Annual Report 2022_FO

Page 1

Ársfrásøgn 2022

SMYRIL LINE
544
P/F
Skrás.nr.
Innihaldsyvirlit 2 Ein merkisvarði hjá Smyril Line 4 Leiðslufrágreiðing 6 Smyril Line 2022 10 Smyril Line Farmadeild 12 Smyril Line Ferðafólkadeild 13 Grønur og munadyggur rakstur 16 Umhvørvi 18 Frágreiðing ESG 19 Hotell 24 Innlendis flutningur 26 Váðaviðurskifti 27 Hendingar eftir roknskaparárslok 28 Útlit 2023 29 Samtaksviðurskifti 29 Innihaldsyvirlit P/F Smyril Line Yviri við Strond 1, Postsmoga 370 110 Tórshavn Faroe Islands Skrás.nr. 544 Ársfrásøgn 2022 Ársfrágreiðing er løgd fram og góðkend á ársaðalfundi felagsins hin 24. mars 2023 Petur Even Djurhuus Fundarstjóri 2 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
Átekningar 30 Leiðsluátekning 31 Grannskoðanarátekning frá óheftum grannskoðara 32 Upplýsingar um felagið 36 Samtaksyvirlit 37 Høvuðs- og lyklatøl 38 Konsern- og ársroknskapur 40 Notur til ársfrásøgnina 56
/ 3
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Ein merkisvarði hjá Smyril Line

4 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Árið 2022 var ein merkisvarði hjá Smyril Line, tá felagið fylti 40 ár, og vit hátíðarhildu eina visjón, sum vit droymdu um fyri fýra áratíggjum síðani. Visjónin um eitt reiðarí, og dreymurin um tættari og betri samband við verðina. Tann visjónin, tann dreymurin, er Smyril Line.

Vit fara at halda áfram við at veita vissu fyri einum tryggum og álítandi flutningi av ferðafólki og farmi, sum knýtir útjaðaran í Norðuratlantshavinum saman við restini av verðini.

Staðiligt áfesti við meginreglurnar fyri góðari leiðslu ger okkum før fyri alla tíðina at menna okkara sosialu, umhvørvisligu og fíggjarligu avrik. Hetta gagnar fyritøkuni, øllum okkara áhugapørtum, umhvørvinum, og øllum teimum staðbundnu samfeløgunum, sum vit virka í.

2022 var eitt gott fíggjarligt ár fyri Smyril Line. Í roynd og veru var tað besta árið í 40 ára søguni hjá Smyril Line. Høg inflasjón saman við alsamt hækkandi rentustøði og oljuprísum løgdu trýst á fíggjarligu úrslitini fyri 2022, men vit megnaðu kortini at koma út við einum metúrsliti.

Einki av hesum hevði verið gjørligt uttan tey eldhugaðu, áhugaðu fólkini í Smyril Line. Hesin ársdagurin og hetta metið er takka verið øllum okkara dýrabaru starvsfólkum. Takk fyri!

Albøting av nýggjum ferðaætlanum, tamarhald á siglingarætlanum, og betri gagnnýting av okkara útgerð hava eisini spælt ein høvuðsleiklut í at betra um okkara útreiðslugrundarlag og minka um okkara umhvørvisárin.

Harumframt hevur okkara skaðafyribyrgingar verkætlan fyri 2022, sum hevði til endamáls at minka um skaða á farm og útgerð, hepnast væl.

Vit hava eina 0 hugsjón, tá ið tað snýr seg um skaðar, og í 2022 hava vit arbeitt við at styrkja og javna trygdarmentanina í øllum samtakinum. Sum eitt úrslit av hesum trygdarátøkum, hava vit eisini dagført okkara bygnaðarstruktur.

Mín hægsta raðfesting er trygdin hjá okkara starvsfólkum og ferðafólki. Hetta er mín fremsta ábyrgd. Og tað er eisini ábyrgdin hjá einum og hvørjum starvsfólki í teirra dagliga arbeiði at syrgja fyri síni egnu trygd og trygdini hjá starvsfeløgunum. Hetta er mín høvuðsboðskapur til allar okkara áhugapartar.

Trygt heim, altíð!

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 5
Jens Meinhard Rasmussen, Stjóri

Leiðslufrágreiðing

6 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 7

Leiðslufrágreiðing

Seyðisfjørður

RO/PAX

Norröna

RO/RO

Mykines

Akranes

Eystnes

Hvítanes

Mistral

Høvuðsvirksemi felagsins

Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðamanna- og farmavirksemi, sum fevnir um ferðamanna- og farmaflutning, hurð til hurð flutningsloysnir, ferðamannavistir, og annað líknandi virksemi. Felagið eigur og rekur skip og fastogn, umframt ognarpartar í øðrum feløgum.

Endamál

Tryggur og álítandi flutningur av ferðafólki og farmi, ið sambindur útjaðaran í Norðuratlantshavi við restina av heiminum.

Hirtshals

Klaipeda Þorlákshöfn Rotterdam Tórshavn
8 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

OKKARA FLOTI

NORRÖNA 2003 Type: RO/PAX Length: 165,74 Width: 30,00 Gross Tonnage: 36.976 MYKINES 1996 Type: RO/RO Length: 138,50 Width: 22,65 Gross Tonnage: 18.979 AKRANES 1998 Type: RO/RO Length: 138,50 Width: 22,65 Gross Tonnage: 10.585 EYSTNES 1981 Type: Multi Purpose Vessel Length: 102,20 Width: 16,50 Gross Tonnage: 4.610 HVÍTANES 1980 Type: Multi Purpose Vessel Length: 102,20 Width: 16,50 Gross Tonnage: 4.636 MISTRAL T/C 1998 Type: RO/RO Lenght: 153,45 Width: 20,60 Gross Tonnage: 10.471 Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 9

Smyril Line 2022

10 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Farma- og ferðafólkavirksemið hevur sum heild hilnast væl. Farleiðin millum Rotterdam og Hitra varð niðurløgd í november í 2021, tá ein nýggj farleið millum Rotterdam, Thorslakshøfn og Tórshavn varð stovnað.

Týðandi hendingar

Stríð í Evropa hevur í ávísan mun broytt mynstrið hjá okkara útflutningsvørum, og Smyril Line hevur broytt sínar farleiðir fyri at nøkta tí nýggja eftirspurninginum.

Ársúrslitið fyri 2022 gav eitt EBITDA upp á 201 mió. kr og eitt avlop aftaná skatt á 77 mió. kr.

Smyril Line stovnaði eitt 100% dótturfelag, Smyril Line Properties, sum keypti pakkhúsið- og skrivstovubygningin í Hirtshals.

Havandi í huga inflasjón, hækkandi rentustøði og oljuprísir, eru nevnd og stjórn nøgd við úrslitið.

ÚRSLIT EFTIR SKATT

77
mDKK 201 EBITDA mDKK Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 11

Smyril Line Farmadeild

Vit hava sum aðalmál at veita kundum okkara eina dygdargóða og kappingarføra tænastu, til og frá europeiska meginlandinum við Føroyum og Íslandi sum høvuðsmarknaðum.

Sum einasti Ro/Ro flutningsveitari í Føroyum og Íslandi, kunnu vit bjóða flutning á høgum støði, bæði tá talan er um matvørur, góðs til byggivinnuna, ídnaðargóðs og tá talan er um góðs á hjólum, so sum bilar, bussar og størri maskinur.

Síðstu árini hevur felagið gjørt íløgur í skip, flutningstól og aðra útgerð, umframt at felagið hevur latið upp egnar skrivastovur og pakkhús í Hirtshals, Danmark og í Rotterdam, Hollandi.

Hesi átøk blivu gjørd fyri at tryggja, at vit røkka okkara endamáli, um at vera verandi ein framúrskarandi flutningsveitari og ein góður samstarvsfelagi hjá vinnulívinum á okkara høvuðsmarknaðum. Smyril Line siglir í dag fast á havnir í Føroyum, Íslandi, Danmark, Hollandi, og londum í Eystrasalti.

Smyril Line stovnaði eitt 100% dótturfelag, Smyril Line Properties, sum keypti pakkhúsið­ og skrivstovubygningin í Hirtshals.

12 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Smyril Line Ferðafólkadeild

Ferðafólkaflutningur

Ferðavinnuskrivstovurnar hjá Smyril Line

Smyril Line hevur fýra søluskrivstovur í Føroyum, Týsklandi, Danmark og Íslandi. Umframt hesar skrivstovur er tætt samstarv við agentar runt um í Evropa, ið selja og marknaðarføra ferðir við Norrønu. Smyril Line eigur og umsitur 7 heimasíður á sjey ymiskum málum, ið allar hava til endamáls at selja og marknaðarføra okkara flutningspakkar, íroknað MS Norröna.

Søluskrivstovur felagsins í Danmark, Týsklandi og í Íslandi verða riknar gjøgnum dótturfeløg felagsins, og tær hava allar hvør sín søluroknskap og egna landafrøðiliga ábyrgdarøki. Øll marknaðarførsluátøk verða framleidd og samskipað í tøttum samstarvi við marknaðardeildina í Føroyum.

Søla & Marknaðarførsla

Sølu- og marknaðarførslutoymið hevur støðugt sjóneykuna á at gera virksemið hjá felagnum meiri sjónligt á netinum, og yvir 80 % av okkara marknaðarførsluvirksemi var á netinum í 2022. Vit miðsavna okkum um marknaðarførslu á netinum, harímillum at gera virksemið hjá felagnum so sjónligt, sum gjørligt, í leitiskipanunum og lýsingum á netinum. Harumframt lýsa vit við við tænastum hjá Smyril Line til ferðafólk á sosialum miðlum, og hava alla tíðina sjóneykuna á marknaðarførslu gjøgnum teldupost, sum er blivin ein týðandi partur av okkara sølu, tænastu og lýsingartiltøkum. Vit halda áfram við at royna at betra um okkara kundatænastu við at geva kundunum lætta atgongd til tænastur og viðkomandi kunning,

umframt við at leggja dent á viðkomandi vørur í góðari góðsku.

Okkara kundar

Yvirskipað deila vit okkara segmentir upp í marknaðir, sum stevna norður ella suður.

Okkara kundar, sum stevna norðureftir, ferðast frá tí evropeiska meginlandinum upp til Íslands og/ella Føroyar. Og okkara kundar, sum stevna suðureftir, ferðast frá Íslandi ella Føroyum til evropeiska meginøkið.

Fyri ferðandi, er høvuðsorsøkin fyri at velja okkara MS Norrönu ferjutænastu, møguleikin fyri at taka sín egna bil við sær til ferðamálið.

Vanliga, so njóta hesir kundarnir marglæti umborð, og siglingin er partur av ferðini og upplivingini. Harumframt, so er eitt vaksandi segment af okkara kundum ferðandi, sum leggja dent á teirra kolevnisslóð.

80 Á netinum 80% Traditionel 20% 20% 80%
Søla & Marknaðarførsla 2022
13
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 /

Kanningar av kundanøgdsemi

Smyril Line ger kanningar av kundanøgdsemi umborð

á MS Norrönu alt árið. Yvirskipað er endamálið við okkara kanningum av kundanøgdseminum at savna inn afturmeldingar frá kundunum, sum verður nýtt til beinanvegin at gera nakað við møgulig fall í tænastu

ella góðsku og betra um tað yvirskipaðu upplivingina av ferðini. Hesar kanningarnar geva eisini serliga kunning um jaligar og neiligar fatanir, sum vit áhaldandi nýta til at betra um okkara sølu og tænastu umborð.

Brot úr kanningum av kundanøgdsemi, Lóður 13. og 15. juli 2022

Maður, 47, Ísland

Takk fyri at tit veita samband frá Íslandi til Evropa. Vit ferðast javnan við Norrönu (hetta er umleið 30. ferð, at eg sigli við). Vit ferðast altíð við bussi, súkklu, ferju og toki, alt árið, íroknað um veturin. Vit velja Norrönu framum, tí tað er ein meiri umhvørvisvinarligur háttur, og betri háttur at ferðast uppá, enn at flúgva.

Kvinna, 69, Føroyar

Eg haldi altíð, at tað er sera áhugavert at sigla við Norrönu. Skiparin er óførur at boða frá, hvussu ferðin/veðrið fer at verða, og at sissa ferðafólkini. Ófør ung og blíð fólk, sum servera fyri okkum. Og alt annað er eisini gott her umborð.

Maður , 68, Holland

Innskrivingin á bildekkinum var frálík! Alt gjøgnum nummarpláturnar á bilunum. Ótrúligt. Starvsfólkini umboð vóru sera vinarliga og uppmerksom. Vónandi fáa vit somu góðu uppliving á vegnum heim aftur.

Maður, 52, Týskland

Vit bíløgdu eina ferð til Íslands gjøgnum ferðaskrivstovuna hjá Smyril Line gjøgnum telefon/Gmail. Eg var sera nøgdur við ráðgevaran og samskifti var sera gjøgnumskygt. Vit hildu, at Norröna var sera behagilig og hugnalig. Tað hevði verið gott, um tað vóru enn fleiri sitipláss í teimum almennu økjunum (við síðuna av matstovuni). Í matstovunum skuldu tað verið fleiri vegetarrættir.

Vørumerki / Nýtt vørumerki

In 2022 endurnýggjaðu vit okkara Smyril Line vørumerki. Vit dagførdu okkara Smyril Line búmerki, okkara tóna og okkara yvirskipaða layout. Okkara nýggja vørumerkja leiðbeining kom út síðst í 2022, og vit fara at halda áfram við at seta í verk okkara nýggja layout ígjøgnum alt árið í 2023.

Grønur og munadyggur rakstur

Við skilagóðum umhvørvispolitikki og rakstri minka vit um árin á umhvørvið

16 /
2022
Smyril Line / Ársfrásøgn

Flutningur á sjónum er ein meiri umhvørvisvinarligur flutningsháttur, samanborið við aðrar flutningshættir, og Smyril Line er sinna at verja og minka um árin á umhvørvið, við skilagóðum umhvørvispolitikki og rakstri. Skilagóður grønur rakstur er alneyðugur fyri at verja umhvørvið, og fyri at gera samtakið minni viðkvæmt yvir fyri sveiggjum í oljuprísunum.

Av tí at oljuútreiðslur eru tær avgjørt størstu einstøku útreiðslurnar hjá samtakinum, so hava vit sett serstøk átøk í verk fyri at minka um oljunýtsluna.

Hesi átøk fevna um:

• At reinsa skrokkin, pussa og smyrja skrúvuna.

• Skynsamari siglingarætlan saman við íløgu í frekvensumformara.

• At uppstiga og betra um framdráttarskipanina.

/ 17
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Umhvørvi

Sjóvegis flutningur er sera umhvørvisvinarligur pr. flutta eind, samanborið við onnur flutningstól. Sambært innanhýsis greiningum um útlát eru vit á hesum økinum ájøvn við onnur feløg, sum útinna somu tænastu.

Við okkara øktu áherðslu á at dagføra mannagongdir og seta onnur átøk í verk, taka vit stig til at minka enn meiri um okkara orkunýtslu.

Smyril Line hevur møguleika fyri at gera íløgu í eina skipan til at taka ímóti landstreymi, soleiðis at tað ikki er neyðugt hjá okkara skipum at hava motorarnar gangandi, ímeðan skipini liggja við bryggju. Ein slík

skipan hevði minka um okkara útlát av CO2, og eisini avmarkað ljóðdálkingina frá okkara skipum. Tíanverri eru havnirnar ikki enn til reiðar at taka hetta stigið, men tað verður arbeitt fram ímóti at finna loysnir, so hetta verður gjørligt í framtíðini.

Hotel Brandan og Hotel Hafnia eru bæði “GreenKey Hotel”, sum merkir, at tey lúka altjóða krøv til umhvørvis vernd og burðardygd. Aðaltátturin í hesum eru at avmarka óneyðuga nýtslu, at nýta vørur og tænastur úr nærumhvørvinum, og at virka vistfrøðiligt. Líknandi átøk eru gjørd aðrastaðni í virkseminum hjá samtakinum í gjøgnum árið.

Í apríl 2022 settu vit okkara langtíðar mál fyri niðurskurð av CO2­útláti.
18 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Frágreiðing um burðardygd og samfelagsábyrgd (ESG)

Í apríl 2022 settu vit okkara langtíðar mál fyri niðurskurð av CO2-útláti. Hesi mál samsvara við nýggjar umhvørvisásetingar innan skipaferðslu, sum umfata tøknilig krøv til skip umframt nýggj krøv til skiparakstur.

Í apríl broyttu vit okkara vit okkara siglingarætlanir, við tí eina endamálinum at lækka um ferðina á okkara skipum, fyri at røkka okkara málum um at skerja útlátið.

2022 KgCO2/NM 2021 KgCO2/NM 2020 KgCO2/NM CO2 útlát - KgCO2 / NM 260 360 340 320 300 280 240 Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des Avg Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 19

Heilsa og trygd

Vit stremba alla tíðina eftir at menna okkara felags arbeiðsmentan, og hava tikið stig til at hava felags tilgongdir, tá tað snýr seg um heilsu, trygd, umhvørvið og góðsku (HSEQ). Hetta umfatar at endurskoða politikkir, mannagongdir, tilgongdir og at seta felags mál.

Vit arbeiða miðvíst við heilsu og trygd í øllum pakkhúsum og umborð á øllum skipum. Allir spurningar viðvíkjandi heilsu og trygd verða umtalaðir og viðgjørdir í øllum samtakinum.

Hesar strembanir eru ein partur av at uppbyggja eina sterka heilsu- og trygdarmentan, har trivnaðurin hjá okkara starvsfólkum er í hásæti.

Fráboðanir av skaðatilburðum spæla ein týdningarmiklan lut í framhaldandi at fyribyrgja og forða skaðar á umhvørvið, fólk og fæ. Tí birta vit uppundir eina mentan, har allir skaðatilburðir verða fráboðaðir. Endamálið er ikki ábreiðsla, men at læra og betra okkum.

Endamálið er altíð at árið skal verða uttan skaðatilburðir. Tvs. Lost Time Injury* (LTI)

Mannarættindi og arbeiðararættindi

Hjá Smyril Line taka vit mannarættindi og arbeiðararættindi í álvara. Vit stuðla eisini fólki, sum ynskja at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Av tí at tað er lágt arbeiðsloysi, serliga í Føroyum, so skaffa vit starvsfólk bæði í nærumhvørvinum og úti í heimi, og vit standa sjálvi fyri øllum starvssetanum.

Vit hava fingið undangóðkenning at seta starvsfólk úr ES í nógv ár. Í November 2021 setti landsstýrið í verk eina snarskipan fyri borgarar uttan fyri ES. Smyril Line fekk rætt til at nýta snarskipanina í desember 2021, tá skipanin byrjaði. Hetta styttir um tilgongdina hjá okkum at seta starvsfólk, sum koma úr londum uttan fyri ES, men tað ásetir okkum neyðturviliga eyka skyldur sum arbeiðsgevari. Vit seta okkara útlendsku starvsfólk væl inn í, hvørji rættindi tey hava á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og hvussu hesin er skipaður. Harumframt bjóða vit nýggjum starvsfólkum frálæru í føroyskum, fyri at lætta um teirra umskifti til eitt nýtt land.

20 / Smyril Line /
2022
Vit arbeiða miðvíst við heilsu og trygd í øllum pakkhúsum og umborð á øllum skipum
Ársfrásøgn

Frágreiðing um burðardygd og samfelagsábyrgd (ESG)

UMHVØRVISVIÐURSKIFTI (bert flotin)

SOSIAL / SAMFELAGSLIG VIÐURSKIFTI

LEIÐSLUSTÝRING

Eind Mál 2022 Viðmerking CO2 útlátskelda 1 t 157.553,00 ton CII gCO2 /t*nmile 21,9 Framleitt burturkast t 1968,05
Eind Mál 2022 Viðmerking Fulltíðar arbeiðsmegi FTE 612
Eind Mál 2022 Viðmerking Starvsfólk Í føstum starvi Tal 471 Fyribilssett Tal 110 Leyst tilknýtt Tal 153 Fulltíðarstarvsett Tal 448 Parttíðarsett Tal 177
Eind Mál 2022 Viðmerking Kvinnur % 32 Menn % 68 Aldur Í miðal Tal 35 Kynsfjølbroytni í leiðsluni (kvinnur) % 30 Kynsfjølbroytni í leiðsluni (menn) % 70
STARVSFÓLK
YMISKLEIKI
Eind Mál 2022 Viðmerking Kynsfjølbroytni í nevndini (kvinnur) % 50 0 Kynsfjølbroytni í nevndini (menn) % 50 100 Uppmøting í nevndini % 100 100 Tjóðskapur í nevndini (altjóða) % 0 Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 21

Fjølbroytni og inklusjón

Vit meina, at ein fjølbroytt arbeiðsmegi fremir størri nýhugsan, kreativitet og virðisøking, so tað gevur bæði menniskjansliga og vinnuliga meining, at vit øll gera okkara ítasta fyri at hava virðing fyri hvørjum øðrum.

Í Smyril Line leggja vit alla orku í at tryggja, at arbeiðsumhvørvið er uttan ónáðir, og vit arbeiða framhaldandi fyri at sleppa undan nøkrum slag av mismuni vegna kyn, tjóðbólkaeyðkenni, tjóðskap, osfr. Í 2022 hevði Smyril Line 612 starvsfólk, 415 (68%) menn og 197 (32%) kvinnur.

Starvsfólk á landi: 348

Starvsfólk á sjónum: 264

Í einum arbeiðsøki, har flest mannfólk arbeiða, arbeiða vit fyri at tryggja líka løn fyri sama slag av arbeiði. Vit stuðla kvinnum og monnum í at arbeiða í øllum størvum, og vit lata okkum ikki linda við mismuni vegna kyn.

Læring & menning

Vit bjóða okkara starvsfólki eitt breitt úrval av yrkismøguleikum innan shipping, frítíð, kost og vistarhald. Vit leggja dent á framhaldandi at útbúgva og førleikamenna okkara starvsfólk og, har tað er gjørligt, at bjóða teimum møguleikan at royna aðrar yrkisleiðir innan fyri felagið.

Trygdin er í fremstu røð í øllum, sum vit gera. Vit skipa fyri árligum trygdarskeiðum, har vit leggja dent á trygd á sjónum fyri at tryggja ein áhaldandi framburð innan hetta avgerandi øki.

Vit venja og vegleiða okkara starvsfólkaleiðarum í at leiða og arbeiða í einum fjølmentanarligum arbeiðsplássi og í hvussu ein fremur eitt umhvørvi, har pláss er fyri ymiskum mentanum. Hetta er vanliga í sambandi við okkara árligu skeið fyri okkara starvsfólkaleiðarum innan kost og vistarhald.

Vit hava lærlingar innan næstan øll øki, frá tænarum, kokkum, avgreiðslufólki, til fólk innan roknskaparførslu og vøruflutningstænastu. Vit bjóða teimum møguleikan fyri at skifta millum ymisk arbeiðsøki í felagnum, sum gevur teimum høvið at royna ymisk arbeiðsstøð, og hjálpir teimum at velja sína ynsktu yrkisleið.

Samfelagsábyrgd (CSR)

Felagið arbeiðir hart fyri at veita kundunum kappingarførar tænastur, samstundis sum felagið miðvíst tekur samfelagslig atlit. Smyril Line miðar eisini eftir at reka virksemið ábyrgdarfult við gjøgnumskygni til gagns fyri allar áhugapartar.

