Nordlysid nr 18 2015

Page 25

25

NORÐLÝSIÐ NR. 17 MIKUDAGIN 3. JUNI 2015 Vinstrumeðin Klakkurin. Beint verstanfyri sýnina fór Pride á land.

við mær og svimji spakuliga og forvitnist runt í kahyttuni. Einaferð síggi eg nakað í eini koyggju. Hetta líkist mest einum sekki. Eg háli hetta út úr koyggjuni og kryvji sekkin. Tá varnist eg, at hetta er ein gummibátur. Eitt sindur av luft er í honum, og tí flotnar hann beinan vegin upp undir dekkið. Haldi at eg hugsaði, at eg heldur mátti taka hetta upp við mær at vita, um hetta er nakað vit kundu brúka til eitthvørt. Endar hanga sum travsur niður úr gummibátinum, so eg fari upp í kappan og gevið Jógvani ein enda at hála í. Sjálvur fari eg niður aftur at skumpa undir gummibátin. Jógvan hálar og eg trýsti, men einaferð, so vil gummibáturin ikki longur. Nú má okkurt annað gerast. Eitt skylett er í kahyttuni, so eg svimjið upp undir skaylettið at vita um eg kann lata tað upp. Men nei, tað er afturlatið so, at tað krevjast amboð at lata tað upp aftur, so her er onki at gera. Nú er eisini vorðið so myrkt niðri í kahyttuni. Svimjingin hjá mær hevur gjørt at nógv dust er komið upp, so lyktin maktar lítið og onki og eisini finnið eg nú útav at eg havi mist knívin. Nú eru góð ráð dýr. Eg eri innistongdur á 20 metrar dýpi. Men panikkur kenur ikki á meg. Eg hugsi meg væl um. Rokni út, við stuttari høvuðrokning, at eg havi luft eftir í fløskuni til um-

Enskir trolara og onnur skip við kai í Klaksvík leið ein hálvan tíma, so her má berast skjótt at. Eg sá mær bert ein møguleika, og tað var at royna at trýsta meg upp ímillum leydaran og gummibátin, ið var stúvaður fastur í kappanum og fekst hvørki upp ella niður. Jú, tað gekk fínt í byrjanini. Eg trýsti ryggin ímóti gummibátinum og gekk nøkur fet upp. Men so varð fast. Fløskurnar, sum eg hevði á rygginum høvdu fløkt seg fastar í endarnar á gummibátinum. Her var bara eitt at gera, tað var at loysa spennið til fløskurnar, hála tær framum og greiða fløkjuna tær høvdu vavt seg inn í. So at grulva víðari upp,

við fløskunum í hondunum frammanfyri og halda mundstykkinum fyri munnin, so eg fekk luft ímeðan eg arbeiddi meg upp. Tað gekk. Eg fekk høvdið upp úr kappanum. Jógvan, sum hevði bíða omanfyri og sum óivað kendi álvaran í støðuni, var skjótur at hjálpa mær. Hann tók tó fyrst í slanguna til mundstykkið og reiv tað frá mær. Men tað var eg skjótur at fáa fatur á aftur, og so hálaði hann meg upp. Jógvan var ógvuliga væl fyri kropsliga og sterkur. At enda slapp eg soleiðis upp úr kahyttuni á Pride. Hetta var seinasta ferðin at vit dykkaðu umborð á skipið. Eg havi seinni leitað

eftir Brittons Pride tó uttan at tað hevur eydnast mær at funnið skipið aftur. Ein onnur vandaferð, sum froskmaður Kristin Joensen, ella Kristin hjá bedingsmeistaranum, sum vit kallaðu hann, var umboðsmaður hjá eingilsku trolarunum, ið tíðum vitjaðu inn á Klaksvík. Tað kom ofta fyri at hann ringdi eftir mær at koma at skera av skrúvum og tílíkum undirsjóvararbeiði, sum trolararnir høvdu tørv á. Eitt kvøldið ringir Kristin og biður meg koma at skera av ein skrúvu. Eg minnist ikki hvussu trolarin at, teir itu so ymiskt, Milwood, Red Crusader og aðrir.

Nógvir enskir trolarar eru inni hetta kvøldið, teir lógu fleiri uttaná hvørjum øðrum, eg haldi at einir 12 lógu við kaj tað kvøldið. Kristin er umborð. Tað gongur long tíð og hann kemur ikki í land, so eg gerið av at fara útí. Eg síggi at báturin er skal til liggur sum nummar trý. Útgerðin vit høvdu tá, var soleiðis háttað, at tú kundi ikki hava brillurnar og mundstykkið á tá tú leyp útí av kajuni. Tí hevði eg tað í hondini og koyrdi tað so uppá tá eg var útíkomin og byrjaði at svimja undir vatni út til trolaran. Eg taldi skrúvur ímeðan eg svam. Men komin út til tann bátin, sum eg helt vera nr.

3, síggi eg at har er als onki á skrúvuni. Fari tí upp at hyggja og síggi, at eg havi svomið ov langt. Báturin eg skal til liggur beint innanfyri. Eg eri ikki meira enn byrjaður at skera, tá hin báturin, ið er var hjá í áni bakkar frá og fer av Vágni. Her kundi eisini verið ein galin endi, um eg bert var fáar minuttir fyrr til skrúvuna. Høgni Høgnesen smílist ímeðan vit báðir práta. Hetta eg nú havi sagt fyri tær er frá pionertíðini hjá froskmannafelagnum í Klaksvík. Vit fimm, sum eg her nevndi, Jógvan Kjølbro, Leivur Borðoy, Árni Absalonsen, John Ivar Venned og eg sjálvur, stovnaðu tá Klaksvíkar Froskmannafelag. Eg meini ikki at nakar hevði roynt hetta áður her norðuri, tó var eitt froskmannafelag í Havn. Frálæran, sum vit høvdu fingið í Noregi var sjálvandi ikki ætlað yrkiskavarum, tí hetta var bert eitt stutt frítíðarkavaraskeið vit vóru til úti á einum lítlum skeri á Oslofjørðinum. Útgerðin var heldur ikki tann sama, sum froskmenn hava ídag, men vit livdu við tí og eg má siga fyri meg, at eg havi havt nógvar minnisríkar løtur undir vatnskorpuni. Har er ein verð, sum í veruleikanum má upplivast, sigur Høgni Høgnesen at enda.


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.