6 minute read

Stórur tørvur á gransking fyri at menna samfelagið

Bæði privata vinnan og almennir stovnar hava stóran áhuga fyri at samstarva við Fróðskaparsetrið um gransking, men Setrið hevur ikki orku til at nøkta tørvin. Vantandi fígging til gransking og menning kostar samfelagnum dýrt, heldur rektarin á Fróðskaparsetrinum.

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Fróðskaparsetrið hevur stórar ætlanir fyri framtíðina. Ein nýggj strategiætlan er løgd fyri tíðarskeiðið 2025­2030, sum stingur út í kortið, hvør missiónin hjá Fróðskaparsetrinum er, og hvørjar strategiskar súlur og mál skulu røkkast fyri, at føroyska universitetið skal vera ført fyri at nøkta átrokandi tørvir á gransking og hægri útbúgving í Føroyum.

Men føgur orð eru ikki nóg mikið. Pengar og politiskur vilji skulu til fyri at gera ætlanirnar til veruleika.

Ovast á ynskilistanum hjá rektaranum á Fróðskaparsetrinum, Martin Tvede Zachariasen, stendur meira gransking.

– Tað er eitt vørumerki fyri eitt altjóða viðurkent universitet, at útbúgvingarnar eru granskingargrundaðar. Tað merkir, at undirvísararnir eru granskarar í fremstu vitanarrøð, sum kunnu skipa útbúgvingarnar og geva sína vitan víðari beinleiðis til tey lesandi, sigur hann.

Flestu undirvísarar á Fróðskaparsetrinum eru granskarar, men námslektarar, ið ikki hava granskingarskyldu, verða eisini settir í tíðaravmarkað størv.

– Vit vilja hava, at allar útbúgvingar á Setrinum skulu vera granskingarliga væl rótfestar, men tað eru nøkur økir, har tað er trupult at fáa fólk við granskingarførleikum. Onkrar deildir hava rættiliga lítla gransking, og á øðrum deildum eru tað næstan øll, sum granska, sigur Martin Tvede Zachariasen.

Aðrastaðni er vanligt, at undirvísarar granska helvtina av tíðini. Men hendan meginreglan er ikki í nóg stóran mun galdandi á Setrinum.

Serliga á útbúgvingarøkjum sum læraraútbúgving og námsfrøði er enn stórur tørvur á at menna granskingina. Hesar útbúgvingar høvdu upprunaliga ikki gransking, tá tær vórðu lagdar saman við Setrinum fyri fimtan árum síðani.

– Vit eru enn í ferð við at byggja granskingina upp á hesum økjum eisini, men tað tekur tíð og krevur pengar. Tað er trupult at fáa granskarar uttaneftir, og vit noyðast fyrst sjálvi at útbúgva granskarar, sigur Martin Tvede Zachariasen.

RAKA HØVDIÐ Í EIN MÚR

Fíggingin til gransking í Føroyum hevur mestsum staðið í stað í fleiri ár. Hvørki Fróðskaparsetrið ella Granskingarráðið hava fingið nevnivert hægri játtanir til gransking.

– Setrið fær sum heild bert pengar til gransking, um so er at tað skal stuðla undir nýggjar útbúgvingar. Sum universitet hava vit eisini tørv á at hava fígging til granskingarendamál burturav.

– Tørvur er á hægri játtan, um vit skulu menna granskingina á Setrinum. Heilsugransking er eitt týðuligt dømi um, hvussu stóran mun meira fígging kann gera. Síðani Sjúkrakassagrunnurin lutaði út 30 miljónir kr. til heilsugransking fyri nøkrum árum síðani, er hetta økið ment sera nógv, sigur Martin Tvede Zachariasen.

Stórur tørvur er eisini á gransking á økjum, sum Fróðskaparsetrið ongan møguleika hevur at gera nakað við í dag.

– Tað er týðuligt, at tað er ein stórur ómettaður tørvur á gransking úti í samfelagnum, bæði í almenna og privata geiranum. Vit fáa javnan fyrispurningar frá fólki, ið vilja tosa við okkum um møguleikar fyri samstarvi.

– Í privatu vinnuni eru tað millum annað fiskivinnan og alivinnan, ið hava tørv á meira gransking. Tað snýr seg nógv um at kunna brúka tað náttúrutilfeingið, vit hava í Føroyum, til at skapa serstakar vørur.

Tað hevur stórar avleiðingar fyri vinnulívið, at eingin verulig gransking í matvøruvísindum er.

– Eg vil vera við, at hetta er orsøkin til, at vit alla tíðina raka høvdið í ein múr, tá vit royna at skapa virðisøking og gera okkurt nýtt. Vit hava ikki ta vitanina, ið skal til fyri at gera nakað ordiliga gott og spennandi, sigur Martin Tvede Zachariasen.

Eisini byggivinnan manglar út­búgvin fólk og hevur tørv á gransking.

– Gransking í byggifrøði hevði verið ein góð íløga fyri samfelagið. At byggja í Føroyum er ikki tað sama sum at byggja í Danmark. Vit hava tørv á at granska, hvussu vit byggja klókt og burðardygt í Føroyum, so byggingin hóskar til føroyska veðurlagið, og vit ikki brúka meira tilfar enn neyðugt, sigur Martin Tvede Zachariasen.

Í almenna geiranum er eisini stórur tørvur á at fáa meira vitan um, hvussu land og kommunur til dømis skulu veita betri tænastur.

– Vit hava havt samband við Kommunufelagið, sum hevur stóran áhuga fyri at fáa nýggjar loysnir fyri, hvussu vit skulu handfara eldraøkið í framtíðini. Eisini er tørvur á gransking fyri at kanna og finna bestu tænasturnar fyri børn og ung í sambandi við Barnaverkætlanina, ið landsstýrismaðurin í barna­ og útbúgvingarmálum hevur tikið stig til, sigur hann.

Vantandi granskingarmøguleikar gera eisini, at Fróðskaparsetrið hevur truplari við at fáa høgt útbúnar granskarar.

– Vit fáa ikki gjørt Føroyar lokkandi fyri nakrar av teimum bestu heilunum. Eisini føroyskum heilum. Tað eru fleiri góðir føroyskir granskarar, sum búgva aðrastaðni, ið ikki síggja nakran møguleika at koma til Føroya at arbeiða, tí ov lítið av pengum er til gransking, sigur rektarin.

GRANSKING FYRST

Fleiri útbúgvingar eru komnar afturat á Fróðskaparsetrinum seinastu árini, og ætlanir eru um nýggjar útbúgvingar, millum annað í matvøru­ og heilsuvísindum.

– Vit vilja stremba eftir at geva ungum føroyingum viðkomandi útbúgvingar fyri at betra um búfestið, tí vit vita, at helvtin av teimum, sum leita sær av landinum at fáa sær universitetsútbúgving, koma ikki heim aftur. Men útbúgvingarnar mugu vera dygdargóðar og granskingargrundaðar, og tí mugu vit byggja vitanarøkið upp, áðrenn vit bjóða útbúgvingar út.

– Tað hevur tíverri ofta verið so­leiðis í Føroyum, at vit fyrst seta útbúgvingar á stovn og síðani royna at fáa granskingina uppá pláss. Eg vil fegin venda tí eitt sindur við og fyrst byggja vitan upp. Tá vit hava nóg mikið av áhugaverdari vitan, kunnu vit fara undir at bjóða útbúgvingar út.

– Soleiðis verða nýggjar útbúgvingar eisini ofta til í øðrum londum. Tær byggja á nýggja gransking, sum við tíðini verður so umfatandi, at grundarlag er fyri at bjóða eina útbúgving út. Ofta verður byrjað við masterútbúgvingum, sum hava færri lesandi og eru meira avmarkaðar. Bachelorútbúgvingar eru breiðari og meira krevjandi og koma ofta seinni. Hetta er tað øvugta av tí, vit vanliga gera í Føroyum, sigur Martin Tvede Zachariassen.

Stórur tørvur er á meira gransking bæði í privata og almenna geiranum. Mynd: Uni Árting

VITANARDEPLAR

Í strategiætlanini mælir Fróðskaparsetrið til, at vitanardeplar verða skaptir á fleiri økjum, sum hava týdning fyri megingeirar í Føroyum. Ein vitanardepil er eitt samstarv um gransking, menning og nýskapan millum innanhýsis og uttanhýsis áhugapartar á økjum, sum hava serliga stóran týdning fyri samfelagið.

Fróðskaparsetrið vil seta á stovn ein vitanardepil í matvøruvísindum og biotøkni og ein vitanardepil í námsfrøði og skúlagransking. Eisini hevur Setrið ætlanir um at menna vitanardeplar, sum eru viðkomandi fyri byggivinnuna, ferðavinnuna, grøna orku og flutning.

– Vitanardeplar skulu verða karmar um samstarv millum Fróðskaparsetrið og eitt nú vinnufyritøkur og kommunur um gransking, menning og nýskapan, sum kann skapa framburð í samfelagnum. Við at samstarva um gransking og menning kunnu vit møguliga eisini í felag skapa grundarlag undir nýggjum útbúgvingum, sigur rektarin á Fróðskaparsetrinum.

This article is from: