
1 minute read
VÆLKOMIN Á LANDSFUNDIN 2023
Eg skal vegna landsnevndina og KFUM-skótarnir í Føroyum.
Ynskja tykkum vælkomin á Landsfund í Vági hesuferð.
Advertisement
Landsfundurin verður 11. Mars kl 10:00 og halda vit áfram til á leið kl 17. Royndin er vertur og gleða vit okkum at koma suður.
Vit hava nú seinasta árið havt eitt vanligt ár, eftir at farsóttin hevur havt avbjóðingar við sær.
Men sum skótar so eiga vit at finna møguleikar, og er rós til bólkarnar at hava duga at navigera í tí frumskógi av reglum og broyttum reglum, tá Covid 19 var yvir okkum.
Eitt av spennandi málinum á skránni, er tann nýggja úlvavenjingin sum hevur veri hjá bólkinum til hoyringar, og eru vit spent, at vísa hana fram á Landsfundinum.
Spennandi er eisini at frætta hvat bólkarnir hava fingist við seinasta árið.
Eg vóni at nógv koma suður, og at vit fáa ein góðan og virðiliga fund, har vit seta skótarørsluna í hásæti og arbeiða fyri einum góðum KFUM-skótaarbeiðið sum skal flyta okkum trygt og gott inn í framtíðina.
Ver Til Rei Ar
Við skótakvøðu
Steinbjørn V. Olsen
Skótaovasti, KFUM-skótarnir í Føroyum

10:00 10:00 11:30 12:30 15:00 17:15