Hotel Skálavík - Sosial samvera og fakligur íblástur

Page 2

Fundir & veitslur í vøkrum umhvørvi

Vit bjóða tær fundar- og veitslupakkar á høgum støði í nútímans umhvørvi. Á Hotel Skálavík eru 22 nútímans og vælútgjørd kømur, umframt ein íbúð við 3 kømrum. Matstovan á Hotel Skálavík kann hýsa umleið 120 gestum, og bjóðar eitt gott úrval av mati til starvsdagar. Tann lítla havastovan, sum er ímillum gongirnar, har kømruni eru, gevur góðar rammur til millum annað bólkaarbeiði hjá smærri og størri fyritøkum. Vit hava tvey fundarhøli og eina stóra høll. Tað minna fundarhølið kann hýsa

Hotel Skálavík er eitt stjørna ráðstevnuhotel

áleið 30 gestum, meðan tað størra kann hýsa áleið 100 gestum. Verður høllin løgd saman við stóra fundarhølið, kunnu hesi bæði hølini tilsamans hýsa áleið 400 gestum. Øll neyðug útgerð er í fundarhølunum. Um tørvur er á aðrari útgerð, ber til at tosa við okkum. Vit hava góðar møguleikar til hugna, eitt nú viðmæla vit grillsmátturnar, sum eru tríggjar í tali og rúma upp í 15 fólk hvør. Heiti uttandura potturin er sera væl egnaður tá ein steðgur er millum arbeiðstímarnar. Og ynskir tú ein túr runt í bygdini á tveimum hjólum, so hava vit góðar súkklur til leigu.

Les meira og sí myndir á hotelskalavik.fo


Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.