__MAIN_TEXT__
feature-image

Page 1

Nr. 13 - 2021

ISSN: 1602-5652

ÚTOYGGJAFELAGIÐ

20 ár

AMALIA, KLETTURIN Á KIRKJU BØRNINI STÓRTRÍVAST Í SVÍNOY

ÚTOYGGJAFELAGIÐ

VIT YNSKJA VALDIÐ AFTUR!

E K Ó

IS P Y


Lívið broytist Ert tú í iva um pensjón og lívstryggingar?

Heili 85% av føroyingum hava ikki nóg gott innlit í sína pensjón og sínar lívstryggingar. Ert tú ein av hesum? Kanna tína støðu á banknordik.fo/pensjon

Ráðgeving, sum øll skilja

Hágóðsku vørur frá

Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvisog ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.


INNIHALD Ansa eftir, so login ikki sloknar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 3

Umhvørvisstuðul . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 20

Útoyggjaálitið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 4

Matkovin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 21

Útoyggjafelagið 20 ár . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 5

Vit hittast á útoyggjastevnu . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 23

Møði og mótloysi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 6

Bústaðarval, ikki altíð eitt val? . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 24

Fyrsta útoyggjastevnan .. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 7

Hvat merkir staðarsamleiki . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 26

Harra løgmaður . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 8

Hestur - samanhald og vón um framburð .. . . . . s. 28

Er bygdamenning horvið? .. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 9

Rótabryggj í Dímun . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 30

Dreymar og stórar ætlanir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 10

Tað hendir í Skúvoy .. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 33

Tiltøk fyri 2021 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 12

Mykines . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 35

Einki er óført . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 13

Ein skipað ferðavinna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 36

Vit ynskja valdið aftur! .. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 15

Børnini stórtrívast í Svínoy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 38

Hvat kann bøta um lokala fólkaræðið? . . . . . . . . . . s. 16

Rognkelsi í Svínoy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 39

Sigl, oyggj, fram úr mjørka . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 17

Amalia, kletturin á Kirkju .. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 40

Altjóða samstarv og lokalt handverk . . . . . . . . . . . . . . s. 18

Nógv virksemi í Kalsoy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . s. 41

ANSA EFTIR, SO LOGIN IKKI SLOKNAR! Í gomlum døgum varð ansað væl eftir, at login í grúgvuni ikki sloknaði og tað bleiv øskukalt. Og tann, ið átti ábyrgdina av hesari týdningarmiklu uppgávu, noyddist at taka hana í álvara. Ábyrgdin av útoyggjunum liggur ikki bara á herðunum á teimum, sum búgva á hesum oyggjum, men á myndugleikunum og politikarunum, ið hava bjóða seg fram at verja og menna okkara land og fólk. Og á útoyggj hevur verið bíðað eftir, at politiski myndugleikin skuldi seta út í kortið, m.a. við støði í tilmælum í Útoyggjaálitinum frá 2001, umframt áhaldandi ítøkiligum ávísingum frá útoyggjafólki, at rætta upp teir eyðsýniligu tørvir á tænastum á útoyggj. Í ár eru 20 ár, síðan Útoyggjafelagið varð stovnað við uppgávunum at virka fyri betri umstøðum hjá teim­

um, ið búgva á útoyggj, við støði tí ser­ eyðkenni, hvør oyggj hevur, og áhaldandi vísa myndugleikunum á, at útoyggjarnar eiga fullan rætt til eins góðar umstøður og onnur pláss og øki í landinum. Líta vit aftur á hesi 20 árini, vísir mongdin av skjølum, fundum og tiltøkum, at vit hava verið virkin, bæði til álvara og gaman, men um tað sæst spónur eftir, kann til tíðir vera ilt at meta um, tí tíðin hevur eisini arbeitt, bæði fyri og ímóti. Tó er ongin ivi um, at mørk eru flutt, og útoyggjarnar eru viðurkendar millum manna sum áhugaverd smásamfeløg, ið eiga rættin at liva. Tey mál, sum hava trokað mest á øll árini, eru sum fyrr nevnt tær tænastur, sum vit her í 2021 framvegis eftirlýsa, eitt nú loysnir uppá samferðslu, farmaflutning, heilsu­ tænast­ ur, trygd, vinnu- og búset­

ingar­­møguleikar. Onki lands­stýri hevur hesi 20 árini megnað at fyri­ skipað og sett út í kortið eina heildarætlan, at arbeiða miðvíst eftir – var tað gjørt, vóru útoyggjarnar longu nú væl við á føroyska vælferðar­vogninum, og høvdu givið eitt muna­gott íkast til samfelags­búskapin. Allar súðir eru ikki syftar enn, og tí líta vit fram til og vóna, at tað skjótt verður liviligt, hugaligt og trygt at búleikast á útoyggj. Henda Glóðin, ið er nr.13, kemur at vísa tykkum, at tað enn er ein logi, ið brenn­ur. At tað enn eru eldsálir og hugað fólk á útoyggj, ið ikki hava slept endanum. Har, tað er lív, er vón, og møguleikar at gera mun. Góðan lesihug! Vegna redaktiónina, Olga Biskopstø og Sunniva G. Mortensen

Framsíðumyndin: á Kirkju í Fugloy, Ritan Bárður Mikladal Greinar, har einki annað er tilskila, hevur Olga Biskopstø, skrivað.

Glóðin • nr. 13 • 2021

3


Útoyggjaálitið Í 1998 skipaðu Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin seg í samgongu, og í hesum sambandi varð skrivað í samgonguskjalið, at ”Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað.” Árið eftir, á fólkafundi í Fugloy, lovaðu politikararnir í størstu flokkunum somuleiðis at gera meira við menning av útoyggjum. Í 2000 varð nakað ítøkiligt gjørt við lyftini. Tá setti táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, eina tólvmannanevnd at gera álit um støðuna í føroyska útjaðaranum. Løgmansskrivstovan søkti eftir fólki at samskipa arbeiðið í hálva tíð, og tað var samfelags­ frøðingurin, Olga Biskopstø, ið fekk starvið. Afturat Olgu valdu útoyggjarnar síni umboð: Zacharias Zachariassen (Fugloy), Jógvan Edmund á Geilini (Svínoy), Herfríð Sørensen og Poulina M. K. Eliassen (Kalsoy), Katrina Johannesen fyri Meinhart Johannesen (Mykines), Óla Jákup úr Dímun (Stóru Dímun), Arne Jensen (Skúvoy), Petur Lyngvej (Hestur), Bjørn Patursson (Koltur), Leo Poulsen (Nólsoy) og Gutte Guttesen (Úr Bø, umboðaði Gásadal, ið varð roknað sum útoyggj, áðrenn tunnilin kom). Nevndin fekk 6 mánaðir til at menna útoyggjaálitið. Tað var nakað av kjaki um orðið “útoyggj”, at tað hevið ein negativan tóna – at talan var um nakað, ið var við at ganga út ella doyggja. Men avrátt varð at halda fram at nýta útoyggj í samband við útoyggjaálitið, men í øðrum høp­um kundu fólk sjálv velja, hvussu tey kallaðu oyggjarnar.

4

Í 1998 skipaðu Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin seg í samgongu, og í hesum sambandi varð skrivað í samgonguskjalið, at ”Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum"

Mynd: Ólavsøkuskrúvgongan 2002

Á Mariumessu, 25. mars í 2001, handaði nevndin løgtinginum álitið við uppskotum til útoyggjapolitik og -menning. Í álitinum var ein gjøllig lýsing av øllum viðurskiftum á útoyggj, umframt ein røð av tilmælum til politiska myndugleikan og samfelagið sum heild, um hvat ið átti at verða gjørt fyri at fáa útoyggjarnar at yvirliva og mennast.

Útoyggjafelagið verður stovnað

Fígging av virksemi felagsins

Stutt eftir at álitið var handað løgtinginum, tóku nevndarlimirnir stig til at stovna áhugafelag, ið fekk heitið Útoyggjafelagið. Stovnandi aðalfundurin varð hildin í Norðurlandahúsinum í desember 2001, og Óla Jákup úr Dímun varð valdur til formann. Katrina Johannesen og Olga Biskopstø vórðu valdar sum nevnd­ ar­limir. Í umboðsráðið vórðu vald Laura í Frammistovu, Óli á Geilini, Paulina Eliasen, Fríða Isaksen, Ragna Glerfoss, Signhild Joensen, Harry Jensen, Sanna Silvur­ stein, Jógvan Jón Petersen, Bjørn Patursson og Katrina Johannesen. Sambært viðtøkunum var endamálið hjá felagnum at “virka fyri betri umstøðum hjá teimum, ið búgva á útoyggj á øllum økjum”. Somuleiðis varð nevnt, at Útoyggja­­felagið skal vísa myndugleikunum á, at útoyggj­ arnar eiga fullan rætt til eins góðar umstøður og onnur pláss og øki í landinum. Várið eftir varð fyrsti regluligi aðalfundurin hildin í Skúgvi, har eisini fyrsta útoyggjastevnan varð hildin.

Í 2003 kundu útoyggjafólk fyri fyrstu ferð søkja um fígging til verkætlanir á útoyggj. Eyðun Elttør landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, skipaði fyri, at 300.000 krónur vórðu latnar til útoyggjaverk­ ætlanir, og av hesi upphædd fekk Útoyggjafelagið 100.000 krónur. Felagið fekk somu upphædd hvørt ár fram til 2011, tá játtanin hækkaði til 175.000 krónur. Í 2005 kom kunngerðin um játtan av stuðli til menning av útoyggjum, og henda kunngerð er enn galdandi. Í dag er árliga játtanin 1,1 millión krónur, og peningurin verður býttur millum fleiri umsóknir. Seinastu trý árini hevur Útoyggjafelagið fingið upp til 260.000 krónur.

Glóðin • nr. 13 • 2021

Á myndini: frá fyrsta aðalfundinum. Tummas Frank , Óla Jákup og Olga

Á myndini: Eyðun Elttør, ið var Landsstýrismaður frá 1998 - 2004


Ein avbjóðandi og mennandi tíð Skrivað hevur Sunniva G. Mortensen

“Útoyggjarnar eru gimsteinar í føroysku oyggja­ketuni, men tey, sum búgva á útoyggj, áttu at fingið heiðursbræv fyri tolsemi og viljastyrki teirra. Soleiðis sigur Olga Biskopstø, sum hevur arbeitt sum samskipari í Úoyggjafelagnum øll 20 árini felagið hevur verið virkið. Frá ungum aldri hevði Olga áhuga fyri smá­ bygdunum í Føroyum, serliga útoyggjunum, ið hon metti vera heilt unikar perlur í føroyska samfelagnum. Sum forkvinna í Ungdómslandsfelag Føroya fyrst í áttati­ árunum var Olga við til at samskipa ungdómslegur á útoyggj, tann fyrsta í 1983 í Svínoy, tann seinna í Hesti í 1984 og tann seinasta í Mykinesi í 1986. “Í samband við hesi útoyggjatiltøk fór eg at hugsa, at hesi pláss áttu eins góðan rætt at mennast sum meginøkið.” Um sama mundið sum fólkafundirnir vórðu hildnir í Fugloy síðst í 90´unum, varð Olga útbúgvin sum samfelagsfrøðingur. Í 2000 søkti Løgmansskrivstovan eftir samskipari at greina umstøðurnar á útoyggj, og Olga var skjót at søkja starvið. Hon fekk starvið og varð alt fyri eitt gripin av uppgávuni, “Starvið var spennandi og gav serligt innlit í um­støð­ urnar og fólkið, sum búleikast á útoyggj. Skipað varð fyri bygdafundum, og hugalagið var altíð gott, hóast máttloysi um umstøðurnar eisini var sjónligt. Eg kendi meg eld­ hug­aða at halda fram við tí, sum var sett í gongd.”

Á myndini: umboðsráðið, á fundi í Stóru Dímun 2019

Tørvurin á útoyggj var eyðsýndur, og útoyggjafólkini vóru á einum orðið um at neyðugt varð at skipa eitt áhugafelag, ið kundi fylgja politisku álitunum upp. Útoyggjafelagið varð stovnað í 2001, og aftur varð Olga vald sum samskipari. Hesa uppgávu hevur hon havt líka síðani, og hon hevur trivist væl í felagnum, “Tað er ikki fyrr enn seinastu 5 árini, at eg havi um­ hugsa at gevast sum samskipari. Tað hava alla tíðina verið so nógvar spennandi verkætlanir á borðinum, og tað hevur verið trupult at sleppa teimum. Tey framstig, sum eru komin, hava kynt eldin aftur. Serliga vónin um at tað frá politiskari síðu fór at bragda”. Í løtuni arbeiðir nevndin við at dagføra og broyta bygnað og arbeiðshátt í felagnum. Olga ætlar sær at taka nøkur tøk afturat sum samskipari, men hon leggur dent á, at var tað ikki fyri góða og áhaldandi stuðulin frá for­ manni­num, Óla Jákup, umboðsráðnum og limum, so hevði støðan óivað verið øðrvísi. Tað er nevniliga drúgvt at bíða eftir politisku raðfestingini at menna útoyggjarnar, sigur Olga at enda í samrøðuni, men vónar at framstig skjótt fara at síggjast.

Glóðin • nr. 13 • 2021

5


MØÐI & MÓTLOYSI

Í tíðarskeiðnum, tá Útoyggjaálitið var evnað til, og fyrstu árini, felagið virkaði, var eitt sjónligt mótloysi á útoyggj. Serliga millum tey eldru. Fráflytingin hevði verið støðug, barnatalið lækkandi, og handlar lótu aftur. Hetta vóru greið tekin um samfeløg í avtøku. Hesa tíðina vórðu orð sett á áralangar frustratiónir, tí nú vóru útoyggjarnar brádliga sjónligar og rødd teirra hoyrd, bæði á skrift og í miðlunum. Mynd: Kristian Petersen, á kaiuni í Skúgvi 2011

BROT ÚR SAMTALUM VIÐ ÚTOYGGJAFÓLK Í 2001 “Nú eri eg komin har til, at eg ikki longur trúgvi uppá framtíðina á útoyggj. Tað tykist, sum vit bert ganga og bíða, til næsta gamla fólkið doyr – og eitt hús verður tómt afturat. Tað er hugstoytt, men lítið at gera við tað, tí tað, at eitt gamalt menniskja fer, tað er lívsins gongd. Nú er so lítið fólk eftir í oynni, at vit einki kunnu gera. Vit kunnu ikki so frægt sum bera okkara egnu til gravar, so illa mannað eru vit. Vit kunnu ikki fara á fjall, ikki hoyggja, ikki draga bát, vit kunnu einki, uttan so at vit mugu biðja avbygdarfólk hjálpa okkum. Nógv skilja ikki, at vit hava mist mótið – tey skilja ikki, tá ið vit siga, at nú er einki eftir. Serliga haldi eg, at politikararnir als ikki hava skilt álvaran í hesum. Útoyggjarnar eru við at doyggja út – tað er bæði vist og satt!” ”Løgtingsval hevur verið, og dúgliga varð heitt á okkum. Nógv varð gjarað út og lovað okkum, bæði til bót og bata. Enn er lítið ítøkiligt at síggja, annað enn tann skeiva vegin. 8 fólk eru færri í bygdini bert upp á eitt ár, og læraran hava vit mist. Nógv er tosað um útoyggjamenning, men her tykist at vera tað øvuta. Eru tingmenn úr samgongu og andstøðu vitandi um, at tit eru við til at taka lívsgrundarlagið undan okkum? Álvaratos, hvørjum skulu hesi menniskju liva av, tá noktað verður teimum at veiða og taka av tí tilfeingi, hesar oyggjar kunnu geva okkum – tað veri seg fisk, fugl, seyð og neyt? Annað arbeiði er mest sum onki! Møguliga kunnu vit sløkkja ljósið, snara lykilin um og fara av oyggjunum.”

6

Glóðin • nr. 13 • 2021

OV LÍTIÐ INNTØKUGRUNDARLAG Á ÚTOYGGJ Vantandi vinnumøguleikir vóru sam­ ­ bært Útoyggjaálitinum ein týðandi orsøk til áhaldandi fráflyting­ina. Tí fór felagið longu í 2002 undir at fyriskipa verkætlanir, ið kundu bøta um vinnu og inntøkumøguleikarnar. Men okkum tørvaði pening at arbeiða við og fólk at loysa uppgávur. Undir aðalorðaskiftinum á tingi í 2001 um Útoyggjaálitið løgdu fleiri politi­ karar dent á tørvin at skipa útoyggja­ arbeiðið, og at fígging fekst til hetta. Men hetta bleiv við orðini, tí í 2003 søkti felagið 553 túsund til rakstur av útoyggja-skrivstovu, og eitt starvs­ fólk afturat tí frívilliga arbeiðnum, so gongd kundi koma á uppgávurnar, m.a. verkætlanirnar: Framleiðsluhús, Mentanar­søgulig landsløg og ferða­ vinna, Hissinisøla v.fl., men vit fingu tað ikki. Hetta árið fekk felagið tó 100 túsund krónur at reka arbeiðið við, og tað var betri enn einki. Hvørt ár síðan tá hevur felagið søkt um fígging til arbeiðsorku, uttan at tað er eydnast.


Vón og vilji Tey bjóðaðu seg fram at hava fyrstu útoyggjastevnuna! Várið eftir, at felagið var stovnað, varð fyrsti regluligi aðalfundurin hildin í Skúgvoy. Hesin fundur gjørdist ein týdningarmikil varði í søgu útoyggjanna, tí her varð tað prógvað, at tað finst stór orka í útoyggjafólki, og ein vilji til at taka tøk saman. Hugskotið at gera eina útoyggjastevnu, varð búnað á leiðini og staðfest á aðalfundinum 13. desember 2001, og umboðini í Skúgvoy bjóðaðu seg fram at taka fyrsta takið, og tað var væl eydnað. “Stúgvandi fult av fólki var í oynni, eini 1000 fólk! Hetta var eisini fyrstu ferð, at vit brúktu Tjaldrið, so tey, sum búðu á hinum útoyggjunum, kundu koma til stevnu og aðalfund um morgunin og heim aftur um kvøldið. Hesa avtalu hava vit havt øll árini, so bæði Tjaldrið og Brimil hava veitt útoyggjunum eina góða tænastu. Huglagið í Skúgvoy var gott, og útoyggjafólk vóru fegin um at hittast. Nógv høvdu ikki verið í Skúgvoy fyrr, og fleiri, sum vóru ættað úr Skúgvoy, nýttu eisini høvið at venda aftur. Ung og eldri hugnaðu sær óført, og veðrið var av tí allarfagrasta. Tað var heilt serstakt at vera í Skúgvoy henda dag.” Brot úr samrøðu við Olgu Biskopstø Myndir eru allar frá fyrstu útoyggjastevnuni í 2002

Meinhard Hentze helt fyrstu røðuna á fyrstu útoyggjastevnuni í Skúgvi 2002

Glóðin • nr. 13 • 2021

7


HARRA LØGMAÐUR Hesa áheitan sendi Útoyggjafelagið til Jóannes Eides­ gaard­, løgmann í 2005. Løgmaður hevði sett “Visión 2015” á skránna, og felagið sá hetta sum ein kærkomnan møguleika, loksins at orða eina ítøkiliga útoyggja­menn­ ingar­ætlan. Í skrivinum til løgmann lýsir felagið støðuna á útoyggj og tær avbjóðingar, felagið hevur við vantandi fígging, eins og saknin á politiskari undirtøku, til at fremja ábøtur á útoyggj. Í skrivinum verður eisini heitt á løgmann um at gerast verji ella umboðsmaður fyri útoyggjarnar. Um hetta mundið hevði felagið gjørt eitt upplegg til eina menningarætlan, nevnd “Ein framtíð á útoyggj”. Hon var sett upp við tíðar- og fíggjarætlan. Svarið, felagið fekk frá løgmanni, var, at hann vildi gera sítt besta fyri at stuðla undir útoyggjamenning.

Menningarætlanin fevndi um hesi trý økini, sum í stuttum eru lýst niðanfyri:

“Ein framtíð á útoyggj” Verkætlanin, Ein framtíð á útoyggj, skuldi í fyrsta umfari ganga yvir 2 ár. Endamálið var at fáa gongd á vinnu og annað virksemi og at geva teimum, sum búgva á útoyggj, amboð at nýta til eginmenning, menning av samstarvi, og at byggja upp netverk í og út um oynna. Málið var eisini at skapa tiltøk, sum kunnu styrkja útoyggjarnar sum bústaðir, skapa lívsvirði og trivnað. Til seinast, og ikki minst, var endamálið at steðga afturgongdini í fólkatalinum, og kanska fáa tað at kvinka tann rætta vegin.

3. Mentanarsøgulig landsløg. Málið við hesum var at seta fokus á tey mentanarsøguligu landsløgini, fáa tey varðveitt og endurskapt, ikki bert sum fornminni, men sum partur av verkligum tiltøkum, eitt nú undirvísing, handverki, ferðavinnu o.ø. Henda verk­ ætlan skuldi fáa heimildarfólk, fólk við tilknýti, eins og fakfólki bæði í Føroyum og uttanlands við. (Upp­ runaliga var hetta ein verkætlan, ið var orðað í 2003). Verkætlanin kom ikki í gongd, tí sum nevnt fekst eingin fígging, men partar av henni hevur felagið tó fingið við í aðrar verkætlanir.

MOBILISERING MERKIR AT “SAVNA” At savna menniskjaliga orku, royndir, vitan og vilja til at samstarva. At savna og aktivera fólki í einum økið, fyri at fremja felags og einstaklinga gerðir. ENDAMÁLIÐ VIÐ MOBILISERING ER: At stimbra eina felags fatan av, at samstarv kann føra til, at felags mál vera rokkin. OG MÁL KUNNU RØKKAST: Um fólki ognast felags fatan av menningarmøguleikum og avbjóðingum.

8

Glóðin • nr. 13 • 2021

1. Savnan (at mobilisera), har málið var at fáa tey búsettu at síggja møguleikar og styrkir í felagsskapinum, og grundað á hetta at skipa virksemi í lokaløkinum. Tað finst ástøði og ein fakligur leistur til hetta virksemi. í Noregi hava tey havt góðar royndir av hesum. 2.  Vinna (førleikamenning og íverksetan), ið var ein viðurkenning av, at vinna er grundað á tilfeingi, bæði rávøru, pening, kunnleika og útbúgving, men at aldur, evni og áhugi eisini eru avgerandi fyri, hvørjar vinnur kunnu koma upp á tal í einum øki, og eitt fáment økið hevur serligar avbjóðingar. Málið var íverksetan, við hjálp og íblastri frá fakkunnleika og mentorum.

HETTA HENDI Í UMSITINGINI AV ÚTOYGGJAØKINUM 2001-2006

· Útoyggjaálitið varð handað løgmanni · Aðalorðaskifti var á Tingið · Útoyggjar gjørdust málsøki hjá landsstýrismanni. · Útoyggjafulltrúi varð settur. · Útoyggjafulltrúi fór úr starvi, og eingin varð settur í staðin · Útoyggjamál vórðu broytt til útjaðaramál og løgd undir innlendismálaráðið. · 300.000,- kr. vórðu settar av á fíggjarlógini, til menning av útoyggj. · Kunngerð kemur í gildi, um játtan av stuðli til menning av útoyggj. · Okkum kunnugt er ikki annað hent á hesum øki síðani.

Myndin er frá útoyggjastevnu í Svínoy


Er bygdamenning horvið? Bara ein av føroysku flokkunum hevur økisog útoyggjamenning á síni politisku skrá

næsta stig ein menningar­ ætlan, ið gongur yvir nøkur fá ár, har tað eisini er semja um ein fígg­ingar­leist.

Myndin er av Trøllanesi, Jóhanna Maria Isaksen og Jóhannus Kallsgarð

Tað er ikki økismenningar- ella út­ oyggja­­politikkur, ið liggur fremst í huganum hjá flestu politisku flokk­ unum. Hetta sæst við at fara inn á poli­ tisku dagsskráirnar á netinum. Vit hava leitað undir grundhugsjónir, politikkir, virðisgrundarlag og stev­ nu­ skráir, men uttan at finna eina einastu orðing um, hvat flokkarnir hugsa sær ella ætla við útoyggjunum. Tað er bara Tjóðveldi, ið nevnir útoyggja- og økismenning í sínari politisku stevnu. Undir “Størri sam­ an­­bundnar Føroyar” / útoyggjar og smábygdir, verður m.a. orðað, at: “Føroyar hava ikki ráð at missa nakran blettin í landinum ella at lata ta ríku mentan, søgu, vitan og tann siðaarv og tað tilfeingið fara, sum útoyggjarnar og smábygdirnar skapa. Tær hava verið grundarlag undir, at tjóðin hevur ment seg í øldir, og eru eisini grundarlagið undir tí nútíðar­ samfelag, vit øll byggja á í dag”.

Myndin er frá lendingini í Skúgvi

Síðani eru 10 uppskot orðað um, hvat Tjóðveldi vil.

Myndin er partur av undirskrifta innsavning í 2014, at mótmæla at flutningsskyldan verður strika í samband við strandferðsluna. Allar útoyggjar skipaðu fyri at savnað undirskriftir, hesar eru av Hattarvík v.fl.

Saknur á ítøkiligum politikki Í hesi 20 árini, útoyggjafelagið hevur virkað, hava vit saknað og spurt eftir ítøkiligum politikki og felags politis­ kum átøkum til frama fyri útoyggja­ menning. Upplivingin, og tað, sum sæst aftur í søguligu gjøg­num­gongd­ ini av samskiftinum, ið felagið hevur havt við politiska myndug­ leikan seinastu 20 árini er, ”at ongin er heima”. Henda orðing er ofta havd á lofti, tí tað hevur verið nógv sam­ skifti, fundir, framløgur, ráðstevnur og umbønir, men lítið og onki er komið burturúr. Fyrsta fyritreyt fyri, at ítøkilig úrslit kunnu koma frá okkara poli­ tiska valdi, er, at orðaður verður ein útoyggjapolitikkur, ið allir flokkar eru samdir um. Við støði í hesum er

At gera onki hevur eisini avleiðingar Tá flestu politisku flokkarnir ikki hava ein politikk ella eina skrá, ið eisini fevnir um økis- og útoyggja­ menning, kann tað sannlíkt vera orsøkin til, at so lítið er komið burturúr. Tá flokkarnir ikki raðfesta økið innanýsis, er tað skilligt, at hetta er evni upp undir val, ella tá onkur trupulleiki gerst serliga sjónligur, fyri síðan at tagna aftur. Samanlagt kann sigast, at frá politskari síðu hava verið nógv orð, og lítið av gerðum, og fá politisk stig eru tikin fyri at bøta um púra ítøkiligir veikleikar og sjónligar forð­ ingar fyri framburði. Her kann nevnast ábøtur, sum ikki so mikið sum kosta nakað nevnivert. Tað er eisini ein trupulleiki, at kanningar ikki verða gjørdar av møgu­ligum avleiðingum, tá lógir og fyriskipanir verða settar í verk, ið raka útoyggjarnar. Eitt gott dømi er broytta jarðarlóggávan, at tað er møgu­ligt at selja jørð, hús og aðrar fastognir av oyggjunum. Hetta er eitt stórt inntriv, ið tekur grundarlagið undan framtíðarmøguleikum fyri búseting og vinnu hjá fastbúgvandi. Ein tann mest brúkta politiska grundgevingin fyri fráflyting av út­ oygjunum er, at tað er ein natúrlig gongd, tí fólk velja onnur meira attraktiv øki til bústað. Men líta vit aftur á bert 20 ár, so kunnu vit ikki tosa um eina natúrliga gongd, men heldur eina samfelags­ skipanarliga støðu, har útoyggjarnar verða so niðurraðfestar í samfelags­ plan­legg­ingini, at sjálvsagda avleið­ ing­in er, at økini verða avtoftað.”

Glóðin • nr. 13 • 2021

9


Dreymar og stórar ætlanir Eftir 20 ár á pallinum hevur felagið hugt eftir teimum avrikum, ið eru gjørd; og ikki sørt, tað hava verið dreymar og stórar ætlanir. Tað var við góðum treysti, at felagið fór í gongd við sítt virki fyri 20 árum síðan. Útoyggjaálitið var ikki farið heilt niður í skuffuna, tí vit upplivdu vælvild frá fleiri stovnum, eitt nú Strandfaraskipum Landsins og Landsverki, ið brúktu útoyggjaálitið sum grundarlag. Fundir vóru um lokal viðurskifti, og vit upplivdu í fleiri førum, at tað varð lurtað. Frá politiskari síðu hendi lítið, hetta hóast útoyggjamál vóru løgd til ein landsstýrismann at umsita. Úti á útoyggjunum var hugalagið gott, og oyggjarnar stóðu í kø at bjóða seg fram at halda útoyggjastevnu. Hetta áræði smittaði av á virkishugin, og fleiri verkætlanir vórðu settar á skrá. Í dag kunnu vit staðfesta, at fleiri av verkætlanunum eydnaðust og eru partar av virksemi á útoyggj í dag, meðan nakrar doyðu í egginum.

Handan av undirskriftum í 2009, at mótmæla, at peningur, ið var játtaður til havnagerð í Skúgvi, var tikin av aftur figgjarlógini

HEVUR FELAGIÐ GJØRT MUN? Tað er tørvur á gransking, um vit skulu kunna svara spurninginum, um felagið hevur havt ávirkan á búsetingina á útoyggj, og hesa gransking hava vit ikki. Brúka vit gongdina í fólkatalinum, sæst, at tær flestu oyggjarnar hava havt javnvág leingi, meðan Kalsoyggin harafturímóti ikki hevur megnað at hildið fráflytingini aftur. Onnur parametur, eitt nú trivnaður, virksemi og bústaðarhugur, eru ikki eins løtt at máta og fólkatøl, men tað er spírandi virksemi á øllum útoyggjunum, og ungdómur, ið ynskir sær at fáa ein bústað. Her kann tann styrkti samleikin og samanhaldið, ið felagið hevur virkað fyri, hava havt ein týdning. Fyrstu virkisárini skipaði felagið javnan fyri limafundum, og nevndarlimirnir ferðaðust út til oyggjarnar. Á hvørjum ári varð ráðstevna hildin, ið varpaði ljós á viðkomandi evni. Seinnu árini vóru onnur tiltøk, ið myndaðu felagið, m.a. tiltøk, ið limirnir samskipaðu ella vóru partar av, t.d. skeið, verkstovur, marknaðir, upplivingar o.a., Myndin er frá umboðsráðsfundi í Stóru Dímun

10

Glóðin • nr. 13 • 2021

Myndin er frá ráðstevnuni um luttøku og fólkaræði, í 2009


Myndin er frá ráðstevnu í 2012

Dømir um ráðstevnur Vinna & vøkstur á útoyggj (mars 2004): Hvat vilja politisku flokkarnir ítøkiliga gera fyri at fáa vinnu og vøkstur á útoyggj? Løgmaður setti ráðstevnuna, ið var skipað við framløgum frá fólki, sum reka vinnu á útoyggj, Føroya jarðarráð, Vinnuhúsinum, TK-stovuni og Granskingardeplinum. Jógvan við Keldu, lands­ stýris­ maður í útjaðaramálum, var høvuðsrøðari, og allir poli­ tisku flokkarnir tóku lut í kjakpaneli. Mín oyggj mín framtíð (apríl 2007): Hvussu ætlar politiska skipanin at tryggja eina framtíð á útoyggj? Hagtøl um fólkatalsgongdina vórðu løgd fram, og umboð fyri allar oyggjar lýstu støðuna, dags dato. Ungdómurin á útoyggj fekk eisini pláss at leggja síni sjónarmið fram. Landsstýris- og løgtingsfólk vóru boðin við, eins og umboð fyri stovnar og bankar. Á ráðstevnuni var ein barnakapping, har børn høvdu sent tekst inn. Luttøka og fólkaræði (nov. 2009): Nýggi kommunu­ reformurin, og avleiðingin av at skerja bygda­rráðini í smá­um kommunum frá 5 til 3 limir var til um­røðu. Á útoyggj varð sagt, at hetta avmarkaði lokala fólkaræðið og hevði við sær, at tveir bygdarráðslimir fingu vald til at

avgera alt í bygdini, enntá samanlegging við størri kommunu. Umfamt Dennis Holm var Hilmar Høgenni ein av røðarunum, og greiddi frá endamálinum við staðbundnu nevndunum. Greening Faroese Outer Islands (juni 2009): Faklig ráðstevna í mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Útoyggja­ felagið saman við Sp/f Birtan og Bitland Consulting (Vilhjálmur Nielsen) viðgera møguleikarnar at brúka útoyggjarnar sum royndarøki fyri grønari orku í Føroyum. Vit seta prís á útoyggjarnar (apríl 2012): Her varð stórt arbeiði lagt í at savna kunning frá øllum stovnum, ið umsita útoyggjarnar, at spyrja, hvat tey mettu at ein dagføring av teirra tænastum á útoyggj hevði kostað. Málið var at fáa kjak um framtíð útoyggja. Poul Michelsen var røðari, við evninum: “Útoyggarnar, ein kommuna.” Umframt ráðstevnurnar, ið felagið hevur fyri­ skipað, hevur felagið eisini hildið fyrilestrar á øðrum ráðstevnum, um m.a. avbjóðingar í útjaðaranum og á útoyggj, bæði í Grønlandi, Svøríki, Norra, Íslandi og Danmark.

Myndin er frá fundi í Vinnumálaráðnum, í samband við útjavningarstuðul í 2018

Glóðin • nr. 13 • 2021

11


Tiltøk 2021 Í samband við 20 ára føðingardagin, skipar felagið fyri einari røð av tiltøkum á útoyggj. Afturat tí hava vit valt at varpa ljós á Summartónar, sum Tutl skipar fyri á hvørjum árið, og á fugloyarrenningina, ið setur fokus á Fugloynna. Tiltøkini sum Útoyggjafelagið skipar fyri, fara at varpa ljós á ávís evni, sum t.d. handverk. Umframt hesi tiltøk, fer Útoyggjafelagið at skipa fyri skeiðum, verkstovum, ráðstevnu, aðalfundi, hoyringsfundum, útoyggjastevnu og føðingardagsveitslu. Nógv er á skránni í ár! Talan er um burðardygg tiltøk, ið hava til endamáls at fremja trivnaðin og virksemi á útoyggj. Tey, ið búgva á útoyggj, eru kjarnin í felagnum, og tí hevur tað allarstørsta týdning, at tey mynda tiltøkini og virksemi í heimbygdunum.

12. juli

Oyggjadagar hjá Tórshavnar kommunu

26. juni

Summartónar í Svínoy (Tutl)

3. juli

Aðalfundur og tiltak í Mykinesi

9. juli

Livandi tilfeingi í Kalsoy

17. juli

Fugloyarrenningin, Uppistovugarður og Treysti

19. juli

Summartónar í Mykinesi (Tutl)

22. juli

Afturlatið tiltak fyri føroyskir bryggjarar í Dímun

24. juli

Summartónar í Mykinesi (Tutl)

8. august

Summartónar í Fugloy (Tutl)

14. august

Bygdarhugni í Svínoy

15. august

Summartónar í Mikladali (Tutl)

20. august

Hoyring um samferðslu í Hesti

28. august

Náttúrubygdin Skúgvi

18. septemer

Tiltak og verkstova í Fugloy

18. - 27. oktober

Verkstovur um niðursjóðing v. Kathe Kaczmarzyk

29. oktober

Fundur “Ein framtíð á útoyggj” í Klaksvík

11. desember

Føðingardagsveitsla hjá útoyggjafelagnum

12

Glóðin • nr. 13 • 2021


EINKI ER ÓFØRT

EITT TYSSI AV VERKÆTLANUM Nøkur dømi um verkætlanir og tiltøk, ið felagið hevur fyriskipað. 1. Framleiðsluhús (2003), har felagið útvegaði tekningar og skip­­­­aði ráðgeving til at seta í gongd bygging av framleiðsluhúsum. Málið var, at bygdir­nar, saman við kommununum, skuldu standa fyri hesum.

4. Mentanarsøgulig landsløg og ferðavinna (2005). At finna og skráseta, økir, virksemi, søgur og hendingar, ið síggjast aftur í landslagnum. Ein verkætlan, ið byrj­ aði sum úrslit av vitjan í Noregi.

Torvgrevstur í Svínoy, Eyðun Jacobsen

Framleiðsluhús í Stóru Dímun

Við Gjógv í 2006

7. Ungdómsskeið við Gjógv (2006 og 2008). Tvær ferðir skipaði felagið fyri verk­ stovu fyri ungdóm á útoyggj, í aldrinum 15-25 ár, á Gjáargarði. Tiltøkini høvdu heitið “Hvussu menna vit okkara heimbygd”, og tey snúðu seg um íverksetan. Íverksetarahúsið í Klaksvík var við í tiltakinum, og luttakararnir fingu eitt høvi at vitja vinnu og virksemi í Norðureysturoy. 8) Économusée (2008). Norðuratlantisk verkætlan við tí endamáli at brúka siðbundið handverk sum part av ferðavinnu. Setrið yvirtók seinni hesa verkætlan, tí hon gjørdist fíggjarliga ov tung.

2. Hissinisøla (2003) í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvs­stovuna og Klaksvíkar kommunu at fyriskipa eitt sølutorg fyri lokalar vørur. 3. Ein nýggjur skúli (2004) Eitt samstarv millum felagið og Menta­málaráðið um at gera ein nýggjan bygnað fyri útoyggja­skúlan, m.a. samstarv millum útoyggj og skúla á meginøkinum.

Gamli skulin í Svínoy

Vatnmylla í Hattarvík

5. Ein framtíð á útoyggj (2005). Her var talan um eina stóra menningarverkætlan. Málið var lokalur trivnaður, vinnumenning og lokalt samstarv. 6. Listaframsýning á Ólavsøku (2005). Á Ólavsøku skipaði felagið fyri framsýning í Norðurlandahúsinum. Málið var at vísa á ta list, ið er skapt á útoyggj. Ein partur av hesum var at gera eitt yvirlit yvir øll listafólk, ið eru fødd, uppvaksin ella hava tilknýti til útoyggjarnar. Fleiri enn 1000 fólk vitjaðu fram­sýn­ingina. Listin finst á www.utoyggj.fo

Olga, Jona, Mikkjal og Esbern í Kanada í 2009

Mikkjal´sa Smiðja í 2019

Glóðin • nr. 13 • 2021

13


9) Slow Food (2008). Altjóða felagsskapur at menna mat og matmentan. Útoyggjafelagið gjørdist sjálvstøðugur partur undir heitinum Slow Food Útoyggj, seinni var felag­ið breiðkað og eitur nú Slow Food Føroyar.

Matmarknaður í Fuglafirði

10) Handil í útjaðaranum (2009). Eitt samstarv millum lond í Norðuratlantshavi um at menna lokalar handlar í útjaðaranum. Málið var at skapa betri umstøður fyri smáhandlar. Tá verkætlanin endaði, kom steðgur í, men felagið hevur nú tikið hetta uppaftur. 11) Matur sum ferðaminni (2012). Henda verkætlan kom í lag í sam­ starvi við NORA. Úrslitið av hesum hev­ur verið økt virksemi innan mat og matmenning, ið framvegis er virkið. Urtasmiðjan er eisini ein partur av hes­­um tiltaki. 12) Livandi tilfeingi (2016). Eitt tiltak undir verkætlanini Économusée-handverk og ferða­ vinna. Felagið hevur tikið lut, bæði við mathandverki, jarnsmíði o.ø.

14

Glóðin • nr. 13 • 2021

13) Bygdastovan (2016). Ein verkætlan, fíggja av Nordregio, í samstarvi við íslendska felagið SSNV og Útoyggjafelagið. Málið var at menna íverksetan og virksemi á útoyggj og byggja upp eina ráðgevandi eind, at stuðla íverksetum fram til enda­ligt úrslit. Eitt lið av útoyggjafólki var í Íslandi á rannsóknarferð, og fleiri verk­ ætlanir komu í gongd grundað á hetta, men ráðgevandi kom ikki. 14) Ferðavinna og íverksetan (2017). Henda verkætlan byrjaði við einari spurnakanning í 2017, har fólk á útoyggj o.o. svaraðu spurningum um ferðavinnu. Úrslitið vísti, at tørvur er á at skipa eina ferðavinnu, við støði í bygdini. Hetta hevur ført til, at felagið nú arbeiðir við royndarverkætlan­ ini Lokal ferðavinna, og er byrjað í Svínoy. 15) Matur sum ferðaminni (2010 og 2011) Í samstarvi við felagsskapin Noregs Vel skipaði felagið fyri tveimum verkstovum, á Kokkaskúlanum í Klaksvík. Fakligir vegleiðarar vóru Hanna Frosta, kendur kokkur úr Bergen, Anna Siri Branderud, mat-íverksetari, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, frá Húsarhaldsskúlanum. Endamálið var at menna mat-íverksetan á útoyggj.


Vit ynskja valdið aftur!

Kommunusamanlegging og lokalt fólkaræði Á limafundi í útoyggjafelagnum 26. februar 2021 kom tað fram, at útoyggjar, ið eru lagdar saman við størri kommunu, hava mist tað lokala fólkaræðið, og at sosiala savningar­ megin dettur sundur. Nevnt varð eisini, at tað vóru røddir frammi um at taka seg burtur úr aftur størru kommununi. Í samrøðu við nakrar av okkara limun á útoyggj hava vit roynt at fingið lýst hesa støðu nærri. Tey, sum Glóðin hevur tosað við, eru úr Svínoy, Kalsoy, Mykinesi og Hesti. Tann samlaða niðurstøðan frá limafundinum í februar, og frá samrøðunum við limir á útoyggj, er, at kommunusamanlegging ikki hev­ ur styrkt útoyggjarnar á tí sosiala og trivnaðarliga økinum, men heldur øvut. Hvat viðvíkir ábótum og íløg­ um, kundi hetta eisini verið munandi betri. Fleiri fýlast á, at kommunurnar brúka grunnin til menning av út­ oyggj at søkja pengar úr til neyðugar ábøtur, heldur enn at gjalda hetta úr kommunukassanum. Breið semja var um at “okkum tørvar at fáa valdið aftur á heimbygdini”. Niðanfyri endurgeva vit brot úr samrøðunum: Glóðin spurdi: hvat er broytt, síðani kommunusamanleggingina? “Støðan er nógv broytt, men ikki til tað betra. Tað er so nógv longri til tann ella tey, sum taka avgerðirnar. Skal okkurt smávegis gerast, er vegurin sera langur. Ein má eisini hava bæði albogar og tol, tí oftast spyrst onki burturúr, og málið hvørvur í stóra potti”. “Onki er longur ein sjálvfylgja, nú skulu sjálvt smá mál tann langa vegin inn í kommununa, mál, ið fyrr vórðu avgreidd í bygdartúninum”. “Samskiftisleiðin er vorðin alt ov long, og tað ger, at bygdarfólkið blívur passivt, og bygdin doyr”. “Kommunan tykist raðfesta alt

annað enn okkum, serliga ferða­ vinnu­ na og tey ikki staðbundnu. Hetta sáar mistreysti og ger tað tungt at búgva her”. “Størsti trupulleikin er í løtuni, at vit í bygdini ikki longur nýtast at tosa saman. Fyrr noyddust vit at savn­ast at fyriskipa tað, sum skuldi henda, alt frá at rudda, gera spæli­ plássið og seta jólatræið upp. Nú sita vit, hvør í sínum lagi, og bíða, til onkur í kommununi kemur at gera hetta” “Veruleikin er, at vit ikki hava nakra rødd, og onki vald” “Staðbundnu nevndirnar eru tali­ rør, men tær hava hvørki mandat ella pengar, og tí eru tær bert til pynt. At vita hetta skapar avmagt hjá okkum borgarum”. “Ein staðbundin nevnd setti sær fyri at hava trý mál á skránni, í einari býráðssetu. Umaftur og umaftur løgdu tey hesi trý málini fram. Beint upp undir val, fjórða árið, eydnaðist

tað at fáa eitt av málunum avgreitt, sum var at seta ein gelendara upp á eina trappu”. “Tað eru bygdarfeløgni, ið lyfta tær flestu sosialu uppgávurnar, skipa tiltøk og samansjóða. At bíða eftir tí, sum kommunan skal gera, er strævið og langtleitt”. “Hetta er ein ov veik skipan, og tað kemur lítið á skaftið lokalt. Skal okkurt gerast, søkir kommunan um stuðul frá grunninum til menning av útoyggj, í staðin fyri at gjalda tað úr kommunukassanum, og lata okkum privatu fáa stuðulin til íverksetan og trivnað”. “Tað kennist sum kommunan ikki tekur okkum fyri fult, og eigaraskapurin til bygdina er um at hvørva. Vit hava onga rødd”. “Tað er so galið, at vit fáa kunning í útvarpinum, tá jólatræið verður tendrað í oynni. Hetta hava vit altíð fyriskipað sjálvi og gingið høgt uppí at gera tað hugnaligt”.

Limafundur í útoyggjafelagnum í februar 2021

Limafundur í útoyggjafelagnum í februar 2021

Fundur á Hotel Hafnia um luttøku og fólkaræði í 2009

Glóðin • nr. 13 • 2021

15


HVAT KANN BØTA UM LOKALA FÓLKARÆÐIÐ? Útoyggjafelagið hevur í fleiri umførum ført fram, at saman­legging­in av kommunum ikki hevur havt tað gagn fyri útoyggj­arnar, ið var ynskiligt. Stundin er komin til at endurskoða tey viður­skifti, ið ikki rigga. Verður hetta ikki gjørt, kann tað hava sera óhep­nar fylgjur fyri framtíðina hjá út­ oyggj­unum. Ein loysn kann vera at skipa lokal ráð, ella bygdarráð, ið eisini hava eina pulju av pengum at arbeiða við. Øll mál, ið hava við nærumhvørvið, trivnað og sosialan tryggleika at gera, eiga at verða avgjørd í hesum ráð. Tað er fjarstøðan millum útoyggjarnar og kommununa á meginøkinum, ið ger, at hetta er neyðugt. Tað er eingin loyna, at kommunur, ið fáa útoyggjar at umsita, átaka sær eina uppgávu, sum í veruleikanum er meira ein landsuppgáva enn ein kommunal uppgáva. Útoyggjarnar eru í einari serstøðu og tørva serlig tiltøk, skulu tær hóra undan. Fólkatalið er støðugt fallandi og tænastustøðið lækkar alsamt, so tey tøk, ið skulu takast, mugu vera miðvís og ítøkilig. Tað kundi verið eitt hugskot, at tær kommunur, ið hava útoyggjar, fáa eitt fíggjarligt ískoyti frá landinum. Um hetta verður gjørt, gevur tað bert meining, um talan er um serskipan, ið er fakliga grundað og peningurin oyramerktur til greitt orðað endamál á útoyggj. Nú er tað nakað síðani, at tilgongdin at skipa Føroyar í størri komm­ unalar eindir byrjaði, men tað er framvegis neyðugt, at tað verður orðaður ein útjaðara- og útoyggjapolitikkur, har m.a. greiðir málsetningar verða orðaðir og lagt verður upp til eitt tænastustøði, ið ger tað møguligt at búleikast og virka á útoyggj. Í kjakinum um størri eindir er spurningurin um fólkaræðiligan burðar­ dyggleika eitt avgerandi og týdningarmikið evni, sum í alt ov lítlan mun verður tikið við í kjakið um kommunusamanlegging. Tey fólk og familjur, ið velja at búgva á útoyggj, gera tað, tí tey síggja nøkur lívsvirðir í hesum. Men verður grundarlagið fyri at skipa ein van­ ligan gerandisdag á útoyggj tikið burtur, tí m.a. øll familjan skal av oynni til arbeiðis, í skúla, til innkeyp, til heilsutænastur o.a., tá er eisini grundar­ lagið fyri búseting horvið. Í okkara grannalondum, eitt nú á Hebridunum, eru júst somu trupul­ leikar sum her hjá okkum, við fjarstøðu til oyggjarnar. Í hesum økinum verður nógvur peningur brúktur at menna smásamfeløgini, og íløgur verða m.a. gjørdar í tænastur, handil og samferðslu. Royndirnar í hesum økinum vísa, at tað loysir seg, tí fólkatalið er farið at kvinka uppeftir, eftir nógv ár við fallandi fólkatali. Hesum kunnu vit í Føroyum læra nógv av, um politiskur áhugi er fyri at gera ein ítøkiligan innsats á økinum. Fundur um búseting á Syðradali í 2020

16

Glóðin • nr. 13 • 2021


SIGL, OYGGJ, FRAM ÚR MJØRKA... Sigl, oyggj, fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip og tindarnir siglutrø, tú stevnir í veldiga heimin út við høgum og fjallarøð. Nú brýtur frá stevni við Enniberg, og við Nánestanga er hvítt. Enn liggur tú fremst í skipaheri, har streymurin rennur strítt. Og líta vit upp at mastrartræ, har lýsir við tind og røð. Nú tekur at lætta við helluna og um brekkur og fjálggrønan bø. Og fuglaringar um stavn og bógv teir lívga upp urð og skor. Og fólk og fæ og spógvamál er hin dýri farmur um borð.

Henda vakra yrking varð brúkt sum inngangur til fyrstu ráðstevnu felags­ins. Felagið vildi lýsa útoyggj­arnar sum ein týdningar­miklan part av hesum skipafylgi, kallað Føroyar. Tað lá okkum øllum á hjarta, at vit, við okkara miðvísa arbeiði, og í samstarvi við stovnar og politisku myndugleikarnar, kundu fáa útoyggj­arnar úr mjørkanum, til frama fyri øll tey menniskju, ið vóru umborð, á øllum oyggjum.

"Útoyggarnar eru tað, sum restin av Føroyum hevur mist!" sitat: Sóley Thomsen 2008

HVUSSU SIGLA VIT Í DAG? Svarið verður í mun til, hvønn tú spyrt. Á meginøkinum er samferðslukervið væl útbygt, ikki minst við nýggjum tunlum og dagførdum vegakervi. Á útoyggj hevði svarið verið: ”vit sigla sum vit plaga”.

Tað er júst hetta, sum skal til, fyri at vit skulu kunna flyta okkum á samferðsluøkinum. Málið fall, men vónandi kemur nýtt líknandi uppskot, ið kann fáa hesa breiðu semjuna.

Takksemi um tað sum eydnast At tað er møðisligt at bíða eftir teimum stóru politisku átøkunum, sum veruliga fara at muna, tað eru øll samd um. Hóast tað, so er stórt takksemi fyri hvørt framstig, ið kann bøta um lívið og møguleikarnar á útoyggj. Olju­ tunnurnar eru næstan horvnar, og Landsverk er farið at bøta um lendingar. Gongd er eisini komin á eftirlýsta kjakið um bústaðir, gjald fyri summarhús og sølu av jørð og ognum til útlendingar. Alt viðurskifti, ið leingi hava ligið á láni.

Samferðsluætlan tøk á Landsverki Henda ætlan skal verða amboð hjá politisku myndug­ leikunum, at skipa eina tilgond at lyfta tænastustøðið á útoyggj. Við ávísum tillagingum er innihaldið gott, so vónandi kann hetta eggja politikarunum til at fara til verka.

Góð tíðindi í november 2019. Tá varð eitt uppskot lagt fyri løgtingið um at endurnýggja øll skipini á útoyggjaleiðunum, og grundgevingin var soljóðandi: (stytt) ”tíðarhóskandi ferðasamband til oyggjarnar uttan vegasamband er bráðneyðugt, og tí eiga flokkarnir á tingi at ganga saman um eina greiða ætlan fyri stigvísa endurnýggjan av strandfaraflotanum (..) Ætlanin eigur at byggja á breiða politiska semju, ið røkkur longri enn eitt valskeið, soleiðis, at greiða ætlanin kann fylgjast uttan mun til, hvør samgongan er”.

Samferðslan fevnir eisini um aðrar tænastur, eitt nú um farmaflutning, tyrluflúgving og busssamband. Vónandi liggur ein dagføring av farmaflutninginum fremst í raðfestingini hjá SSL, umframt dagføring av busstíðunum, so tað verður samanhangur ímillum buss og bát. Tyrluflúgving hevur funnið eina fasta legu, men her er avbjóðingin, at ferðafólk taka pláss frá fastbúgvandi, umframt á Suðurleiðini, har tað gongur út yvir farmaflutningin. Alt hetta eru evni, ið kunnu rættast í einum góðum samstarvi. Vónandi fer næsta tíggjuáraskeiðið at vera ein tíð við áhaldandi framstigum, so vit um 10 ár kunnu siga, at Føroyar komu úr mjørkanum, við øllum oyggjafylginum savnaðum, í góðum holdum.

Glóðin • nr. 13 • 2021

17


Altjóða samstarv og lokalt handverk Slow Food Útoyggj Slow Food er millum heimsins størs­ tu matfelagsskapir, hvørs enda­mál er at stimbra og menna burðar­dygga, lokala matmentan kring allan heim­ in. Felagsskapurin byrjaði í Italia í 1980unum, sum ein atfinning at McDonald-matstovu í søguligum býar­parti í Róm. Slow Food hevur limir í 150 ymiskum londum. Eisini í Føroyum. Slow Food Útoyggj varð sett á stovn í 2009, eftir at norð­ maðurin Terje Inderhaug viðmælti Út­oyggjafelag­num at gerast partur av Slow Food-netverkinum, tí tað kundi geva íblástur og innlit í nýggjar møguleikar og stuðla undir smá­ fram­ leiðslu í útjaðaranum. Eitt av fyrstu til­ tøku­ num hjá Slow Food Útoyggj var Matur sum ferða­minni,

har málið var at framleiða vørur, ið ferðafólk kundu taka við í sær í kuffertinum. Føroyskar plantur og urt­ir vóru gagnnýttar til fram­leiðslu av té, siroppi og øðrum vørum. Í 2016 var Slow Food Útoyggj broytt til Slow Food Føroyar, tí ynskið var at røkka fleiri føroyingum. Slow Food Føroyar hevur luttikið á fleiri bygdarstevnum, umframt sam­skipað vælumtóktu Disko­supp­ una í Perluni í Havn og Taradag í Fámjin. Somuleiðis hevur føroyska Slow Food verið partur av Norður­ lendska Slow Food tiltakinum, Terra Madre Nordic, og heimsins størsta mattiltaki, Salone del Gusto, ið altjóða Slow Food-deildin samskipar.

Slow Food Útoyggj - Føroyar

Nordlige Norden, Jóhanna Maria

LIvandi tilfeingi, Maud Østerø

Économusée Non-profit felagsskapurin Écono­mu­ sée varð settur á stovn í 1992 í kana­ diska býnum Quebec. Enda­málið var at varðveita siðbundnan serkunnleika og stimbra lokala, lis­tar­liga virksemið. Somuleiðis varð ætlan gjørd um, hvussu felagsskap­ur­in skuldi hjálpa smáum virkjum við marknaðar­ føringini av teirra sið­bund­­nu vørum. Felagsskapurin vaks skjótt, og kon­septið breiddi seg til onnur lond. Í 2007 vendi Jákup Sørensen frá NORA sær til Útoyggjafelagið og spurdi, um vit vóru áhugað at taka lut í hesi verkætlan saman við Kanada, Norra og Íslandi, og seta Éco­no­musée-verkætlanina á stovn í Evropa. Seinni koma Granskingar­ depilin fyri økismenning upp í sam­ starvið, saman við útoyggjafelagnum. Fyri at styrkja sambandið millum handverkara og almenning, skipar Économusee fyri ymiskum tiltøkum, har almenningurin verður kunnaður um handverkið. Skipað verður fyri

18

Glóðin • nr. 13 • 2021

móttøkum, har handverkarin tekur ímóti gestunum, og verkstovum, har tey vitjandi fáa høvi at síggja og uppliva handverkið framt í verki. Somuleiðis verður skipað fyri fram­ sýningum, har søgan og tøknin hand­ an handverkið verður víst í mynd og teksti, og nýmennandi til­ tøk, har ungdómur og listafólkið verða boðin at skapa nýtt burtur úr sið­ bundna handverkinum. Handil og kafé-dagar eru eisini, har fólk hava møguleika at keypa siðbundnu vørur­nar, ið eru framleiddar á verk­ staðnum. Umframt sosialu tiltøku­ num, har handverkarin er til staðar, verður eisini nógv gjørt burtur úr at skráseta vørurnar og virksemið hjá Économusee, so møguleiki altíð er at lesa og kunna seg um handverkið. Livandi tilfeingi er afturvendandi tiltak hjá Économusée Føroyar, har almenningurin kann vitja livandi verkstøðini hjá Économusee virkju­ num og uppliva ljós, leður, leir o.a.

listahandverk. Somuleiðis verður skipað fyri livandi tónleiki, søgum, kappingum, fyrilestrum og fram­ sýningum. Tiltakið er ókeypis og fyri allar aldursbólkar.

Eivindur og Gunnvá í smiðjuni

Joel Cole Art á Kirkju


Hví stuðla tí lokala? Nógvar eru orsøkirnar til, at vit skulu gerast raskari at stuðla og keypa frá okkara lokalu virkjum. Seinastu áratíggjuni er heimurin vorðin sera homogenur, og sam­ feløg, ið megna at varðveita síni serstøku, lokalu virki, hava ein stór­ an fíggjarligan fyrimun. Lokal vir­ ki styrkja sambandið millum gran­ n­ ar í einari bygd, tí hesir verða bund­­ nir saman í eitt sosialt og fíggj­­arligt net.

Tá ognarrætturin yvir einum virki er lokalur, hava fólk somuleiðis størri møguleika fyri at ávirka av­gerð­ir og avleiðingar av gerðunum hjá virkis­ eigarunum. Peningurin, ið lokal virki vinna, verður verandi í lok­ala samfelagnum, og sosatt gerst sam­ felag­ ið ríkari. Fleiri størv og betri løn­ir gerast tá ein møguleiki. Um lokala samfelagið gerst ríkari og meira sjálvbjargið, verða korini hjá íverksetarum eisini betri. Umframt

fíggjarligu fyrimunirnir hava lokalu virkini eisini positiva ávirkan á um­ hvørvið. Lokalu virkini krevja ikki stórt undirstøðukervi, og al­ menna ferðasambandið verður betur gagn­ nýtt. Neyðugt er sostatt ikki við fjarlagnum ferðasambandi, t.d. skip­ um og flogførum, ið eru kost­naðar­ mikil og dálka sera nógv. Gongdin, har vørur verða inn- og útfluttar, krevur eisini stóra vatn- og orku­ nýtslu, men hesum kunnu vit sleppa undan, um vit velja lokalu vørurnar.

ONNUR SAMSTØRV INNAN MATMENNING Umframt Slow Food og Économu­ sée hevur útoyggjafelagið eisin tikið lut í øðrum samstørvum at menna matmentan, eisini mat-festivalum og ráðstevnum uttanlands, har vit hava kunnað um Føroyar og før­oy­ sku matmentanina. Millum hesi samstørv kann nevn­­ ast Eldrimner, sum er eitt svenskt tiltak, at stuðla undir og menna smáframleiðslu innan jarð­ ar­brúk. Her hava umboð fyri út­

oyggj­arnar eisini verið við. Somu­ leiði hava umboð fyri felagið verið í Íslandi á Norðurlendskari ráðstevnu fyri mat og smáframleiðslu, har Matis var vertur. Av øðrum tiltøkum kann nevnast Frig-festivalurin, Ny Nordisk Mad og Nordliga Norden, har felagið hevur umboðað útoyggjarnar við framsýning og frásøgn um okkara matmentan.

Glóðin • nr. 13 • 2021

19


UMHVØRVISSTUÐUL FRÁ TÓRSHAVNAR KOMMUNU Á hvørjum ári velur Umhvørvisdeild­ in í Tórshavnar kommunu eitt evni í sam­­bandi við Umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin á 250.000 krónir til verkætlanir, sum taka sær av nátt­ úruni og umhvørvinum. Evnini, ið Umhvørvisdeildin vel­ ur, leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Í ár var evnið, ”Skiljing og endurnýtsla av burturkasti”, og hetta er í tráð við 12. Heimsmáli, ið snýr seg um at av­ marka nýtslu av ráevnum og vanda­ miklum evnum og at avmarka spill og dálking. Í útgreiningini av 12. heimsmálinum stendur at lesa, at øll fram­leiðsla av burturkasti skal skerj­ ast munandi áðrenn 2030. Hetta verður gjørt við fyribyrging, skerjing­ um, endurframleiðslu og endur­nýt­ slu. Matkovin og Útoyggjafelagið søk­ tu um umhvørvisstuðul til at

20

Glóðin • nr. 13 • 2021

sam­­skipa verkstovuverkætlan, og okk­­um vórðu játtaðar 60.000 krónir.

Verkætlanin, ið ber heitið, Í Krukk­una!, snýr seg um niðursjóðing av stuttfluttum grønmeti og urtum. Endamálið við verkstovunum er at vísa á hættir at goyma rávørur og minka um óneyðugt matoyðsl og lív­ runnið burturkast. Undirvísari á verkstovunum verð­ ur Kathe Kaczmarzyk, ið kemur til Føroya í døgunum 18. til og við 27. Oktober. Kathe, sum er fødd og upp­ vaksin við pólskum foreldrum í New York, hevur drúgvar royndir og ser­ kunnleika innan fermentering og niður­­sjóðing av grønmeti. Í 2016 var hon á fermenteringsuppihaldi hjá Sandor Katz, ið er heimskendur sum maðurin, ið kveikti almenna áhugan

Mynd: Sunniva G. Mortensen

Mynd: Sunniva G. Mortensen

fyri fermentering. Kathe hevur ferð­ ast nógv og hildið verkstovur ymsa staðni í Evropa, m.a. fyri fleiri kend matstøð í Danmark. Í 2018 flutti Kathe til Malmø, har hon júst hevur opnað handilin, Admiralgatans Sp­e­ c­­eri­butik, saman við unnustanum, Jesper. Í handlinum selja tey stutt­ fluttar rávørur frá svenskum bóndum, innfluttar hágóðskuvørur og fermen­ terað bland, ið Kathe selur undir vørumerkinum, Saltat Ferments. Á verkstovunum við Kathe fara vit at nema vitan og førleikar um rá­ vørur, amboð og ymiskir niður­ sjóðingarhættir. Verkstovurnar verða hildnar kring landið og skipaðar soleiðis, at tær eru til ymiskir mál­ bólkar so sum bøndur, útoyggjafólk, lesandi o.s.fr. Tá vit nærkast heysti­ num, koma vit við meira kunning um verkstovurnar.


www.matkovin.fo

MATKOVIN Í fjør vár fór heimasíðan, www.Matkovin.fo, av bakka­ stokki. Heima­ síðan miðsavnar kunning um føroysku mat­ framleiðararnir og stuttfluttu vørurnar, ið eru til keyps kring landið Tað er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, sum hevur tikið stig til og samskipar Matkovan. Sunniva er útbúgvin fólkalívsfrøðingur við ser­grein innan mat og visuelt samskifti, og hon hevur drúgvar royndir við verkætlanum, ið fremja staðbundna framleiðslu og sølu, m.a. í Slow Food, Économusée og Útoyggjafelagnum. Endamálið við Matkovanum at stytta teinin millum framleiðara og keypara og stimbra staðbundnu mat­ment­ an­­ina, -framleiðsluna og -vinnuna. Matkovin hevur ein leitil, sum hjálp­ir tær at finna framleiðara, øki ella vøru. Bæði fulltíðar- og ítrivs­fram­ leiðarar eru á heimasíðuni, og teir hava hvør sín vanga, har tú kanst tú lesa um søguna og virksemi hjá fram­ leiðaranum, og tú fær telefon­ nummar og teldupostbúðstað, so at tú lættliga kanst seta teg í samband við framleiðaran. Á heimasíðuni er somuleiðis savn við upp­ skriftum, ið geva tær íblástur til matgerð við stutt­fluttum rávørum, og seinni hend­an mánaðin opnar nýggjur net­ handil, ið ger tað møguligt at keypa vørur beinleiðis frá framleiðaranum. Umframt at reka heima­síðu­virk­semi, veitir Matkovin eisini tænastur innan ráðgeving og samskipan. Í fjør fekk Matkovin umhvørvisstuðul at samskipa stóra felags­ máltíð við avroðum í Silo í Tórshavn, og í ár hevur Mat­ kovin staðið fyri sjómat­k vøldi á Café Mormor á Tvøroyri og verkstovum í burðardyggari matgerð við fiski í sam­ band við umhvørvis­vikuna í Havn. Felags fyri tiltøkini og verkstovurnar er stevnumiðið at varpa ljós á føroysku mat­fram­leið­ar­arnir og stimbra áhugan og virð­ingina fyri stuttfluttum rávørum. Í ár samstarva Matkovin og Útoyggjafelagið um grein­ ar, tiltøk og verkstovur í samband við 20 ára føðingar­ dagin hjá Útoyggjafelagnum. Á útoyggj eru mong, ið takast við staðbundnari matframleiðslu, og hetta er ein vinnugrein, ið Útoyggja­felagið ger nógv við at stuðla.

Mynd: Sunniva G. Mortensen

Mynd: Sunniva G. Mortensen

Glóðin • nr. 13 • 2021

21


Vinarløg og samstarv Hoyrt í býnum “Hvat ætlar tú tær í summar?” – “eg ætli mær á stevnur” - “hvørjar stevnur?” – “G! Festival, Summarfestival, Tórsfest og útoygg jastevnu”.

Vinabond verða knýtt Á Útoygg jastevnu verða vinabond knýtt, fólk hittast, ið ikki hava sæð hvørannan í áravís. Familjur og kenningar koma at vitja, og bygdarbørn, ið hava verið burtur leingi, brúka høvið at koma aftur á gamlar gøtur. Stevnurnar samansjóða, styrkja netverk og sambond, og gera tað stuttligari at búgva á útoygg j.

Útoyggjastevnurnar megnaðu, í 17 ár, at savna nógv túsund fólk á út­ oyggj. Eitt stórt arbeið varð lagt í hvørja einastu stevnu, bæði av bygd­ ar­­fólkinum og teimum, sum eru til­ knýtt. Á stevnunum eru hurðar latnar upp fyri vitjandi, og tjøld eru sett upp, so øll kunnu koma undir tak. Tað er hugni, gleði og gleimur. Tað eru talur, matur, túrar, togtogan, dansur og aðrar upplivingar. Tey fyrstu árini varð so nógv lagt í stevnurnar, at tær líktust teimum í meginøkinum, men við tíðini eru tær vorðnar meira tálmaðar og dentur lagdur á at vísa fram staðið, lokalu søguna og mentanina. Fastur táttur á øllum stevnunum er togtoganin. Tað eru steyp í umfari, og spenningurin er stórur um, hvør ið vinnur ársins dyst og fær steypið. Í 2019 og 2020 vóru ongar stevnur, í staðin varð hildin ein oyggjadagur í Kalsoy 2019 og í Svínoy 2020, aðalfundurin var eisini ein partur av hesum, eins og undanfarnu árini. Málið er at taka stevnurnar upp­ aftur, men ikki fyrr enn ein oyggj bjóðar seg fram at halda stevnuna – hvør? Ja, livst so spyrst!

22

Glóðin • nr. 13 • 2021

Á Útoyggjastevnu verða vinabond knýtt


Vit hittast á útoyggj á útoyggjastevnu Felags samleiki At savna útoyggjafólk til aðalfund og stevnu, styrkir sambondini teirra­ mill­um. Tað gevur eisini íblástur at síggja og hoyra, hvussu fólkið á ein­ støku oyggjunum livir og skipar seg. Tað er nógv, sum tey hava til felags, bæði av avbjóðingum og møguleikum, og hesi viðurskifti verða ofta umrødd.

Børn og ungdómar Børn og ungdómar hugna sær á útoyggjastevnu. Her hittast tey, tvørt­­­ur um oyggja- og bygdamørk, og finna eitt felags stev henda eina dagin á útoyggj. Tað er vorðið ein trend at fara á útoyggjastevnu við tjaldi, og talið á tjøldum er økt ár um ár.

Avbjóðingar Samferðslan er ein avbjóðing, og tað hava verið fløskuhálsar í flutningi­ num, á fleiri stevnum. Tað hevur ikki verið hugaligt hjá teimum, sum standa eftir, ella mugu bíða við at sleppa heim. Serliga um veðrið ikki er til vildar. Tí er felagið farið at umhugsa aðrar loysnir, um tað ikki ber til at skipa ferðsluna betur. Ein er at fólk tekna seg til at koma á stevnuna. Men tað kann taka sjarm­ una frá tí spontana, ið stevnan altíð hevur umboðað. Atkoman til oyggj­ arnar er ymisk, og tí verða tað helst ymiskar loysnir. Myndirnar eru frá ymiskum útoyggjastevnum

Her hittast tey, tvørt­­ur um oyggja- og bygdamørk

Glóðin • nr. 13 • 2021

23


Bústaðarval, ikki altíð eitt val? Nei, siga nøkur av teimum ungu, ið leingi hava stríðst fyri at fáa ein bústað á Húsum og Syðradali. Glóðin var og vitjaði á Kalsoynni og hitti hesi ungu, ið ætla at velja sína heimbygd sum framtíðar bústað, men sum støðan er í dag, krevur hetta tol og hugflog.

Pætur Pætur Syderbø sigur, at hann ikki hevur skrivað seg upp til grund­ stykkið, og hann veit, at onki er tøkt kortini. – Eg havi heldur ikki hug at fara at byggja mær hús fyri nógvan pening enn. Sama er, tá eldri hús koma til sølu, tá eru tað avbygdarfólk, sum bjóða, og húsini gerast alt ov dýr. Tað besta fyri meg, og annan ung­ dóm í oynni, er at fáa íbúð til leigu. Tað standa fleiri tóm hús, men tey eru ikki tøk. Tað er ein stórur trupul­ leiki fyri fleiri ung her í oynni, at onki er at búgva í. Vit, sum arbeiða í Klaksvík og á meginøkinum, kunnu gott ferðast ímillum, so tað er eingin forðing. Sum tað er í løtuni, fara næstan øll inn á meginøkið at búgva, tí tey tíma ikki at búgva inni hjá foreldrunum í oynni. Hetta ger, at tey ungu fækkast, og tað skapar eina ónda ringrás. Fyrr savnaðist ungdómurin í bygdini í viku­skiftunum, og ung úr Klaksvík komu higar, men alt hetta broytist, tá tey flestu flyta av oynni. Fyri ikki at noyðast til Klaksvíkar at búgva, eri eg farin at umvæla eitt neyst, sum eg innrætti til bústað. Eg haldi, tað er umráðandi at vera jaligur og finna loysnir, hóast tað sær svart út, og myndugleikarnir ikki spæla við, sigur Pætur, í samrøðuni við Glóðina.

Andrias 5. august í 2015 søkti Andrias Eliasen um grundstykki á Syðradali í Kals­ oynni. Ikki fyrr enn í mai 2021 vóru boð um, at nú var alt komið upp á pláss og stykkið matrikulerað. Tá Andrias søkti, var tað til Húsa kommunu, men 1. Januar 2017 varð Húsa kommuna løgd saman við Klaks­víkar kommunu, og málið um grundstykkið, sum tá var komið nakað ávegis, flutti inn í umsitingina í Klaksvík. Síðan tá hevur verið bíðað og bíðað. Skrivað og skrivað, uttan úrslit. Seinasta summar fekk Andrias boð um, at nú var ein loysn ávegis, og í januar 2021 var tað mesta komið upp á pláss. At tað skal taka so langa tíð og vera so trupult, er ikki heppið. Tað kann eisini tvinga onkran at flyta av oynni, hóast tey ikki ynskja tað. Systir mín hevur eisini søkt um grundstykki, og hon fekk bræv frá Klaksvíkar kommunu um, at hon kundi fáa eitt stykki í Klaksvík. Nú í summar verður helst klárt at fara undir at byggja, og Andrias gleðir seg nógv og er spentur. – Hesum havi eg bíðað leingi eftir, so alt er púra klárt, sigur hann.

Johanna Maria Tað, sum undrar íbúgvar í Kalsoy, er, at tað ikki verður gjørt meira fyri at finna loysnir, skjótar loysnir við­ víkjandi bústaðartørvinum. Ungfólk eru flytbar, og tey fara víðari, fáa tey ikki møguleikan at seta búgv í oynni. Tað sigur Jóhanna Maria Isaksen, sum býr á Húsum saman við manni og trimum børnum. Jóhanna Maria sigur, at hon hevur búð inni hjá foreldrunum við sínari familju í nógv ár, men nú hevur tað eydnast at fáa eini eldri hús, sum vóru í familjuni, og hesi hava tey sett í stand. Sárbarbarar oyggjar Útoyggjarnar eru so sárbarar, tá tað kemur til fráflyting, og tí áttu komm­ unurnar at fyribyrgt fráflyting heldur enn at forða fyri búseting. Sum tað fyrsta eiga kommunurnar at tryggja, at tær altíð hava tøk grundstykkir til tey, sum vilja byggja, og avgeiðslutíðin má vera stutt. Men eisini at tryggja atgongd til leiguíbúðir. Í løtuni er bústaðartrupulleikin á útoyggj eitt kommunalt mál, men hetta átti at verið tikið upp á landspolitiskt stig, metir útoyggja­ felagið. Tað eigur at vera eitt krav til kommunurnar, at tær tryggja, at tað ber til at velja at búgva á útoyggj.

Tað eru politiskir flokkar, ið hava ført fram, at Bústaðir, saman við kommununum, skulu útvega leiguíbúðir, 2-3 á hvørjari útoyggj. Hetta hevði verið eitt sera stórt og gott stig tann rætta vegin.

24

Glóðin • nr. 13 • 2021


Vit vita at ungdómurin fer! Tá útoyggjafelagið byrjaði sítt arbeiði, vóru børn og ung í øllum útoyggjum, og tað er ikki ov nógv at siga, at øll tey tilkomnu vistu longu tá, at tað fór at verða ein abjóðing at fáa nakran av hesum at búseta seg í oynni, tá tey blivu vaksin. Tað var í øllum førum ikki nøkur sjálvfylgja. Harry Jensen í Skúvoy sigur, at tey, sum búgva á útoyggj, halda, at tað er rætt, at ungdómurin fer av oynni eina tíð at nema sær útbúgving og royndir, tí soleiðis hevur tað altíð verið. Men øll vóna sjálvandi, at onk­ur av hesum ungu vendir aftur og búsetur seg í oynni. Hetta er eisini ein mótsøgn, tí hóast vit ynskja ung­ dómin aftur, so vita vit, at tey hvørki vilja ella kunnu

búseta seg her við familju, tá umstøðurnar eru, sum tær eru, við samferðslu, farmaflutningi, heilsu­tænast­um o.ø. Men er tað onkur, ið vil treiskast, so er størsta avbjóðingin, og onki fæst at búgva í. Húsini, ið eru til sølu, kosta meira, enn ein inntøka í oynni kann klára, og tað ber ikki til at fáa nakað at leiga. Míni ráð til politiska myndug­leikan, vegna útoyggj­ arnar, eru at gera eina menningar- og íløguætlan, ið megnar at lyfta allar tænastur upp á eitt hægri stig, eisini vinnuligu møguleikarnar, og í hesum pakka­num at út­ vega almennar leiguíbúðir. Hetta hevði vent gongdini og gjørt oyggjarnar lívførar.

Ungdómstiltak í Gjáargarði, 2006 og 2008

Vit vilja altíð stuðla heimbygdini Tá í vit tosar við ungdómin á útoyggj, siga tey uttan undantak, at tey altíð vilja stuðla heimbygdini. Men tað er langt frá at kenna seg knýttan til heimbygdina og til at flyta hagar at búgva. Skuldi tað verið eitt ynski, siga tey, so er fyrsta kravið, at tað finst okkur gott at búgva í, og næst, at tað finst eitt arbeið, sum gevur meining. Á verkstovu við Gjógv fyri árum síðani, og í arbeiðinum við verkætlanini Bygdarstovan, vísti ungdómurin av útoyggj á, at tey síggja nógvar og innovativar møguleikar í útoyggjunum. Nøkur av hesum eru eisini í gongd við at føra hugskot út í lívið. Men fyri tey flestu eru forðingarnar

størri enn møguleikarir, og tí er tað so trupult at gera brúk av hesum. Tað er í hesum kjakinum um ungdóm og val av bústaði, at hugtakið staðarsamleiki gerst áhugavert, eisini í mun til politiska raðfesting, tí tað er ikki altíð bara tað, sum vit borgarar í landinum hugsa og ynskja, ið verður galdandi, men í stóran mun, hvørjir møguleikar teimum standa i boði, og hvussu samfelagið verður tilrættalagt. Tí hevur ein politikkur á búsetingarøkinum alstóran týdning. Sí lýsing av hugtakinum staðarsamleiki, á næstu síðu. Glóðin • nr. 13 • 2021

25


HVAT MERKIR STAÐARSAMLEIKI? Hetta orðið, ið er so knortlut at bera fram, er sett saman av tveimum hug­ tøkum, ávikavist staði og sam­leika. Í staðarsamleika eru nógvir tætt­ir, ið beinleiðis og umvegis ávirka hvør ann­an og saman skapa hesa “sam­ løguna” av staðarsamleikanum hjá einum persóni. Í sosial-landafrøði verður samleiki knýttur at staði. Panelli (2004) sigur, at staðarsamleiki vísir seg í mun til, hvussu fólk og støð eru knýtt at ávís­ um meiningum, bæði gjøgnum sosia­ lar og rúmligar mannagongdir. Dømi um staðarsamleika Niðanfyri eru tvey dømi um staðar­ samleika í mun til íbúgvar á útoyggj. Men meginreglan við staðar­samleika er galdandi, annaðhvørt tú býrt í Ishøj í Danmark, úti á Reyni í Tórs­ havn ella í eini lítlari oyggj. Eitt fólk kann vera knýtt at einum staði gjøgnum gott sosialt samaband við familju, ið býr á somu oyggj sum viðkomandi sjálvur. Um ein nevnir oynna í samtalu við persónin, ið er heimanífrá, er tað ein møguleiki fyri, at viðkomandi fer at hugsa um familjuna á oynni har heima. Persónurin personifiserar seg við sín bústað, við tað góða sam­ bandið, hann ella hon hevur við fam­ ilj­una á somu oyggj. Eitt annað vanligt dømi um, hvussu fólk identifisera seg við eitt stað, er t.d. tá ið maður av útoyggj, ið hevur verið longi heimanífrá, er ávegis heim, nú lundatíðin er við at byrja. Hann hugsar um, hvussu gott tað er at koma heim at fleyga lunda aftur. Hann vónar, at veðrið og ættin fara at vera til vildar, meðan lunda­ tíðin er.

26

Glóðin • nr. 13 • 2021

Her er identifiseringin av staðnum grundað á tað rúmliga sjónarhornið, ið náttúran er við fuglafongi, vindi og veðri. Eitt annað dømi um sama rúmliga sjónarhorn er gleðin við at fara á fjall og reka seyðin heim. Hinvegin kann tað eisini vera, at viðkomandi persónur heldur tað vera keðiligt við tí nógva slatrinum í oynni og tað ikki at kunna vera í frið, uttan at øll vita, hvat tú gert. Hetta kemur eisini undir sosialt samband, men vísir seg sum nakað negativt fyri persónin. Bæði teir positivu partasamleikarnir og tann negativi eru saman­lagt persónsins staðarsamleiki, hvussu hann uppfatar sín bústað. Staðarsamleikin hjá persóninum, ið eg havi nýtt sum dømi, ger hann tætt knýttan at sínum bústaði, grundað á, at hansara staðarsamleiki fyri ein stóran part byggir á góð upplivilsi frá sínum búplássi. Hin­ vegin høvdu ring minni og upplivilsi gjørt, at hann fekk ein neiligan stað­ ar­­samleika av sínum bústaði. Sagt á ein einfaldan hátt vil ein persónur við góðum minnum gera nógv fyri at verða verandi á oynni, tí tað er her, hann ímyndar sær eitt gott lív við familju og náttúruni, ið hann virðismetir. Øvut kennir ein persónur við ikki eins góðum minnum ikki sama tilknýti til bústað sín. Á útoyggj eru vánaligir møguleikar fyri føstum arbeiði, og hevur hesin sami persónur við jaligum staðar­ samleika tí ávísar trupulleikar. Hann kemur í eina tvístøðu, hvørt hann skal flyta av oynni, ið hann identi­ fiserar seg við og trívist á, fyri at fáa arbeiði aðrastaðni í landinum; ella verða verandi og onki arbeiði hava.

Staðarsamleiki ávirkar Í lýsing sínari av Føroyum tekur Bærenholdt (1993) staðarsansin inn í mun til ymiskar livihættir. Hann sigur Føroyar vera eitt av teimum greiðastu dømum í heiminum um, hvussu stóran búskaparligan, poli­ tisk­an og mentanarligan týdning ein ávísur formur fyri staðarsans kann fáa. Hesin sterki staðar-samleiki/sans­ ur, sum nógv fólk í Føroyum hava, hevur lutvíst æruna av, at lív fram­ haldandi er á útoyggjunum og kanska í Føroyum sum heild. Trupulleikin er bara, at tann persónligi staðar­ samleikin í sjálvum sær í longdini ikki megnar at uppihalda lívinum, har hvørki arbeiði, almennar tæn­ astur og samferðsla er. Spurningurin er so, um tað ger nakað, at útoyggjarnar ikki hava nevn­du møguleikar, ella um ein skal geva teimum hesar møguleikar, so at útoyggjarnar hava ein møguleika fyri at hóra undan? Keldur: Bærenholdt, J.O. (1993) Hvad betyder steds-sansen for fiskersamfundenes befolkning? Nord 1993:27, Nordisk Ministerråd. Hetherington, K. (1998) Expressions of Identity. Sage Publications. Mazanti, B. (2002) Fortællinger fra et sted. Statens byggeforskningsinstitut København. Orderud, G. I. (2001): Unge voksne i utkant-Norge: Stedstilknytning og stedsoppfatning. NIBR-notat 2001:102 Panelli, R. (2004) Social Geographies. Sage Publication


12. JUNI 2021

OYGGJADAGUR

TÓRSHAVNAR KOMMUNA


HESTUR

- SAMANHALD OG VÓN UM FRAMBURÐ

Guðrið Joensen

Bygdafelagið Randarsól hevur í nógv ár, verið karmur um virksemi av øllum slag. Tá kalla verður inn til tey ymsu tiltøkini, koma altíð nógv, sig­ ur Guðrið Joensen, sum er forkvinna. T.d. høvdu vit ruddingardag saman við aðalfundi felagsins fyri kortum, tá vóru vit yvir 60 fólk í oynni, bygdafelagið hevur keypt hitapott og stóra grill, so tá liðugt var ruddað, var etið grilla lamb, og so fóru nøkur í hitapott. Tað sum er á skránni í løtuni er fyrireiking í sambandi við oyggja­ dagin, sum eftir ætlan verður 12. juni. Onnur tiltøk koma á skrá, m.a. plaga vit at skipa fyri útferð í august. Mál, sum bygdafólkið leggur stór­ an dent á at fáa framt, er m.a. dag­ føring av bygdarhúsinum. Húsið er hjartað í bygdini og tí er umráð­andi, at tað verður viðlíkahildið. Gólv skulu skift­ ast, køkurin ný­ tímans­ gerast, tí hann er vánaligur og sera trongligur, og tí er ikki lætt at gera mat til nógv fólk. Eitt annað mál, eru wc’ini uttan­ fyri bygdastovuna, tey mugu skiftast út. Standurin er so vánaligur, at eingin hurð fæst aftur, og hetta verður kalla almenna wc í bygdini. Tað hevur verið tosa ofta og leingi við Tórs­havnar kommunu um hesi við­ ur­­­skifti, men enn er einki gjørt við hetta, sigur Guðrið Joensen. Vit sum eru knýtt at Hesti, og eru uppvaksin her, eru nógv í tali. Tí er stórur tørvur á útstykking til smá

28

Glóðin • nr. 13 • 2021

summar­hús og bústaðir. Tórshavnar kommuna hevur haft útstykking á skrá í fleiri ár, men enn hava vit einki frætt, hvat ætlanin er við hesum, hvat tað inniber, og nær tað kann væntast at verða boði út. Tað er eisini tørvur á leiguíbúðum í Hesti, eins og á øðrum útoyggjum. Her eru ongin tøk hús at lang­tíðar­ leiga. Bústaðir átti eisini at bygt leiguíbúðir í Hesti. Vit ivast ikki í, at fleiri høvdu tikið av, um møguleikin var har. Samferðslan er og verður stórsta avbjóðingin Tað er ikki gjørligt at bíða meira. Um tvey ár fer Teistin úr flotanum, og tað liggur í kortunum at Hestleiðin skal hava nýtt skip. Men enn hava vit ikki hoyrt nakað, um hvat ætlanin er. Vit í Hesti vænta og vóna, at lands­ stýrismaðurin í samferðslu­málum og Standferðslan í felag, koma við ein­ um útspæli skjótt. Við eini farleið fyri bert Hestoynna, vænta vit at tað gert møguligt við fleiri fartum um dagin, soleiðis at til ber at búgva aftur í Hesti. Eisini vóna vit at hetta verður ein farleið, ið livir upp til dagsins krøv, og at umstøðurnar ikki versna orsaka av nýggju farleiðini. Hestleiðin hevur haltað afturúr í nógv ár, og versnaði nógv eftir 2016, tá SSL valdi at skilja rutunar til Hest og Skopun sundur, tá blivu vit snøgt sagt bumbaði aftur í tíðina. Hetta hevði við sær at vit mistu fleiri rutur, og tað bleiv ikki gjørligt longur at koma út í Hest beint eftir arbeiðstíð, og ei heldur at verða aftur í Havn til arbeiðis kl 8 um morgunin, og harvið ógjørligt at búseta seg í Hesti. Hjá avbygdafólki ber ikki til at fara út í Hest eftir arbeiðstíð at arbeiða við landbrúki o.ø. og at hjálpa

okkara foreldrum, og koma innaftur til arbeiðis morgunin eftir. Hetta tekur eisini grundarlagið undan at kunna búseta seg í Hesti. Vit hava dømi um 6 ung fólk, ið búsettu seg í Hesti, og arbeiddu og gingu í skúla í Havn, tey máttu geva skarvin yvir, tí SSL vildi ikki betra um ferða­ sambandið. Alt hetta hava vit, uppí saman gjørt vart við, og á øllum hugs­andi pallum. Vit stovnaðu eina Teistanevnd, at samskifta við myndugleikarnar um samferðsluna á Hestleiðini. Tað ein­ asta jaliga vit hava uppnátt higar­til, var tá Landsstýrismaðurin í sam­ ferðslu­ málum, Heðin Mortensen, setti Spógvan í sigling, fyri at økja um túratalið. Tað vóru vit takksom fyri, hóast skipið ikki var ein haldbar loysn, orsaka avmarkaða plássi til ferðafólk, og ikki kundi taka bilar. Hetta er tað einasta dømi um, at vit eru hoyrd, tí ongin lurtar og tað hevur gingið harliga út yvir trivnað og vøkstur í oynni, sigur Guðrið Joensen. At tunnilin ikki kom upp í Hesti er ein stórur feilur. Tað stríddust vit nógv fyri, men heldur ikki tá varð lurta eftir okkum. Tað er gjørd ein lang­tíðar samferðsluætlan, har er sera lítið skrivað um ætlanina við Hest, bert at talan verður um minni ferju. Hevur nakar hugsa um aðrar alterna­ tivar loysnir? so sum rennistrong, tunnil til Skopun ella Velbastað? Tað kundi verði vert at hugt uppá, fyri at tryggja vøkstur, vælferð og ferðavinnu úti í Hesti, sum er ein perla við teim­ um flottu vøtnunum uppi á oynni, har tað ber til at njóta friðin og nátt­ úruna, hóast bert fáa kilometrar frá meginøkinum. “Vit vóna at vit verða skjótt aftur at síggja á føroya­korti­ num”, sigur Guðrið Joensen at enda.


BROYTA NEYTAFJÓS Í HESTI TIL SLÁTUR- OG SEYÐAHÚS Sanna Silvurstein er festari í Hesti. Hon flettir umleið 170 seyðir árliga. Umstøðurnar at fletta vóru ikki góð­ ar. fjósið hevur staðið tómt, síðani neytini vórðu av avlívaði fyri fleiri árum síðan, so tað var lagamanni at leggja nýggjar ætlanir fyri fjósið. Í samrøðu lýsir Sonnu Silvurstein sína verkætlan: at broyta fjósið til slátur- og seyðahús: ”Vit vistu, at á Trøllanesi hava tey eisini gjørt fjós um til slátur/seyðahús, so tað gav okkum hugskotið. Í Gásadali hava tey eisini gjørt eitt sláturhús, sum verður brúkt til ferðavinnu, tá einki slakt er. So hesar báðar verkætlanirnar góvu okkum hugskot at kombinera okkara verkætlan til at gera fjósið um til sláturhús í aðrari helvtini, og seyðahús í hinari helvtini. Eisini leggur verkætlanin upp fyri ferðavinnumøguleikum. Frá tanka til veruleika Vit fóru í gongd í 2018. Vit gjørdu av at opna inn til brunnarnar og leggja ristir um gólv, soleiðis at seyður fær verið inni í tí norðasta brunninum og norðaru helvt av stóra rúminum. Í mittasta brunninum er eisini rist løgd í gólvið, og verður hesin brúktur at drepa seyðin har. Veggur er settur mitt í stóra rúmið við eini hurð, og verður so seyðurin, tá ið hann er avlívaður, tikin inn í syðru helvt av rúminum, ið er slátur­ rúm. Tann syðsti brunnurin er fyltur upp til gólvhæddina í sláturrúminum, og hetta rúmið verður brúkt at heingja slaktaðu krovini upp. Í sláturrúminum er so gólvið stoypt, veggir málaðir, vask vm. til at hagreiða avroð er sett upp. Skinnarar,

taljur, krókar og onnur sláturútgerð er sett upp. Har sum mjólkirúmið var, er vask og borð sett upp. Eftir at arbeiðið var so mikið lið­ ugt, at tað bar til at fara inn, hava vit brúkt sláturhúsið, og tað hevur riggað stak væl. Tað er sera funktio­ nelt, tað er rúmligt til fleiri at arbeiða inni í senn. Vit eru ikki komin á mál enn, tað er kalt inni, eingir wc-facilitetir o.a. Málið er, at reinføri og klima verður optimalt, og um vit hava ferða­vinnu­ møguleikan í tonkunum, so er tað neyðugt at klæða bæði innan og uttan, og ein mobilur køkur má set­ ast upp, um vit skulu gera okkum tankar um ferðavinnu. Hví fara í gongd við slíka verkætlan: Vit meta, at hetta ger tað nógv huga­ ligari at hava eitt festi, tá karmarnir eru góðir. Og í okkara føri var tað al­ neyðugt at fáa umstøður til seyðin og at slakta í. Ferðavinnan er nógv økt seinastu árini, og vit duga eisini væl at síggja møguleikar í at bjóða okkara høli fram til ymisk ferðavinnuhøvi, t.d. at hava matsølu, har fólk kunnu koma inn og seta seg niður, eisini ber til at hava smærri veitslur. Vit meta, at tað passa uml. 60 fólk at sita til borðs. Lata vit upp fyri møguleikanum at gera tað til ferðavinnu eisini, so kann hetta fáa lív aftur í Hests bygd, hetta kemur at skapa trivnað og menning, bæði fyri bygdarfólkið, avbygdafólk, føroyingar og útlendingar. Sanna hevur fingið fígging til verkætlanina frá grunninum til menn­ing á útoyggj. Enn restar nakað í, og tí vónar Sanna, at hon fær fígg­ ing nokk, til at gera verkætlanina lidna. Myndir: Guðrið Joensen

Glóðin • nr. 13 • 2021

29


Sunniva G. Mortensen skrivar og eigur myndirnar

RÓTABRYGGJ Í DÍMUN Bóndaparið Eva og Jógvan Jón, ið varða av Dímunargarði, hava valt at skipa virksemið við samansettari framleiðslu. Arbeitt verður við neytahaldi, seyðahaldi, grøn­metis­ velting og garving av seyðaskinnum, og sambært Evu er hetta eitt modell, ið riggar væl til umstøðurnar á oynni, "Vit hava valt at hava fjølbroytt virksemi á garðinum, tí tað riggar væl í mun til arbeiðsbyrðu, árstíð og annað. Stílaðu vit bert ímóti einari stórari framleiðslu, var størri váði at fáa fløsku­ hálsar til døm­is við flutningstólinum. Okkara drifts­upplegg legg­ur upp fyri umstøðunum á Dímun, og vit hava tillagað tað so, at vit fáa sum best møguligt burtur­ úr." Fyri framskygni vann Dímunargarður norð­ ur­­­lendsku Embla-virðislønina til rávøru­fram­ leiðara í 2017. Eftir virðislønarhandanina, sum fór fram á Ráðhúsinum í Keypmanna­havn, savn­að­­ust luttakararnir á barr, og tá fall prát­ ið á komandi verkætlanir, "Onkur spurdi í skemti, hvat næsta verkætlanin varð, eg sat við einari cider í hondini, so eg svaraði bara, at tað varð kanska ein rótacider. Mána­ morg­unin, tá vit vóru heimkomin til Føroya, fer Janus Vang í út­varpið at greiða frá til­ takinum, og hvussu fantastiskt tað er, at Føroyar vunnu 3 av 7 virðislønum. Verturin spyr, um onnur úrslit kunnu spyrjast burtur úr virðislønunum, og tá tekur Janus hetta her fram, at vit vóru skjót at leggja ætlanir um ein rótacider. Tá legði hann øgiligt trýst á okkum. Har byrjaði tankaspælið um, hvat tað kundi

30

Glóðin • nr. 13 • 2021

blíva til". Mairótin er bert í sesong frá síðst í juli til byrjanina á september, so framleiðslan er mið­savnað í stutt tíðarbil. Framman undan ferðini til Danmarkar høvdu Eva og Jógvan Jón tíðum tosað um, hvussu tey kundu fáa meira burtur úr róta­skurðinum, "Vit royna at spjaða gróðurin og sáa fræ í trimum umførum. Fyrstu fræini verða sádd í endanum á mai, og so eru 10 dagar ímillum, at vit sáa næstu fræini. Tað er eitt sindur trupult at dyrka mairót, tí sesongin er sera stutt. Mann stendur eina løtu við ov stórari framleiðslu. Neytini fáa tað, sum vit ikki fáa selt, men ofta tosaðu vit um, at gott hevði verið, um mann kundi brúkt røturnar til annað." Bryggjararnir, Søren Antofte og Høgni Jensen, vóru skjótir at rætta bóndaparinum eina hond. Í 2017 og 2018 vóru teir ofta í oynni, og nógvar royndir vórðu gjørdar. Eva fortelur, at "Hvat vildu vit? Skuldi tað verða vín ella cider ella øl? Vit komu fram til, at tað skuldi verða eitt rótabryggj - tað er hvørki vín ella cider ella øl - og við virðing fyri rávøruni valdu vit at lata bryggið smakka av rót." Eva og Jógvan Jón læntu ein djúsara, so at tey kundu djúsa røturnar á staðnum, og síðan varð bryggingin gjørd á bryggjarínum hjá Okkara. Í 2019 varð bryggið klárt, og 2000 fløslur vórðu koyrdar á før­oyska marknaðin. Sølan gekk væl, og bóndaparið hevði gott mót at halda áfram við fram­ leiðsluni. Í fjør keypti Føroya Bjór Okkara, og tá kom tíverri tað fyri, at virk­semið hjá Okkara varð lagt um, og


niðurstøðan var, at orka var ikki til verkætlanir sum ta hjá Dímunargarði. Tískil kom eingin Mai á marknaðin í 2020, "Vit hava gott samstarv við Søren og Høgna, men vit samstarva ikki longur við Okkara. Vit ynskja at niður­ skalera eitt sindur og flyta alla bryggingina út til okkum. Her manglar eitt sindur av útgerð, og tað eru vit í holt við at fyrireika. Idéein er smáframleiðsla, og tað besta er, um brúkarin kann keypa hana beinleiðis frá okkum." Í fjør keyptu Eva og Jógvan Jón ein djúsara, og nú verður arbeitt við at fáa eina hitaviðgerðarmaskinu til garðin. Umframt at hitaviðgera djúsið, hevur maskinan ein tanga, har brygging og kølingin kann fara fram. Ein tílík maskina er hendig og kann spara bøndrunum nógv arbeiði. Eins og aðrir útoyggjabúgvar kunnu dímunar­ bøndurnir søkja um stuðul til verkætlanir á útoyggj, og í ár søktu tey um stuðul til at keypa hitaviðgerðarmaskinuna. Tey fegnast um játtandi svar, men finnast eisini at drúgvu bíðitíðini, "Stuðulin er kærkomin, men tað er sera óheppið, at svarið frá Almannaráðnum kemur so seint á hvørjum ári. Freistin at søkja er 1. februar, men vit fingu nústani svar 21. mai. Fyri mong okkara er tað ómøguligt at fyrireika ella fara í holt við verkætlanir, áðrenn stuðulin

er játtaður. Hevur tú søkt um stuðul til at byggja drívhús, er ov seint at fáa stuðulin í mai. Tilfar skal jú fáast til høldar, og byggiarbeiðið tekur tíð. Best hevði verið, um svarið kom tíðliga um árið, so at mann hevði stundir at tilrættisleggja arbeiðið." Nú játtandi svar er komið frá Almannaráðnum, kunnu Eva og Jógvan Jón miðsavna seg um framleiðsluna. Tað tekur tíð at fáa nýggju útgerðina til Dímunar og at rigga hana til. Somuleiðis skulu nógvar royndir gerast, "Við støði í brygginum, sum kom út í 2019, so hugsa vit at gera nakrar tillagingar. Høvuðsverkætlanin er brygging við mairótum, men vit gera eisini ymsar royndir við øðrum. Beint nú stendur eitt lítið batch við kohlrabi, so vit royna ymiskt. Tað eru óendaligir møguleikar. Mann kann brenna tað, tað kann vera sterkt og hava vínstyrki ella vera veikari og hava øl ella cider- styrki. Hvør veit, kanska vit gera eina øl við rót." Eva og Jógvan leggja dent á, at tey vita ikki hvussu komandi maibryggið eydnast, so enn er ov tíðliga at siga nær tað verður koyrt út á marknaðin í ár. Fyrra bryggið (2019) kom á marknaðin í november, um sama mundið sum jólafrokostarnir vórðu hildnir, og Eva og Jógvan Jón vóna, at so verður eisini í ár. Á facebook er síða, sum ber heitið, Rótabrygg úr Dímun, og her deila Eva og Jógvan Jón tíðindi um staðbundnu framleiðsluna og bryggingina.

Glóðin • nr. 13 • 2021

31


TÁ LJÓS ER Í HVØRJARI LON! “Okkara land verður ríkari, um ljós sæst aftur í hvøjari lon á øllum útoyggjum”

Hetta sigur Tummas Frank, úr Skúv­ oy, í Glóðini nr.1 frá 2002. Í grein­ini lýsir hann, hvussu um­støð­urnar eru broyttar tey seinastu 10 árini, og livilíkindini í Skúvoynni vers­na, við fuglaveiðu og útróðri, sum fyrr var ein góð inntøkukelda í oynni. Bátahylurin varð bygdur fyri at bøta um møguleikan at rógva út, men hylurin vísti seg at vera bygdur soleiðis, at hann var nærum ónýtiligur til endamálið, sama við lendingini, hon bleiv heldur ikki tað, ið øll høvdu vónað.

Tummas Frank vónar, at hetta skjótt verður rættað. Tummas Frank endar greinina við at siga, at tað er neyðugt, at onkur tosar søk útoyggja mótvegis landsins myndugleikum, tí tað er neyðugt. Um hesir myndugleikar kunnu stuðla undir, m.a. við at gera íløgur í slátur- og frystihús á hesum plássum, verður útróður, landbrúk, fuglaveiða og ferðavinna eitt livibreyð fyri nógvar familjur. Vónandi kunnu vit øll standa saman og taka hesi tungu, men neyðugu tøk í felag.

Náttúrusavnið í Skúvoy Glóðin hevur spurt Harry Jensen, sum var ein av stigtakarunum til forn­ minnafelagið og bygdarsavnið, um hvat hendir á hesum økinum í dag. Harry sigur, at síðani forminnafelagið varð stovnað, hevur verið arbeitt við at gera karmarnar um eitt bygdarsavn. Tankin er, at savnið skal leggja serligan dent á ta ríku fuglaveiðusøguna, ið er í Skúvoy, og alla tað gransking, ið hevur verið av fugli í oynni. Hetta tiltak er eisini sera viðkomandi fyri ferðavinnuna, tí vit vísa útgerðina og alt tað, sum hevur verið tengt at fuglaveiðuni, fram. Hetta er eitt spennandi tiltak, ið ikki bara gagnar ferðavinnuni, men eisini okk­um, sum búgva her og eru knýtt at oynni. Hetta kann eisini styrkja okk­ ara samleika sum skúvoyingar.

32

Glóðin • nr. 13 • 2021

Meinhard Hentze, Skúgvi


TAÐ H EN DIR Í SK ÚVOY Glóðin hevur tosað við Poul Osmund Tórarenni, bygdarráðsformann í Skúv­­oy, um tað, sum hendir í oynni í løtuni, og tað, sum liggur fyri framm­ an. - Umframt tey vanligu málini, ein kommuna skal taka sær av, brúka vit nógva orku uppá málið um Suður­ oyartunnilin, sigur Poul Osmund við Glóðina. Tað er alneyðugt, at vit gera vart við okkum nú og fylgja neyvt við gongdini. Vit hava sent skriv til avvarðandi myndugleikar, so okkara støða er kend. - Hóast ein tunnil liggur langt frammi í tíðini, kemur avgerðin um, hvar linjuføringin verður, at ávirka oynna nógv. Verða útlit til fast samband, fer áhugin fyri at búgva í oynni at økjast alt fyri eitt, men hendir tað øvuta, verður trupult at hóra undan, sigur Poul Osmund av­ gjørdur. Poul Osmund greiðir frá, at miðal­ aldurin í oynni er sera høgur, og tað avmarkar virksemið í oynni nógv, og tað sær svart út við tilflyting. Ferða­ sambandið forðar, og tað er krevjandi, tá so fáar tænastur eru í nær­ um­ hvørvinum. Ungar familjur hava ikki mót uppá hetta, sigur Poul Osmund. Tá tað kemur til ferðasambandið,

greiðir Poul Osmund frá, so kundi Súlan leggja at í næstan øllum veðri, men var sera vánalig á sjónum. Nú hava vit eitt skip, sum riggar væl í sjónum, men hevur stórar trupul­ leikar við at leggja at. Skal skipaflotin endurnýggjast, má skipið til Skúvoyar lagast neyvt til umstøðurnar, og kunna leggja at. Nú fer Landsverk at gera ábøtur á lendingina, og so er at vóna, at næsta stig verður at byggja lendingina út, so Sildberin kann leggja at á øllum ætt­ um, og vónandi verður tað skjótt, legg­ur Poul Osmund afturat. Hvat viðvíkir búseting í oynni, sigur Poul Osmund, at tað er sama skil sum á hinum útoyggjunum. Húsini verða seld so dýrt, at ungfólk við tilknýti ikki hava ráð at keypa, og onki er at leiga. Her hevði uppskotið um at byggja eina ella tvær leiguíbúð­ ir verið kærkomið, tí tað kundi eggjað onkrum at flutt til oynna, í øllum førum at roynt. Tað eru ikki nógvir arbeiðs­møgu­ leikar í oynni. Umframt tey føstu, almennu størvini er SEV og jarðar­ brúk. Kemur onkur í oynna at búgva, er neyðugt, at tey taka arbeiði við sær, ella eitthvørt nýhugsandi, sum gevur teimum inntøku. Ferða­vinnan

er tann sama, sum hon hevur verið leingi, og kommunan hevur gott samstarv við Visitsandoy, sigur Poul Osmund. Tá Sandoyar­tunnilin letur upp, verður bert ein fjørður at fara um, og tá kann hugsast, at fleiri ferðafólk koma, tí tað verður for­ kunnugt at sigla. Ferðavinnan kastar ikki nógv av sær, men er eitt gott ískoyti. Glóðin spyr Poul Osmund, um kommunan metir tað vera eitt hugskot, at ferða­ vinnan verður grundfest lokalt, í ein­ um bygda-samstarvi. Poul Osmund svarar, at tað ljóðar sum eitt gott hugskot, tí ein væl skipað ferðavinna kann kasta av sær til øll í oynni. Til seinast spurdi Glóðin Poul Osmund um støðuna viðvíkjandi tómu húsunum í bygdini. Hann sigur, at ongin ivi er um, at tað skal áleggjast eitt gjald fyri tænastur, sum kommunan veitir. Ein lítil kommuna sum okkara manglar pengar í kassan, og tað eru stór útlegg bara at halda fendararnar við kaiina, kloakk, vatn og aðrar skipanir, so tað er uppá sítt pláss, at øll, eisini tey, sum eiga hús í oynni, men ikki búgva her, gjalda fyri tænasturnar.

KUNNING Landsverk mælir til, at eitt komandi fast samband til Suðuroyar verður gjørt í tveimum, har talan verður um ein 9 kilometrar langan tunnil av Sandi til Skúvoyar, og ein 17,2 kilometrar langan tunnil millum Skúvoy og Sandvík. Við eini tílíkari loysn ber til at seta trygdarkrøvini til hvønn tunnil sær, ið samlað fer at gera farleiðina minni kostnaðarmikla, enn um talan verður um ein beinleiðis tunnil. Kelda: https://www.fo24.net/2019/07/08/suduroyartunnileigur-at-koma-upp-i-skugvoy/

Glóðin • nr. 13 • 2021

33


Atlantshavið ímillum okkum! Samskiftisfjarstøðan millum Sørvágs kommunu og okkum, sum búgva fast í Mykinesi, kann til tíðir kennast so stór, sum um tað er eitt hav ímillum okkum, sigur Katrina Johan­n­esen m.a. í hesi samrøðuni við Glóðina. Katrina er fastbúgvandi í Mykinesi og hevur kafé og gisting, ið hon nevn­ir The Locals. Ferðavinnan hev­ ur verið hennara livibreyð í skjótt 30 ár. Katrina arbeiðir við at fáa gist­ ingarhúsið Mikines list&gist bygt, men avmarkaðu møguleikarnir at fáa fígging á útoyggj gera, at hetta gongur so seint. Glóðin hevur spurt Katrinu, hvussu hon trívist í Mykinesi, og hvussu hon sær framtíðina í oynni. Katrina greiðir frá, at hon trívist væl, og at Mykines er hennara heim. Tað er her, hon er vaksin upp, og her, hon hevur bygt sítt virksemi upp og hevur sín grandisdag. Hvørjar avbjóðingar eru tær størs­ tu í løtini? spyrja vit Katrinu. – Beint nú er tað Corona, men annars er tað alt, ið økta ferðavinnan ber við sær, serliga tað kaos, sum ofta kemur av, at tað manglar kunning o.a. Tað eru ikki ferðafólkini, ið hava skyldina, men mátin, alt verður skipað, ella ikki skipað, ið er størsta avbjóðingin. Hetta eiga vit, sum búgva og virka her úti, at finna loysnir uppá, í felag, so fer hetta at laga seg, eisini tað við umhvørvinum. Ein onnur avbjóðing, vit hava her í Mykinesi, sigur Katrina, er fjarstøðan til kommununa. Eg var sjálv í komm­ ununi, tá vit løgdu saman við Sørvágs

kommunu, men tað, sum varð lovað okkum tá, síggja vit lítið til. Komm­ unan tykist heldur ikki at hava ráð at gera íløgur her úti, tí hvørja ferð, okkurt skal gerast, søkir hon pengar úr grunninum til menning av út­ oyggj, og tað tekur tíð, tá okkurt skal gerast, eitt nú at keypa nakrar skrelli­ spannir. Her er heldur ikki nøkur staðbundin nevnd, tað hevur komm­ unan valt. Hetta ber í sær, at vit, sum búgva her, hava onga rødd í komm­ ununi, og tað ger fjarstøðuna enn størri. Hvar er vesi? Hvar er vesipappír? Eitt dømi um fjarstøðuna til komm­ ununa er, at smá, praktisk viðurskifti, sum vesir, vesipappír og skrellispannir, ikki eru nøktandi. Ferðafólk ganga og leita eftir vesunum í bygdini, tí skeltið er so lítið, at ongin sær tað. Vesini eru ikki rein, og har manglar altíð vesipappír. - Eg noyðist í heilum at útvega vesipappír, sigur Katrina og heldur fram, at hetta er skomm fyri bygdina, og kommunan veit um tað. Vit merkja heldur ikki, at komm­ unan stuðlar lokalu vinnuni nóg væl. Tað er avbjóðandi á so nógvum økj­ um at reka vinnu í Mykinesi, serliga orsakað av forðingum í samferðslu og farmaflutningi. Tí eigur kommunan at bakka upp og skapa fortreytir fyri, at tað skal bera til. Eitt nú var ein menningarætlan gjørd fyri kortum. Oda Andreasen gjørdi eitt gott ar­ beið, men kunningin frá kommuni var ikki góð. Katrina greiðir frá, at tað eru røddir í bygdini, ið tosa um, at Myki­

Katrina Johannesen, Mykines

nes eigur at taka seg úr Sørvágs komm­unu og gerast sjálvstøðug aft­ ur. Hetta kann eg gott taka undir við, sigur Katrina, tí fyrr, tá ábyrgdin fyri oynni lá her á staðnum, noyddust vit at taka tøk saman og loysa tær avbjóðingar, sum komu. Nú er tað horvið, og við hesum er eisini sav­n­ ingarmegin í bygdini farin. Vit skulu ikki taka nøkur felags tøk longur, men bíða eftir kommununi, sum ikki kemur. Hetta riggar ikki og skapar frustratiónir, og tá er skjótt til, at fólk fara at illneitast hvør inn á annan. Katrina endar samrøðuna við at siga, at hon veruliga ynskir, at henda nýggja kommunan fer at lurta eftir teimum, sum búgva í Mykinesi. Vit mugu fáa eina rødd í kommununi, og í øllum førum, at tað verður lurtað eftir okkum, hetta er fyritreytin fyri, at vit, sum eru her, kunnu trívast, og at bygdin mennist.

Grønmeti í Mykinesi

34

Hans Meinhard í Eyðansstovu fekk 10.000 krónur frá játtanini til menning av útoygg til eina royndarverkætlan at velta grønmeti í Mykinesi. Hans Meinhard sigur, at hann ætlar at gera royndir við ymiskari avgrøði fyri at vita, hvat egnar seg at velta har. Tað er kent, at røtur vaksa væl, meðan tað ikki er líka gott við eplum, sigur hann. -- Eg havi eitt nú hugsað um reyðrøtur o.l avgrøði. Fyrsta stig verður at skaffa amboð og síðani at taka tey fyrstu stigini á leiðini. Nú er so væl liðið út á árið, men okkurt fái eg tó gjørt, sigur Hans Meinhard, ið sær møguleikar fyri at finna avgrøði, ið kann bera ávøstur í Mykinesi. Glóðin • nr. 13 • 2021


Ferðavinnu- og menningarætlan fyri Mykines Á vári 2020 avgjørdi Visit Vágar í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu at gera eina felags ferða­ vinnu- og menningarætlan fyri Vágar og Mykines. Verk­ ætlanin varð stuðlað av báðum kommunum og Visit Faroe Islands. Mikudagin 16. desembur var hendan ætlan borin í hvørt húsarhald í Vága og Sørvágs komm­u­ num. Visjónin hjá kommununum og Visit Vágar er, at vit menna eina burðardygga ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við. Eina ferðavinnu, sum tekur atlit til náttúru, mentan og íbúgvar.

Úr ætlanini, um Mykines Ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines er heitið á tí litfagra og væl gjøgnumførda bóklinginum, ið kom í hvørt hús í desember 2020. Fyri Mykines verður víst á, at oyggin er ein av stóru attraktiónunum í økinum, og serliga koma ferðafólk at síggja lunda og taka mynd av vitanum í Mykineshólmi. Tað verður eisini kunnað um, at oyggin er Ramsarøki, orsakað av, at hon hevur størsta lundalandið í Føroyum. Frágreiðingin vísir á, at tað eru 16 skrásettir íbúgvar, og av hesum eru 3 bøndur, sum eru búfastir í oynni. Tvær matstovur eru í oynni, The Locals, sum Katrina rekur, og er kafé og gistingarhús, og Mykinesstova, sum er opin fyri bólkum eftir avtalu. Eisini er nakað av gisting, Á Lonini Guesthouse, Marit’s House, Símunarhús B&B, Gula Húsið og tjalding. Eisini eru nøkur hús, ið verða leigað út umvegis AirBnB, og meira gisting er á veg, tí fleiri byggiverkætlanir eru í gongd. 45 hús eru í Mykinesi, 9 av hesum eru bústaður alt árið og 36 eru summarhús Sjálv strategiin fevnir um ábøtur og tiltøk, ið skulu gera tað betri fyri ferðavinnuna og oynna, og fleiri góð tilmæli eru, m.a at ferðavinnan í oynni má skipast betur, um krøv til ferðaleiðaraskipan, og at bøtast skal um sjóvegis ferðasambandið. Frágreiðingini er at finna her: https://visitvagar.fo/content/ uploads/2020/12/visitvagarfaldaridupultsidurwebsmall.pdf

Glóðin • nr. 13 • 2021

35


EIN SKIPAÐ FERÐAVINNA Útoyggjarnar eru perlur í føroyskari ferðavinnu, men ferðavinnan krevur hendur og hugflog, hon krevur sam­ skipan og umhugsni, serstakliga tá umræður verju av náttúru og um­ hvørvi. Fyrr, áðrenn ferðavinna gjørdist eitt hugtak, komu fremmand ella gestir at vitja oyggjarnar. Tey høvdu ymisk endamál, at vitja onkran, ella bert at uppliva staðið. Fólk bjóðaðu inn, tá ein fremmandur gekk í túni­ num. Pengar vóru ikki uppií. Í dag er alt øðrvísi, nú er talan um eina vinnu. Á smáplássum kann tað

stað­num, hevur eisini við sær, at tey verða fremmandagjørd mótvegis ferð­ a­­ vinnuni. Tað kann tí kennast trupult at “sleppa uppí”. Tað krevur, at ein er framligur og veit, hvat skal gerast, og hvør kann hjálpa. Royndarverkætlanin í Svínoy Við støði í einari spurnakanning um ferðavinnu, gjørd millum út­oyggja­ fólk í 2017, vísti úrslitið m.a., at eitt ynski var um eina lokala ferðavinnu, skipað á staðnum. Tí fór felagið í 2018 undir tiltakið “Ferðavinnan á lokalar hendur”. Hugt varð fyrst eftir, hvat verður gjørt aðrastaðni, serliga í okkara grannalondum, og eftir gransking á økinum. Orsakað av Corona varð onki sett í verk í 2020, men á limafundi felagsins í

Annika S. H. Isfelt

vera trupult at skyna ímillum, nær tað er eitt ferðafólk, við málrættaðum endamáli, ella bara ein, ið hevur hug at hyggja seg um, og hvat skulu tey taka pengar fyri? Ella hevur ein fyritøka á meginøkinum longu fingið pengar fyri, at hetta ferðafólkið stendur í túninum? Og skulu tey vera gestablíð og bjóða inn, ella? Henda ørkymlan hevur ført til, at nógv, serliga á smáplássum, uppliva ferða­vinnuna sum eina byrðu, ið tey ikki vita, hvat skal gerast við. At tað eru onnur, sum stýra streymin­um av fólki, sum kemur til bygdina, og ikki tey, sum búgva á

36

Glóðin • nr. 13 • 2021

LImafundur í februar 2020

februar 2021, varð kunnað um verk­ ætlanina, og spurt, um undirtøka var fyri at fara undir eina royndar­ verkætlan við endamálinum at skipa lokala ferðavinnu. Annika Solvigt Hedegaard Isfeldt hevði framløgu um ferðavinnu sum hugtak, og avrátt varð á fundinum “at taka valdið aftur á ferðavinnuni”, tað er hiðani henda útsøgn kemur, og stór undirtøka var fyri tí. Fyrsta tiltakið verður gjørt í Svín­ oy, síðani verður tað eftirmett, og,

um ynskiligt, flutt til aðrar oyggjar í 2022 og 2023. Tað, sum verkætlanin leggur upp til, er at lokala ferðavinnan hevur út­gangsstøði í einum lokalum stað, einari bygdarstovu ella líknandi. Staðið skal, umframt at veita tænastur til lokalu ferðavinnuna og tey vitjandi, eisini veita tænastur til lokalsamfelagið. Akkurát hvat inni­ haldið skal vera, skulu tey lokalu sjálvi avgera. Niðanfyri eru nøkur dømi: Skráseting av ferðafólki, sum koma til oynna - Kunning um praktisk viðurskifti eins og møguleikar/fasilitetir í oynni - Frá­ greiðing um, hvar tey vitjandi kunnu ganga í haganum/fjøllunum, veður­ líkindi o.s.fr. - Søla av ferða­vinnu­ vørum, tiltøkum, útferðum o.ø. fyri veitarar í oynni - Eitt lokalt savn við søgum, søgnum og hendingum, í myndum og øðrum miðlum - Eitt bókasavn - Eitt savningarstað - Ein kafé/barr/lítil matstova - Ein handil, sum m.a. hevur nakrar neyðugar gerandisvørur og vørur framleiddar í oynni. Fyriskipan Fyrsta stig á leiðini er tikið við bygd­ ar­fundinum, ið varð hildin í Svínoy 17. apríl 2021. Hóast Corona, royna vit at koma víðari við tí, sum varð avrátt á fundinum. Bólkar eru settir til ymiskar uppgávur. Seinni verða samstørv við kunningarstovur og veitarar á meginøkinum skipað, eins og tað fíggjarliga skal koma upp á pláss. Vónandi veður eitt uppskot klárt her í summar, men av tí at hetta skal vera grundað á hug og vilja, í lokalsamfelagnum, verður farið hóv­ liga fram.


FERÐAVINNAN Á LOKALAR HENDUR “Í dag hava allar útoyggjar tiltøk innan ferðavinnu, og nýhugsan innan framleiðslu av matvørum er eisini væl ávegis. Til dømis kunnu nevnast framleiðsluhúsuni, eins og verkætlanin, Matur sum ferðaminni, sum hevur verið virkið í fleiri ár. Í hesum sambandi hevur mann arbeitt við sølu av úrdráttum frá rabarbum og ymiskum urtum. Heimablíðni og søla av handverki og útferðum er eisini partur av tí, sum útoyggjarnar bjóða fram. Við nýskapan og tiltøkum, ið draga nógv fólk, eru útoyggjarnar komnar á føroyakortið. Her kunnu m.a. nevna Rótabryggj í Stóra Dímun, Fugloyarrenning, Náttúrusavnið í Skúvoy, Kópakonuna v.m..“

Gestablídni og heimablídni

Burðardygg ferðavinna

Matupplivingar

Skelting

Handverk, list og handil

Mentanarsøgur og søgur í umhvørvinum

Upplivingar og kunnleiki

Glóðin • nr. 13 • 2021

37


Skrivað hevur Sunniva G. Mortensen

Børnini stórtrívast í Svínoy Heidi Neshamar Olsen og Jógvan Kristin Olsen reka Garðin á Stórheygum í Svínoy. Hóast hvørki teirra er uppvaksið á oynni, og tey hava búð so fjarskotin støð sum Qatar, so hava Heidi, Jógvan Kristin og teirra fimm børn fingið eitt serstakt tilknýti til Svínoynna. Tá Heidi og Jógvan Kristin vórðu vígd í 2004, valdu tey at búseta seg í heimstaðnum hjá Jógvani, Klaksvík. Her búði familjan tó bert í fimm ár, tí Jógvan Kristin fekk starv hjá Maersk í Qatar. Familjan flutti tí við Jógvani til býin, Doha, við Persaraflógvan, “Vit búðu fýra ár í Qatar, og vit eru ordiliga glað fyri upplivingina. Tað var eitt rættiliga luksuriøst lív við arbeiðskonu, gartnara, svimjihyli o.s.fr. Tað var stuttligt. Vit føldu tó alla tíðina, at tað var týdningarmikið, at børnini upplivdu annað lív enn hetta. Tað vóru vit nokkso samd um. So vit fluttu heim aftur til Føroya.” Heimkomin búðu tey fyrst trý ár í Havn, men so lá fyri, at Jógvan Kristin kundi keypa eitt festi í Svínoy. Áhugin fyri seyðahaldi var stórur, og familjan gjørdi av at royna lívið á smáoyggj. Heidi er sera fegin um hesa avgerð, “Tá eg flutti til Svínoyar, varð eg tikin á bóli. Eg trúði, at eg fór at sakna onnur ting, men so var ikki. Eg haldi, at tá mann er soleiðis hugaður, at mann dugir at liva í løtuni og at skapa sín egna gerandisdag, tá kann mann búgva nógvastaðni. Í Svínoy er gott at vera, og eg viðmæli øllum føroyingum, serliga barnafamiljum, at royna 1-2 ár á útoyggj. Mann hugsar, at alt hendir í Havn, men nógv ting henda eisini aðrastaðni. Har er eitt lív uttanfyri miðstaðin.” Tá tey fluttu út í Svínoynna, var Heidi í barsil, og síðani las hon fjarlestur á Setrinum. Jógvan Kristin var í starvi á Vinnuháskúlanum, so hann ferðaðist ímillum. Familjan fegnast um, at Mentamálaráðið gjørdi tað møguligt fyri børnini at sleppa í skúla í Svínoynni, “Tá vit fluttu til Svínoyar, vóru 10 ár liðin, síðani síðstu næmingarnir høvdu verið í skúla á oynni. Mentamálráðið skipaði tað soleiðis, at lærarar kundu koma út til tey øki, ið søktu um lærara. Tey fortaldu okkum, at tey noyddust at hugsa uttan fyri boksina, tá tað kemur til útoyggjar. Ein lærari var í hálvt ár, og síðani kom ein annar lærari í eitt ár. Vit vóru sera nøgd við undirvísingina.” Heidi og familjan búðu fast í Svínoynni í 1,5 ár, men tá hon fór undir master á Setrinum, og eitt av børnunum skuldu byrja í framhaldsdeild, noyddust tey at flyta inn aftur á meginlandið. Í tvey ár vóru tey partvíst í oynni. Mentamálaráðið veitti teimum lærarar 1,5 mánað í sambandi við lembing og 1,5 mánaðir í sambandi við slaktið. Nú býr famijan fast í Klaksvík, men tey eru nógv í Svínoy, bæði vikuskifti og frítíð. Í fjør vóru tey fleiri mánaðir í oynni, “11. ella 12.mars – dagin, tá ið hann segði, at vit fóru niður í ferð - tá vóru vit longu farin út í Svínoynna. Vit vóru har alla koronutíðina heilt til skúlarnir lótu uppaftur. Vit kunnu jú bíleggja frá FK, og vit tókust við ymiskt á garðinum, m.a. gjørdu vit tað so, at betri pláss var at taka ímóti gestum á garðinum. Tað var ein so æviga góð tíð.” Í løtuni liggur ikki so væl fyri at búgva í Svínoynni, men familjan droymir um at flyta útaftur. Tey vísa á, at har er deiligt og friðarligt, og børnini stórtrívast í oynni,

38

Glóðin • nr. 13 • 2021

Mynd: Klara Johannesen

Mynd: Klara Johannesen

Mynd: Klara Johannesen


“Tað er nokkso stuttligt. Tá vit høvdu búð í Svínoy og vóru flutt til Klaksvíkar, spyr dótturin, hví vit ikki longur fáa gestir á vitjan. Eg svaraði henni, at omma og øll møgulig vitjaðu okkum. Men tey sova ongantíð hjá okkum! svaraði hon. Tað er nakað um tað. Tað er hugnaligt, tá vinir og familja koma á vitjan í Svínoy. Tá er mann meira tættur.” Heidi fegnast um, at familja og vinir eru so røsk at vitja á Stórheygum. Hon heldur eisini, tað hevði verið hugaligt, um fleiri fólk búðu fast í Svínoynni. Orsøkin, at so fáa fólk búgva í oynni, er óivað, at tað er so torført at hava eitt fulltíðarstarv á meginlandinum, tá mann býr í Svínoy. Tíðirnar hjá Rituni passa ikki til vanligar arbeiðstíðir. Tá

børnini verða eldri, og tað verður møguligt at skipa gerandisdegin á annan hátt, ætla Heidi og Jógvan Kristin at flyta út aftur í Svínoy, "Vit sakna ikki lívið uttanlands, men tað kann gott vera, at vit aftur gera eina longri ferð av landinum. Tá eg var yngri, búði eg fýra mánaðir í Filipsoyggjum og eitt ár í USA. Og síðani fýra ár í Qatar. Eg hevði væl tímað at roynt eitt ár í Kina ella Avstralia. Sigast skal, at eg eri ongantíð farin úr Føroyum, tí mær ikki hevur dámt Føroyar. Tað er bara tað, at eg vil uppliva alt. Heimurin hevur so nógv at bjóða. Har eru nógv serstøk støð, og Svínoyggin er heilt vist eitt teirra."

ROGNKELSI Í SVÍNOY Mynd frá Bakkafrost.fo

Rognkelsisverkætlanin í Svínoy. Samrøðu við Sjúrð Jacobsen. Skrivað hevur Sunniva G. Mortensen

“Hevði eg lív og heilsu og slapp at skipa viðurskiftini øðrvísi, kundu 100 fólk búð í Svínoy um 15 ár. Tað ræður um at útvega kapital, og kapitalur er soleiðis, at hann trívist, har hann hevur tað gott. Tað er eingin framdrift at hóma hjá okkara politisku myndugleikum, tá um útoyggjarnar ræður.” Soleiðis sigur íverksetin, Sjúrður Jacobsen, sum í 2016 keypti gomlu smoltstøðina í Svínoy frá Bakkafrosti. Tað var pápi Sjúrð, Bjarni, ið læt støðina byggja í 1980’unum. Sjúrður valdi at keypa gomlu støðina við tí í hyggju at ala rognkelsi. Rognkelsi kann nýtast sum reinsifiskur at halda lúsapláguna í føroysku alivinnuni niðri. Eftirsum pápi Sjúrð hevði bygt støðina, var hon eitt hjartamál hjá familjuni, men Sjúrður hevði somuleiðis eina vón um, at støðin kundi vaksa til gagns fyri Svínoyar bygd. Sjúrður var meira ella minni einsamallur um at seta sjøtul á rognkelsisverkætlanina, men hann fór undir samstarv við Bakkafrost. Í dag er Sjúrður virkandi stjóri í felagnum, SP/F Svínoyar Rognkelsisstøð. Felagið fekk yngul frá Fiskaaling, og farið varð undir alingina í 2018. 23. desember í 2019 vórðu fyrstu rogn­ kelsini frá Svínoyar Rognkelsisstøð flutt av oynni til eitt av alibrúkunum hjá Bakkafrosti norðan fyri byrging­ina í Hvannasundi. Sambært Sjúrði er vanligt, at rognkelsi telja eini 10-15 prosent av talinum av fiski, sum er í einum aliringi. Eru 100.000 laksar í ringinum, verður talið av rognkelsum eini 10.000 til 15.000. Hesi rognkelsi viga millum 25 og 30 gram og eru einar 7-8 mánaðir gomul. Rognkelsini verða flutt úr oynni í góðkendum flutningstangum við súrevni. Vanliga verður hetta gjørt við Rituni, men tað kemur eisini fyri, at bátur hjá Bakkafrosti verður nýttur. Tá verður fiskurin pumpaður umborð.

Sjúrður Jacobsen í høllini á Svínoyar Rognkelsistøð. (Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen)

Fyrsta framleiðsluárið seldi felagið eini 300.000 til 400.000 rognkelsi. Men, longu í fjør var ein hálv millión rognkelsi seld til føroysku alivinnuna, og Sjúrður hevur vónir um, at samlaða talið í ár kemur upp á einar 700.000 til 800.000 fiskar. Framtíðarmálið er at ala 1,5 milliónir fiskar um árið. Sjúrður er sanniliga ein eldsál, og tað hugar svínoy­ ingum, at hann hevur havt áræði og framtakshug at taka stig til vinnuligt virksemi í oynni. Tá lítil politiskur áhugi er at menna útjaðaran, er gott við eldhugaðum fólki sum Sjúrði, ið slóða fyri útoyggjamenningini.

Mynd: Jógvan Eliasen

Glóðin • nr. 13 • 2021

39


Amalia, kletturin á Kirkju

Amalia í Frammistovu, Kirkja

Í nógv ár hevur Amalia í Frammi­ stovu verið ímyndin av Kirkju bygd og Fugloynni. Hon hevur verið ein eldsál, ið hevur brent fyri oynni. Altíð klár at taka tøk og at hjálpa, har tað er neyðugt. Síðani útoyggja­felag­ ið var stovnað, hevur Amalia verið ein hollur stuðul, og ein, ið ikki sigur, at tað ikki ber til. Amalia hevur verið borgarstjóri í Fugloyar kommunu í fleiri um­ før­ um. Hon varð afturvald á valinum í 2020 og gjørdist borgarstjóri enn eina ferð. Símun Gullaksen og Marit Fríða Christiansen eru byga­ráðslimir. Í samrøðu spyr Glóðin Amaliu, hvat tað er, sum gevur henni orku, og hvussu hon sær støðuna í oynni í dag. Amalia greiðir frá, at hon, eins og onnur, eisini kann missa mótið um oynna, serliga tá eldra ættarliðið fellur frá, og so fá leggjast afturat. Hetta er eitt gott stað at búgva “og” sigur hon, tú sært havið og næstan allar Føroyar, í stovuvindeyganum, tað er m.a hetta, sum gevur mær orku. Amalia hevur eisini haft mót­

40

Glóðin • nr. 13 • 2021

gongdina, ið lívið bjóðar, og tað noyð­ ist eg, eins og mong onnur, eisini at bera, sigur Amalia. - Eg havi nógv at taka mær av, og eg geri tað so væl, eg eri ment. Vit spyrja Amaliu, um tað ikki er avbjóðandi at búgva so fjarskotið? Jú, sigur Amalia, tað kann til tíðir vera krevjandi, men ert tú uppvaksin við hesum, er tað ikki so trupult. Eg havi ikki alt við hondina, so eg noyð­ist at vera væl skipað. Tað má ikki henda, at mann stendur við ongum, tá brim er í fleiri dagar, og tyrlan ikki kann koma. Men tað er eisini ein partur av at búgva á útoyggj. Saman­lagt eru fyrimunirnir tó størri enn vansarnir, sigur Amalia og smílist. Síðani Ritan kom, hevur tað eisini verið lættari at búgva í Fugloy. Eg havi verið nógv inni í Hvannasundi, og her er lagamanni at ferðast í mill­ um. Tað ber tó ikki til at ferðast ímill­um til arbeiðis, tað loyvir ferða­ ætlanin ikki, og um veturin er tað eisini ov ótrygt og strævið. Vit spyrja Amaliu um ferða­ vinnuna. – Vit í Fugloy merkja ikki tað stóra trýstið frá ferðavinnuni. Eg og trý onnur í oynni hava skipað okkum í felag, at reka B&B. Vit hava gjørt tey gomlu lærarahúsini í stand og hava innrættað køk, eina kafe og fýra kømur á loftinum, staðið eitur Kalalon. Vit hava eina matskrá, og gestir kunnu koma ófráboð, tó ynskja vit okkum, at bólkar boða frá framman­ undan. Vit skipa eisini fyri túrum, við ferðaleiðara, um onkur ynskir

Kalalon, matstova og gisting á Kirkju

tað. Náttúran og ríka søgan, oyggin hevur, gevur nógvar møguleikar. Vit spyrja Amaliu, um ferða­sam­ bandið ikki ávirkar ferðavinnuna. Jú, sigur Amalia, serliga tá tað gerst ókyrt, men vit eru sum oftast fyri­reikað og hava kannað veðrið, áðrenn ferðalagið kemur, og kunnu náa at avlýsa. Til seinast spyrja við Amaliu, hvussu hon sær framtíðina í oynni. – Her er lítið arbeið, men tað forðar ikki fyri, at onkur, sum kemur, kann finna uppá okkurt nýtt. Her eru nógvir møguleikar innan ferðavinnu, og tað ber til at liva av tí, um man ger nakað við tað. Sovorðið sum gransking, list o.l. er eisini gjørligt, tað hava vit sæð, tí serliga listafólk koma í oynna at arbeiða í tíðarskeið. Kommunan roynir at stuðla undir vinnu og at skapa møguleikar hjá fólki. Vit vóna, at fólkatalið sum frá líður fer at vaksa, men um tað skal henda, so er neyðugt við betri tænastu á so nógvum økjum, men tað sær ljósari út nú, enn tað mangan hevur gjørt fyrr.

Marit, Jóhanna, Svanhild og Bjørt, arbeiðsfólk á Kalalon


Á VEGGINUM Í túninum á Kirkju stendur eitt gamalt gróthús. Tíðin hevur máað fundamentið undan, og tað hevur staðið til at falla. Hetta gróthús, mitt í bygdini, hevur altíð verið »staðið«, ein sosialur miðdepil, har bygdarfólkið hittist, tað veri seg til túnatos, útimøti, at spæla ymisk spøl, og at greina øll heimsins viðurskifti. Í 2020 fóru Kristian Kristiansen og onnur undir verkætlanina at gera gróthúsið í stand. Grunnurin til menning av útoyggj stuðlaði við pengum so mikið, at tey kundi byrja at laða uppaftur og styrkja veggin, so tað aftur er trygt at brúka hann sum savningarstað fyri bygdafólkið.

Myndir á vegginum, Kristian Kristiansen

Aftur í ár hevur verkætlanin fingið nakað av peningi, men ikki nóg mikið til at gera tað liðugt. Tó vónar samskiparin Kristian Kristiansen, at tað fer at eydnast at gera tað, sum manglar, tí, sum Kristian sigur: “tað eru amboð, sum skulu yvir um fjørðin, og tað kostar tíð og pengar at flyta hetta fleiri ferðir”. Tað eru uttan iva sagdar nógvar søgur undir hesum veggi, bæði í álvara og gaman.

Myndir á vegginum, Kristian Kristiansen

Nýtt lív í gamlan Myndin niðanfyri er mynd av verkætlanini Marghús í Fugloy, ið Marianna Debes Dahl setti gongd á í 2006. Endamálið var, at húsið skuldi rúma fleiri funktiónum, tí navnið Marghús. Tað var arkitekturin Jórun í Dali, ið teknaði uppskotið. Sum grundgeving fyri verkætlanini sigur Marianna soleiðis: “vit, sum búgva í oynni, taka hetta stig, tí vit meta, at stórur tørvur er á einum húsi, ið kann rúma sosia­lum og mentanarligum virksemi. Virksemið verður alment/kommunalt, men húsið skal eisini rúma felags­ virksemi og tiltøkum, ið m.a. ungdómar skipa fyri, t.d. eitt ítrivs-verkstað, ið ikki verður skipað av kommununi,

dreym

men av bygdarfólkinum. Av tí at verkætlanin ikki fekk ta neyðugu fíggingina, og ikki fekk politiska undirtøku, við undantaki av Fugloyar kommunu, fall tað burtur. Í dag, 15 ár seinni, hevur Útoyggjafelagið spurt seg fyri um møguleikan fyri, at hetta húsið, við tillagingum, kann byggjast í oynni. Hetta kundi verið tað felagshúsið, ið oynni vantar. Hetta kann rúma lokalum virksem, tænastum til lokalsamfelagið og til ferðavinnuna. Eitt “marghús”, ið kundi skapt nógvar møguleikar. Møguliga fer kommunan, saman við bygdafólkinum, at taka hetta upp til umrøðu.

Glóðin • nr. 13 • 2021

41


NÝGGJ MATSTOVA Í MIKLADALI Tað eru hjúnini Sigrun og Jógvan Sámal Heldarskarð, sum saman við børnunum fóru undir hetta tiltak, at gera eina kafé í gamla salt­fiska­húsi­ num, niðri á bakkanum í Mikladali. Jógvan Sámal sigur við Glóðina, at hetta hevur verið ein spennandi verkætlan, við nógvum avbjóðingum,

ið eru komnar so hvørt, og vit eru nøgd við úrslitið. Staðsetingin er eisini heilt unik. Nú er fyrsti partur liðugur, og næsta stig verður at gera kjallaran brúkiligan. Sum øllum kunnugt, so forðaði Corona okkum í at koma í gongd í fjør, og tað sama verður helst í ár,

men vit ætla tó at hava opið onkuntíð í summar. Vónandi fer 2022 at verða eitt normalt ferðavinnuár aftur, og vit síggja stórar møguleikar í kaféini á Bakkanum, bæði við mati og øðrum spennandi tiltøkum, sigur Jógvan Sámal at enda.

Myndir: Jógvan Sámal Heldarskarð

HANDVERKARI OG GRANSKARI Á SYÐRADALI “Tað ber væl til at vera virkin og geva ískoyti til samfelagið, um ein býr á útoyggj, tað er eingin forðing”, hesa útsøgn eigur Paulina Eliasen á Syðradali, ið hevur prógvað, at so er. Paulina hevur granskað kirkjuklæði síðani 1981, men hon er eisini handvekari og megnar at fáa hesi bæði áhugamálini at renna saman. Hennara handverk fevnir breitt, alt frá brodering, hekkling, seyming til binding v.m. Paulina hevur givið 4 bøkur út, tvær eru um brodering til tjóðbúnan og tvær um kirkjuklæði. Eitt annað dømi um, at tað ber væl til at vera virkin, og at fáa virksemi á útoyggj, eru skeiðini í handarbeiði. Í 5 vikur um summarið skipar Paulina fyri 5 daga handarbeiðsskeiðum. Tey, sum koma á skeið, eru í oynni í 5 dagar og búgva í ymiskum húsum í oynni. Vit brúka skúlan á Syðradali til undirvísingina. Bøkurnar hjá Paulinu eru eindømi í Føroyum og slóða fyri, at týdningarmikið handverk verður varðveitt og ment, og tað verður best gjørt við at tað eru fólk, sum taka hetta til sín, og læra seg handverkið. Á henda hátt flytur handborni kunnleikin seg frá ættarliði til ættarlið, sum hann altíð hevur gjørt. Nýggjastu bøkurnar eru Kirkjuklæði, sum kom út í desember 2020, og er 405 blaðsíður, og Altardúkar, við 8 nýggjum mynstrum, ið kom út í januar 2021, og er 48 sídur.

42

Glóðin • nr. 13 • 2021

Jana Maria og Paulina Eliasen


RABARBUGARÐURIN HJÁ JÓHANNU MARIU Jóhanna Maria Isaksen er uppvaksin og býr á Húsum. Í fleiri ættarlið hevur familjan dyrkað rabarbur, og Jóhanna Maria tók við rabarbugarði eftir ommuna, ið plagdi at býta rabarbur aftur fyri vørur hjá keypmanninum í Klaksvík. Í 2013 fekk Jóhanna Maria góðkenning frá Heilsu­ frøðiligu Starvsstovu at gera saft og siropp av rabarbum og at menna matvørur við hvonn. Á Húsum er løggildur køkur (Viljin hjá Magna og Hannebeth Garðalíð), ið Jóhanna Maria hevur nýtti til at framleiða vørurnar. Við Útoyggjafelagnum hevur Jóhanna Maria luttikið í ymsum verkætlanum og verkstovum innan matvøru­ menning. M.a. kann nevnast norðurlendska verkætlanin Matur sum Ferðaminni, har luttakararnir mentu vørur at selja ferðafólki. Hon menti leskiliga rabarbusaft, rabarbusiropp, rabarbusaft, mjaðurtasiropp og hvannsalt. Í 2014 vann Jóhanna Maria bæði gull- og silvur­heiður­ smerki við Open Icelandic Championship for Artisan Food Production, sum varð hildið í Íslandi. Hon fekk gull í bólkinum ”ber, frukt og grønmeti” fyri sín siropp úr mjaðurt, og silvur í sama bólki fyri rabarbusaftina.

Vørur hjá Jóhonnu Mariu Isaksen

Jóhanna fekk veruliga gongd á søluna, og hon hevur síðani luttikið á alskyns tiltøkum her heima og uttanlands, m.a. á matmarknaði í Fuglafirði, Livandi Tilfeingi í Havn og Terra Madre Nordic í Keyp­ mannahavn. Jóhanna Maria met­­ir, at staðbundnu vørurnar eru eitt gott ískoyti til bú­skap­ in á útoyggjum, og hon held­ ur fram at menna vøru­úrvalið av Hús­ um.

MATVOGNUR Á SYÐRADALI Magni Garðalíð

Matvognurin á Syðradali

Nú ber til at keypa sær ein bita, tá bíðað verður eftir SAM, ella at taka við heim til hús. Tað er Matur viljin, sum stendur fyri tiltakinum. Hannebeth og Magni Garðalíð eru tiltikin fyri at gera góðan mat, so tað er í góðum hondum. Corona ávirkar nokkso nógv umsetningin, sigur Magni og leggur afturat: Vit hanga í. Vit eru sum oftast her í tíðarskeiðinum 14 til 19 yrkadagar, og aðrar tíðir, um tørvur er á tí. Tað ber altíð til at ringja 214104 at bíleggja ella at spyrja um eitthvørt.

Hannebeth Garðalíð

VIT BRETTA OFTA UPP UM ARMAR Hetta sigur Elin Syderbø, sum tók stig til at halda eitt bindiskeið á Húsum í vár. Tað byrjaði við, at eg og nakar í oynni meldaðu okkum til bindiskeið hjá Elenoru Heinesen í Lávusarhúsi í Lorvík. Tað vóru ov fáar, sum teknaðu seg, so skeiðið varð avlýst. Hetta noyddust vit at gera okkurt við, og eg ringdi tí til Elenoru og spurdi, um hon kundi koma í Kalsoynna at hava skeiðið, so skuldi eg savna konurnar. Tað var lagamanni, og stutt eftir savnaðust vit, 17 konur í Kalsoy, at læra at binda bundnaturriklæði. Hetta er bert eitt dømi um, at vit á útoyggj sita ikki bara og bíða, til okkurt hendir, vit bretta ofta upp um armar og taka stór tøk, í staðin fyri at grenja. Glóðin • nr. 13 • 2021

43


SMIÐJAN HJÁ MIKKJAL Á TRØLLANESI Kemur tú norður á Trøllanes, er ein vitjan í smiðjuni eitt gott hugskot. Hetta er ein væl útgjørd jarnsmiðja, ið megnar at sameina siðbundna søguliga smiðju­ handverkið í opnum eldi, við nýmótans tól og tøkni. Í smiðjuni kanst tú keypa ymiskar prýðislutir, framleiddir í smiðjuni, men afturat hesum, hevur smiðjan fingið eitt útboð av smúkkum til føroyska búnan. Tað er Jongdee Monkaew, smúkkusmiður úr Bankok, ið hevur sniðgivið og framleitt. Hetta er eitt royndartilak, men ætlanin er at gera meira við tað. Tað ber til at ringja 270255 fyri at frætta nærri um, nær smiðjan er opin og annað.

Mikkjal Joensen og Jongdee Monkaew

Silvursmúkkur til føroysk klæðir

SKÚLIN Á SYÐRADALI Í skúlanum á Syðradali ganga tvey børn, Gunnar og Turið Syderbø. Tað er Sára Mikladal, ið er lærari. Glóðin spurdi næmingarnar, hvussu teimum dámar at ganga í einum so lítlum skúla – “tað er veldigt, siga tey og smílast, her er friðarligt, og vit læra nógv. Vit koma eisini út um skúlan, vit hava til dømis verið Klaksvík og svomið í morgun, vit eru eisini ofta úti og gera uppgávur. Sára hevur verið lærari á Húsum í nógv ár, og barnatalið hevur verið munandi hægri enn í dag, hetta er ein løgin støða, men tað er gott at vita, at tað koma børn í fyrsta flokk næsta ár, so ketan slitnar tíbetur ikki, sigur Sára.

44

Glóðin • nr. 13 • 2021

Gunnar Syderbø, 6. flokkur

Turið Syderbø, 5. flokkur


SMÁTTURNAR UPPI Á DEILDINI Í MIKLADALI Á heimasíðuni, hopfigging.fo, er áhugaverd útoyggja­verk­ ætlan, ið júst er farin um fíggingarmiðið. Feðgarnir Jógvan og Óli Johannesen, sum reka Garðin á Magnus­ mørk í Mikladali, hava sligið seg saman við klaksvíkingi­ num John Daniel Guðjónsson um at byggja fimm smáttur uppi á Deildini í Mikladali. Staðsetingin oman fyri bygd­ ina hevur góðan sólargang og útsýni, og stigtakararnir eru spentir at fara í holt við verkætlanina, ”Vit vilja stuðla menningini av eini smábygd á útoyggj og skapa lív og trivnað. Hetta vilja vit gera, m.a. við at geva vitjandi, bæði smærri og størri familjum og/ella ferða­bólkum, møguleikan at gista, fáa ein betri bita og bjóða skipaðar túrar við ferðaleiðara á Kalsoynni.” Í Kalsoynni er nógv virksemi innan matframleiðslu og handverk. Ikki trýtur oynni ferðavinnuupplivingar. Jógvan, Óli og John Daniel vísa á, at gistingarmøguleikar

eru fáir, og tí gera fólk flest bert dagstúr til oynna. Tey hava sostatt ikki stundir til at taka sær av løttum og bara njóta løturnar. Við fleiri gistingarplássum verður møgu­ ligt at spreiða ítrivini yvir fleiri dagar, og tískil er meira tíð til hugna og upplivingar í Kalsoynni. Jógvan, Óli og John Daniel ætla sær at fáa partarnar á oynni at spæla sam­a­n fyri veruliga at kunna skapa lív á oynni. Fram til 14. juli er møguleiki at stuðla smáttu­ verkætlanina í Mikladali. Mann kann velja millum ymisk­ar stuðulsupphæddir og fáa góða samsýning, m.a. náttarvist í smáttunum, túr við ferðaleiðara ella máltíð við stuttfluttum rávørum. Eisini burturluta fyriskipararnir 2 gávubræv á kr. 1000.- frá "Meir av tí góða" ímillum tey, ið hava stuðlað. Á facebooksíðuni Smátturnar Uppi Á Deildini Í Mikldali kann mann fylgja verkætlanar­til­ gongdini.

- EIN FEVNANDI KOMMUNA! WWW.KLAKSVIK.FO


Glóðin nr. 13 - 2021

Vilt tú vera limur?

Útgevari Útoyggjafelagið Gerðavegur 13 513- Syðrugøta Tel. 292592 utoyggj@gmail.com www.utoyggj.fo www.vit.fo

Útoyggjafelagið er fyri øll, sum hava áhuga í, at útoyggjunum verður lív lagað og í, at umstøðurnar at búgva á útoyggj batna. Øll, sum hava áhuga fyri arbeiðnum hjá Útoyggja­felagnum, kunnu tekna seg sum lim. Tað er onki aldursmark.

Uppseting og umbróting Cre8.fo Prent: Føroyaprent Myndir har ikki annað er tilskilað: Olga Biskopstø Bárður Mikladal - www.bardur.com

Tað kostar 200 kr. um árið at vera limur. Hjún gjalda 300 kr. og feløg 500 kr. Tann, ið ynskir at gjalda meira fyri at stuðla felagnum, er meira enn vælkomin til tess. Limagjaldið verður goldið á heimasíðu okkara www.utoyggj.fo ella á Facebook síðu okkara, undir navninum Útoyggjafelagið. Her ber eisini til at tekna seg sum lim. Tú fært samband við felagið við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com, ella við at ringja 292592 Felagið hevur konto.nr. 9865 - 102.452.8 í Norðoya Sparikassa


Ferðast trygt í Føroyum Summarið er í nánd, og vit ferðast í egnum landi sum ongantíð áður. Vit súkkla, vit tjalda, vit gista í summarhúsi, og vit ganga í haganum.

Sama hvar vit fara, fyrireika vit okkum so væl sum til ber, so vit kunnu njóta frítíðina til fulnar. Skuldi óhappið hent, er gott at hava vanlukkutrygging frá Betri, sum fevnir um flest allar vanlukkur, skaðar og óhapp. Fá tær vanlukkutrygging frá Betri. Ring 348 600. Tryggja teg, tíni og títt.

Profile for Olga Biskopstø

Glóðin 13  

Advertisement
Advertisement
Advertisement

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded

Recommendations could not be loaded