Glóðin

Page 1

Nr. 9

ISSN: 1602-5652

2. ársfjórðingur

2012

ÓKEYPIS

MIKKJALS SMIÐJA Á TRØLLANESI OG STÓRA DÍMUN

ÍTØKILIG ÚRSLIT Á ÚTOYGGJ

Bygdirnar menna býin Matur sum ferðaminni

Vit eru ikki í neyð ella deyð


Innihald Útoyggjafelagið í 10 ár . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 3 Góði lesari. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 4 Alt byrjaði við útoyggjaálitinum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 5 Matur sum ferðaminni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 9 Verkætlanir - vegurin fram . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 10 Economusée - smáídnaður og ferðavinna . . . . . . s. 11 Ikki bara gamlir dreingir. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 12 Útoyggjastevnan - 10 ár. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 13 Fugl-oyggin í havinum .. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 14 Svínoy - á veg. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 16 Syðradalur og Kalsoy. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 18

Vit eru ikki í neyð ella deyð. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 19 Eg eri útoyggja-búgvi. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 21 Bygdirnar menna býin. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 23 Mykines. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 24 Hestur.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 27 Ein góð uppliving á útoyggj.. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 28 Ferðavinna er ein møguleiki. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 30 Skúvoy. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 31 Stóra Dímun. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 32 Ráðstevnan “Framtíðin á útoyggj”. . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 34

trygging.fo

Vanlukkutrygging

Fyrivarin heldur

enn eftirsnarin

Ein vanlukkutrygging er ein trygdarnót fyri teg og tíni. Onki er so virðismikið sum lívið og ein góð heilsa. Við eini vanlukkutrygging kanst tú tryggja teg fíggjarliga, skuldi tað óhugsandi hent – bæði til gamans og álvara.

Stuðlar Glóðini

Sands kommuna Stuðlar Glóðini


Útoyggjafelagið 10 ár Útoyggjafelagið sær eisini úrslit av fleiri ára stríðið, tá vit uppliva politik­ ar­ar, ið hava vilja til at gera ábøtur á útoyggj, og tá felagið verður tikið við upp á ráð, tá avgerðir skulu takast, ið viðkoma útoyggjunum. Men enn er langt á mál, tí fara vit framhaldandi at halda fast vit tað kós, ið vit hava sett. Stuðla undir tey mongu tiltøk, ið eru sett út í kortið og áhaldandi minna politiska myn­d­ ug­­leikan á, at útoyggjarnar eru eitt tilfeingið, ið er vert at troyta.

Tøkk til øll ið hava stuðla Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum

Nú Útoyggjafelagið hevur verið virkið í 10 ár, kunnu vit lýta aftur á eina tíð, við stórum avbjóðingum. Vit hava uppliva broytingar, fram­ gongd og afturgongd. Hesa tíðina eru útoyggjar­nar komnar á Føroya­ kortið, sum oyggj­ar, ið vilja berjast í móti mið­savnandi rákinum. Mong eru flutt tí umstøðurnar ikki hava gagna teimum, men av teimum, sum enn búseta útoyggj­ar­ nar, eru fleiri, sum síggja spennandi møgu­ leikar fyri framman, m.a. í vaksandi ferðavinnuni.

Nú felagið rundar tey 10 árini, skal eg vegna Útoyggjafelagið, veita eina stóra tøkk til øll tykkum, ið áhaldandi hava verið við í felagsarbeiðinum, hava luttikið í tiltøkum og verk­ætlan­ um ella á annan hátt stuðlað felag­ num. Vit vilja eisini nýta høvið at takka teimum politikarum, starvsfólki í alm­ennu umsitingini og stovnum, ið veruliga hava víst vilja til at loysa trupulleikar og hjálpa okkum ávegis. Og til seinast, men ikki minst, vilja vit takka tykkum, sum við vilja av stáli framvegis búgva á útoyggj og ha r­við tryggja hesum viðkvomu sam­ feløgum ein møguleika at yvirliva.

”Fokus er sett á útoyggjarnar, og broytingar eru hendar til tað betra, men enn er langt er á mál”

Útoyggjafelagið Nevnd: Óla Jákup úr Dímun, formaður Esbern í Eyðansstovu Olga Biskopstø, samskipari Umboðsráði: Fríða Isaksen, formaður Jóhanna Hansen Andras í Frammistovu

Eyðun Eliasen Magnus Eliasen Bjørn Kalsø Katrina Johannesen Karstin Lenvig Harry Jensen Jógvan Jón Petersen

Glóðin • nr. 8 • 2005

3


Góði lesari “Vit skulu búgva í øllum landinum”.

Hvar kennir tú teg heima? – hvar vilt tú liva tín gerandisdag? Fyri mong er tað ikki so einfalt at svara hesum spurningum, tí tað kann vera andsøgn millum ynski at búgva í einum ávísum stað og møguleikan at búgva har. Hesa andsøgn kenna tey flestu, sum eru fødd og uppvaksin á smáplássum. Tey vilja fegin vera í heimbygdini, tí tey elska tey góðu barnaminnini, friðin og møguleikarnar. Samstundis noyðast tey at leggja upp fyri tørvinum á einari ella tveimum rímiligum inntøkum, einum góðum skúla og øðrum hentleikum, ið ein missir, ella ikki eins lætt hevur atgongd til, í heimbygdini, í útjaðaranum. Virðini á smáplássunum eru eins stór og tey á meginøkinum og somuleiðis møguleikarnir. Men orsakað av teimum nógvu forðingu­ num, ið liggja á leiðini frá meginøkinum og út í útjaðaran, ber tað illa til at gagnnýta møguleikarnar ella njóta gott av teimum íbygdu virðunum. Tað verður ikki fyrr enn myndugleikarnir duga at síggja, at talan er um samfelagsvirðir, sum liggja í forna og væl kunnu gagnnýtast, at afturgongdin í útjaðaranum kann vendast. Serliga seinnu árini hevur ein inngrógvin, negativur hugburður tikið yvirhond. Hesin hugburður røkkur inn í almennu umsitingina og inn í politisku skipanina sum heild. Úrslitið er afturhald í øllum tænastum og tiltøkum. Negativi hugburðurin røkkur inn í bankakervið og grunnar, og tí er tað m.a. ógjørligt at fáa fígging til íløgur á útoyggj. Hóast tað nærum altíð er tørvur á pengum, tá okkurt skal fremjast, snýr útoyggja- og útjaðaramenning seg langt frá bara um pengar. Heldur snýr tað seg um vilja til at seta í verk. Vilja til m.a. at viðurkenna, at Føroyar eru eitt oyggjasamfelag, ið tí krevur ymiskar skipanarligar og praktiskar loysnir í samsvari við landafrøðina. Ætlanin við hesi Glóð er at kunna um tað, sum rørir seg á útoyggj, beint nú, og eitt sindur um tað, sum er hent tey 10 árini, felagið hevur virkað. Tá vit hyggja aftur um bak, síggja vit afturgongd og mistreysti, men loyva vit okkum at hyggja aftur um hagtølini og lækkandi tænastustøðið, síggja vit eina aðra mynd. Eina mynd av spírandi virksemi, vilja og áræði, ungdómi og íverksetarum. Hóast tað ikki er gjørligt at fáa kapital til íløgur, og hóast nógvar praktiskar og bygnaðar­ ligar forðingar eru á vegnum, so er Glóðin ikki sloknað. Vónandi ert tú ein av teimum, ið dugir at síggja virðini í útjaðaranum og vil hjálpa okkum at skumpa undir, har tað er neyðugt, soleiðis at vit fáa vent gongdini – takk fyri tað.

4

Glóðin • nr. 9 • 2012

Segði Kári P. Højgaard, Landsstýrismaður í innlendismál­­­um á fundinum um kommunusamanlegging tann 13.apríl 2012.

Útoyggjafelagið hevur valt at ger­ast limur í Slow Food-rørsluni - Síða 8

Economusée, Smáídnaður og ferðavinna - Síða 11

Útoyggjastevnan 10 ár - Síða 13


Alt byrjaði við Útoyggjaálitinum Men Útoyggjaálitið spretti úr einum neyðarrópi frá útoyggjafólki, har tað var gjørt púra greitt: ”hendir ikki nakað munagott, ið stuðlar undir búsetingina á útoyggj, doyggja tær út”. Nú eru 10 ár, síðan Útoyggjaálitið varð handað Anfinni Kalsberg, tá­ verandi løgmanni, og 10 ár síðan, at hesi viðurskifti vórðu umrødd í einum aðalorðaskifti í Løgtinginum. Útoyggjaálitið var sermerkt á tann hátt, at allar útoyggjarnar tóku virknan lut í arbeiðinum. Samrøður vórðu gjørdar við oyggjafólki, so hvør borgari hevði møguleika at koma til orðanna. Hetta merkti, at álitið bygdi á tann veruleika, ið tey, sum tá vóru búsett á útoyggj, livdu í. Umframt hetta gav Út­ oyggja­ á litið eina dag­ førda støðulýsing av øllum umstøð­ um, ið viðkomu út­oyggju­num, alt frá undirstøðukervi til skúla, post, jarð­ arviðurskifti v.m.

Útoyggjaálitið var lopfjølin Longu meðan arbeitt varð við áliti­ num, var nevndin samd um, at eisini hetta eins og flest almenn álit, bleiv lagt í eina skuffu og gloymt. Um­ boðini vóru eisini á einum máli um, at hetta ikki skuldi henda, tí varð avrátt, at vit skuldu stovna eitt felag, ið kundi fylgja álitinum upp. Í desember 2001 varð Útoyggja­ felag­ ið formliga stovnað, og fyrsti regluligi aðalfundur varð hildin á Útoyggjastevnuni í Skúgvi tann 13. juli 2012. Skjótt eftir at felagið var stovnað, vóru vit 250 limir. Hetta talið hevur verið støðugt síðani.

Laura var fyrsti limur Ein kaldan vetrardag í februar 2002 lendi tyrlan á Kirkju við umboðunum fyri útoyggjafelagið. Skúlin var trok­

an­di fullur, tá Katrina Johannesen, Olga Biskopstø og Óla Jákup úr Dímun komu á gátt. Døggin rann av vind­ eygu­­ num, og tað var heitt og fjálgt inni. Málið var at tekna limir, og tí varð kallað til henda bygdarfund. Kjakið var lívligt, og sagt varð, at vónin um framburð var ikki slept, hvørki í Hattar­vík ella á Kirkju, hóast útlitini vóru vánalig. Fyrsti limurin varð teknaður, tað var Laura í Frammi­ stovu. Eftir hetta varð farið í allar hinar útoyggjarnar. Fyri tað mesta var nógv fólk og nógv kjak. Í Skúgvi varð m.a. spurt, hvørja ávirkan Útoyggjafelagið kann fáa. Óla Jákup, formaður, svaraði, at avrikini hjá felagnum vóru tengd at, hvussu virkið felagið er: "Tað er brúk fyri øllum, bæði ungum og gomlum. Virkin luttøka er besta trygdin fyri, at nakað ítøkiligt hendir, tí eitt felag í sær sjálvum ger ongar skreytir".

Virkið í 10 ár Tað eru tilmælini í Útoyggjaálitinum, um­ framt dagsaktuell mál, reist av um­boðs­ráðnum, ið hava verið grund­ støðið undir felagsarbeiðinum. Sum dømi um okkara arbeiðs­ grundar­lag kunnu vit vísa til Glóðina, sum kom út fyrstu ferð á vári 2002. Har stóð skrivað soleiðis undir yvirskriftini: Útoyggjarnar hava sjálv­ar bóltin: “Útoyggjafelagið skal áhaldandi vísa myndugleikunum á, at útoyggjarnar eiga fullan rætt til eins góðar umstøður og onnur pláss

Myndin er frá aðalfundinum í Skúgvi í 2002

Bygdarfundurin á Kirkju í Fugloy februar 2002

og øki í landinum. Men drívmegin í arbeiðinum liggur á út­ oyggju­ num. Ein meginregla í arbeið­num hjá Út­oyggja­felagnum er tí at byggja virk­ semi á sereyðkenni og ynskini hjá fólkinum í hvørjari einstak­ari oyggj. Fyri at røkka hesum enda­máli hevur felagið skipað seg við umboðum fyri hvørja einstaka oyggj/bygd.

Fakta um Útoyggjaálitið Álitið var umbiðið av Anfinni Kals­ berg, løgmanni, vegna Lands­stýrið í 2000. Ynski var um at fáa eina støðu­ lýsing av umstøðunum á útoyggj, um­ framt tilmæli um, hvat kundi gerast fyri at menna útoyggjarnar. Ein nevnd varð sett at gera arbeiðið. Olga Biskopstø varð sett sum samskipari. Hini í nevndini vóru umboð fyri hvørja einstaka útoyggj, vald av kommununi. Álitið varð handað løgmanni 12. mars 2001. Álitið kann lánast á Lands­bókasavninum, umframt tað hevur Útoyggjafelagið nøkur eintøk á goymslu.

Glóðin • nr. 9 • 2012

5


Tað skal eisini vera stuttligt! – tí skipa vit fyri tiltøkum bæði til gaman og álvara. Og felagið leggur upp til, at tey, sum búgva á útoyggjunum, koma at hittast til ymisk tiltøk kring oyggjar­nar, umframt samstarva við meginøkið og okkara grannalond”. Hvørji úrslit kunnu vit vísa á? Vit kunnu av góðum grundum bara saman­bera virksemi felagsins við “framman­undan” og “aftaná” og ikki, hvussu tað hevði verið, um einki felag var stovnað. Hyggja vit at fólkatalinum, so má sigast, at tað er ikki komin nøkur vend í. Fólkatalið fellur framvegis, men tyk­ ist tó, á nøkrum av oyggjunum, at hava funnið eina javnvág. (sí talvuna)

gomul skip. Í góðum samstarvi millum SSL og Útoyggjafelagið er túratalið á nøkrum farleiðum økt og ferðaætlanin í størri mun lagað til tørvin á einstøku oyggjunum, men enn er langt á mál. Bæði Hestur, Koltur, Skúgvoy og Mykines mangla í stóran mun eina dagføring á sam­ ferðslu­økinum.

Hvussu við tænastustøðinum? Her eru nøkur ítøkilig framstig og nøkur sera óheppin afturstig. Framstig eru serliga á samskiftis­ øki­ num, tí allar oyggjar hava fingið breiðband. Síðan eru tað havnarløgini í Kalsoy og Fugl­oy, umframt tunnilin til Gásadals og dag­føring av einstøkum tyrlu­pall­ um, ið eru sjónlig framstig. Kommunurnar hava eisini gjørt nakrar ábøtur á m.a. skúlarnar, vatn­ veitingina og kloakk­ skipan. Men enn er langt á mál, tí hóast Sam og Ritan eru eitt framstig, so eru hetta

Tann sosiali parturin

Einskiljingin av farmaleiðum rakti útoyggjarnar hart og gjørdi, at tæn­ astu­ støðið versnaði munandi. Um­­ framt hetta knógva útoyggjarnar enn undir oljutunnum. Sum heild kunnu

Stórur dagur í Kalsoynni, tá Barskor var skiftur út við ferjuna Sam

6

Glóðin • nr. 9 • 2012

vit siga, at tænastan langt frá er nøktandi, men tað truplasta er, at útlit eru ikki til nakra ætlan, ið setur út í kortið, hvat og nær ið ábøtur verða gjørdar. Tað er at frøast yvir, at Útoyggja­ felagið í størri og størri mun verður tikið við upp á ráð, tá m.a. lógir verða smíðaðar, ella ætlanir lagdar í almen­ nu stovnunum, ið kunnu ávirka viður­­skiftini á útoyggj. Í slíkum førum fær umboðsráðið møgu­ leika at út­tala seg og gera sína ávirkan galdan­di. Hetta er felagið sera fegið um. Útoyggafelagið hevur eisini fingið vælvild frá Inn­lendismálaráðnum, sum á hvørj­­um árið síðani 2003 hev­ur veitt felagnum stuðul, av játtanini til útoyggjamenning. Ein parturin av virksemi felagsins er tann sosiali og savnandi part­ urin, og her meta vit okkum at hava fleiri góð úrslit at vísa á. Fremst á listanum eru Út­ oyggja­­stevnurnar – 10 ár á rað. Hesar stevnur hava sett út­oyggj­ ar­nar á Føroyakortið og savnað fleiri 1000 fólk, bæði ung og gomul. Hetta tiltak dregur ikki bara fólk úr øllum landinum til sín, men savnar eisini tey, sum fyrireika. Hetta gagnar trivnaðinum á útoyggj og stuðlar undir búsetingarnar.

Tá ferjulegan á Syðradali var tikin í nýtslu. Á myndini síggjast m.a. Landsstýrismaður Bjarni Djurholm, Stjórin á Landsverk, Oyvindur Brimnes og Andras Jensen, samferðsluleiðari


Umboðsráðið í Stóru Dímun

Umboðsráðsfundur í Íverksetarahúsinum í Klaksvík

Á veg við tyrluni hjá Atlantsflog út í Stóru Dímun á umboðsráðsfund

Verkætlanir Tær verkætlanir, ið felagið hevur fyri­skipað ella stuðlað undir, síðan felagið varð stovnað, hava altíð havt góða undirtøku, men vit eru ikki minni fegin um øll tey spírandi initiativini, ið koma frá teimum búsettu ella fólki, ið eru knýtt at útoyggjunum. Talan er um fleiri vinnuligar verkætlanir, sum eru í gongd ella í umbúna, eins og ferða­­ vinnan er í ferð við at fáa fasta­tøk­ur á útoyggj. Vit kunnu velja at síggja hetta sum beinleiðis ella óbein­leiðis úrslit av virksemi felagsins, men hetta vísir, at tað eru nógvar ótroyttar kreftir og møguleikar á útoyggj. Síðani felagið byrjaði, hevur skúla­málið, verið eitt evnið, ið vit hava brúkt nógva orku uppá. Tað tykist so smátt at koma gongd á eina

skipan, ið bygg­ ir á lokala skúlan, sum grundsøðið, í tøttum samstarvið við meginskúla. Hetta meta vit hevur stóran týd­ ning, ser­­liga fyri fakligu dygdina og triv­naðin hjá børnunum. Útoyggja­ felagið leggur stóran dent á tað staðbundna tilknýtið, og at skúlin skal mennast við nýhugsandi tiltøkum og nýggjari tøk­ni.

Forðandi hugburður Tá felagið byrjaði sítt arbeiði fyri 10 árum síðan, hoyrdu vit ofta útsagnir frá politikarum sum: “Vit kunnu ikki gera íløgur á útoyggj so leingi tit, sum búgva har, ikki vísa nakað initiativ”. Men tá initiativini koma frá út­ oygg­j­u­num, bæði íverksetarar og verkætlanir, verður sagt: “vit kunnu

ikki brúka pengar upp á tiltøk á útoyggj, tí tað eru so fá, sum búgva har” ella “vit kunnu ikki brúka orku og pengar uppá útoyggjarnar, tað eru onnur atlit at taka í samfelagnum”. Nú seinnu árini hevur serliga henda útsøgn fingið fastatøkur: “vit kunnu ikki hugsa um útoyggjarnar, nú tað er kreppa, og fólkið flytur av landinum. Vit mugu fokusera upp á miðstaðin, tí tað er hann, sum skal kappast við útlandið”. Um “Føroyar eru ein útoyggj”, skulu tær so hava somu lagnu sum útoyggjarnar, tí tær pr. definitión eru ein útjaðari, og tí ikki verdar at brúka orku uppá? Ella skulu vit menna alt landið, so Føroyar við sínum 18 oyggj­­­­ um, harav 17 búsettum, standa saman um at gera Føroyar kapp­ ingar­førar mótvegis um­heimi­­­ num? Hetta er ein spur­ ning­ ur um hugburð!

Umboðsráðið á fundi í Stóru Dímun, Atlantsflog stuðlaði tiltakið

Glóðin • nr. 9 • 2012

7


Útoyggjafelagið hevur valt at ger­ ast limur í Slow Food-rørsluni. Hetta tí vit meta, at visiónin um lokala fram­ leiðsu, um dygdar­góðan mat og mat­ mentan, passar sum fótur í hosu til okka­ra egnu visiónur um smáar fram­ leiðslueindir. At vera partur av Slow

8

Glóðin • nr. 9 • 2012

Food gevur okkum eisini íblástur og kunnleika og mennir okkara møguleikar sum fram­leiðarar. Annaðhvørt ár er ein stór matvøru­ ráðstevna í Torino í Italia. Tiltakið verður aftur í oktober í ár, og tá miða vit eftir at senda nøkur umboð frá út­oyggj­unum við.


Matur sum ferðaminni NORDIC DELIGHT er ein verkætlan, ið byggir á netverkshugtakið og skal menna smávinnu, tænastur og vørur í norðurlendskum smábygdum. Málið er at menna vørur, framleiddar úr lokalari rávøru, sum ferðaminnir. Ferðafólkið ynskir at uppliva tað upprunaliga, tá hann ella hon kemur til bygda. Lokalur smakkur og luktur og alt, sum kann kveikja sansirnar, eru nógv umbidnar ferðavørur. Hetta vil Útoyggjafelagið gagnnýta í nýggja ferðavinnutiltakinum. Øll kunnu luttaka. Felagið hevur skipað ein framleiðslubólk, ið stendur fyri tí praktiska, tvs. at keypa inn pakkitilfar, vørumerking og sølu. Bólkurin hevur eisini ábyrgdina av, at tey heilsufrøðiligu krøvini verða gingin á møti og tryggjar, at fram­ leiðsl­an fer fram sum fyriskrivað. Ein og hvør, ið hevur áhuga, kann tekna seg sum framleiðara og gerast partur av framleiðslueindini. Vit brúka ein heilsufrøðiliga góðkendan køk, sum framleiðslustað. Í fyrsta Myndirnar stava frá evnisdøgum, sum Útoyggjafelagið skipaði fyri í 2009 og 2010. Lærarar Hanna Frosta og Anne Siri Branderud

umfari verður talan um nakrar fáar úrvaldar vørur: te, urtasalt, rabarbu­ saft, rabarbusúltutoy bóturt­ar­­syrup og hvannasúltu. Royndir verða gjørdar á marknaði­ num í summar, og síðan verður fram­ leiðslan skipað í tráð við úrslitið av teimum. Í fyrsta umfari er talan um 6 til 10 framleiðarar. Tey flestu búgva á út­ oyggj ella hava tætt tilknýti. Vit miða eftir, at alt tað, sum verður framleitt, verður velt/dyrkað, tí burðar­dygd er okkara vørumerki, og tí er um­ráð­ andi, at vit ikki trároyna náttúruna, men fara val um.

Nordic Delight verður ein dygdarvøra. Bara tær bestu rávørurnar verða brúktar og fakfólk vegleiða í framleiðsluni. Vónandi fer hetta at skumpa undir, at vit tey komandi árini fara at fáa fleiri smáar framleiðarar á útoyggj og í útjaðaranum kring landið. Fram­ leiðsla av lokalum matvørum, líka frá eplum, rabarbum, urtum, til kjøt, ost og fiskavørur, er eftirspurd. Aðal­ málið er at hjálpa fólki í gongd við at seta á stovn egið virki og vísa teimum á møguleikar sum íverksetarar. Hetta var setningurin, ið vit byrjaðu við fyri skjótt fýra árum síðan. Í dag er sjálv verkætlanin endað, men vit vilja fegin halda fram og tryggja, at hetta kemur at eydnast. Vit hava eisini luttikið í mat­festi­ valinum í Tórshavn í 2010 umfamt øðrum tiltøkum, har fólk á útoyggj hava víst síni matkynstur fram.

Glóðin • nr. 9 • 2012

9


Verkætlanir – vegurin fram

Útoyggjafelagið satsar upp á í øldir. Tað liggur í ætl­an­ini, at ein at. Ein partur av hesi verkætlan er verkætlanir sum økis­menn­­ bygningur verður bygdur, ið kemur framd, men vit eru langt frá komin á ingar­tiltøk. at hýsa tænastum, miðlan av til­ mál enn. Fyrimunurin er, at hetta gevur møgu­ leika at draga fleiri partar við í virksemið. Tá tað snýr seg um útoyggj­arnar, meta vit tað vera sera umráðandi, at lokala luttøkan er sterk, og at fólk við tilknýti til oyggj­ arnar luttaka. Harnæst at tiltøk verða skipað í samstarvi við onnur líknandi tiltøk, í Føroyum ella í okkara granna­­­londum. At skipa verkætanir í samstarvi við okkara grannalond, gevur fíggjarligar fyrimunir. Tað eru nevniliga fleiri grunnar, m.a. Nora, Nata o.a., ið fíggja virksemið, um talan er um fakligt ella annað samstarv millum londini. Tað hevur verið og er okkara vón, at føroyskir myndugleikar og grunnar, í størri mun enn higartil, vilja stuðla okkara verkætlanum.

Ikki alt eydnast Tað eru ikki allar verkætlanir, ið eydnast. Vit hava í fleiri ár havt eina “mobiliserings”- verkætlan í gongd. Hon snýr seg um at skipa skeið og onnur faklig, kunnandi og saman­ sjóvandi tiltøk, ið skulu styrkja saman­­ haldið og felagsskapin á út­ oyggj. Hetta fyri at geva íblástur og áhuga fyri, í felag at menna bygdirnar. Hetta er við góðum úrslitum, roynt aðra­staðni. Men tað hevur ikki eydn­ ast at fingið fígging til hetta.

Fugloy - søga og mentan Ein onnur verkætlan, vit royna at fáa á føtur, er: Fugloy - søga og søgn”. Hetta er eitt ferðavinnutiltak, har málið er at brúka alt tilfar, sum finst um Fugl­oynna, tað veri seg handrit, frásagnir, staðanøvn, bygningar, lend­­­ingar, vatnmyllur, ja, alt sum á onkran hátt lýsir oynna og um­ støðurnar at liva har, ella yvirliva har

10

tøkum, framsýning, kafé o.a. Ein bóklingur, nevndur “Fugloy ein søguligur gongutúrur”, er partur av hesum tiltaki, og hann er í gerð. Her er eisini talan um samstarv við okkara grannalond. Enn hevur ikki eydnast at fáa fígg­ ing til at fremja hesa ætlan, men vit arbeiða áhaldandi.

Innlendismálaráðið hevur játtan­ ina til útoyggjamenning, ið er gott 700.000,- kr. Men hetta verur býtt úr til 5 - 10 umsøkjarar, tí verða tað bert smáar upphæddir til hvønn. Hetta ger tað umráðandi, at fáa aðra fígg­ing umframt.

Hest - inspiratión Málið er at fáa hesa verkætlan framda í Hesti. Hon snýr seg um at skapa eitt tiltak í oynni, ið gevur teimum, sum eru knýtt at oynni, og teimum, sum búgva har, ein møguleika at savnast um eitt sera krativt átak. Hetta er ein samstarvsverkætan, ið verður framd saman við bygd í Íslandi. Kunnað verður nærri um hesa verk­ætlan, tá hon er komin eitt lítið sindur longri.

Væl varðveitt vatnmylla í Hattarvík

Orka og list Orkuverkætlanin “Grønar útoyggj­ ar”: er knýtt at orkudeplinum í Kambs­­dali. Málið er at gera út­oyggj­ arnar grønar, tvs. at tær bert nýta grøna og burðar­dygga orku. Henda verkætlan er ikki komin nóg langt enn, ein orsøk er, at orkudepilin í Kambsdali hevur havt ymiskar trup­ ul­leikar at dragast við, og tað hevur darvað arbeiðinum. List av útoyggj: er somuleiðis ein verkætlan, ið felagið hevur havt á borð­ inum. Hon byrjaði við einari fram­­ sýning av útoyggjalist í 2008. Málið var at savnað alt tilfar um list av út­ oyggj, í einum dátugrunni á okk­ ara heimasíðu, og síðani virka fyri, at tey, sum fáast við list á útoyggj, fáa góðar umstøður at virka undir. Hetta skuldi eisini gerast ein partur av ferðavinnu­útboðunum í teimum oyggjum, sum listafólkini eru knýtt

Myndin er frá fundi í skúlanum í Hattarvík, um verkætlanina: Fugloy - mentan og søga. Fundur var eisini við Fugloyar kommmunu

Á myndini sæst bygningurin sum Jórun í Dali teknaði til Fjølbýli í Fugloy, ein verkætlan, ið ikki fekk tað undirtøku hon hevði uppiborið. Tosa hevur verið um at taka hesa verkætlan uppaftur, og samskipa hana við ferðavinnutiltakið Fugloy - mentan og søga

Á Ólavsøku í 2006 varð hildin ein spennandi listaframsýning í Norður­land­ahúsinum. Hon vísti søguliga- og nýggja list av útoyggj. Tvey ár seinni, í 2008, var aftur Ólavsøkuframsýning og sølubúð. Hett var á Áarvegnum, og ungdómur av útoyggj fyriskipaði

Glóðin • nr. 9 • 2012


Economusée smáídnaður og ferðavinna

Limir í Útoyggjafelagnum hava haft høvi at vitja Economusée í Kanada. Her eru Johanna Hansen, Jona í Lon, Esbern í Eyðansstovu og Mikkjal Joensen. Tey hava tey fingið kunning og frálæru.

Tað var NORA, sum av fyrstan tíð vendi sær til Útoyggjafelagið og spur­ di, um vit vóru áhugað fyri at lut­taka í verkætlanini Economsuée. Tað var komin ein áheitan til Norra um, at tað manglaði føroysk um­boð­an. Vit takkaðu ja, alt fyri eitt, men tá nakað var fráliðið, sóu vit, at verk­ ætlanin var ov tung fíggjarliga, og tí tók Granskingardepilin fyri Sam­ felags­menning yvir. Í okkara granna­ londum eru universitetini eisini umboðað, so hetta var sera hóskandi. Útoyggjafelagið er tó framvegis partur av hesi verkætlan, og nú fýra ár eru liðin, síðan vit byrjaðu, síggja vit úrslit. Smiðjan á Trøllanesi er latin upp, og tað koma onnur tiltøk,

eisini á útoyggj, í nærmastu framtíð. Economusée-verkætlanin er spenn­­an­di, tí hon megnar at skapa vinnu burtur úr siðbundnum fram­leiðslu­ háttum og lokalari mentan. Hetta eru rávørur, vit hava kring alt landið, og ikki minst í útjaðaranum. Taka vit væl við hesum møguleika, og duga at finna tey røttu evnini, kunnu vit fáa fleiri góðar og sterkar ferða­ vinnuvørur í framtíðini. Størsta dygdin hjá einum Econo­ musée er at bjóða ferðafólki væl kom­ num á gátt at síggja tað handverk, ein fæst við. At siga søguna um hand­ verkið og vísa teknikkin. Til seinast skal ferðafólkið kunna keypa ein lut, sum er framleiddur á staðnum. Og

keypa tað, vilja tey. Tað vísir seg nevniliga í Kanada, og nú í okkara grannalondum, har Economuséetiltøkini blomstra, at smávinna er vorðin góð forrætning. Frá av vera ítriv er handverkið vorðið inn­tøku­ gevandi og arbeiðsskapandi virksemi. Tað er okkara vón, at vit um nøkur ár hava í øllum førum 4 Economuseé á útoyggj. Tað koma fleiri Econo­ musée kring landið komandi árini, eitt verður skjótt á Tvøroyri og eitt í Tórshavn. Hetta er nevniliga ikki bert eitt Útoyggjatiltak, men dygdin í hesum er, at talan er um eitt netverk, og tí fáa øll tiltøkini gagn hvørt av øðrum.

Tá Mikkjals Smiðja lat upp.

Hesi hava stuðlað Economusée verkætlanina:

NORA

Innlendismálaráðið

Mentamálaráðið

Vinnuframagrunnurin

Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning Research Center for Social Development


Ikki bara gamlir dreingir Tað er ein myta, at tað bara búgva gamlir dreingir á útoyggj

Kalsoyar gentir í Skúgvi

Ung av útoyggj, við Gjógv

Ynskja tey ungu at búseta seg í heimbygdini?

Tað er satt, at talvurnar, ið vísa fólkatal, aldursbýtið og býtið millum kynini, siga, at tað eru fá børn, fáar kvinnur og flest menn í aldrinum 30 – 60 ár. Men á útoyggj er eisini ungdómur. Trupulleikin við statistikki er, at hann vísir ikki altíð røttu myndina, ella hann vísir tað, sum er skásett, ella kann lata seg skáseta, reint tekniskt. Veruleikin er, at útoyggjar­ nar eiga nógvan ungdóm, ið mentalt og kensluliga kennir seg heima á útoyggj, hóast hann á pappírinum ikki býr har. Føroyar hava sama trupulleika sum útoyggjarnar, ungdómurin flyt­ ur, tí tey skulu nema sær útbúgving, ella tey flyta inn á megin­økið at njóta teir ágóðar, sum eru har. Men okkara royndir í Útoyggja­felagnum eru, at nógv av hesum ungu hava annað beinið á útoyggj og tí altíð vilja vera “potentiellir” til­flytar­ar. Í tveimum umførum hevur felagið havt ungdómstiltak við Gjógv. Talan var um evnisdagar, har vit arbeiddu við hugtøkunum íverksetan, lokalari luttøku og fólkaræði. Fyrru ferðina vóru 22 luttakarar í aldrinum 15 – 25, og seinni vóru tey 17. Hesi ungu vóru øll á einum máli um, at tey fegnaðust um øll framstig á útoyggj, og vildu fegin, at tey antin fingu møguleika at búseta seg har eftir lokna útbúgving, ella fingu høvið at vera partur av tiltøkum í heimbygd­ ini. Hóast tey ungu ikki eru bjart­ skygd um gongdina á útoyggj, so eru

tey fús at rætta eina hjálpandi hond, tá tiltøk skulu fyriskipast. Tey ungu stór­ trívast, og serliga Útoyggja­ stevnur­­ nar hava víst, hvussu nógv kenna seg tilknýtt og vilja luttaka í fyriskipanini. Ferða­ sambandið er tað, sum ung­dóm­ur­in festir seg mest við, tá tosað verður um viljan til at búseta seg á útoyggj. Ber tað til at koma til og frá oynni, lætt og skjótt, kann ein líka so væl búgva har sum aðrastaðni. Ein ungdómur gav hesa lýsing: “útoyggjarnar hava nakað, sum onnur øki í Føroyum hava mist, tað er tað upprunaliga/autentiska, friðin og møguleikan at fordýpa seg”. Nøkur ung velja at fáa sær út­búgv­ ing, ið gevur teimum møguleika at virka á útoyggj. Um ikki beint nú so seinni. Onkur fer matstovuvegin, ann­ ar ferða­ vinnu­ vegin. Tey flestu ungu eru ikki bjartskygd um gongd­ ina á útoyggj. Men, sum tey siga: Á einari av verkstovunum við Gjógv vóru vit á virkisvitjan á glas-smiðjuni hjá Elisabeth Eides­ gaard á Eiði. Hon vísti á møgu­ leikan at hava smá vinnuvirki á bygd, og at listahandverk er ein góð­ ur møguleiki. Tey ungu vístu hes­um stóran áhuga. Ein kanning hjá Granskingar­ deplinum fyri Samfelagsmenning vísir, at nógv ung hava áhuga at venda aftur til heimbygdina, um hetta gevur teimum møguleika at gera nakað, tey trívast við.

Vilja tey búgva í heimbygdini?

Ynskja tey ungu at búseta seg í heimbygdini? Vitjan hjá Elisabeth Eidisgaard á Eiði Ungdómur á Húsum

40%

36%

35%

29%

30% 25%

30%

33%

30%

21%

20%

16%

15% 10%

6%

5% 0%

12

Glóðin • nr. 9 • 2012

Ja, ógvuliga fegin

Ja, um tað ber til (t.d. viðv. arbeiði)

Kelda: Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning (Ung og fiskivinna 2006) Gentur

Eg ivist

Dreingir

Nei, tað kundi eg ikki hugsað mær


Útoyggjastevnan 10 ár

Væl komin á útoyggjastevnu 2012 í Svínoy

Skúgvi

Kalsoy

2002

2003 Hesti

2004

Svínoy

2005

Skúgvi

2006 Í miðal 1000 fólk, hava luttikið á hvørjari stevnu

Fugloy

2007 Mykines

2008 Mikladal/ Trøllanes

2009

Hestur

2010 Húsar/ Syðradal

2011

Glóðin • nr. 9 • 2012 Myndir: Olga Biskopstø

13


Fugl-oyggin í havinum Ert tú í Hattarvík, sært tú ongar aðrar oyggjar. So langt sum eygað røkkur er hav, hav og aftur hav. Ein kensla av at vera einsamøll á jørðini kom upp í meg, tá eg ein kaldan heystardag stóð á støðni og bíðaði eftir Másanum, tá báturin, fjaldur í havskúmi, kom brestandi inn um Mjáurók. Pakkar, posar, taskur og tunnur, hvørt um annað varð hiva umborð, meðan súðurin tók bátin útfrá, og so inn aftur ímóti støðni. Og hetta var ein av teimum góðu døgunum. Her í hesum fjarskotna lítla bygd­ ar­lag hava fólk búleikast í øldir. Tey hava ikki bara megnað at yvirlivað, men eisini skapt stór mentanarlig virðir til frama fyri føroyskan skald­ skap, føroyska málið og føroyska list. Fugloyggin eins og hinar útoyggj­ arnar eru spennandi søgulig mani­ fest. Søgan stendur skrivað í lagaðu

húsu­num, gøtunum, gørðun­um, vatn­­­­myllu­num og tí av manna­hond skapta landslagnum. Her sæst for­ tíðin so væl, at sálin kennir rákan av forfedru­num, hvussu tey knossaðust fyri at fáa fugl og fenað til høldar, áðrenn vetur­in kom. Tá havið, serliga á vetrartíð, vísti sínar tenn, var nærum ógjørligt at koma til og av oynni. Bara at yvirliva á einari slíkari oyggj var eitt bragd í sær sjálvum. Hetta eru virðir, ið ferðafólk spyrja eftir í dag. Tey vilja uppliva, síggja og hoyra søguna um fólkið, ið hevur búð her. Síggja siðbundið handverk, matmentan og list. Alt hetta eiga vit. Tað liggur beint við dyrnar, um vit bara duga at fáa tað savnað og skipað í eitt ferðavinnutiltak.

Skúlin brendi í grund

Mynd: Christian Petersen 2011

Hetta er stórur og álvarsamur missur fyri oynna. Eitt søguligt dokument er brunnið í grund. Fyri Fugloy, er missurin av skúlanum ikki til at fata. Øll. sum eru uppvaksin í Hattarvík, hava gingið í skúla har. Eitt minni er horvið og við tí, ein rúgva av søguligum dokumentum.

14

Glóðin • nr. 9 • 2012

Úr Norðlýsinum 2.mars 2012. (Mynd: Steingrím Fuglø)


Glóðin hevur biðið Jóhonnu, bónda í Hattarvík, um at geva eina støðulýsing av Fugloynni.

Jóhanna Hansen, Hattarvík

Jóhanna greiðir soleiðis frá: Fólkatalið í Fugloy er ikki nógv broytt seinnu árini. Fá eru tey sum búgva fast her. Tað eru skrásett at vera 17 í Hattarvík og 22 á Kirkju. Tað er ikki nógv arbeiði í oynni annað enn tað, sum landbúnaðurin hevur við sær. Onkuntíð er okkurt viðlíkahaldsarbeiði hjá kommununi, men tað hevur ikki verið tað stóra. Møguliga verður farið undir at gera vegin til Vatnsdal lidnan í ár. Tað eru nógv ár síðan, at tað bleiv grivið nokkso langt norð ígjøgnum hagan á Kirkju, men vegurin er ongantíð liðugt gjørdur. Tey føstu almennu størvini við posti og samferðslu eru á fáum hondum. Og tá okkurt treingir til at gerast við landsvegin millum bygdir­ nar, so koma fólk út á oynna frá Landsverki, í staðin fyri at biðja fólk, sum er á staðnum, gera tað, sum gerast skal. So tað er ógvuliga trupult at fáa nakra inntøku her í oynni, sum nú er. Samferðslan til oynna er batnað nógv, síðani Ritan er komin í sigling,

bæði viðvíkjandi farmaflutningi og ferðafólkaflutningi. So fleiri ferðaløg hava vitjað oynna og bílagt mat frá Amaliu. Í 2010 gjørdi Alfa Pilot ferða­fólkatúrar til Fugloynna. Lokal­ ur ferðaleiðari greiddi frá søgu og hend­ ingum í oynni, og síðani var ábit, sum Amalia í Frammistovu stóð fyri. Hetta tiltak er tíverri steðgað nú. Nýggjur tyrlupallur er í gerð á Kirkju, og tí hevur bara verið flogið til Hattarvíkar, tá líkindi hava verið til tess. Tað verður ein greiður fyri­ munur fyri okkum, tá tyrlu­pall­ar­nir eru dagførdir. Hagreiðingarhúsið hjá Símun Gullaksen er komið væl áleiðis, og kann væntast at verða tikið í nýtslu í ár. Eitt slíkt Hagreiðingarhús kemur uttan iva at skapa nakrar nýggjar møgu­leikar í oynni. Á Kirkju og í Hattarvík gongur lívið sína dagligu gongd, men okkum tørvar tiltøk, ið kunnu skapa arbeiðs­ pláss, tí vóna og vænta vit, at gongd kemur á tær ferðavinnuverkætlanir, ið standa í kortum.

Borgarstjórin Zacharias Zachaiassen, við abbabørnum. (Mynd: Christian Petersen)

Símin Gulaksen og Mikkjal Petur Kerlok, Hattarvík. (Mynd: Christian Petersen)

Á lendingini á Kirkju, beint eftir at Ritan er farin. (Mynd: Christian Petersen)

Glóðin • nr. 9 • 2012

15


Svínoy - á veg! Óli. A. Reinert á Geilini

Í meiri enn eitt manna­ minni røkti gamli Másin siglingina til Fugloyar og Svínoyar. Áðrenn vegasamband var til hinar bygdirnar fyri eystan Múla røkti hann eisini sambandið við tær.

Hetta kundi verða ein langur og drúgv­ur túrur við nógvum rulli og sjóverki. Tey seinastu uml. 40 árini røkti hann tó burturav siglingina til Fugloyar og Svínoyar. Tað hevur uttan iva verið eitt stórt framstig, tá Másin kom í síni tíð, og røkti hann eisini trúliga hesa farleið til fyri uml 2 ½ ári síðani. Tað var tó teimum flestu greitt, at tørvur leingi hevði verið á, at hesar oyggjarnar fingu eitt meiri nútíðar­ hóskandi ferðasamband, og tá ikki var koyrandi við bili, so mátti eitt annað skip setast í siglingina í staðin fyri Másan. Hóast mong kanska við sorgblídni minnast aftur á mangar túrar við Másanum, so var hann ikki longur tíðarhóskandi sum ferða­ manna­skip, og harafturat var hann niðurslitin. Í nøkur ár hevði Súlan siglt sum avloysaraskip fyri Másan, tá hann var á beding, og tað var eisini teimum flestu greitt, at var Másin ikki longur hóskandi til hesa sigling,

so var Súlan tað hvaðna verri. Súlan var eitt nýggjari skip, og var tí kanska ikki so niðurslitin sum Másin, men ferðafólkavinarlig var og er hon ikki. Tað var tí greitt, at eitt annað skip mátti setast í sigling á hesari farleið. Nakrar royndir vórðu so gjørdar við Rituni, og tað sá út til at rigga toluliga væl. Hon tók fleiri fólk og kom­fortur­ in umborð var munandi betri enn umborð á Másanum og Súluni. Tað var kortini neyðugt við ávísum broyt­ ing­­um á Rituni. Eingin ivi er um, at tað er ein stór broyting fyri ferðafólkini, nú Ritan røkir siglingina á hesi leiðini. Tað er sum fólk ikki longur á sama hátt stúra fyri siglingini, sjálvt um veðrið kanska ikki altíð er av tí besta. Tað slepst neyvan undan, at tað rullar við hvørt, so leingi sum neyðugt er at sigla, men tey flestu tykjast halda, at hetta er hóast alt eitt stórt framstig í mun til tær umstøður ið áður vóru. Tað sæst eisini á ferðafólkatølu­ num, at tað eru munandi fleiri fólk, ið nú ferðast á hesi farleið. Í 2009, ið var seinasta árið, ið Másin sigldi til Fugloyar og Svínoyar, vórðu skrásett 9.468 ferðandi á leiðini. Ritan byrjaði sína føstu sigling í juli 2010, og tað árið var ferðafólkatalið 11.100. Í fjør (2011) var talið av ferðafólki á hesari leiðini 13.434. Hetta eru næstan 4000 fleiri ferðafólk enn í 2009, tá Másin og Súlan sigldu á farleiðini.

Hetta er ein vøkstur í ferða­ fólka­ talinum, ið svarar til uml. 41,9 %. Tað er tí eingin ivi um, at tað er av alstórum týdningi, at ferðasambandið til hesar oyggjar er so gott sum gjørligt, um tær skulu sleppa at mennast á jøvnum føti við aðrar bygdir. Er tað neyðugt at sigla, so er eisini neyðugt at syrgja fyri, at tey skipini, sum nú einaferð skulu røkja siglingina til hesi pláss, eru tíðar­ hóskan­ di. Skipini skulu sjálvsagt lúka allar tær kravdu trygdar­treytir­ nar, ið skipaeftirlitið setir, men har­ umframt er eisini neyðugt, at tey eru so mikið nýmótans og so mikið ferða­ fólka­ vinarlig, at fólk tíma at ferð­ ast við teimum og ikki setast aftur, tí skipini kanska eru ov smá og komforturin umborð ov ringur. Tað sum var gott fyri 40 – 50 árum síðani er ikki neyðturviliga nøktandi í dag. Ritan er bygd í 1970-árunum og er tí ikki nakað nýtt skip, men í mun til tær umstøður, sum vóru, tá Másin og Súlan sigldu, so er tað eitt stórt framstig fyri hesa farleiðina, at hon er sett inn í siglingina, so hóast Svínoyggin og Fugloyggin framvegis eru útoyggjar og á mangan hátt eru avbyrgdar frá meginlandinum, so haldi eg kortini, at tey flestu fegnast um tær broytingar, ið Ritan hevur borið við sær.

Tað er ein stór broyting, nú Másin er avloystur av Rituni, áFugloy/Svínoyarleiðini

Myndir: Christian Petersen

16

Glóðin • nr. 9 • 2012

Lossing í Svínoy. (Mynd: Christian Petersen)


Útoyggjastevnan í Svínoy 23. juni Leygardagin 23. juni 2012 – verður 10´inda Útoyggjastevnuna hildin. Hesiferð verður hon í Svínoy Vit hittast at hátíðarhalda, at felagði hevur verið virkið í 10 ár, og at útoyggjafólk hava megna at fyriskipa útoyggjastevnuna øll hesi árini. So "hóast fá, so kná". Skráin verður lýst á heimasíðuni www.utoyggj.fo.

Eyðun Jacobsen

Jógvan Edmund á Geilini

Svínoyggin trívist væl í Klaksvíkar Kommunu Klaksvíkar Kommuna skrivar

Fyri skjótt 4 árum síðan løgdu Klaks­ víkar og Svínoyar kommunur saman, og staðfestast kann, at saman­l­agda kommunan hevur fingið eitt sindur frá hondini í Svínoy hesi fyrstu árini. Í sáttmálanum um saman­legging­ ina avtalaðu kommunur­ nar, at ein staðbundin nevnd fyri Svínoy skal velj­ast, sum hevur til uppgávu at ráð­ geva nevndum og býráði í øllum málum viðvíkjandi Svínoy. Staðbundna nevndin er mannað við fimm limum, harav tríggir um­­ boða Svínoy. Nevndarlimirnir, sum umboða Svín­­oy í staðbundnu nevndini, eru í løtuni Eyðun Jacobsen, Jógvan Edmund á Geilini og Ólavur Thoma­ sen. og Steinbjørn O. Jacobsen. Gunvá vid Keldu, borgar­ stjóri, er forkvinna í nevndini. John Færø, kommunustjóri, er skrivari hjá Svín­ oy­­arnevndini.

Staðbundin maður Ein annar partur av samanleggingini er skipanin við staðbundnum manni í Svínoy at taka sær av øllum tí dagliga í oynni. Staðbundni maður kommununnar í Svínoy, Eyðun Jacobsen, er svínoy­ing­ur og eitt kent

andlit í bygdini. Hann hevur verið bygdaráðslimur og borgar­ stjóri í Svín­­oyar Kommunu. Uppgávurnar hjá staðbundna mann­ i­ num í Svínoy eru millum aðrar at taka sær av dagligari um­sit­ ing og røkt av kommunalum ognum, og at samskipa og luttaka mest møgu­­­­liga í teimum arbeiðum, sum kommunan fremur í Svínoy v.m.

Karmar um skotagravirnar Seinast í september mánað í 2011 var stórt hátíðarhald úti í Svínoy, tá ið skotagravirnar blivu vígdar. Hetta var fyriskipa av Klaksíkar kommunu. Hendan dagin høvdu nógv fólk leitað sær til Svínoyar at uppliva dag­ in, tá ið hesar aldargomlu gravir um­ síðir vórðu settar í virðiligar karmar. Millum gestirnar, sum lut­ tóku í hátíða­rhaldinum hendan há­tíð­ar­ dag­ in, vóru Gunvá við Keldu borgarstjóri, umboð frá Orkn­oyggj­ um, Heri Joensen, pres­tur, og Elsa Funding, prest­ur. Eftir hátíðarhaldið var ábit, sum Jákup Ziskason stóð fyri. Økið kring Skotagravirnar er hampað og fríðkað, og minnispláta er sett upp á stein eftir uppskoti frá J. P. Gregoriussen arkitekti.

Sóttreinsað vatnveiting Nú í vetur (2011/2012) hevur Svín­­ oy­ar bygd fingið sóttreinsað vatn. Johan við Neyst, leiðari fyri Vatn­ deildina hjá Klaksvíkar Komm­unu, hevur staðið fyri hesari verk­ ætlan, meðan staðbundni maður komm­ unu­nnar í Svínoy hevur staðið fyri sjálvum arbeiðnum, sum er framt við lokalari arbeiðsmegi.

Vegagerðir Kommunan hevur eisini arbeitt við at betra um vegirnar í Svínoy. Heygavegur, sum er ein kilometur langur, er gjørdur við góðum stuðli frá Landsverki. Sjálvt arbeiðið er gjørt av fólki á staðnum, meðan Heri M. Hammar, býar­ verkfrøðingur hevur leiðandi ábyrgd.

Gamligarður innilokast í ár Nú í summar verður Gamligarður inni­ lokaður, eins og arbeitt verður við at betra um gøtuljósini. Vinnuligur framburður er eisini komin Svínoy tilgóðar, við tað at smoltstøðin í Svínoy er latin uppaftur. Har arbeiða eini 6 fólk. Glóðin • nr. 9 • 2012

17


Syðradalur - Kalsoy Poulina Eliasen, á Syðradali, er handarbeiðs­lær­ arinna, og er kend fyri sítt dygdar hondarbeiði. Poulina hevur í nógv ár fingist við at kanna og skráseta føroysk kirkjuklæði. Í hesum sambandi hevur Poulina eina framsýning í Hoyvíkar kirkju í døgunum 26.-28 apríl.

Her er eitt brot úr grein, sum Beate L. Samuelsen skrivaði í Dimmalætting, hósdagin 12.apríl 2012.Dimma.fo. beate@dimma.fo. Leygardagin 28. apríl fara biskupur, Jógvan Fríðriksson, og fýra prestar at ganga mannequin í biskupskápu og messuaklum í kirkjuni. Handarbeiðslærarinnan Paulina Eliasen er stigtakari til stóra Kirkju­ klæðs­-tiltakið í Hoyvík dagarnar 26. til 29. apríl Framsýningin kemur at fevna um Kirkjuklæði í Føroyum, og er hin fyrsta av sínum slag nakrantíð her í landi­num. Tá vit siga Kirkjuklæði, er evnið eitt sera vítt hugtak. Tað fevnir um messu­ a klar, altardúkar og nógv annað hand­ arbeiði, ið kirkjurnar eiga, og sum føroysk­ar kvinnur tol­ nar hava gjørt og evnað til. Í meiri enn 30 ár hev­ur Paulina Eliasen ferðast landið runt og vitjað allar kirkjur og skrásett øll Kirkju­ klæði, sum har eru at síggja. Og tað er ikki smávegis av handg­ jørdum klæðum, hon hevur skrásett og tikið myndir av.

Stórt skrásetingararbeiði Fyrstu skrásetingarnar av Kirkju­ klæð­um gjørdi Paulina Eliasen tíðar­ skeiðið 1982 til 1987. Nú stílað hevur

verið fram móti eini framsýning, hevur hon enn einaferð vitjað hvørja ta einastu kirkju, tí síðani seinastu vitjanina eru nógv Kirkjuklæði komin aftrat. Verri enn so øll Kirkjuklæði liggja frammi ella eru til skjals til hvørja gudstænastu. Og tosa vit um messu­ aklar, eru teir nógvir og í ymiskum litum, reyðum, bláum, grønum, o.ø., ið alt eru symbol uppá hvørja hátíð, vit eru í, ella hvat vit "feira" í kirkjuligum høpi. Tað er heldur ikki sum at siga tað, at seyma ein messu­ akul. Hann skal sita sum stoyptur uppi á prestum, ið eru væl í holdum, eins og á meiri klæn­trasligum prest­ um, monnum sum kvinn­um.

Tað snýr seg eisini um facon og litir Leygardagin 28. apríl fara biskupur, Jógvan Fríðriksson, og fýra prestar at ganga mannequin í biskupskápu og messu­a klum. Kirkjuklæði, sum Paulina Eliasen hev­ ur skrásett, vísa, at kvinnurnar brúka ymsar seymihættir teknikk, tá tær seyma og brodera Kirkjuklæði. Sjálv hevur Paulina Eliasen seym­ að bæði messuaklar og altar­dúkar øll hesi mongu árini.At hon hevur tíð og orku til alt hetta, er ótrúligt, tí sum hand­arbeiðs­lærarinna undirvísir hon Syðradalur 2011

18

Glóðin • nr. 9 • 2012

Poulina og Erik Eliasen, Syðradalur. (Mynd: Christian Petersen)

bæði á Húsarhalds­ skúlanum og Hand­arbeiðs­­skúlanum í Klaksvík umframt á Kvøldskúlanum í Kolla­ firði.

Myndir og klæði Eg havi altíð ynskt at sloppið at víst Kirkjuklæði, ið kirkjur okkara eiga, fyri almenninginum.- Endiiga havi eg fingið tikið meg saman at gera nakað við hetta, sigur Paulina Eliasen, sum hevur fingið stuðul frá Hoyvíkar kirkju, Felagnum fyri kirkjuráðslimir, Føroya stiftsstjórn og Tórshavnar kvøld og ungdóms­ skúla. - Framsýningin í Hoyvíkar kirkju fevnir um Kirkjuklæði í Føroyum, sigur Paulina Eliasen. Saman við myndum og tilfari av Kirkjuklæði, hon hevur lænt og skrásett til framsýningina, er eisini upplýst í hvørjari kirkju, Kirkju­ klæðini eru, hvør hevur gjørt tey og nær. Fyri at seta ein serligan dám yvir stóra tiltakið, fer Kingo kórið at syngja í Hoyvíkar kirkju leygardagin 28. apríl kl. 14. Síðani fer Paulina Eliasen, sum er ættað úr Kollafirði, at hava fyrilestur um Kirkjuklæði í Føroyum og frá arbeiði sínum í hesum sambandi. Dimmalætting © 2012

Kirkjan á Húsum


Vit eru ikki í neyð ella deyð Jóhanna Maria Isaksen, Húsar

Tað er lívligt á Húsum, og tað, ið tær mongu neyðrakettirnar bera boð um, sigur Jóhanna Maria

Ein maður segði við meg nú ein dagin: “Húsafólk trívast best í trunka, har ein er, kanst tú vera vísur í at finna fleiri”. Hetta, maðurin segði, er rætt, tí vit á Húsum halda nógv saman. Hóast vit ikki eru samd um alt, so samstarva vit. Vit lata ikki ósemjur oyðileggja felags­skapin. Tað er hetta, ið ger, at vit trívast á Húsum. Skal eg hugleiða um framstig og ábøtur fyri okkum her á Húsum, so er tað ferjulegan, sum kemur fyrst til hugs. Hon hevur gjørt tað so nógv liviligari á oynni. Vit sleppa undan knossinum við oljutunnum, vøru og viðføri. Nú seta vit okkum í bilin og koyra – ja, heilt til Sumbiar, um tað skal vera. Nú hava vit møguleika at

fara til tiltøk, skúla, ítrótt og annað aðra­staðnis uttan at noyðast at liggja nátt. Kvøldartúrurin við Sam gevur okkum eisini nógvar fyrimunir. Virksemið í oynni er komi og farið. Vit høvdu Handskavirkið, tað bleiv selt í 1997. Vit høvdu handil í bygdini, hann stongdi í 2005, haldi eg. Men smolt­støðin byrjaði í 1998. Har eru nú 4 fólk í føstum starvi og eini 5 fólk tilknýtt. Ferðavinnan er eisini í menn­ ing, Magni og Hannibeth Garða­ líð gera mat til ferðaløg og veitslur, um­framt at reka Viljan. Bygdarhúsið er karm­ur um kafe um summarið. Hetta gevur avleitt virksemi í allari oynni.

