1 minute read

Játtanin stýrir okkum

Next Article
Trúar hjálpin

Trúar hjálpin

Ein andalig lóg er, ið sigur, at játtanin stýrir okkum. Ógvuliga fá menniskju geva sær far um veruleikan í hesi lóg, og liva sostatt sum um hon ikki er til. Vit koma ongantíð longri enn okkara játtan loyvir okkum. Hetta er galdandi fyri bæði frelst og ófrelst. Í Markus 11:23 sigur Jesus, at alt, sum vit siga, skal henda, um vit ikki ivast í okkara hjarta (anda), men trúgva í okkara hjarta (anda), og játta tað við munninum. Jesus segði ikki, at vit skulu trúgva við høvdinum (vitinum) og játta við munninum, men Hann segði, at vit skulu trúgva við hjartanum (andanum) og játta við munninum.

Tað er orsøkin til, at so mong ganga til møtir og gudstænastur alt lívið og hava nógva vitan um Bíbliuna og glatast tó í helviti. Tey vóru ikki líðin Guds orði og frelsuni, sum skrivað er um í Rómverjabrævinum 10:9-10:

Advertisement

Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.

Tí við hjartanum trýr ein til rættvísi; og við munninum játtar ein til frelsu.

This article is from: