Sproti spælir violin
Døgg tekur í móti gestunum
Skúlastovan í Stóru Dímun
Skúlin á útoyggj - samstarv og góð undirvísing Samrøða við Evu úr Dímun og Jógvan Jón Petersen, foreldur at børnum í skúlanum í Stóru Dímun. Í Dímunar Skúla eru tveir næmingar. Ein í 4. flokki og ein í 2. flokki. Tá børnini byrjaðu í skúlanum, avgjørdu vit at tey skuldu, umframt at ganga í Dímunar Skúla, eisini gerðast partur av skúlaflokki á meginlandinum. Vit tóku støðu til samstarv við Tórshavnar Kommunuskúla.Hetta samstarv merkti í høvuðsheit um at børnini skuldu Í Tórshavnar Kommunuskúla einar 6 vikur um árið. Hesar vikur royna vit at býta javnt yvir árið, fyri at undirvísingin hongur so væl saman sum gjørligt og at tey fáa sum mest burturúr. Fýra ymiskir lærarar Seinastu tvey árini hava vit ment samstarvið við Tórshavnar Komm unuskúla soleiðis, at Dímunar Skúli er skipaður sum ein eind undir Kommunuskúlanum. Hetta merkir m.a. at vit hava somu leiðslu og at vit fáa lærarakreftir úr Kommunus kúlanum. Í løtuni eru tað fýra ymiskir lærarir, ið skiftast at undirvísa herúti, eina til tvær vikur í senn. Hesa skipan eru vit sum foreldur serstakliga glað fyri. Ein
stórur fyrimunur við hesari skipan er at børnini hjá okkum, fáa undirvísing frá fleiri lærarum. Vit eru sannførd um at hetta styrkir og fjøltáttar undirvísingina. Hesir lærarir eru í stóran mun teir somu, sum tey hava tá tey eru í kommunuskúlanum. Hetta gevur lærarunum góðar møgu leikar til at fylgja okkara børnum, -bæði fakliga og sosialt.
eisini skulu hava møguleikar at vitja hendan vegin. Bæði fyri at tey skulu kenna til umstøðurnar herúti og kenna seg eiga lut í Dímunar Skúla. Tá tey vitja hendanvegin eru tað í smærri bólkum, -eitt til tvey í senn. Oftast eina viku hvørja ferðina. Tá tey eru í skúlanum herúti fáa tey samstundis møguleika at uppliva okkara gerðandisdag og umstøðurnar
Okkara børn eru eisini partur av tónleikaverkætlanini “Litir í leiki”, har tey bæði spæla violin. Hetta hevur m.a. við sær at tey fáa fitt av tónleikaundirvísing umvegis netið, frá lærara í Tórshavnar Kommunu skúla. So líðandi vænta vit at undir vísing og samskiftið umvegis netið verður ment og styrkt. Haraftrat leggja vit stóran dent á, at flokksfelagirnir hjá børnunum
á eini so lítlari oyggj. Á hendan hátt vóna vit eisini at børnini í Tórshavnar Kommunuskúla kunnu fáa væl burt urúr samstarvinum. Vit eru sannførd um at, umframt at hetta kann ríka smáu skúlarnir, sanniliga eisini kann verða eitt týðandi ískoyti til størru skúlarnir. Tí meina vit at slíkt samstarv við størru skúlarnir er vegurin fram hjá skúlum á útoyggj.
Systir Hans Meinhard, Ronja, gongur nú í skúla eftir somu skipan sum Hans Meinhard. Foreldrini hava nú eina vón um, at hon sleppur at halda fram at ganga í skúla eftir hesum leisti, eisini í 8. og 9. flokki. Børn eru ov ung at skula fara heimanífrá sum 13 ára gomul, og serliga, tá ferðasambandið ger, at tað bara er samband millum Mykines og meginøkið 3 dagar um vikuna, allan veturin, sigur Katrina.
Glóðin • nr. 10 • 2013
23