Kikkstarta nýggjar vinnur Tað er mín vón, at ein útoyggja­ grunn­­ ur verður stovnaður til at “kikk­ starta” nýggj virkir. Vit fáa ong­an váðafúsan kapital, tí bankarnir vilja ikki. Orsøkin er ikki, at tiltøkini ikki bera seg, men tí bankarnir hyggja at landafrøðini í staðin fyri prosjektinum. Ein slíkur grunnur hevði hjálpt fleiri eldsálum, og vit fingu nógv meira virksemi og harvið inntøkur. Bygdarmenning snýr seg ofta um eldsálir, ella persónar, ið gera mun. Tá Jónleif Johannesen kom til bygdina sum vikarur í skúlanum, hendi ein stór broyting. Hann legði Framhald

Ungdómurin á Húsum hevur fingið sær vørumerki. Tað er húgvan, bundin í neonlittum garni. Sólarn og Jóhanna Maria hava sniðgivið.

Á fjall á Húsum. (Mynd: Christian Petersen)

Glóðin • nr. 9 • 2012

19


lunnar undir skótaarbeiði og føroys­ kan dans. Tá hann fór av bygdini aftur, hildu vit fram í hansara fóta­ sporum. Ein onnur stór broyting, skeiva vegin, var, tá Jona í Lon flutti. Hon hevur verið ein sonn orkukelda fyri bygdina. Hon fekk alt at rigga, og hennara orka smittaði okkum øll. Jona hevur staðið fyri skótunum, verið formaður í bygdarfelagnum og gekk á odda í føroyska dansinum. Men Jona hevur eisini fingið okkum onnur at sæð, at alt kann lata seg gera, hóast vit búgva á bygd og eru avskorin frá meginlandinum. Vit hava upplivað, at vit hava eins góðar um ikki betri møguleikar at uppliva, gera og finna uppá ymiskt, sum tey í stórbýnum.

Mangla íbúðarmøguleikar Tað er eitt, sum vit mangla á Húsum, og tað er møguleikar hjá fólki at seg búgv. Tað er ikki gjørligt at fáa eina íbúð, um ein ynskir at flyta til bygdina. Hetta vóna vit, at komm­un­ an fer at broyta í nærmastu framtíð.

Tað er eingin handil í kommununi, og tað er sera harmiligt. Tá okkurt manglar, so noyðast vit at finna upp á okkurt. Men man venist við alt og má góðtaka, at matskráin viðhvørt verður broytt við stuttari freist.

Frakt, postur og heimahjálp Hyggja vit at tænastustøðinum í oynni, er tað okkurt, sum kundi verið betri. Vit eru væl nøgd við ferða­sambandið, men vildu ynskt, at ein túrur var afturat á middegi. Fraktin er ok her í oynni, men inni á meginøkinum er eitt “missing link”. Hetta er órógvandi og tíðarkrevjandi og má gerast betri. Posturin kemur, so tað er ok. Men heimahjálp vísir seg at vera eitt banni­ orð. Tað verður sagt, at tað er ov kostnaðarmikið. Tey gomlu skulu vera “pleygupatientar”, áðrenn hjálp kann koma upp á tal. Hetta er helst eitt minus fyri alt landið. Tað skuldi verið ein heimahjálp á hvørjari útoyggj, so tey gomlu kundu verið heima sum longst. Men so er ikki.

Skótar á Húsum. (Mynd: Jóhanna Maria Isaksen)

Ungdómur á Húsum. (Mynd: Jóhanna Maria Isaksen)

Nógv ítriv og ein góður skúli Framtíðin Á Húsum eru nógv ítriv. Vit hava vøllin, bygdarhúsið og nógv tiltøk. Um veturin er kurvaball, jólahald, jóla­ bingo, ársveitsla, felags tunnu­ sláing og almennur føroyskur dansur. Um várið er páskabingo, og vit rulla egg. Um summarið er Húsalegan (á Selatræ), Summarfestivalurin, har vit altíð hava ein bás umframt bygdar­ ball. Skúlin á Húsum er góður, við nógvum fakligum møguleikum. Hóast tað ikki eru so nógv børn sum fyrr (5 skúlabørn, og 3 undir skúla­ aldur), so er lív í. Vit kunnu rokna við, at skúlaskipanin verður broytt í nærma­ stu framtíð, møguliga við einum skúla fyri oynna. Tað er mín vón, at hetta verður gjørt við fakligari dygd fyri eyga, og at allir avvarðandi partar innan skúlaverkið fyrst og fremst hugsa um børnini og oynna, heldur enn sparingar.

20

Glóðin • nr. 9 • 2012

Her á Húsum síggja vit ljóst upp á framtíðina. Møguleikarnir eru nógv­ ir, tað ræður bert um, at vit taka teir og byggja víðari upp á teir. Vit kunnu fara til Klaksvíkar at arbeiða, men vit kunnu líka so væl seta á stovn nýggja vinnu her á staðnum. Tó so, hetta krevur, at onnur (politikarar, bankar, grunnar o.o.) hava eins stóra trúgv upp á okkum, sum vit sjálvi hava. Vit hava fleiri ungfólk, ið siga seg vilja

Húsa-jól. (Mynd: Jóhanna Maria Isaksen)

búsetast her á Húsum. Vit hava eina vón um, at politikararnir vilja hava 17 bygdar oyggjar í Føroyum, heldur enn 9. Men tað krevur, at teir seta fokus á útoyggjarnar og ikki sum nú: at gera okkum til eitt tabuevni. Vit eru ikki útdeyð.


Eg eri útoyggja-búgvi Eyðun Eliasen, Trøllanes

Í Kalsoynni eru øll á einum máli um, at ferjulegan er tann stórsta hend­ing­ in, ið vit hava upplivað seinastu 10 árini. Flestøll vantaðu ein fólka­ vøkstur í kjalarvørrinum av hes­um, men so varð ikki. Fleiri familjur hava roynt at sett búgv í oynni - tær flestu sum royndartíð, og eru so fluttar av aftur oynni. Tað verða bara gitingar, hví so er. Eg sjálvur havi kent meg meira sum útoyggjabúgva, eftir at Norðoya­ tunnilin kom ígjøgnum, enn framman­undan. Hetta er tí, at áðrenn Norðoya­ tunnilin kom, skuldu allir norð­oyingar sigla fyri at koma til megin­økið, men nú eru tað bara tey, sum búgva í Kalsoy, Fugloy og Svínoy, sum liva undir hesum korum. Tó skal sigast at kalsoyingar hava nógv betri kor í dag enn framm­ an­­undan. Vinnumynstrið í Kalsoy er ikki stórvegis broytt. Tvey mjólkneytafjós lótu aftur beinan vegin, sum mjólkar­ kvoturnar gjørdust umsetili­ gar. Hetta var í 2005. Bert tvey fjós eru eftir í oynni. Seyðahaldið er hjávinna hjá øllum, sum hava seyð - hóast summi gera meira við seyðin enn onnur. 10 festi eru í oynni, harav tríggir festibøndur, ið eru búsitandi í Klaksvík. Fyri hesar bøndur hevur góða ferju­ sambandið gjørt tað nógv lættari at koma til og úr oynni. Eisini hevur ferjusambandið broytt arbeiðið inn­ an tænastu sein­astu árini. Í dag er ein bilførari, sum røkir buss­samband­ið fyri oynna, eitt tímalønt av­greiðslu­ postboð røkir alla oynna, og tvey fólk røkja uppgávurnar hjá Landsverki. Eingin handil hevur verið í fleiri ár, og kalsoyingar keypa vøruna frá stórhandlunum í Klaksvík. Tó er ein kiosk á Trøllanesi. Aðrar tænastur verða í dag røktar av megin­landinum. T.d. kemur farmaflutning­urin tríggjar ferðir um vikuna í Kals­oynna við bili. Tríggir lærarar undirvísa Eyðun Eliasen við fleygarstong. (Mynd: Christian Petersen)

Glóðin • nr. 9 • 2012

21


børnunum í báðum skúlunum í oynni, og teir eru allir búsitandi í Klaksvík. Nakrir kalsoyingar ferðast dagliga við ferjuni til Klaksvíkar til arbeiðis. Her er talan bæði um kvinnur og menn. Í Kalsoynni eru tveir skúlar. Skúlin á Húsum fevnir um bygdirnar Syðradal og Húsar, sum eisini eru í sjálvstøðugari kommunu enn. Hesin skúlin hevur egnan lærara, sum undirvísir í skúla­num á Húsum. Ein dag um vikuna fer lærarin til Klaksvíkar við børnunum at svimja. Bygdirnar Mikladalur og Trølla­nes, sum áður hoyrdu til Mikladals kommunu, vórðu lagdar undir Klaksvík­ ar kommunu í 2004. Ein trupu­ l­ leiki, sum fleiri av útoyggja­ skúlunum hava at dragast við, er, at illa hevur gingist at fingið útbúnan lærara. Útoyggjafelagið hevur roynt at arbeitt við hesum trupulleikanum í fleiri ár. Í 2008 bleiv Mikladals skúli lagdur aftur at skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Hetta skuldi gerast sum ein trý ára royndarskipan. Endamálið var, at skúlin á Ziskatrø skuldi veita Mikla­ dals skúla lærara. Skipanin skuldi eisini geva bygdanæmingunum høvi at vitja inn til flokkar í skúlanum á Ziskatrøð, so teir vandust við ta stóra skúla­ umhvørvið, áðrenn teir skulu har at ganga í 8. flokki. Fyrsta árið undirvísti lærari av Ziskatrøð fýra dagar um vikuna í skúlanum í Mikladali og fór fimta dagin til Klaksvíkar við børnu­ num. Hesa skipan vórðu øll væl nøgd við – bæði foreldur og børn. Annað árið broytti leiðslan á Ziskatrøð skipan­ina soleið­ is, at tveir lærarar undir­vístu í Mikla­ dals skúla tveir dagar í part um vikuna, og fimta dagin skulu næm­ ingarnir fara til Klaksvíkar í skúla sjálvir og ikki verða ansaðir av lærara. Hesa skipan vórðu ikki øll foreldur nøgd við – serliga tey, sum áttu børn í fyrsta flokki – tí tey meintu, at smá børn eiga ikki av verða send í aðra oyggj í skúla, uttan at lærari ansar teimum. Nøkur foreldur fara við sínum barni til Klaksvíkar næstan hvørja viku, men onnur vilja ikki

22

Glóðin • nr. 9 • 2012

átaka sær hesa uppgávu og hava børnini heima henda eina dagin um vikuna. 3 ára royndar­tíðin, sum var úti seinasta summar, er í gildi enn, tí Menta­mála­ráðið valdi at leinga hana. Góða ferðasambandið hevur tó verið við til at ment ferðavinnuna munandi seinastu árini. Ferðafólk vitjar í hópatali gjøgnum summarið í Kals­ oynni. Nógv koma sjálvi ein biltúr, hyggja seg um, og fara av stað aftur nakrar tímar seinri. Onnur taka av til­boðum, sum verða boðin ferðandi í oynni. Her er serliga talan um gongutúr út á Kallin við ferða­ leiðara, gongutúr í teimum báðum norðaru bygdunum við ferðaleiðara, mat­ pakkar og heitar máltíðir frá Magna Garðalíð á Húsum, útferðir við ”Vilja­ num” undir Kunoynna, undir Enniberg, rundan um Kals­ oynna osfr. Eisini er Mikkjals­smiðja á Trøllanesi vorðin eitt serliga áhuga­ vert ferðamál, og hóast hon læt upp seinasta summar, so hava longu fleiri størri og smærri ferðaløg vitjað. Ein áhugabólkur er í gongd við at reisa standmynd av kópakonuni á helluni í Mikladali. Óivað verður hetta eitt upplagt ferðamál fyri vitjandi í framtíðini.

Jógvan Joensen. (Mynd: Christian Petersen)

Markus í Nornastovu, í Mikladali við familju. (Mynd: Christian Petersen)

Rannvá og Alfred. (Mynd: Christian Petersen)

Mikkjal og Eivindur í smiðjuni, (Mynd: Olga Biskopstø)

Kirstin Eliasen, Mikladalur. (Mynd: Christian Petersen)

Economusée - smiðjan hjá Mikkjali vís­ir seg at draga nógvan ungdóm til sín. Smiðjan er vorðin savningastaður fyri ung­dóm í oynni, og tey koma eisini av bygd at royna seg. Tað er hugaligt at sígg­ja, hvussu ágrýtin tey ungu eru, sig­ur Mikkjal Joensen á Trøllanesi.


Bygdirnar menna býin Olga Biskopstø

Um fokuseringin upp á miðstaðarøkið ikki heldur uppat, og allar kreftir ikki verða settar inn at samskipa ta megi, sum liggur kring alt landið, doyggja Føroyar út.

Fokusera vit skeivt? Er veruleikin tann, at vit í framtíðini fara at síggja eina “bygdafisering”, sum mótvekt ímóti urbanisering? Eru vit so ágýtin eftir at byrgja upp fyri “nega­ tivum” trendum í samfelags­gongdini, at vit gloyma at forloysa nýggj­ar møgu­ leikar? Kunnu vit, við at hyggja við øðrum eygum at útjaðaranum, geva økis­poli­ tikkinum nýggja dýpd. Vit mala í ring. Tað tykist, sum at vit ikki megna at finna fokus. Tað var tann tíð, tá bygdamenning var bygda­ menn­ing, og øll vistu, hvat ið meint varð við: vegir og havnir. Seinni bleiv tað økismenning, síðan vakstrar­ætla­ nir. Alt hetta fyri at byrgja upp fyri støðugu fráflytingini úr bygd í bý. Hóast tey flestu eru samd um, at einum landi tørvar fjølbroytta búset­ ing fyri at mennast, hevur penga­ hugsanin tikið yvirhond. Bókhalds­ prinsippið í landsbúskapi­num vinnur á øllum øðrum royndum at vísa á gongdar leiðir. Ein roynd varð gjørd í 2001 við einum Økismenningaráliti, tað mælti til at býta landið upp í 5 økir. Norð­ urøkið, Eysturoyarøkið, Tórshavn­ ar­ økið, Vesturøkið og Suðurøkið. Hetta var tó ein ov stórur politiskur biti, og málið varð lagt í eina skuffu. Skjótt aftaná hvarv orðið økismenning av landakortinum. Síðani bleiv tað til kommunusamanlegging, ið nú skal vera tað nýggja trendið. Men hetta við at býta landið upp í deplar er helst vert

at taka uppaftur. Vit tosa her um deplar, sum eru sterkir, við atknýttum smábygdum. Tað, sum tykist vera ráðandi hugs­ an­ar­hátturin í samfelagskjakinum í dag, er, at býurin hevur vakstrar­ potenti­ a li, men ikki bygdirnar. Útjaðar­in er ein darvandi útreiðslu­ postur í før­oyska búskapinum. So­ leið­ is verður hugs­ að og harvið handlað. Men hvat er í veruleikanum meira burðardygt: lívið í býnum? ella lívið á bygd? Hvør er mest eydnuríkur? í bý ella á bygd? Hvør stuðlar hvørjum?

Royn eitt nýtt perspektiv Onkur hevur longu svarað hesum spurn­ingum – men royn og hygg at teimum úr einum nýggjum sjónar­ horni, perspektivi. “Zooma” út og finn tað størra perspektivið. Hvat sært tú nú? Kanska eina økoskipan av ymisk­ um samfeløgum, vinnuvirksemi og lívsvali. Í hesi skipanini gerst bygdin bert eitt savningarhugtak av einari mongd av ymiskum samfelagsformun og liviháttum. Útróðrarbygdin, land­ búnaðarbygdin, vinnubygdin, bygda bygdin. Dømi kunnu nevnast Hvann­a­­sund, Norðragøta, Kirkju­ bøur, Saks­un, Nólsoy, Toftir o.s.fr. Her búgva lutfalsliga fá fólk, og hetta eru ikki býir. Í fuglaperspektivi síggja vit eisini eitt annað týdningarmikið sjónar­ horn: bundinskapin millum økini. Hvussu økini í landinum eru bundin hvørt at øðrum. Vit síggja havnirnar, skúlarnar, vøllirnir, samkomuhúsini og ikki minst ferðavinnuna. Hvat skuldi Havnin gjørt, um hon ikki kun­di senda ferða­fólkið til Kirkju­ bøar, Saksunar, Viðareiðis? Og hvat skuldu bygdirnar gjørt, um tær ikki kundu brúka fasili­tetirnar í Klaksvík, Runavík, á Tvøroyri ella í Havn?

Virkini á bygd eru mong í tali, IT, tøkni, fiskivinna o.a. Hetta boostar sam­ ferðslusektorin og fyritøkur á meginøkinum. Matstovurnar í Havn hava, ella fara at vera, bundnar av at fáa frískar vørur, kjøt, fisk, grønmeti og urtir úr bygdasamfeløgunum kring land­ið. Í hesum perspektivinum nýtur bygd­in gott av býnum sum marknaði. Býurin nýtur gott av bygdini og lokalu virðisskapanini. Býurin er upplivingarpallurin fyri bygdina. Bygdirnar vera upplivingar­ pallar fyri býin. Taka vit hetta perspektivið, gevur tað onga meining at máta virðisøking og burðardygd isolerað. Tað eru so nógv­ar nýtslurelatiónir, at vit noyðast at máta nýtsluvirðið og avkastið í ein­ ari heild.

Dystir um krónurnar Kjakið í dag tykist fokusera skeivt, tað er ov stórt fokus upp á trupulleikar og dysin um krónurnar í lands­kassa­ num, enn upp á møguleikan at for­ loysa synergi ella innilæsta orku. Hetta smittar bæði samleika og hug­ burð hjá býar- og bygdarfólki. Eitt gott og burðardygt øki krevur góðar og burðardyggar bygdir. Eitt gott øki dyrkar dynamikk, fjøltáttan, førleikar og eplir. Í einum góðum øki eru vit sam­ starvs­felagar og ikki kappingarneytar. Lat okkum ikki bara góðtaka framskrivingar av “trend” og gera tað til eitt gandaorð. Tí í hesum orðinum er ein innbygd pessimisma – lat okkum hugsa nakað so víðgongt sum tað, at framtíðin ikki kemur: Hon verður skapt. Vit skulu dyrka fram­ tíðina, seta hana á pall og gera tað, sum skal til. Vit skulu eisini tora at síggja í eyguni, at vit hava eina “rekrutterings”-avbjóðing. Vit vit øll, at vit sum land standa mitt í stórum Framhald Glóðin • nr. 9 • 2012

23


umfatandi broytingum, knýttar at bæði burðardygd, lívsvirðum og persónligum mobiliteti. Hvat um vit gera møguleikarnar eitt sindur rúmligar og síggja møgu­leikarnar í nýggjari tøkni, nýggjum máta at skipa arbeiðslívið og nýggjum hug­ burði, og ikki minst “aspiratiónin” ella tráanin hjá teimum, sum búsita hetta landið, eftir at fáa tað besta burtur úr? Kunnu bygdirnar kring alt landið, eisini tær á útoyggj, bæði sum støð og konsept, vera við í einari endur­menn­ ing/renessancu?

Mykines

Samrøða við Katrinu Johannesen í Mykinesi

Dysturin skal standa í bygdunum Tað er nógv, sum týðir á, at tað er gjørligt, men bygdirnar mugu sjálvar. Tað er í bygdunum, at kappingin skal vera. Tær skulu økja úrvalið av tæn­ astum og vørum. Smáframleiðsla, ser­liga innan matvørur, er ein fram­ tíðar møguleiki. Smartar loysnir, spenn­andi tænastur eru eisini kær­ komnar vørur. At fáa mýtuna um ónyttuna í útjaðaranum at hvørva, verður ikki løtuverk, men tað eigur at bera til. Fyrsta fyritreyt er: samstarv. Síðan skulu vit gera íløgur í framtíðina, burðar­dygd og førleikamenning. Ikki minst eiga vit at satsa nógv upp á at menna førleikar innan tænastuveiting. At broyta teir fysisku realitetirnar krevur íløgur, og hetta skulu vit eisini vera til reiðar til. Hetta krevur eisini politikk. Íverk­ setarapolitikk, tað krevur útbúgving­ ar­­møguleikar, skeiðstilboð, gransk­ ing, verkætlanir og stuðul til eld­sálirnar. Um bygdin vil, um býurin vil og politiska skipanin vil, so vil fólki tað eisini. Megna vit at savna alt landið á henda hátt, hava vit møguliga eina ”fyrimynd”, sum vit kunnu selja, tí øll lond kring okkum stríðast við sama trupulleika. Tað er heldur ikki óhugsandi, at konseptið til tann framkomna býin verður ment á bygd. Kanska koma bygdirnar at gera Havnina kappingar­ føra mótvegis øðrum stórbýur.. livst so spyrst?

24

Glóðin • nr. 9 • 2012

Ronja og Hans Meinhard, (Mynd: Christian Petersen)


Tað búgva einans 14 fólk í Mykinesi í dag. Fólkatalið er fallið, tí tey gomlu falla frá, og eingin flytur til oynna. Men hetta ger ikki Mykines minni spenn­andi sum bústað og ferðamál, sigur Katrina Johannesen, ið býr og rekur ferðavinnu í Mykinesi: “men eg vildi ynskt, at onkur familja flutti út higar aftur­at, tað hevði gjørt alt so nógv huga­ ligari”. Katrina og maðurin, Esbern í Eyðansstovu, eiga børnini Hans Meinhard 14 ár og Ronju 9. Mykines er ein av okkara avskornu oyggjum, tí í vetrarhálvuni er bara ferða­samband í oynna 3 ferðir um vikuna. Hetta avmarkar sjálvandi møgu­­­leikarnar, sigur Katrina, men hetta eru vit von við og skipa tí tilveruna eftir hesum. Tað hevði sjálv­andi verið ein stórur fyrimunur, um samband var hvønn dag, eisini um vetur­in. Tá farið verður inn á meginlandið á vetri, skipa vit fyri at gera øll ørindi um somu tíð, tí seta vit sum oftast fleiri dagar av til hetta. Hetta gevur eisini børnunum møguleika at vera saman við børnum í Sørvági, til dømis. Hans Meinhard fór í 8. flokk í Sørvágs skúla seinasta summar. Hann trívist væl í skúlanum, men sigur, at sær leingist út í oynna. Ser­ liga er tað luttøkan í øllum tí dagliga arbeiðinum, sum hann saknar. Ronja gongur í skúla í Mykinesi, men fjórðu ella fimtu hvørja viku fer hon í skúla

í Sørvági, har hon er saman við lærara í eina viku. Hetta er ein góð skipan, sum øll eru glað fyri. Ein stór broyting til tað góða fyri Mykinesbúgvar er, at Silja Star siglir um summarið. Hetta ger tað lættari at reka ferðavinnu og sum heild at vera í oynni. Seinasta ár skipaði Strandferðslan saman við Sørvágs kommunu fyri bygdarfundi í Mykinesi, málið var at tosa um ferðasambandið. Øll í oynni vóru á einum máli um, at tað var ikki heppið, at Mykinesleiðin var privati­ serað, og ynsktu, at hetta varð broytt aftur til ta gomlu skipanina undir landinum. Men samstundis frøddust øll um, at Silja røkti farleiðina nú. Hvørt ár leita umleið 10.000 fólk sær út í Mykines at síggja og uppliva ta stórslignu náttúruna og fuglalívið. Møguleikar eru at gista í oynni og at fáa ein bita at eta. Tað er møguligt at byggja ferða­ vinnuna enn meira út í Mykinesi, sigur Katrina, sum rekur gistingar­ húsið, Kristi­ans­hús. Kristianshús er niðurslit­ ið, og tí er farið undir at byggja eitt nýtt gistingarhús. Talan eru um: Miki­nes list og gist, ið skal vera eitt lista­savn, eitt atelier og eitt gistingarhús. Dreymurin er at gera gistingarhúsið til eitt spennandi stað, har tað m.a. verður borðreitt við lokalum mati í rundu matstovuni. Men henda verk­ætlan er ikki komin á mál enn, tí tað vantar fígging. Tað er ógjørligt at fáa bankafígging, tá

Jansy Hansen og dóttir hennara. (Mynd: Christian Petersen)

Eddie Lauritsen. (Mynd: Christian Petersen)

ein er búsettur á út­oyggj, hóast øll tøl eru positiv og verkætlanin sjónliga ber seg. Men spakin er settur í, og nú er farið til verka. Nakað av stuðli er komið úr grunninum fyri útoyggja­ menning og frá Sørvágs kommunu. Nú verður roynt at fáa fígging til listasavnið úr grunn­um uttanlands.

Bjarni Hansen. (Mynd: Christian Petersen)

Glóðin • nr. 9 • 2012

25


Ísland hevur Gullfoss - Føroyar hava Hestbjørgini

26

Glóðin • nr. 9 • 2012

Myndir: Olga Biskopstø


Hestur

Hestoy liggur bert 10 minuttir úr meginøkinum. Tað tekur ikki lítið meira enn ein hálvan tíma úr Tóshavn út í Hest. Men hóast hetta, er Hestur ein tann mest avskorna útoyggin, tá tað kemur til túratal við strandferðsluni.

Samrøða við Kartin Lenvig

Seinastu árini er fólkatalið í Hesti minkað rættiliga nógv. Ongin er fluttur út í oynna, nøkur eru flutt av oynni, og nøkur eru deyð. Henda niðurgondin í fólkatalinum ger, at tað er trupult at vera bjartskygdur um framtíðina fyri bygdina, sigur Kartin við Glóðina. Yngsta fólkið, sum býr í oynni er 45 ár, og tey allar flestu eru farin væl upp um pensjónsaldur. Vendir henda gongdin ikki, so verður oyggin avtoftað, sum frá líður. Eitt, sum hevur havt stóran týd­ ning fyri bygdina, er, at hon er komin upp í Tórshavnar Kommunu. Saman­­leggingin hevur gjørt, at bygd­ in fíggjarliga er betur fyri. Hestur hevur m.a. fingið nýggja kloakk­ skipan, reinsiverk til drekki­vatnið, og svimjihøllin kann vera opin partar av árinum. Haraftrat er bygdin partur av skipaðari rusk­inn­savning, og veg­ ir­nir eru asfalteraðir. Hyggja vit at vinnuvirkseminum, er útróðurin minkaður rættiliga nógv. Fyrr var útróðurin álitið í oynni. Eisini er landbúnaðurin farin niður eftir. Til dømis eru ongi mjólkneyt í oynni longur. Ongin handil hevur verið í oynni í eini 15 ár. Hestfólk keypa vøru í Havn og í Skopun. Ongi skúlabørn hava verið í Hesti seinastu 2-3 árini, og ongi børn undir skúlaaldur eru í oynni, greiðir Kartin frá. Nakað, sum hevur stóran týdning fyri tað sosiala í oynni, er Bygdar­ felagið Randarsól, sum nakrar ferðir um árið skipar fyri tiltøkum, til døm­ is summarútferð, bowling, nýggj­­árs­ veitslu, ruddingardegi og øðrum.

Tiltøkini eru bæði fyri fólk, sum búgva í Hesti og fyri tey, sum hava tilknýti til oynna. Tiltøkini hjá bygdarfelagnum hava við sær, at yngru ættarliðini, sum ikki búgva í Hesti, verða samansjóðað og kenna hvørt annað væl. Tiltøkini gera eisini, at tey ungu eru rættiliga íðin at vitja oynna. Tað hevur verið støðugt rutu­sam­ band í oynna seinastu 10 árini. Túra­ talið hevur verið nøkulunda tað sama. Rutusambandið gevur møgu­ leika fyri, at fólk kunnu hava møgu­ leika at búgva í Hesti og arbeiða á meginlandinum. Gerandisdagar eru túrar tíðliga á morgni og eftir klokk­ an 17, soleiðis at møguleiki er fyri at ferðast aftur og fram frá arbeiði. Tað er tó ein bági, at Teistin, serliga um vikuskiftið, ikki siglir millum Hest og Gomlurætt, men fer fyrst í Sand­ oynna, hetta leingir munandi um ferðina og er óheppið fyri tey, sum ynskja at halda vikuskifti í oynni. Teistin hevur eisini givið møgu­ leika fyri, at hestfólk hava fingið regluliga skipan við ruskinnsavning og oljuáfylling. Oljubilur kemur í oynna regluliga, og tá verða tangarnir fyltir.

Kirkjan í Hesti er sera vøkur og verd at vitja

Bygdarhúsið rúmar eitt virkið felag. Hóast teir flestu limirnir ikki búgva í oynni, skipa tey ofta fyri tiltøkum

Vit spyrja Kartin, hvat kann venda gongdini? Ein møguleiki kundi verið, at komm­ un­an skapar fortreytir fyri, at fólk kunnu ogna sær summarhús ella grundøki til summarhús í Hesti, soleiðis at lív og virksemi er í oynni í øllum førum ein part av árinum. Tað er ikki nógv vinnuskapandi virksemi í oynni, og um tað skuldi komið í oynna, so mugu fólk flyta út í oynna, tí sum nú er, so er arbeiðs­ byrðan hjá teimum, sum enn eru arbeiðsfør, alt ov stór, til at tey kunnu átaka sær meiri arbeiði.

Glóðin • nr. 9 • 2012

27


Ein góð uppliving á útoyggj

Kalsoy / Tours - Adventures - Food Viljin bjóðar gongutúrar norð á Kall við frásøgufólkið, somuleiðis er ein sera søguligur túrur í Mikladali. Sum nakað nýtt fara vit at bjóða Mikkjalssmiðju fram sum eitt sera áhugavert ískoyti til ferðavinnuna. Her er bæði møguleiki at síggja lutir verða gjørdar, og ikki minst er møguleiki at keypa lutir av ymiskum slag, alt er hondgjørt í Mikkjalssmiðju. Á Húsum standa vit klár at taka ímótið fólki til ein betri bita, vit skulu nevniliga taka okkara nýggja stórkøk í nýtslu fyri fyrstu ferð. Tá ið tað kemur til mat gera vit eisini veitslur, føðingardagar, brúdleyp, Jóla­ borð­ hald og annars allar merkis­dagar.

Viljin v/ Magni P Garðalíð Heimigarður 19 FO-796 Húsar Tel: 456603 Fart: 222060 viljin@viljin.com www.viljin.com

Mykines / Kristianshús í Mykinesi - bjóðar tær ból og bita. Vit skipa eisini fyri útferðum við ferðaleiðara, eftir ynski. Tú kanst keypa tær ein matpakka at hava við á útferðum í oynni.

Kristians­hús, tlf. 312985 Fax. 310985, Fartlf.212985 mykines@post.olivant.fo

28

Glóðin • nr. 9 • 2012


Vitja Skúvoy

ì Skúgvi eru fleiri møguleikar fyri ”ból og bita”. Møguleikar eru fyri túrum kring oynna, við stað­kend­ um ferðaleiðara. Arbeitt verð­ ur støð­ugt við at skapa fleiri upp­liv­ ingar­tiltøk í Skúgvi. Tey sum reka ferðavinnu í Skúgvi, eru m.a. Harry Jensen og Tummas Frank Joensen.

Summarkvøld í Skúgvi, (Mynd: Christian Petersen)

Matstovan hjá Harry, (Mynd: Christian Petersen)

Handilin í Skúgvi Meinhard Hentze rekur handil í Skúgvi. Fara tit til oynna, ber til at ringja til Meinhard framman­und­ an, og tryggja sær at hann hevur tær vørur, sum tykkum tørvar. Í hand­­li­num hjá Meinhard er annars allar vanligar gerandisvørur at fáa. Tel. 228830, m-s-h@olivant.fo.

Í handlinum hjá Meinhard. (Mynd: Christian Petersen)

Kirkjan í Skúgvi, (Mynd: Christian Petersen)

Hví ikki njóta ein ella fleiri dagar á náttúruvakrari útoyggj í summar? Tað eru møguleikar fyri tær og familjuni, bæði gisting, góður matur og upplivingar. Tosa við Kunningarstovurnar, tær kunnu vegleiða teg um øll hesi viðurskifti. Svínoy

Myndir: Biskopstø. Gott føroyskt torv

Stóra Dímun

Seyðaskinn úr Dímun Kundi tú hugsað tær eitt garvað seyðaskinn úr Stóru Dímun, er møguligt at keypa tað hjá: Sirri í Havn, Prýði í Sandavági Heimavirkjum, Østrøm, Ella við at venda sær beinleiðis til: Dímunargarð tlf. 270011/263399 www.storadimun.fo

Fugloy

- ból og biti

Amalia í Frammistovu

Á Kirkju bjóðar Amalia í Frammi­stovu ból og bita. Eftir avtalu, kann skipast fyri túrum í oynni við ferðaleiðara. Amalia Í Frammistovu, Kirkja, tlf. 226352

Torv í Svínoy Eftir umbøn, kann Eyðun Jacobsen, bjóða tær at síggja hvussu tey skóru torv fyrr í tíðini. Aftaná er høvi at fáa ein drekkamun. Eyðum Jacobsen, tlf. 451218, 224981 Glóðin • nr. 9 • 2012

29


Ferðavinna er ein møguleiki Samrøða við Harry Jensen

Einaferð var Skúgvi ein lívlig bygd, og umframt land­búnaðin, var fuglaveiða og útróður at rokna sum vinnur á staðnum. Tað eru nú meira enn 10 ár síðan tað minkaði niður um tað, ið kann kallast vinna. Í skúgvi er nakað av landbúnaði eftir enn, men hetta lagar seg eisini eftir umstøðunum, og minkar. Í dag eru til dømis ongi neyt í oynni, men bara seyður. Men ferðavinnan er vaksin, og tað eru vóni um, at hon fer at mennast nakað afturat. Ein fráflyting er altíð keðilig, og ein tilflyting altíð góð. Tað ringasta er tó, tá ið barnafamiljurnar, og fólk við góðari inntøku, flyta. Tað hevur tíverri verið gongdin í Skúgvi, og nú sær ikki so gott út. Soleiðis sigur Harry Jensen, bóndi og bygdarráðsformaður í Skúgvi. Harry er eisini umboðsráðs­ lim­ ur í Útoyggafelagnum.

Tað sum hendir í bygdini Harry greiðir frá, at tey eftir føri­ muni, roynt at hava nøkur tiltøk,

30

Glóðin • nr. 9 • 2012

sum kunnu savna fólkið eitt sindur: “Eg haldi eg kann svara fyri tey flestu, at tey eru glað fyri hesi tiltøk”. Í nakrar vetrar hevur verið kvøðing og kvæðamentan, teldu­kunnleiki og hondarbeiði. Hetta er undir kvøldskúla skipan­ ini, og virkar væl, sigur Harry. Roynt verður eisini at skipa fyri tiltøkum, ið “lokka” fólk í oynna. Í fjør var ein fólkafund, og hann var sera væl eydnaður. Fyri kortum var stovnað eitt fornminnafelag, tað er komið so­ mikið langt við arbeiðnum at gera karmarnar um eitt bygdasavn, at tilfarið er keypt so tað fyrra húsið verð­ ur nøkulunda klárt í summar. Hetta metir Harry her sera við­ komandi og kann fáa ferðavninnuna at vaksa. Í dag stendur skúlin tómur. Hann verður nú bara nýttur til sam­komu­ hús, og nøkur kvøld um veturin til kvøld­skúla. Handilin er tann sami, men er ikki opin líka nógvar tímar um vikuna, sum hann var. Tað far nokk ikki verið ørvísi, við tí fólkatali, sum er. Post tænastan er tíbetur tann sama.

Glóðin spurdi Harry, hvussu vorið var við samferðsluni og øðrum tæn­ ast­um. Hann greiðir soleiðis frá: “Við samferðsluni vil eg siga, at fyri okkum, kanska serliga meg sjálv­ an, er farmaflutningurin blivin ein vann­­lukka. Súlan kann snøgt sagt ikki nýt­ast til annað enn flutning av smá­tingum. Skal tað vera hugsingur um nakra vinnu, sum munar, má tann parturin blíva betur. Tíverri eri eg bangin fyri, at tað bara fer at versna í framtíðini. Politik­ ararnir sýnast at vera líka glaðir, og Strandferðslan sigur, at farma­ flutning­­urin er nógv betur nú, tí vit hava oftari fart við Súluni. Flut­ning­ urin av fólki er tann sami, og teir sum sigla við skipunum eru sera dugnaligir”.

Er tað er ljós fyri framman? Vit hava tunnur enn, men nú er ein loysn í ljósmála, har vit fáa olju úr tanganum hjá SEV. Tað eru nøkur, ið brúka hitapumpu. Harry sigur, at sum støðan er í løtuni, er tað sera ringt, at síggja ljóst upp á framtíðina.


Skúvoy Persónliga vænti eg ikki at okkara bygd verður annað enn nøkur fá fólk um veturin. Kortini haldi eg, at tað ber til, við ferða­vinnu at fáa bygdina livandi um summari. Tó skal sigast, at um ikki poli­tikar­ arnir verða meir jaligir, er onki at gera. Um nakað skal gerast, er al­neyð­ ugt fyrst og fremst við eini betur samferðslu. Eitt annað, sum eisini er alneyðugt er at vit sleppa undan at gjalda fyri fragt av byggitilfari. Flutningurin av slíkum er so dýrur, at tað er ómøgu­­­ligt at gera nakað sum helst.

Eitt viðkomandi roknistykki Fyri nøkrum mánaðum síðani kannaði eg prísin fyri flutning av sandi og skervi, um eg búgvi her, ella um eg búði á Sandi. Búði eg á Sandi, og bestilti mær 20 tons av skervi hevði tað kosta mær 2.500 kr. í flutnings gjaldi, men sama nøgd av skervi/ sandi kostar á leið 18.000 kr. at fáa til Skúvoyar. Hvat annað tilfar kostar veit eg ikki, tað eru fleiri mátar, ið prísur verður ásettur á ymiskt tilfar, tí veit eg ikki hvat prísurin fyri annað tilfar er. Eisini er tað rættuliga av­mark­að hvat Súlan kann føra, tí er tað ikki bara prísurin, sum er ein for­ing. Eitt annað, sum eisini er nokk so undarligt er, at summ­ ar út­ oyggj­ ar gjalda slett ikki fyri frakt yvirhøvur. At fáa frakt til og frá oynni, er SERA SERA avgerðandi fyri um nakað kann gerast á slíkum plássum. Vit eru so fá nú, at tað ger ongan negativan mun á nøkrum búskapi um vit fáa ein lítlan vøkstur á játtanini til flutning. Heldur kann

Myndir: Christian Petersen

tað verða øvugt, tí so leingi, sum tað er so tvørligt at gera nakað, verður heldur onki gjørt. Eitt annað, sum eisini ger seg galdandi er, at tá útlitini fyri nøkrum bata við samferðsluni eru so vánalig, er ikki hugsandi at nakar torir at gera íløður í nakað sum helst á útoyggj­ unum. Vit hava alla tíðina havt tann trupu­leikan, at ongin vil fíggja nakað á útoyggj, men sum útlitini eru nú, rokni eg ikki við at nakar

torir at seta seg í nakra skuld á slíkum plássum. Við útlitunum, sum nú eru veit man ikki, um man kanska stend­ ur við ongum farmaflutningi, tá íløð­ an er gjørd. Tað er einaferð so, at hvat slag av virksemi ið hugsað verður um, krevst ein nøktandi samferðsla, tann part­ ur­ in av kørmunum fyri nøkrum virk­­semi er ikki nøktandi sum er, í hvussu so er ikki í Skúgvi. Tíverri eru tað tingmenn, sum hava ta meining, at tað hevði verið best at avtofta útoyggjarnar, onkur av hesum monnum hevur sagt tað alment, onkur ikki beinleiðis al­ ment. Tað eru tíbetur eisini politikarar, sum hava ta meining, at vit skulu sleppa at búgva her, sum vit helst vilja búgva. Vónandi vilja hesir bretta upp um armar fyri okk­um. Eitt annað, sum er eitt sindur ræðandi er, tankin um, at vit skulu fáa somu tænastu, á sjóvegis far­leiðini, sum Mykines, spøk­ ir við hvørt. Hesin tankin er fleiri ferir komin fram í ljósið, hann er neppa sløktur, men bara hir­ dur, og kann altíð tendra aftur tá onkur politikari heldur ta røttu løtu­na vera komna. Mær vitandi er tað ikki nakað, sum mykines­ fólk eru glað fyri, og fyri okkum er tað okkara endi. Hetta er nakað av tí, sum eg haldi um umstøðurnar á okkara oyggj, ikki serliga ljósir tankar. Um politikarar ikki skjótt fara at vísa okkum, at teir verðuliga vilja arbeiða fyri okkum, er framtíðin ikki serliga ljós.

Glóðin • nr. 9 • 2012

31


Stóra Dímun Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen

Seinastu 10 árini eru á mangar hættir, broytingar farnar fram á Dímunar­garði. Yngri fólk eru flutt út á oynna, meðan eldri ættarlið er flutt av oynni. Vinnumynstri er broytt nakað. Áður var seyður og fuglur útilokandi grundarlagið fyri inntøkunum til oynna. Nú er fulgurin so at siga burt­ ur og hevur hetta havt við sær at vit hava muga hugt aðrar vegir. Tillagingar eru gjørdar, soleiðis at vit eru farin í holt við at garva seyða­ skinn og hava drápsneyt. Sostatt koma inntøkurnar til garð­ in frá sølu av seyðakjøtið, seyða­ skinn­ um og neytakjøtið. Har­ aftrat gevur ferðavinna nakað av inn­ tøk­ um. Eitt størsta frambrot fyri okkum, seinastu árini er framleiðsluhúsið. Framleiðsluhúsið er innrættað soleið­ is at helmingurin virkar sum ein slát­

32

Glóðin • nr. 9 • 2012

ur­eind við løggildaðum slátur­høl­um og hjalli. Hin helmingurin av bygn­ inginum verður nýttur sum garvarí. Tvey ung húski búgva og arbeiða í dag á Dímunargarði. Tað eru eini 5 ár síðani, at vit skiftu oljufýringina út við hita­pump­ ur og sólpanelir. Hetta hevur við sær at vit ikki nýta olju í húsar­haldinum. Tó so, at SEV nýtir olju til at dríva elverkið á oynni. Ein næmingur hevur veri í oynni seinastu tvey árini. Komandi skúlaár verða tveir næmingar. Vit hava seinasta árið fingist við at byggja eina smáttu/lítil sethús, sum vit ætla at útvega til skúla og bústað til lærara. Smáttan er um at verða liðug, so klárt verður at flyta inn hjá lærara til komandi skúlaár. Fyri at hendan verkætlan skal bera til, ætla vit at leiga smáttunað út um summ­ arið. At hava góðar karmar til skúla,

vænta vit fer at økja um áhugan hjá lærarum at søkja starv herúti. Mest týðandi fortreytin fyri at menning og tillagingar eru farnar fram, er at vit hava eitt virkið út­oyggja­felag. At vit hava eitt felag, ið er ført fyri at lofta hugskotum, menna tey og síðani “kanalisera” tey á rættað stað­ ið. Politiskt má sigast at vit hava kent alla vælvild. T.d. kann nevnast at fram­leiðsluhúsið neyvan hevði staðið herúti, um politiski viljin ikki var til hjálpar. Framtíðin sær ljós út fyri Dímun­ ningar. Vit eru sum heild kom­in á mál, við teimum stóru íløgunum, vit høvdu sett okkum fyri at fremja. Karmarnir eru góðir, tvey ung húski búgva og arbeiða í dag á Dímunar­ garði. Hetta er væl í samsvar við tær uppgávur og inntøkur, sum garðs­ rakst­ur­in gevur.


Eitt sindur um Dímunarsøgu Tað elsta menn vita um Dímun er tað, ið er skrivað í “Føroyingasøgu”. Hetta er íslendsk bók, skrivað umleið 1200, sum í nýggjari tíð er umsett til føroyskt. Har verður skrivað um Brestir og Beinir, og um drápi á teir, ið fór fram niðri á Rakhellu, ið er hellan undir Kleivini, sum er uppgongin upp til Dímunar

Myndir: Olga Biskopstø

Glóðin • nr. 9 • 2012

33


Ráðstevnan: ”Framtíðin á útoyggj” Í samband við at 10 ár eru liðin, síðani felagið var stovnað, verður ráðstevnan: Framtíðin á útoyggj, hildin á Hotel Føroyum 27. apríl 2012 kl. 13 – 16.30

Ráðstevnan miðar eftir at lýsa møguleikarnar hjá útoyggjunum at fáa lut í samfelagsmenningini, hetta við serligum atliti til komm­ unu­­samanlegging, vinnumenning o.a. Óla Jákup úr Dímun bjóðar væl komin, síðani fer Landsstýrismaðurin í útoyggjamálum, Kári P. Hoygaard at setur fundin. Aftána lýsir Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur og sam­ skipari í gongdina í felaginum tey 10 árini felagið hevur virka. Fundurin leggur fyri við evninum: Vit seta prís upp á útoyggjarnar: Eyðun Eliasen, landbúnaðar­tøkning­ ur, bóndi og umboðsráðslimur í Út­ oyggja­­f­elg­num leggur fram. Málið snýr seg um, at tey 10 árini, Útoyggjfelagið hevur verið virkið, er mest brúkta próvgrund fyri ikki at stuðla upp undir útoyggjamenning, at tað er ov kostnaðarmikið. Flest øll taka støði í kost/bennefit, tá tey siga, at tað gevur onga meining. Nú gera vit eina roynd at seta prís upp á útoyggjarnar, t.v.s. hvat kemur tað at kosta landi og kommunum at gera

Ritan, (Myndir: Christian Petersen)

34

Tyrlan í Skúgvi

Glóðin • nr. 9 • 2012

eina dagføring. So hava vit í øllum førum eitt grundarlag at tosa út frá. Næsta evnið er: Útoyggjarnar ein landskommuna: Poul Mikkelsen, løg­ tingslimur tosar út frá hesum ivamáli: Útoyggjarnar eru ein avbjóð­ ing fyri Føroyar og fyri tær komm­­ unur, tær hoyra til. At menna útoyggjarnar er ein avbjóðing, ið krevur serligar og ofta øðrvísi loysnir. Skulu Føroyar varðveita verandi bú­ set­ingar­mynstur, og hava allar oyggj­ ar búsettar, eiga útoyggjarnar at verða viðurkendar sum serliga við­ k vom øki, og tí viðfarnar øðrvísi í m.a. ein­ ari kommunusamanlegging? Aftaná ein kaffisteðgin verða trý stutt innlegg: 1. Bygdarmenning, ein spurningur um luttøku, Dennis Holm, Gransk­ingardepilin fyri Sam­ felags­­menning. 2. Spírar, ið kunnu grógva: Um tiltøk og verkætlanir, sum eru í gongd og koma at skapa arbeiðspláss á útoyggj. 3. Ferðavinnan ein møguleiki: Um hvønn leiklut útoyggjarnar kunnu hava í eini framtíðar ferðavinnu.

Sildberin í Skúgvi

Kjak um loysnir og møguleikar, verður bæði eftir fyrsta og seinna umfar. Felagið vónar, at ráðstevnan fer at geva luttakarunum nýggjar sjónar­ vinklar og størri innlit í tær avbjóð­ ingar sum liggja fyri framman. Men ikki minst, at hon kann geva boð upp á møguligar loysnir, sum við kunnu arbeiða víðari við.

Samferðslan til útoyggjarnar, er og verður ein stór avbjóðing. Tað er avgerandi neyðugt tað verður gjørd ein ætlan, ið skjótt og væl, loysir teir trupulleikar sum eru. Hetta er fyrsta fyritreytin fyri øktum virksemi og fíggjarligum avkasti á útoyggj.

Silja í Mykinesi


Tað er vísindaliga prógvað, at landafrøði, veðurlag og náttúran ávirka teg sum menniskja, tí umframt tað mentanarliga, tað sum forfedrarnir hava lagt í teg og okkum gjøgnum øldir, ert tú eisini í aðrar mátar eitt úrslit av um­ hvørvinum. Soleiðis er tað við øllum skapningum í heiminum, og er grundarlagið undir fjølbroyttu manna­ættini. Men eins væl og vit verða ávirkað av umhvørvinum, ávirka vit aftur ímóti. Tey landsløg, ið síggjast kring okkum, eru í stóran mun mannskapt. Garðar, varðar, vegir, lendingar, lunnar – ja eitt mentanarsøguligt land­slag, skapt og ment í tráð við tørvin á mati, klæðum og taki yvir høvdið. At búgva á útoyggj krevur eginleikar, sum ein í Havn ikki nýtist at hava. Tolsemi er tað fyrsta, harnæst at elska frið og ta fjarskotnu kensluna. At vera fjarskotin krevur, at tú hevur tol at bíða eftir bátinum, at vøra skal bíleggjast langt framman undan, at hon skal brúkast, at oljutunnur skulu rullast niðan frá lendingini, ja, sum heild at hava orku og vilja til at gera nógvar uppgávur, ið aðrastaðni eru sjálvsagdar og beint við hondina.

Glóðin • nr. 9 • 2012

35


Eik Banki Føroya P/F tel. 348 000

NetbaNkiN sum app

www.eik.fo

Við Netbankanum sum app kanst tú avgreiða tey mest vanligu bankaørindini, tá tú vilt, har tú ert, bara fartelefonin hevur samband við netið. eik app’in kann tað sama sum vanligi netbankin. Harafturat kanst tú t.d. finna sjálvtøkur ella rokna gjaldoyra – alt í einum lekrum og brúkaravinarligum sniði. app’in kann brúkast við iphone, ipod touch, ipad og android

74

00

Nýggj bók um norðurlendskan gerandismat – fæst í FK


Væl komin til Mykinesar

Sørvágs Kommuna l FO-380 Sørvágur l Tlf. +298 363200 l sorvag@sorvag.fo l sorvag.fo


Glóðin nr. 9 - 2012 Útgevari Útoyggjafelagið Geilargøta 6 513 Syðrugøta Tlf.292592 utoyggj@gmail.com www.utoyggj.fo Uppseting og umbróting: Cre8 - 700 Klaksvík www.cre8.fo Tel. 508007 Prent: Føroyaprent Myndir Christian Petersen Olga Biskopstø Jóhanna Maria Isaksen o.o. Felagið Felagið verður fíggja við limagjaldi og stuðli av játtanini til útoyggjamenning, ið innlendismálaráðið umsitur. Myndir í Glóðini Christian Petersen, mynda­maður, eigur fleiri av myndunum í Glóðini hesiferð. Christian hevur ánir í Føroyum og vitjaði her í 2011, har hann m.a. var á útoyggj og tók myndir fyri útoyggjafelagið. Christian tók fyri kortum prógv sum MA í Photojournalism and Documentary Photography at the London College of Communication. Sí meira á www.christianpetersen.com

Ísbland er frálíkt til heimagjørdan ís. Besta úrslit fæst við ísmaskinu, men tú kanst eisini røra upp við hond og frysta. Nýt tilfarið, sum tað er, ella blanda okkurt gott uppí, til dømis frukt ella annað leskimeti.

Útoyggjafelagið 10 ár


Eiðis Kommuna

Hvalbiar Kommuna

Porkeris Kommuna

Sumbiar Kommuna

Brekkuvegur 22 470 Eiði eidi@eidi.fo eidi.fo

Bíarvegur 2 850 Hvalba hvalba@hvalba.fo hvalba.fo

við Á 950 Porkeri porkeri@porkeri.fo porkeri.fo

í Kerinum 27 800 Vágur sumba@sumba.fo sumba.fo

Fámjins Kommuna

Hvannasunds Kommuna

Traðavegur 15 870 Fámjin kommunan@famjin.fo famjin.fo

Sundsvegur 31 740 Hvannasund hvannasund@hvannasund.fo hvannasund.fo

Sjóvar Kommuna

Sunda Kommuna

Skúlavegur 10 490 Strendur sjk@sjovarkommuna.fo sjovarkommuna.fo

Oyrabakkavegur 3 400 Oyrabakka sunda@sunda.fo sunda.fo

Fugloyar Kommuna

Kunoyar Kommuna

Skálavíkar Kommuna

767 Hattarvík

Kunoyargøta 7 780 Kunoy kunoy@kunoy.fo kunoy.fo

Gerðisvegur 13 220 Skálavík skv@post.olivant.fo

Vága Kommuna

Kvívíkar Kommuna

Skúlavegur 5 240 Skopun skopunkom@olivant.fo skopun.fo

Hovs Kommuna Stapavegur 4 870 Hov hovskomm@post.olivant.fo hov.fo

Húsar Kommuna Heimagarður 17 796 Húsar husakomm@post.olivant.fo

Húsavíkar Kommuna Skúlavegur 3 230 Húsavík husfrugv@post.olivant.fo

Víkarvegur 4 340 Kvívík kvivik@kvivik.fo kvivik.fo

Nes Kommuna Toftavegur 3 650 Toftir nes@nes.fo nes.fo

Skopunar Kommuna

Skúvoyar Kommuna Skúlavegur 6 260 Skúvoy harryj@post.olivant.fo

Sørvágs Kommuna

Jatnavegur 2 370 Miðvágur vaga@vaga.fo vaga.fo

Vestmanna Kommuna P.o.Box 91 350 Vestmanna vestmanna@vestmanna.fo vestmanna.fo

Viðareiðis Kommuna Eggjarvegur 4 750 Viðareiði info@vidareidi.fo vidareidi.fo

Varðagøta 8 380 Sørvágur sorvag@sorvag.fo sorvag.fo

Føroya Kommunufelag l frammi í Gerði 1 l 340 Kvívík Tel: 42 18 10 l Fax: 42 18 11 l kontakt@fkf.fo


Føroysk frímerki – ein heimur fyri seg

Tann 30. apríl 2012 gevur Posta út eina spennandi frímerkjarøð við skrímslunum niðagrísur, grýla, fjørutrøll og marra. Pátrúgvin um niðagrís snýr seg um eina álvarsliga brotsgerð, grýlan ið kemur eftir børnum, snýr seg um eina kirkjuliga fyriskipan, fjørutrøllini um álvarsligan vanda og hugmyndin um marruna, sigur frá heilsuligum og sálarligum trega, ið flestu fólk kenna til. Edvard Fuglø hevur teknað frímerkini.

Eg ynski at gerast haldari av hesum: Nøgd

Eg ynski at bíleggja: Vørunr. PMA002011

Vøra

Prísur

Skrímsl frímerkjarøð, óstemplað

53,50

PPA

Óstemplað frímerkjarøð

PPY

Ársmappa

PPY002011

Ársmappa 2011

304,50

PHM

Mappa við heftum

PHM002011

Heftimappa 2011 (2)

132,00

FDM

Mappa við fyrstadagsbjálvum

Nøgd

Avgreiðslugjald 15,00 1

Samanlagt

15

Gjaldskostnaður, um goldið verður við korti 10,00 Kostnaður tilsamans

Eg ynski at gjalda við gjaldskorti: Navn: Kortnr. Fyrningardagur

Bústaður: Kontrolnr.

Bygd/býur:

Upphædd:

Land:

Undirskrift:

Kundanummar:

OY2012

Posta Stamps Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Tel. +298 346200 stamps@posta.fo

amps Posta Stta mps.fo www.s


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.