Skip to main content

Glóðin 11 - 2015

Page 3

mál og vegir Hvat skulu vit seta út í kortið, og hvørja leið skulu vit ganga, fyri at Føroyar skulu gerast besta land at búgva í og verða millum fremstu tjóðir í heiminum í 2015? Nakað soleiðis ljóðaði avbjóðing, tá Útoyggjafelagið fyri nøkrum árum síðan, var boðið at taka lut í arbeiðinum at orða eina visjón fyri Føroyar. Tað besta av øllum var, at hetta skuldi brúkast sum amboð í politisku skipanini at tilrættaleggja samfelagið eftir, og var tað nakað, ið vit veruliga saknaðu, so var tað politiska tilrættalegging, og ikki minst, greið mál fyri menningina av útoyggjunum. Men Visjón 2015 bleiv, sum vit, og so mong onnur vóru bangin fyri, enn eitt pappír í skuffuni, og eingin kós varð sett. Tá tilvildin ræður, og tiltøk ikki byggja á væl grundaða fakliga vitan, veit eingin, hvussu stóran skaða einstakar avgerðir kunnu hava á tey veikastu liðini, og tíverri eru útoyggjarnar nógv merktar av júst hesum. Eingin veit hvat liggur fyri fram­ man, og broytingar henda uttan nak­ ra ávaring. Hetta ber við sær ótta og iva, og er tað nakað, sum kann útarma eitt samfelag og taka mótið frá fólki, so er tað akkurát hetta. Men seiggj er enn í føroyskum knotum, og enn eru tey, ið ikki vilja boyggja seg, tí tey síggja møguleikar og virðir í moldini, í fjøllunum, í fjøru og haga, sagnum og søgum, og til seinast, men ikki minst, í egnari megi. Tað eru hesi, ið koma at bera útoyggjar okkara framá, men tað gera tey ikki einsamøll. Tað er umráðandi, at øll, sum elska og virða okkara smáu samfeløg í útjaðaranum, framhaldandi stuðla undir. Somuleiðis má politiska skipanin semjast um at taka tey neyðugu tøkini, ið kun­nu venda gongdini rætta vegin. Ferðavinnan hevur fingið eyguni upp fyri teimum perlum, ið finnast á

útoyggj, tí gløgt er gestsins eyga, og nú 2015 er valár, kunnu vit bert vóna, at tað koma fólk í Løgting og í Landsstýrið, ið eisini síggja útjaðaran sum ein fong, ið eigur at viðfarast við virðing. Tað er saknur í ítøkiligum politiskum átøkum á flestøllum økjum. Talan er millum annað um at finna betri og smidligari loysnir á samferðsluøkinum, skipa landbúnaðin til frama fyri útoyggjarnar, heldur enn at niðurbróta, fara burtur frá privatisering av lívsneyðugum samfelags­ tænastum, skipa fíggingarmøguleikar til vinnutiltøk á útoyggj, tryggja, at bústaðir eru tøkir til yngra ættarliðið, tryggja íbúgvunum luttøku og ávirkan, og so framhaldandi. Í hesi Glóð lýsa vit viðurskifti, ið eru trupul og tørva ábøtur, men tað hendir eisini nógv jaligt og spennandi á útoyggj, tí fara vit eisini at siga frá søgum og lýsa evni, ið kunnu kveikja og gleða. Eitt sindur av hvørjum, ið vísir, at Glóðin er als ikki sloknað. Eina stór tøkk til tykkum, ið hava stuðlað Glóðina og felagið við at lata eina lýsing til blaðið. Somuleiðis tøkk til tykkum, ið hava latið tilfar og rættlisið. Góðan lesihug! Olga Biskopstø, samskipari

Útoyggjafelagið Nevnd: Óla Jákup úr Dímun, formaður Esbern í Eyðansstovu Olga Biskopstø, samskipari Umboðsráðið: Magni Garðalíð, formaður Jóhanna Hansen Andras í Frammistovu

Óli R. á Geilini Anja Eliasen Magnus Eliasen Kartin Lenvig Katrina Johannesen Harry Jensen Jógvan Jón Petersen

Glóðin • nr. 11 • 2015

3


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook