07 Vestur - Víkingur

Page 1

1 Kappingarárið 2023 Leikskrá nr. 3 S.J.H. COMMERCIAL DIVERS K A V I N G 528464 S.J.H. OFFSHORE 214716 Vit átaka okkum alt kavaraarbeiði – her heima og kring allan knøttin Nr. 8 10. juni

07 Vestur

Stovnað: 6. novembur 2007

Heimavallir:

Dungasandur í Sørvági

Valloyran í Sandavági

Postadressa:

Dungasandur 4, Sørvágur

Telefon: 590707

Telefax: 333550

LEIKARIN HESAFERÐ

Navn: Pætur Akselsen

Føddur: 24. apríl 2006

Hædd: 186 cm

Vekt: 80 kg

Pláss á vøllinum: Bakkur

Besti matur: Burgari

T-postur:

E-postur: 07vestur@07vestur.fo

Heimasíða: www.07vestur.fo

Formaður:

Jón Nordendal

Næstformaður

Jens Kristian Haraldsen

Skrivari:

Heimsins besti fótbóltspælari er: Messi

Onnur feløg tú hevur leikt við: Onki

Hvør er tann stuttligi á liðnum: Jóannis

Hvør er pressarin á liðnum: Høgni

Hvør á liðnum brúkar mest tíð frammanfyri speglinum: Julian

Hvør er besti teknikari á liðnum: Jasper

Rannvá Gásdal

Finnbogi Niclasen

Peningarøkil:

Besti tónleikabólkur: 2Pac

Jóna Jacobsen

Ingibjørn Johannesen

Nevndarlimir:

Besti filmur/seria: Lord of the rings filmarnir

Egil Petersen

Michael Gram

Eyðvør Petersen

Ingi Solberg

Ove Heinesen

Ábyrgd:

Rógvi Jacobsen

Fróði Poulsen

Ábyrgd:

Blaðbólkur:

Fróði Poulsen

Fróði Poulsen

Ingolf S. Olsen

Blaðbólkur:

Jóanis Albert Nielsen

Fróði Poulsen

Ingolf S. Olsen

Uppseting:

Jóanis Albert Nielsen

Regin Davidsen

Uppseting: Regin Davidsen

2

Almost Heaven... dystardagur

Tað verður avgjørt ein serligur stemningur til dystin í dag. Countryfestivalur er, og campingvognar í hópatali standa nærhendis vøllinum. Vanligu parkeringsplássini til dystin eru upptikin av tónleikapallum og mat­teltum og øðrum, so vit áskoðarar mugu leita nýggjar leiðir, um vit koma til dyst í bili. Men tað fer heilt sikkurt at vera serstakliga stemningsfult. Veðurforsøgnirnar lova eisini, at veðrið verður av tí allarbesta, so kanska verður ikki neyðugt at lufta dýnujakkan.

Støðan í kappingini sær øðiliga spennandi út. Vit liggja á fimta plássi í kappingini, og hava bara fimm stig færri enn Víkingur. Vinna vit í dag, eru vit bara tvey stig frá gylta fjórðaplássinum, ið gevur atgongd til at spæla í Europa komandi ár. Og tað er slett ikki ómøguligt. Um allir okkara leikarar eru klárir, hava vit eitt sterkt lið, ið annar kommentatorin til dystin ímóti ÍF segði: “kann arga øll liðini í bestu deilidini í ár”.

Stemningurin rundanum 07 Vestur blívur bara betur og betur. Ein familjudagur hevur verið í vikuni, har ein rúgva av fólki møtti upp til renning, venjing, át og prát. Eldsálir selja country­gestum morgunmat í 07Vestur­húsinum og Fjepparafelagið leggur upp til at fólk møta til upphiting ein tíma áðrenn dystin í dag. Øll eru vælkomin at gerast ein partur av jaliga felagsskapinum í okkara felag.

Vit síggjast á Green Green Grass of Home – aka Dungasandi.

Koyr á 07 Vestur! Góðan dyst øll somul.

3
UPPTAKTIN V/ Sóley Joensen

jon@lbf.fo

Jóhannesarson

andanum uppi ,tá úrslitini mangan hava verið

løk, men blaðið er komið út til hvønn heima

VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum

Framleiðsluútgerð og umvælingar

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

Heri Poulsen

4 jwveiting@gmail.com
Magnusarson Nielsen
Takk fyri!
Fróði
Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo
5
tú meta um framtíðina
kenna fortíðina
WW W . JANUA R. F O Lastvognskoyring v/ Erhard Dam Finn meg á Tlf: 213577 Sand- og skervsølan í Sandavági Alt innan: - tilfar - veitan - levering
Skalt
mást tú
Grannskoðan // Ráðgeving // Bókhald // Roknskapur

UROS STÓRTRÍVIST

Í 07 VESTUR OG Í VÁGUM

Hóast 07 Vestur hevði eina heldur trilvandi byrjan upp á kappingarárið, liggur liðið nú á einum hampuliga tryggum fimtaplássi. Serbiski áleyparin Uros Stojanov er nøgdur. Hann kendi seg vælkomnan, trívist væl og tað er serliga menniskjaligi hitin og góðu sínamillum viðurskiftini í felagnum, sum hava æruna av tí. Verður hann spurdur, kundi hann væl hugsað sær at verði verandi í Vágum og spælt fótbólt

Tú ert tann fyrsti, ið spyr, men eg eri tó ikki tann rætti at svara upp á spurningin. Eg kann tó siga, at stendur tað til mín, so vil eg fegin spæla í 07 Vestur næsta ár eisini. Tí mær dámar væl her, mær dámar í Vágum, og mær dámar felagið og alt rundan um tað. Eg kann tó ikki bara koma og siga ”hey, eg havi gjørt av at verða verandi”. Skal tað verða, so má felagið taka fyrsta stigið.

Soleiðis sigur 34 ára gamli Uros Stojanov, tá hann verður spurdur, um hann eisini fer at spæla við 07 Vestur næsta kappingarár. Felagið gjørdi í fjør heyst sáttmála við hann fyri hetta kappingarárið.

Fallin væl til

Sum skilst letur lítilátni og fyrikomandi serbiski miðframherjin ongan iva vera um, at hann er fallin væl til hesa stuttu

tíðina, hann hevur búleikast í Vágum og spælt við 07 Vestur.

Grundleggjandi er lívsstílurin hin sami og fólkið tað sama um allar Føroyar. Tú møtir runt roknað øllum eftir einum mánað, í handlunum, á tangastøðunum og slíkum støðum, tí her eru ikki so nógv fólk, og tú møtir teimum somu allastaðni.

Men her er stilt og friðsælt, og fyri meg er tað ordiliga gott. Eg haldi, at eg longu eri fallin væl til í Vágum og í felagnum. Eg seti heldur ongan eftir, men fevni alla oynna, tí eg búgvi í Sandavági, arbeiði í barnagarðinum í Miðvági og spæli fótbólt í Sørvági, flennir Uros.

Menniskjaligur hiti

At hann er fallin so væl til er ikki minst tí menniskjaliga hitanum og teimum góðu sínamillum viðurskiftunum, ið valda millum øll allastaðni í 07 Vestur og rundan um felagið, fyri at takka, heldur hann.

Eg má siga, at eg beinanvegin kendi meg væl her. Eg kendi meg vælkomnan.

Tað er ógvuliga týdningarmikið at

6

hava í huga, at stuttleikin og tey góðu viðurskiftini, vit hava við hvønn annan í til dømis skiftirúminum og felagshølunum, tað er tað, sum gevur okkum viðgongd á vøllinum.

Og vit hava tað gott saman í 07 Vestur. Náttúrligi myndugleikin hjá høvuðsvenjaranum Michael og hansara karisma gera sítt, men tað er eisini so

ógvuliga týdningarmikið, haldi eg, at vit hava hjálparvenjaran Tór Ingar, málmansvenjaran Ivan og fysiska venjaran Rógva, sum vit ikki bara kunnu tosa við um venjing og fótbólt, men um alt. Tað er ongantíð nøkur forðing, sama hvat tú kemur við av trupulleikum ella onkrum, sum órógvar teg, so vilja teir royna at hjálpa tær. Eg kundi nevnt nógv fleiri (framhald á síðu 18.)

7
Stendur tað til mín, so vil eg fegin spæla í 07 Vestur næsta ár eisini. Tí mær dámar væl her, mær dámar í Vágum, og mær dámar felagið og alt rundan um tað, sigur Uros Stojanov

Framleiðsluútgerð og umvælingar

VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum

Maskinverkstaður

Umvælingar av hydraulikstemplum

Framleiðsla av hydraulikslangum

Koyrandi tænasta

8
Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo
9 332700 timbur@timbur.fo
SUMMARIÐ
TERASSUNI
» Síggj úrvalið á timbur.fo NJÓT
Á

BETONG RUNT ALT LANDIÐ

Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki

Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet

Klima veitir loysnir og stýrisskipanir til hita og ventilatión, orkuskipanir, el-innleggingar, IBI, CTS, BMS, ávaringarskipanir og brunaskipanir.

Haraftrat veitir Klima tænastur og viðlíkahald av hesum skipanum.

10
KLIMA | TORKILSVEGUR 15 | 360 SANDAVÁGUR | TEL +298 333 555 | KLIMA@KLIMA.FO | KLIMA.FO
11 www.vaga.fo Vága kommuna stuðlar 07 Vestur SØRVÁGS KOMMUNA YNSKIR 07 VESTUR EITT GOTT KAPPINGARÁR S ør vágs Kommuna Sørvágs kommuna

Gregersen

Géza Dávid Turi

Sølvi Vatnhamar

Arnbjørn Svensson

Staravegur 17 Postsmoga 3258 110 Tórshavn

Jákup Johansen

Telefon 34 34 34 spekt@spekt.fo www.spekt.fo

Atli Gregersen

Olaf Bárðarson

Martin Klein

Signar á Brúnni

Ingi Jonhardsson

Poul Kallsberg

Aron Ellingsgaard

Árni Nóa Atlason

Ari Olsen

Andreas Olsen

Finnur Justinussen

Gunnar Vatnhamar

Páll Eirik Djurhuus

Hans J. Arngrímsson

Ingi Arngrímsson

Venjari:

Ring ella les meira um okkara heildarloysnir á www.spekt.fo

Jóhan Petur Poulsen Kelda: faroesoccer.com

12 Leikari Aldur Dystir Minutir Ari Ari í H. Petersen 20 12 - - - 1080 Rasmus Juel Knudsen 20 12 - 3 - 1080 Daniel Obbekjær 20 12 3 - - 1080 Magnus H. Jacobsen 23 11 - 4 - 987 Uros Stojanov 34 11 5 - - 966 Høgni E. Nielsen 26 11 2 2 - 785 Jóannis á Steig 26 11 - 2 - 724 Jasper Van Der Heyden 27 11 4 - - 710 Oddur í H. Petersen 22 11 2 4 - 472 Dánial Pauli Lervig 32 10 - 2 - 830 Janus Samuelsen 24 10 1 - - 774 Albert Theis Nielsen 23 9 - - - 451 Eiler Fróðason 20 9 - - - 234 Mathias Voss 21 8 1 - - 664 Jóhann Joensen 21 8 - - - 521 Teitur Olsen 24 7 - 3 - 304 Julian Mouritsen 17 7 - - - 222 Jón í Horni Nielsen 18 3 - - - 5 Jónas Prior 16 2 - - - 17 Sámal á Steig 16 - - - -Pætur Akselsen 17 - - - -Heri Klakkstein 18 - - - -Steven Van Dijk 26 - - - -Venjari: Michael Schjønberg Leikari Bárður á Reynatrøð Bergur
F A I R C A R R E N T A L - + 2 9 8 5 4 4 0 0 0 B I L A R T I L S Ø L U Á U N I C A R . F O
lætt og ómakaleyst XBRL, skatt, bókhald, MVG,
BILÚTLEIGAN, OG EISINI UMVÆLA VIT SKAÐAR, LAKKERA OG SMÆRRI UMVÆLINGAR + 298 544000
Heildarloysn til kappingarføran prís
roknskap og annað

GÓÐKENDUR BILVERKSTAÐUR

13
# Lið: D V J T MF MÍ MM Stig 1 KÍ 13 13 0 0 39 7 +32 39 2 HB 13 10 2 1 25 6 +29 32 3 B36 13 10 0 3 29 13 +16 30 4 Víkingur 13 6 2 3 24 12 +12 20 5 07 Vestur 12 5 1 6 19 19 0 16 6 B68 12 2 5 5 11 21 ­10 11 7 EB/Streymur 12 3 1 8 8 24 ­16 10 8 ÍF 12 3 0 10 12 26 ­14 9 9 TB 12 2 3 7 6 29 ­23 9 10 AB 12 0 1 11 3 28 ­25 1
STIGATALVAN
Kelda: faroesoccer.com Okkara málskjúttar: Uros Stojanov 5 Jasper Van Der Hayden 4 Daniel Obbekjær 3 Høgni Egilstoft Nielsen 2 Oddur Petersen 2 Janus S. Samuelsen 1 Mathias Voss 1 Magnus H. Jacobsen 1

AFTURHVARV

Í Sandavági búði einaferð ein maður sum kallaðist Jóhannus Haraldsen. Hann dugdi óføra væl at tekna, og var harafturat skemtiligur. Jóhannus Haraldsen teknaði í mong ár Aktuella Hornið, á baksíðuni á Dimmalætting. Dagsins ”Afturhvarv” er frá einum dysti millum MB og SÍF sum eftir øllum at døma ikki spældi so friðarliga av. SÍF vann 4-3, og dómaratrio var úr SÍ. ;)

14
AKTUELLA HORNIÐ, í Dimmalætting, tann 21. juni 1975
15 Akranesgøta 5 Tórshavn tel. 35 45 00
16 24 V/ Kell E. Jensen Kálvalíðvegur 10 370 Miðvág tlf. 332779 og 222101 t-post: murarin@olivant.fo Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo Framleiðsluútgerð og umvælingar
Umvælingar av hydraulikstemplum Framleiðsla av hydraulikslangum Koyrandi tænasta VESTMEK stuðlar hondbóltinum VESTMEK stuðlar fótbóltinum
Maskinverkstaður
17 www.grant.fo

(framhald av síðu 7.)

fólk, og at tú hevur hatta slagið av fólkið rundan um spælararnar í einum fótbóltsfelag hevur so ómetaliga stóran týdning – og í seinasta enda eisini á vøllinum, sigur Uros Stojanov.

Pláss til skemt

Lyndið er skemtingarsamt, og hann hevur lætt til látur.

Eg havi tað trupult saman við fólki, ið ikki skilja skemt og ikki geva rúm fyri humorinum. Tað er ikki ein trupulleiki í 07 Vestur. Vit hava tað stuttligt og okkum dámar at arga upp á tann góða mátan. Eg verði til dømis mintur á míni 34 ár, tá vit savnast dagin eftir dyst at greina hann. Tá plagar Michael Schjønberg at spyrja spælararnar ein og ein, hvat teir halda, og tá hann kemur til mín plagar hann at siga ”hvat sigur tú so, gamli maður”, og eg svari, at mær dámar ikki at verða kallaður gamal, tí eg eri bara ógvuliga royndur.

Tað er alt til stuttleikar, og vit spælarar skemta og arga eisini hvønn annan í skiftirúminum og í pausunum undir venjing. Tú mást duga at skyna á, nær tú kanst skemta, og nær tað er álvari, men tað skal vera rúm fyri stuttleikanum, og hetta er eisini eitt, sum í seinasta enda skapar njótilsi og gleði á vøllinum, tá vit spæla dyst, sigur Uros.

Týðandi mál

Tað hevði nógv at siga fyri Uros Stojanov, at hann bleiv skrásettur fyri einsamalla málið í í sínum fyrsta landskappingardysti fyri 07 Vestur, sum var dysturin ímóti ÍF 4. mars í tí allarfyrsta umfarinum í hesum kappingarárinum hjá Betri Deildini.

Tað var Ikki tí, at hann harvið vann á sínum gamla felag, ÍF, at málið og sigurin høvdu so stóran týdning.

Nei, Uros Stojanov visti als ikki tá, at forloysandi málið í 86. minutti kundi

hava størri týdning enn bara status sum sigursmál og fyrsta málið hjá honum í sínum nýggja felag.

Men tað hevði tað, tí eftir henda fyrsta sigurin blivu teir næstu nógvu dystirnir ein oyðimarkargongd av tí aðru verð hjá 07 Vestur. Fyrst ein javnleikur á heimavølli ímóti B68 og síðan trý tap á rað – millum annað ímóti TB, ið tá lá niðast. Ikki fyrr enn í útidystinum ímóti AB 26. apríl bragdaði aftur, 07 Vestur vann tann dystin 2­1, og annað málið átti Uros, men síðan tapti liðið aftur tveir dystir upp í slag.

Keyptur at skjóta mál

At Uros skoraði tvær ferðir í hesum tíðarskeiðnum – í sigrinum á AB og í 1­3 tapinum fyri HB á heimavølli 30. apríl hevði næstan eins stóran týdning fyri hann og sigursmálið í allarfyrsta dystinum.

Málini høvdu so stóran týdning, tí tað kundi verði ein vanlukka fyri hann og liðið, um tann trilvandi byrjanin hjá liðnum upp á kappingarárið eisini bleiv beinleiðis endurspeglað í hansara egnu avrikum sum málsøkni individualisturin framman fyri málinum.

Tí frá tí, at hann kom upp í føroyskan fótbólt kappingarárið 2020, tá hann spældi fyri ÍF, hevði serbiski miðframherjin gjørt vart við seg sum málslúkur. Og tað var júst við tí endamáli at traðka inn fyri ein annan málslúk, Mads Borchers, at 07 Vestur fór eftir Uros Stojanov í fjør heyst.

Hann hevði sáttmála við B36 kappingarárið í fjør, men hevði seinastu seks mánaðirnar verið leigaður út til Skála. Nú var hann leysur av sáttmálanum og fríur at gera, sum hann vildi. Hann var eisini at kalla ferðabúgvin at flúgva heim til Serbia, tá Michael Schjønberg, høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, setti seg í samband við hann í fjør heyst, at vita,

18

um hann var áhugaður í at taka eitt prát um eitt møguligt samstarv.

Tað hevði Uros hug til, men vildi tó bíða, til hann var komin til Serbia. Nakrar dagar seinni tosaðu teir so saman, og sambært Uros tók tað lítið meira enn nakrar minuttir hjá sær, Michael Schjønberg og Jón Nordendal, formanni í 07 Vestur, at samskifta við telduposti aftur og fram og fáa gjørt eina avtalu.

Málini komu

Mads Borchers var miðframherji og toppskorari hjá 07 Vestur seinasta kappingarár, men var farin til HB at spæla hetta kappingarárið. Uros skuldi koma í staðin, so nú var tað serliga hann, ið skuldi umseta bæði tilpældar og leysar møguleikar hjá 07 Vestur til mál.

Eg eri fremsti maður, og øll vænta av mær, at eg skjóti mál. Tað skulu tey vænta, og eg skoraði eisini hampuliga nógv mál bæði fyri ÍF, B36 og Skála. Men við einari ringari byrjan hjá liðnum kundi eg rokna við, at fólk beinanvegin fóru at tosa um meg og døma meg, um eg ikki megnaði at skjóta mál. Tað kundi skjótt blivið til tað, at eg ikki var serliga góður longur, og ikki aftur fór at vera tann, sum setti avgerandi bóltarnar í netið.

Eg eri ógvuliga fegin um, at tað ikki hendi, og eg skjóti enn mál. Nú gongur eisini munandi betur hjá liðnum, vit liggja nummar fimm við 16 stigum, áðrenn kappingin er hálvrunnin, so tað skuldi verið góður møguleiki fyri, at vit í ár fara upp um mesta stigatalið, sum 07 Vestur nakrantíð hevur havt áður, sigur Uros.

Nógvir skaðar

Ringa gongdin hjá 07 Vestur tíðliga í kappingarárinum hevði sínar orsøkir, tí liðið var illa plágað av skaðum. Hesin trupulleikin er ein gamal kenningur hjá felagnum, og hóast hópurin ikki er eitt

sindur breiðari nú, enn hann onkuntíð hevur verið, so tolir hann ikki, at fleiri spælarar fara burtur av fasta bulinum í senn vegna skaðar.

Vit hava ikki 20­25 spælarar at flyta við, sum onkur feløg hava, og tað bleiv ein stórur trupulleiki, tá fleiri av spælaranum á teimum føstu plássunum blivu skaddir samstundis. Men sjálvt um tað er soleiðis, so verður jú ikki spurt, hvør er at spæla, tað verður sjálvandi spurt eftir úrslitinum – um tú vinnur ella tapir.

- Soleiðis vóru fleiri av teimum fyrstu dystunum, vit taptu nógv, eisini ímóti TB, sum man vera ringasti dysturin, vit hava spælt higartil í ár, og útlitini vóru als ikki bjørt. Men vit hava fóta okkum, og nú sær betri út, sigur Uros Stojanov.

Vil hava meira

Higartil hevur hann skotið sjey mál hetta kappingarárið, fimm í landskappingini og tvey í steypakappingini – kappingin um Løgmanssteypið. Málini í steypakappingini tryggjaðu sigrarnar í fyrsta umfari og í fjórðingsfinaluni og vóru tískil avgerandi fyri, at 07 Vestur megnaði at spæla seg í semifinaluna. Hon skal spælast ímóti HB 28. juni.

Eg vil altíð hava meira, eg ynski meira og biði um meria, og málið er sum oftast at tvífalda talið, sum var galdandi frammanundan. Málið í ár er í hvussu er 10+ mál, og eg eri á sjey samanlagt í landskappingini og steypakappingini. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað endar. Higartil kann eg ikki loyva mær annað enn at vera nøgdur við mín leiklut sum fremsti maður í álopinum, sigur Uros.

Kunnu kløkka Víking

Hann bleiv skaddur í dystinum ímóti ÍF seinasta vikuskifti, so hann er ikki við í dagsins dysti ímóti Víkingi. Síðan verður steðgur í landskappingini eitt vikuskifti (framhald á næstu bls.)

19

vegna landsliðsfótbólt, og tí torir Uros at vissa um, at hann verður klárur aftur til landskappingardystin ímóti HB 25. juni og til semifinaluna í kappingini um Løgmanssteypið ímóti sama liði tríggjar dagar seinni.

Uros Stojanov veit ikki, hvør verður á hansara plássi í dagsins dysti, men hann heldur avgjørt, at 07 Vestur hevur møguleika at bjóða Víkingi av.

Skal eg vera erligur, so haldi eg ikki, at Víkingur er í sínum besta standi í løtuni samanborið við tey seinastu árini. Hesin dysturin verður eisini spældur í góðum veðri og ikki í nógvum vindi sum seinast, tá vit eisini manglaðu nakrar fastar spælarar. Tí haldi eg, at tað við eitt sindur av hepni saktans eru møguleikar fyri, at 07 Vestur kann loypa hvøkk á Víking og kanska enntá taka teir á bóli, sigur hann.

Vil spæla í Føroyum

Hóast 34 ára gamal hugsar Uros Stojanov als ikki um at enda fótbóltslívsleiðina við bræði.

So leingi, eg dugi at skjóta mál, ætli eg at spæla. Eg havi tað fínt, so eg haldi ikki, at aldurin er nakar stórur trupulleiki enn. Og hyggja vit rundan um okkum, so verða fótbóltskarrierurnar bara longri og longri. Tað er vanligt í dag, at vit hava 37, 38 og kanska 39 ára gamlar fótbóltsspælarar, sum eru aktivir á hægsta ella í hvussu er høgum stigi. Hygg bara at Ronaldo, sum er 38, tó at eg als ikki kann kappast við spælarar av hansara slagi. Men í seinasta enda er tað sjálvsagt ein spurningur um heilsu, sigur Uros.

