Nordlysid nr 40 2013

Page 7

7

NORÐLÝSIÐ NR. 40 MIKUDAGIN 20. NOVEMBER 2013

VÍKINGUR FER EFTIR FM HEITINUM

Víkingur ætlar sær allan vegin komandi kappingarár, sigur formaðurin Brandur Jakobsen.

Jákup Ósá Víkingur hevur ikki mist nakran leikara í mun til kappingarárið 2013. Afturat hópinum er komin Súni Olsen, ið eigur at muna væl hjá steypavinnarunum. Venjarin Sigfríður Clementsen segði eftir kappingarárið við nordlysid.fo, at hann ynskti at fáa tveir leikarar afturat hópinum soleiðis, at Víkingur kundi spæla við um FM hei-

tið. Tá tosaði hann um ein miðvalla leikara, ið kundi vera bindilið millum verju og álop og so ein framrættaðan leikara, sum kundi skora mál. Tann fyrri hevur uttan iva verið Súni, meðan spurningurin so er, um Víkingur fer at fáa tann seinna styrkin. Ein styrkur afturat Hjá Víkingi er Súni Olsen

komin og ikki er óhugsandi, at ein leikari kemur afturat, sambært formanninum Brandi Jakobsen. - Vit hava eyguni úti eftir einum framrættaðum leikara. Vit hava eisini følarar úti uttanfyri land oddarnar, so tað kann vera, at vit styrkja okkum við einum leikara afturat, men í løtuni ber ikki til at siga nakað við vissu. Vit hava verið eftir

leikarum, men trupulleikin hevur fyri tað mesta verið geografiskur, har tað ikki altíð er so lætt at fáa t.d. leikarar úr høvuðsstaðnum at spæla í Norðragøtu , sigur Brandur Jakobsen við Norðlýsið. Fara eftir FM heitinum Formaðurin í Víkingi dylur ikki fyri, at málsetningurin verður høgur næsta ár.

- Nú hava vit vunnið steypakappingina tvey ár á rað og tað vísir, at vit kunnu. Vit sóu eisini í pørtum av landskappingini í ár, at vit fingu góð úrslit. Tað eru nógv viðurskiftir ið skulu spæla við, tá man berjist um FM og enn kunnu ting broytast. Men tað er eingin loyna, at ætlanin hjá okkum er at fara eftir tí besta, og tað er FM. Tað fara onnur

Tá Sundaberg sakk” út í bók

Tað er klaksvíkingurin, Birgir Waag Høgnesen, sum í útvið 30 ár hevur búð í Vestmanna, sum gevur út bókina, um tá síðutrolarin, Sundaberg hjá Kjølbro sakk í 1972. Hon kann longu nú keypast á heimasíðuni www.ok.fo Birgir sigur við Norðlýsið, at hann hevur leingi gingið við tankanum um at geva bókina út og gjør-

di longu í 2005 samrøðu við skiparan á Sundabergi, Benna Joensen, um hendingina. Hendan samrøðan var gjørd, tá eg skrivaði um trolaran Kap Farvel. Eg helt meg ikki verða tann rætta at skriva bókina, tí tað eru nógv skrivandi fólk í Klaksvík. 7. mai í fjør vóru tað 40 ár síðan hendingin fór fram. Eg lat 40 ára dagin fyri hendingina koma og fara, men har kom eingin bók frá nøkrum øðrum. Tað helt eg ikki at manningin, og serliga ikki Benni, hevði uppiborið, tí hetta er ein serlig hending í skipasøguni í Klaksvík, sigur Birgir. - Í bókini havi eg fylgt skipinum frá tí tað varð bygt í Týskalandi 1952 til

tað sakk í Ný Foundlandi í 1972, sigur Birgir, sum eisini hevur fylgt skipinum, frá tí at vestmenningar keyptu trolaran Nordhav 5 úr Norra í 1955 og góvu honum navnið Jóannes Fonsdal til teir mistu tað á tvingsilssølu tíggju ár seinni. Hann leggur aftrat, at parturin um Jóannes Fonsdal er uppbygdur á tann hátt, at hann hevur gjørt nakrar beinleiðis samrøður við menn, sum hava siglt við trolaranum í tíðarskeiðnum, tá ið vestmenningar áttu Jóannes Fonsdal. Eitt sindur gjørt burturúr, tá ið Kjølbro og aðrir bjóðaðu uppá Jóannes Fonsdal, men tað eydnaðist so at fáa hann til Klaksvíkar, har hann fekk navnið

lið nokk eisini, men vit halda okkum vera realistiskar, tá vit miðja so høgt, sigur Brandur. Hann sigur víðari, at Erland Tvørfoss eftir ætlan verður nýggjur hjálparvenjari hjá Sigfríði Clementsen.

Sí lý sin g í bl að nu m

Sundaberg. Rithøvundurin sigur, at ryggurin í bókini er sjálvandi um, tá ið Sundaberg sakk. - Eg havi lagt dent á, at tað ikki eri eg sum skrivi søguna, sigur Birgir, men at tað eru menn umborð, sum siga frá. Heilt nógvar samrøður eru við teir, sum vóru við lagnutúrin, við fólk, sum vóru við í bjargingini í illveðrinum 7. mai 1972 eins og við fleiri, ið varðaðu av. Heilt nógvar myndir eru í bókini. Sum fæst á www. ok.fo Norðlýsið hevur fingið

loyvið at kaga í nøkur sitat úr bókini. “Mamma var í mínum tonkum, og eg sá hana fyri mær ganga heima í túninum, og hønurnar gingu kring húsið hjá okkum. Eg var ungur, og tankarnir flugu um oyruni á mær, men tá ið eg hoyrdi flogfarið oman fyri okkum, føldi eg, at bjargingin var í nánd” “Okkara ørindi vóru ikki at keypa bilar, nei, hann seldi finspritt. Dunkar, sum tóku 11 litrar. Benni kom við formaningum um ikki at drekka, men einki forboð”

“Eg sá, at Torleif Torgeirsson úr Klaksvík hevði ongan bjargingarvest. Eg hugsaði, at hann var giftur og átti børn, og eg átti ikki børn. Eg bað hann tí taka mítt belti, men eg segði einki um, hví eg ynskti tað. Tað merkisverda var, at tann einasti av allari manningini á Sundabergi, sum seinni veruliga fekk brúk fyri einum bjargingarbelti, tað var eg” ”So kemur útvarpið við tíðindunum um, at Sundaberg er sokkin og at øll manningin var bjargað. Tað var akkurát sum um ísur fór ígjøgnum meg. Eg frysti, og tað var líkasum at alt steðgaði upp. Men eg trúði ikki útvarpinum”


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.