
1 minute read
Burturvísing
Er royndartíð avtalað, kann setanaravtalan sigast upp av báðum pørtum við ongari freist innanfyri teir fyrstu 3 mánaðirnar av setanini. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tó til, at partarnir avtala eina uppsagnarfreist, t.d. 1 viku.
Gjørt verður vart við, at arbeiðsgevari kann í skrivligum sáttmála leingja uppsagnartíðina frá løntakara. Hetta er tó treytað av, at uppsagnartíðin frá arbeiðsgevara verður longd samsvarandi. Verður uppsagnarfreistin hjá løntakara longd úr 1 mánaði upp í 3 mánaðir, skal uppsagnarfreistin hjá arbeiðsgevara leingjast við 2 mánaðum (umframt tað, sum er ásett). Hevði arbeiðsgevarin eina uppsagnarfreist á 4 mánaðir, hevði hon hækkað til 6 mánaðir.
Advertisement
Eftir at starvsmaður hevur givið ella tikið ímóti uppsøgn úr tænastuni, skal arbeiðsgevari geva honum loyvi at fara frá arbeiði at søkja sær annað starv. Starvsmaður skal tó sýna ynskjum arbeiðsgevarans mest møguligt fyrilit, soleiðis at hann nýtir tær tíðir at leita sær eftir starvi, sum hóska fyritøkuni best.
Starvsmaður hevur til eina og hvørja tíð rætt til at fáa skrivliga váttað av arbeiðsgevara, hvussu leingi hann hevur verið í tænastuni, hvat arbeiði hann hevur tikist við, og hvørja løn hann hevur havt. Verður starvsmaður uppsagdur, hevur hann rætt til eftir áheitan at fáa eina grundgeving fyri uppsøgnini.
Sambært starvsmannalógini stendur, at kvinnuligur starvsmaður, sum er upp á vegin, hevur skyldu at siga arbeiðsgevaranum frá seinast 3 mánaðir, innan hon væntar sær at eiga. Ger hon ikki tað, hevur arbeiðsgevarin rætt til at slíta tænastuna frá tí degi, umstøðurnar hava óarbeiðsføri við sær.
Uppsøgn av álitisfólki
Arbeiðarar og handverkarar
Uppsagnartíðin hjá einum álitisfólki er uppsagnartíðin í sáttmálanum umframt 1 mánað. Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari orsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi, eru somu uppsagnarreglur galdandi fyri álitisfólk sum fyri vanligar arbeiðarar.
Ósemja um uppsøgn av álitisfólki verður viðgjørd eftir reglunum um ósemju og gerðarrætt í sáttmálunum.
Samverk
Álitismannaskipanin fyri limir í Samvert ásetir, at uppsagnarfreistin hjá álitisfólki er vanlig uppsagnarfreist umframt 1 mánað. Við uppsøgnini skal fylgja grundgeving. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi, er sama galdandi fyri álitisfólk sum fyri vanligar limir annars.
Verður ósemja um uppsøgn av álitisfólki, skulu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk beinanvegin taka upp samráðingar um hendan spurning. Verður ongin semja funnin, skal trætan leggjast fyri ein gerðarrætt sambært sáttmálanum.