
Share Public Profile
2x3- Timburhandilin
Vælkomin í 2x3 -Timburhandilin Vøruúrvalið - okkara sterka síða Handlar okkara bjóða fram eitt sera breitt vøruúrval av tilfari og lutum til bygging. Kundar okkara fáa við hesum nógvar møguleikar at velja ímillum. Á goymslum okkara finnur tú uml. 15.000 vørunummur, men í gjøgnum samband okkara við framleiðarar kring allan heim, hava vit atgongd til fleiri hundratúsund ymiskar vørur til bygging. Við áralongum royndum í at keypa inn tilfar, kunnu vit hjálpa tær at finna júst tað tú vilt hava. Heilt einfalt, tað tú ikki finnur hjá okkum, ja, tað finna vit til tín. Í handlum okkara hava vit nakrar fastar fyriskriftir viðvíkjandi tænastu til viðskiftafólk okkara. Vit hava altíð lagt stóran dent á at veita tí bestu tænastuna, sum er møgulig.