Hann vil eisini helst spæla í Føroyum, tað ið eftir er av aktivu lívsleiðini sum fótbóltsspælari.

Tó at eg ikki føli meg gamlan, so eri eg kortini komin har til sum fótbóltsspæl­

ari, at eg taki eitt ár í senn. Og næsta árið er í hvussu ætlanin at verða verandi í Føroyum. So fáa vit at síggja, hvussu landið liggur um eitt ár, sigur serbiski málslúkurin.

Verður kanska verandi

Honum dámar væl at vitja foreldrini og familjuna í Serbia, sum hann eisini ofta ger – og púra býttan sigur hann seg vera í trý ára gomlu bróðurdóttrini. Tíðliga í næsta mánað gongur leiðin aftur heim til Serbia at ferðast, og verður hann har í 12 dagar hesa ferð. Men Uros sigur, at hann nú hevur verið so leingi heimanífrá, tað eru sløk 10 ár, at honum ikki beinleiðis leingist eftir at búgva í Serbia aftur, tá hann einaferð parkerar fótbóltsgaggurnar. Tá høvdu Føroyar helst verið líka upplagdar, heldur hann.

Tað kann sjálvandi koma ann upp so nógv, og nógv kann vera broytt til ta tíð, men eg vænti tó, at eg annaðhvørt verði búgvandi í Føroyum, ella eg flyti heim aftur til Serbia, og tað man standa nøkulunda fifty-fifty ímillum teir báðar møguleikarnar, sigur hann.

Ov ljóst at sova

Honum dámar Føroyar og serliga, tá summarið vísir seg frá síni góðu síðu, sum tað hevur gjørt seinastu dagarnar, og hann eisini hevur havt møguleika at uppliva Country Festivalin, har hann eisini hevur hjálpt til. Men vandi er í hvørjari vælferð, sigur orðatakið.

Eg fari vanliga ikki tíðliga í song, og hesa tíðina í Føroyum er heilt galið við svøvnrútmuni, tí tað er ljóst alt samdøgrið, og gardinurnar í sovikamarinum eru hvítar, so alt ljósið sleppur inn. So eg vakni sum regul av dagsljósinum klokkan fimm ella kanska hálvgun seks um morgunin, sama hvat klokkan eg fari í song, sigur Uros Stojanov og flennir í kíki.

20
(framhald av síðu 19.)
21 www.sorvag.fo
22 Experience the breathtaking Faroe Islands from sea. Scan here! www.bluegate.fo DRANGARNIR SEA STACKS MÚLAFOSSUR MYKINES Boat tour to:

Vit veita eisini vegleiðing í sambandi við betongsløg og styrki

Blandistøðin er góðkend av Norska Kontrollrådet

23
BYGGIVIRKI
Malltek Tel: 23 49 98 .
BETONG RUNT ALT LANDIÐ
24

Hágóðsku vørur frá

Allar matvørurnar eru vistfrøðiligar. Aðrar Änglamark vørur eru bæði umhvørvis- og ovurviðkvæmisvinarligar. Vøruúrvalið er breitt og fevnir um alt líka frá vaskipulvuri til tomatir, frá smábarnamati til køksrullur.

25

Familjubuffét

Mán-Hós: Kl. 16.30 – 20.00

Fríggjadag: Kl. 16.30 – 21.00

Leygardag og Sunnudag: Kl. 13.00 – 21.00

Et, alt tú orkar, fyri 139,-

(12 ár og eldri | Íroknað ísbuffét, sodavatn og kaffi/te)

Og títt barn etur fyri einans 70,-

(11 ár og yngri, saman við foreldrum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)

Bólkar (min. 10 fólk) 100,-

(11 ár og yngri, saman við minst einum gjaldandi vaksnum. Íroknað ísbuffét og sodavatn)

Lat okkum ordna innkeypið og uppvaskið

www.pizza67.fo – Tel 356767

Vit hava 3 sløg av pizza, salat, 4 sløg av dressingi, nachos, nýbakað hvítleyksbreyð, høsnagrýtu, nuggets, buffalo høsnaveingir, várrullur, chips, rís og 5 sløg av sodavatni, og omaná fáa tit 7 sløg av ísi og kaffi.

26
17 Heri Múller TIMBURMAÐUR Junkaravegur 7 340 Kvívík Tlf. 560560 19 Betong og timburarbeiði Jóni Durhuus, byggimeistari • FO-350 Vestmanna • Tlf. 424473 - 223124
25
OKKARA VØRUR Á FØROYA FEITASTA NETHANDLI WWW.SKALKUR.FO ÓKEYPIS TIL DYRNAR Í ØLLUM FØROYUM. | SMS 31 95 12 | SALTANGARÁ 45 95 12 | 28
KEYP EISINI

mánadag til leygardag 9-22

29
STUÐLAR ÍTRÓTTINUM Í NÆRUMHVØRVINUM

Bílegg títt kort her

betri.fo/fjepparakort

31
1.2 Búmerki, í lit, negativt
32 termel@termel.fo ▪ Tlf. 220425
33 1. 04­03­2023 07 Vestur ­ ÍF 1­0 2. 12­04­2023 B36 ­ 07 Vestur 3­2 3. 26­04­2023 AB ­ 07 Vestur 1­2 4. 02­04­2023 07 Vestur ­ B68 1­1 5. 08­04­2023 07 Vestur ­ KÍ 1­3 6. 16­04­2023 TB ­ 07 Vestur 2­1 7. 30­04­2023 07 Vestur ­ HB 1­3 8. 05­05­2023 07 Vestur ­ Víkingur 1­2 9 14­05­2023 EB/Streymur ­ 07 Vestur 0­5 10. 21­05­2023 07 Vestur ­ KÍ 0­3 11. 29­05­2023 07 Vestur ­ TB 2­0 12. 04­06­2023 ÍF ­ 07 Vestur 1­2 13. 10­06­2023 07 Vestur ­ Víkingur 14. 25­06­2023 07 Vestur ­ HB 15. 01­07­2023 AB ­ 07 Vestur 16. 30­07­2023 07 Vestur ­ EB/Streymur 17. 06­08­2023 07 Vestur ­ B36 18. 13­08­2023 B68 ­ 07 Vestur 19. 20­08­2023 KÍ ­ 07 Vestur 20. 27­08­2023 07 Vestur ­ B68 21. 02­09­2023 07 Vestur ­ EB/Streymur 22. 16­09­2023 ÍF ­ 07 Vestur 23. 24­09­2023 Víkingur ­ 07 Vestur 24. 01­10­2023 07 Vestur ­ AB 25. 07­10­2023 B36 ­ 07 Vestur 26. 22­10­2023 HB ­ 07 Vestur 27. 28­10­2023 07 Vestur ­ TB DYSTARSKRÁ 2023 BETRIDEILDIN
34 Vit orka betur í felag føroya orkufelag 12 12 Giljanes bussar koyra um alt landið Tel. 21 98 99 giljanes@giljanes.fo
35 Timburarbeiði Smáar og stórar uppgávur Hoygarðsvegur 1 | FO-370 Miðvágur Tlf. +298 23 44 70 | Email. traeverk@traeverk.fo
36 www.theview.fo Tlf. 515100 ÚTSÝNIÐ TÍN LÝSING HER? Set teg í samband við 07 Vestur
37 Drekka foreldur tíni ov illa?
meira á barnaár.fo Modelmynd Stutt og greitt um bústaðarlán Tá tú ert á ferð Lurta á banknordik.fo/poddvarp >
Les

Fyrsti alari í heiminum at gevast við flogflutningi

At flúgva vøru elvir til óneyðugt CO2-útlát.

Ov nógv CO2-útlát elvir til veðurlagsbroytingar

Við at skifta til sjóflutning er CO2-útlátið fyri flutning til USA minkað við heili

94%

Issuu converts static files into: digital portfolios, online yearbooks, online catalogs, digital photo albums and more. Sign up and create your flipbook.