1 minute read

Innkomin mál

Evni: Stuðulsgrunnur

Stillari: Skótalið KFUM´S

Advertisement

Uppskot til Stuðulsgrunn hjá KFUM skótinum í Føroyum

Endamál

Endamálið hjá grunninum er at veita stuðul til verkætlanir og viðlíkahald hjá skótabólkum hjá KFUM skótinum í Føroyum

Stuðilin verður latin tvær ferðir um árið; einaferð í fyrru árshálvu og einaferð í aðru árshálvu.

Játtan

Játtanin til stuðulsgrunnin er 15% av ársúrslitinum, undanfarna ár. Tó kann landsnevndin seta fleiri pengar í stuðulsgrunnin.

Um upphæddin er ov lág, fyri tað eina árið, kann stuðulsnevndin velja ikki at stuðla í eitt ár.

Um stuðulsnevndin velur ikki at stuðla, tí upphæddin er ov lág, skal tað boðast landsnevnduni og bólkaleiðarnum frá innan 15 mars.

Umsókn

Fyri at fáa stuðul úr stuðulsgrunninum, skal umsóknin latast KFUM skótinum í

Føroyum í seinasta lagi 1. Apríl til umsóknarumfarið í fyrstu hálvu, og í seinasta lagi 1. Oktober til seinnu árshálvu.

Um fleiri skótabólkar eru saman um eina verkætlan, ber til at senda umsóknina í felag.

Treytir

Stuðul verður latin til verkætlanir hjá einstøku bólkunum, umframt til viðlíkahald av ognum og keyp av útgerð.

Fyri at søkja um stuðul frá Stuðulsgrunninum skal umsøkjarin: a) vera skótabólkur hjá KFUM skótinum í Føroyum b) senda inn umsókn, har útgreinað verður, hvat søkt verður fyri c) Lata KFUM skótinum í Føroyum avrit av útreiðslunum, ið søkt varð um, í seinasta lagi eitt ár eftir, at peningur varð játtaður.

Stuðulsnevndin

Í stuðulsnevnduni sita tríggir limir. Ein frá landsnevnduni og tveir frá bólkunum.

Landsnevndarlimurin hevur ábyrgd at manna nevndina og er formaður fyri nevnduni.

Umframt skipar nevndin seg við einum skrivara og einum nevndarlimið

Tíðin at sita í nevnduni er tvey ár, men nevndarlimirnir kunnu verða afturvaldur.

Stuðulsnevndin skula vera limur í trimun ymsum KFUM skótabólkum.

Sett í gildið

Stuðulsgrunnurin verður settur í gildið á Landsfundinum í Vági tann 11 mars 2023.

Kærur

Avgerðin hjá Stuðulsnevnduni er endalig.

1.

This article is from: