LISA í Hoydølum

Page 1

HOYDALAR EITT STAÐ HAR LISTIN OG LISTAFÓLKINI HOYRA TIL

1


Innihaldsyvirlit LISA í Hoydalar – eitt stað har listin og listafólkini hoyra til . . . . . . . . . . . . . . . . . 3 LISA í Hoydølum . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4 Arbeiðsætlan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5 Plantekningar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 Tørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9 LISA . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 Arkitektafelag Føroya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 12 Designfelagið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 Rithøvundafelag Føroya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 Einleikarafelag Føroya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18 Felagið Føroysk Tónaskøld. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 Leikarafelag Føroya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 Føroysk Filmsfólk . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 Føroysk Myndlistafólk. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 26 Føroya Tónleikarafelag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28 Føroyskir Yrkisfotografar. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 Kórsamband Føroya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 32 Viðmæli . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 34

© LISA 2017. Myndir: Finnur Justinussen. Plantekningar: Heidi Poulsen. Tekstur: Starvsnevndin og limafeløgini. Grafisk uppseting: Janus Kampmann. Prent: Føroyaprent. Framleiðari: Norna.

02


LISA í Hoydalar – eitt stað har listin og listafólkini hoyra til Mentamálaráðið hevur biðið um hugskot um, hvat hesin vakri og søguríki bletturin skal brúkast til í framtíðini. LISA skjýtur upp, at bygningarnir í Hoydølum verða latnir LISA at gera eina miðstøð fyri tey virkisøki, ið eru umboðað í limafeløgunum hjá LISA. LISA, Listafólkasamband Føroya, er meginfelagið fyri øll feløg, ið hava limir, sum á yrkisligan hátt fáast við skapandi og útinnandi arbeiði innan list. Limirnir hjá LISA eru hesir: Arkitektafelag Føroya, Designarafelagið, Einleikarafelag Føroya, Felagið Føroysk Tónaskøld, Føroysk Filmsfólk, Føroysk Myndlistafólk, Føroya Tónleikarafelag, Kórsamband Føroya, Leikarafelag Føroya, Rithøvundafelag Føroya og Yrkisfotografar í Føroyum. Kjarnin í uppskotinum hjá LISA er í Hoydølum at gera ein miðdepil til listafakligt arbeiði til framleiðslu, framsýning, sølu, marknaðarføring, netverk og altjóða samstarv á lista-, vitanar- og mentanarøkinum. Til hetta eru Hoydalar arkitektoniskt framúr væl hóskandi. Í Hoydølum kann LISA gera eitt slag av staði, sum ikki finnst frammanundan í Føroyum. Eitt stað, har listin og listafólkini hoyra til.

Starvsnevndin hevur lagt arbeiðið við uppskotinum til rættis á henda hátt: Øll feløg hava sent inn tørvslýsingar. Í maj 2017 var hildin ein stórfundur, sum var í tveimum. Annar parturin fyri umboðsráðslimum og forfólkum; hin parturin var opin fyri øllum limum í limafeløgunum. Her høvdu øll møguleika at koma til orðanna. Uppskotið byggir á tað, sum var ført fram á tí fundinum og innkomið skrivligt tilfar. Aftrat starvsnevndini varð settur ein visiónsbólkur at gera uppskotið liðugt. LISA hevur vitanina, fólkini, hugin, royndirnar, áræðið og dirvið at skapa ein lýsandi, lívgandi og livandi depil. Okkum tørvar rúmini í Hoydølum og fíggjarligan stuðul at føra hetta út í lívið. Vit kunnu flyta inn, sum bygningarnir standa, og byrja at arbeiða og við tíðini menna bygnað og bygningar. Í Hoydølum kann LISA seta í verk nakað, sum hevur jalig hjáárin langt út í onnur viðurskifti í samfelagnum. Hetta er ein søguligur møguleiki. Vit vóna at vinna viljan til at hjálpa okkum við at taka hendan møguleika til frama fyri tey, sum eru limir hjá LISA, borgararnar og okkara felags tjóðarliga samleika. Tórshavn tann 1. august 2017

Í hesum bóklingi er ein stutt lýsing av virkisøkjunum og hølistørvunum hjá limunum í teimum ellivu feløgunum, umframt ein lýsing av uppskotinum hjá LISA um hvat er møguligt í Hoydølum.

Marita S. Dalsgaard forfólk

Hansina Iversen næstforfólk

Jóhan Martin Christiansen starvsnevndarlimur

03


LISA í Hoydølum LISA sær í Hoydølum ein søguligan møguleika fyri at gera eitt umhvørvi, har listafólk arbeiða hvør sær, tvørfakligt og savna altjóða samstarvsfelagar á einum staði at framleiða og sýna fram. Ein listalig miðstøð savnar fólk um listaskapan og listaligar upplivingar í Hoydølum. Hoydalar sum eitt livandi, opið stað á tremur við tilboðum til borgararnar og samstundis eitt stað, sum kann bjóða arbeiðsfrið og sjálvvalda avbyrging til hugsavnan í egnum arbeiðshølum. Hetta stigið av fleksibiliteti í sjálvum arkitekturinum finna vit ikki aðrastaðni í Føroyum. Her ber til at gera eina black box í auluni og eina white cube í fimleikahøllini í hinum endanum. Harímillum eitt fyri almenninginum opið øki við matstovu, kafé og fakbókasavni.

Hølini Arkitektoniskt eru Hoydalar soleiðis háttaðir, at har ber til bæði at nøkta grundleggjandi hølistørv til framleiðslu og eisini at skapa eitt umhvørvi. Talan er um nógvar fermetrar av ymsum slagi. Studentaskúlin, dreingjakostdeildin, gentukostdeilidn og at enda doktarahúsini eru so fjølbroytt høli, at tey kunna húsa tí, tørvur er á. Framleiðsluhølir Listaligt arbeiði innan tær ymsu listagreinarnar setur eitt sera fjøltáttað krav til hølisviðurskifti. Ymsu fakøkini hava brúk fyri: Atelieri, træverkstaði, grafikkverkstaði, metallverkstaði, plastikverkstaði, seymirúmi, redigerings/klippirúmi, ljóðupptøkurúmi, voicestudio, fotostudio, venjingarrúmi til rødd, repititión, kropp, sjónleik, dans og tónleik, garderopu, smáum og stórum projektrúmum, skrivstovum og fundarhølum í ymsum støddum og við góðari samskiftisútgerð. Hetta er ein røð av rúmum, sum hava serlig eyðkenni í Hoydølum. Her er pláss til at skapa øll hesi ymsu sløg av rúmum og gera tey hóskandi út.

04

Framsýningarhølir Í auluni skal gerast ein vælútgjørd black-box til sjónleik, konsertir, filmsframvísing, fyrilestrar, størri kjakfundir, ráðstevnur og líknandi. Í hinum endanum av bygninginum vit kalla Studentaskúlin, er ætlanin at gera ein white cube. White cube er ein listahøll við alskyns hentleikum at gera samtíðarhóskandi listaframsýningar. Í geiranum millum auluna og fimleikahøllina er møguleiki at gera onnur sløg av savningarstøðum, har ymiskt slag av virksemi kann fara fram, so sum minni konsertir, kjakfundir, yrkingaupplestur osfr. Her kunnu vera fakbókasavn og kafé/matstova, sum dagliga eru opin fyri almenninginum. Skeiðsvirksemi og undirvísing Við skeiðsvirksemi og undirvísing kunna listafólkini skipa fyri egnari førleikamenning og undirvísing av alment áhugaðum, eins og Listaskúli Føroya kann staðsetast í Hoydølum. Til hetta er tørvur á undirvísingar- og fyrilestrarhølum í ymsum støddum. Fakbókasavn Eitt fakbókasavn við serligum tilfari innan ymsu listagreinarnar, har listafólk og almenningurin kunna menna sína listafakligu vitan, kann bjóða faklitteratur til listafólk og almenningin. Eitt tílíkt bókasavn kann eisini hava tiltøk so sum littererar salongir, lesiringar, singer-songwriter-tiltøk, kjakfundir og líknandi. Kafé/matstova Savningarstøðini hjá almenninginum eru avgerandi fyri Hoydalar. Ein góð kafé og/ella matstova, sum kann draga fólk til og leggja høli til dagligan hugna og matupplivingar á høgum støði. Goymsla av verkum Tey minni góðu hølini kunna brúkast til goymslu av verkum og tilfari.

Útgerðarmiðstøð Setast skal á stovn ein felags útgerðarmiðstøð, har teknisk útgerð er savnað, goymd og viðlíkahildin, og har tað ber til at leiga útgerð og hava útgerð í varðveiðslu. Listamiðstøð á einum frílendisøki Ein heildarætlan frá apríl 2017 er gjørd fyri Frílendi Hoydalar og Boðanes. Hon lýsir eitt umhvørvi, ið er sum skapt til at eina listamiðstøð. Eitt gøtusamband bindur Hoydalar til býin, har verða “in-sito” søvn, prýðisgarður við føroyskum villini blómum, urtum og vakstrarøkjum, har føroysk trø og runnar verða plantað. Tað er lagt upp til at leggja grasvøllin á eystursíðuni á Studentaskúlanum út til leik, uppihald og tónleik, umframt at grótbrotið á Boðanesi verður takt og gjørt til eitt slag av uttandura sali til framførslur.

Tilboð og tiltøk Í Hoydølum ber til at skipa fyri teimum tiltøkunum, sum eru neyðug fyri eitt listaøki við menning. Grundleggjandi er at sýna fram verk, sum eru framleidd í Hoydølum, men hartil er eisini møguligt at skipa fyri øðrum sløgum av virksemi, sum kunnu styrkja lista-, vitanar- og mentanarumhvørvi í Føroyum sum heild. Festivalar, fólkafundir og ráðstevnur LISA kann í Hoydølum skipa fyri størri tiltøkum, sum hava ein almennan áhuga so sum festivalum, fólkafundum og altjóða ráðstevnum um evni, ið eru viðkomandi fyri listaligt arbeiði.

Samstarv og synergi Í Hoydølum kann LISA bjóða inn til nógv ymisk sløg av samstørvum við føroyskar stovnar og ymsar altjóða samstarvsfelagar og í felag skipa fyri ymsum tiltøkum.


Tvørfakligt samstarv undir sama taki Tá ið fólk innan allar listagreinarnar arbeiða undir sama taki, økist møguleikin fyri tvørfakligum samstarvi, har ymsu listafakligheitirnar møtast, og ein synergieffekt hendir. Altjóða samstarv Norðurlendskir og europeiskir grunnar lata stuðul til ymisk sløg av altjóða samstarvsætlanum. Umframt at einstøk listafólk og bólkar kunna søkja verkætlanar- og ferðastuðul, so er í Hoydølum møguligt at troyta onnur sløg av stuðli og skapa onnur sløg av sambondum og samstørvum. Residency - listafólkauppihald Eitt residency, har ið útlendsk listafólk kunnu koma í Hoydalar í styttri og longri tíðarskeið, har teirra arbeiði at enda verður sýnt á einum av pallunum í Hoydølum. Tað er við til at skapa eitt fakligt umhvørvi, har úlendsk og føroysk listafólk hittast, umframt at samband verður skapt við kuratorar, bókaútgevarar o.s.v.

Í Hoydølum kann vera eitt tilboð um stuðul og hjálp til tann partin, sum ikki snýr seg um listaligt arbeiði so sum umsiting, sølu, marknaðarføring og at skapa altjóða samstørv. Ein heimasíða um Hoydalar sum portur kann geva eitt álítandi og dygdargott innlit í, hvat ið føroyski listaheimurin hevur at bjóða av list og listafólkum. Sølan av tiltøkunum í Hoydølum verður samskipað og umsitin sentralt.

Arbeiðsætlan Umskapanin av Hoydølum til listamiðstøð skal fara fram í trimum stigum. 1.Stig – Skjøtulin

Navnakapping Skipað verður fyri eini navnakapping soleiðis, at listamiðstøðin í Hoydølum kann fáa eitt gott navn.

• Listafólkini flyta inn og fara í holt við at arbeiða • Framsýningarhølini verða gjørd klár • Útgerðarmiðstøð verður etablerað • Trý starvsfólk verða sett

2. Stig – Búningin Netverk Altjóða netverk, har nýggj sambond verða knýtt, og altjóða samstarv verður samskipað. Førleikamenning Møguleiki er eisini at søkja stuðul til at skipa fyri vitanarbýti og førleikamenning. Við hesum stuðli ber til at gera eitt sentrum fyri samstarvi um vitan í Føroyum.

• Tvey starvsfólk aftrat verða sett • Tey søkja fígging til altjóða samstørvini, menna sølu og marknaðarføring • Skipa fyri festivalum, fólkafundum og ráðstevnum

3. Stig – Blómanin

Umsiting Ein daglig umsiting, sum hevur til endamáls at reka staðið, samskipa tiltøk og líknandi, og sum hevur sum grundleggjandi arbeiðssetning, at endamálið er at styrkja listina og listafólkini.

• Fígging verður søkt, og bygningarnir verða umvældir

Samskipan av og stuðul til sølu og marknaðarføring.

05


Bygningarnir Doktarahúsini

Gentukostdeildin

Dreingjakostdeildin

Listaíbúð Seymistova Skeiðs-/undirvísingarhølir Venjingarhøli

Goymsla til tekniska útgerð Goymsla til verk og tilfar Redigerings-/klippirúm Træverkstaður Uppihaldsrúm Venjingarrúm til repititión Venjingarrúm til rødd Ljóðupptøkurúm Venjingarrúm til tónleik Voicestudio

Listaíbúð Seymistova Skeiðs-/undirvísingarhølir Goymsla til tekniska útgerð Goymsla til verk og tilfar Redigerings-/klippirúm Uppihaldsrúm Filmsklippirúm Fotostudio Framkallingarrúm Grafikkverkstaður Kafé/matstova Modellverkstaður Skrivstovur Teknisk útgerð Tíðarhóskandi fundarhøli Umsiting Venjingarhøli Venjingarrúm til repititión Venjingarrúm til dans Venjingarrúm til kropp Venjingarrúm til rødd Útgerðarmið

Doktarahúsini

06

kassin er 5x5m dreingjakostdeildin/sanatoriið


3. hædd atelierfelagsskapir

2. hædd

Studentaskúlin Listaíbúð Seymistova Skeiðs-/undirvísingarhølir Venjingarhøli Goymsla til tekniska útgerð Goymsla til verk og tilfar Redigerings-/klippirúm Uppihaldsrúm Venjingarrúm til repititión Filmsklippirúm Fotostudio Framkallingarrúm Grafikkverksta›ur Kafé/matstova Modellverkstaður Skrivstovur Teknisk útgerð Tíðarhóskandi fundarhøli Umsiting Venjingarrúm til dans Venjingarrúm til kropp Venjingarrúm til rødd Útgerðarmið Biografur Bókasavn Festivaløki Framýningshøli Fyrilestrarhøli Metallverkstaður Minni pallur Plastikkverkstaður Smá og stór projektrúm Spælistað Størri pallur Venjingarrúm til sjónleik

atelierfelagsskapir teknistovufelagsskapir modellverkstaður prent og plot fotostudio

1. hædd

3.

blac

k bo

x

felags inngongd umsiting felags fundarhølir bókasavn tilfarssavn

2.

1. inngongd black box

whi

te c

høvuðsinngongd

ube

inngongd white cube

07


08


Designarafelagið •

• • •

• •

• •

• •

• •

• •

• •

• •

Venjingarrúm til repititión Venjingarrúm til rødd Venjingarrúm til sjónleik

• • • •

Venjingarrúm til kropp

Voicestudio

Venjingarrúm til tónleik

Venjingarrúm til dans •

Uttandura pall

Uttandura framsýingarpláss

Útgerðarmið

Uppihaldsrúm

Umsiting

Træverkstaður

Tíðarhóskandi fundarhøli

Teknisk útgerð

Størri pall

Spælistað

Smá og stór projektrúm

Skrivstovur

Skeiðs- /undirvísingarhølir

Seymistova

Redigerings-/klippirúm

Plastikkverkstaður

Modellverkstaður

Minni pall

Metallverkstaður

Ljóðupptøkurúm

Listaíbúð

Kafé / Matstova

Grafikkverkstaður

Goymsla til verk og tilfar

Goymsla til tekniska útgerð

Fyrilestrarhøli

Framýningshøli

Venjingarhøli

Framkallingarrúm

Fotostudio

Filmsklippirúm

Festivaløki

Bókasavn

Biografur

Atelier

Arkitektafelag Føroya •

Felagið Føroysk Tónaskøld •

Føroya Tónleikarafelag

Einleikarafelag Føroya •

Kórsamband Føroya

Føroysk Filmsfólk •

Rithøvundafelag Føroya

Føroysk Myndlistafólk •

Leikarafelag Føroya

Yrkisfotografar í Føroyum

Tørvur

09


LISA

LISA Listafólkasamband Føroya varð stovnað 14. januar 1982 og er eitt meginfelag, sum hevur til endamáls: At styrkja listina og listafólk í mentanarpolitiskum høpi, at virka fyri áhugamálum og rættindum limanna og at umboða limirnar alment í almennum málum, sum hava felags áhuga. Rætt til limaskap hava feløg, sum umboða tær ymisku listagreinarnar. Fyri at kunna gerast limur í LISA, skal felagið vera landsfevnandi. Limirnir í limafeløgunum skulu hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum

10

yrkislistafólk. Listafólkasambandið er skipað við einum umboðsráði. Hvørt felag er umboðað av einum limi í umboðsráðnum. Umboðsráðið velur eina trýfólkað starvsnevnd. Limir í LISA eru hesi feløg: Arkitektafelag Føroya, Designarafelagið, Einleikarafelag Føroya, Felagið Føroysk Tónaskøld, Føroysk Filmsfólk, Føroysk Myndlistafólk, Føroya Tónleikarafelag, Kórsamband Føroya, Leikarafelag Føroya, Rithøvundafelag Føroya og Yrkisfotografar í Føroyum.


11


ARKITEKTAFELAG FØROYA

UM LIMAFELAGIÐ

Arkitektafelag Føroya Arkitektafelag Føroya (AF) var stovnað 18. juni í 1981 og hevur í dag umleið 40 limir. Síðan 2008 hevur arkitektafelagið verið eitt burturav arkitektfakligt felag. Lønarsamráðingar mandatið liggur hjá Akademikarafelagnum (AKF). Arkitektafelagið er skipað við trimum nevndarlimum, tveimum tiltakslimum og einum aðalskrivara, sum er 1/16 løntur. Endamál felagsins er at menna ansin fyri bygging og fyri mannskapaða umhvørvinum í Føroyum. Endamálið er herumframt at virka fyri felags áhugamálum limanna.

Arkitektafelagið hevur gjøgnum árini skipað fyri nógvum tiltøkum bæði fyri almenninginum og fyri limirnar. Soleiðis kann nevnast almenn tiltøk um arkitektur og bygging og verkstovur í arkitekturi. Síðan 2010 hevur AF skipað fyri Arkitekturardegi, sum er eitt árligt alment tiltak og verður hildið um heystið. Arkitekturardagurin hevur til endamáls at seta sjóneykuna á arkitektur og viðkomandi samfelagsviðurskifti. Arkitektafelagið umboðar Føroyar í einum norðurlendskum bólki umboðandi arkitektafeløg frá Noreg, Svøríki, Danmark, Íslandi og Finnlandi. Bólkurin hittist á

Arkitektafelag Føroya í Hoydølum • Fundarhøli til fundir, framløgur og videokonferansur. Brúkarar: AF-nevndin, arkitektar, teknistovur. Møguleiki fyri tvørfakligum verkætlanararbeiði • Fyrilestrarhøli: Fyrilestrar og panelfundir

• Framsýningar ætlanum

• Teknistovufelagsskapur fyri arkitektar, royndar og óroyndar

• Heimstaður hjá arkitektureventum, so sum árliga arkitekturardegnum

• Ein modellverkstað til smærri bygningsmodell og 1:1 modell av bygningslutum

• Eina prentmiðstøð til felags nýtslu hjá arkitektum/ teknistovum við kopimaskinum og plottarum til at prenta stórar støddir

• Fotostudio við hóskandi ljósútbúnaði til myndatøku av bygningsmodellum • Bókasavn við fakbókum og arkitekturtíðarritum

12

• Eitt savn av ymsum bygningstilfari: stáli, timbri, plátum, glasi, linoleumi, vinyli v.m. av

arkitektakappingum

og

verk-

• Eitt arkiv til arkitektatekningar av bygningum við varðveitsluvirði

árligum NS-fundi (Nordisk Styremøde). Londini skiftast um at vera vertir. Samstarvið hevur m.a. til endamáls at skifta orð um politisk felagsmál innan arkitektur, bygging og útbúgving og at menna eitt nú eftirútbúgving og kappingar. Saman við hinum norðurlendsku arkitektafeløgunum mynda Arkitektafelag Føroya norðurlendska limaskapin í Sektión 1 í altjóðafelagsskapinum UIA, Union Internationale des Architectes.


13


DESIGNFELAGIÐ

UM LIMAFELAGIÐ

Designfelagið Designfelagið er felag fyri designarar, ið virka yrkisliga innan fakið ella eru undir útbúgving á hægri lærustovni við høvuðsdenti á designfakligar mannagongdir og førleikar. Felagið hevði stovnandi aðalfund 2. apríl 2011 í Pæsastovu. Endamál felagsins er at virka fyri, at design verður ein kjarnuførleiki í øllum viðurskiftum, og at design sum berandi virðisnormur verður styrktur vinnuliga og samfelagsliga.

Designfelagið í Hoydølum • Umstøður hjá designarum at arbeiða í einum skapandi og mennandi tvørfakligum umhvørvi • Verkstaður og høli at arbeiða yrkisliga, til undirvísing, fyrilestrar og framsýning • Savnandi staðseting í miðstaðarøkinum til designfakligt virksemi • Granskingarumhvørvi innan design, nú fyrsti føroyski MD-arin (Master i Design) fer undir at skriva vísindaligar greinar • Listabókasavn • Listafestivalur

14

Í arbeiðinum at menna útbúgvingarmøguleikar innan design í Føroyum arbeiðir felagið fyri at fáa design inn sum fak á miðnámi. Eisini hevur felagið tikið stig til saman við LISA at seta Føroya Listaskúla á stovn. Ein skúli, ið er við til at skapa betri umstøður fyri fakligum netverki og førleikamenning eins og tvørfakligum samstarvi listagreinanna millum.


15


RITHØVUNDAFELAG FØROYA

UM LIMAFELAGIÐ

Rithøvundafelag Føroya Rithøvundafelag Føroya er felag fyri føroyskar rithøvundar og týðarar. Felagið varð sett á stovn 24. mars 1957, og endamál felagsins er at virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast. Rætt til at gerast limur hava øll, ið skriva bøkur á føroyskum máli ella á annan hátt starvast sum rithøvundar. Limatalið er umleið 100 (2002) og umfatar allar tær ymisku bókmentaligu yrkisgreinarnar: rithøvundar, sum skriva fagrar bókmentir, barna- og ungdómsbøkur, yrkisbøkur, siðsøguligar bøkur og bøkur týddar úr øðrum málum.

Rithøvundafelag Føroya í Hoydølum • Skrivstovur • Felagsskrivstovur • Fundarhøli • Undirvísingarhøli • Kafe • Listafólkabústaður • Eitt stað at hitta onnur føroysk og útlendsk listafólk til samstarv og íblástur • Húsan av listafólkum í politiskum eksili • Hugnastova við lutunum eftir Ebbu Hentze • Listafakligt bókasavn

16

Søgan hjá føroyskum bókmentum er eisini søgan um stríðið fyri føroyskari mentan yvirhøvur, og felagið hevur, síðani tað varð stovnað, verið felagsskapur eisini fyri føroyskum máli og bókmentum. Tey seinnu árini er kortini størri dentur lagdur á arbeiðskor og rættindi hjá rithøvundum, og felagið hevur verið virkið í arbeiðinum at seta á stovn LISA og Fjølrit, føroyska felagskapin fyri upphavsrættindum. Felagið er limur í norðurlendska rithøvunda- og týðarasamstarvinum.


17


EINLEIKARAFELAG FØROYA

UM LIMAFELAGIÐ

Einleikarafelag Føroya Felagið varð stovnað í 2007 og er áhugafelag fyri klassiskar yrkistónleikarar. Endamál felagsins er at stimbra tónlistarumhvørvið og at umboða virksemi limanna. Einleikarafelag Føroya hevur eisini sum endamál at vera við til at skapa eitt altjóða netverk til teir føroyingar, ið útinna klassiskan tónleik og at umboða yrkistónleikin í altjóða høpi.

Einleikarafelag Føroya í Hoydølum • Hóskandi umstøður og arbeiðsfrið • Karmar til djúphugsan og nýskapan • Karmar til fakligt umhvørvi • Karmar, sum skapa synergiskt gagn

18

Limir kunnu tey gerast, ið framføra á yrkistónleikarastøði. Vanliga merkir hetta, at umsøkjari hevur tónlistarliga útbúgving frá hægri lærustovni, og at viðkomandi er virkin klassiskur tónleikari. Einleikarafelag Føroya gjørdist í 2008 fullgildur limur í Nordisk Solist Råd, ið er felagsskapur fyri norðurlendsku solistafeløgini.


19


FELAGIÐ FØROYSK TÓNASKØLD

20

UM LIMAFELAGIÐ

Felagið Føroysk Tónaskøld Føroysk Tónaskøld er limafelagið fyri tey sum skriva tónleik: Sangskrivarar og tónaskøld. Sangskrivarar og tónaskøld eru ein partur av flestu tónleikatiltøkum kring landið. Í fleiri førum er Felagið Føroysk Tónaskøld bæði fígggjarligur og listarligur samstarvsfelagi, tá ið tiltøk eru. Felagsins virksemi snýr seg um at skipa fyri, at verk hjá limunum – og eisini komandi limum – verða framførd.

Størsta átak felagsins er uttan iva afturvendandi tiltakið Summartónar. Á Summartónum verða sangir og instrumentalkompositiónir framførd, og soleiðis var eisini á Summartónum 2016.


21


LEIKARAFELAG FØROYA

UM LIMAFELAGIÐ

Leikarafelag Føroya Leikarafelag Føroya er fakfelagið hjá yrkissjónleikarum og yrkislærdum leikhúsfólki í Føroyum. Høvuðsendamálið er at menna føroyska yrkisleiklist og styrkja um støðuna hjá leiklistini í samfelagnum. Eitt av málunum við fakfelagnum er at savna øll tey í eitt felag, sum hava fingið sær útbúgving innan sjónleikarayrkið. Tað vil siga ljóð- og ljósteknikarar, leiklistafrøðingar, pallsniðgevar, leikstjórar og sjónleikarar. Okkara uppgáva er at umboða limir okkara í sáttmálasamráðingum, veita teimum hjálp og ráðgeving og stuðla teimum í teirra rættindum, umframt at samskifta við útlendsk feløg og altjóða felagskapir á leiklistarliga økinum.

Arbeiðsøkið hjá felagnum er allur yrkissjónleikur, leikstjórn, útvarpsleikir og upplestur, sjónvarpsleikir/upplestur, film, leiklistafrøði, undirvísing/skeiðvirksemi, lýsingar, undirhald og annað leikhúsyrki. Leikarafelag Føroya hevur seinnu árini havt nógv samstarv uttaneftir, eitt nú við felagsskapin Nordic Network for The Performing Arts. Saman við hesum felagsskapi hevur Leikarafelagið ment norðurlendsku dramatikaravirðislønina Nordic Drama Train og New Nordic Drama. Leikarafelagið skipar eisini fyri skeiðum fyri limir sínar, umframt readingsfestivalin LeikREAD og New Nordic Drama. Í 2016 var Leikarafelagið vertur fyri Nordic Performing Arts Days // Dagarnar 2016.

Leikarafelag Føroya í Hoydølum • Venjingarhølir í ymsum støddum

• Altjóða samstarv

• Verkstøð til eitt nú royndarverkætlanir, seymistovur, pallsmíð, málarasal, skriviverkstovur, readings

• Listabúdeplar (art residency), har altjóða listafólk búgva og arbeiða í Hoydølum

• Goymslur av ymsum slag, eitt nú til teknikk, búnar, rekvisittir

• Fakligt bókasavn til bókmentir, handrit, tíðarrit, gransking

• At skipa fyri festivalum innan palllist og tvørlistaligt samstarv

• Framførsluhølir – black box, site specific (innan- og uttandura) white box

• Skeiðsdepil til førleikamenning, bæði almenn og intern

22

Limir í Leikarafelagnum arbeiða øll sum fríyrkisfólk innan palllist, eitt nú á Tjóðpalli Føroya, í Kringvarpinum, í føroyskum filmum, umframt at bróðurparturin av limum tess hava stovnsett egin leikfeløg, sum framleiða sjálvstøðugar verkætlanir. Nevnast kunnu eitt nú Det Ferösche Compagni, TVAZZ, Leikhús Skift, Teatur Grugg, Intime Teater, GUT Productions o.o. Fleiri limir í Leikarafelagnum eru eisini virknir innan sjónleik, dans og film í øðrum londum.



FØROYSK FILMSFÓLK

UM LIMAFELAGIÐ

Føroysk Filmsfólk Felagið varð stovnað 22. februar 2014. Vit hava í dag 49 limir, og tað legst til alla tíðina, nú fleiri fáa sær útbúgving innan økið. Endamálið við felagnum er at betra um korini hjá okkara filmsfólki og vera við til at leggja lunnar undir eina føroyska filmsvinnu. Felagið skal stuðla og menna fakliga filmsumhvørvið í øllum teimum ymsu greinunum. Filmsfólkum tørvar ofta eitt framsýningarhøli og venjingarstað, og har er aulan væl egnað. Harumframt er tørvur er á undirvísingarhølum til skeiðvirksemi, redigerings- og klippiarbeiði.

Føroysk Filmsfólk í Hoydølum • Skrivstovur • Undirvísingarhølir • Listabústað • Størri og minni biografar • Klippirúm

24

Eisini er upplagt at hava listabústað, har filmsfólk kring heimin kunnu búgva og arbeiða við verkætlanum. Við spírandi filmsvinnu koma fleiri og fleiri samframleiðslur, og tá er gott at hava møguleikan at bjóða hetta fram. Vit taka undir við uppskotinum hjá LISA um at gera eitt listaumhvørvi í Hoydølum. Filmur arbeiðir innan allar listagreinar, og tí halda vit, at eitt tílíkt stað kann vera eitt skapandi kraftverk, sum eggjar til samstarv millum ymsu listagreinarnar.



FØROYSK MYNDLISTAFÓLK

UM LIMAFELAGIÐ

Føroysk Myndlistafólk Føroysk Myndlistafólk (MYND) er felag fyri føroysk yrkismyndlistafólk. Felagið varð sett á stovn 16. september 1981 í Listaskálanum. Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum, at bøta um korini og at verja rættindi hjá føroyskum myndlistafólkum. Harumframt virkar felagið fyri, at føroysk myndlist fær góðar umstøður at mennast og trívast.

Føroysk Myndlistafólk í Hoydølum • Eitt skapandi umhvørvi, har listafólk hittast • Hølir til framleiðslu av list (yrkislistafólk) • Framsýningarhøll til eksperimenterandi list • Listabókasavn • “Listarliga” kafé/kantinu • Residency til listafólk búsitandi uttanlands • Felags verkstaðir (grafikk, træ, plastikk, osv.) • Listafestivalar

26

Felagið hevur m.a. saman við LISA og øðrum virkað fyri, at listafólk kunnu søkja starvslønir og íverksetanarstuðul úr Mentanargrunni Landsins. Felagið hevur lagt uppskot fyri mentamálaráðið um, at lógarfest verður, at eitt ávíst prosenttal av byggikostnaðinum av almennum um- og nýbyggingum verður brúkt til listprýðing. Síðan 1990 hevur felagið á hvørjum ári skipað fyri "sensureraðari" Várframsýning.



FØROYA TÓNLEIKARAFELAG

UM LIMAFELAGIÐ

Føroya Tónleikarafelag Í juni í 2016 var farið undir at endurhugsa og dagføra virksemið í Føroya Tónleikarafelag. Ætlanin er, at felagið skal gerast ein virkin aktørur í føroyskum tónleikalívi, ið umboðar tónleikalig viðurskifti og áhugamál. Talið av fólki, ið liva av tónleiki økist alsamt. Hesi evni eru á skrá: Tingingar um lønir og satsir, skattaviðurskifti, mentanarpolitikkur, spælistøð og

Føroya Tónleikarafelag í Hoydølum • Ein skapandi listamiðdepil • Venjingarhølir til tónleikabólkar og einstaklingar • Konserthølir (eisini til eksperimenterandi tónleik/tiltøk) • Tvørlistaligt samstarv og felags verkstaðir • Workshops fyri tónleikarar • Workshops fyri tónaskøld • Fólkadansur • Listabókasavn • Kafé/kantinu/møtistað fyri listafólk • Residency

28

umstøður, vegleiðing í mentanarstuðuli, tónleikaútflutningur, internet hjávera, samskifti við fjølmiðlar, FMA o.a. Felagið ynskir samstarv millum ymsu listagreinarnar.


29


FØROYSKIR YRKISFOTOGRAFAR

30

UM LIMAFELAGIÐ

Føroyskir Yrkisfotografar Yrkisfotografarnir meta Hoydalar vera sera vælegnaðar til størri og smærri framsýningar.

Tørvur er harumframt á projektrúmum at leiga seg inn í til serligar uppgávur.

Eitt størri framsýningarhøli kundi verið fimleikahøllin – og har kunnu setast skilaveggir upp. Smærri framsýningarhøli til foto og grafikk hevði verið ynskiligt.

Yrkisfotografarnir halda, at um listafólk eru í yrkisligum arbeiðsfelagsskapi, leggur tað upp til nýggj og mennandi samstørv.

Føroyskir Yrkisfotografar í Hoydølum • Smærri framsýningarhølir til foto og grafikk • Projektrúm til serligar uppgávur • Umhvørvi við arbeiðsfelagsskapi, har tað uppstanda nýggj og mennandi samstørv


31


KÓRSAMBAND FØROYA

UM LIMAFELAGIÐ

Kórsamband Føroya Kórsamband Føroya er felagsskapur umboðandi kór kring alt landið, sum hevur til endamáls at virka fyri kórsangi at frama við tiltøkum sum: • árliga kórfestivalurinum (sum hevur 50 ár á baki í ár) • afturvendandi skeiðum fyri kórleiðarar

Kórfestivalurin var hildin 22. apríl, skipaður við felagskóri og konsert við einstøku limakórunum, sum eru 15 í tali. Leiðarin fyri felagskórið var Tóra Vestergaard og varð nýtt kórverk framført, umbiðið frá Tróndi Bogasyni.

• sangskeiðum • útgávum av nýggjum kórsangum • skipa fyri ólavsøkukórinum

Kórsamband Føroya í Hoydølum • Konserthøll við góðum akkustikki • Upptøkuhøli til kórsang • Hølir til skeiðs- og fundarvirksemi

32

Kórsambandið skipar á hvørjum ári fyri tveimum stórum tiltøkum: Kórfestivalinum og Ólavsøkukórinum.

Ólavsøkukórinum í 2016 stjórnaði Ólavur Jøkladal, kórið var sera stórt – yvir 200 sangarar luttóku.


33


VIÐMÆLI

“Søguliga sæð hevur altíð verið eitt tætt samanspæl millum vísindi og list. Hesi hava givið hvørjum øðrum íblástur og um somu tíð ment og bjóðað hvørjum øðrum av. Fróðskaparsetrið er vaksið nógv seinastu árini, og eitt granskingarumhvørvi búnast alsamt í Føroyum. Fáa vit eitt yrkislistarligt umhvørvi í Hoydølum kunnu hesi økini lyfta seg upp á nýggjar hæddir og koma í eitt dynamiskt og spennandi samanspæl, øllum samfelagnum at frama.” Ólavur Ellefsen Íverkseti “Yrkisleiklistin er sprottin úr áhugaleiklistini og hevur áhaldandi ment seg ígjøgnum árini, tí áhugaleiklistin hjá fleiri hevur virkað sum ein lopfjøl at gera leiklistina til eitt yrki burturav. At yrkisleiklistin hevur tað gott í Føroyum, er soleiðis við til at menna ikki bara yrkisleiklistina sjálva, men eisini áhugaleiklistina, sum hevur gagn av útbúnum leikstjórum, pallsmiðum, ljós- og ljóðfólki o.s.fr. í leikuppsetingum og ikki minst sum undirvísarum í ymiskum skeiðsvirksemi.” Noomi Reinert Forkvinna í Megingfelag Áhugaleikarafelag Føroya “Um vit vilja, kann verkætlanin Hoydalar verða við til at menna alt tað yrkislistarliga virksemi. Ikki bara komandi árini, men langt inn í framtíðina. Ein perla, har listafólk mennast í einum felagsumhvørvi, og møguleikar eru at arbeiða tvørfakligt og á hendan hátt geva íblástur listini at frama.” Jenny C. Petersen Stjóri Tjóðpallur Føroya “Eg havi í skjótt 15 ár undirvíst myndlist í Føroya Studentaskúla, frá at lærugreinin var at kalla ein viðfáningur til hon í dag hevur vaksið seg stóra orsakað av stóra áhuganum, sum er í føroyska samfelagnum fyri list. Ein áhugi, ið er tengdur at og treytaður av eini stórari talentmongd, sum als ikki hevur umstøður at menna seg í Føroyum undir verandi umstøðum.” Kinna Poulsen Studentaskúlalærari

34

“Tað ræður um at skapa karmar, sum gera, at fólk innan ymsu økinini koma í samband við hvønn annan. Rákið at skapa miðstøðir sum hesa, síggja vit allastaðni. Vit eiga at taka møguleikan og gera hetta í Føroyum” Per Zachariassen Sjónvarpsframleiðari og kreativur íverkseti “Det vil være til stor gavn for færøsk billedkunst med en forening af de forskellige billedkunstneriske aktiviteter under ét og samme tag. Herved kan der på én gang tilbydes ordentlige rammer til den enkelte kunstart, samtidig med at der skabes et kreativt miljø med gensidig inspiration og samarbejde.” Nils Ohrt Stjóri á Listasavn Føroya “Det færøske kunstnermiljø ville få utrolig gavn af et kreativt centrum, hvor kunstnere kan udfolde og udvikle ideer og projekter – og samarbejde på tværs af genrer. Hoydalar som sådan et centrum kan blive kunstens smeltedigel og en sand løftestang for det færøske kunst- og kulturmiljø.” Sif Gunnarsdóttir Stjóri í Norðurlandahúsinum “I spent 3 days teaching at Hoydalar in May 2016. It was perfect for my work. I always need more than one space to respond to and the building offered so many different types of interesting spaces. I also needed different outdoor locations near and far from the building and all those were available. I really liked the atmosphere of the building and the fact it was not modern but full of character and memory. I found it very inspiring and the fact that it is so near the coast and the sea was a huge plus too. I would love to teach and perform there in the future.” Melanie Thompson Leiklistakona, undirvísir í Performance Writing og Landscape Writing


Við vón um góða undirtøku frá landi, kommunum, vinnulívi og borgarunum í Føroyum.

Arkitektafelag Føroya Heidi Poulsen, forkvinna Anna Trónd Hansen, umboðsráðslimur

Føroya Tónleikarafelag Torleik Mortensen, formaður Knút Háberg Eysturstein, umboðsráðslimur

Designarafelagið Katrina í Geil, forkvinna og umboðsráðslimur

Kórsamband Føroya Kári Bæk, fomaður Arina Bischoff, umboðsráðslimur

Virðingarmest Listafólkasamband Føroya 1. august 2017 Starvsnevndin Marita S. Dalsgaard, forfólk Hansina Iversen, næstforfólk Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur

Einleikarafelag Føroya Jóhannes Andreasen, formaður og umboðsráðslimur Felagið Føroysk Tónaskøld Kristian Blak, formaður og umboðsráðslimur Føroysk Filmsfólk Ingun í Skrivarastovu, forkvinna og umboðsráðslimur Føroysk Myndlistafólk Jóhan Martin Christiansen, formaður Ole Wich, umboðsráðslimur

Leikarafelag Føroya Súsanna Tórgarð, forkvinna Ria Tórgarð, umboðsráðslimur Rithøvundafelag Føroya Vónbjørt Vang, forkvinna Rakel Helmsdal, umboðsráðslimur Yrkisfotografar í Føroyum Jørgen Lützen, formaður og umboðsráðslimur


LISA Listafólkasamband Føroya

Lützenstrøð 4 FO-100 Tórshavn

Tel: (+298) 220197 www.lisa.fo


Turn static files into dynamic content formats.

Create a flipbook
Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.