
1 minute read
Starvstíðarviðbót
Normalarbeiðstíðin
Arbeiðarar
Advertisement
Allir arbeiðarasáttmálarnir hava ásetingar um 40 tíma arbeiðsviku. Í ávísum sáttmálum er avtalað, at arbeiðsgevari og starvsfólk á tí einstaka arbeiðsplássinum kunnu gera avtalu um longri arbeiðsviku og í øðrum, at normalarbeiðstíðin kann vera 40 ella 50 tíma arbeiðsvika. Sáttmálarnir siga soleiðis um normalarbeiðstíð:
▪ Lønarsáttmáli fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag:
Arbeiðsgevari og arbeiðsfólk á tí einstaka arbeiðsplássinum kunnu gera avtalu um 48 tíma arbeiðsviku.
▪ Lønarsáttmáli fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðarafelag:
Arbeiðstíðin er 40 ella 50 tímar um vikuna.
▪ Lønarsáttmáli fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag:
Arbeiðstíðin er 40 ella 48 tímar um vikuna.
▪ Lønarsáttmáli fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar
Arbeiðskvinnufelag/Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arbeiðstíðin er 40 ella 50 tímar um vikuna.
Ikki meira enn 4 tímar skulu vera millum hvønn verð. Til ber at velja, um døgurðatímin skal verða ein tími. Tá skal døgurðatímin liggja millum kl. 12 og 13, og tað verður einki goldið fyri mattíð. Ella kann á arbeiðsplássinum gerast avtala um, at fyri hvørjar 4 tímar skal arbeiðsfólk hava í minsta lagi 20 minuttir mattíð. Tá verður løn ikki frádrigin fyri matarsteðgir.
Handverkarar
Sambært handverkarasáttmálanum er vanliga arbeiðsvikan 40 tímar um vikuna. Vanlig arbeiðstíð skal liggja innanfyri kl. 6.00 á morgni og kl. 18.00 á kvøldi. Ikki meira enn 4 tímar skulu vera millum mattíðirnar.
Samverk
Vanliga arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna í miðal, umframt mattíð, í einum tíðarskeiði uppá 8 vikur sambært arbeiðsætlan. Annars er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna. Tað vil siga, at antin er arbeiðstíðin 40 tímar í miðal um vikuna løgd eftir eini arbeiðsætlan á 8 vikur, ella er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna.
Fyri vanligt skrivstovuarbeiði er tó galdandi, at arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna og skal liggja millum kl. 7.00 á morgni og 18 á kvøldi, frá mánadegi til og við fríggjadag. Miðað verður ímóti, at dagliga arbeiðstíðin er 8 tímar. Møguleiki er eisini fyri flekstíðararbeiðið innan fyri nevndu tíðarskeið.
Fyri lutvísa arbeiðstíð verður tímatakstur goldin sambært starvsaldrinum hjá viðkomandi. Er lutvísa vikuliga arbeiðstíðin meira enn 15 tímar um vikuna fáa tey løn eftir somu reglum sum fólk við fullari