2 minute read

ALMENN GRANSKING ER MINKAÐ MUNANDI

Gransking og menning hevur tikið dik á seg í Føroyum seinastu 20 árini. Serliga privatar fyritøkur eru farnar at granska og menna nógv meira. Almennir stovnar brúka hinvegin munandi minni til gransking og menning.

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Almennir stovnar og fyritøkur í Føroyum granskaðu og mentu í 2022 fyri 376 milliónir kr. Tað svarar til 1,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).

Tað vísa nýggj hagtøl fyri gransking og menning, sum Hagstovan hevur savnað í samstarvi við Granskingarráðið.

20 ár eru síðani, at kanning av útreiðslum til gransking og menning í Føroyum seinast varð gjørd. Kanningin í 2003 vísti, at tá varð granskað og ment fyri 0,9 prosent av BTÚ. Vøksturin er sostatt 0,6 prosent­stig.

Hóast stovnar og fyritøkur í Føroyum brúka munandi meira til gransking og menning á royndarstigi enn fyri 20 árum síðani, eru útreiðslurnar í Føroyum til gransking og menning sum partur av BTÚ lægri enn í hinum norðanlondunum. Í Danmark eru útreiðslurnar 2,9 prosent, í Íslandi 2,7 prosent, í Noregi 1,6 prosent og í Svøríki 3,4 prosent.

Europaráðið setti í 2000 sum mál, at londini í Europa skuldu brúka 3 prosent av BTÚ til gransking og menning. Nýggju hagtølini vísa sostatt, at Føroyar enn eru langt frá málinum, sum Europaráðið hevur sett.

AFTURGONGD Í ALMENNA GEIRANUM

Hagtølini vísa, at tað eru privatar fyritøkur, ið standa fyri meiri enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. Vinnufeløgini granska og menna fyri 1,1 prosent av BTÚ. Almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar granska og menna tilsamans fyri 0,4 prosent av BTÚ.

Tað er stór broyting í mun til 2003, tá vinnufeløgini stóðu fyri 0,2 prosentum og almenni geirin fyri 0,7 prosentum av BTÚ.

Meiri enn helmingurin av granskingini og menningini í privata geiranum fer fram í tilfeingisvinnuni, og har er tað alivinnan, ið stendur fyri nærum allari granskingini og menningini.

Europaráðið hevur mælt til, at av teimum 3 prosentunum av BTÚ, sum londini eiga at brúka til gransking og menning, skal tað privata brúka 2 prosent og tað almenna 1 prosent.

Framyvir verða hagtølini gjørd á hvørjum ári, soleiðis at til ber at fylgja gongdini árliga.

This article is from: