30 rørleiðingar ella aðrir hentleikar at flyta vatnið, men tað var alt fryst. Allir menn vóru settir í sving við at bera vatnið oman í smáum! Allar spannir, grýtur og pottar vórðu funnar fram, og har gekk ein støðugur streymur av hesum tríati monnunum niðan við tómum íláti og oman aftur við fullum. Hetta vardi við í fleiri tímar. Allir bóru ikki vatn í senn, men teir skiftust um at bera vatnið. Royndi seg sum ísbrótara So var tað saltið, sum eisini var uppi. Men tað var ikki sum at siga tað, at sleppa fram at saltinum. Salthúsið stóð á norðaru síðuni á fjørðinum og um fjørðin allan lá umleið 10 tumma tjúkkur ísur og forðaði allari ferðslu. Frá ískantinum til salthúsið mundi vera umleið 500 metrar (?). Men Hans Pauli misti ikki mótið, um uppgávan sá ómøgulig út. Hann byrjaði á norðaru síðu á fjørðinum: setti stevnið inn ímóti ísbrúnni og koyrdi so á maskinuna; skipið breyt fyri sær, men hann sigldi ikki longur inn, enn hann helt tað vera ráðiligt. Bakkaði so útaftur, og flutti eitt sindur til síðis, og sigldi á sama hátt skipið
NORÐLÝSIÐ NR. 44 MIKUDAGIN 18. DESEMBER 2013
inn í ísbrúnna. Hetta gjørdi hann so fleiri ferðir: breyt seg inn í ísbrúnna, og flakar brotnaðu frá á sama hátt. At enda fór at nærkast brúnni við salthúsið, Asgrico. Men so kláraði hann ikki longur. Wirur varð fingin í land og fastsettur; so varð sett á við spælinum, og tað eydnaðist at hála skipið so mikið fram afturat, at til bar at leggja træsliskur av kajini og út á skipið, so at salt kundi latast umborð. Ein av donsku monnunum hjá Kontrollørinum, sum vardu av Asgrico, kom í einari lítlari jollu við motori aftaná trolaranum. Hann fór í land og lat salthúsið upp. Manningin fór eisini í land at arbeiða. Lossingin gekk fyri seg á tann hátt, at har vóru handvagnar, sum tóku eini
200 pund av salti hvør, og har vóru spakar og sliskur. Vagnarnir vórðu fyltir og koyrdir út og stoyttir í sliskuna, og hagani rann saltið umborð. Hetta var ein sjáldsom og strævin skipsavgreiðsla, sum neyvan nakar annar hevur verið úti fyri. Tað skuldi meira enn vanligt dirvi til at fáa hetta í lag. Alt gekk kortini eftir vild, og teir kundu fara út aftur at halda fram við fiskiskapinum. Tað bleiv ikki farið inn aftur til lands, og tá skipið var fult, lá leiðin heim aftur til Føroya. Skipið fleyt tungt, men veðrið var gott og ferðin gekst væl, til teir nærkaðust Føroyum. Tá var rættiligt illveður, stormur av landnyrðingi. Sjógvurin skolaði tvørtur
um skipið, og tað var ikki hugsingur um at fara ímillum framskipið og afturskipið. Teir komu so heim í øllum góðum, og úrtøkan hjá Hans Jakku var 1.700 krónur fyri hendan túrin. Hann var glaður og Marjun var glað, tí nú vóru húsini í eygsjón ... Teir av manningini, sum vóru úr Klakksvík og Norðoyggjum, 22 í tali, vóru: Hans Pauli Johannesen, skipari, John Joensen, á Geilini, Trygvi Laksafoss, Thorleif Petersen, Benjamin Joensen, Pauli Joensen, í Brekkuni, Jónstein Biskopsstø, Kamar Joensen, Gerðum, Jákup Klein, Hans J. Fuglø, Malvinus Joensen, í Brekkuni, Hjalmar Waag Høgnesen, Anker
Mørkøre, Símun Michael (Kal) Christiansen, Kristoffur Dragaberg, Andrias Marknagil, Debes Olsen, Ásbjørn Vágsheyg, Mogens Hendriksen, Árnafirði, Karl Johansen, í Ánunum, Edvard Jacobsen, Svínoy og Andreas Poulsen (seinni Miðskarð). Hinir 14 vóru: Erling Hansen, Nólsoy, Jacob A. Arge, Tórshavn, Otto Holm, Tórshavn, Jógvan Rubbeksen, Tórshavn, Jógvan Trondesen, Tórshavn, Poul Sørensen, Tórshavn, Dánjal M. Jacobsen, Tórshavn, Eliesar Hammer, Eiði, Jógvan Sofus Joensen (Ferjá), Gjógv, Richard Juul, Skopun, Árni Klein, Strondum, Helgi Niclasen, Tórshavn, Kai í Bartalsstovu, Gøtu og Debes Danielsen, Saltangará. ---Ein viðmerking: Í endurminningum sínum “Jól á Halanum” greiðir Hans Pauli hugtakandi frá hendingaríka lívi sínum. Har hendi so nógv, at tað er lætt at skilja, at hann onkuntíð kundi blanda saman. Og tað ger hann viðhvørt. T.d. sigur hann á bls. 257, at ikki bar til at fáa olju í Føroyingahavnini hetta
árið, tí avgreiðslumenninir vóru ikki yvirkomnir. Tí fingu teir Kallsevni at taka olju yvir við til teirra. Men her minnist hann skeivt: oljan varð veitt, soleiðis sum tað er greitt frá her. Eftirskrift: Í kríggssøguni hoyra vit mest um herovastarnar; tey flestu minnast helst væl Hannibal, Cæsar, Napoleon og Lord Nelson. Men hvat vita vit um teir karthagesarar, rómverjar, fraklendingar og bretar, sum gjørdu tað “grova” arbeiðið fyri teir? Ofta vórðu hesir róptir “kanónføði”. Í fiskivinnusøgu okkara fæst nógv at vita um skipararnar; fyri ikki at tala um rokskipararnar. Hvussu frásagnirnar ljóða, velst um hvaðani hendingarnar eru sæddar: um tað er av brúnni ella av dekkinum. Eitt er heilt vist: vit kunnu ongantíð yvirmeta teir tiltiknu rokskipararnar, sum hava haft almiklan týdning fyri menningina av hesum landi. Men líka so umráðandi er samstundis at minnast “teir hørðu hálsarnar”, sum løgdu kropp til, og sum ofta niðrandi vórðu róptir “apirnar”.
Kapping fyri klassiskar tónleikarar 28. februar og 1. mars 2014 í Norðurlandahúsinum Nú hevur tú møguleika at royna teg í kapping við aðrar ungar føroyskar klassiskar tónleikarar. Kappingin er fyri ung undir 24 ár. 1. virðisløn kr. 25.000 2. virðisløn kr. 10.000 3. virðisløn kr. 5.000 Freistin at tekna seg til Stella Polaris kappingina er 6. januar 2014.
Fyri ung undir 24 ár
Til ber at lesa meira um og tekna seg til kappingina á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla www.tm.fo
Stella Polaris 2014 verður stuðlað av