1. Hædd

Aula

Rørslurúm í dagtímum / Fimleikahøll í kvøldtímum

Rørslubarnagarður

D

D

Íbúð 1

Íbúð 1

Íbúð 1

Inngongd atgongd til alment tak

0. Hædd

Hoydalar í framtíðini

Síða | 37


Vestursíða á studentaskúlabygningi

Síða | 38

Hoydalar í framtíðini


Studentaskúlabygningurin | Støðumynd og skurðir

Íbúð 4

Íbúð 5

Íbúð 4

Íbúð 2

Barnagarður

Íbúð 2

Íbúð 2

Íbúð 1

Íbúð 1

Aula

Rørslurúm/ Fimleikahøll Spælipláss

Goymsla / tøkni Goymsla

Tvørskurður AA

Tvørskurður BB

C

Íbúð 4

Tvørskurður CC

B

Íbúð 5

Íbúð 4

A

Íbúð 5

Íbúð 5

Íbúð 5

Íbúð 3

Íbúð 1

Íbúð 3

Íbúð 2

Íbúð 1

Íbúð 2

Íbúð 1

Barnagarður

Rørslurúm/ Fimleikahøll

Goymsla / tøkni

Goymsla / tøkni

Goymsla / tøkni

Longdarskurður

C

B

A

Hoydalar í framtíðini

Síða | 39


Eystursíða á studentaskúlabygningi

Síða | 40

Hoydalar í framtíðini


Studentaskúlabygningurin | Umskapan av verandi skúlabygningi

Verandi skúlabygningur

Umbygging

Útbygging

Verandi Studentaskúlabygningur er samansettur av 3 bygningskroppum, t.e. aulu, miðbygningur og fimleikahøll.

Fasada í miðbygningi og fimleikahøll verða latnar upp umframt at tak í fimleikahøll verður tikið niður. Aulubygningur verður varðveittur og innilokaður í umbygda bygningin.

Skúlabygningurin verður útbygdur uppeftir og skal í framtíðini rúma íbúðum í ymiskum sniðum og støddum.

Tak

Terrassur & Sólarviðurskifti

Alment tak

Eitt bylgjandi tak, ið knýtur bygningin til lendið og náttúruna kring bygningin, samlar nýggja sniðið undir einum taki umframt at vera atkomuvegur og upphaldsstað.

Allar íbúðir, frá 0.hædd til ovastu hædd, hava terrassu ella altan.

Størsti partur av takinum er atkomuligt hjá fólki haðani gott útsýni er út yvir Hoydalar og móti Boðanesi.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 41


Síða | 42

Hoydalar í framtíðini


Nýggja hús | Almennur kreativur verkstaður

Nýggja hús er navnið á verkstaði, sum í framtíðini skal skipast sum almennur kreativur verkstaður fyri fleiri ymiskt skapandi fak so sum smíð, seyming, evning, máling o.a. Á verkstaðnum, ið verður í tveimum hæddum, verður møguligt hjá ungum sum eldri at koma á ein verkstað har útgerð og umstøður eru at gera ymiskt skapandi arbeiði undir skipaðum viðurskiftum. Langa lonin, ið brann í grund fyri nøkrum árum síðani, er umvæld og hýsir í dag ymiskum tónleikavirksemi hjá Studentaskúlanum. Bygningurin, ið nú stendur á grundini, er eitt modulbyggjarí, ið ikki hevur nakað serligt varðveitingarvert virði. Í menningini av uppskotinum fyri bygningin er áherðsla løgt á ikki at vaksa um bygningin, men heldur at geva bygninginum eina funktión, ið hóskar væl til avlanga bygningskroppin umframt at funktiónin skal samvirka við ávikavist virksemi í Studenskúlabygninginum, Hoydalsgarðar og virksemi í gistingarhúsinum í Sanatoriebygninginum. Hugsanin er at t.d. børn úr barnagarðinum kunna fáa gagn av hentleikunum á verkstaðnum, eins og íbúgvar í Hoydølum kunnu tað. Øvugt kann virksemi úr verkstaðnum Nýggja hús fáa gagn av t.d. gomlu Auluni í Studentaskúlabygninginum, har úrslitið av arbeiðinum á verkstaðnum kann vísast fram.

Hoydalar í framtíðini

Síða | 43


Dømi um verkstað við fasadu ið kann latast upp

Síða | 44

Dømi um verkstað fyri ymiskt krativ handarbeiði

Hoydalar í framtíðini


Nýggja hús | Støðumynd og skurðir

A

B

Handarbeiði Handarbeiði

Atelier

Verkstaður Handarbeiði

1. Hædd

Tvørskurður AA A

B

A

B

Metal Verkstaður

Tmbur

Verkstaður

Tmbur

0. Hædd

Tvørskurður BB A

B

Hoydalar í framtíðini

Síða | 45


Síða | 46

Hoydalar í framtíðini


Fíggjarviðurskifti | Yvirskipað kostnaðarmeting

Kostaðarmetingin av verkætlanini tekur útgangstøði í at Studentaskúlabygningurin verður skipaður við íbúðum, rørslubarnagarði, fimleikahøll og aulu. Møguleiki er eisni fyri at barnagarðurin verður tikin úr verkætlanini og fleiri íbúðir verða gjørdar í staðin, her undir eisini lestraríbúðir. Bústaðir kann fíggja íbúðarpartin fult út, og verða við til at skapa grundarlagið fyri, at heildarætlanin kann gjøgnumførast. Hetta soleiðis, at Bústaðir eisini kann virka sum byggiharri fyri aðrar bygningar og funktiónir, til aðrir leigarar ella brúkarar kunnu taka yvir. m2 pr. m2 í alt Studentaskúlabygningurin (46 íbúðir, barnagarður, fimleikahøll, aula) Umbygging 3510 15.000 52.650.000 Nýbygging 2700 20.000 54.000.000 Útiøki (vegur, p-øki, grønt øki, ljós, terassa, útiøki barnagarður) 8.400.000 Í alt 115.050.000

Hoydalar í framtíðini

Sanatorie (matstova, 20 gistingarrúm) Umbygging 1330 16.000 Útiøki (vegur, grønt øki, ljós, terassa) Í alt

21.280.000 2.640.000 23.920.000

Nýggja hús Umbygging 510 12.000 Útiøki (vegur, grønt øki, ljós) Í alt

6.120.000 1.060.000 7.180.000

Hoydalsgarðar Útiøki (gøtur og terassa, vakstrarhús, felagshús, ljós)

3.270.000 Síða | 47


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.