r%C3%A6tting%20til%20web%20(mintblusan%20blusa,%20nr%202)

Page 1

(Tað sum er rætta hevur undirstriku) SMS - 2

Blusa við bløðrum Stødd: S/M og (M/L) Longd: 58 (62) cm Breidd: 106 (118) cm Tilfar: Navia Uno: 2 (3) noður av myntgrønum N 131 Angel (silkimohair): 2 (3) noður av myntgrønum Legg til merkis: Øll blusan er bundin við Navia Uno og Angel silki mohair saman Stokkar: Rundstokkur (60 ella 80 cm) nr. 5 og nr. 12 Ermastokkur nr. 12 (40 cm) Bint soleiðis at: 9 eygu slætt = 10 cm á stokki nr. 12 (Hetta hevur týdning, fyri at plaggið skal fáa røttu støddina)

Legg til merkis: At troyggjan er eins aftan og framman, og at troyggjan veksur, tá ið hon verður vaskað. Bulur: Kasta 88 (96) eygu uppá stokk nr. 5 við Navia Uno mintgrønum og Angel silki mohair og bint 16 umfør rond 1 rætt og 1 rangt. Skift til stokk nr. 12 og tak javnt uppá til tað eru 102 (116) eygu á stokkinum. Bint runt 22 (28) umfør slætt. Læs av til ermahol soleiðis: Læs 4 eygu av - bint 43(50) eygu – læs 8 eygu av - bint 43(50) eygu – læs 4 eygu av. Slít tráðin.

Ermar: Kasta 32 (34) eygu uppá stokk nr.5 við Navia Uno mintgrønum og Angel silki mohair og bint 16 umfør rond 1 rætt og 1 rangt. Skift til stokk nr.12 og tak javnt uppá til tað eru 50 (50) eygu á stokkinum. Bint runt 30 (30) umfør slætt. Læs nú 4 tey fyrstu og 4 tey síðstu eyguni av. Slít tráðin.

Raglan: Bint ermarnar og bulin saman = 170 (184) eygu á stokkinum. Tak síðani av til raglan á 2. hvørjum umfari, (har bulur og ermar koma saman) soleiðis: Tak 1 eyga leyst av, bint 1 eyga, tak tað leysa eygað yvirum, 2 rætt, 2 rætt saman = 8 eygu verða tikin av hvørja ferð. Tá tú hevur tikið av til raglan 2 ferð, bindur tú bløðrur eftir diagramminum, ímeðan tú heldur á fram við at taka av til raglan. Legg til merkis: Bløðrumynstrið skal vera mitt á ermuni. Tak av til raglan til tað eru 82 (88) eygu eftir á stokkinum. Hálsur: Skift til stokk nr. 5 og bint 10 umfør rond (1 rætt, 1 rangt). Læs av. Vask: vaska plaggið við Navia sápu og legg tað at turka. Sniðgevi: Sára J. Mrdalo



Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.