Page 1

Hey allar kvinnur, ungar sum eldri OYÍF skipar fyri einum kvinnukvøldi, ið verður

mánakvøldi 2. Maj kl. 19.00 í skúlanum í Oyndarfirði. Vit fara at hugna okkum við einum góðum kaffimunni og onkrum sera, sera, sera væl smakkandi afturvið. Jóhanna Andreasen fer at hava ein fyrilestur um “Persónligheitstypir”. Bjørg Thomasen fer at vísa fram og siga frá um ymisk “produktir” frá Deyðahavinum. Eisini verður høvi at royna okkurt av tí hon hevur við og enntá keypa um mann vil tað. Ásla Breyt Eidesgaard fer at sminka 4-5 kvinnum í ymiskum aldri og vísa okkum hvat hóskar seg væl til hvønn aldursbólk. Tiltakið kostar 80 kr. og er fyri allar kvinnur 16 ár og eldri, sum búgva í Oyndarfirði ella á ein og annan hátt hava tilknýti til bygdina. Vit vilja fegin hava, at tit tekna tykkum til tiltakið við at senda sms ella ringja til Duritu á tlf. 28 36 32 ella til Sølvá á tlf. 22 18 90 áðrenn fríggjadagin 29. Apríl. Við vón um góða undirtøku. Nevndin í OYÍF

Kvinnukvøld  

Kvinnuvkøld