Magistarin 2019

Page 1

Magistarafelag Føroya

desember 2019

AGNES MOLS MORTENSEN

Mær dámar væl at fáa ting at vaksa „Tarakonan“ greiðir frá sínum arbeiði, søguni og ikki minst framtíðarætlanunum

Aftur broytir tøknin mannalívið

Feløgini hava lært seg at brúka AKF

Fakfeløg við sama máli


desember 2019

INNIHALD

10 4 20 3

Oddagrein

14 14 Aftur broytir tøknin mannalívið

4 Mær dámar væl at fáa ting at vaksa

20 Fakfeløg við sama máli

10 Feløgini hava lært seg at brúka AKF

24 Koltursferð við Magistarafelagnum 27 Nevndin hjá Magistarafelag Føroya

Útgevari: Magistarafelag Føroya Ábyrgd: Mass Hoydal og Páll Nolsøe Tekstur: Høgni í Jákupsstovu, Óluva Zachariasen, Uni Arge, Øssur Wintereig, PRESS og Magistarafelagið Myndir: Finnur Justinussen, Jens Kristian Vang, Hans Petur Hansen og William Simonsen

Snið og umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen / Droym Prent og liðugtgerð: Føroyaprent


ODDAGREIN

Mass Hoydal Formaður fyri Magistarafelagið

Lønt forfólk í AKF Í MAGISTARANUM verður í ár lagdur dentur á at kunna um samstørv, sum vit eru partur av. Fyri 11 árum síðan fór Magistarafelagið í sam­ starv við Arkitektafelag Føroya, Byggifrøðingafelag Føroya og Føroya Verkfrøð­ inga­felag. Felagið AKF – Akademikara­felag Føroya – varð sett á stovn, har lim­ir­nir í hesum feløgum vórðu settir og løntir eftir sama sáttmála. AKF hevur í dag sátt­málar við landið og komm­unur­nar. Við øktum akadem­iskum størv­ um á tí privata arbeiðs­ marknað­inum er tíðin eisini komin til sátt­mála á hesum økinum. Um­framt sam­ráð­ingar við arbeiðs­ gev­arar er samstarvið millum Magistarafelagið og AKF ment, og enda flestu per­sóns­mál nú eis­ini hjá AKF. Á hendan hátt er ein umfatandi partur av tí primera fakfelagsarbeiðinum hjá AKF. Magistarafelagið hevur nógvar ágóðar at vera partur av AKF. Arbeiðið hjá Magist­ara­ felagnum hevur tí tey seinastu árini m.a. snúð seg um at gera felagið sjónligt. Sjónligt, soleiðis at vit verða enn fleiri, ið kunnu vera saman um at menna umstøðurnar hjá akadem­ikarum í Føroyum. Magistarafelagið er vaksið við

10-15 % tey seinastu árini, sum óivað er partur av hesum mið­vísa arbeiði. Við okkara vaksandi limatali og sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið, og sátt­ málar við privata arbeiðs­ marknaðin eisini koma á breddan, er eyðsýnt, at arbeiðs­byrðan hjá AKF er nógv vaksin. Tað eru nógvar dugnaligar eldsálir, sum eftir arbeiðstíð hava átikið sær hetta týdningar­ mikla arbeiðið, men upp­ gáv­urnar eru nógvar og vaks­andi. Eg hugsi, at tíðin tí er komin til at fólk eigur at verða sett í starv. Fakfelagsarbeiði byggir á samstarv. Tað besta fak­ felagssamstarvið fæst við, at tey, sum kunna menn­ast saman og hava flest nógv felags gerðarmál og áhuga­ mál, kunnu finna eitt stev, har øll ganga fram á leið. Magistarafelagið hevur saman við AKF arbeitt fyri at menna samstørv. Í blaðnum hesaferð verður skrivað um fakfelags­ samstarvið, har AKF er limur, og forfólkini í feløg­ unum samstarva. Samstarv er eisini við onnur feløg. Hetta er enn einaferð tekin um, at vit eru í einari menning, ið krevur enn meira arbeiði. Eitt fakfelagsarbeiði, ið krevur nógv av for­fólk­inum í AKF, og tí er mín vón, at vit skjótt fáa lønt for­fólk í AKF.

„Tað besta fakfelagssamstarvið fæst við, at tey sum kunna menn­ ast saman og hava flest nógv felags gerðar­mál og áhugamál, kunnu finna eitt stev, har øll ganga fram á leið“

Tvørgøta 3, Tórshavn Teldupostur: magistarin@magistarin.fo Heimasíða: www.magistarin.fo Telefon: +298 208888 Telefontíð: Hvønn fríggjadag millum kl. 14-18

Magistarafelag Føroya er yrkisfelag fyri fólk við akademiskum prógvi frá viðurkendum hægri lærustovni á Bachelorstøði ella hægri.


4

desember 2019

MÆR DÁMAR VÆL AT FÁA TING AT VAKSA TÁ IÐ AGNES MOLS MORTENSEN HÁLAR EINA TARALÍNU UPP ÚR SJÓNUM, HAR NÓGVUR TARI VEKSUR Á, RØRIR TAÐ HANA. TARIN HEVUR ALLA HENNARA TÍÐ FANGAÐ HENNARA ÁHUGA OG HEVUR Á NÓGVAR MÁTAR VÍST HENNI VEGIN – BÆÐI PROFESSIONELT OG PRIVAT. Høgni í Jákupsstovu

AGNES MOLS MORTENSEN situr á skrivstovuni á Fiskaaling við Áir. Skriv­stovan ber brá av at vera eitt neyðugt amboð heldur enn staðið, har ið Agnes Mols Mortensen brúkar tað mesta av síni tíð. Ein berlig skrivstova við tveim­um arbeiðs­støðum, har bara onnur er í brúki. – Tað er meiningin, at vit verða fleiri, men enn er tað bara eg inni her, sigur Agnes Mols Mortensen. Agnes Mols Mortensen er eitt av hesum fólkunum í Føroyum, sum flestøll á ein ella annan hátt kenna. „Tara­konan“ verður hon rópt, og aftan fyri ein­falda og sjálvsagda eyknevnið liggur virð­ing og kanska eitt sindur av undran. Hendan undranin, sum vit ofta hava um tey, sum eru ser­frøð­ magistarin.fo

ingar á sínum øki. Hon tosar skjótt, og hon er eisini so líðandi vorðin miðla­vand, tí hon dugir væl at greiða frá sínum arbeiði, søguni og ikki minst fram­tíðar­ætlanunum. Áhugin fyri Agnes Mols Mortensen hevur verið stórur í Føroyum tey seinnu árini, og nú veksur áhugin fyri henni eisini uttanlands. Í summar gjørdi ein stór týsk miðlafyritøka ein doku­mentar um taraalingina hjá Agnes Mols Mortensen, og hon verður javnan upp­ringd av útlendskum miðlum. Men tað er ikki so løgið, at bæði før­oyingar og umheimurin vísa Agnes Mols Mortensen áhuga, tí hon er av sonn­um ein góð søga. Ein góð søga, sum vit menniskju verða drigin at.

Ein søga um brennandi áhuga, vilja, fak­ligt innlit og eginleikan at finna sín egna veg. Men Agnes Mols Mortensen brenn­ ir ikki bara fyri taranum. Hon brennir fyri Føroyum, fyri sjálvbjargni, fyri um­ hvørvinum, burðardyggari menning og fyri Suðuroynni.

Tarin vísti henni vegin Áhugin fyri botanikkinum hevur hon fingið við sær inn í heimin, heldur hon sjálv í øllum førum. Og tá ið so beiggi hennara hevði áhuga fyri at kava, so var skjótt, at áhugin vaks enn meira. Lív­frøð­ilærarin á Miðnámsskúlanum í Suður­oy var botanikari, og hann visti eitt sindur um tara, tað marina umhvørvið og vøkstur.

»


5

Agnes Mols Mortensen, Fiskaaling við Áir

„Tað ser­merkta við at lesa í Føroyum er, at her kemur man í sam­­band við ser­frøð­ingar­ nar á nógv­um ymiskum økjum. Og tá tað eru manglar innan ávís øki, so koma út­lendskir serfrøðingar til Føroya.“


6

desember 2019

Og tað var her, at Agnes Mols Morten­sen á ein hátt læt taran vísa sær vegin. Tí hon hevði ætlað sær at lesa til lærara, men um hon vildi vita meira um taran, vildi duga meira við tar­anum og skilja meira, so noyddist hon á universitetið. – Men tað gjørdi eg so bara. Eg hevði so ikki hugsað, at eg skuldi gera tað. Agnes Mols Mortensen fór á Universit­etið í Keypmannahavn at lesa lív­frøði. Eitt klassiskt val sambært henni sjálv­ari, samstundis sum tað var eitt sindur langt burtur frá tí um­ hvørv­inum, sum hon var í og tí, sum hevði hennara fremsta áhuga. Agnes Mols Mortensen er fegin um tíð­ina á universitetinum í Keyp­ manna­havn, tí hon har fekk alla bak­ grund­ina innan lívfrøði við sær. Men tað var para­doksalt í Føroyum, at hon fekk sam­band við donsku serfrøðina innan tara, tá ið hon tók 3. árið á Setrinum í Føroyum. – Tað ser­ merkta við at lesa í Føroyum er, at her kemur man í sam­­band við ser­frøð­ingar­ nar á nógv­um ymiskum økjum. Og tá tað eru manglar innan ávís øki, so koma út­lendskir serfrøðingar til Føroya. Og fyri meg var tað ein fyrimunur, tí tað var í Føroyum, at eg kom í samband við danska serfrøðingin innan tara, greiðir Agnes Mols Mortensen frá. Útlendski serfrøðingurin setti Agnes Mols Mortensen í samband við rætta um­hvørvið í Keypmannahavn. Hon gjørd­ist vegleiðari hjá Agnes, og tær báðar samstarvaðu restina av lestrar­tíðini hjá Agnes Mols Mortensen. Agnes Mols Mortensen gjørdist liðug við lesturin í 2007, og í 2008 fekk hon fyrstu uppgávuna hjá Fiskaaling – innan taraidentifikatión.

tað, hon hevði hug til. Sjálv greiðir hon frá, at tá ið hon fór undir lesturin í 1999, var eingin dentur lagdur á tara yvir­høvur. – Tað, sum eg helt vera áhugavert, vóru hesar sjóverur, sum á flóð vóru undir, og á turrum á fjøru uppi á turr­ um, og sum vóru lítið kannað her hjá okk­um. Tað helt eg vera áhugavert. Á universitetinum sá Agnes Mols Mortensen professarar, sum høvdu fingið tíð og pening til at víga sítt lív at kanna eina avmarkaða veru ella lív­ frøðilig umhvørvi. Eingin spurdi, hvat tað skuldi brúkast til, og eingin bíðaði eftir nøkrum úrsliti. Hesir gransk­ arar­nir sótu inni við einari øgiligari ser­vitan um eitt sera avmarkað øki. Agnes Mols Mortensen er ikki sjálv greið yvir, um tað var hennara ætlan at hugsavna seg um taran og – sum hon sjálv sigur – nørdast í friði og náð­ um. Men veruleikin trokaði seg inn á hana í Føroyum, tá ið hon var liðug við lest­urin og kom aftur til Føroya. Tað var fyri hana ein kollvelting at fara frá tí akademiska umhvørvinum, har tað var gransk­ingin, sum var áhuga­verd, og so til eitt sam­ felag, har fólk als ikki høvdu áhuga fyri tí einstøku artini, men meira um tað kundi brúkast – hvat fyri potentialið er í hesum? – Eg varð einaferð spurd, hví eg maner­eraði við tara, hví eg ikki gjørdi okkurt, sum eg kundi liva av, greiðir Agnes Mols Mortensen frá. Hesin spurn­ing­urin kom upp á nógvar mátar at eyð­merkja yrkisleiðina hjá Agnes Mols Mortensen næstu árini og uttan iva eis­ini framtíðina.

„Eg varð einaferð spurd, hví eg maner­eraði við tara, hví eg ikki gjørdi okkurt, sum eg kundi liva av.“

At arbeiða við onkrum man kann liva av Agnes Mols Mortensen kennir seg for­kunnuga. Tá ið hon valdi lestur, hugs­aði hon als ikki um, at hon skuldi liva av útbúgvingini. Hon gjørdi bara magistarin.fo

Vitan, sum kann brúkast til nakað Agnes Mols Mortensen nemur sær Ph.d. um tara í tíðarskeiðinum 2008 til 12. september 2014, tá ið hon verjir Ph.d.-ritgerðina við Universitetið í New Hampshire. Í hesum tíðar­skeið­ inum tekur hon á seg leysar uppgávur fyri eitt nú Fiskaaling, og í tí sambandi setur hon á stovn sítt egna felag.


7

– Áhugin og kravið frá sam­fel­ag­num hevur fingið meg at virka sjálv­støð­ugt. Tað hevur so eisini fingið meg at gerast meira vitandi um mínar før­leikar við at traðka fram og gerast sjón­lig í sam­felagnum, sigur Agnes Mols Mortensen.

»


8

Eftir loknan lestur í 2014 flytur Agnes Mols Mortensen aftur til Føroya, og tá taka hon og bróðirin av­­ gerð um at broyta felagið til eitt smá­ parta­felag, sum skal takast við vinnu­ ligt fram­leið­andi virksemi burturav. Agnes Mols Mortensen sær stórar møguleikar í taranum. Sum mat­vøra, sum grundarlag undir eini hátøkni­ ligari framleiðslu av produktum til alheimsmarknaðin, sum ein aktivan við­leikarara í føroysku alivinnuni, bæði sum fóður og sum eitt reinsandi aktiv í nánd av alibrúkunum. Tað er upp á nógvar mátar henni fyri at takka, at tarin í dag er komin upp úr sjónum og inn í huga­heimin hjá vinnu­lívi og fólki flest sum eitt sunt og gott alternativ til bæði manna­ føði og til vinnuliga framleiðslu. Við síni servitan og áhuga fyri tar­anum hevur hon gingið fremst, peikað á møguleikar, søkt um stuðul til verkætlanir og skapt virðismikil sam­bond við føroyskt og útlenskt vinnu­lív, sum vísa áhuga fyri tara og tí potentiali, sum finst í honum. Agnes Mols Mortensen greiðir frá: – Áhugin og kravið frá sam­fel­ ag­num hevur fingið meg at virka sjálv­støð­ugt. Tað hevur so eisini fingið meg at gerast meira vitandi um mínar før­leikar við at traðka fram og gerast sjón­lig í sam­felagnum. Tá ið tað so er ein mót­takari, sum lurtar og er áhug­ aður, so er tað motiverandi. Men hóast tarin er komin upp úr sjónum og inn í hugaheimin hjá okk­um øllum, so er framvegis langur vegur á mál. Í øllum førum um stóru ambitión­ir­nar hjá Agnes Mols Mortensen skulu røkkast.

Góðkenningin, sum ikki finst TARI-Faroe Seaweed eitur felagið, sum Agnes Mols Mortensen og bróðirin reka. Felagið framleiðir í løtuni ymisk­ ar vørur til matna, sum verða seldar bæði í Føroyum og uttanlands. Beint nú stríðist felagið eitt sindur við út­ flutn­ingin, tí stóru keturnar, sum vísa áhuga fyri tara og taraúrdrátti, leggja stóran dent á vistfrøðiliga góðkenning. Ein góð­kenning, sum í løtuni ikki er tøk í Føroyum. – Tað ger, at vit hava mist onkrar stórar kundar. Og tað er eitt sindur tor­ført hjá okkum at gera nakað við, tí hóast tarin er góður og sunnur og magistarin.fo

desember 2019

– Um vit kunnu brúka firðirnar til meira og samstundist ala meira burðar­dygt, so er tað jú betur, sigur Agnes Mols Mortensen.

„Tara- og laksaaling síggja út til at komplemen­tara hvønn annan. Tarin órógvar ikki laksin og laksurin ikki taran.“ veksur í einum reinum umhvørvi, so hava vit onga skipan, ið kann veita vist­frøðiliga góðkenning í Føroyum, og sjálvt um tað ber til at fáa slíka góðkenning frá útlendskum konsulent­fyritøkum, so hava vit trupult við at liva upp til ES-krøv við­víkjandi frástøðu frá alibrúkinum til nærm­astu búseting, greiðir Agnes Mols Mortensen frá. Á ein hátt er støðan eitt sind­ur ser­lig, tí júst umhvørvið, burðar­dygg fram­leiðsla og ordiligir fram­leiðslu­ hættir hava stóran týdning fyri Agnes og TARA-Faroe Seaweed. – Framleiðslan hjá okkum gongur upp á burdardygg, natúrlig produktir uttan tæðing. Vit virka í Føroyum, og vit royna at leggja okk­um eftir so natúrligum og góðum fram­leiðslu­ hætt­um og innpakningi sum gjørligt. Vit eru ikki har enn, men tað kemur, sigur Agnes Mols Mortensen.

Framleiðslan gongur fyri seg í klekja­rínum í Nesvík og so á taralínum á Kald­baks­firði, áðrenn tarin verður tikin og turkaður á Høvdavirkinum í Leirvík og gjørdur til lidna vøru. Men sum frá líður er ætlanin hjá Faroe Seaweed at gera eina lívtara­ støð, sum eftir ætlan skal vera í Fámjin. Eftir drúgvar kanningar er har tann reinasti og besti sjógvurin, ið fæst til støðina. Á lívtarastøðini er ætlan­in, at tey skulu framleiða tann besta taran til føroysk taraalibrúk – eitt slag av grundframleiðslu undir tara­aling­ini. Næsta stigið eftir tað er ein góðskingar­verksmiðja í Føroyum, sum megnar at fáa hávirðisvøruna úr taranum til altjóðamarknaðin. Á henda hátt verður øll virðisketan í Føroyum innan taraaling.


9

Granskari hálva tíð Samstundis arbeiðir Agnes Mols Mortensen hálva tíð á Fiskaaling, sum hevur fingið áhuga í taraaling, har tað ber til at ala tara, og hvat skal til fyri at tarin trívist. Fyri Fiskaaling kannar Agnes Mols Mortensen eisini, hvussu tari kann brúkast sum ein reinsandi organisma saman við aling av fiski. Agnes Mols Mortensen greiðir frá, at vit í Føroyum hava lutvíst nógv tøð­sølt í umhvørvinum, so alingin ger kanska ikki so stóran mun í tí stóru myndini, men hon kann gera ein stóran lokalan mun. Setur tú eitt alibrúk á ein fjørð, har tað ikki eru so nógv tøðsølt, so kann tað vera ov nógvir nutrientar. Og á slíkum støðum kann tarin møguliga gera ein mun. – Um vit kunnu brúka firðirnar til meira og samstundist ala meira burðar­dygt, so er tað jú betur. Tara– og laksaaling síggja út til at komplemen­tara hvønn annan. Tarin órógv­ar ikki laksin og laksurin ikki taran, greiðir Agnes Mols Mortensen frá. Fyri Agnes hevur tað stóran týdn­ing, at hon hevur samband við

gransk­ingar­umhvørvið á Fiskaaling, tí hon lærir av arbeiðinum, og tað flytir hana fram fakliga. Kanska serliga tí, at ar­beiðið í hennara egnu fyritøku í ein vaks­andi mun verður alt meira prakt­iskt, har uppgávan er at reka eina fyri­tøku, ala, heysta, pakka, selja og markn­aðar­føra.

Hugsjónin drívur verkið Tá ið hugt verður eftir lívinum, lívs­ verk­inum, útbúgvingini og áhug­anum hjá Agnes Mols Mortensen er nær­ liggj­andi at staðfesta, at hon hevur gjørt sær eitt lív burtur úr taranum. Áhugin, sum spratt í fjøruni, er vorðin ein vinnu­møguleiki, eitt brand og eitt lívs­innihald hjá henni. Men hugsjónin hjá Agnes Mols Mortensen avmarkar seg ikki til tara. Hug­sjónin hjá henni snýr seg um Før­ oyar og fólkið, sum her býr: – Eg brenni fyri, at Føroyar skulu hava tað ordiliga gott. Hetta landið hevur eitt potentiali, sum vit borgarar hava ábyrgd­ina av at forloysa. Tí skulu vit seta ting í gongd, framleiða og royna at fáa so nógv sum gjørligt burtur­úr.

Lívsleiðin hevur gjørt, at hon nú so at siga stendur við taranum í hondini, og tað er eitt aktiv, sum Føroyar skulu fáa nógv burturúr. Agnes Mols Morten­sen vil, at taraframleiðslan skal vaksa, hon skal skaffa arbeiðspláss. Tarin skal byggja upp framleiðslu og út­f lutn­ing. – Men tað skal vera varandi, vit skulu byggja eina burðardygga fram­ leiðslu bæði umhvørvisliga og fíggjar­ liga, leggur hon dent á. Men samstundis stendur hon við ein­ari vælkendari tvístøðu í Føroyum. Tí samstundis sum hon vil Føroyum tað besta, so vil hon eisini Suðuroynni tað besta. Hon vil sera gjarna skapa fram­gongd og vinnulív í Suðuroynni. Men sum lívfrøðingur kann hon ikki lata seg dríva av lokalum kensl­ um, men av lívfrøðiligum fakta. Men í hes­um føri hava lívfrøðiligu faktisku um­støð­ur­nar spælt kortini fyri hana, tí tað er í Fámjin, at hon hevur funnið bestu um­støðurnar fyri lívtarastøðina. – Í Fámjin er góður sjógvur og eitt reint øki, sum ikki er í nánd av øðrum alivirksemi. Vit vilja gjarna hava bestu góðsku av sjógvi inn, so vit kunnu ala tær allarbestu taralínurnar og veita kring allar Føroyar uttan vanda fyri at spjaða laksasjúkur, greiðir Agnes Mols Mortensen frá. Og við hesum kemur umhvørvisliga drív­megin hjá Agnes Mols Mortensen undan. Fyri hana hevur tað alstóran týdning, at vit hava rætta atlitið til um­hvørvið, vit arbeiða í. Hon leggur dent á, at arbeitt verður skynsamt við teim­um økjum, sum eru í brúki. – Vit mugu broyta okkara lívsstíl orsakað av veðurlagsbroytingum. Vit mugu arbeiða meira skynsamt við teim­um økjunum, vit hava, har vit brúka vitanina um, hvat økini hvør sær megna og kunna. – Tí skulu vit hava granskingina við í arbeiðinum alla tíðina. Fáa kanningar av sjónum, fáa kanningar av tar­anum alla tíðina, so vit vita, hvat vit gera, og hvørja ávirkan vit hava á umhvørvið, sigur Agnes Mols Mortensen at enda. Agnes Mols Mortensen fær ting at vaksa. Hon hevur fingið taran upp úr sjónum og fram í ljósið, og við tar­ anum ætlar hon sær at byggja eina fram­tíð fyri seg sjálva, fyri Føroyar og fyri Suður­oynna.


10

– Tilvitanin um AKF millum limirnar er vaksandi. Og vit merkja, at fleiri og fleiri mál frá lima­feløg­unum verða beind til AKF, sigur Ole Jensen, formaður í Akademikarafelagnum.

magistarin.fo

desember 2019


11

FELØGINI HAVA LÆRT SEG AT BRÚKA AKF ARBEIÐSBYRÐAN Í AKADEMIKARAFELAGNUM ER NÓGV ØKT, TÍ FELØGINI DUGA BETUR AT BRÚKA FELAGIÐ. FORMAÐURIN YNSKIR SÆR EINA FYRISITING, SUM KANN VEITA LIMUNUM BETRI TÆNASTU. Óluva Zachariasen

FYRSTU ÁRINI VÓRU TRILVANDI, men nú duga bæði limafeløgini og AKF betur at skilja ímillum, hvør skal taka sær av hvørjum. Tað eru 11 ár síðan, at magistarar, arkitektar, byggifrøðingar og verk­frøð­ ingar kastaðu saman í felagið, sum tey doyptu Akademikarafelag Føroya, van­liga nevnt AKF. Lønardeildin sum gumma Lønardeildin má sigast at hava verið eitt slag av gummu, tí hon eigur sín lut í, at tey fýra feløgini gjørdu av at stovna

AKF, greiðir Ole Jensen frá. Hann er formaður í Akademikara­felag­num, sum er eitt yvirskipað samstarvsfelag fyri feløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Spírarnir til AKF røkka tó longri enn 11 ár aftur í tíðina. Arkitektar og verk­frøð­ingar høvdu felags sáttmála í nógv ár. So gjørdi Lønardeildin vart við, at fýra feløg – arkitektar, verk­frøð­ ingar, byggifrøðingar og magistarar – høvdu næstan meinlíkar sáttmálar við rættiliga eins lønarstiga og mælti feløgunum til at gera felags­sátt­mála.

»


12

desember 2019

– Fyrimunurin hjá Lønardeildini var færri samráðingar, og eisini hjá okk­um, tí vit gjørdust ein størri bólk­ ur, sigur Ole Jensen. Ein løgfrøðingur varð settur at gera uppskot til viðtøkur, sum síðani vórðu sendar út til feløgini. Og í oktober 2008 varð Akademikarafelag Føroya formelt stovnað. Í dag fevnir AKF um 540 limir. Nógv teir flestu – tilsamans 320 limir – eru í Magistarafelag Føroya. 120 eru í Føroya Verkfrøðingafelag, 85 í Føroya Byggifrøðingafelag og 16 í Arkitektafelag Føroya. AKF er fimtstørsta fak­felag á al­ menna arbeiðs­markn­að­inum. Feløg­ini hava ein lim í part í nevndini, og í løt­uni er tað Ole Jensen úr Arkitekta­felag­num, sum er for­maður.

Serliga gott hjá teimum smáu

Trilvandi byrjan Tað hevur tikið fleiri ár hjá bæði nevnd og limafeløgum at finna út av arbeiðsbýtinum, og hvussu lima­ feløgini kunnu brúka AKF. Ja, fyrstu árini hava verið rættiliga trilvandi, heldur Ole Jensen.

eitt sam­starv, sum ger tað møguligt hjá feløg­unum at hava eina dagliga fyri­siting, ið kann veita limunum eina betri tænastu. Akademikarafelagið hevur roynt at fríggja til summar partar av arbeiðs­ markn­að­inum. Fyri umleið átta árum síðan vendi felagið sær til Búskaparog Løgfrøðingafelagið og Yrkisfelagið um at skipa eitt umsitingarligt sam­ starv við felags avgreiðslu, bókhaldi, fundar­hølum, journalisering o.ø. Men svarið frá teimum báðum feløgunum var nokt­andi. Fyri tveimum árum síðan sýndi Búskapar- og Løgfrøðingafelagið aftur áhuga fyri samstarvi, men einki spurd­ist burturúr. Akademikarafelagið hevur tó onnur samstørv. Felagið er við í Fakfelagssamstarvinum, ið er eitt samstarv millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvs­manna­felagið, Føroya Lærara­felag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og so Aka­dem­ikara­felagið. Feløgini funnu saman fyri umleið sjey árum síðan í sambandi við nógvu remb­ingarnar á arbeiðsmarknaðinum, tá ið m.a. flatskatturin og for­skatt­ingin av pensjónum vórðu sett í verk. – Í Fakfelagssamstarvinum fingu vit eitt fakligt umhvørvi. Vit hava ein felags skrivara, sum tekur sær av kunning, skipar fyri fakligum tiltøkum, sendir hoyringarskriv út o.a. Hetta avlastar nevndina í AKF, sigur Ole Jensen.

„Í Fakfelagssamstarvinum fingu vit eitt fakligt umhvørvi. Vit hava ein felags skrivara, sum tekur sær av kunning, skipar fyri fakligum tiltøkum, sendir hoyringarskriv út o.a. Hetta avlastar nevndina í AKF“

Tað eru fleiri fyrimunir við einum felags­skapi sum Akademikarafelagið, hóast tað helst er ymiskt hjá einstøku lima­feløgunum, hvør fyrimunurin er, sigur Ole Jensen. Sjálvur heldur hann, at heilt smáu feløgini, sum til dømis Arkitektafelagið, hava stórt gagn av at vera í einum størri felagsskapi. Við bara 16 limum er sera avmarkað, hvat eitt so lítið felag einsamalt fær gjørt við starvs­fólka­mál, hoyringar, sátt­mála­samráðingar o.s.fr. Felags­ skapurin í AKF frígevur orku hjá lima­ feløg­unum til at taka sær av fakligu til­tøk­unum. Merkir tað so, at Magistarafelagið, sum er størsta felagið, fær minst burtur úr sam­starvinum í Aka­dem­ ikara­felag­num? Gamaní fáa smáu feløgini lutfals­ liga nógv burturúr, men eisini Magist­ ara­felagið stendur sterkari við at vera í felagsskapi við hini í AKF, bæði tá ið tað snýr seg um sátt­mála­ samráðingar og at taka sær av dag­ligu arbeiðsuppgávunum, heldur Ole Jensen. Flestu málini, sum AKF viðger, eru mál hjá limum í Magistara­felag­ num, eitt nú viðvíkjandi flokking, setanum, lønum og persónsmálum annars. magistarin.fo

Umframt sáttmálasamráðingarnar tekur nevndin í AKF sær av ymsum fyrisitingarligum uppgávum fyri feløgini, til dømis starvsfólkamál. Eisini hevur AKF skipað fyri skeið­um í m.a. setanartilgongd, starvs­fólka­ politikki og álitisfólkaskeiði. Lima­ feløgini taka sær av teimum fakligu upp­gávunum.

– Magistarafelagið hevur í stóran mun sjálvt tikið sær av sínum limum. Og eisini Verkfrøðingafelagið. Tey gomlu feløgini eru von við at ordna tingini sjálvi. Seinastu árini hevur tó gingið rætta vegin, sigur Ole Jensen. – Eg haldi, at tilvitanin um AKF millum limirnar er vaksandi. Man veit, at felagið er til. Og vit merkja, at fleiri og fleiri mál frá limafeløgunum verða beind til AKF. Akademikarafelagið hevur tikið sær nógv av starvsfólkamálum. Ofta byrja tey í limafelagnum og verða síðani beind víðari til AKF. Felagið hevur fasta avtalu við ein advokat at leita sær ráðgeving hjá. Arbeiðsbýtið millum limafeløgini og AKF er, at tað fakliga hoyrir heima hjá limafeløgunum, meðan alt, sum snýr seg um sáttmála, uppsagnir, flokk­ingar og tílíkt, fer til AKF.

Kundi verið størri Sjálvur hevði Ole Jensen onki havt ímóti einum enn størri felagsskapi av sam­starvandi fakfeløgum. Tað nýtist ikki at vera samanlegging, men meira

Umsiting á ynskis­seðlinum Dreymurin um eina dagliga um­siting stendur tó framvegis sera frammar­ laga á ynskisseðlinum hjá Ole Jensen, tí arbeiðsuppgávurnar eru øktar. – Arbeiðsbyrðan hjá AKF er vaksin seinastu árini, tí fleiri hava varn­ast, at vit eru til, og at tey kunnu brúka okkum. Vit brúka eisini tíð til Fak­ felags­samstarvið og samstarv við út­lendsk fakfeløg. So nógv tíð fer til fak­felags­arbeiðið. Sum er hevur Akademikarafelagið onga umsiting. Nevndarlimirnir hava allir fulltíðarstarv, og tað er tíðar­ krevjandi at taka sær av fakfelags­


13

arbeið­inum umframt dagliga starv­ inum. Tí hevði tað verið gott, um felagið skipaði seg við einari umsiting og út­grein­aði arbeiðsuppgávurnar hjá henni. Hetta kundi til dømis verið ein aðal­skrivari ella ein løntur formaður. Skal AKF hava lønt starvsfólk at taka sær av dagligu fyrisitingini, má felagið hava meira inn í limagjaldi, stað­festir Ole Jensen. Feløgini rinda lima­g jald til AKF í mun til limatal svar­andi til 100 krónur fyri hvønn lim – undan­tiknir tó teir limir, sum eru sjálv­støðugir vinnurekandi. Enn er limagjaldið ov lítið til at hava fólk í fulltíðarstarvi. Men for­ mað­urin í AKF vónar, at tað fer at bera til at semjast um at raðfesta hetta økið. – Vit hava tosað nógv um tað skal vera ein løntur formaður ella ein aðal­ skrivari. Fyrimunurin við einum aðal­skrivara er, at hesin kann tryggja kontinuitet, tí formaðurin kann jú verða skiftur út annaðhvørt ár. Avbjóðingin er eisini at finna rætta fólkið og rætta starvsbrøkin. Tað skal vera eitt fólk við akademiskari út­búgv­ing og førleikum. Og er talan bert um eitt hálvtíðarstarv, kann vera iva­samt, um nakar vil hava starvið. So tað eru fleiri viðurskifti, sum skulu um­røðast og falla upp á pláss, ásannar for­mað­urin í AKF.

unum heimilar ikki altíð setan eftir sátt­málanum hjá AKF. – Tað er ikki nóg mikið, at okkara lima­feløg viðurkenna fólk sum limir. Tey skulu eisini viðurkennast av okk­ ara mótparti, sum er Lønardeildin. Akademikarafelagið roynir at halda fast við, at markið niðureftir er Bachelor of Science ella Bachelor of Art. Vit mugu tó ásanna, at longu, tá ið AKF varð stovnað, var markið fyri aka­dem­iskar útbúgvingar ikki nóg væl definerað, og hetta hevur elvt til trupul­leikar frá byrjan, sigur Ole Jensen. – Har hava fleiri mál verið um limir, sum Akademikarafelagið metir

sátt­málan, sum AKF hevur við Lønar­ deild­ina. Ætlanin er eisini at fáa sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag, og onkur fundur hevur verið millum part­ arnar. Privatu arbeiðsgevararnir eru kanska ikki so heitir fyri summ­um av ágóðunum í almenna sátt­mál­anum, t.d. longd uppsagnartíð hjá álitis­fólk­ um og frí við løn til sátt­mála­sam­ráð­ ingar, sigur Ole Jensen, sum tó vónar at fáa ein sáttmála upp á pláss.

Skúlar og solidaritetur Formaðurin í AKF kundi hugsað sær, at fakfeløgini sluppu inn í skúlarnar at læra næmingar um fakfelagsarbeiði og týdningin av fakfeløgum. Hetta kundi verið í lærugreinini samfelagsfrøði, men slíkt átak verður helst fatað sum politiskt propaganda, so kunn­ingar­ átøk mugu fremjast á øðrum pallum, ásannar hann. – Fakfeløgini eru ein partur av arbeiðs­markn­að­ inum. Í valstríðnum tosaðu politikararnir nógv um part­arnar á arbeiðs­markn­að­ inum. Men so má mann eisini virða, at partarnir eru har, og at teir skulu hava eina ávísa styrki og sømdir at virka undir – eitt nú eigur fakfelagsgjald at vera undan­tikið skatt. AKF-formaðurin heldur seg hóma eitt rák við minkandi solidariteti og øktum sjálvsøkni í samfelagnum. Hetta at syrgja fyri sær og sínum allar­fyrst og bara hugsa um egnar fyri­ munir fram um samfelagið og felags­ skapin. Í londum rundan um okk­um sam­ ráð­ast starvsfólk ofta hvør sær um egna løn. – Hetta appellerar til ein­stak­ling­ in at vera fram­søkin, aggressivur og smikr­utur. Ein persónur, sum er eins dugna­ligur ella kanska dugna­ligari, men bara hevur eitt annað lyndi, verður kroystur. Kapp­ing er stimbr­ andi, men tað er helst upp­slít­andi og stress­andi hjá nógvum altíð at kenna seg verandi í einari kapp­ingar­støðu. Tá er tað einfalt og gott at hava ein felags lønarstiga, sum tryggjar øllum eina nøktandi løn, og sum eisini skal rúma møguleikum fyri ávísari differentiering.

„Ein persónur, sum er eins dugna­ ligur ella kanska dugna­ligari, men bara hevur eitt annað lyndi, verður kroystur. Kapp­ing er stimbr­andi, men helst upp­slít­andi og stressandi hjá nógvum altíð at kenna seg verandi í einari kapp­ingar­støðu“

At vera akademikari ella ikki Hóast fleiri fyrimunir eru í AKFhjúnalagnum, eru eisini avbjóðingar. Tað gevur til dømis høvuðbrýggj í Akademikara­felagnum, at limir­nir í dótturfeløgunum hava ymiska fakliga bak­grund og útbúgving. Í viðtøkunum stendur, at limir í AKF kunnu gerast fakfeløg, hvørs limir í minsta lagi hava bachelor – ella sam­svar­andi hægri, akademiska út­ búgving. – Men so skulu vit definera, hvat akademiskar útbúgvingar eru. Eftir­ hondini eru tað nógvar. Og tað er sera trupult at seta gáttina, staðfestir Ole Jensen. Eitt er, hvat limafeløgini siga. Eitt annað er, hvat Lønardeildin sigur. Limaskapur í einum av lima­feløg­

ikki rættiliga hoyra heima í AKF. Tey eru limir í AKF gjøgnum teirra lima­ skap í Magistarafelagnum, men har er ein grásona. Og so eru tað pro­ fessións­bachelorarnir – hvar hoyra teir til? Ole Jensen sigur, at AKF hevur gjørt avtalu við Lønardeildina um at brúka Forskningsministeriet sum ráð­geva í ivamálum, tí felagið hevur ongan kjans einsamalt at meta um útbúgv­ingarnar í eitt nú Skotlandi, Avstralia, ja, øllum heiminum.

Fáa tey privatu við Hvørja framtíð hómar so formaðurin í AKF gjøgnum fakfelagsbrillurnar? Umframt ynskið um at skipa eina dagliga fyrisiting í Akademikara­felag­ num hevur nevndin eisini ein sáttmála við privatu arbeiðsgevararnar í kik­ar­ anum. Verandi sáttmáli hjá Akademikara­ felagnum fevnir einans um almenna arbeiðsmarknaðin. Felagið hevur bara sátt­mála við Lønardeildina, men í fjør varð avtala gjørd við Kommunala Ar­beiðs­gevarafelagið um at virða


14

Rúnar Reistrup, nevndarformaður í Nema-samtak­inum

magistarin.fo

desember 2019


15

Aftur broytir tøknin mannalívið AVLEIÐINGIN AV NÝGGJASTU ÍDNAÐARKOLLVELTINGINI ER, AT TELDUR OG TÓL TAKA MILLIÓNIR AV STØRVUM FRÁ FÓLKI. TAÐ EINASTA, SUM ER VIST, ER, AT VERÐIN STØÐUGT BROYTIST, OG AT FÓLK MUGU ENDURÚTBÚGVA SEG TIL NÝGGJAR AVBJÓÐINGAR, VAR EIN NIÐURSTØÐA Á RÁÐSTEVNUNI HJÁ MAGISTARAFELAG FØROYA Í SJÓVINNUHÚSINUM Í MARS UM TA FJÓRÐU ÍDNAÐARKOLLVELTINGINA Uni Arge

TØKNILIG FRAMSTIG hava allar dagar verið eitt vælsignilsi fyri summi og loypt ótta á onnur, sum ikki skiltu ella orkaðu broytingarnar. Tá ið dampmaskinan var liðugt ment í 1774, setti tað ferð á fyrstu ídnaðar­kollveltingina, tí møguligt gjørd­ist at framleiða vørur skjótari og bíligari, so at fleiri fingu ráð at keypa tær. Sam­stundis tóku trupulleikar seg upp við vána­ligum arbeiðsumhvørvi og dálking. Um 1870 tók hópframleiðsla dik á seg, og ófaklærd fóru at gera eins­háttað arbeiði á verksmiðjum. Flutnings­bandið hjá Ford-verk­smiðj­ uni er enn ímyndin av hesi menning og klass­iskt dømi um lítið stimbrandi arbeiðs­lag. Telduna fór Alan Turing at menna longu í 1930-árunum. Mál hansara var at prógva, at maskinur kundu hugsa,

og farnu 40 árini hevur heimateldan verið húsvinur. Í dag eru fartelefonir í hvørjum jakkalumma, og fá fáa frið fyri teirra blunkum og fráboðanum. Tað nýggjasta er, at tólmenni ílatin sum mjúkir kópar avloysa starvsfólk sum ansarar á røktarheimum, har minnisveik kína tilgjørdu djórunum við einum sælum smíli. Nærvera og umsorgan eru vorðin ein maskina.

Spádómarnir Fyrimunir og vansar við ídnaðar­koll­ velting­um eru eyðsýndir, og framtíðar­ granskarar hava altíð havt úr at gera at grunda yvir, hvørjar avleiðingar tær hava við sær. Men sama hvussu nógv teir spyrja, er svarið, at øll mugu bara læra so hvørt. Dómadagsspádómarnir um ta fjórðu kollveltingina tróta ikki. Van­ligt er longu, at fólk keypa inn á netinum

og fáa vøruna borna til dyrnar. Banka­ ørindi og alskyns arbeiðs­uppgávur avgreiða vit heimanífrá, bilar koyra sjálvir, og dronur eru farnar at flúgva ger­andis­ørindi. Okkum nýtist í mongum førum ikki at flyta okkum av fetanum, men halda vit okkum ikki í gongd likam­ liga, forfella kropparnir, og vit fáa sukur­sjúku, blóðtøpp og stóra kúlu á nakkan, sum vit áhaldandi stara niður í far­telefonir og teldur. Daprastu spádómarnir eru, at vit stevna ímóti undirgangi. Men soleiðis var so mangan, og kortini hóraðu vit undan. Hvussu vit næstu árini skulu skipa okkum í teirri broytiligu verðini, var høvuðsevnið á ráðstevnuni í Sjóvinnuhúsinum.

»


16

magistarin.fo

desember 2019


17

Effektiviteturin Fyrilestrar hildu m.a. Martin Zachariassen, professari í teldufrøði og rektari á KT-universitetinum í Keyp­manna­havn, og Rúnar Reistrup, nevndar­for­mað­ur í Nema-samtak­ inum. Ein spurn­ing­ur, teir settu, var, um brúk yvirhøvur verður fyri menn­ iskjum í fram­tíðini. Sum samfeløgini hava ment seg farnu øldina, er loyvt at ivast í tí. Eitt nú arbeiða bara tvey prosent av dønum nú í landbúnaðinum, sam­ stundis sum landbúnaðurin breyð­ føðir allar danir fimm ferðir árliga. Tað er effektivitetur í verki. Í Føroyum vóru í 1950-árunum 50 prosent av fólkinum knýtt at fiski­vinn­ uni. Í dag er talið um 8 prosent, og vit hála árliga 38 tons av fiski upp úr hav­inum fyri hvønn føroying og flyta meira út enn nakrantíð fyrr. Færri hendur skapa størri útflutningsvirði. Ongin álvarsligur sosialur ófriður sæst av teimum broytingum, ið hava verið, tí fólk vinna sær nú til lívs­ins uppi­hald í øðrum vinnum, eitt nú teirri skjótt bólgnandi tænastu­vinn­ uni. Kodak hevði eitt skifti 130.000 fólk í starvi, men tá Apple setti myndatól í fartelefonir, var stórtíðin hjá Kodak søga, og nú starvast bara 5.000 fólk har. Ræðandi gongd hjá Kodak, men lívs­ins gongd í eini uppfinnsamari verð. Rúnar Reistrup nevndi hesi dømini á ráðstevnuni, og hann vísti eisini á, at í løtuni arbeiða 400 milliónir fólk við flutningi í heiminum. Teirra lagna kann gerast sum tann hjá teimum, ið starv­aðust hjá Kodak, nú alsamt fleiri akfør koyra sjálv.

Broytingarnar Ymiskt hevur verið, hvørjar fyritøkur vóru størstar í heiminum, men í dag er ongin ivi um, at tøknifyritøkurnar eru tær máttmiklastu. Risar sum Apple, Google og Facebook seta ta kós, vit øll mugu halda, og reglan verð­ur áhaldandi broyting heldur enn støðug­leiki. – Vit verða noydd til alla tíðina at endurútbúgva okkum til tað nýggja, sum hendir, staðfesti Rúnar Reistrup.

»


18

desember 2019

Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur

Rói Paturs­son, heimspekingur

„Fleiri siga, at neyðugt verður at menna skapanar­ evnini, forvitnið og empatiskar førleikar í nýggju tíðini, men spurningurin er, um undirvísast skal í tílíkum førleikum í skúlum, tí teir mennast fyrst og fremst í vanligari sam­veru ímillum fólk.“ Hann helt, at framtíðin hevur við sær góðar møguleikar hjá fólki at menna seg, tí tøknin hevur syrgt fyri, at øll vitan nú er tøk á netinum og ikki mono­poliserað á universitetum. – Neyðugt verður at leggja dent á skapanarevnir, forvitni og framskygni, tí vit fara ikki eins og fyrr at útbúgva okkum til at sita á eini ávísari fakligari rók, segði hann. Martin Zachariassen nevndi, at summi gjørdust mótfallin, tá IBM Deep Blue-maskinan í 1997 vann ein talvdyst á heimsmeistaranum Garry Kasparov. Nú var staðfest, at maskinan var vorðin klókari enn menniskjað, søgdu mong, men so einfalt var tað ikki. – Teldur kunnu gera 600 milliardir útrokningar um sekundið, men teldu­ starv er rutinustarv, og brúk verður framvegis fyri menniskjum at loysa tær fløktu uppgávurnar og standa fyri teirri menning, sum gagnar okkum best, segði hann.

Heimspekin Á ráðstevnuni varð eisini hugleitt um, hvussu tøkniligu broytingarnar ávirka okkara atferð. Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, og Rói Paturs­son, heimspekingur, kjakaðust um tann spurningin. magistarin.fo

Rói Patursson staðfesti, at munurin á telduni og menniskjanum er, at teldan er ein­føld og megnar nógv skjótt, meðan menniskjan er fløkt og ofta ógvuliga sein. Hann helt, at fram­ tíðin verður, at vit mugu læra at læra og ikki eins og fyrr læra okkurt ávíst. – Har vit fyrr bygdu borgir og kirkjur, kann hugsast, at vit fara at byggja útbúgvingarstovnar og granskingar­deplar. Framtíðin fer at krevja, at vit granska meira í alskyns viður­skiftum, segði Rói Patursson. Annika Helgadóttir Davidsen nevndi, at arbeiðsmarknaðurin er nógv broyttur frá handligum til andlig størv, men at menniskju kortini dragast við strongd. – Fleiri siga, at neyðugt verður at menna skapanarevnini, forvitnið og empatiskar førleikar í nýggju tíðini, men spurningurin er, um undirvísast skal í tílíkum førleikum í skúlum, tí teir mennast fyrst og fremst í vanligari sam­veru ímillum fólk, segði hon. Stórir eru spurningarnir sostatt, ið tøkniliga menningin hevur við sær, og meðan summi óttast gongdina, var Rúnar Reistrup ikki so stúrin. Tá ið hann endaði í Sjóvinnuhúsinum, ynskti hann øllum góða kollvelting.


19

Martin Zachariassen, professari í teldufrøði og rektari á KT-universitetinum í Keyp­manna­havn


20

desember 2019

FAKFELØG VIÐ SAMA MÁLI FAKFELAGSSAMSTARVIÐ ER EIN ROYND HJÁ SJEY FAKFELØGUM Á ALMENNA ARBEIÐS­ MARKNAÐINUM AT SAMSTARVA. ENN ER EINKI FORMLIGT SAMSTARV UM SÁTTMÁLA­ SAMRÁЭINGARNAR. TVØRTURÍMÓTI ER AVTALAN MILLUM FELØGINI, AT LIMAFELØGINI VARÐVEITA SJÁLVRÆÐI Á EGNUM VIÐURSKIFTUM. AKADEMIKARAFELAGIÐ LEITAÐI EFTIR EINUM SAMSTARVI UM UMSITING OG AT KOMA Í EITT FAKFELAGSUMHVØRVI. Øssur Winthereig, PRESS

FELAGSMÁLIÐ HJÁ ØLLUM fak­ feløg­um er at verja áhugamál hjá egnum limum og vinna egnum limum betri kor og arbeiðsviðurskifti. Á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum eru yvir 30 sáttmálar, men fyri tað mesta samráðist hvørt fakfelag sær um sín egna sáttmála. Sjálvt um fakfeløgini í sáttmála­ sam­ráð­ingum fara sín egna veg, eru fleiri onnur samstarvsøki, har grund­ ar­lag er fyri samstarvi. Fleiri royndir hava verið at sam­ skipa fakliga arbeiðið hjá fakfeløgum. Á almenna arbeiðsmarknaðinum stovn­aðu seks av feløgunum við nógv­um limum í starvi hjá tí almenna í 2016 Fak­felagssamstarvið, har ein meiri form­lig avtala varð gjørd fyri sam­starvið. magistarin.fo

Nýggjasta felagið í Fakfelags­ sam­starv­inum er Akademikarafelag Føroya. – Vit høvdu roynt at fingið sam­ starv við onnur fakfeløg, men tað spurdist einki burturúr. Um sama mundið komu vit í samband við Fak­ felgs­samstarvið, ið longu var stovnað – og vit fingu í boði at koma uppí, sigur Ole Jensen, formaður í Aka­ demikara­felag Føroya. Í fyrsta lagi er talan um eitt sam­ starv, ið fevnir um samstarvsøki, ið liggja uttan fyri sjálvar sáttmála­ sam­ráð­ingarnar. Á almenna arbeiðs­ markn­að­inum eru royndirnar mis­javnar um møguleikarnar at sam­ ráð­ast saman um nýggjar sáttmálar. – Tey samstarvsøki, við síggja fyri okkum, eru eitt nú menning og út­

búgving av nevndarlimum og álitis­ fólk­um, felags átøk fyri at kunna og styrkja virksemið hjá fakfeløgunum, sigur Ole Jensen. Hann vísir eisini á, at samstarvið kann gera felags átøk fyri at kunna og ávirka politikarar og onnur, sum taka av­gerðir, ið ávirka limirnar. – Tá ið mál av felags áhuga stinga seg upp – eitt nú lógararbeiði – so kunnu vit gera felags hoyringarsvar, sigur Ole Jensen.

Felags um høvuðskrøv Í 2011 royndu fýra fakfeløg Føroya Pedagogfelag, Starvsmannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnurfelag og Føroya Lærarafelag at samráðast saman við Fíggjar­málaráðið og Kommunala Arbeiðs­gevarafelagið.

»


21

Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðs­kvinnufelag


22

Maud Wang Hansen, sum var for­kvinna í Føroya Pedagogfelag tá, greiðir soleiðis fra: – Felagssamráðingarnar vóru skipaðar soleiðis, at formenninir í fak­felags­samtakinum samráddust við arbeiðs­gevararnar um nøkur yvir­ skipað viður­skifti. Millum annnað um at fáa ásett ein lønarkarm og eftir­lønar­spurningar. Harafturat vóru onnur yvirskipað mál sum rúmligi arbeiðs­marknaðurin og førleika­menn­ ing. Okkara ætlan var, at vit soleiðis fingu ein karm ásettan; og síðan kundi verið farið undir samráðingar um serkrøv, og tá vistu vit, hvat útgangs­ støðið hjá hvørjum øðrum var. Síðan var ætlanin, at feløgini hvørt sær kundu fara undir samráðingar um ser­krøv. Hesar sáttmálasamráðingarnar komu í drag, og eitt nýtt landsstýrið tók við mitt í samráðingunum. – Vit hildu okkum vera ordiliga sterk í samráðingunum í fyrstani, men tá ið Jørgen Niclasen gjørdist lands­ stýris­maður í fíggjarmálum, eydnaðist tað at sindra okkara samanhald. Vit vóru ikki nóg sterk og høvdu ikki avtalað nóg greitt, hvussu vit skuldu sam­ráðast, og at talan var um ein fyri øll og øll fyri ein, sigur Maud Wang Hansen. Eftir at semingsmenn høvdu verið uppi í samráðingunum, helt Føroya Pedagogfelag ikki, at teirra serkrøv vóru tikin við. Úrslitið varð, at tey fýra feløgini, sum vóru farin saman til sam­ráð­ingar, meiri ella minni skiltust og stóðu hvør sær ímóti Fíggjar­ málaráð­num. Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag og Havnar Arbeiðs­ kvinnu­felag góðtóku semings­upp­ skotið, men Føroya Pedagogfelag vrak­aði uppskotið og fór einsamalt í verkfall.

Fyritreyt er somu sáttmálar – Tá ið vit øll samráddust saman, spurd­ist ikki serliga nógv burtúr, held­ur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag. Vígdis Johannesen hevur áður sam­ráðst saman við hinum arbeiða­ feløg­unum við arbeiðsgevararnar á privata arbeiðs­marknaðinum. Vígdis Johannesen hevur onkuntíð verið til sam­ráð­aringar, har eini 30-40 fólk magistarin.fo

desember 2019

„Onkuntíð ljóðar, at fak­fel­øg­ini ikki standa so væl saman, men tá ið á stendur, er kortini ikki so ringt.“ hava sitið kring borðið, so tað kundi vera trupult at røkka semju. Men mun­urin var eisini tann, at øll feløgini høvdu sama sáttmála. – Skuldu vit á almenna arbeiðs­ marknaðinum samráðst saman, so skuldi man havt sama sáttmála, heldur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sum henn­ara royndir á privata arbeiðs­ marknað­inum vísa. Tá ið Fakfelagssamstarvið varð endurreist í 2016, vóru sjey feløg við: Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærara­felag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar­frøð­ ingar, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Havnar Arbeiðskvinnufelag er eitt fak­felag, sum hevur sáttmála við Fíggjar­málaráðið, Kommunurnar

og við privatu arbeiðsgevarafeløgini. Felagið hevur áður verið felagið, har fyrst og fremst tímaløntar kvinnur – eitt nú kvinnur á flakavirkjunum – vóru limir. Men í dag arbeiðir stórur partur á almennum arbeiðsplássum, eitt nú Landssjúkrahúsinum. – Tí er einki løgið, at vit eru saman við hinum feløgunum, har summi bara hava sáttmála við almennar arbeiðs­ gevarar, heldur Vígdis Johansen. Akademikarafelagið hevur eisini sáttmála við Fíggjarmálaráðið og hevur eisini gjørt avtalu við Komm­ unala Arbeiðsgevarafelagið um at limir, sum arbeiða á somu økjum, eru settir eftir sáttmálanum við Fíggjar­ mála­ráðið. Akademikarafelagið umboðar fýra feløg – Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya


23

Formaðurin í Starvsmanna­felag­ num sær fyri sær, at øll feløgini saman við arbeiðsgevarunum semjast um ein felags lønarkarm, og so avger hvørt felag sær, hvussu lønarkarmurin skal býtast, men feløgini skulu samstundis hava egnan rætt at fara í verkfall ella seta tiltøk í verk fyri at fáa ein lønar­ karm at hóska til egin áhugamál. – Fakfelagssamstarvið hevur í verki víst, at tað megnar at taka evni upp, sum einstøku feløgini ikki megna. Fakfelagssamstarvið er ein virkin leikari á arbeiðs­marknaðinum, sum eyg­leiðir samfelags­gongdina og ger vart við viðurskifti, sum eru álop á áhuga­mál hjá okkara limum, sigur Ole Jensen um leiklutin hjá Fakfelags­sam­ starv­inum.

Pixabay

Felags um skeið og útbúgving

Byggi­frøðingafelag og Arkitektafelag Føroya. – Vit mugu fyrst og fremst hava felagsstøðu millum okkara feløg, tí standa vit kanska nakað veikari enn hini feløgini í samstarvinum, sigur Ole Jensen.

Sjálvboðið samstarv Í samstarvsavtaluni millum tey sjey fak­feløgini er heilt greitt, at sam­ starvið ikki er um sáttmálarnar, men um onnur viðurskifti, ið fakfeløgini kunnu semjast um. Í avtaluni millum fakfeløgini verð­ur beinleiðis sagt, at limafeløgini varð­ veita sjálvræði á egnum viðurskiftum, og at limafeløgini taka sær av sín­um egnu fakligu áhugamálum og varð­ veita sín samleika. – Tá ið okkurt leikar á, eru vit rætt­iliga samd. Onkuntíð ljóðar, at fak­fel­øg­ini ikki standa so væl saman, men tá ið á stendur, er tað kortini ikki so ringt, haldi eg, sigur Vígdis Johannesen.

Bæði fyri og eftir miseydnaðu sam­ ráðingarnar hjá Fakfelags­sam­starv­ inum stingur spurningurin seg upp, um fakfeløgini høvdu staðið seg betur, um tey formliga skipaðu seg saman í eitt LO, eins og danski arbeiðs­ marknað­urin hevur gjørt. Ole Jensen sigur, at tey einstøku fak­feløgini skulu fyrst og fremst standa til svars fyri egnum limum og berj­ast fyri egnum lønarviðurskiftum. – Eg síggi ein fyrimun í sam­starv­ inum at finna felags stev um til dømis setanarviðurskifti, arbeiðstíð, frítíð og barnsburðarfarloyvi. Eg dugi ikki at síggja sum er, at við kunnu samráðast í felag um løn, sigur Ole Jensen. Formaðurin í Starvsmanna­felag­ num Súni Selfoss hevur sagt við heima­síðuna hjá felagnum, at hann trýr mest upp á eitt sjálvboðið sam­ starv millum feløgini, har tey ikki geva sjálvs­avgerðarrætt frá sær, men eru við í sam­ráð­ingum um ein felags lønarkarm.

Í avtaluni millum tey sjey fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum verður stað­ fest, at sjálvandi hava feløgini nógv felagsáhugamál, sum til ber at sam­ starva um. Feløgini í Fakfelagssamstarvinum virka fyri og stremba eftir, at felags skeiðs­virksemi verður avtalað millum fel­øgini, at felags menning/útbúgving av nevndar­limum, álitisfólkum og um­siting verður skipað, at greiningar av sam­felags­viðurskiftum, hagtøl, grundar­lag til samráðingar og kann­ ingar verða framleiddar í felag, at sam­starva at svara hoyringarskrivum, at sam­starva um kunning og boð­ skapir al­ment, at ávirka politisku skip­an­ina, at samstarva um eftirlønarog trygg­ingar­viður­skifti, at samstarva um viður­skift­ini við ALS. Fakfelagssamstarvið hevur eisini sett ein samskipara í starv. – Kanska verður meiri og meiri sam­starv, sigur Vígdis Johannesen. Seinasta summar vóru tvey mál, har øll fakfeløgini í Fakfelags­sam­ starvinum fóru út saman. Talan var um setanina av nýggja leiðslu­toym­ inum á Lands­sjúrka­hús­inum og um bygnaðar­broyt­ingar­nar á Umhvørvis­ stov­uni. Forfólkini í teimum sjey fak­feløg­ unum hittast eina ferð um mánaðin, nevnd­ir­nar hittast tvær ferðir um árið og fyri­sitingarnar hjá feløgunum hitt­ ast eisini javnan.


24

desember 2019

MAGISTARATÍÐINDI

Koltursferð við Magistarafelagnum Mjørkin lá sum ein tung dýna yvir Havnini hendan seinsummardag í september, nú árligi túrurin varð settur á skrá hjá Magistarafelagnum. Leiðin gekk út í Koltur. Nakað av fólki var savnað í Steinatúni, har bussur kom eftir teimum, ið ikki fóru sjálv til Gomlu­rætt. Á Gomlurætt varð ikki bíðað leingi eftir Silju Star, ið skuldi sigla okkum út í Koltur. Lagið á fólki var gott, og mjørkin var nú eisini lætnaður, so vit sóu oynna. Bjørn Patursson stóð fyri okkum, tá ið vit komu, og hann hevði gjørt seg út við rópara, nú tað komu nógv fólk út í oynna. Ikki er vanligt, at 50 fólk eru í Koltri í senn. Sum Bjørn greiddi frá, búðu um 50 fólk í Koltri áðrenn slupptíðina. Fyrst varð farið út í Gróthústeigar, har greitt varð frá, hvussu hagin hevur verið nýttur, og mangt annað. Serligar umstøður í gamlari tíð var t.d., at her er ikki torv í Koltri, har nógv arbeiði magistarin.fo

hevur verið gjørt burturúr at fáa torv til oynna úr Syðradali. Síðan varð farið Norður í Gerði, har tað í dag eru nógvar leivdir av húsum. Í skrivandi stund verður upp­ skot gjørt, hvussu hesin býlingur kann

byggjast uppaftur. Áhugavert er at fáa bygt upp aftur bátasmiðjuna hjá kenda báta­smiðinum Niclasi í Koltri, og amboð, ið hann nýtti, ið eru í varð­ veitslu á Tjóðsavninum, koma útaftur og kunnu mynda hetta savn. Heimi í Húsi varð síðan vitjað, har hús eru bygd uppaftur við tí í hyggju at vísa, hvussu búleikast hevur verið í Koltri í bóndatíðini í Føroyum. Áhuga­vert er, at hetta er tað einasta staðið í Føroyum, har ið sæst, hvussu bónda­garður hevur verið í Føroyum við úthúsum o.s.fr. Hóast nógv er gjørt Heima í Húsi, eru nógv úthús eftir at verða gjørd liðug. Tíðarfestingar av korni staðfesta, at fólk hava verið í Koltri um 800-900 eftir Krist. Við forn­frøð­iligum kanningum kunnu út­grevstrar vantandi geva okkum eina mynd av, hvussu fólk hava búleikast frá fyrstu búsetingini til í dag. Ein áhugaverdur túrur endaði, har ið vit sóu korn, ið Bjørn sjálvur hevði sett niður.

»


25

MAGISTARATÍÐINDI


26

desember 2019

MAGISTARATÍÐINDI

Síðan kundu fólk taka sær av løtt­ um í oynni og gera, sum teimum listi. Nógv fóru at fáa sær ein bita, áðrenn tey fóru stuttu leiðina niðan á Fjallið, við sínum 101 m er tað óivað lægsta fjall í Føroyum. Nógv av børnunum vóru ikki til at fáa niðan frá sandinum, har tey spældu. Onnur børn vóru útií og svumu, ímeðan onnur vórðu grivin niður í sandin. Costa del Koltur helt onkur fyri. magistarin.fo

Siglt varð aftur ímóti Gomlurætt seinna­partin. Aftur í ár var ein sera góð útferð at enda komin. Tiltakið var tó ikki liðugt, tí nógv møttust til ein bita í felags­hølinum í Tvørgøtu 3. Ein sera hugna­lig løta, har nógv skemt varð hildið á lofti. Tosað varð um, hvag­ar leiðin skuldi verða komandi ár.


NEVNDIN

Mass Hoydal

William Simonsen

Marjun Lützen

Cand.mag. Kandidatuddannelse i Middelalderarkæologi og elektrikari

Cand.scient í lívfrøði

Cand.mag. í Mentan, samskifti og alheimsgering

Formaður

Kassameistari

Starv: Verkætlanarleiðari, Savnsgull

Starv: Sjálvstøðugur, undirvísir

Nevndarlimur

Starv: Samskipari í Byggiharrasamtak Føroya

Unn Paturson

Páll Nolsøe

Cand.scient. Bibl. Kandidat í informatiónsvísindi og mentanarmiðlan

Cand.comm í søgu og samskifti

Skrivari

Starv: Bókavørður á Landsbókasavninum

Nevndarlimur, umboð í AKF Starv: Kunningarráðgevi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

Magistarafelag Føroya


Magistarafelag Føroya Endamál Magistarafelags Føroya er at virka fyri góðum, tryggum og mennandi arbeiðsog lívskorum hjá limum felagsins við: 1. at umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi arbeiðs­marknaðar- og sátt­málaviður­skiftum. 2. at umboða og verja áhugamál limanna í øllum viðkomandi yrkis­ligum, fíggjarligum og sosialum viður­skiftum. 3. at arbeiða fyri, at limir­nir fáa høvi at varðveita og menna sín yrkis­førleika. 4. at vinna vís­indum og akademiskum førleika best møgu­ligan frama og sóma í samfelagnum. 5. at styrkja saman­haldið í lima­skaranum og stimbra til førleika­ medvit á høgum støði bæði yrkis­liga og sið­semiliga.

www.magistarin.fo

/Magistarafelag Føroya

Tvørgøta 3 Tórshavn tel. 208888 magistarin@magistarin.fo Telefontíð hvønn fríggjadag millum kl. 14.00-18.00


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.