Vit samstarva við skúlar, og bjóða tvær vikurs starvsvenjing til næmingar í 9. og 10. flokki, bæði á okkara hotellum og umborð á okkara skipum.

Vit hava eisini eitt støðugt tætt samstarv við Nordjobb, av tí at vit trúgva, at tað er týdningarmikið at ung

348 Starvsfólk á landi 264 Starvsfólk á sjónum 68 Menn 68% Kvinnur 32% 32% 68% 612 STARVSFÓLK 22 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

fólk í norðanlondum fáa møguleikan fyri at uppliva at arbeiða og búgva í Føroyum.

Vit eru partur av aspirantskipanini hjá skipsføraraútbúgv ingini í Føroyum. Hetta merkir, at fleiri ættarlið av skipsførara- og maskinmeistaranæmingum hava tikið ta kravdu siglingatíðina hjá okkum fyri at fáa sítt fyrsta vinnubræv og koma víðari á starvsleiðini.

Vit samstarva eisini við maskinmeistaraskúlar í Danmark, og hava havt nógvar maskinmeinstaranæmingar umborð á okkara skipum, har teir hava fingið siglingartíð sum part av útbúgvingini.

Sponsor-avtalur

Sum virkin luttakari í samfelagnum, stuðlar felagið einstaklingum, bólkum og felagsskapum. Vit vilja gera mun, har vit kunnu. Við hesum sponsor-avtalum vilja vit geva nakað aftur til samfelagið.

Stuðul

Smyril Line stuðlar einstaklingum, bólkum og felagsskapum fíggjarliga.

2022 / 23
Vit meina, at ein fjølbroytt arbeiðsmegi fremir størri nýhugsan, kreativitet og virðisøking
Smyril Line / Ársfrásøgn

Hotell

Smyril Line eigur P/F Hotel Hafnia, sum eigur og rekur Hotel Hafnia og Hotel Brandan.

Hotel Hafnia er eitt 4-stjørna hotell við einum 4-stjørnaðum ráðstevnuparti. Hotellið hevur 79 kømur og 5 smáttur. Í 2022 bleiv Hotel Hafnia umvælt og snøggað upp av nýggjum, og hotellið liggur mitt í Tórshavn.

Hotel Brandan er eitt 4-stjørna superior hotell við einum 4-stjørna ráðstevnuparti. Hotellið liggur í Gundadali í Tórshavn, hevur til samans 124 kømur, 4 fundarhøli, sauna, venjingarhøli, heitar pottar og 130 parkeringspláss.

Bæði Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava góðkenningina “Green Key,” sum er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðamannavinnuni. Hetta merkið verður latið fyritøkum í ferðamannavinnuni, sum gera nakað eyka fyri at verja umhvørvið.

24 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Innlendis flutningur

Smyril Line samtakið eigur flutningsfelagið OCD, sum bleiv stovnað í 1995, og hevur sæti í Saltangará.

Felagið er eitt av størstu flutningsfeløgum í Føroyum og hevur 10 lastbilar og 3 vøruflutningsbilar. OCD hevur økt um virðisketuna við at víðka um okkara innanhýsis tænastuvinning, sum áðrenn varð umsitin av undir veitara. OCD stendur fyri øllum farmaflutningi til og frá okkara skipum í Føroyum til kundar kring landið. Flutningur í Íslandi og á evropeiska meginlandinum verður keyptur frá uttanhýsis veitarum.

26 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Váðaviðurskifti

Marknaðarváði

Fíggjarliga gongdin í bæði Føroyum og ikki minst okkara grannalondum hevur ávirkan á eftirspurningin á farma- og ferðafólka flutningstænastum og harvið á rakstrarúrslit felagsins.

Rentuváði

Felagið hevur rentuberandi skuld, og vilja broytingar í rentustøðinum hava ávirkan á partar av lánunum.

Oljuprísur

Sveiggjandi oljuprísir hava ávirkan á rakstrarúrslitið. Hedging hevur ein týðandi lut í at avmarka stutttíðarárin av sveiggjandi oljuprísum. Hedging verður framhaldandi nýtt í sambandi við váðastýring.

KT váðar

Cyper álop, tap av dátum og manglandi innanhýsis eftirlit kann hava við sær álvarsamar fylgjur fyri eitt felag.

Vit hava í Smyril Line góðkent ein felags KT trygdarpolitikk fyri alt samtakið. Settur er ein Security Policy officer (ISO) at hava ábyrgdina av trygdini innan kunningartøkni og dátur, sum hevur heimild og myndugleika til at kunna um KT trygdarpolitikkin, halda hann dagførdan, og hava eftirlit við, at hann verður fylgdur.

Veðurlíkindi

Ólagalig veðurlíkindi eru ein partur av virkisliga veru leikanum í sambandi við virksemið í Norður Atlantshavinum vetrarhálvuna. Dugnalig starvsfólk og 40 ára virkisligar royndir avmarka virkisligan váða, men fíggjarligi kostnaðurin av at tillaga siglingarætlanir eftir veðurlíkindum kann vera týðandi.

Farsótt

Farsótt hevur víst seg at vera ein sera stórur váði fyri virksemi hjá Smyril Line. Umframt at vera ein heilsuváði, so er eisini ein innbygdur politiskur váði atknýttur, við tað at tað er so ymiskt, hvussu londini handfara farsóttina.

/ 27
Smyril Line / Ársfrásøgn
2022

Hendingar eftir roknskaparárslok

Eftir roknskaparárslok eru ikki farnar fram hendingar, sum hava týðandi ávirkan á ársroknskapin.

28 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Útlit 2023

Vit vænta framgongd í ferðafólka- og farmaflutningi, og at avlopið fyri 2023 verður omanfyri mDKK 100.

Útlit og metingar eru við fyrivarni um fleiri óvissur, so sum oljuprísir, inflasjón, rentustøði og politisku støðuna í 2023.

Samtaksviðurskifti

Felagið inngongur í samtaksroknskapin hjá Sp/f Skansabrekka.

Eigaraviðurskifti

Hesir partaeigarar eiga partabrøv, sum í minsta lagi umboða 5% av atkvøðum partapeningsins, ella sum í minsta lagi hava eitt áljóðandi virði á 5% av partapeninginum - tó í minsta lagi 100.000 kr.:

P/F 12.11.11, Tórshavn; Framtaksgrunnur Føroya, Tórshavn; Føroya Landsstýri, Tórshavn.

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 29

Átekningar

30 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Leiðsluátekning

Nevndin og stjórnin hava í dag viðgjørt og góðkent ársfrásøgnina fyri roknskaparárið 1. januar - 31. desember 2022 fyri P/F SmyrilLine. Ársfrásøgnin er greidd úr hondum í samsvari við ársroknskaparlógina.

Vit meta, at samtaks- og ársroknskapurin gevur eina rættvísandi mynd av ognum, skyldum og fíggjarligu støðu felagsins tann 31. desember 2022, umframt av samtaks- og felagsins virksemi og samtaksins peningastreymsuppgerð fyri roknskaparárið 1. januar - 31. desember 2022.

Vit meta, at leiðslufrágreiðingin inniheldur eina rættvísandi frágreiðing um tey viðurskifti, sum frágreiðingin umrøður.

Ársfrásøgnin verður løgd fram til góðkenningar ársaðalfundsins.

Tórshavn, tann 24. mars 2023

Stjórn

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri

Nevnd

Tummas Justinussen, formaður Hendrik Egholm

Arne Joensen Jens Meinhard Rasmussen

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 31

Grannskoðanarátekning frá óheftum grannskoðara

Til kapitaleigararnar í P/F Smyril-Line

Niðurstøða

Vit hava grannskoðað samtaksroknskapin og ársroknskapin hjá P/F Smyril-Line fyri roknskaparárið 1. januar - 31. desember 2022 við nýttum roknskaparhátti, rakstrarroknskapi, fíggjarstøðu og notum fyri bæði samtakið og felagið umframt peningastreymsuppgerð fyri samtakið. Samtaksroknskapurin og ársroknskapurin eru gjørdir eftir ársroknskaparlógini.

Tað er okkara fatan, at samtaksroknskapurin og ársroknskapurin geva eina rættvísandi mynd av samtaksins og felagsins ognum, skyldum og fíggjarligu støðu tann 31. desember og úrslitinum av samtaksins og virksemi felagsins og peningastreymi samtaksins í roknskaparárinum 1. januar - 31. desember 2022 samsvarandi ársroknskaparlógini.

Grundarlag fyri niðurstøðuni

Vit hava grannskoðað samsvarandi altjóða standardum um grannskoðan og eftir øðrum ásetingum í føroysku grannskoðaralógini. Okkara ábyrgd sambært hesum standardum og krøvum er nærri lýst í grannskoðanarátekningini í pettinum “Ábyrgd grannskoðarans av grannskoðanini av samtaksroknskapinum“. Vit eru óheft av samtakinum samsvarandi altjóða etisku

reglunum fyri grannskoðarar (etisku reglurnar hjá IESBA) og øðrum ásetingum, ið eru galdandi í Føroyum, eins og vit hava lokið onnur etisk krøv, sum vit hava sambært hesum reglum og krøvum. Tað er okkara fatan, at vit hava fingið nøktandi grannskoðanarprógv, ið kunnu vera grundarlag undir okkara niðurstøðu.

Ábyrgd leiðslunnar av samtaksroknskapinum og ársroknskapinum Leiðslan hevur ábyrgdina av at gera ein samtaksroknskap og ein ársroknskap, ið geva eina rættvísandi mynd í samsvari við ársroknskaparlógina. Leiðslan hevur harumframt ábyrgdina av innanhýsis eftirlitinum, ið leiðslan metir skal til fyri at gera samtaksroknskapin og ársroknskapin uttan týðandi skeivleikar, uttan mun til um skeivleikarnir standast av sviki ella mistøkum.

Tá ið samtaksroknskapurin og ársroknskapurin verða gjørdir, hevur leiðslan ábyrgdina av at meta um, hvørt samtakið og felagið megna at halda fram við rakstrinum, og har tað er viðkomandi at upplýsa um viðurskifti viðvíkjandi framhaldandi rakstri og at gera ein samtakroknskap og ársroknskap eftir roknskaparásetingunum um framhaldandi rakstur, uttan so at leiðslan hevur ætlanir um at avtaka samtakið ella

32 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

felagið, steðga rakstrinum ella um leiðslan í roynd og veru ikki hevur aðrar møguleikar.

Ábyrgd grannskoðarans av grannskoðanini av samtaksroknskapinum og ársroknskapinum

Endamál okkara er at fáa eina grundaða vissu fyri, at samtaksroknskapurin og ársroknskapurin sum heild eru uttan týðandi skeivleikar, uttan mun til um skeivleikarnir standast av sviki ella mistøkum, og at gera eina grannskoðanarátekning við eini niðurstøðu.

Grundað vissa er vissa á høgum stigi, men er tó ikki ein trygd fyri, at grannskoðan framd samsvarandi altjóða standardum um grannskoðan og øðrum

ásetingum, sum eru galdandi í Føroyum, altíð kann avdúka týðandi skeivleikar, um slíkir eru. Skeivleikar kunnu koma fyri orsakað sviki ella mistøkum og mugu metast at verða týðandi, um tað er sannlíkt, at teir hvør sær ella saman kunnu metast at hava ávirkan á fíggjarligu avgerðirnar, ið roknskaparbrúkararnir taka við støði í samtaksroknskapinum og ársroknskapinum.

Tá ið vit grannskoða samsvarandi altjóða standardum um grannskoðan og øðrum ásetingum í føroysku grannskoðaralógini, gera vit yrkisligar metingar og varðveita professionella ivasemið undir grannskoðanini.

Harumframt:

• Eyðmerkja og meta vit um váðan fyri týðandi skeivleikum í samtaksroknskapinum og ársroknskapinum, uttan mun til um skeivleikarnir standast av sviki ella mistøkum, leggja til rættis og grannskoða samsvarandi hesum váða og fáa til vega grannskoðanarprógv, ið eru nóg góð og egnað sum grundarlag undir okkara niðurstøðu. Váðin fyri, at vit ikki avdúka týðandi feilir orsakað av sviki, er størri enn váðin fyri, at feilir orsakað av mistøkum ikki verða avdúkaðir, av tí at svik kann umfata samansvørjing, skjalafalsan, ætlað dyljan, villleiðing ella at innanhýsis eftirlit verða skúgvað til viks.

• Fáa vit fatan av tí innanhýsis eftirliti, ið er viðkomandi fyri grannskoðanina, soleiðis at vit kunnu leggja

grannskoðanina til rættis á nøktandi hátt eftir umstøðunum, men ikki fyri at gera eina niðurstøðu um, hvussu virkið innanhýsis eftirlitið er.

• Taka vit støðu til, um tann av leiðsluni nýtti roknskaparháttur er hóskandi eins og vit meta um, hvørt roknskaparligu metingarnar og tilhoyrandi upplýsingar frá leiðsluni eru rímiligar.

• Taka vit støðu til, um tað er hóskandi, at leiðslan hevur valt at gera samtaksroknskapin og ársroknskapin grundað á roknskaparháttin um framhaldandi rakstur, og um tað, við støði í teimum grannskoðanarprógvum, ið eru fingin til vega, er týðandi óvissa ella viðurskifti, ið kunnu elva til týðandi óvissu um, hvørt samtakið og felagið megna at halda áfram. Er niðurstøðan, at tað er týðandi óvissa, skulu vit gera vart við hetta í grannskoðanarátekningini við at vísa til upplýsingar hesum viðvíkjandi í samtaksroknskapinum og ársroknskapinum ella, um hesar upplýsingar ikki eru nøktandi, tillaga okkara niðurstøðu. Okkara niðurstøður eru grundaðar á tey grannskoðanarprógv, ið eru fingin til vega fram til dagin, tá ið okkara grannskoðanarátekning verður undirskrivað. Hendingar í framtíðini ella viðurskifti kunnu tó elva til, at samtakið og felagið ikki eru før fyri at halda fram við rakstrinum.

• Taka vit støðu til samlaðu framløguna, bygnaðin og innihaldið í samtaksroknskapinum og ársroknskapinum, íroknað upplýsingarnar í notunum umframt um samtaksroknskapurin og ársroknskapurin vísa transaktiónir, sum liggja undir, og hendingar á ein slíkan hátt, at tað gevur eina rættvísandi mynd.

• Fáa vit neyðug og nøktandi grannskoðanarprógv fyri fíggjarligu upplýsingunum fyri feløgini ella handilsvirksemi í samtakinum, soleiðis at vit kunnu geva eina niðurstøðu um samtaksroknskapin. Vit hava ábyrgdina av at leiða, hava eftirlit við og fremja samtaksgrannskoðanina. Vit hava eina ábyrgd av okkara grannskoðanarniðurstøðu.

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 33

Vit samskifta við leiðsluna um millum annað vavið á ætlaðu grannskoðanini og nær vit vænta at grannskoða. Harumframt samskifta vit um týðandi eygleiðingar í sambandi við grannskoðanina, so sum týðandi manglar í innanhýsis eftirlitinum, ið vit eru komin fram á í sambandi við grannskoðanina.

Ummæli av leiðslufrágreiðingini

Leiðslan hevur ábyrgdina av leiðslufrágreiðingini.

Okkara niðurstøða um samtaksroknskapin og ársroknskapin fevnir ikki um leiðslufrágreiðingina, og vit geva ikki nakra váttan við vissu um leiðslufrágreiðingina.

Tað er okkara ábyrgd, í sambandi við grannskoðanina av samtaksroknskapinum og ársroknskapinum, at lesa leiðslufrágreiðingina og í hesum sambandi meta um, hvørt samanhangur er millum leiðslufrágreiðingina og samtaksroknskapin ella ársroknskapin, ella um hon er í mótsøgn við ta vitan, ið vit hava fingið undir grannskoðanini, ella á annan hátt er tengd at týðandi skeivleikum.

Okkara ábyrgd er harumframt at hugsa um hvørt leiðslufrágreiðingin hevur kravdu upplýsingarnar samsvarandi ársroknskaparlógini.

Grundað á gjørda arbeiðið er tað okkara fatan, at leiðslufrágreiðingin samsvarar við samtaksroknskapin og ársroknskapin, og at hon er gjørd samsvarandi krøvunum í ársroknskaparlógini. Vit eru ikki vorðin varug við týðandi feilir í leiðslufrágreiðingini.

Tórshavn, hin 24. mars 2023

Sp/f SPEKT løggildir grannskoðarar

34 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
Jóhannes Færø statsaut. Revisor

Upplýsingar um felagið

Felagið

P/F Smyril Line

Yviri við Strond 1

Postsmoga 370

Tórshavn

Skrás.nr. 544

Roknskaparár:

1. Januar – 31. desember

Heimstaður:

Tórshavn

Nevnd

Tummas Justinussen, Chairman

Jens Meinhard Rasmussen

Arne Joensen

Hendrik Egholm

Stjórn

Jens Meinhard Rasmussen, CEO

Grannskoðan

Sp/f SPEKT løggildir grannskoðarar

Staravegur 17

110 Tórshavn

Samtaksroknskapur

Felagið er við í samtaksroknskapinum fyri móðurfelagið Sp/f Skansabrekka.

36 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 37
P/F SMYRIL LINE Móðurfelag FARMUR Deild FERÐAFÓLK Deild OCD SP/F Dótturfelag (100%) SMYRIL LINE AGENCY SP/F Dótturfelag (100%) SMYRIL LINE PROPERTIES APS Dótturfelag (100%) SMYRIL LINE TRAVEL AS Dótturfelag (100%) SMYRIL LINE DE Deild SMYRIL LINE ÍSLAND EHF Dótturfelag (100%) HOTEL HAFNIA P/F Dótturfelag (100%) SMYRIL LINE CARGO DANMARK APS Dótturfelag (100%) SMYRIL LINE CARGO NL Deild
Samtaksyvirlit

Høvuðs- og lyklatøl

Gongdin hjá felagnum seinastu 5 árini kann lýsast við hesum høvuðs og lyklatølum.

SEINASTU 5 ÁRINI

Lyklatølini eru greidd úr hondum samsvarandi viðmælum og vegleiðingum frá Den Danske Finans-analytikerforening. Víst verður til allýsingar í pettinum um nýttan roknskaparhátt.

Dótturfelagið Smyril Line Properties ApS inngongur í 5 ára yvirlitið frá 2022.

38 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
(tkr.) 2022 2021 2020 2019 2018 ÚRSLIT PROFIT/LOSS Nettosøla Revenue 1.432.814 1.179.087 849.035 937.074 845.648 Bruttoúrslit Gross profit 439.753 338.220 243.286 324.020 254.574 Úrslit áðrenn av- og niðurskrivingar EBITDA 200.799 119.156 75.623 150.002 100.935 Úrslit frá fíggjarpostum Net financials -41.097 -28.125 -21.068 -17.161 -14.955 Ársúrslit Profit/loss for the year 77.246 15.580 7.841 75.893 30.387 FÍGGJARSTØÐA BALANCE SHEET Fíggjarstøðujavni Balance sheet total 1.434.442 1.351.965 1.350.027 1.173.449 886.869 Eginogn Equity 448.930 371.692 356.112 348.272 272.379
SAMTAK / GROUP
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 39 Key figures (tkr.) 2022 2021 2020 2019 2018 PENINGASTREYMUR FRÁ CASH FLOWS FROM Rakstrarvirksemi Operating activities 133.088 112.107 53.231 110.897 77.793 Íløguvirksemi Investing activities -115.318 -110.435 -227.719 -226.628 -127.128 Íløgur í materiella støðisogn Incluting investment in tangible assets -117.780 -105.131 -184.640 -226.940 -101.134 Fíggjarvirksemi Financing activities 24.574 -14.952 136.268 214.399 9.987 Starvsfólkatal Number of employees 612 549 461 475 461 LYKLATØL FINANCIAL RATIOS Høvðusavkast Return on assets 9,1% 3,8% 1,9% 10,1% 6,7% Tryggleikastig Solvency ratio 31,3% 27,5% 26,4% 29,7% 30,7% Eginpeningsavkast Return on equity 18,8% 4,3% 2,2% 24,5% 11,4% Gjaldførislutfall Current ratio 127% 104% 108% 138% 91% SAMTAK / GROUP

Konsern- og ársroknskapur

ÁRSFRÁSØGN 2022 40 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 41

Konsern- og ársroknskapur

Nýttur roknskaparháttur

Ársfrásøgnin hjá P/F Smyril Line fyri 2022 er gjørd í samsvari við ásetingarnar í ársroknskaparlógini fyri feløg í bólki C stór.

Nýtti roknskaparhátturin er hin sami fyri móðurfelagið og samtakið.

Tann nýtti roknskaparhátturin er óbroyttur í mun til síðsta ár. Tó eru gjørdar ávísar umbólkingar í rasktrarroknskapinum. Vørukeyp upp á 22.203 tkr., sum í 2021 var bólkað undir uttanhýsis kostnaðum, flutt á serstaka linju í rakstrarroknskapinum. Somuleiðis eru uttanhýsis kostnaðir upp á 659 tkr., sum áður vóru bólkaðir undir fíggjarligum kostnaðum, fluttir til linjuna fyri uttanhýsis kostnað.

UM INNROKNING OG VIRÐISÁSETING

Inntøkur verða innroknaðar í rakstrarroknskapin, so hvørt sum tær verða vunnar. Harumframt verða virðisjavningar av fíggjarligum ognum og skyldum innroknaðar. Í rakstrarroknskapinum verða somuleiðis allir kostnaðir, íroknað avskrivingar og niðurskrivingar, innroknaðir.

Ognir verða innroknaðar í fíggjarstøðuna, tá ið tað er sannlíkt, at felagið í framtíðini fær fíggjarligar ágóðar, og virðið á ognini kann gerast upp álítandi.

Skyldur verða innroknaðar í fíggjarstøðuna, tá ið tað er sannlíkt, at felagið í framtíðini skal av við fíggjarligar

ágóðar, og virðið á skylduni kann gerast upp álítandi.

Til at byrja við verða ognir og skyldur innroknaðar til kostprís. Síðani verða ognir og skyldur virðisásettar, sum lýst niðanfyri fyri einstøku roknskaparpostarnar.

Ávísar fíggjarligar ognir og skyldur verða virðisásettar til amortiseraðan kostprís, og sostatt verður ein konstant effektiv renta innroknað yvir gildistíðina. Amortiseraður kostprísur verður uppgjørdur sum upprunaligur kostprísur við frádrátti av møguligum avdráttum og ískoyti/ frádrátti av samlaðu amortiseringini av muninum millum kostprís og áljóðandi virði.

Í sambandi við innrokning og virðisáseting verður hædd tikin fyri væntaðum tapum og vandum, sum íkoma áðrenn ársfrásøgnin verður løgd fram, og sum sanna ella avsanna viðurskifti, ið vóru til staðar fíggjarstøðudagin.

SAMTAKSROKNSKAPURIN

Samtaksroknskapurin fevnir um móðurfelagið P/F Smyril Line og dótturfeløg, har P/F Smyril Line beinleiðis ella óbeinleiðis eigur meira enn 50% av atkvøðurættindunum ella á annan hátt hevur avgerandi ávirkan. Feløg, har samtakið eigur millum 20% og 50% av atkvøðurættindunum, og har samtakið hevur týðandi, men ikki avgerandi ávirkan, verða mett sum leyst atknýtt feløg. Samtaksroknskapurin verður gjørdur út frá roknskapinum hjá P/F Smyril Line og dóttur feløgunum Sp/f Smyril Line Agency, Smyril Line Travel A/S, Smyril Line Ísland ehf., Smyril Line Cargo Danmark ApS, P/F Hotel Hafnia, Smyril Line Properties ApS og Sp/f OCD við samanlegging av eins roknskaparupp hæddum.

Í sambandi við konsolideringina verður javnað fyri innanhýsis inntøkum og útreiðslum, partabrævaognum, innanhýsis millumverandi og vinningsbýti eins og staðfestum og ikki staðfestum vinningi og tapi av flytingum millum konsolideraðu feløgini.

42 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Kapitalpartar í dótturfeløgum verða javnaðir við lut falsliga partinum av dagsvirðinum av nettoognum og skyldum hjá dótturfeløgunum útveganardagin.

Nýútvegað ella nýstovnað feløg verða innroknað í samtaksroknskapin frá útveganardegnum. Seld ella avtikin feløg verða innroknað í rakstrarroknskapin hjá samtakinum fram til avhendingardagin. Samanberingar tølini verða ikki tillagað fyri nýútvegað, seld ella avtikin feløg.

RAKSTRARROKNSKAPURIN SEGMENTUPPLÝSINGAR

Upplýst verður um virkis og landafrøðilig øki. Segmentupplýsingarnar fylgja nýtta roknskaparháttinum, váðanum og innanhýsis fíggjarstýringini hjá felagnum.

Ognir í segmentinum fevna um tær ognir, sum bein leiðis verða nýttar til inntøkuskapandi virksemi í segmentinum.

Segmentskyldur fevna um tær skyldur, sum standast av rakstrinum av segmentinum, í hesum er íroknað útvegarar av vørum og tænastum og onnur skuld.

NETTOSØLA

Nettosøla verður innroknað í rakstrarroknskapin, um váðaskifti, sum oftast í sambandi við útflýggjan til keypara, er farið fram og um inntøkan kann gerast upp álítandi og væntast móttikin.

Nettosølan verður virðisásett til dagsvirðið av avtalaðu samsýningini uttan mvg og avgjøld, sum eru uppkravd vegna triðjapart. Øll sløg av givnum avsláttrum verða innroknað í søluna.

KOSTNAÐUR FYRI RÁVØRU OG HJÁLPITILFAR

Kostnaður fyri rávørur og hjálpitilfar fevnir um nýtsluna av rávørum og hjálpitilfari, sum er nýtt til at røkka ársins nettosølu.

AÐRAR RAKSTRARINNTØKUR

Aðrar rakstrarinntøkur fevna um roknskaparupphæddir av lítlum týdningi í mun til høvuðsvirksemið hjá felagnum, íroknað vinning frá sølu av immateriellari og materiellari støðisogn.

AÐRIR UTTANHÝSIS KOSTNAÐIR

Aðrir uttanhýsis kostnaðir fevna um kostnaðir til útbreiðslu, sølu, lýsingar, umsiting, høli, tap uppá skuldarar, langleigukostnaðir v.m.

STARVSFÓLKAKOSTNAÐUR

Starvsfólkakostnaður fevnir um lønir, íroknað frítíðarløn og eftirlønir umframt aðrar kostnaðir til sosiala trygd v.m. til starvsfólk felagsins. Móttikin endurgjøld frá almennum myndugleikum eru drigin frá starvsfólkakostnaðinum.

AV OG NIÐURSKRIVINGAR

Av og niðurskrivingar fevna um ársins av og niðurskrivingar upp á immateriella og materiella støðisogn.

FÍGGJARLIGAR INNTØKUR OG KOSTNAÐIR

Fíggjarligar inntøkur og kostnaðir fevna um rentur, kursvinning og tap viðvíkjandi virðisbrøvum, skuld og flytingar í fremmandum gjaldoyra, amortisering av fíggjarligum ognum og skyldum.

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 43

INNTØKUR AV KAPITALPØRTUM Í DÓTTURFELØGUM OG LEYST ATKNÝTTUM FELØGUM

Í rakstrarroknskapi móðurfelagsins verður lutfalsligi parturin av úrslitinum eftir skatt hjá einstøku dótturfeløgunum innroknaður aftaná javning av øllum innanhýsis vinningi/tapi.

Í samtaksins eins og móðurfelagsins rakstrarroknskap um verður lutfalsligi parturin av úrslitinum eftir skatt hjá einstøku leyst atknýttu feløgunum innroknaður aftaná javning av lutfalsligum parti av innanhýsis vinningi/tapi.

SKATTUR AV ÁRSÚRSLITINUM

Skattur av ársúrslitinum fevnir um partafelagsskatt og broyting í útsettum skatti, íroknað broytingar ið stava frá broyting í skattastigi. Skattur, sum viðvíkur ársúrslitinum, verður innroknaður í rakstrarroknskapin og skattur, sum viðvíkur bókingum beinleiðis á eginognini, verður innroknaður beinleiðis á eginognina.

FÍGGJARSTØÐAN

IMMATERIELL STØÐISOGN

Goodwill

Vinningur ella tap frá sølu av dótturfeløgum og leyst atknýttum feløgum verða uppgjørd sum munurin millum søluupphæddina og roknskaparliga virðið av nettoognunum søludagin, íroknað ikki avskrivað goodwill og væntaðan sølu ella avtøkukostnað.

Tá ið nýggj feløg verða keypt, verður yvirtøkuhátturin nýttur, og tí verða eyðmerktu ognirnar og skyldurnar hjá keyptu feløgnum virðisásettar til dagsvirði á útveganardegnum. Avsett verður til kostnaðir í sambandi við samtyktar og almannakunngjørdar umskipanir í keypta felagnum í.s.v. keypið. Hædd verður tikin fyri skattligu ávirkanini av nýggju metingunum.

Positivir munir (goodwill) millum útveganarvirðið og dagsvirðið á yvirtiknum, eyðmerktum ognum og skyldum, íroknað avseting til kostnað til umskipanir, verða innroknaðir sum immateriell støðisogn og

avskrivaðir regluliga yvir raksturin við støði í mettu livitíðini, tó í mesta lagi 20 ár. Goodwill, sum stavar frá keyptum feløgum, kann verða javnað til árslok árið eftir keypið.

Goodwill verður avskrivað yvir mettu fíggjarligu livitíðina, ið verður ásett grundað á leiðslunnar royndir innan ymisku handilsøkini. Goodwill verður avskrivað við eins stórum upphæddum yvir avskrivingartíðarskeiðið, ið er 5 ár. Tá ið talan er um strategiskt keypt feløg, ið eru sterk á marknaðinum og hava ein langtíðar vinnuprofil, er avskrivingartíðarskeiðið longri enn 5 ár.

MATERIELL STØÐISOGN

Materiell støðisogn verður virðisásett til kostprís við frádrátti av samlaðum av og niðurskrivingum.

Avskrivingargrundarlagið er kostprísur við frádrátti av væntaðum restvirði eftir lokna nýtslutíð. Grundøki verða ikki avskrivað.

Kostprísur er útveganarprísur umframt kostnaðir, ið beinleiðis eru knýttir at útveganini til dagin, tá ið ognin er klár at taka í nýtslu. Fyri egnar framleiddar ognir fevnir kostprísurin um beinleiðis og óbeinleiðis kostnaðir til tilfar, deilir, undirútvegarar og løn.

Rentukostnaðir av lánum, ið eru tikin við beinleiðis tilknýti til framleiðslu av materiellari støðisogn, verða innroknaðir í kostprísin yvir framleiðslutíðarskeiðið. Allur óbeinleiðis lánikostnaður verður rakstrarførdur. Kostprísurin á eini ogn verður býttur sundur í serstakar partar, ið verða avskrivaðir hvør sær, um nýtslutíðin er ymisk fyri ymsu partarnar.

Avskrivingin er eins stór fyri tey einstøku roknskaparárini og er grundað á hesar metingar um nýtslutíðina á ognunum:

Brúkstíð Restvirði

Bygningar 12-30 ár 0-60%

Rakstrartól og innbúgv 2-20 ár 0%

Skip 3-40 ár 20-33%

44 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

Vinningur ella tap verða innroknað í rakstrarroknskapin undir ávikavist aðrar rakstrarinntøkur ella aðrar rakstrarkostnaðir.

LANGLEIGUSÁTTMÁLAR

Langleigusáttmálar viðvíkjandi materiellari støðisogn, har felagið hevur allar týðandi váðar og fyrimunir tengdar at ognarrættinum (fíggjarlig langleiga), verða í fyrstu atløgu virðisásettir til lægsta virðið av dagsvirðinum av langleigaðu ognini og nútíðarvirðinum av framtíðar langleigukostnaðinum. Tá ið nútíðarvirðið verður roknað, verða annaðhvørt innanhýsis rentufóturin á langleiguavtaluni ella lánsrentan hjá felagnum nýtt sum diskoneringsfaktor. Fíggjarliga langleigaðar ognir verða síðani viðgjørdar sum aðrar støðisognir felagsins.

Kapitaliseraða restleiguskyldan verður innroknað í fíggjarstøðuna sum skuld, og rentuparturin av langleigugjaldinum verður innroknaður í rakstrarroknskapin yvir gildistíðina í sáttmálanum.

Allir aðrir langleigusáttmálar eru operationell langleiga. Gjøld í sambandi við operationellar langleigusáttmálar og aðrar leiguavtalur verða rakstrarførd yvir gildistíðina í sáttmálanum. Tann samlaða skyldan í sambandi við operationellar langleigu og leigusáttmálar verður upplýst undir eventualskyldum v.m.

KAPITALPARTAR Í DÓTTURFELØGUM OG LEYST

ATKNÝTTUM FELØGUM

Kapitalpartar í dótturfeløgum og leyst atknýttum feløgum verða virðisásettir til lutfalsliga partin av roknskaparliga innara virðinum í feløgunum, gjørt upp sambært roknskaparháttinum hjá samtakinum, við frádrátti ella ískoyti av ikki staðfestum innanhýsis vinningi og tapi í samtakinum og við ískoyti ella frádrátti av restvirðinum á positivum ella negativum goodwill, sum er gjørt upp sambært yvir tøkuháttinum.

Kapitalpartar í dótturfeløgum og leyst atknýttum feløgum við negativum roknskaparligum innara virði verða virðisásettir til 0 kr., og ein møgulig áogn hjá hesum feløgum verður niðurskrivað í tann mun

áognin verður mett órøkkandi. Í tann mun móðurfelagið hevur eina rættarliga ella veruliga skyldu til at taka á seg fíggjarligar skyldur, sum eru størri enn áognin, verður restupphæddin innroknað sum ein avseting.

Nettouppskriving av kapitalpørtum í dótturfeløgum og leyst atknýttum feløgum verður flutt til tiltakspening til nettouppskriving eftir innaravirðisháttinum undir eginognini, í tann mun roknskaparliga virðið er hægri enn kostprísurin. Vinningsbýti frá dótturfeløgum, ið væntast samtykt áðrenn ársfrásøgnin hjá P/F Smyril Line verður góðkend, verður ikki bundið sum tiltakspeningur.

Tá ið feløg verða keypt, verður yvirtøkuhátturin nýttur, sí lýsing omanfyri um uppgerð av goodwill.

ONNUR VIRÐISBRØV, STØÐISOGN

Onnur virðisbrøv verða virðisásett til dagsvirði.

VØRUGOYMSLUR

Vørugoymslur verða virðisásettar til kostprís eftir FIFO háttinum. Er nettosøluvirðið lægri enn kostprísurin, verður goymslan niðurskrivað til hetta lægra virðið.

Kostprísur fyri handilsvørur, rávørur og hjálpitilfar fevnir um keypsprís umframt kostnað fyri at fáa vørurnar heim.

VIRÐISMINKING AV STØÐISOGN

Árliga verður mett um, hvørt tað eru ábendingar um, at roknskaparliga virðið á immateriellari og materiellari støðisogn umframt kapitalpørtum í dótturfeløgum og leyst atknýttum feløgum er minkað meiri í virði enn tað, sum kemur til sjóndar í árligu avskrivingunum.

Eru tekin um virðisminking, verður ein niðurskrivingarroynd gjørd fyri hvørja einstaka ogn ávikavist bólk av ognum. Niðurskrivað verður til endurvinningarvirðið, um hetta er lægri enn roknskaparliga virðið.

Endurvinningarvirðið er tað hægsta virðið av nettosøluprísi og kapitalvirði. Kapitalvirðið verður gjørt upp

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 45

sum nútíðarvirðið av væntaðu nettopeningastreymunum frá nýtsluni av ognini ella ognarbólkinum og væntaðu nettopeningastreymunum í sambandi við sølu av ognini ella ognarbólkinum eftir endaða nýtslutíð.

ÁOGN

Áogn verður virðisásett til amortiseraðan kostprís.

Niðurskriving verður gjørd móti væntaðum tapi, tá ið tað verður mett at vera ein óvildug ábending um, at ein áogn ella áognarbólkur eru minkað í virði. Er ein óvildug ábending um, at ein einstøk áogn er virðisminkað, verður henda áogn niðurskrivað.

TÍÐARAVMARKINGAR

Tíðaravmarkingar, ið eru innroknaðar sum ogn í umferð, fevna um goldnar kostnaðir viðvíkjandi komandi roknskaparárum..

VINNINGSBÝTI

Vinningsbýti, sum leiðslan skjýtur upp at útluta fyri roknskaparárið, verður innroknað sum ein skylda.

PARTAFELAGSSKATTUR OG ÚTSETTUR SKATTUR

Skyldugur skattur og skattaáogn verða innroknað í fíggjarstøðuna sum roknaður skattur av ársins skattskyldugu inntøku javnað fyri skatt av skattskyldugum inntøkum undanfarin ár.

Útsettur skattur verður virðisásettur eftir fíggjarstøðu skuldarháttinum av øllum fyribils munum millum roknskaparligu og skattligu virðini av ognum og skyldum.

Útsettur skattur verður virðisásettur við støði í teimum skattareglum og skattastigum, sum við galdandi lóg fíggjarstøðudagin verða galdandi, tá ið tann útsetti skatturin væntandi skal gjaldast.

SKYLDUR

Við lántøku verða fíggjarligar skyldur innroknaðar við eini upphædd svarandi til móttiknu upphæddina

frádrigið transaktiónskostnaðir. Seinni verða fíggjarligu skyldurnar virðisásettar til amortiseraðan kostprís svarandi til kapitaliseraða virðið við nýtslu av effektivu rentuni, soleiðis at munurin millum móttiknu upphæddina og áljóðandi virðið verður innroknaður í rakstrarroknskapin yvir lánitíðarskeiðið.

Fíggjarligu skyldurnar fevna eisini um kapitaliseraðu restlangleiguskylduna av fíggjarligum langleiguavtalum.

Aðrar skyldur verða virðisásettar til nettorealisationsvirði.

TÍÐARAVMARKINGAR

Tíðaravmarkingar fevna um móttiknar gjaldingar viðvíkjandi inntøkum í komandi roknskaparárium.

UMROKNING AV FREMMANDUM GJALDOYRA

Transaktiónir í fremmandum gjaldoyra verða í fyrstu atløgu umroknaðar til kursin transaktiónsdagin.

Gjaldoyramunir, ið íkoma millum kursin transaktiónsdagin og kursin gjalddagin, verða innroknaðir í rakstrarroknskapin sum ein fíggjarlig upphædd.

Áogn, skuld og aðrar peningaligar upphæddir í fremmandum gjaldoyra verða umroknaðar til gjaldoyrakursin fíggjarstøðudagin. Munurin millum kursin fíggjarstøðudagin og kursin tann dagin, tá ið áognin ella skuldin íkom ella innroknaðu/ognarførdu upphæddina í seinasta ársroknskapi, verður innroknaður í rakstrarroknskapin undir fíggjarligum inntøkum og útreiðslum.

AVLEIDD FÍGGJARTÓL

Avleidd fíggjartól verða í fyrstu atløgu innroknað í fíggjarstøðuna til kostprís, og verða síðani virðisásett til dagsvirði. Positiv og negativ dagsvirði av avleiddum fíggjartólum verða tikin við undir aðra áogn ella aðra skuld.

Broyting í dagsvirðinum av avleiddum fíggjartólum, sum eru flokkað sum og lúka krøvini til váðavernd av dagsvirðinum av eini innroknaðari ogn ella skyldu,

46 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

verður innroknað í rakstrarroknskapin saman við broytingum í dagsvirðinum av váðavardu ognini ella váðavardu skylduni.

Broyting í dagsvirðinum av avleiddum fíggjartólum, sum eru flokkað sum og lúka krøvini til váðavernd av væntaðum framtíðar peningastreymum, verður innroknað undir aðra áogn ella aðra skuld og undir eginognina. Standast ognir ella skyldur av hesi framtíðar transaktión, verða upphæddir, sum áður eru útsettar á eginognina, fluttar til keypsprísin á ávikavist ognini ella skylduni. Standast inntøkur ella kostnaðir av hesi framtíðar transaktión, verða upphæddir, sum eru útsettar á eginognina, fluttar til raksturin í tí tíðarskeiði sum tað tryggjaða ávirkar raksturin.

PENINGASTREYMSUPPGERÐ

Peningastreymsuppgerðin vísir peningastreymar samtaksins í árinum býtt á økini rakstrar , íløgu og fíggingarvirksemi í árinum, broytingar í tøkum peningi í árinum umframt tøka pening hjá samtakinum við ársbyrjan og ársenda.

Ávirkanin á tøkan pening í sambandi við keyp og sølu av feløgum verður víst serskilt undir peningastreymi frá íløguvirksemi. Peningastreymar frá keyptum feløgum verða tiknir við í peningastreymsuppgerðina frá keypsdegnum, og peningastreymar viðvíkjandi seldum feløgum verða tiknir við fram til søludagin.

PENINGASTREYMUR FRÁ RAKSTRARVIRKSEMI

Peningastreymur frá rakstrarvirkseminum verður uppgjørdur sum ársins úrslit javnað fyri ikki kontantar rakstrarupphæddir, broytingar í arbeiðskapitali umframt goldnum partafelagsskatti.

PENINGASTREYMUR FRÁ ÍLØGUVIRKSEMI

Peningastreymur frá íløguvirkseminum fevnir um gjøld í sambandi við keyp og sølu av feløgum og virksemi umframt keyp og sølu av immateriellari, materiellari og fíggjarligari støðisogn.

PENINGASTREYMUR FRÁ FÍGGINGARVIRKSEMI

Peningastreymur frá fíggingarvirkseminum fevnir um broytingar í stødd ella samanseting av felagskapitali felagsins og kostnaðum knýttum at hesum umframt upptøku av lánum, gjaldan av avdráttum á rentuberandi skuld og útgjaldi av vinningsbýti til partaeigarar.

TØKUR PENINGUR

Tøkur peningur fevnir um tøkar peningaupphæddir og stuttfreistað virðisbrøv við eini gildistíð upp á minni enn 3 mánaðir, og sum uttan forðing kunnu umbýtast til tøkan pening, og har vandin fyri virðisbroytingum er ótýðandi.

YVIRLIT YVIR HØVUÐS OG LYKLATØL

Frágreiðing til lykatølini.

Høvuðsavkast Úrslit áðrenn fíggjarpostar x 100 Ognir til samans

Tryggleikastig Eginogn ultimo x 100 Ognir til samans við árslok

Eginpeningsavkast Vanlig úrslit eftir skatt x 100 Miðal eginogn

Gjaldførislutfall Ogn í umferð x 100 Stuttfreistað skuld

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 47

Konsern- og ársroknskapur

Rakstrarroknskapur

1. januar - 31. desember 2022

48 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
(tkr.) Nota 2022 2021 2022 2021 Nettosøla Revenue 1 1.432.814 1.179.087 1.091.632 904.545 Aðrar rakstrarinntøkur Other operating income 1.077 12.175 490 1.976 Kostnaður fyri rávøru og hjálpitilfar Raw materials and consumables -56.103 -22.203 -30.496 -22.205 Aðrir uttanhýsis kostnaðir Other external expenses -938.035 -830.839 -874.505 -761.794 Bruttoúrslit Gross profit 439.753 338.220 187.121 122.522 Starvsfólkakostnaður Staff cost 2 -238.954 -219.064 -90.795 -87.836 Úrslit áðrenn av- og niðurskrivingar EBITDA 200.799 119.156 96.326 34.686 Av- og niðurskrivingar Deprecation, amortisation and impairment 6-7 -74.438 -68.347 -28.393 -30.635 Úrslit áðrenn fíggjarpostar EBIT 126.361 50.809 67.933 4.051 SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 49 SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) Nota 2022 2021 2022 2021 Inntøkur frá kapitalpørtum í atknýttum feløgum Income from investments in subsidiaries 8 0 0 40.040 26.328 Fíggjarligar inntøkur Financial income 3 859 1.129 127 1.267 Fíggjarligir kostnaðir Financial costs 4 -41.956 -29.254 -30.170 -15.926 Úrslit áðrenn skatt Profit/loss before tax 85.264 22.684 77.930 15.720 Skattur av ársúrslitinum Tax on profit/loss for the year 5 -8.018 -7.104 -684 -140 Ársúrslit Net profit/loss for the year 77.246 15.580 77.246 15.580
TIL YVIRSKOTSBÝTI
OF PROFIT Tiltakspeningur til nettouppskriving eftir innaravirðisháttinum Reserve for net revaluation under the equity method 0 0 32.265 15.464 Flutt úrslit Retained earnings 77.246 15.580 44.981 116 77.246 15.580 77.246 15.580
UPPSKOT
PROPOSED DISTRIBUTION

Konsern- og ársroknskapur

Fíggjarstøða

tann 31. desember 2022

50 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
(tkr.) Nota 2022 2021 2022 2021 OGN ASSETS Goodwill Goodwill 26 975 0 0 Immateriell støðisogn Intangible assets 6 26 975 0 0 Grundøki og bygningar Land and buildings 289.793 260.026 11.425 12.693 Rakstrartól og innbúgv Tools and equipment 140.937 115.113 8.841 11.370 Skip Ships 685.935 714.196 483.947 500.608 Materiell støðisogn í gerð Tangible asset in progress 15.223 0 14.488 0 Materiell støðisogn Tangible assets 7 1.131.888 1.089.335 518.701 524.671 Kapitalpartar í atknýttum feløgum Investments in subsidiaries 8 0 0 196.186 113.876 Kapitalpartar í leyst atknýttum feløgum Investments in associates 9 0 2.410 0 2.410 Áogn hjá atknýttum feløgum Receivables from subsidiaries 0 0 2.660 4.888 Onnur virðisbrøv og kapitalpartar Other fixed asset investments 3.196 3.192 46 34 Onnur áogn Other recievables 1.762 1.594 250 250 Fíggjarlig støðisogn Fixed asset investments 4.958 7.196 199.142 121.458 Støðisogn tilsamans Ficed assets total 1.136.872 1.097.506 717.843 646.129 SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY OGN ASSETS
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 51 SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) Nota 2022 2021 2022 2021 Rávøra og hjálpitilfar Raw materials and consumables 447 281 0 0 Liðugtvørur og handilsvørur Finished goods and goods for resale 22.408 21.369 20.727 20.191 Vørugoymslur Stocks 22.855 21.650 20.727 20.191 Áogn av sølu og tænastum Trade recievables 91.824 102.489 42.197 55.423 Áogn hjá atknýttum feløgum Recievables from subsidiaries 0 0 11.192 125.336 Onnur áogn Other recievables 16.845 11.614 7.155 5.116 Útsett skattaáogn Deffered tax asset 5 319 610 0 0 Tíðaravmarkingar Prepayments 7.952 2.665 6.630 1.346 Áogn Recievables 116.940 117.378 67.174 187.221 Tøkur peningur Cash at bank and in hand 157.775 115.431 101.613 67.755 Ogn í umferð tilsamans Currents assets total 297.570 254.459 189.514 275.167 Ogn tilsamans Assets total 1.434.442 1.351.965 907.357 921.296 OGN ASSETS

Konsern- og ársroknskapur

Fíggjarstøða

tann 31. desember 2022

52 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
(tkr.) Nota 2022 2021 2022 2021 Felagskapitalur Share capital 112.012 112.012 112.012 112.012 Tiltakspeningur til nettouppskriving eftir innaravirðisháttinum Reserve for net revaluation under the equity method 0 0 87.100 54.835 Fluttur vinningur Retained earnings 336.918 259.680 249.818 204.845 Eginogn Equity 10 448.930 371.692 448.930 371.692 Útsettur skattur Provision for deferred tax 5 9.891 8.422 0 0 Avsetingar til samans Provisions total 9.891 8.422 0 0 Lánistovnar Other credit institutions 663.648 657.395 321.973 330.062 Langleiguskyldur Lease obligations 78.393 55.915 0 0 Onnur skuld Other payables 0 13.034 0 13.034 Langfreistað skuld Long­term debt 11 742.041 726.344 321.973 343.096 SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY SKYLDUR LIABILITIES AND EQUITY
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 53 SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) Nota 2022 2021 2022 2021 Stuttfreistaður partur av langfreistaðari skuld Short-term part of long-term debt 11 79.782 70.921 37.127 37.804 Peningastovnar Banks 40 24 0 0 Undangoldið frá kundum Prepayments from costumers 22.600 15.085 3.807 5.411 Vøru- og tænastuskuld Trade payables 96.811 128.565 59.559 87.018 Skuld til atknýtt feløg Payables to subsidiaries 0 0 22.657 64.843 Skuld til leyst atknýtt feløg Payables to associates 0 1.162 0 1.162 Partafelagsskattur Corporation tax 5 6.145 5.239 684 140 Onnur skuld Other payables 27.034 24.511 12.620 10.130 Tíðaravmarkingar Deferred income 1.168 0 0 0 Stuttfreistað skuld Short­term debt 233.580 245.507 136.454 206.508 Skuld til samans Debt total 975.621 971.851 458.427 549.604 Skyldur til samans Liabilities and quity total 1.434.442 1.351.965 907.357 921.296 Veðsetingar og trygdarveitingar Charges and securities 12 Leiga og langleiguskyldur Rental agreements and lease commitments 15 Nærstandandi partar Related parties 14 Samsýning til grannskoðara Fee to auditors 13 SKYLDUR LIABILITIES AND EQUITY

Konsern- og ársroknskapur

Peningastreymsuppgerð

1. januar - 31. desember 2022

54 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
(tkr.) Nota 2022 2021 Ársúrslit Net profit/loss for the year 77.246 15.580 Javningar Adjustments 16 123.844 103.994 Broytingar í rakstrarkapitali Change in working capital 17 -22.933 25.787 Peningsastreymur frá rakstri áðrenn fíggjarpostar Cash flow from operating activities before financial income and expenses 178.157 145.361 Rentuinngjaldingar og líknandi Interest income and similar income 859 1.129 Rentuútgjaldingar og líknandi Interest expenses and similar charges -40.653 -29.254 Peningastreymur frá vanligum rakstri Cash flow from ordinary activities 138.363 117.236 Goldin partafelagsskattur Corporation tax paid -5.475 -1.797 Aðrar javningar Other adjustments 200 -3.332 Peningastreymur frá rakstrarvirksemi Cash flows from operating activities 133.088 112.107 Keyp av materiellari støðisogn Purchase of property, plant and equipment -117.780 -105.131 Keyp av fíggjarligari støðisogn v.m. Fixed asset investments made etc 0 -6.200 Søla av materiellari støðisogn Sale of proterty, plant and equipment 1.357 896 Søla av figgjarligari støðisogn v.m. Sale of fixed asset investments etc 1.105 0 Peningastreymur frá íløguvirksemi Cash flows from investing activities -115.318 -110.435 SAMTAK GROUP
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 55 SAMTAK GROUP (tkr.) Nota 2022 2021 Broyting í skuld kredittstovnar Changes in loans from credit institutions 15.130 -93.199 Broyting í langleiguskyldum Change in lease obligations incurred 22.478 65.213 Broyting í aðrari langfreistaðari skuld Change in other long-term debt -13.034 13.034 Peningastreymur frá fíggingarvirksemi Cash flows from financing activities 24.574 -14.952 Broyting í tøkum peningi Change in cash and cash equivalents 42.344 -13.280 Tøkur peningur 1. januar 2022 Cash and cash equivalents at 1 January 2022 115.431 128.711 Tøkur peningur 31. desember 2022 Cash and equivalents at 31 December 2022 157.775 115.431 Tøkur peningur kann sundurgreinast soleiðis: Cash and cash equivalents are specifies as follows: Tøkur peningur Cash at bank and in hand 157.775 115.431 Tøkur peningur 31. desembur 2022 Cash and cash equivalents at 31 December 2022 157.775 115.431

Notur til ársfrásøgnina

ÁRSFRÁSØGN 2022 56 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 57

Innihaldsyvirlit

1. Segment upplýsingar Information on segments

2. Starvsfólkakostnaður Staff costs

3. Fíggjarligar inntøkur Financial income

4. Fíggjarligir kostnaðir Financial costs

5. Skattur av ársúrslitinum Tax on profit/loss for the year

6. Immateriell støðisogn Intangible assets

7. Materiel støðisogn Tangible assets

8. Kapitalpartar í atknýttum feløgum Investments in subsidiariesK

9. Kapitalpartar í leyst atknýttum feløgum Investments in associates

10. Eginogn Equity

11. Langreistað skuld Long term debt

12. Veðsetingar og trygdarveitingar Charges and securities

13. Samsýning til aðalfundarvaldan grannskoðara Fee to auditors appointed at the general meeting

14. Nærstandandi partar Related parties

15. Leiga og langleiguskyldur Rental agreements and lease commitments

16. Peningastreymsuppgerð - javningar Cash flow statement - adjustments

17. Peningastreymsuppgerð - broyting í rakstrarkapitali Cash flow statement - change in working capital

58 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

1. SEGMENT UPPLÝSINGAR INFORMATION ON SEGMENTS

- høvðusøki/segment

2. STARVSFÓLKAKOSTNAÐUR STAFF COSTS

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 59
Virksemi
Activities -
segment (tkr.) Skipavirksemi Vessel operation Hotel virksemi Hotel operation Onnur inntøka Other revenue Samtak til samans Group total 2022 Nettosøla Revenue 1.336.389 96.425 1.077 1.433.891 2021 Nettosøla Revenue 1.100.031 79.056 12.175 1.191.262
primary
SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) 2022 2021 2022 2021 Lønir Wages and salaries 201.635 185.153 78.611 76.050 Eftirlønartryggingar Pensions 23.432 21.545 8.313 7.951 Onnur lønartengd gjøld Other social security costs 13.887 12.366 3.871 3.835 238.954 219.064 90.795 87.836 Av hesum er samsýning til stjórn og nevnd Including remuneration to the Executive and Supervisory Boards 4.101 3.819 3.591 3.751 Starvsfólkatal í miðal Average number of employees 612 549 237 218
60 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
INCOME SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) 2022 2021 2022 2021 Rentuinntøkur, atknýtt feløg Interest recieved from subsidiaries 0 0 114 1.267 Aðrar fíggjarligar inntøkur Other financial income 859 1.129 13 0 859 1.129 127 1.267
3. FÍGGJARLIGAR INNTØKUR
FINANCIAL
COSTS SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) 2022 2021 2022 2021 Niðurskriving av fíggjarligari ogn Impairment losses on financial assets 3.420 0 3.420 0 Fíggjarligur kostnaður, atknýtt feløg Financial expenses, group entities 0 0 0 150 Annar fíggjarligur kostnaður Other financial costs 30.069 25.620 15.034 12.173 Gjaldoyratap Exchange loss 8.467 3.634 11.716 3.603 41.956 29.254 30.170 15.926
4. FÍGGJARLIGIR KOSTNAÐIR
FINANCIAL

5. SKATTUR AV ÁRSÚRSLITINUM TAX ON PROFIT/LOSS FOR THE YEAR

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 61
SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) 2022 2021 2022 2021 Partafelagsskattur Current tax for the year 6.882 5.133 684 140 Útsettur skattur í árinum Deferred tax for the year 1.136 1.971 0 0 8.018 7.104 684 140
SAMTAK GROUP Goodwill Útveganarvirði 1. januar 2022 Cost at 1 January 2022 4.812 Útveganarvirði við árslok 31. desember 2022 Cost at 31 December 2022 4.812 Av- og niðurskrivingar 1. januar 2022 Impairment losses and amortisation at 1 January 2022 3.838 Avskrivingar í árinum Amortisation for the year 948 Av- og niðurskrivingar við árslok 31. desember 2022 Impairment losses and amortisation at 31 December 2022 4.786 Roknskaparligt virði 31. desember 2022 Carrying amount at 31 December 2022 26
6. IMMATERIELL STØÐISOGN INTANGIBLE ASSETS

7. MATERIEL STØÐISOGN TANGIBLE ASSETS

62 / Smyril Line / Ársfrásøgn
2022
(tkr.) Grundøki og bygningar Land and buildings Rakstrartól og innbúgv Tools and equipment Skip Ship Materiell støðisogn í gerð Tangible asset in progress SAMTAK GROUP Keypsvirðið 1. januar 2022 Cost at 1 January 2022 302.592 169.320 1.276.363 0 Tilgongd í árinum Additions for the year 36.166 50.972 16.395 15.223 Frágongd í árinum Disposals for the year -13.260 -7.701 -388 0 Keypsvirði við árslok 31. desember 2022 Cost at 31 December 2022 325.498 212.591 1.292.370 15.223 Av- og niðurskrivingar 1. januar 2022 Impairment losses and depreciation at 1 January 2022 42.764 54.389 562.167 0 Avskrivingar í árinum Depreciation for the year 5.310 23.749 44.268 0 Afturførdar avskrivingar upp á seldar ognir Reversal of impairment and depreciation of sold assets -12.369 -6.787 0 0 Av- og niðurskrivingar við árslok 31. desember 2022 Impairment losses and depreciation at 31 December 2022 35.705 71.351 606.435 0 Roknskaparligt virði 31. desember 2022 Carrying amount at 31 December 2022 289.793 141.240 685.935 15.223 Rentuupphædd, sum ein partur av kostprísinum fyri ogn Interest expenses recognised as part of cost of assets 8.349 0 0 0 Roknskaparligt virði langtíðarleigað ogn Value of leased assets 0 91.154 0 0
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 63 (tkr.) Grundøki og bygningar Land and buildings Rakstrartól og innbúgv Tools and equipment Skip Ship Materiell støðisogn í gerð Tangible asset in progress MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY Keypsvirðið 1. januar 2022 Cost at 1 January 2022 19.319 28.602 990.541 0 Tilgongd í árinum Additions for the year 0 248 8.968 14.488 Frágongd í árinum Disposals for the year -891 0 -388 0 Keypsvirði við árslok 31. desember 2022 Cost at 31 December 2022 18.428 28.850 999.121 14.488 Av- og niðurskrivingar 1. januar 2022 Impairment losses and depreciation at 1 January 2022 6.626 17.233 489.934 0 Avskrivingar í árinum Depreciation for the year 377 2.776 25.240 0 Av- og niðurskrivingar við árslok 31. desember 2022 Impairment losses and depreciation at 31 December 2022 7.003 20.009 515.174 0 Roknskaparligt virði 31. desember 2022 Carrying amount at 31 December 2022 11.425 8.841 483.947 14.488

8. KAPITALPARTAR Í ATKNÝTTUM FELØGUM INVESTMENTS IN SUBSIDIARIES

Eftirverandi positiv mundarupphædd, ið eru partur av omanfyristandandi roknskaparliga virðinum, er tann 31. desember 2022

Remaining positive difference included in the above carrying amount at 31 December 2022

64 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
(tkr.) 2022 2021 MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY Keypsvirði 1. januar 2022 Cost at 1 January 2022 61.036 59.486 Tilgongd í árinum Additions for the year 48.050 1.550 Keypsvirði við árslok 31. desember 2022 Cost at 31 December 2022 109.086 61.036 Virðisjavningar 1. januar 2022 Revaluations at 1 January 2022 52.811 37.347 Gjaldoyrajavning Exchange adjustment -606 0 Ársúrslit Net profit/loss for the year 40.988 27.276 Vinningsbýti Dividend to the Parent Company -2.000 -11.000 Avskrivingar upp á goodwill Amortisation of goodwill -948 -948 Kapitalpartar við negativum innara virði niðurskrivaðir yvir áogn hjá atknýttum feløgum Equity investment with negative net asset value amortised over recievables -3.145 165 Virðisjavningar við árslok 31. desember 2022 Revaluations at 31 December 2022 87.100 52.840 Roknskaparligt virði 31. desember 2022 Carrying amount at 31 December 2022 196.186 113.876
26 975

Kapitalpartar í dótturfeløgum kunnu sunduergreinast soleiðis: Investments in subsidiaries are specified as follows:

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 65
Heimstaður Place of registered office Atkvøðu- og ognarpartur Votes and ownership Eginogn Equity Ársúrslit Net profit/loss for the year MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY Smyril Line Travel A/S Danmark 100% -1.366 1.809 Smyril Line Ísland ehf. Ísland 100% 43.460 20.869 Sp/f Smyil Line Agency Føroyar 100% 84.886 8.346 Smyril Line Cargo Danmark ApS Danmark 100% 4.989 1.658 P/F Hotel Hafnia Føroyar 100% 56.107 4.196 Sp/f OCD Føroyar 100% 7.667 3.743 Smyril Line Properties ApS Danmark 100% 417 367
IN
SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) 2022 2021 2022 2021 Keypsvirði 1. januar 2022 Cost at 1 January 2022 386 386 386 386 Frágongd í árinum Disposals for the year -386 0 -386 0 Keypsvirði við árslok 31. desember 2022 Cost at 31 December 2022 0 386 0 386 Virðisjavningar 1. januar 2022 Revaluations at 1 January 2022 2.024 2.024 2.024 2.024 Frágongd í árinum Disposals for the year -2.024 0 -2.024 0 Virðisjavningar við árslok 31. desember 2022 Revaluations at 31 December 2022 0 2.024 0 2.024 Roknskaparligt virði 31 desember 2022 Carrying amount at 31 December 2022 0 2.410 0 2.410
9. KAPITALPARTAR Í LEYST ATKNÝTTUM FELØGUM INVESTMENTS ASSOCIATES

10. EGINOGN EQUITY

Felagskapitalurin er kr. 112.012.332, býttur sundur í partabrøv á áljóðandi kr. 0,01 og multipla av hesum. Eingin partabrøv hava serlig rættindi.

The share capital amounts to DKK 112,012,332 divided into shares of a nominal value of DKK 0.01 each share. No shares carry any special rights.

Ongar broytingar hava verið í felagskapitalinum seinastu 5 árini. There have been no changes in the share capitalduring the last 5 years.

66 / Smyril Line /
Ársfrásøgn 2022
(tkr.) Felagskapitalur Shared capital Fluttur vinningur Retained earnings Til samans Total SAMTAK GROUP Salda j. januar 2022 Equity at 1 January 2022 112.012 259.672 371.684 Ársúrslit Net profit/loss for the year 0 77.246 77.246 Eginognin við árslok 31. desember 2022 Equity at 31 December 112.012 336.918 448.930 (tkr.) Felagskapitalur Shared capital Tiltakspeningur til nettouppskriving eftir innaravirðisháttinum Reserve for net revaluation under the equity method Fluttur vinningur Retained earnings Til samans Total MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY Salda j. januar 2022 Equity at 1 January 2022 112.012 54.835 204.837 371.684 Ársúrslit Net profit/loss for the year 0 32.265 44.981 77.246 Eginognin við árslok 31. desember 2022 Equity at 31 December 112.012 87.100 249.818 448.930
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 67
(tkr.) Skuld 1. januar 2022 Debt at 1 January 2022 Skuld 31. desembur 2022 Debt at 31 December 2022 Avdráttur komandi ár Payment within 1 year Restskuld eftir 5 ár Debt after 5 years SAMTAK GROUP Lánistovnar Other credit institutions 719.018 728.038 64.390 245.197 Lanleiguskyldur Lease obligations 65.213 93.785 15.392 10.055 Onnur skuld Other payables 13.034 0 0 0 797.265 821.823 79.782 255.252 (tkr.) Skuld 1. januar 2022 Debt at 1 January 2022 Skuld 31. desembur 2022 Debt at 31 December 2022 Avdráttur komandi ár Payment within 1 year Restskuld eftir 5 ár Debt after 5 years MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY Lánistovnar Other credit institutions 367.866 359.100 37.127 182.261 Onnur skuld Other payables 13.034 0 0 0 380.900 359.100 37.127 182.261
11. LANGFREISTAÐ SKULD LONG TERM DEBT

12. VEÐSETINGAR OG TRYGDARVEITINGAR CHARGES AND SECURITIES

Í skipum í móðurfelagnum við einum roknskaparligum virði upp á 483.947 tkr. eru tinglýst ognarveðbrøv upp á 400.000 tkr., sum trygd fyri lánsskuld.

In ships in the Parent Company with a carrying value of tDKK 483.947, mortage deeds amounting to tDKK 400,000 are registered as security for bank loans.

Í bygningum í móðurfelagnum við einum roknskaparligum virði upp á 11.425 tkr. eru tinglýst ognarveðbrøv upp á 25.000 tkr., sum trygd fyri lánsskuld.

In buildings in the Parent Company with a carrying value of tDKK 11,425, mortage deeds amounting to tDKK 25,000 are registered as security for bank loans.

Móðurfelagið borgar fyri lánsskuld hjá dótturfeløgum upp á til samans 36.068 tkr. The Parent Company has provided guarantee for bank loans in subsidiaries, aounting to tDKK 36,068.

Móðurfelagið hevur veitt aðrar ábyrgdir fyri til samans 2.020 tkr. The Parent Company has provided other guarantees of tDKK 2,020.

Móðurfelagið borgar fyri langleiguskyldum hjá dótturfeløgum upp á til samans 86.111 tkr. The Parent Company has provided guarantee for leasing obligations in subsidiaries, aounting to tDKK 86,111.

SAMTAKS VEÐSETINGAR OG TRYGARVEITINGAR

Charges and securities to the Parent Company and grown entities

Í skipum í konsernini við einum roknskaparligum virði upp á 685.935 tkr. eru tinglýst ognarveðbrøv upp á

577.500 tkr., sum trygd fyri lánsskuld.

In ships in the Group with a carrying value of tDKK 685.935, mortage deeds amounting to tDKK 577.500 are registered as security for bank loans.

Í bygningum í konsernini við einum roknskaparligum virði upp á 289.793 tkr. eru tinglýst ognarveðbrøv upp á

370.255 tkr., sum trygd fyri lánsskuld.

In buildings in the Group with a carrying value of tDKK 289,793, mortage deeds amounting to tDKK 370,255 are registered as security for bank loans.

Í rakstrartólum og innbúgv í konsernini við einum roknskaparligum virði upp á 1.379 tkr. eru tinglýst ognarveðbrøv upp á 6.850 tkr., sum trygd fyri lánsskuld.

In tools and equipment in the Group with a carrying value of tDKK 1,379, mortage deeds amounting to tDKK 6,850 are registered as security for bank loans.

Konsernin hevur veitt lánistovni virkisveð upp á 8.000 tkr. í áogn av sølu, goymslum, goodwill, tøkum peningi og rakstrartólum og innbúgv.

The Group has provided lender floating charge of tDKK 8,000 in trade receivables, stocks, goodwill, cash and tools and equipment.

Konsernin hevur veitt aðrar ábyrgdir fyril til samans 2.220 tkr. The Group has provided other guarantees of tDKK 2,220.

Av tøkum peningi í konsernini eru 200 tkr. veðsettar sum trygd. Of the total cash in the Group, tDKK 200 have been pledged as security.

68 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022

13.

14. NÆRSTANDANDI PARTAR RELATED PARTIES

Avgerandi ávirkan

Controlling interest

P/F 12.11.11

Móðurfelag / Parent Company

SP/F Skansabrekka

Móðurfelag / Parent Company

Handlar

Transactions

Allar transaktiónir við nærstandandi partar eru framdar til marknaðartreytir. All transactions with related parties have been carried through on arm’s lenght basis.

Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 69
TO AUDITORS APPOINTED
GENERAL MEETING SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) 2022 2021 2022 2021 Sp/f SPEKT løggildir grannskoðarar: Grannskoðanarsamsýning Audit fee 488 457 315 290 Aðrar váttanaruppgávur við trygd Other assurance engagements 6 105 0 0 Skattaráðgeving Tax advisory services 25 85 0 43 Aðrar veitingar Non-audit services 309 413 256 228 828 1.060 571 561
SAMSÝNING TIL AÐALFUNDARVALDAN GRANNSKOÐARA FEE
AT THE

15.

RENTAL AGREEMENTS AND LEASE COMMITMENTS

FLOW STATEMENT - ADJUSTMENTS

STATEMENT - CHANGE IN WORKING CAPITAL

70 / Smyril Line / Ársfrásøgn 2022
SAMTAK GROUP MÓÐUR FELAG PARENT COMPANY (tkr.) 2022 2021 2022 2021 Leiga og
and
Langleiguskyldur
langleigu Framtíðar
Operating lease commitments Total future lease payments: Innan 1 ár Within 1 year 94.762 90.118 89.215 87.415 Millum 1 og 5 ár Between 1 and 5 years 37.388 63.280 34.842 60.156 Eftir 5 ár After 5 years 6.688 7.135 3.223 3.171 138.838 160.533 127.280 150.742
LEIGA OG LANGLEIGUSKYLDUR
langleiguskyldur Rental
lease commitments
frá operationellari
langleigugjøld til samans:
SAMTAK GROUP (tkr.) 2022 2021 Fíggjarligar inntøkur Financial income -859 -1.129 Fíggjarligir kostnaðir Financial costs 41.956 29.254 Av- og niðurskrivingar íroknað tap og vinning við sølu Deprecations, amortisation and impairnent losses, including losses and gains on sales 74.729 68.765 Skattur av ársúrslitinum Tax on profit/loss for the year 8.018 7.104 123.844 103.994
16. PENINGASTREYMSUPPGERÐ - JAVNINGAR CASH
SAMTAK GROUP (tkr.) 2022 2021 Broyting í vørugoymslu Change in inventories -1.205 -3.785 Broyting í áogn Change in receivables -20 23.784 Broyting í útvegarum v.m Change in trade payables, etc. -21.708 5.788 -22.933 25.787
17. PENINGASTREYMSUPPGERÐ - BROYTING Í RAKSTRARKAPITALI CASH
FLOW
Smyril Line / Ársfrásøgn 2022 / 71
P/F Smyril Line Yviri við Strond 1, Postsmoga 370 110 Tórshavn Føroyar Skrás.nr. 544 Ársfrásøgn 2022
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.